Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen

21/02/2025

Bakstøði

Í seinastu greinini nevndi eg, at henda mánaðin fara vit at siga frá tveimum kvinnum, sum vóru við á fyrsta morgunmøtinum í Betesda. Hesa ferð er tað Elin Davidsen (1869-1948).

Elin er kvinnan, sum situr aftan fyri øll hini, á myndini omanfyri. Tá ið tú lesur um lív hennara, er kortini eyðsæð, at hon var nógv meira enn ein bert í baksýni.

Eg skrivaði til Jón Helmsdal og spurdi hann um Elina. Hon var systir Jóan Jakku á Viðareiði, sum var langabbi Jón. Jón veit væl um slekt, og hann sendi mær nógvar upplýsingar. Sum heild er greinin skrivað út frá tí, sum hann sendi mær; okkurt er beinleiðis endurgivið, og okkurt er umorðað. Abraham Mikladal sendi mær flestu dagfestingarnar.

Elin var bara 31 ára gomul, tá ið hon bleiv einkja. Á fyrsta morgunmøtinum í Betesda í 1917 hevur hon longu sitið einkja í 17 ár.

Hon og maðurin, Sámal Petur Davidsen, giftust í 1897. Hann var úr Klaksvík, men tey búsettust við Garð á Viðareiði. Tey vóru ikki leingi gift. Bert tvey og eitt hálvt ár seinni doyr hann av hjartatilburði umborð á skipi – bara 28 ára gamal.

Tey áttu eina dóttur, sum var fødd 23. oktober 1898. Hon fór eisini ung. Í 1920 doyr hon av tuberklum, bara 21 ára gomul. Vit vita ikki, nær Elin er flutt til Klaksvíkar, men skilji eg tað rætt, búði hon enn á Viðareiði, tá ið salurin í Klaksvík varð tikin í nýtslu.

Veking

Nógv fólk komu til trúgv á Viðareiði fyrst í farnu øld. Sigurd Berghamar sigur frá hesi hending um Elina í bókini „- men Gud gav vøkst“ – helst er hendingin farin fram umleið 1910:

„Millum kvinnurnar í samkomuni ta fyrstu tíðina var Elin Davidsen, f. 1869. Hon var systir Jóan Jakku, og ár 1900 gjørdist hon einkja. Sum dømi um, hvussu ídnar kvinnurnar í samkomuni vóru, verður frásagt, at hon ein dagin møtti Siggu (sum er umtalað seinni). Kvøldið fyri hevði verið eitt signað møti, har fleiri høvdu játtað seg frelst. Tá ið tær møttust, lyfti Elin hendurnar upp, sló tær saman og mælti hart: „Á Sigga, nú er stuttligt at liva!“ Elin tænti Harranum við bønum sínum, hon tosaði við øll, hon kundi, um ríki Guds, og hon hjálpti, har hon kundi.“

Konan, sum er nevnd Sigga, er Sigga Fuglø, mamma navnframa vinnulívsmannin Esmar Fuglø. Sigga misti mannin, og í hvussu so er ein son um hesa tíðina – møguliga av tuberklum.

Báðar hesar kvinnurnar eru prógv um, at tað eru ofta tey, sum hava verið gjøgnum størstu trongdirnar, sum finna størstu gleðina í Harranum.

Tænasta

Eftir at maðurin doyði, avgjørdi Elin at selja húsini og nýta lív sítt at hjálpa familjum, sum vóru komnar illa fyri av sjúku. Tey fyrstu árini í 1900-talinum blivu nógv børn sjúk uppi við Garð, og fleiri av teimum doyðu – helst hevur tað verið tuberklar.

Millum annað var hon eina tíð í húsinum hjá systrini, Elsebeth Sofíu, og Magnus Fuglø, sum vóru rakt av herviligari sjúku – har doyðu vist 4 børn, bara eitt kom undan við lívinum.

Seinni kom hon at vera í húsinum hjá Jóan Jakku og kom eisini við teimum til Klaksvíkar at búgva umleið 1920. Kona Jóan Jakka doyði longu í 1933.

Elin og Jóan Jakku vóru tætt knýtt. At mamman doyði í barsilssong, tá ið Jóan Jakku varð føddur, hevur helst knýtt tey enn tættari saman. Jóan Jakku sipar onkuntíð í vitnisburðum sínum til „systi“, tá er talan helst um Elina.

Morgunmøtið

Vit leita aftur á fyrsta morgunmøtið í Betesda. Sum nevnt er Elin helst enn ikki flutt til Klaksvíkar. Hon hevur verið fyri nógvari sorg og fer at uppliva enn meira.

Kortini sat Elin helst ikki har og tók synd í sær sjálvari. Myndin, vit fáa av henni – henda morgunin um borð Harrans – er ikki av einum persóni, ið er upptikin við sínar egnu trupulleikar. Frásøgnin um hesi fólkini, ið høvdu verið fyri so stórum missi, gevur okkum varhugan av, at hetta vóru fólk, sum vóru komin at kenna Harrin á ein hátt, sum flestu okkara ikki gera. Fyridømi teirra gevur okkum nógv at taka til eftirtektar.

Hóskandi er at enda við vælkendu orðunum hjá Paulusi:

„Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.“ Filippibrævið 1.21

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/02/Elin-Davidsen.png 970 1856 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-02-21 07:00:002025-03-01 17:26:27“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen
Tær dámar møguliga eisini hetta
Lívsleiðir
Vinabond
BETESDA
Av bókahillini: Ditte menneskebarn – og ein genta, sum æt Isting
Stór er Tín trúfesti
Bíbliutektsur til 20.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið09/09/2026 - 09:01
  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top