Símun Jóhan Wolles

Fyrstu ferð, eg minnist at hava hoyrt Símun Jóhan tosa, var á einum morgunmøti fyrst í hálvfjerðsunum. Á morgunmøtunum stóð talarin vanliga framman fyri talarastólin. Símun Jóhan fór upp á pallin og stóð aftan fyri talarastólin. Eg var á møti saman við Eyðfinn, svági mínum.

Aftan á møtið segði hann mær, at tað var tí, at Símun Jóhan nøkur ár frammanundan hevði fingið okkurt lammilsi, og tí var lættari hjá honum at standa aftan fyri ein talarastól.

Símun Jóhan búði norðuri á Eiði. Tað var altíð serliga hugaligt at koma á møti og síggja, at hann var og vitjaði. Tað merkti, at møtið fór at verða gott.

Seinni kom eg at kenna Símun Jóhan persónliga, og eg minnist aftur á mangar ríkar løtur saman við honum.

Niðanfyri eru nøkur gullkorn, sum eg havi kraddað mær frá honum.

Á møti í Betesda í mars 1980

Fyrra Krønikubók 22.14:

„Her havi eg, hóast so mangt hevur nívt meg, savnað til hús HARRANS …“

  • Tað var Dávidi ein gleði at kunna savna til hús HARRANS. Hóast nógv nívandi  kom á leiðina, loyvdi hann tí ikki at forða sær í at vera við.

Sálmur 25.18:

„Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!“

  • Dávid orkaði at halda á, tí hann fór til Harran við tí, sum nívdi hann.

Á møti í Betesda í mars 1980

Lukas 10.1:

„… sendi teir … undan Sær … á hvørt stað, sum Hann sjálvur ætlaði at kom til.“

Sálmur 105.17:

„Mann sendi Hann undan teimum, Jósef varð seldur sum trælur;“

  • Hvat kann Harrin vænta Sær at heysta í fótasporum okkara?

Á møti í Betesda í 1984

Jóhannes 21.5, 12, 15, 22:

„Jesus segði tá við teir: „Børn, hava tit nakað at eta?“ … „Komið higar og fáið tykkum at eta!“ … „Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg meir enn hesir?“ … „Fylg tú Mær!““

  • Tað var ikki, fyrr enn Hann hevði givið teimum at eta, at Hann kom við áminningunum.

Brævasamband við Símun Jóhan í 1987

Í Dómarunum 6.34 stendur:

„Tá læt Andi HARRANS Seg í Gideon, …“

Eg nevndi hatta einaferð í einum brævi til Símun Jóhan. Hann skrivaði aftur, at jú, tað var gott, men hvussu syrgiligt tað var, at Gideon seinni – í staðin fyri, at loyva Anda HARRANS at lata Seg í hann – breiddi út kappa sín, og læt fólkið fylla kappan við gullringunum, sum vóru uppi í fongi hansara (Dóm. 8.24).

At byrja við var Gideon kappin, sum Andi HARRANS kundi lata Seg í. Seinni var kappin ikki fyltur av Harranum, men tí, sum heimurin hevði at bjóða.

Á møti í Betesda í 1991

Við byrjanini av taluni segði Símun Jóhan:

„Tað tykist viðhvørt sum, at tá ið kvøldið kemur, hevur dagurin etið so nógv av tí, sum var mær kært um morgunin.“

Fyrra Sámuelsbók 13.14:

„… HARRIN hevur valt Sær út mann eftir hjarta Sínum, …“

Fyrra Sámuelsbók 17.34-35:

„… kom tá leyva ella bjørn og fór við einum kríatúri úr fylginum, so leyp eg eftir henni og feldi hana …“

  • Dávid, maðurin eftir hjarta Guds, feldi bjarnir og leyvur í loynd. Vit mugu fyrst sigra í tí loynda.

Fyrra Sámuelsbók 15.12:

„Saul er komin til Karmel, og har hevur hann reist sær minnismerki; …“

  • Karmel merkir akurlendi Guds. Av sonnum ræðuligt, tá ið vit reisa okkum minnismerki á akurlendi Guds.

Fyrra Sámuelsbók 3.21:

„… HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS.“

  • Harrin opinberar Seg enn, har tað er eitt opið oyra at hoyra Orð Hansara.

Nakrar myndir

Á samfelagsmøtunum í Vági í 1980

„Eg hjálpti konuni í havanum og var helst ikki nóg umhugsin. Hon bað meg ansa eftir ikki at traðka júst har, sum hon hevði plantað.

Hatta er júst skaðin, sum vit kunnu gera, tá ið vit ikki geva okkum far um, hvar Gud hevur plantað.“

Í einari samrøðu í hálvfemsunum

Símun Jóhan sigur frá:

„Tað var á eini dreingjalegu á Zarepta. Møtið hevði verið serliga gott, tú hevði merkt, hvussu Andin hevði virkað. Og so var møtið liðugt, og dreingirnir fóru tuskandi og rópandi út úr salinum. Ein kvinna helt fyri, at ikki var tað fallið djúpt, sum dreingirnir høvdu hoyrt. Tá læt í Herman Mørkøre: „Smádreingir eru smádreingir, eisini tá ið teir eru frelstir.““

Á møti í Mizpa í 1984

Sonni Poulsen og eg høvdu greitt frá arbeiðinum, sum vit høvdu ætlanir um at fara út í sum trúboðarar. Julie og Sonni til Papua Nýguinea og vit til Indonesia (vit endaðu á Filipsoyggjum). Aftan á møtið kemur Símun Jóhan við einari áminning til samkomuna um at minnast tey, sum eru farin út sum trúboðarar. Hann nevnir, at tá ið teir vóru í bjørgunum, var tað altíð lættari, um teir, sum hildu línuni, stóðu somumegin.