Av bókahillini: Fólk hava gloymt Gud

– hugleiðingar og sitat frá Solsjenitsyn

Eitt sindur um høvundin og bøkur hansara

Aleksandr Isayevich Solzhenitzyn fekk heiðursløn Nobels í bókmentum árið 1970. Tað má hava havt stóra ávirkan á meg, tí eg haldi neyvan, at eg minnist navnið á nøkrum øðrum høvundi, sum hevur fingið Nobelheiðurslønina.

Hann var væl kendur russiskur høvundur og ein av sovjetborgarunum í milliónatali, sum persónliga upplivdu óhugnaliga ræðuleikan í Stalin tíðini. Stutt eftir, at hann hevði tænt í herinum, varð hann fongslaður fyri at hava skrivað okkurt atfinnandi ímóti stjórnini og sat fangi frá 1945 til 1953. Eftir at vera latin leysur varð hann sendur í útlegd til Kasakstan.

Hóast hann møguliga er best kendur fyri sínar politisku útsagnir, so hevði hann eisini nógv at siga um trúarlívið, og tað er tað, sum eg hugsaði at siga okkurt um.

Solsjenitsyn vaks upp í einum gudsóttandi umhvørvi, men vendi tíðliga trúnni bakið. Seinni, eftir at hann var endaður í fangalegu, fór trúgvin at vakna aftur. Hann skrivaði seinni í sambandi við tað, hann hevði upplivað: 

„Eg eri uppvaksin í kristna umhvørvinum, men ungdómsárini varð eg ávirkaður av tíðarandanum í Sovjetsamveldinum og vendi øllum, sum hevði við trúnna at gera, bakið. Tá ið eg nú lesi brøv og annað, sum eg skrivaði um ta tíðina, eri eg sligin av ræðslu, tá ið eg hugsi um ræðuliga tómleikan, sum bíðaði mær.“

Kendastu ritverk Solsjenitsyns munnu vera bøkurnar Oyggjahavið Gulag. Hetta er bókaverk í trimum bindum, sum snýr seg serstakliga um fangalegurnar, serliga í Stalin tíðini.

Bøkurnar komu út í 1973, og Solsjenitsyn varð vístur burtur úr Sovjetsamveldinum í 1974. Hann var í útlegd, til hann fekk loyvi at flyta heim aftur í 1994.

Sitat úr Gulag Oyggjahavinum

  • Tað vit gera, tá ið vit tiga um tað ónda og grava tað niður so djúpt inni í okkum, at einki sæst til tað á yvirflatanum, er, at vit planta tað, og einaferð fer tað at vaksa uppaftur túsundfaldað.
  • Vælsignað ert tú fongsul. Vælsignað ert tú fyri at vera partur av lívi mínum. Tað var, meðan eg lá á rotnu stráunum, at tað rann upp fyri mær, at endamál lívsins er ikki tímilig vælferð, men at sálin búnast.
  • Óavmarkað vald í hondunum á avmarkaðum monnum leiðir altíð til miskunnarloysi.
  • Tað hevði verið so lætt, kundu vit bara skilt tey óndu frá teimum góðu. So einfalt er tað bara ikki, tí markið millum gott og ónt fer beint ígjøgnum hjartað á hvørjum einstakum menniskja.
  • Hugmóð grør á hjarta menniskjans eins nátúrliga, sum fiti grør á grísi.

Endurgivið úr røðu hjá Solsjenitsyn

Hetta er tikið úr røðu, sum Solsjenitsyn helt í London í 1983:

  • Meg minnist, at eg fyri meira enn hálvari øld síðan, meðan eg enn var barn, hoyrdi eldri fólk royna at greiða frá, hví so nógv ræðuligt var hent í Russlandi. Tey søgdu, at tað var tí, at fólk høvdu gloymt Gud, at alt hetta var hent. 
    Síðan havi eg nýtt nær um hálvtrýss ár at granska kollveltingina, sum fór fram okkara millum. Eg havi lisið hundraðtals frásagnir og havi longu givið út átta bøkur, har eg havi roynt at fingið skil á tí, sum hent hevur. 
    Skuldi onkur biðið meg í stuttum sett orð á høvuðsorsøkina fyri oyðandi kollveltingini, sum hevur gjørt enda á okkurt um trýss milliónum av okkara egnu, so hevði eg ikki kunnað sagt tað betur enn at endurtikið tað, sum tey gomlu søgdu: „Fólk hava gloymt Gud, tí er alt hetta hent.“

Í 1978 helt hann fyrilestur á kenda Harvard fróðskaparsetrinum í USA. Fólk væntaðu, at hann fór at tosa um alt tað ræðuliga, hann hevði upplivað í fangalegunum, men ístaðin fanst hann at vesturheiminum. Hann segði millum annað:

  • Tíðin er komin í vesturheiminum at leggja dentin ikki so nógv á menniskjarættindi sum á menniskjaábyrgd.

*****

Havi seinastu árini lisið nakrar bøkur eftir kenda hvítarussiska høvundin Svetlanu Alexievich. Áhugaverdur lesnaður. Eg visti ikki, tá ið eg fyrst skrivaði hetta, at hon varð fødd í Ukraina, og at bók hennara Bøn fyri Tjernolbyl, sum er júst lisin upp í útvarpinum, vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015. Ger tað, hon skrivar, enn meira viðkomandi. 

Bøkur hennara eru settar saman av einrøðum, har fólk siga frá, hvussu tey upplivdu Sovjetsamveldið. Summi teirra lýsa, hvussu ørkymlandi tað er, at tað næsta ættarliðið als ongan áhuga tykist hava fyri tí, sum hendi. Tað er tað her og nú, sum telur, og einki annað.

Ein maður sigur frá, at hann gav soninum bøkurnar hjá Solsjenitsyn. Sonurin flenti bara at teimum. Sá tær sum gamlar og óviðkomandi. Fær okkum at hugsa um orðatakið, sum sigur, at tey, sum ikki vilja læra av søguni, verða noydd at liva hana umaftur.