Bróðir verður føddur til hjálpar í neyð
„… av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, …“ Ápostlasøgan 20.4
„Aristarkus, … letur heilsa tykkum, eisini Markus, … Eisini Jesus, sum kallast Justus, letur heilsa tykkum. Av hinum umskornu eru hesir teir einastu samverkamenn fyri ríki Guds, sum eru vorðnir mær til troyst.“ Kolossebrævið 4.10-11
Versið í Ápostlasøguni sigur okkum, at Aristarkus kom úr Tessalonika. Versini í Kolossebrævinum siga okkum, at hann var jødi.
Aristarkus ræddist ikki mótstøðu og kom ofta Paulusi til hjálpar, tá ið illa stóð til.
„Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ Orðtøkini 17.17
Versið omanfyri lýsir Aristarkus sera væl. Hann var Paulusi aftur og aftur bróðir, sum føddur varð til hjálpar í neyð.
Aristarkus og hendingar í Tessalonika
Vit vita ikki, nær Aristarkus kom til trúgv. At hann var tessalonikamaður kundi bent á, at tað hevur verið fyrstu ferð Paulus kom til Tessalonika (Áp. 17.1-10). Paulus hevði ikki verið har leingi, áðrenn mótstøðufólk løgdu hann og lið hansara undir at eggja fólki til uppreistur móti keisaranum. Hetta loypti ræðslu á fólk, og endin var, at Paulus og lið hansara máttu rýma haðani. Eftir sótu tey nýumvendu. Vit vita ikki, um Aristarkus var har, tá ið alt hetta hendi, men onkursvegna hevur tað verið við til at mynda hann til mannin, hann bleiv.
Aristarkus og hendingar í Efesus
Fyrstu ferð vit møta Aristarkusi er í Efesus. Hetta er eini trý, fýra ár eftir, at Paulus fyrstu ferð kom til Tessalonika. Vit lesa:
„Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.“ Ápostlasøgan 19.29
Tað, sum hendi her, var, at silvursmiður, ið æt Demetrius, østi hinar smiðirnar og alt fólkið upp móti Paulusi. Demetrius, sum gjørdi artemistempul av silvuri, vildi vera við, at Paulus kom yrki teirra í vanda. Hann fekk slíka øði í fólkið, at alt bleiv ein ruðuleiki. Og ein, sum serliga kom at standa fyri skotum, var Aristarkus. Her var maður, sum ikki smæddist burtur.
Aristarkus og hendingar í Grikkalandi
Næstu ferð vit møta Aristarkusi er stutt aftan á hendingarnar í Efesus. Paulus er í Grikkalandi (Áp. 20. 2-3) og skuldi sigla til Sýria fyri síðan at fara víðari til Jerúsalem. Júst sum teir skulu fara avstað, fáa teir greiðu á, at jødar ætla at gera seg inn á Paulus. Úrslitið verður, at Paulus fer yvir land til Makedonia, meðan Aristarkus og nakrir aðrir sigla til Troas. Troas var í útnyrðingshorninum av núverandi Turkalandi.
„Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia.“ Ápostlasøgan 20.4
Aristarkus og teir, sum hann var saman við, vóru á veg til Jerúsalem saman við Paulusi. Teir umboðaðu samkomur, sum Paulus hevði verið við til at stovnað, og vóru nú á veg hagar við hjálp til tey trúgvandi í Jerúsalem.
Hildið verður, at Aristarkus er bróðirin, sum Paulus sipar til í Seinna Korintbrævi 8.18. Samanhangið er hjálpin til tey trúgvandi í Jerúsalem.
„Saman við honum senda vit hin bróðurin, sum í øllum samkomunum verður róstur fyri íðinskap sín í evangeliinum –“ Seinna Korintbræv 8.18
Aristarkus og hendingar á sjónum
Triðju ferð vit møta honum, er hann í ferðalag við Paulusi á veg til Róm. Vit lesa:
„Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum.“ Ápostlasøgan 27.2
Nógv var hent, síðan Paulus, Aristarkus og aðrir komu til Jerúsalem. Paulus var handtikin og hevði síðstu tvey árini sitið fangi í Kesarea. Túrurin til Róm bleiv minniligur. Teir upplivdu ræðuligt ódnarveður, fingu einki at eta og drekka í fleiri dagar, og endin var, at teir liðu skipbrot. Og mitt í øllum rokinum var Aristarkus, vinurin, sum elskaði altíð, og bróðirin, sum var føddur til hjálpar í neyð (Orðt. 17.17).
Aristarkus og leinkjurnar í Róm
„Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um – kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum!“ Kolossebrævið 4.10
„… letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas – ið gera sama verk sum eg.“ Filemonbrævið 1.24
Brotini omanfyri vórðu skrivað, meðan Paulus sat fangi í Róm. Í Kolossebrævinum skrivar Paulus um Aristarkus, at hann „er fangi saman við mær“. Í Filemonbrævinum skrivar hann, at hann ger „sama verk sum eg“. Hildið verður, at Aristarkus sjálvboðin sat fangi saman við Paulusi – at hann tænti honum.
Jú, sigast kann av sonnum, at Aristarkus var vinur, sum elskaði altíð, og bróðir, sum varð føddur til hjálpar í neyð (Orðt. 17.17). Og vit vita, at tað eigur ikki bara at eyðkenna Aristarkus.