Titus arbeiðir saman við mær fyri tykkum

Hóast Titus møguliga arbeiddi longur saman við Paulusi enn nakar annar samverkamaður hansara, er hann tó ongantíð nevndur í Ápostlasøguni. Kunnleiki okkara um Titus er úr brøvum Paulusar. Paulus skrivaði eitt bræv til hansara og skrivaði um hann í Galatiabrævinum, Seinna Korintbrævi og Seinna Timoteusbrævi. Brøvini nevna hann 13 ferðir í alt.

Tað er eyðsæð, tá ið tú lesur tað, sum Paulus sigur um ella við Titus, at her var maður, sum Paulus hevði nógv álit á. Paulus sigur um hann:

  • „… Titus, ektabarn mítt í felags trúgv …“ (Tit. 1.4)
  • „… Titus, bróður mín …“ (2. Kor. 2.13)
  • „… Titus, … felagi mín …“ (2. Kor. 8.23)
  • „… Titus, … arbeiðir saman við mær fyri tykkum …“ (2. Kor. 8.23)

Titus byrjaði tíðliga at arbeiða saman við Paulusi, væl áðrenn bæði Silas og Timoteus. Og teir arbeiddu saman til tað síðsta (2. Tim. 4.10).

Titus og Galatiabrævið 

Paulus skrivar í Galatiabrævinum 2.1-3, at Titus var grikki, og at Paulus tók hann við sær til nakrar týdningarmiklar fundir í Jerúsalem. Teir komu úr Antiokia, og hildið verður, at Titus var ættaður haðani. Hildið verður eisini, at tað var har, at hann og Paulus komu at kennast.

Orsøkin til, at Paulus tók Titus við sær til Jerúsalem, var fyri ein part at vita, um teir í Jerúsalem fóru at noyða hann at lata seg umskera. Paulus kundi seinni skriva til tey í Galatia:

„Men enntá ikki Titus, sum við mær var, og sum var Grikki, varð tvingaður at lata seg umskera“ Galatiabrævið 2.3

Her var maður, sum á allan hátt var eitt steyp náðinnar (Ef. 2.7).

Titus og Seinna Korintbræv

Samkoman í Korint var sera torfør at fáast við. Tað sigur nógv um Titus, at hann var maðurin, sum Paulus sendi til júst hesa samkomuna.

Titus í 2. og 7. kapitli í Seinna Korintbrævi

Paulus nevnir eitt serliga torført bræv, sum hann hevði sent samkomuni í Korint. Tað píndi hann nógv at hava verið noyddur at sent eitt slíkt bræv, og tí sendi hann Titus til teirra at vita, hvussu tey høvdu tikið ímóti tí. Ætlanin var, at eftir at Titus kom aftur úr Korint, skuldu teir møtast í Troas, har Titus so skuldi siga honum, hvussu hevði gingist. Paulus fór til Troas, men fann ikki Titus og fór tí til Makedonia, og har hittust teir endiliga. Titus var sera glaður um ferðina og Paulus ikki minni.

Titus í 8. og 9. kapitli í Seinna Korintbrævi

Samkoman í Korint var við í innsavningini til tey fátøku í Jerúsalem. Tað var Titus, sum fekk tað í lag, men so steðgaði hon upp. Paulus visti, at Titus var maðurin at fáa gongd á aftur. 

Paulus skrivar um Titus:

„Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum!“  Seinna Korintbræv 8.16

„Tí hann tók væl við, táið eg mældi honum til, ja, íðinskapur hansara er so stórur, at hann av egnum eintingum fer avstað til tykkara.“ SeinnaKorintbræv 8.17

„so at vit bóðu Titus um, at sum hann frammanundan hevði byrjað, hann soleiðis skuldi fullføra hjá tykkum eisini hetta kærleiksverk.“ Seinna Korintbræv 8.6

Titus og Titusbrævið

„Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,“ Titusbrævið 1.5

Vit hava verið inni á, hvussu torfør samkoman í Korint var at fáast við. Samkomurnar á Kreta vóru lítið mætari. Tað sigur nógv um Titus, at Paulus læt hann vera eftir á Kreta, so hann kundi fáa skil á tí, sum eftir var at gera í samkomunum har og samstundis seta inn elstar. Hetta var ikki arbeiði fyri veikar sálir. Í brævi sínum til Titus skrivaði Paulus um kretingar:

„Ein teirra – ein av teirra egnu profetum – hevur sagt: „Kretingar eru altíð lygnarar, óargadýr, letibúkar.“ – Hesin vitnisburður er sannur. Tí skalt tú hava strangliga at teimum …“

Titus var maður við myndugleika:

  • Hann dugdi at skipa fyri og fáa skil á (Tit. 1.5-16).
  • Hann dugdi væl við fólki (Tit. 2.1-10; 3.1-3, 9-15).
  • Hann var sterkur í evangeliinum (Tit. 2.11-15; 3.4-8).

Titus og Seinna Timoteusbræv

„… Titus [fór] til Dalmatia.“ Seinna Timoteusbræv 4.10

Paulus sat í myrkum køldum fangatyppi í Róm; bara Lukas var hjá honum. Titus hevði kunnað verið har eisini – tað hevði óivað verið Paulusi til stóra hjálp, men hann visti, at brúk var fyri Titusi aðrastaðni. Hetta vóru menn, sum hugsaðu um onnur.

Kanska kundi verið hóskandi at enda við tveimum versum úr Orðtøkunum:

„… trúfastur boðberi er heilsubót.“ Orðtøkini 13.17

„Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?“ Orðtøkini 20.6

Okkum tørvar Titusar.