Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Eldrahugnin í Betesda byrjar aftur

29/09/2025

Týsdagin kl. 15-17 verður eldrahugni. Poul Færø fer at hugleiða um sítt lív.

Poul hevur arbeitt sum málari ein stóran part av lívinum. Tað, sum Poul óivað er best kendur fyri, er hansara virki sum trúboðari innan brøðrasamkomurnar. Poul hevur ferðast dúgliga um alt landið, har hann hevur vitjað samkomur, familjur og einstaklingar við einum lívgandi orði.

Hervør Sabina á Torkilsheyggi fer at syngja. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_5990.jpg 1000 667 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-09-29 14:55:242025-09-29 14:55:24Eldrahugnin í Betesda byrjar aftur

Tim Sharp luttekur á møtinum mikukvøldið

22/09/2025

Á møtinum mikukvøldið 24. september kl. 20, fer Tim Sharp at greiða frá tænastuni á Filipsoyggjum, har hann hann og Monika hava virkað fyri HARRAN í mong ár.

Tim var í summar á Filipsoyggjum. Hann fór yvir tann 14. juni og var har í 6 vikur, har hann ferðaðist ymsar ættarbólkar at uppbyggja samkomurnar í økjunum. Eisini vitjaði hann samkomuna í Naplud, har Monika og Tim hava búð í nógv ár.

Á møtinum fer Tim at greiða frá tænastu teirra og siga frá hesum seinasta túrinum á Filipsoyggjum. Eisini hevur hann ein boðskap úr orði Guds.

Eftir møtið verður drekkamunnur.

Stutt um tey bæði:

Tað var í 2005, at Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 17 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.

Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjum.

Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/09/att.2Rnk7e1UNnYrJUrYt9UB0mP9ng5L097F-inJD8d-h1M.jpeg 980 1421 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-09-22 18:00:232025-09-22 18:00:24Tim Sharp luttekur á møtinum mikukvøldið

Sonni Poulsen talar í Betesda sunnukvøldið

31/08/2025

Sonni Poulsen av Sandi verður við á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18, har hann fer at tala. Eisini verður dópur.

Sonni Poulsen av Sandi og kona hansara, Julie, sum er úr USA, hava virkað fyri HARRAN í Papua Ný Guinea í 21 ár. Eisini hava tey í eitt áramál undirvíst á skúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna. Síðan tá hava tey búð í USA.

Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn. Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM. Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.

Sonni er í løtuni her heima og vitjar, og sunnukvøldið verður hann við á møtinum í Betesda kl. 18, har høvi verður at hoyra ein boðskap frá honum og sjálvandi eisini at heilsa upp á hann.

Eisini verður dópur á møtinum sunnukvøldið.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/03/Sonni.png 660 770 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-08-31 00:05:592025-08-31 00:06:38Sonni Poulsen talar í Betesda sunnukvøldið

Sunnukvøldið verður seinasta møtið við Martin Tuohy á hesum sinni

23/08/2025

Seinastu fimm mánaðirnar hava Hansy og Martin Tuohy, saman við børnunum, verið heima í Føroyum á vitjan, og mánadagin fara tey avstaðaftur við kós móti Meksiko.

Hansy Tuohy (fødd Thomsen) úr Klaksvík, og maður hennara, Martin, sum er úr Esbjerg, hava síðan 2013 virkað sum trúboðarar í Meksiko, har tey hava stovnað eina samkomu.

Tey komu til Klaksvíkar um mánaðarskiftið mars/apríl, og nú mánadagin 25. august fara tey av landinum aftur við kós móti Meksiko.

Sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra tann seinasta boðskapin frá Martin í Betesda á hesum sinni.

Hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/08/att.uEOiJCG0JKxi4OR8i3s3pJHS9GySzNzIMVlrNWhh5uM.jpeg 1134 1947 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-08-23 23:10:252025-08-23 23:12:00Sunnukvøldið verður seinasta møtið við Martin Tuohy á hesum sinni

Brúðarvígsla leyardagin 16. august kl. 12

14/08/2025

Leygardagin 16. august kl. 12 giftast Sólja Dania Árnadóttir Elttør og Ólavur Johannesson

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2025-08-14 15:45:102025-08-14 15:45:11Brúðarvígsla leyardagin 16. august kl. 12

Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20

12/08/2025

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 talar Martin Tuohy um evnið: ”Er Ísrael framvegis Guds útvalda fólk?”.

Hansy Tuohy (fødd Thomsen) úr Klaksvík, og maður hennara, Martin, sum er úr Esbjerg, hava síðan 2013 virkað sum trúboðarar í Meksiko, har tey hava stovnað eina samkomu.

Í løtuni eru Hansy og Martin, saman við børnunum, á vitjan heima í Føroyum. Tann 25. august fara tey av landinum aftur við kós móti Meksiko.

Mikukvøldið verður høvi at hoyra ein boðskap frá Martin í Betesda. Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi eisini verður at heilsa upp á Hansy og Martin.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/07/IMG_7493.jpeg 768 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-08-12 09:48:082025-08-12 18:30:13Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20

Brúðarvígsla leyardagin 2. august kl. 12

30/07/2025

Leygardagin 2. august kl. 12, giftast Joanita Rasmussen og Jónas Vágsheyg

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2025-07-30 20:49:492025-07-30 20:51:17Brúðarvígsla leyardagin 2. august kl. 12

Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20

30/07/2025

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 talar Martin Tuohy.

Hansy Tuohy (fødd Thomsen) úr Klaksvík, og maður hennara, Martin, sum er úr Esbjerg, hava síðan 2013 virkað sum trúboðarar í Meksiko, har tey hava stovnað eina samkomu. 

Elsta dóttir teirra, Isabel, og maður hennara, Edy, virka somuleiðis fyri HARRAN í Meksiko.

Í løtuni eru Hansy og Martin, saman við børnunum, á vitjan heima í Føroyum. Tann 25. august fara tey av landinum aftur við kós móti Meksiko.

Mikukvøldið verður høvi at hoyra ein boðskap frá Martin í Betesda.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/07/IMG_7493.jpeg 768 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-07-30 10:53:042025-07-30 10:53:55Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20

Brúðarvígsla leyardagin 26. juli kl. 13

21/07/2025

Leygardagin 26. juli kl. 13 giftast Barbara Isaksen og Edgardo Ivan Prieto Benavides

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2025-07-21 11:36:592025-07-21 11:36:59Brúðarvígsla leyardagin 26. juli kl. 13

Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnukvøldið

19/07/2025

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 í Betesda kemur Petur á Roykheyggi at luttaka við einum boðskapi út frá Esaias, kapittul 1.

Petur, sum er 35 ár, fór út í fulltíðar tænastu í 2020, og er sostatt ein av okkara yngru fulltíðar trúboðarum her heima. Hann virkar í og út frá samkomuni í Berøa í Saltangará og er eisini virkin kring landið, bæði sum evangelistur og bíbliulærari. Petur er giftur Biritu, og eiga tey 5 børn.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/07/IMG_8117.jpeg 895 1271 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-07-19 23:45:482025-07-19 23:45:48Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnukvøldið
Page 10 of 41«‹89101112›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top