Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bíbliulestrarvika – Jákup Hansen talar

17/12/2024

Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti. Í samband við at komandi vikan er bíbliulestrarvika, fara vit á møtinum mikukvøldið at hoyra Jákup Hansen tala út frá kapittul 5:5-21 í Fyrsta brævi Jóhannesar. 

Eftir møtið verður ein drekkamunnur. 

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/Bibliulestrarvika-1-845x321-1.png 321 845 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-12-17 14:04:172024-12-17 14:04:17Bíbliulestrarvika – Jákup Hansen talar

Brúðarvígsla leyardagin 14. desember kl. 16

10/12/2024

Leygardagin 14. desember kl. 16 giftast Silja Heðinsdóttir Poulsen og Martin Olsen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-12-10 18:54:592024-12-10 18:59:01Brúðarvígsla leyardagin 14. desember kl. 16

Vælkomin á jólasangløtu við Betesdakórinum

09/12/2024

Sunnudagin 15. desember kl. 18 verður jólasangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður kórsangur, felagssangur og vit hoyra gleðiboðskapin um at „Tykkum er í dag Frelsari føddur“.

Hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/Betesdakorid-sanglota-jol-2.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-12-09 16:25:152024-12-09 22:24:16Vælkomin á jólasangløtu við Betesdakórinum

Seinasta frítíðararbeiðið áðrenn jól týsdagin

08/12/2024

Týsdagin frá kl. 17:15 til 19:00 er frítíðararbeiði. Fyri børn í 3. skúlaflokki og eldri. Hetta verður seinasta ferðin áðrenn jól. Frítíðararbeiðið byrjar aftur 14. januar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/BETESDA-EVENT.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-12-08 11:25:432024-12-08 11:25:44Seinasta frítíðararbeiðið áðrenn jól týsdagin

Else og Poul Jóhan Djurhuus í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – sangkórið syngur

08/12/2024

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið 8. desember kl. 18 fara Else og Poul Jóhan Djurhuus at luttaka við talu og vitnisburði, og Sangkórið í Betesda fer at luttaka við sínum vakra sangi.

Else og Poul Jóhan Djurhuus fóru í fulltíðar tænastu fyri HARRAN saman fyri 34 árum síðan, tá ið tey fóru niður í Kristnastovu, har tey vóru í umleið 5 ár.

Síðan hava tey verið í fulltíðartænastu í Føroyum við ástøði í samkomuni í Berøa í Saltangará, har tey búgva.

Umframt nógv skrivligt arbeiði hevur arbeiði teirra verið nógv eyðkent av at ferðast í Føroyum og eisini uttanlands, m.a. í Danmark, har tey høvdu eina fasta tænastu á Malta í 9 ár.

Hjartaliga vælkomin á møti í Betsda sunnukvøldið kl. 18

🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/9c3eed61-63d7-4731-b35e-60bb213560d3.jpeg 1233 1907 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-12-08 11:10:112024-12-08 11:30:16Else og Poul Jóhan Djurhuus í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – sangkórið syngur

Jarðarferðir leygardagin og sunnudagin og familjumøti sunnukvøldið

28/11/2024

Her er ein samandráttur av tiltøkum í Betesda um vikuskiftið:

Eldrahugni fríggjadagin kl. 15:00.
Eitt stutt filmsklipp verður víst av samrøðu við Amaliu í Búnanum, sum í dag býr á Vistarheiminum. Ungdómar í samkomuni syngja nakrar sangir, og nakrir felagssangir við jóladámi verða sungnir. Ein kaffimuður við góðum afturvið verður eisini at fáa.
Hjartaliga vælkomin.

Jarðarferð leygardagin kl. 13:00.
Tað hevur líkað HARRANUM at taka systir okkara, Noomi Dam, heim til Sín. Kistan kemur í Betesda fríggjakvøldið kl. 19:00 í stillum. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin 30. november kl 13:00.

Minnismáltíð HARRANS verður sunnumorgunin kl. 11:00.

Jarðarferð sunnudagin kl. 13:00.
Somuleiðis hevur tað líkað HARRANUM at taka bróðir okkara, Helga Laksafoss, heim til Sín. Kistan kemur í Betesda leygarkvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður sunnudagin 1. desember kl. 13.

Sostatt verður eingin sunnudagsskúli sunnudagin.

Familjumøti sunnukvøldið kl. 18:00.
Á familjumøtinum fara vit at syngja saman við børnunum, sum eisini fáa eina góða søgu frá Beintu Vang. Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi, og tey, ið syngja og spæla fyri í sunnudagsskúlanum, leiða felagssangin. Jákup Eli Østerø hevur eitt orð.
Hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/11/IMG_5479.jpeg 183 275 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-11-28 06:39:462024-11-28 06:58:28Jarðarferðir leygardagin og sunnudagin og familjumøti sunnukvøldið

Bíbliulestrarvika 27. november

23/11/2024

Í samband við at tað í komandi viku er Bíbliulestrarvika á skránni, fara vit á møtinum mikukvøldið 27. novembur kl. 20, at hoyra Tim Sharp tala útfrá kapittul 4,13-5,4 í Fyrsta brævið Jóhannesar.

Eftir møti verður ein drekkamunnur.

Møti verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/11/Bibliulestrarvika.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-11-23 21:32:272024-11-23 21:32:27Bíbliulestrarvika 27. november

Tim og Monika Kunoy Sharp luttaka á møtinum mikukvøldið

12/11/2024

Á møtinum í Betesda mikukvøldið 13. november kl. 20, fara Tim og Monika Kunoy Sharp at greiða frá tænastu teirra á Filipsoyggjum, har tey hava virkað fyri HARRAN í mong ár.

Tim hevur júst verið á Filipsoyggjum frá august til oktobur, har hann ferðaðist ymsar ættarbólkar at uppbyggja samkomurnar í økjunum.

Eisini vitjaði hann samkomuna í Naplud, har Monika og Tim hava búð í nógv ár.

Tim dugir tað lokala málið, og á hesum túrinum fekk hann eisini høvi til at vitja eitt nýtt øki, har hann boðaði teimum evangeliið.

Á møtinum fara Tim og Monika at greiða frá tænastu teirra, og Tim fer eisini at siga frá túrinum, hann júst hevur verið á Filipsoyggjum.

Eftir møtið verður drekkamunnur.

Stutt um tey bæði:

Tað var í 2005, at Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 18 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.

Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjum.

Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/317585723_686739199509241_180572302461050840_n.jpg 1366 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-11-12 16:08:032024-11-12 16:14:10Tim og Monika Kunoy Sharp luttaka á møtinum mikukvøldið

Carol og Poul Joensen luttaka á møtinum mikukvøldið

04/11/2024

Carol og Poul Joensen vitja hesa vikuna í Føroyum, her tey eitt nú koma at taka lut á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20.

Poul og Carol hava ótroyttiliga arbeitt ímillum Sorimi fólki í Papua Ný Guinea síðani 1997.

Sorimi samkoman bleiv stovna fyri fleiri árum síðani og í august í ár handaðu tey Sorimi fólkunum umsetingina av nýggja testamenti.

Mikukvøldið í Betesda fara vit m.a. hoyra um henda varðan á leiðini fyri Sorimi samkomuna.

Poul og Carol ynskja at halda á vitja og stuðla Sorimi samkomuni framyvir, men búgva nú í Onglandi har tey undirvísa fólki í trúboðaravenjing á North Cotes College.

Vælkomin á møtið mikukvøldið kl. 20, har ein drekkamunnur verður at fáa aftan á møtið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/11/IMG_0221.jpeg 1094 1080 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-11-04 19:57:172024-11-04 19:59:36Carol og Poul Joensen luttaka á møtinum mikukvøldið

Nú er barnaansing meðan morgunmøtið er

02/11/2024

Frá sunnudegnum 3. november og árið út fara vit at gera eina roynd at hava skipaða barnaansing í sambandi við morgunmøtið frá kl. 11:00 til 12:15.

Tvs. frá 3. november og árið út kunnu foreldur at smábørnum koma á morgunmøti og lata børnini inn í barnaansingina.

Her skal viðmerkjast, at hurðarnar út á balkongina verða ikki opnar – hetta so barnaspælið ikki hoyrist so væl niður í salin.

Leggjast skal afturat, at barnaansingin gevur ikki børnunum at eta.

Í hesi royndartíðini verður eingin skipað barnaansing í sambandi við evangeliska møtið sunnukvøld, men foreldur eru vælkomin at brúka barnaansingina eisini tá undir egnari ábyrgd. Tá er sjálvandi opið út á balkongina. Her verður mint á at rudda upp eftir sær.

Hendan royndin verður gjørd í eitt avmarkað tíðarskeið, frá sunnudegnum 3. november, og árið út. Eftir tað verður eftirmett, og so verður avgerð tikin um víðari skipanina.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/11/IMG_0209.png 260 390 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-11-02 16:53:482024-11-02 17:46:25Nú er barnaansing meðan morgunmøtið er
Page 16 of 41«‹1415161718›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top