Í samband við at tað er bíbliulestrarvika, fara vit á møtinum nú mikukvøldið at hoyra Jón Helmsdal tala út frá kapittul 4:7-12 í Fyrsta brævi Jóhannesar.
Eftir møtið verður ein drekkamunnur.
Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/Bibliulestrarvika-2.png10801920Anna Simonsenhttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngAnna Simonsen2024-10-27 10:38:372024-10-27 10:45:16Bíbliulestrarvika – Jón Helmsdal talar
Mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum virka í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum virka í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN har.
Ane og Filip Sivertsen
Filip og Ane, sum er úr Danmark, búgva í Nuuk í Grønlandi, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin.
Frá 2015 til 2017 vóru tey á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi, og fluttu síðan aftur til Grønlands at halda fram at virka fyri HARRAN har.
Filip er ein elsti í samkomuni í Nuuk og er partur av leiðsluni fyri legurnar. Hann hevur vanligt arbeiði við síðuna av tænastuni, meðan Ane arbeiðir fulla tíð við andaligum arbeiði í samkomuni.
Filip og Ane eiga børnini Kristian og Cecilia.
Miriam og Niels Vang
Eftir at hava verið á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM fluttu Miriam og Niels í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar.
Høvuðsbýurin er Tasiilaq við uml. 2000 íbúgvum, og so eru 5 smáar bygdir við íalt 1000 íbúgvum, sum eru Kuummiut, Kulusuk, Tiniteqilaaq, Isortoq og Sermiligaaq. Fyrstu árini búðu Miriam og Niels í Kuummiut, og í 2016 fluttu tey bústað til Tasiilaq, har tey nú búgva.
Í dag er ein lítil samkoma í Tasiilaq, har møti er hvønn sunnudag og hvørt hóskvøld. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi. Eisini eru bíbliutímar við teimum, sum hava játtað trúgv, og onkuntíð verður skipað fyri serligum gentukvøldum.
Miriam og Niels eiga børnini Jóhan, Lydia og Kezia, og fimm barnabørn.
Røturnar í Klaksvík
Filip Sivertsen og Miriam Vang eru systkin og eru vaksin upp í Grønlandi. Foreldur teirra eru Jonna og Hans Sivertsen, sum í 1970 fóru til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin.
Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og í 2018 flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr. Hans hevur júst hildið sín 80 ára føðingardag.
Filip og Miriam hava sostatt føroysk foreldur, men eru vaksin upp í Grønlandi, har tey, sum nevnt, virka fyri HARRAN saman við hjúnafelagum sínum.
Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane saman við Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/gronland.jpg609892Else Sjúrðaberghttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngElse Sjúrðaberg2024-10-22 08:12:272024-10-22 08:14:26Kunning um trúboðan í Grønlandi – mikukvøldið kl. 20
Fríggjadagin kl. 15.00 verður Eldrahugni. Símun Pætur á Torkilsheyggi fer at luttaka saman sangkreftum úr Nebo á Toftum. Ein góður drekkamuður verður eisini.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_5990.jpg1000667Anna Simonsenhttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngAnna Simonsen2024-10-21 11:08:372024-10-21 11:08:44Eldrahugni verður fríggjadagin kl. 15
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har hjúnini Miriam og Niels Vang og Ane og Filip Sivertsen fara at kunna um trúboðanararbeiði í Grønlandi. Hans Sivertsen er, sum kunnugt, pápi Miriam og Filip.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/530F4137-3CC2-49EB-ABAC-672CABA77AE7_1_102_o.jpeg10801920Anna Simonsenhttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngAnna Simonsen2024-10-21 11:06:142024-10-21 11:06:27Kunna verður um trúboðanararbeiði í Grønlandi mikukvøldið kl. 20
Klaksvíkingurin Andrias Hansen fer mikukvøldið kl. 20 at siga frá ætlanum sínum at fara í fulltíðar tænastu, og kunnað verður eisini um virksemið hjá MAF Mission Aviation Fellowship.
MAF Mission Aviation Fellowship veitir flutningstænastur til m.a. trúboðanarfelagsskapir kring heimin, og í løtuni er Andrias Hansen í ferð við at fyrireika seg at vera útsendur sum pilotur fyri felagsskapin.
Andrias er í løtuni instruktørur hjá MAF og skal á bílbiuskúla í vár. Væntandi verður hann í Afrika seinni í 2025. Hann er heima í løtuni, og fram til jóla er ætlanin at vitja samkomur kring Føroyar.
Andrias er sonur Lindu og Jørund Hansen úr Klaksvík, sum vóru í fulltíðartænastu fyri Harran í Grønlandi frá 1990 til 2010.
Vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/462163610_538555508967206_7984279114026440574_n-red.jpg9951000Else Sjúrðaberghttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngElse Sjúrðaberg2024-10-15 13:39:572024-10-15 13:42:28Kunning um MAF Mission Aviation Fellowship í Betesda mikukvøldið
Fríggjakvøldid kl. 20 verdur hugnaløta fyri hjún, har Noomi og Karl Gregersen úr Sydrugøtu luttaka. Noomi er uppvaksin her í samkomuni. Hon er dóttir Mariu og Oddmar Marsten. Nógvur gódur felagssangur verdur eisini, og aftana verdur ein drekkamunnur.
Tað er fantastiskt at kunnu bjóða inn til hesa hugnaløtu, sum er fyri kvinnur í øllum aldri. Vit syngja, hoyra talu og njóta góða samveru, bæði í gaman og álvara.
Fríggjakvøldið 4. oktober talar Else Djurhuus.
Vit gleða okkum at síggja tykkum allar fríggjakvøldið 4. oktober kl. 20!
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/09/Kvinnumoti.png10801920Anna Simonsenhttps://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.pngAnna Simonsen2024-09-30 20:28:302024-09-30 20:28:30Kvinnumøti 4. oktober kl. 20