Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Hvat lærir Bíblian um afturkomu Kristusar? Dr. Anthony George í Betesda sunnukvøldið

06/09/2023

Komandi sunnukvøld, 10. september kl. 18, verður ein forkunnugur møguleiki at hoyra ein áhugaverdan og álvarsaman boðskap um, hvat Bíblian lærir um afturkomu Kristusar og Guds profetisku ætlan. Dr. Anthony George úr USA talar, og Sangkórið í Betesda syngur. Hjartaliga vælkomin.

Dr. Anthony George, sum er leiðandi pastor í First Baptist Church of Atlanta í statinum Georgia í USA, er í hesum døgum á stuttari vitjan her í Føroyum saman við vinfólkum sínum Judy og Óla á Grømma Jacobsen.

Óli er klaksvíkingur. Í 1965 fór hann til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá NTM. Eftir hetta, í 1968, fóru hann og konan Judy í fulltíðartænastu hjá NTM. Fyrst á trúboðaramálskúla í 15 ár, síðan 10 ár á Filipsoyggjunum, og síðan 1993 sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.

Tey bæði vitja javnan heim til Føroya, og hesaferð hava tey bjóðað vinmanni sínum Dr. Anthony George við. Hann steðgar bert fáar dagar, og tað er í tí sambandi, at Anthony fer at tala í Betesda á møtinum nú sunnukvøldið 10. september 2023 kl. 18:00, har eisini sangkórið í Betesda fer at syngja.

Samkoman ”First Baptist Church of Atlanta”, har Anthony dagliga virkar, fevnir um fólk við uppruna úr 98 ymiskum londum og er sostatt ein tann etniskt mest fjølbroytta samkoman í USA.

Anthony George brennur fyri at undirvísa í Bíbliuni, og at seta boðskap Bíbliunnar inn í dagliga lív okkara. Serliga hevur hann granskað profetisku ætlan Guds og teknini um uppfylling av teimum profetium, sum enn ikki eru uppfylt.

Dr. Anthony George er útbúgvin á Criswell College í Dallas, Texas, og fekk sín master og doktaraheiti á Southeastern Baptist Theological Seminary i Wake Forest, North Carolina.

Hjartaliga vælkomin í Betesda sunnukvøldið kl. 18.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/09/2.jpg 825 1169 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-09-06 16:37:342023-09-15 21:33:05Hvat lærir Bíblian um afturkomu Kristusar? Dr. Anthony George í Betesda sunnukvøldið

Bønarmøtið

06/09/2023

Skipaðu bønarmøtini um trúboðan og trúðboðarar byrja aftur mánakvøldið 11. septemer kl. 20.

Evnið hesaferð verður „Tær at tæna, tí eg teg elski“ Kristian Hansen og Beinta Vang leggja bønarevnir fram.

Øll eru hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/09/Skermur_taerattaena.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-09-06 13:24:252023-09-06 13:24:26Bønarmøtið

Bønarløta í Betesda gerandismorgnar kl. 07:15

20/08/2023

Í løtuni verður skipað fyri bønarløtu í Betesda hvønn gerandismorgun – mánadag til fríggjadag – kl. 07:15, har biðið verður til HARRAN, at Hann skal vitja samkomu Sína við Sínum Anda og kraft.

Tað eru ungdómar í samkomuni, sum hava tikið stig til hesa bønarløtu. Atvoldin er ikki nakað ávíst evni ella tiltak, men einans eitt ynski um, í felag, at søkja HARRAN í ákallan, bøn og tøkk, so sum Hann áleggur okkum trúgvandi at gera.

Ynski teirra ungu og okkara er, at øll í samkomuni – ung sum eldri – luttaka í hesi bønarløtu.

Dyrnar verða latnar upp kl. 07:00, og bønarløtan byrjar kl. 07:15.

Hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/08/IMG_8724.jpeg 842 1125 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-08-20 09:43:582023-08-20 09:43:59Bønarløta í Betesda gerandismorgnar kl. 07:15

Bíbliulestrarvika

14/08/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.


Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 10 og kapittul 11,1.
Sum vit heita á systkinini um at lesa.


Á møtinum mikukvøldið 16. august kl. 20 talar Kristian Hansen útfrá kapittul 10:1-13, og Tim Sharp talar útfrá kapittul 10:14-22. Davur Johannesen o.o leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.


Á møtinum sunnukvøldið 20. august kl. 18.00 talar Poul Færø útfrá kapittul 10,23-11,1. Teitur Isaksen o.o leiða felagssangin. Ásbjørg Hjelm fer at hava ein vitnisburð, eisini hevur Unnur Fonn ein boðskap til børnini meðan talan er. Eftir møti verður nátturði.


Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-08-14 14:58:512023-08-14 14:58:52Bíbliulestrarvika

John Høj talar á møtinum mikukvøldið

09/08/2023

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 9. august kl. 20 talar John Høj.

94 ára gamli John Høj er føddur í 1929, og er ein av teimum heilt fáu í samkomuni í Betesda í dag, sum hevur verið partur av samkomuni heilt aftur í 1930 árini.

Heilt frá ungum av hevur John tikið ábyrgd og verið trúfastur í samkomuni, her hann enn í dag tekur lut.

Á møtinum mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá John Høj.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/08/IMG_8696.jpeg 804 1152 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-08-09 07:02:392023-08-09 07:02:39John Høj talar á møtinum mikukvøldið

Miriam S. Olsen verður við á bønarmøtinum

07/08/2023

Miriam S. Olsen (dóttir Símun Dalsenni Olsen og Durid Jóhansdóttir Olsen) er júst komin heim úr Suður Afrika og Nepal, har hon hevur luttikið í stutttíðar missión við OM í 10 mán.

Á bønarmøtinum mánakvøldið 7. august kl. 20 fer Miriam at greiða stutt frá ferðini og takka samkomuni fyri forbøn.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/08/IMG_8687.jpeg 300 486 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-08-07 09:12:332023-08-07 09:12:33Miriam S. Olsen verður við á bønarmøtinum

Opið Hús í Betesda á Summarfestivalinum 2023

31/07/2023

3, 4 og 5 august 2023 er Summarfestivalurin aftur á skrá í og kunnu væntast nógv fólk at vitja Klaksvík hesar dagar. Spennandi, og verið øll vælkomin til bý okkara 😊

Í Betesda verður Opið Hús øll kvøldini, meðan Summarfestivalurin er, og eru øll vælkomin at hyggja inn á gólvið til eina hvíld ella ein kaffimunn og møguleikan at hitta og tosað við kend sum ókend fólk.

Hóskvøldið verður byrjað kl 21:00, meðan fríggjakvøldið og leygarkvøldið opnar húsið kl 20:00

Fríggjakvøldið verður sangløta um miðnáttarleitið, sum ungdómur í Betesda skipar fyri. Leygarkvøldið verður aftur sangløta, sum sangbólkurin Vitin við gestum, skipar fyri. Vónandi síggjast nógv fólk eisini til hesar løturnar.

Verið vælkomin til: „Opið Hús í Betesda á Summarfestivalinum 2023“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/betesda-uncut.png 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-07-31 10:00:002023-07-29 18:55:22Opið Hús í Betesda á Summarfestivalinum 2023

Á møtinum mikukvøldið 2. august kl. 20 talar Símun Absalonsen – somuleiðis verður dópur

30/07/2023

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 2. august kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Símuni Absalonsen út frá yvirskriftini: “hin rættvísi farisearin”.

Eisini verður dópur á møtinum. Tað er ein ungur maður, sum ynskir at verða doyptur, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/IMG_8660.jpeg 1263 2047 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-30 22:15:152023-07-30 22:15:16Á møtinum mikukvøldið 2. august kl. 20 talar Símun Absalonsen – somuleiðis verður dópur

Sonni Poulsen talar á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20

23/07/2023

1. januar 1980 fór Sonni Poulsen av Sandi til Onglands á bíbliuskúla hjá NTM. 

Í juni 1981 giftist hann við Julie, sum er úr USA.

Í 1985 fóru tey í fulltíðar tænastu fyri HARRAN í Papua Ný Guinea, har tey virkaðu í 21 ár.

Eftir hetta vóru tey í USA í 8 ár at hjálpa mammu Julie og børnunum.

Í 2015 fluttu Julie og Sonni til Onglands at undirvísa á skúlanum hjá NTM í North Cotes uttan fyri Grimsby.

Fyri 3 árum síðani gjørdist Sonni sjúkur, og tey eru nú givin í heiltíðartænastuni vegna heilsuna.

Síðan tá hava tey búð í USA, har Sonni hevur havt vanligt arbeiði.

Julie og Sonni eiga 4 børn og 19 barnabørn.  Ein dóttir og ein sonur virka fyri HARRAN í Papua Ný Guinea innan NTM.

Tey eru: Annika, gift við Simon úr Norður Írlandi, og Brian, giftur við Lily úr USA.

Julie og Sonni eru í løtuni her heima og vitja, og mikukvøldið verða tey við á møtinum í Betesda kl. 20, har høvi verður at hoyra ein boðskap frá Sonna og sjálvandi eisini at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/IMG_8628.jpeg 251 310 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-23 18:33:582023-07-24 11:12:39Sonni Poulsen talar á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20

Brúðarvígsla leyardagin 22. juli kl. 12

18/07/2023

Leygardagin 22. juli kl. 12 giftast Sarah Jacobs Gaard og John Klakkstein

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-18 15:40:002023-07-18 15:40:46Brúðarvígsla leyardagin 22. juli kl. 12
Page 27 of 41«‹2526272829›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top