Kvartettin syngur í Vágstúni leygarkvøldið kl. 21:00
Leygarkvøldið á Norðoyastevnu verður eitt útimøti í Vágstúni kl. 21:00, har Kvartettin í Betesda fer at luttaka við sangi og tónleiki.
Hjartaliga vælkomin 🙂

Leygarkvøldið á Norðoyastevnu verður eitt útimøti í Vágstúni kl. 21:00, har Kvartettin í Betesda fer at luttaka við sangi og tónleiki.
Hjartaliga vælkomin 🙂

Kom og syng við betesdakórinum sunnudagin á norðoyastevnu. Kl. 19.00.
Góður felagssangur og framførslur verða á skránni, kaffi verður aftaná.
This coming Saturday the 3rd of June, there will be an international event in Betesda Klaksvík. The event will be from 17.00 to 19.00.
Ingrid and Mattias will give a presentation about their home country of Argentina, there will also be a musical performance.
Come and try food from various countries, there will be games and toys available for the kids, and an opportunity to meet and chat with people from other countries.
Everyone one is welcome, we look forward to seeing you in Betesda this Saturday.
2. hvítusunnudag verða seinastu møtini, tað fyrra kl. 16, har Jógvan Mortensen o.o. syngja, og tað seinna kl. 19, har hin syngjandi evangelisturin, Svein í Prestgarði, kemur at luttaka. Ímillum møtini verður ein stórur felags nátturði fyri øll at fáa í Badmintonhøllini, so tað er bara at møta upp, bæði ung og gomul og ikki minst barnafamiljur, tí børnini hava sera góðar umstøður til spæl í KÍ-høllini, meðan tiltøkini eru í Badmintonhøllini.
Til tað seinasta møtið Hvítusunnudag var Badmintonhøllin rættiliga væl fylt til tað seinasta møtið, og vit gleða okkum at kunna bjóða øllum vælkomnum til tann seinasta dagin á samfelagsstevnuni í Klaksvík hesa hvítusunnu.
Tað serliga við hesum seinasta degnum er tann stóri felags nátturðin, har øll eru vælkomin at fáa sær ein góðan bita afturvið góðum selskapi.
Barnafamiljurnar hava góðar umstøður at koma til møtini, tí KÍ-høllin er sett av til barnaansing við fleiri spælmøguleikum og góðum plássi til rørslu. Høllin er opin og tøk at brúka, meðan øll tiltøk eru, og skipað barnaansing er í sambandi við bæði møtini 2. hvítusunndag.
Allar talur verða tulkaðar til enskt, so tað er møguligt hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at koma og hoyra boðskapin. All services will be translated to english. Sigið endiliga frá hesum.
SJEY sendir beinleiðis frá báðum møtunum 2. Hvítusunnudag.
Ger tær ein túr í Klaksvíkar Badmintonhøll 2. hvítusunnudag – vit gleða okkum – hjartaliga vælkomin 🙂
Hvítusunnudag eru góðir møguleikar fyri bæði familjur og einstaklingar at vitja í Badmintonhøllini í Klaksvík, har sunnudagsskúli verður kl. 12:30 og síðan møtir kl. 15 og 18, samstundis sum børnini kunnu hugna sær og spæla í KÍ-høllini.
Sunnudagsskúlin hvítusunndag kl. 12:30 er eitt gott høvi hjá børnum og foreldrum at fáa eina hugnaliga løtu og ein góðan boðskap.
Síðan verða møtini kl. 15 og kl. 18, har Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi. Nú nærkast summarið av álvara, so hetta verður ein tann seinasti møguleikin at hoyra teirra vakra sang, áðrenn summarsteðgin.
Sum tað liggur í heitinum, verða fleiri ymiskir talarar á samfelagsmøtunum í Klaksvík á hvítusunnu, umboðandi ymsar partar av landinum.
Barnafamiljurnar hava eisini góðar umstøður at koma til møtini, tí KÍ-høllin er sett av til barnaansing við fleiri spælmøguleikum og góðum plássi til rørslu. Høllin er opin og tøk at brúka, meðan øll tiltøk eru, og skipað barnaansing er í sambandi við møtið klokkan 18.
Allar talur verða tulkaðar til enskt, so tað er møguligt hjá teimum, ið ikki skilja føroyskt, at koma og hoyra boðskapin. All services will be translated to english. Sigið endiliga frá hesum. Hjartaliga vælkomin.
Eins og leygarkvøldið eigur ungdómurin hvítusunnukvøldið í Badmintonhøllini, har ungdómsmøti verða klokkan 20:30 og Opið hús kl. 22. Hesi tiltøk savna nógvan ungdóm.
Kom ein túr til Klaksvíkar í Badmintonhøllina hvítusunnudag – vit gleða okkum – hjartaliga vælkomin 🙂
Starabúrið stroymir frá møtunum – slóðir til at hyggja og lurta eru á betesda.fo
SJEY sendir somuleiðis beinleiðis – hvítusunnudag frá hesum tiltøkum:
Hvítusunnudag kl. 15:00 Uppbyggingarmøti í Badmintonhøllini
Hvítusunnudag kl. 18:00 Evangeliskt møti í Badmintonhøllini








Hjá teimum, sum ikki fáa møtt upp til samfelagsmøtini í Klaksvík á hvítusunnu, eru fleiri møguleikar at fylgja við og hoyra boðskapin, tí flestu møti verða bæði stroymd og útvarpað. Her niðanfyri er kunning um teir møguleikarnar.
Betesda.fo
Á www.betesda.fo
Sjey
Kristiliga útvarpsrásin Sjey, sum hoyrist kring meginpartin av landinum (sí www.sjey.fo) útvarpar frá hesum møtum:
Leygardagin 27. mai
kl. 15:00 Uppbyggingarmøti
kl. 18:00 Evangeliskt møti
Hvítusunndag 28. mai
kl. 15:00 Uppbygginarmøti
kl. 18:00 Evangeliskt møti
2. hvítusunnudag 29. mai
kl. 16:00 Uppbyggingarmøti
kl. 19:00 Evangeliskt møti
Starabúrið
Starabúrið, sum hoyrist á www.stream.fo og á FM 98,7 í Klaksvík, sendir frá hesum møtum:
Leygardagin 27. mai
Kl. 15:00 Uppbyggingarmøti
Kl. 18:00 Evangeliskt møti
Kl. 20:30 Ungdómsmøti
Hvítusunnudag 28. mai
Kl. 15:00 Uppbyggingarmøti
Kl. 18:00 Evangeliskt møti
Kl. 20:30 Ungdómsmøti
Tað verður høvi hjá teimum, ið ikki duga føroyskt so væl, men skilja enska málið, at koma til møtini í Badmintonhøllini á hvítusunnu og har fáa boðskapin við, tí øll møtini verða tulkað til enskt.
Í eina tíð hevur Betesda havt eina tulkingartænastu, ið umsetur regluligu møtini, sum eru í Betesda sunnudag kl. 11 og kl. 18 og mikukvøld kl. 20.
Henda tænasta verður nú eisini veitt á øllum samfelagsmøtunum í Badmintonhøllini um hvítusunnuna.
Sostatt liggur væl fyri at bjóða persónum, ið ikki duga føroyskt so væl, men skilja enska málið, at koma á møtini í Badmintonhøllini á hvítusunnu, tí øll møtini verða tulkað til enskt.
Hjartaliga vælkomin 🙂
—
We wish you heartly welcome to attend the services in Badmintonhøllin this weekend, where all services will be translated to english. Headsets for the translation are available – please don’t hesitate to ask the recipients in the foyer.
Heartly welcome 🙂
Góðar umstøður verða hjá familjum at koma á samfelagsmøti í Klaksvík á hvítusunnu, tí skipað verður fyri barnaansing leygarkvøldið kl. 18, hvítusunnukvøld kl. 18 og 2. Hvítusunnudag kl. kl. 16 og kl. 19.
Skráin fyri møtini, sigur frá hesum tiltøkum:
Fríggjakvøldið 26. mai í Beteda
Kl. 20.00: Bønarmøti
Leygardagin 27. mai í Badmintonhøllini
Kl. 15.00: Uppbyggingarmøti
Kl. 18.00: Evangeliskt møti (barnaansing í KÍ-høllini)
Kl. 20.30: Ungdómsmøti
Kl. 22.00: Opið hús
Hvítusunnudag 28. mai í Badmintonhøllini
Kl. 10.00: Minnismáltíð Harrans
Kl. 12.30: Sunnudagsskúli
Kl. 15.00: Uppbyggingarmøti
Kl. 18.00: Evangeliskt møti (barnaansing í KÍ-høllini)
Kl. 20.30: Ungdómsmøti
Kl. 22.00: Opið hús
2. hvítusunnudag 29. Mai í Badmintonhøllini
Kl. 16.00: Uppbyggingarmøti (barnaansing í KÍ-høllini)
Nátturði verður ímillum møtini
Kl. 19.00: Evangeliskt møti (barnaansing í KÍ-høllini)
Ymisk sangluttøka verður á møtunum:
Sangbólkurin VITIN og Kvartettin í Betesda syngja á møtunum leygardagin.
Sangkórið í Betesda syngur á møtunum hvítusunnudag.
Svein í Prestgarði syngur á seinasta møtinum 2. hvítusunnukvøld kl. 19.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Tað er okkum ein stór gleði at bjóða tykkum til samfelagsmøtir á hvítusunnu í Klaksvík, sum í ár verða hildin undir heitinum: ”Kristus frelsir til fulnar”.
Fyrsta møtið verður í Betesda fríggjakvøldið 26. mai kl. 20:00 (bønarmøti). Øll hini møtini vera í Badmintonhøllini, og byrjað verður við uppbyggingarmøti leygardagin 27. mai kl. 15:00. Seinasta møtið verður mánakvøldið, 2. hvítusunnudag, 29. mai kl. 18:00.
Ímillum møtini seinnapartin 2. hvítusunnudag, verður nátturði. Innsavningin sunnumorgun fer óskerd til trúboðararnar. Skráðin sæst niðanfyri.
Í Hebr. 10: 24-25 gevur skriftin okkum hesa áminning: ”Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!”
Kæru systkin! Við hesi áminning í huga vóna vit at síggja so mong av tykkum sum møguligt hesar hátíðardagar, har bøn okkara til HARRAN er, at Hann skal vitja okkum, so vit øll verða uppbygd og styrkt í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus.
Sum heitið yvir møtini eisini leggur upp til, er ynski okkara, at kall Kristusar til samkomuna um at prædika evangeliið fyri øllum skapninginum eisini skal verða raðfest høgt hesar dagar, tí ”hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!” (Róm. 10:14)
Vit gleða okkum at síggja tykkum og at hava samfelag við tykkum. Hjartaliga vælkomin 🙂

![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
