Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Viðvíkjandi at lata vøru til zarepta

17/07/2023

Tey sum ynskja at lata vørur til Zarepta, kunnu seta hana í gongina í Betesda týsmorgunin. Dyrnar opna kl 07:30, og vøran má vera har í seinasta lagi kl.10:00

Hetta verður hvønn týsmorgun í summar, so leingi barnalegurnar eru.

Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin inn á konto hjá Zarepta í Bank Nordik: 6460 1566662 og viðmerkja ”Til køkin”.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/IMG_8615.jpeg 752 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-17 21:45:542023-07-17 21:45:55Viðvíkjandi at lata vøru til zarepta

Bíbliulestrarvika

16/07/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara

millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 8 og 9 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 19 juli kl. 20 talar Stig Elttør útfrá kapittul 8, og Eyðfinn Reyðberg talar útfrá kapittul 9:1-14. Unn og Jón Absalon Østerø leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 23 juli kl. 18.00 talar Sámal Mikkelsen útfrá restina av kap. 9. Karstin Neshamar o.o leiða felagssangin. Uni Gregersen fer at hava ein vitnisburð, eisini hevur Maria á Lakjuni Simonsen ein boðskap til børnini meðan talan er.

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-07-16 21:53:042023-07-16 22:00:42Bíbliulestrarvika

Óli Steinberg talar í Betesda mikukvøldið

11/07/2023

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 12. juli kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Óla Steinberg.

Óli Steinberg fór saman við Onnu, konu síni, á venjingarskúla hja NTM í 1971, og í 1977 fóru tey til Grønlands at virka sum trúboðarar.

Sostatt teljast Anna og Óli millum trúboðararnar, ið hava virkað drúgva tíð í Grønlandi. Tey fluttu aftur til Klaksvíkar í 1999, men hava hildið fram í verkinum hiðani, samstundis sum tey eru ein virkin partur av samkomuni í Betesda.

Mikukvøldið 12. juli kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Óla Steinberg í Betesda.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/ABC3078C-A462-4313-A388-DE7A193EFB06.jpeg 1320 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-11 08:17:372023-07-11 08:17:38Óli Steinberg talar í Betesda mikukvøldið

Jákup N. Olsen talar á møtinum mikukvøldið kl. 20 í Betesda

04/07/2023

Boðskapurin, sum Jákup N. Olsen fer at bera fram á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið, verður um evnið: ”Ver hirði hjá seyði Mínum”.

Jákup N. Olsen er dagliga virkin í og út frá samkomuni í Ebenezer í Havn. Partur av tænastuni er at vitja samkomur kring landið, og mikukvøldið liggur leiðin til Klaksvíkar, har evnið hesaferð verður um hirðatænastuna í og út frá samkomunum.

Jákup er giftur Dorrit, og búgva tey í Havn. Umframt tænastuna í og út frá Ebenezer, hava tey bæði eitt nú verið leiðarar fyri legurnar í Zarepta.

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/81D776A0-973E-4778-9CB9-AEBDAD0B00E3.jpeg 804 1274 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-07-04 21:27:542023-07-04 21:27:55Jákup N. Olsen talar á møtinum mikukvøldið kl. 20 í Betesda

Niels Pauli Nónstein talar í Betesda mikukvøldið kl. 20

27/06/2023

Niels Pauli Nónstein verður við á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 28. juni kl. 20, har hann fer at tala út frá Sálmi 146 um HARRAN – einasta álítandi leiðaran.

Niels Pauli er giftur Doru, og saman eiga tey 3 børn. Tey hava í nógv ár verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN í Kristnastovu í Keypmannahavn, har nógvir føroyingar hava sítt andaliga heim, bæði lesandi og onnur.

Nú eru tey flutt heimaftur á klettarnar, her Niels Pauli er virkin í og út frá samkomuni í Ebenezer, serliga millum tey ung og yngru familjurnar.

Mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Niels Paula um HARRAN – hin einasta álítandi leiðaran.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/356948156_659131022772306_4360474086808486976_n.jpg 482 640 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-27 20:07:242023-06-27 20:35:26Niels Pauli Nónstein talar í Betesda mikukvøldið kl. 20

Mikukvøldið talar Jens Bech um týdningin av at játta sína synd

20/06/2023

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fer Jens Bech at hava ein boðskap við støði í Dávidi kongi um, hvønn týdning orð Guds leggur í játtan av synd.

Alstóri týdningurin av játtan av synd er ein av reyðu tráðunum í Bíbliuni, sum gevur okkum fleiri dømi um henda sentrala sannleika.

Her kunnu vit læra nógv av, hvussu álvarsamt skriftin lýsir henda sentrala sannleika út frá lívi Dávids kongs, ið gjørdi seg sekan í álvarsomum syndum.

Hjartaliga vælkomin á møti í Betesda mikukvøldið kl. 20, har Jens Bech fer at taka støði í, hvat skriftin lærir um hesi viðurskifti.


Jens Bech er 57 ár og er ein av leiðandi brøðrunum í samkomuni í Nerija á Skála, haðani hann síðan 2007 hevur virkað sum fulltíðar trúboðari í frá brøðrasamkomunum her heima.

Hann hevur í nógv ár verið partur av verkinum í Zarepta og umboðar eisini Emmaus Bíbliuskeið í Føroyum. Umframt dagligu tænastuna í samkomuni er Jens virkin sum bíbliuundirvísari.

Jens er giftur Mariu og eiga tey 3 børn.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/50F505BA-D900-41CF-9D3A-2B9E6D028D2C-scaled.jpeg 1827 2560 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-06-20 21:39:472023-06-20 21:39:48Mikukvøldið talar Jens Bech um týdningin av at játta sína synd

Summar pjús :)

20/06/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/IMG_0964.jpg 1170 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-06-20 14:57:182023-06-20 14:59:30Summar pjús :)

Petur á Roykheyggi og Jens Bech vitja Betesda sunnudagin 18. juni

17/06/2023

Á møtunum sunnudagin kl. 11 og kl. 18 luttaka Jens Bech og Petur á Roykheyggi.

Teir virka báðir sum fulltíðar trúboðarar í og út frá brøðrasamkomunum her heima, bæði hvør sær og eisini í felag.

Jens Bech, sum er 57 ár, fór út í fulltíðar tænastu í 2007, og virkar hann í og út frá samkomuni í Nerija á Skála.

Jens hevur í nógv ár verið partur av verkinum í Zarepta, hann umboðar eisini Emmaus Bíbliuskeið í Føroyum. Umframt dagligu tænastuna í samkomuni er Jens virkin sum bíbliuundirvísari. Jens er giftur Mariu og eiga tey 3 børn.

Petur á Roykheyggi, sum er 34 ár, fór út í fulltíðar tænastu í 2020, og er sostatt ein av okkara yngru fulltíðar trúboðarum her heima.

Petur virkar í og út frá samkomuni í Berøa í Saltangará og er eisini virkin kring landið, bæði sum evangelistur og bíbliulærari. Petur er giftur Biritu, og eiga tey 4 børn.

Sunnudagin koma teir at vitja okkum í samkomuni í Betesda, har teir luttaka í breyðbrótingini kl. 11 og á evangeliska møtinum sunnukvøldið kl. 18.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/Jens-Bech-og-Petur-a-Roykheyggi-1.jpg 646 1125 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-17 19:44:402023-06-17 19:44:40Petur á Roykheyggi og Jens Bech vitja Betesda sunnudagin 18. juni

Betesda dagur

06/06/2023

10. juni kl. 11-16 verður „Betesda dagur“ í Betesda. „Betesda dagur“ er ein hugnaligur dagur fyri øll í samkomuni og so bjóði endiliga øðrum við. 

Vit fara at hugna okkum saman við ymiskum spølum til børn og ung, grilling, kaffi, køkur og hugna fyri allar aldursbólkar.

Dagurin endar við einari sangløtu og einum orðið.

Vit vóna at øll samkoman møtir væl upp til stóra samkomudagin, har vit njóta samveruna við hvønnann.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/05/Unknown.png 1500 3000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-06-06 08:51:172023-06-06 08:51:18Betesda dagur

So fara vit aftur á ferð í Orðinum

04/06/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 7 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 7 juni kl. 20 tala Jógvan Páll Steinberg og John Færø útfrá kapittul 7:1-25. Victor Nielsen, Dávid Mørkøre o.o leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 11 juni kl. 18.00 talar Bjørn Simonsen útfrá restina av kap. 7. Tóra við Keldu o.o leiða felagssangin. Marjun Danielsen hevur ein vitnisburð, eisini hava Nanna Norðoy og Anna Simonsen ein boðskapur til børnini meðan talan er.

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-06-04 22:32:582023-06-04 22:33:03So fara vit aftur á ferð í Orðinum
Page 28 of 41«‹2627282930›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top