Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Aftur á ferð í Orðinum

23/04/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 5 og 6 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 26 apríl kl. 20 tala Davur Johannesen og Jóhan við Neyst útfrá kapittul 5 og 6:1-11. John Færø o.o leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 30 apríl kl. 18.00 talar Sámal Mikkelsen útfrá restina av kap. 6. Ung úr Betesda leiða felagssangin, Sámal Rasmussen hevur ein vitnisburð, eisini verður ein boðskapur til børnini meðan talan er. Eftir møtið verður nátturði.

Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda. Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-04-23 17:23:252023-04-23 17:23:26Aftur á ferð í Orðinum

Betesda høvuðsreingjørt

23/04/2023

Leygarmorgunin fóru umleið 30 kvinnur og menn til verka og góvu Betesda eina høvuðsreingerð.

Tað mesta av húsinum bleiv vaskað og skimmað. Jú sanniliga, “ídni er menniskjanum dýrabarur skattur”, sum skriftin sigur.

Vit kunnu sanniliga vera takksom fyri tær mongu tænastur, sum verða gjørdar í tí stilla.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/A569003B-5E67-4077-8D64-EB726DBA5E73.jpeg 878 1170 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-23 11:35:502023-04-23 11:35:50Betesda høvuðsreingjørt

Svenning av Lofti og aðrir tala í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – sangkórið luttekur

22/04/2023

Poul Jóhan Djurhuus, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Svenning av Lofti vitja í Betesda hesa vikuna, og seinasta møtið við teimum á hesum sinni er sunnukvøldið kl. 18, har sangkórið í Betesda eisini fer at luttaka.

Sunnudagin er morgunmøti kl. 11, og fer Páll á Lakjuni at hava eitt orð til okkum eftir breyðbrótingina.


Svenning, Páll, Poul Jóhan og Jógvan Páll hava heilt frá ungum verið og eru virknir innan evangelisering, bæði sum einstaklingar og í felag sum samverkamenn.

Møtirøðirnar og evangeliseringsátøkini eru ikki so fá upp gjøgnum árini. Eitt av minniligu átøkunum var møtirøðin við heimsevangelistunum Luis Palau, sum vitjaði her á klettunum í 1988.

Beint eftir hesa vitjan í Betesda fara teir – undir heitinum Atlantic Mission – við Juvel II til Hetlands frá 25. apríl til 9. mai 2023 at bera evangeliið um Jesus Kristus til børn, ung og vaksin.


Hjartaliga vælkomin á møti í Betesda 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/C32C82F3-15DF-42A9-9F25-9CB8D4B8A5A5.jpeg 1266 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-22 23:03:392023-04-22 23:03:40Svenning av Lofti og aðrir tala í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – sangkórið luttekur

Welcome to an international service in Betesda

20/04/2023

On Sunday the 23rd of April there will be an International service in Betesda.

There will be a time of worship and Tim Sharp will preach. The service will be in English, and starts at 15.00 o’clock.

Everyone is welcome.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/International-Event-in-Betesda-2.jpg 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-04-20 18:56:322023-04-20 18:56:33Welcome to an international service in Betesda

Høvuðsreingerð av Betesda leygardagin 22. apríl 2023

19/04/2023

ÆTLANIN ER AT HAVA ÁRLIGU HØVUÐSREINGERÐINGINA AV BETESDA LEYGARDAGIN 22. APRÍL 2023.

Vit byrja at vaska umleið klokkan 09:00 og vænta at gevast tíðliga seinnapartin.

Frá klokkan 8:30 verður møguligt at fáa morgunmat, og á middegi fáa vit frokost.

Tað er ikki neyðugt at tekna seg.

Við vón um góða uppmøting.

Samkoman

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/35E8251A-4DBF-4E39-87DD-4B741A0853D0.jpeg 1536 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-19 19:01:032023-04-19 19:01:04Høvuðsreingerð av Betesda leygardagin 22. apríl 2023

Høvusreingerð í Zarepta

19/04/2023

Í døgunum 24. Apríl til 03. Mai er høvusreingerð í Zarepta. Betesda hevur ábyrgd av dreingjadeildini.

Hesafer hava vit bert 9 dagar, men flagdagin 25. og leygardagin 29. kunnu vónandi fleiri hjálpandi hendir koma.

Vanligar dagar er Zarepta opið frá morgunstundini.

Leygardagin 29. Apríl verður døguri serveraður.

Tey, sum hava vaska vera biðin um, at krossa av. Listi hongur í gongini.

Við tað, at fleiri samkomur vaska samstundis, kann tað vera hent, at hava dustsúgvara og moppu við, so sleppast kann undan at bíða eftir tøkum amboðum. Tað er eingin forðing, at hava børn við og tað er einki aldursmark.

Tað er okkara ynski og bøn, at systkinni fara at seta sær tíð av til hesa tænastu.

Berið vinarliga boðini til tey, sum hava møguleika, at vera við. Jú fleiri hendur jú betri.

Boðast kann frá luttøku á messenger ella á fartelefonini.

Sigrid Sivertsen: 21 56 71
Palli Sivertsen: 21 32 42

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/Reingerd-a-Zarepta.jpg 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-04-19 09:46:422023-04-19 09:46:43Høvusreingerð í Zarepta

Kend andlit vitja samkomuna í Betesda hesa komandi vikuna

17/04/2023

Hesa komandi vikuna og vikuskiftið fær samkoman í Betesda vitjan av Svenning av Lofti, Poul Jóhan Djurhuus, Páll á Lakjuni og Jógvan Páll Sevdal, sum fara at luttaka á møtunum frá mikukvøld til sunnukvøld.

Teir verða við og hava ein boðskap:

  • á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 19. apríl kl. 20
  • á ungdómsmøtinum hóskvøldið 20. apríl kl. 20
  • á morgunmøtinum (eftir breyðbrótingina) sunnumorgunin 23. apríl kl. 11
  • á evangeliska møtinum sunnukvøldið 23. apríl kl. 18

Hesir brøður okkara hava í mong ár verið virknir í verki HARRANS – bæði við sjálvir at bera gleðiboðskapin og við at skipa fyri størri evangeliseringsátøkum.

Beint eftir hesa vitjan í Betesda fara teir við Juvel II til Hetlands frá 25. apríl til 9. mai 2023 at bera evangeliið um Jesus Kristus til børn, ung og vaksin.

Upp gjøgnum árini hava teir eisini verið trúfastir at vitja okkum í samkomuni í Betesda, og hesa vikuna og komandi vikuskifti hava vit boðið teimum at vitja – og vit gleða okkum.

Hjartaliga vælkomin á møti í Betesda 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/1D3E8104-704F-4A49-A732-B6F553805B49.jpeg 1345 2176 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-17 17:42:012023-04-17 17:42:01Kend andlit vitja samkomuna í Betesda hesa komandi vikuna

Kvinnumøti

10/04/2023

Fríggjakvøldið 14. apríl kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verður tað Anna Simonsen, sum fer at tala um blósjúku kvinnuna.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/6.jpg 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-04-10 16:49:242023-01-29 16:50:29Kvinnumøti

Vælkomin á vitnisburðarmøti í Betesda í kvøld klokkan 18 – tey ungu leiða sangin

10/04/2023

Vit enda møtirøðina á páskum við einum vitnisburðarmøti í kvøld, 2. páskakvøld kl. 18, har tey ungu leiða sangin, og har høvi verður at hoyra vitnisburðir og eisini at bera fram, hvat HARRIN er fyri teg – hjartaliga vælkomin 🙂

Karsten Hansen leggur fyri í kvøld, eftirsum tað í dag er júst 60 ár síðan, at hann kom til persónliga trúgv á HARRAN Jesus – og síðan er orðið frítt.

Kom og hoyr, hvat HARRIN er og ger – hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/20F6507E-D861-465E-A4DD-8EDA9A2F7813-scaled.jpeg 1502 2560 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-10 15:05:282023-04-10 15:05:29Vælkomin á vitnisburðarmøti í Betesda í kvøld klokkan 18 – tey ungu leiða sangin

Sangkórið, dópur, talur og vitnisburðir í Betesda 1. og 2. páskakvøld kl. 18

08/04/2023

Báðar páskadagarnar kl. 18 verða evangelisk møtir í Betesda, har vit 1. páskakvøld hoyra sangkórið og boðskapir frá Jákup Eli Østerø og Rógva Joensen, og har dópur eisini verður. 2. páskakvøld verður eitt vitnisburðarmøti, har Karsten Hansen leggur fyri, og síðan er høvi at luta við onnur, hvat HARRIN er fyri teg.

Leygarkvøldið, páskaaftan, verður opið hús hjá teimum ungu sum vant kl. 21.

Sunnudagin, páskadag, verður sum vant breyðbróting kl. 11, og sunnudagsskúli kl. 12:30.

Páskakvøld kl. 18 verður evangeliskt møti kl. 18, har sangkórið í Betesda luttekur, og m.a. Jákup Eli Østerø og Rógvi Joensen hava ein boðskap.

Dópur verður á hesum møtinum. Tríggjar kvinnur ynskja at lata seg doypa, so sum orð Guds lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

Seinasta møtið á páskum verður 2. páskakvøld kl. 18. Hetta verður eitt vitnisburðarmøti, har høvi verður at luta við onnur, hvat HARRIN er fyri teg.

Karsten Hansen leggur fyri, og so er orðið frítt at vitna um HARRAN.

– hjartaliga vælkomin 🙂

Samkoman í Betesda ynskir øllum einar gleðiligar páskir

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/18F598C8-9AC7-45FF-A468-2BB18EF0A9FC.jpeg 614 1170 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-08 07:39:492023-04-08 07:57:07Sangkórið, dópur, talur og vitnisburðir í Betesda 1. og 2. páskakvøld kl. 18
Page 31 of 41«‹2930313233›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top