Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Hetta er skráin í Betesda fram til nýggjársdag

21/12/2022

Her er eitt yvirlit yvir møti og tiltøk annars í Betesda um jólini og nýggjárið.

.

Mikudagin 21. desember 2022

KL. 20:00 UPPBYGGINGARMØTI

.

Hósdagin 22. desember 2022

KL. 10:00 EINGIN KAFÉ

Kaféin er farin í jólafrí og verður aftur hósdagin 12. januar 2023.

KL. 20:00 UNGDÓMSMØTI – JÓLAAVSLUTNINGUR 🙂

.

Jólaaftan 24. desember 2022

Kl. 16:00 JÓLAHUGNALØTA

Umframt felagssang og tónleik hoyra vit jólaevangeliið lisið á ymsum tungumálum.

Maria á Lakjuni Simonsen sigur eina søgu, og Ragnar Niclasen hevur eitt orð.

Løtan endar umleið kl. 17:00.

.

1. jóladag 25. desember 2022

Kl. 11:00 BREYÐBRÓTING

Kl. 18:00 EVANGELISKT MØTI

Sangkórið í Betesda syngur, og sjófólk luttaka við talu og vitnisburði.

.

2. jóladag 26. desember 2022

Kl. 18:00 EVANGELISKT MØTI

Útisetar leiða og spæla til felagssangin og luttaka við talu og vitnisburði.

.

Mikudagin 28. desember 2022

Kl. 20:00 UPPBYGGINGARMØTI

Ásbjørg Hjelm, Anja Nielsen, Sámal Rasmussen og Hans Elttør kunna um teirra luttøku í ymsum missiónstiltøkum í øðrum londum.

Hósdagin 29. desember 2022

Kl. 20:00 Ungdómsmøti

.

Fríggjadagin 30. desember 2022

NÝGGJÁRSVEITSLUR FYRI BØRN

Aftur í ár er tað ein serstøk gleði at bjóða sunnudagsskúlabørnunum á nýggjársveitslu í Betesda. 

Kl. 11:00 Veitsla fyri børn 0-3 ár. 

Kl. 15:00 Veitsla fyri børn, sum eru 4 ár og til og við 1. skúlaflokk. 

Kl. 19:00 Veitsla fyri tey í 2. flokki og eldri.

Øll børn er vælkomin, eisini at bjóða vinum sínum við.

.

Nýggjársaftan 31. desember 2022

NÝGGJÁRSAFTANSLØTA Í BETESDA kl. 17:00 til 18:15

Løtan er undir heitinum „Við árslok“, ætlað bæði ungdóminum, fólki í góðum árum og eldri.

Ætlanin er at leggja serligan dent á veruleikan at: „Samkoman í Betesda er partur av trúboðanarverkinum“ og ein løta at hugsavnað seg um „farna árið og tað komandi“.

Kl. 16:30 til 17:00 verður spældur klaver- og orgultónleikur, og ungdómurin spælir onkur lættari løg.

– Her kunnu fólk seta seg niður róliga, hugsa um farna árið og hugsa um ynskini til komandi árið.

Kl. 17:00 byrjar sjálv løtan, har skráin fevnir um felagssang, Sámal Mikkelsen hevur eitt orð um samkomuna og trúboðan, og 17 Sangarar syngja eini tvey løg í samband við ársskifti.

Umleið kl. 17:30 verður ein bønaløta í umleið 20 minuttir. Síðani verður enda við einum kendum felagssangi til løtuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Nýggjársaftansløtuna. – Nýggjársaftan er altíð nakað serligt.

.

Nýggjársdag 1. januar 2023

Kl. 11:00 BREYÐBRÓTING

Craig og Claire Niclasen, sum virka fyri HARRAN innan trúboðanarfelagsskapin OM í Birmingham, Onglandi, verða við til møtið og hava eina kunning eftir breyðbrótingina. Tey fara av landinum aftur 2. januar 2023.

.

Eingin sunnudagsskúli verður nýggjársdag

.

Kl. 18:00 EVANGELISKT MØTI

.

Nærri lýsingar av tiltøkum verða lagdar út seinni.

Hjartaliga vælkomin í Betesda 🙂

.

Samkoman í Betesda ynskir øllum fólki okkara, á landi og sjógvi, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt av HARRANUM signað nýggjár.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/betesda.png 1000 1500 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-21 10:12:402022-12-25 00:07:47Hetta er skráin í Betesda fram til nýggjársdag

Fólk eru vælkomin í Betesda

19/12/2022

Í sambandi við undantaksstøðuna, sum býur okkara í løtuni er í, eru øll, sum hava tørv á tí, vælkomin á gátt at fáa ein kaffimunn og vera saman við øðrum.

Vit harmast øll um støðuna, sum fleiri heim og familjur í Klaksvík eru komin í av skriðjulopum, áarlopum og øðrum skaðum. Vónandi fáa øll tey, sum eru rakt av hesum, hjálp og stuðul.

Í sambandi við hesa undantaksstøðu, er Betesda opið fyri øllum, sum hava tørv á tí.

Hjartaliga vælkomin á gátt at fáa ein kaffimunn og vera saman við øðrum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/betesda-uncut.png 800 1200 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-12-19 16:33:162022-12-19 16:33:18Fólk eru vælkomin í Betesda

Skráin í Betesda komandi dagarnar

17/12/2022

Nú vit nærkast jólum, eru onkur tiltøk farin í jólafrí, meðan onnur serlig tiltøk verða fyriskipað. Her er eitt yvirlit yvir møti og tiltøk annars í Betesda hesar fyrst komandi dagarnar.

Leygardagin 17. desember 2022

Kl. 20:00 SANGLØTA við Betesdakórinum
Vælkomin á sangløtu við Betesdakórinum leygarkvøldið 17. desember kl. 20 í Betesda.
Á sangløtini fer kórið, saman við tónleikarum, at syngja nýggjar og eldri sangir, og nakrar jólasangir.
Ein góður drekkamunnur verður aftaná.

Kl. 21:30 OPIÐ HÚS fyri tey ungu
Opið hús eitur hesaferð ”Jólapjús”.
Tóra við Keldu hevur eina andakt, tað verður lovsongur, spæl og aftaná drekkamuður.
Dresscode: Hugnalig jól 🙂

Sunnudagin 18. desember 2022

Kl. 11:00 BREYÐBRÓTING

Kl. 12:30 SUNNUDAGSSKÚLI

Kl. 18:00 FAMILJUMØTI har sunnudagsskúlabørnini fara á pallin at syngja
Á hesum seinasta sunnudegnum áðrenn jól fáa børnini í sunnudagsskúlanum høvi at fara upp á pallin og syngja fyri teimum vaksnu.
Tey ungu leiða felagssangin við góðum tónleiki afturvið, har vit eisini syngja onkrar kendar felagssangir.
Dópur verður á hesum møtinum.
Beinta Vang fer at siga eina søgu, og Sámal Mikkelsen fer at hava ein boðskap. Aftan á møtið fáa vit ein jólaligan drekkamunn. Hjartaliga vælkomin 🙂

Mánadagin 19. desember 2022

Kl. 17:00 EINKI SLUSH – tiltakið er farið í jólafrí og verður aftur mánadagin 9. januar 2023
SLUSH er eitt tiltak fyri ung í 5.-7. flokki.
Endamálið við tiltakinum er at røkka teimum ungu, har tey eru. At hjálpa teimum at finna sítt pláss í samkomuni ígjøgnum hugna og samveru. At læra tey at taka ábyrgd, at vísa gestablídni og finna góðar vinir.

Kl. 20:00 BØNARMØTI

Týsdagin 20. desember 2022

Kl. 11:00 EINGIN MAMMUKAFE
Mammukafein er farin í jólafrí og verður ikki aftur fyrr enn eftir nýggjár.

Kl. 17:15 EINKI FRÍTÍÐARARBEIÐI
Frítíðararbeiði er farið í jólafrí og verður aftur týsdagin 3. januar 2023.

Kl. 20:00 EINGIN VENJING HJÁ SANGKÓRINUM
Sangkórið venur ikki meira í ár, men syngur tó á møtinum 1. jólakvøld.

Mikudagin 21. desember 2022

Kl. 20:00 UPPBYGGINGARMØTI

Hósdagin 22. desember 2022

Kl. 10:00 EINGIN KAFÉ

Kaféin er farin í jólafrí og verður aftur hósdagin 5. januar 2023.

Kl. 20:00 UNGDÓMSMØTI

Jólaavslutningur 🙂


Skráin fyri møti og tiltøk um jólahalguna verður løgd út seinni. Hjartaliga vælkomin í Betesda 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/Betesda-jol-2021.jpg 877 1170 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-12-17 16:34:002022-12-17 17:20:26Skráin í Betesda komandi dagarnar

Sangløta við Betesdakórinum

13/12/2022

Vælkomin á sangløtu við Betesdakórinum leygarkvøldið 17. desember kl. 20 í Betesda.

Á sangløtini fer kórið, saman við tónleikarum, at syngja nýggjar og eldri sangir, og nakrar jólasangir.

Ein góður drekkamunnur verður aftaná sangløtuna.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/Christmas-1.jpg 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-12-13 23:50:522022-12-13 23:50:53Sangløta við Betesdakórinum

Svein í Prestgarði við tónleikabólki sunnukvøldið 11. des. kl. 18

10/12/2022

Sunnukvøldið kemur hin syngjandi evangelisturin við tí djúpu country-røddini, Svein í Prestgarði, á vitjan í Betesda við sangarum og tónleikabólki.

Svein skrivar sjálvur, at tey koma at syngja nógvar jóla- og gospelsangir og at luta vónina hina stóru, at Frelsari heimsins kom í heimin.

Hjartaliga vælkomin og bjóðið endiliga øðrum við.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/318852535_1335103030592514_843117123946295800_n.jpg 401 582 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-10 12:23:442022-12-10 12:27:06Svein í Prestgarði við tónleikabólki sunnukvøldið 11. des. kl. 18

Monika Kunoy og Tim Sharp luttaka á møtinum mikukvøldið 7. desember

04/12/2022

Í 2005 fóru Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjunum. Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 7. desember kl. 20 fara tey at greiða frá tænastu teirra, áðrenn Tim morgunin eftir (hósmorgunin) fer til Filipsoyggjarnar at vitja í nakrar vikur.

Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 18 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.

Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjunum.

Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjunum.

Mikukvøldið verður høvið at síggja og hoyra tey greiða frá arbeiði teirra í verkinum, har umstøðurnar í løtuni krevja, at tey eru heima í Føroyum.

Monika og Tim, sum eiga døturnar Ragnhild, Rebekka og Hanna, verða við á møtinum mikukvøldið 7. desember kl. 20, har tey fara at greiða frá tænastu teirra, áðrenn Tim morgunin eftir (hósmorgunin) fer til Filipsoyggjarnar at vitja í nakrar vikur.

Aftan á møtið verður ein drekkamunnur at fáa, har eisini høvi verður at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/317585723_686739199509241_180572302461050840_n.jpg 1366 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-04 23:40:362022-12-05 10:09:28Monika Kunoy og Tim Sharp luttaka á møtinum mikukvøldið 7. desember

Í „Didasko“  fáa 7. floks næmingar grundleggjandi bíbliuundirvísing

04/12/2022

Tað eru longu nøkur ár síðan, at samkoman í Betesda byrjaði at hava skipaða bíbliuundirvísing fyri næmingar í 7. skúlaflokki. Við skúlaársbyrjan fáa næmingarnir høvi at velja, um teirra undirvísing í Kristni skal fara fram í kirkjuni, Betesda ella í skúlanum. Í løtuni ganga 32 næmingar til tiltakið í Betesda.

Sámal Mikkelsen, ið stendur fyri tiltakinum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ein stór gleði at uppliva áhugan og forvitnið hjá teimum ungu.

– Tað er í góðum samstarvi við skúlan, vit hava fingið høvi at skipa fyri hesum tiltaki, ið er samstundis, sum tey ganga til prest, ið hoyra til Fólkakirkjuna.

– Evnini, vit gjøgnumganga, eru tey grundleggjandi í Bíbliuni, so sum skapanin, guddómurin,  Bíblian, frelsa, dópur o.s.fr.

– Hetta er ein av teimum mest hugaligu og gevandi uppgávunum, tí tey ungu eru so livandi og spyrjandi. Tað gevur einum sjálvum so nógv at samskifta við børn og ung, og vónandi fáa tey eisini nógv burturúr.

– Navnið „Didasko“ , sum vit hava valt, kemur úr grikskum, merkir “at læra”. Jesus brúkar hetta orðið í Matteus 28:18-20, tá hann gav tey stóru missiónsboðini:

Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ 

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/317805046_3292741514326836_2725502146083914266_n.jpg 844 1125 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-04 13:55:032022-12-04 13:55:04Í „Didasko“  fáa 7. floks næmingar grundleggjandi bíbliuundirvísing

Jógvan Júst Rasmussen talar á møtinum mikukvøldið 30. nov.

30/11/2022

Cathy og Jógvan Júst Rasmussen, ið virka sum fulltíðar trúboðarar fyri HARRAN, verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið 30. november, har Jógvan Júst fer at hava eitt orð út frá Jóhannesar evangelium.

Jógvan Júst Rasmussen, sum er uppvaksin í Grótinum í Klaksvík, fór í 1976 til á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA og varð hetta byrjanin til fulltíðar tænastu hansara fyri HARRAN sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan  bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.

Tey bæði eru í løtuni heima her í Føroyum í nakrar dagar. Vitjanin kom í lag í sambandi við ungdómsstevnuna, sum var í Betesda farna vikuskifti, har Jógvan Júst og versonurin Regin Guttesen vóru millum talararnar. Regin er giftur Heidi, dóttir Cathy og Jógvan Júst, og virka tey sum fulltíðar trúboðarar í Italia.

Cathy og Jógvan Júst verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið 30. november, har Jógvan Júst fer at hava eitt orð út frá Jóhannesar evangelium.

Aftan á møtið verður ein drekkamunnur at fáa, har eisini høvi verður at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/317417283_520911773511820_6421173996539763214_n.jpg 1030 1841 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-11-30 16:18:582022-11-30 16:18:59Jógvan Júst Rasmussen talar á møtinum mikukvøldið 30. nov.

Eldrahugni í Betesda mikudagin 30. nov

24/11/2022

Hugnaløta verður í Betesda MIKUDAGIN 30.11.2022 kl 15.00

Jóna Skorheim kemur at hugleiða um sín uppvøkstur norðuri á Trøllsnesi, í sínum barnaárum.

Nú tað stundar til Jóla, fara 17 sangarar at seta sín dám á við nøkrum jólaløgum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/eldrahugni.png 445 750 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-11-24 16:00:362022-11-24 16:00:37Eldrahugni í Betesda mikudagin 30. nov

Ungdómsstevna 24.-27. nov

22/11/2022

Set ❎ í kalendarin 24. – 27. Nov. 🤩🤩 tí tá verður Ungdómsstevnan „Vendipunkt“ í Betesda. Sí skránna niðanfyri

Øll møtini verða tulka til enkst.

All the youth services will be translated to english 😁

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/315159194_5561933363920093_2596783072048829123_n.jpg 540 960 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-11-22 14:34:042022-11-22 14:34:37Ungdómsstevna 24.-27. nov
Page 35 of 41«‹3334353637›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top