Bønarmøtið: At liva í Guds ætlan
Bønarmøtið mánakvøldið 14. Nov kl. 20 verður skipa og evnið verður „At liva í Guds ætlan“.
Sámal Mikkelsen kemur at tala út frá evninum og leggja bønarevnir fram.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Bønarmøtið mánakvøldið 14. Nov kl. 20 verður skipa og evnið verður „At liva í Guds ætlan“.
Sámal Mikkelsen kemur at tala út frá evninum og leggja bønarevnir fram.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Fríggjakvøldið 11. november kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.
Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.
Hesa ferð verður tað Tóra við Keldu, sum fer at tala um Mariu Magdalenu.
Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.
Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.
Á evangeliska møtinum í Betesda komandi sunnukvøld tann 30. oktober fer sangkórið at luttaka við sínum vakra sangi.
Nøkur ungfólk hava biðið um dóp, og verða tey doypt á møtinum sunnukvøldið. Hesi hava ein greiðan vitnisburð um teirra trúgv á HARRAN Jesus Kristus, og tí er einki til hindurs fyri, at tey verða doypt, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.
Evangeliska møtið í Betesda sunnukvøldið byrjar kl. 18, og øll eru hjartaliga vælkomin 🙂
Hugnaløta verður í Betesda fríggjadagin 28.10.22. kl 15.00, Justinus Eliasen hugleiðir og vísir myndir. Eisini verður felagssangur.
Sunnudagin 30. oktober er seinasta freist at lata eina skógvaeskju til Operation Christmas Child.
Í Betesda taka vit ímótið eskunum á sunnudagsskúlanum kl. 12:30-13:30.
Les meira um Christmas Child og hvussu tú pakkar eskjur her.
Minnist til at lata 40kr við hvørji eskju ella flyt peningin á konto 9181-1403917 í Betri Banka. Peningurin verður brúktur til at rinda flutningin av eskjunum.
Rannvá Sigfríðsdóttir Rasmussen fer til gravar úr Betesda fríggjadagin kl 13. Tey ið vilja minnast Rannvá, kunnu lata Zarepta eina peningagávu, konta í Norðoya Sparikassa.
Jarðarferðin verður stroymd og kann hoyrast á heimasíðuni hjá Betesda.
Hans Arni er leirvíkingur, meðan konan, Marion, er uppvaksin í Panama, har foreldur hennara virkaðu sum fulltíðar trúboðarar.
Tey fóru til Guinea at virka í august 1998 og virkaðu har sum partur av eini toymi, ið setti á stovn samkomur ímillum Nalu fólkið.
Tey seinastu tvey árini hava tey virkað í Dakar Sénégal. Hans Arni er samskipari í einum tænastutoymi, og Marion er ráðgevi innan mál og mentan.
Saman eiga tey børnini Hannah, Andrew, Alan og Ryan. Tey trý elstu eru vaksin og eru búsitandi í USA, meðan Ryan, sum er 13 ár, er saman við teimum.
Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20:00 fara tey bæði at verða við og greiða frá arbeiði teirra.
Ein drekkamunnur verður eftir møtið.
HJARTALIGA VÆLKOMIN.
Bønarmøtið 17. Oktober kl. 20 verður skipa og evnið verður ”Bøn fyri Christmas Child skógvaeskjunum tænastuni og teimum, sum fáa tær”
Vistið tú av, at tú kanst eisini keypa eina eskju online www.shoeboxonline.org.uk
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
