Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Eldrahugni fríggjadagin 30. sep. kl. 15

28/09/2022

Hugnaløta verður í Betesda fríggjadagin 30.09.22. Kl 15.00
Eyðun Elttør hugleiðir og vísir myndir. Henny Gerðalíð og Jógvan Mortensen luttaka við sangi.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_5973.jpg 683 1024 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-09-28 22:11:512022-09-28 22:14:14Eldrahugni fríggjadagin 30. sep. kl. 15

Rachel og Petur, Natalie og Philip verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið kl. 20

28/09/2022

Rachel og Petur hava verið heima í Føroyum síðan 15. september saman við soninum, Philip, og konu hansara, Natalie.

Í morgin, hósdagin 29. september, fara tey úr Føroyum aftur, og í tí sambandi verða tey við á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið kl. 20.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur at fáa, og hetta verður seinasta høvi at heilsa upp á tey á hesum sinni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

——

Petur Hansen fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fóru hann og Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.

Philip Hansen fór á bíbliuskúlan hjá NTM í Waukesha í USA í 2005. Hann og Natalie, sum er úr Týsklandi, hava virkað í Papua Ný Guinea síðani 2012.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/Rachel-Petur.jpeg 299 400 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-09-28 15:35:092022-09-28 15:35:11Rachel og Petur, Natalie og Philip verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið kl. 20

Rachel, Petur, Natalie og Philip luttaka á møtinum í kvøld kl. 18

18/09/2022

Rachel og Petur Hansen, ið virka sum trúboðarar, eru í Føroyum 15. til 29 september.

Sonur teirra, Philip, og konan Natalie, ið somuleiðis virka sum trúboðarar, eru eisini á vitjan saman við synunum, Louis og Timon.

Petur Hansen fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fóru hann og Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.

Philip Hansen fór á bíbliuskúlan hjá NTM í Waukesha í USA í 2005. Hann og Natalie hava virkað í Papua Ný Guinea síðani 2012.

Tey verða við á møtinum í kvøld, sunnukvøldið 18. september kl. 18, har Sangkórið í Betesda eisini fer at luttaka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/Rachel-Petur-Natalie-og-Philip-Hansen.png 720 1280 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-09-18 15:19:392022-09-18 15:19:40Rachel, Petur, Natalie og Philip luttaka á møtinum í kvøld kl. 18

Heidi og Regin Guttesen luttaka á møtinum mikukvøldið

06/09/2022

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 luttaka Heidi og Regin Guttesen.

Heidi og Regin virka sum trúboðarar í Molise, Italia.

Tey eru heima í Føroyum frá miðjum juli og árið at enda.

Ein drekkamuður verður eftir møtið mikukvøldið, so høvi verður at heilsa upp á tey bæði.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/Heidi-og-Regin-Guttesen.jpg 400 600 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-09-06 23:58:122022-09-06 23:58:13Heidi og Regin Guttesen luttaka á møtinum mikukvøldið

Barnamøtir í Betesda um vikuskiftið

02/09/2022

Nógv er gjørt burturúr í Betesda við at hugna um og pynta, nú barnamøtir verða fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin við spølum, klovnum, kappingum, sangi, søgu og annað spennandi fyri børnini. Eisini fáa vit okkurt lekkurt at eta allar dagarnar.

Fyrsta barnamøtið verður fríggjadagin, har nátturða fyri bæði børn og vaksin er kl. 17, og so byrjar barnamøtið kl. 18.

Hildið verður fram leygardagin við drekkamunni til øll kl. 17, og so er barnamøti kl. 18.

Sunnudagin byrjar morgunmøtið kl. 11 við, at sungið verður saman við børnunum fyrstu 20 min., áðrenn tey fara í barnaansing. Kl. 12:30 byrjar barnamøtið, sum endar Kl. 13:30, tá ið frokostur verður fyri øll.

Skráin er í stuttum henda:

Fríggjadagin 2. september

Kl. 17:00 Nátturði fyri bæði børn og vaksin

Kl. 18:00 Barnamøti

Leygardagin 3. september

Kl. 17:00 Drekkamuður fyri bæði børn og vaksin

Kl. 18:00 Barnamøti

Sunnudagin 4. september

Kl. 11:00 Morgunmøti – børnini eru við til felagssang fyrstu 20 min.

Kl. 11:20 Barnaansing

Kl. 12:30 Barnamøti/samkomumøti

Kl. 13:30 Frokostur til øll

Bíbilska evnið fyri barnamøtini er Lukas, kap. 15, har vit hoyra søgurnar um hirðmannin og hin mista seyðin, um pápan og hin burturvilsta sonin og um kvinnuna og hina mistu drakmuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung og vaksin – og bjóðið endiliga øðrum við 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/Barnamoti.jpg 1080 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-09-02 08:45:002022-09-02 01:07:53Barnamøtir í Betesda um vikuskiftið

Marjun og Páll Poulsen luttaka á møtinum sunnukvøldið

27/08/2022

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 28. august kl. 18 luttaka Marjun og Páll Poulsen, ið virka sum trúboðarar í Grønlandi.

Við sær hava tey nøkur av teimum, sum luttóku á barnalegunum í Suðurgrønlandi í summar.

Tey koma at greiða frá arbeiðinum í summar, og Páll hevur eisini ein boðskap til okkum.

Ung standa fyri tónleikinum.

Veri hjartaliga vælkomin!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/Marjun-og-Pall-Poulsen.jpg 364 648 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-27 16:31:542022-08-27 16:31:56Marjun og Páll Poulsen luttaka á møtinum sunnukvøldið

Vælkomin á Barnamøtir í Betesda 2.-4. sept 202

26/08/2022

Á skránni verður sangur, søga, minnisørindi, spøl og spurnarkapping, og vit fáa eisini okkurt lekkurt at eta allar dagarnar.

Bíbilska evnið fyri barnamøtini er Lukas kapittul 15, har vit lesa søgurnar um hirðmannin og hin mista seyðin, um pápan og hin burturvilsta sonin og um kvinnuna og hina mistu drakmuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung og vaksin – og bjóðið endiliga øðrum við 🙂

Síggjast 🙂

Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað. Lukas 19:10

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/Barnamoti.gif 810 1440 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-08-26 17:17:152022-08-26 17:17:16Vælkomin á Barnamøtir í Betesda 2.-4. sept 202

Sunnudagsskúlin byrjar aftur

20/08/2022

Nú summarfrítíðin hjá skúlunum er av, so byrjar sunnudagsskúlin í Betesda eisini aftur.

Fyrsti sunnudagsskúlin verður sunnudagin 21. august kl. 12:30. Hjartaliga vælkomin 😊 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_3316.jpg 683 1024 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-20 18:26:092022-08-20 18:26:10Sunnudagsskúlin byrjar aftur

Hallur og Shino á møtinum í kvøld

10/08/2022

“Á uppbyggingarmøtinum í kvøld kl. 20, fara Shino og Hallur Mortensen, at greiða frá tænastu teirra í Japan. Eisini hava tey eitt orð til okkara.

Eftir møti verður ein drekkamuður.

Øll eru vælkomin!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/10/HallurShino.jpeg 400 323 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-08-10 13:42:412022-08-10 13:55:17Hallur og Shino á møtinum í kvøld

Betesda hevur opið hús á Summarfestivalinum

03/08/2022

Hósdagin 4. august byrjar Summarfestivalurin 2022 eftir 2 ára steðg. Betesda hevur “Opið Hús”, meðan festivalurin er.

Hóskvøldið letur húsið upp kl. 21:00. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður latið upp kl. 20:00.

Øll eru vælkomin framvið til at hvíla seg, fáa ein ókeypis drekkamunn og annars at njóta samfelagið við okkum.

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið umleið kl. 23:00 verður skipað fyri sangløtu, og síggja vit fram til at síggja so mong sum gjørligt.

Verið vælkomin, síggjast 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/Betesda.jpg 479 1216 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-03 17:35:402022-08-03 17:35:41Betesda hevur opið hús á Summarfestivalinum
Page 37 of 41«‹3536373839›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top