Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Zarepta-møti í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

17/03/2023

Á møtinum sunnukvøldið 19. mars kl. 18 verður kunnað um Zarepta, sunnudagsskúlin leiðir sangin, søga til børnini og ein boðskapur til tey vaksnu.

Maria á Lakjuni Simonsen kunnar um starvsfólkatørvin, Beinta Vang sigur eina søgu, Jógvan Skorheim og onnur frá sunnudagsskúlanum leiða felagssangin, og Joen Magnus Rasmussen hevur ein boðskap.

Eisini verður dópur á møtinum.

Eftir møtið verður møguleiki at tilmelda seg sum starvsfólk.

Hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/336329548_600452448646529_3527007152661664896_n.jpg 333 500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-03-17 20:55:282023-03-17 20:56:39Zarepta-møti í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

Sunnukvøldið kl. 18 tala Petur á Roykheyggi og aðrir, sangkórið syngur, og dópur verður

11/03/2023

Hesa vikuna vitjar Petur á Roykheyggi í Betesda.

Eftir breyðbrótingina sunnumorgunin kl. 11 fer hann at luttaka, og á evangeliska møtinum sunnukvøldið kl. 18 verða fleiri saman við honum, har Sangkórið í Betesda eisini fer at syngja.

Sunnukvøldið verður somuleiðis dópur á møtinum. Tað er ein drongur, sum ynskir at lata seg doypa, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

——

Petur á Roykheyggi er 33 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fýra børn.

Fyri tveimum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

——

Hjartaliga vælkomin í Betesda 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/4B8C7208-0CEF-4C4A-AC18-88CB70D51147.jpeg 624 933 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-11 23:32:132023-03-11 23:32:15Sunnukvøldið kl. 18 tala Petur á Roykheyggi og aðrir, sangkórið syngur, og dópur verður

Jarðarferð

07/03/2023

Oskar Haldurson Johansen fer til gravar úr Betesda í Klaksvík mikudagin 08. mars kl. 13.
Tey, ið vilja minnast Oskar, kunnu lata eina gávu á konto í Betri banka.

Jarðarferðin verður stroymd og kann hoyrast á heimasíðuni hjá Betesda.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/Screenshot-2022-10-20-at-19.53.20.png 1000 996 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-03-07 19:03:082023-03-07 19:03:09Jarðarferð

Petur á Roykheyggi talar á møtinum mikukvøldið kl. 20

07/03/2023

Hesa vikuna kemur Petur á Roykheyggi á vitjan í Betesda, og fer hann at tala á møtunum mikukvøldið og sunnudagin.

Petur á Roykheyggi er 33 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fýra børn.

Fyri tveimum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan millum annað fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

Hjartaliga vælkomin á møti mikukvøldið kl. 20. Aftan á møtið verður ein drekkamunnur og høvi til samveru og prát 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/4B8C7208-0CEF-4C4A-AC18-88CB70D51147.jpeg 624 933 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-07 18:56:362023-03-07 18:56:37Petur á Roykheyggi talar á møtinum mikukvøldið kl. 20

Kvinnumøti

27/02/2023

Fríggjakvøldið 3. mars kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verður tað Monika Sharp, sum fer at tala um Jesabel og tær ósjónligu.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/5.jpg 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-02-27 16:47:512023-01-29 16:49:14Kvinnumøti

Aftur á ferð í Orðinum

26/02/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 2 og 3:1-9 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 1. mars kl. 20 tala Victor Nielsen og Kári Østerø útfrá øðrum kapittuli. Durita Isaksen kemur eisini at syngja tveir sangir. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 5. mars kl. 18 talar Teitur Isaksen útfrá kap. 3:1-9. Betesdakórið syngur tveir sangir, Kristian á Lakjuni o.o leiða felagssangin, Elin Sørensen sigur eina søgu, og Eva Elttør hevur ein vitnisburð. Eftir møtið verður nátturði.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-02-26 19:14:592023-02-26 19:15:00Aftur á ferð í Orðinum

Samkomumøti sunnudagin 26. februar kl. 11

24/02/2023

Í samband við temamøtini hjá teimum ungu, verður samkomumøti sunnudagin 26. februar kl. 11:00.

Sunnudagin 26. februar kl. 11 byrjar sunnudagsskúlin og morgunmøtið samstundis, og sangkórið fer bæði at framføra og at leiða sangin, og aftaná bjóða vit øllum ein góðan døgurða, so tað er at møta upp í Betesda kl. 11:00, bæði børn, ung, vaksin, familjur, eldri og gomul – HJARTALIGA VÆLKOMIN 🙂

Vit kalla hetta tiltakið, sum byrjar kl. 11:00 sunnudagin, fyri eitt samkomumøti, tí tað er fyri allar aldrar, og vit vóna, at síggja so mong sum tilber. 

Betesdakórið leggur fyri við nøkrum sangum, meðan fólk koma, so syngja vit nakrar sangir í felag í salinum, og síðan fara børnini uppá til ein felags sunnudagsskúla ella barnamøti, har bæði sangur og spæl verða á skránni, ímeðan breyðbróting er í salinum. 

Umleið klokkan 12 savnast so øll aftur í salinum, har vit aftur syngja saman, Beinta Vang fer at siga eina søgu og hava ein boðskap, og eisini verður dópur hesa løtuna. Aftan á møtið verður døgurði fyri øll. Vit gleða okkum, og vóna, at síggja so mong til hetta serliga tiltak, sum altso byrjar longu klokkan 11 – og tí mugu sunnudagsskúlabørnini hesaferð eisini møta klokkan 11.

HJARTALIGA VÆLKOMIN 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/02/332309373_1268761200340932_199812037266427223_n.jpg 1566 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-02-24 10:33:442023-03-09 09:14:41Samkomumøti sunnudagin 26. februar kl. 11

Tim Sharp luttekur á møtinum í kvøld

22/02/2023

Í kvøld, mikukvøldið 22. februar kl. 20, fer Tim Sharp at greiða frá vitjan síni á Filipsoyggjum, har hann og konan, Monika, hava virkað fyri HARRAN í mong ár.

Á møtinum fer Tim at vísa myndir og greiða frá vitjanini, sum hesaferð vardi í 6 vikur, harav familjan var við honum í smáar 2 vikur.

Eftir møtið verður drekkamunnur.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/02/332732676_923264382347177_621653813350971783_n.jpg 1366 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-02-22 17:12:352023-02-22 17:12:36Tim Sharp luttekur á møtinum í kvøld

Símun Absalonsen talar á møtinum mikukvøldið

08/02/2023

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 8. februar kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Símuni Absalonsen.

Hesaferð fer Símun at tala út frá yvirskriftini: “Aftur til Betel” við støði í 1. Mós. 35,1-4.

Aftan á møtið verður høvi til samveru aftur við einum drekkamunni.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/02/Simun-Absalonsen.jpg 400 400 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-02-08 13:18:312023-02-08 13:18:32Símun Absalonsen talar á møtinum mikukvøldið

Kvinnumøti

30/01/2023

Fríggjakvøldið 3. februar kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verða tað Lena og Elin Neshamar, sum tala um Sifra, Pua og Lydiu. Møti verður tulka til enkst, so bjóða enduliga við.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/4.jpg 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-01-30 10:44:432023-01-30 10:44:45Kvinnumøti
Page 33 of 41«‹3132333435›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top