Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bíbliulestrarvika

29/01/2023

So fara vit aftur á ferð í Orðinum – nú í 1. Korintbrævi, kapittul 1.

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 1, sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 1. feb. kl. 20 verður innleitt og talað um trupulleikan í samkomuni í Korint við støði í 1. Kor. 1:1-17. Sámal Mikkelsen og Áron Sofus Vest tala, Bjørn og Maria á Lakjuni Simonsen leiða sangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 5. feb. kl. 18 er yvirskriftin: „Evangeliið er heiminum dárskapur“ (1. Kor. 1:18-31). John Færø talar, Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Anna Simonsen sigur eina søgu, og Durita Hummeland hevur ein vitnisburð. Eisini verður dópur á hesum møtinum. Eftir møtið verður nátturði.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-01-29 16:22:522023-01-29 16:23:28Bíbliulestrarvika

Ongin mammukafe

28/01/2023

Vegna nógva sjúku ímillum smáu børnini, er ongin mammukafe í løtuni. Lýst verður tá ið byrja verður aftur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/mammukafe.png 800 1200 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-01-28 18:27:222023-01-28 18:27:23Ongin mammukafe

Eldrahugni fríggjadagin 27. januar kl. 15

25/01/2023

Komandi fríggjadag 27. januar verður eldrahugni í Betesda kl. 15.00- Ragnar og Elisabeth Niclassen fara at hugleiða um teirra lív og uppvøkstur. Myndir verða vístar. Kvartettin syngur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/01/323822832_717356263077116_1045999200274802071_n.jpg 401 644 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-01-25 22:55:192023-01-25 22:56:20Eldrahugni fríggjadagin 27. januar kl. 15

Serligt kunningartiltak um Juvel II sunnukvøldið kl. 18

19/01/2023

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara fólk, sum hava verið við Juvel II, at greiða frá arbeiðnum við trúboðanarskipinum, sum hvørt summar boðar evangeliið í Grønlandi.

Á møtinum síggja vit ein stuttan film um partar av virkseminum hjá Juvel II.

Dávur Joensen og Djóni Joensen siga frá teirra royndum umborð, og Karsten Hansen kunnar um tænastuna.

Ludvík Petersen og Dánjal Jacobsen syngja, og vit fáa ein boðskap frá Sámali Mikkelsen.

Eftir møti verður ein drekkamuður.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/01/8A43054C-D3FE-4D25-BE38-5407C5ED0431.jpeg 715 1170 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-01-19 23:17:182023-01-19 23:31:50Serligt kunningartiltak um Juvel II sunnukvøldið kl. 18

Kvinnumøti

13/01/2023

Fríggjakvøldið 13. januar kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verður tað Else Djurhuus, sum fer at tala um Martu og Mariu.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/3.jpg 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-01-13 18:15:472023-01-13 18:15:48Kvinnumøti

Uppbyggingarmøti mikukvøldið kl. 20 – dópur verður

11/01/2023

Mikukvøldið 11. januar 2023 kl. 20 verður uppbyggingarmøti, har høvi verður at hoyra boðskapir út frá Orði Guds.

Somuleiðis verður dópur á hesum møtinum.

Tað eru ungfólk, ið hava biðið um dóp. Hesi hava ein greiðan vitnisburð um teirra trúgv á HARRAN Jesus Kristus, og tí er einki til hindurs fyri, at tey verða doypt, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/Betesda-mynd5.png 800 1200 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-01-11 10:56:172023-01-11 10:58:22Uppbyggingarmøti mikukvøldið kl. 20 – dópur verður

Ragnar Niclasen talar á møtinum í kvøld, mikukvøldið 4. januar kl. 20

04/01/2023

Liz og Ragnar Niclasen, ið virka sum fulltíðar trúboðarar á Filipsoyggjum, eru heima á vitjan í heum døgum, og fer Ragnar at hava eitt orð á møtinum í kvøld, mikukvøldið 4. januar 2023 kl. 20.

Ragnar fór í 1974 á bíbliuskúla hjá NTM í býnum Waukesha í statinum Wisconsin í USA og fór síðan saman við konu síni, Liz úr Kanada, í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðari hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Liz og Ragnar eiga synirnar Ryan og Craig. Í dag virka Craig og konan, Claire, fyri HARRAN innan trúboðanarfelagsskapin OM í Birmingham í Onglandi. Tey bæði hava verið heima í Føroyum um jólahøgtíðina, og eru farin avstaðaftur.

Ragnar og Liz verða longri heima hesaferð, og tey verða, sum nevnt, við á møtinum í kvøld, mikukvøldið 4. januar 2023 kl. 20.

Ein drekkamunnur verður aftaná, har høvi eisini verður at heilsa upp á tey bæði og njóta samveru við hvønn annan.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/01/323822832_717356263077116_1045999200274802071_n.jpg 401 644 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-01-04 12:54:332023-01-04 12:54:34Ragnar Niclasen talar á møtinum í kvøld, mikukvøldið 4. januar kl. 20

Nýggjársaftan í Betesda kl. 17 til umleið kl. 18.15

30/12/2022

Undir heitinum “Við árslok” har dentur verður lagdur á at: Samkoman í Betesda er partur av trúboðanarverkinum”, byrjar løtan longu kl. 16,30 við orgultónleiki, síðani spælir “hóskvøldsungdómurin” nøkur lættari løg og aftaná verður klavertónleikur.

Kl. 17 verður felagssangurin: “Stór er tín trúfesti”, Sámal Mikkelsen hevur nøkur orð um: “Samkomuna og trúboðan”, ein stutt bønarløta og kórsangur verður eisini í samband við ársskiftið.

Vit hava øll gott av at seta okkum niður eina løtu t.d. nýggjársaftan, hugsa um og grunda á árið í nú fer og vit koma inn í eitt nýtt ár við vónum og avbjóðingum og vit seta okkum spurningar!

Øll í øllum aldrum eru hjartaliga vælkomin. – Dávid sigur í sálmi 111,2: Stór eru verk Harrans; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/nyggjarsveitslur.png 1000 1500 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-30 18:41:442022-12-30 18:42:25Nýggjársaftan í Betesda kl. 17 til umleið kl. 18.15

Mikukvøldið kl. 20 verður áhugaverd kunning um styttri missiónsluttøkur

27/12/2022

Á møtinum mikukvøldið kl. 20 fara Ásbjørg Hjelm, Anja Nielsen, Sámal Rasmussen og Hans Elttør at greiða frá teirra luttøkum í missión hetta seinasta árið.

Um tú hevur áhuga í at hoyra um ymsar møguleikar fyri luttøku í missiónarbeiði, so er hetta eitt gott høvi til júst tað.

Ásbjørg Hjelm fer at greiða frá hjálpararbeiði sínum í Fraklandi, har hon var nakrar vikur í heyst hjá Cecile og Jóhannes Mortensen, sum tæna HARRANUM innan trúboðanarfelagsskapin OM.

Anja Nielsen var í oktober mánað í ár í Vietnam við trúboðanarfelagsskapinum Open Doors, og fer hon at greiða frá hesi ferðini.

Sámal Rasmussen og Hans Elttør hava báðir verið umborð á Logos Hope (fyrrv. Norrønu), sum í dag er eitt av skipunum hjá trúboðanarfelagsskapinum OM, og fara at greiða frá um arbeiðið har umborð.

Dópur verður eisini á møtinum mikukvøldið.

Aftan á møtið verður ein drekkamunnur og høvi til samveru.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/02BD437E-CE54-48D4-A8BC-D0134758C18F.jpeg 687 1030 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-27 23:36:522022-12-27 23:46:45Mikukvøldið kl. 20 verður áhugaverd kunning um styttri missiónsluttøkur

AVLÝSING!

26/12/2022

Vegna veður er avgerð tikin um at avlýsa møtið í kvøld, 2. jólakvøld, kl. 18!

Leiðslan

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/kavavedur-13.jpg 900 1600 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-12-26 16:35:052022-12-26 16:35:06AVLÝSING!
Page 34 of 41«‹3233343536›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top