Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Rættvísgeringin

27/01/2023

– við Paulusi, Lutheri, Jóan Jakku á Viðareiði og øðrum sum bakstøði

„Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.“ Rómbrævið 5.1

Hugtakið rættvísgering, so sum Paulus nýtir tað, kemur úr rættarsalinum. Vit, sum vóru ákærd og funnin sek, eru lýst ósek. Lýst ósek, tí Sonur Dómarans tók dóm okkara á Seg. Og ikki bara tað, nei, umframt at lata dómin falla á Son Sín, tilroknar Hann nú okkum rættvísi Sonar Síns. Og úrslitið? Vit, sum áður vóru ákærd og sek, standa nú ílatin rættvísina hjá Syni Dómarans.

Trúbótin var, at Luther og aðrir fingu eyguni upp fyri læruni um rættvísgeringina. Tað var hesin sami sannleikin, sum fekk Wesley at vakna og eisini teir, sum komu til trúgv á døgum Gamla Sloans. Tað var henda læran, tey meintu við, tá ið tey tosaðu um at vera komin út í fult frælsi.

Í sambandi við at 150 ár vóru liðin, síðan langabbi hansara, Jóan Jakku á Viðareiði, var føddur – hevur Jón Helmsdal skrivað eina áhugaverda grein um langabban. Í greinini nevnir hann millum annað, hvussu gripin langabbin var av Rómbrævinum. Jón skrivar:

„Veturin 1905-6 ger Jóan Jakku av at fara upp á skúla hjá brøðrunum við Stein í Havn – tá hevur Jóan Jakku verið 33 ára gamal.

   Hann keypti sær eina bíbliu, meðan hann var í Havn (hon kostaði 22 krónur). Jóan Jakku skal hava sagt, at hann fór beinanvegin at lesa í bíbliuni, og hann slúkti Rómbrævið – sum jú í stóran mun viðger spurningin, rættvísgering við trúgv eina – also ein uppgerð við lógarbundnan kristindóm, sum pápi hansara, Jákup Mikal, hevði stríðst so leingi við.

   Hesin spurningurin sær eisini út til at fylla nógv hjá Jóan Jakku, og tá ið hann seinni sjálvur byrjar at bera orðið fram, so er rættvísgering við trúgv eina, ofta eitt afturvendandi tema.

   Tað er tiltikið, tá ið Jóan Jakku einaferð á møti skuldi lýsa týdningin av at líta fullkomiliga á Jesus Kristus og ikki seg sjálvan.

   Hann nýtti sum mynd, fyrstu ferð hann var til bjarga. Hann var so ræddur fyri, at línan ikki helt, at hann við báðum hondum tvíhelt um línuna fyri ikki at falla. Men tann dagin fekk hann ongan lunda! Tá ið hann næstu dagarnar lærdi at líta heilt og fult á línuna og slepti takinum, kundi hann við leysum hondum fleyga, og tá bar til!

   Her brúkti Jóan Jakku eina mynd úr gerandisdegnum til at lýsa, at tað er Kristus, ið ber okkum, og vit skulu hugsavna okkum um at virka – at tað fáa vit illa, um vit í heilum ivast í, um línan man fara at halda.“

******************

Hesi gomlu høvdu upplivað, hvussu tað var at vera undir lógini og so skilja boðskapin um rættvísgeringina av trúgv eina. Haldi Victor lýsti tað so væl – (nr. 1043 í Nýggju Sangbók Guds Fólks):

Hevur tú strítt undir lógini bundin,

kennir tú hennara svíkjandi troyst:

Enn ert tú komin ov stutt, tað er grundin, 

tí er tín sál ei úr ófriði loyst.

Halt tú bert á, tú skalt sigra umsíðir!

Soleiðis uggaði lógin títt kjøt.

Aldri tó upp runnu ljósari tíðir,

aldri so kom hon, hin hvíla so søt.

Hevur tú kent tá við krossin at lenda,

stýra um brimgarðin inn, inn í havn,

eyguni burt av tær sjálvum at venda,

síggja Guds Son og hans út breidda favn?

Hevur hann peikað tær á sína síðu

og sína hond og sagt: Friður við tær!

Hevur tú lýtt á ta røddina blíðu:

Frælsur tú ert, tí eg lógina bar!

Tá kanst tú siga og siga av sonnum:

Friður er ei í, hvat menniskja kann!

Frelsa hjá syndigum, doyggjandi monnum

er í Guds Soni og trúnni á hann!

Eg minnist, tá ið eg byrjaði at koma á morgunmøti, at tað var ein morgunmøtisangur, sum mær kom at dáma serliga væl – (nr. 168 í Nýggju Sangbók Guds Fólks):

Tú sært ei meg, tú sært ei meg,

men Son tín, Gud, sært tú.

Meg sært tú eina latnan í

hans hvíta rættferðskrúð.

Men um tú sást meg uttan hann,

ei vón var fyri mær,

eg stóð ei, Harri, enn ein dag,

ein tíma fyri tær.

At vera ílatin Hansara hvíta rættferðskrúð, tað er tað, sum vit meina við, tá ið vit tosa um rættvísgeringina.

Nakrir tankar viðvíkjandi rættvísgeringini

  • Onkrar dagar kenni eg meg nær Gudi. Onkrar dagar merki eg einki. Júst líka rættvísur í eygum Guds hóast tað.
  • Onkrar dagar gongur væl andaliga. Onkrar dagar gongur ikki so væl. Júst líka rættvísur í eygum Guds hóast tað.
  • Onkrar dagar haldi eg meg duga væl við onnur. Onkrar dagar ☹. Júst líka rættvísur í eygum Guds hóast tað.
  • Ein dag fari eg at standa framman fyri Gudi lýtaleysur, uttan plett og rukku. Júst líka rættvísur í eygum Guds í dag, sum eg verði tá.
  • Vit kundu einki gera fyri at blíva frelst, og vit kunnu einki gera fyri at missa frelsuna.
Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/01/328005502_702120138239763_2056989040704541937_n.png 392 917 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-01-27 08:30:002023-01-29 09:47:22Rættvísgeringin
Tær dámar møguliga eisini hetta
„Amen, HARRI“ (Jer. 11.5)
Arbeiðið í Antiokia
Lat ikki henda anleidningin fara teg forbí!
Krossurin í jólaevangeliinum – Komin at geva lív Sítt sum loysigjald
Bíbliutektsur til 26.03.2020
Hebron – samband undurfult

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top