Av bókahillini: Ditte menneskebarn – og ein genta, sum æt Isting
Ditte menneskebarn
Skaldsøgan „Ditte menneskebarn“ er ein grípandi og hjartanemandi søga, ið fer fram um aldaskiftið til tjúgundu øld. Høvundurin er danin, Martin Andersen Nexø. Onkur hevur lýst bókina sum afturvendandi søgan um kúgan, neyð og vesaladóm.
Høvuðspersónurin í bókini, Ditte, er fødd inn í torførar umstøður og hevur so at siga bara mótgongd og mótbrekkur. Mamman var ikki gift, tá ið Ditte kom til verðina, og vildi ikki vita av henni. Ditte býr tí hjá ommuni, og tær eru góðar við hvør aðra.
Tá ið mamman giftist nøkur ár seinni, vil hon hava Ditte at koma at búgva hjá sær; men hon er ikki góð við Ditte og er hørð móti henni.
Ditte fær tvey børn uttan fyri hjúnalag, men verður svikin av báðum pápunum. Hon endar í Keypmannahavn, har hon doyr í stórum fátækadømi, bara 25 ára gomul.
Óteljandi kvinnur eru føddar og deyðar undir líknandi umstøðum sum hjá Ditte. Eg haldi, at Elifaz lýsir hetta so væl í Job 4.20-21, har hann sigur um menniskjuni:
„… áðrenn nakar gevur tí gætur, eru tey við alla gingin til grundar. Ja, tjaldtog teirra verður rykt upp …“
Grípandi, hasi orðini: „áðrenn nakar gevur tí gætur“.
Isting Sarmiento
At lesa Ditte menneskebarn minti meg á eina unga gentu á Balabac, Isting at navni. Lagnurnar eru ikki júst tær somu, men har eru nakrir felagsnevnarar. Løgið, ofta er veruleikin syrgiligari, enn skaldskapur er førur fyri at lýsa hann. Hóast Ditte hevði tað sera ringt, so haldi eg, at vit kunnu siga, at Isting mundi hava tað verri.
Vit komu at kenna hana, tá ið hon kom at arbeiða hjá okkum. Hon hjálpti við tí húsliga, so Cathy kundi nýta morgnarnar til at undirvísa børnum okkara.
Ein morgunin, hon kom til arbeiðis, hevði hon blátt eyga og upphovnaða vørr. Vit spurdu, hvat hent hevði. Jú, beiggi hennara hevði bukað hana av. Eg kendi væl beiggjan og fór og spurdi hann, hvat í allari víðu verð hann billaði sær inn. Hann helt upp á, at hann hevði einki skeivt gjørt. Hon hevði gjørt familjuni fyri skommum, tí hon einsamøll hevði fylgst við einum dreingi – og tað hevur tú, eftir Molbog siði, ikki loyvi til. Og harafturat var drongurin, sum hon hevði fylgst við, eitt rekavætti. Hann var fremmandur, nýliga komin til oynna og hevði ringt orð á sær. Vit vóru útlendingarnir, so tað var ikki nógv, vit kundu gera.
Vit fóru í farloyvi stutt eftir hetta, og tá ið vit komu aftur, var Isting gift – ikki við dreinginum, hon hevði fylgst við hin dagin, men einum øðrum fremmandum drongi – einum, sum hevði enn verri orð á sær enn hin fyrri.
Tey fluttu til eina bygd longri suðuri, og vit hoyrdu frá fólki, at maðurin drakk illa og var harðligur við hana. Og so hevði hann til vana at verða burturi í fleiri mánaðir, og eingin visti, hvar hann var. Tað hendi serliga, tá ið hon var við barn, og tað var ofta. Hann hvarv bara og kom ikki aftur í aftur, fyrr enn aftan á, at barnið var føtt.
Nøkur ár gingu, til vit sóu Isting aftur. Eg gloymi ongantíð, hvussu skelkað vit vóru. Hon var bara húð og bein og hevði mist flestu tenninar.
Ein dagin, maðurin var burtur, bleiv Isting sjúk. Mammubeiggi hennara fór eftir hjálp, men tá ið hann kom aftur, var Isting deyð, útslitin, lítið eldri enn Ditte í søguni hjá Martin Andersen Nexø.
Ein glotti í søguni var, at systir Isting tók børnini til sín. Hon og maðurin áttu eingi børn og tóku børnini hjá Isting til sín, sum vóru tey teirra egnu. Men so kom pápin aftur í aftur, tók børnini, rýmdi og kom ongantíð aftur.
Frelsarin Jesus
Høvundurin av Ditte menneskebarn, Martin Andersen Nexø, vildi við bók síni lýsa, hvussu samfelagið sveik tey fátøku og serliga kvinnuna. Og sjálvandi er tað skeivt, tá ið samfelagið ger tað. Trupulleikin er bara, at svarið til sjálvar grundtrupulleikarnar í heiminum er ikki tað, sum nakar av okkum ella samfelagið kann veita, tað er Kristus. Eg meini ikki við religión og alt tað keðiliga, sum kann vera tengt at tí. Og eg meini heldur ikki, at tað er bara at fáa fólk frelst, og so skal alt annað laga seg. Tað, eg meini, er, at tá ið alt kemur til alt, so er tað Kristus, sum er svarið til heimsins stóru neyð.
***
Kristus er svarið til heimsins stóru neyð,
Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara, loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.
„Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.“ Matteus 9.36