Stór er Tín trúfesti

Stór er tín trúfesti, stór er tín trúfesti,
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

Sangurin og minnir frá Zarepta

Vit fara at hugleiða um sangin „Stór er tín trúfesti“. Eg noyðist at viðganga – áðrenn vit hyggja nærri at honum – at mær hevur ikki altíð dámað henda sangin.

Havragreyturin í Zarepta hevur skyldina. Tað var so, at á barnalegunum sungu vit altíð niðurlagið á hesum sanginum, áðrenn vit ótu morgunmat. Og morgunmaturin hvønn morgun var havragreytur. Mær dámdi ikki havragreyt, og úrslitið var, at mær kom at dáma „Stór er tín trúfesti“ líka illa, sum mær dámdi havragreyt.

Nú má eingin lesa ov nógv inn í hetta – eg havi bara gott at bera Zarepta. Og lítið vistu vit børn, hvussu nógv bøn lá aftan fyri allar hasar havragreytarnar og mangt annað, sum gjørdi Zareptalegurnar møguligar. Bygningurin fekk ikki navnið  Zarepta av ongum (1. Kong. 17.8-16).

Seinni fór mær bæði at dáma havragreyt og sangin „Stór er tín trúfesti“. Havragreyturin er góður fyri útvortis menniskjað, og sangurin „Stór er tín trúfesti“ er góður fyri innvortis menniskjað.

Sangurin og skaldið

Maðurin, sum yrkti sangin, var amerikumaðurin Thomas O. Chisholm (1866-1960). Líggjas á Váli týddi sangin til føroyskt.

Eg hoyrdi einaferð ein talara siga frá um Chisholm, at kona hansara – einaferð umstøðurnar ikki vóru so góðar – skeyt upp, at tað hevði gjørt honum gott at skriva ein sang afturat um trúfesti Guds. Talarin segði, at Chisholm so gjørdi, og so endurgav talarin fyrsta ørindið av tí sanginum. Tíverri minnist eg ikki sangin og kann heldur ikki vátta, um søgan er sonn ella ikki. Men meginreglan er, í hvussu er, góð, okkum tørvar aftur og aftur at verða mint á trúfesti Guds.

Chisholm yrkti okkurt um 1200 sangir. Sjálvt um hann dugdi væl at yrkja, so legði hann seg eftir aldri at nýta skaldagávur sínar at vinna sær persónligan heiður. Hann skrivaði: „Eg havi lagt meg eftir í songum mínum altíð at vera sannur ímóti Orðinum og halda meg burtur frá tí grunna og virðisleysa.“

Sangurin og innihaldið

Stór er tín trúfesti, á Gud, mín Faðir,[1]
tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði,
tú ert hin sami, sum áður tú var.

Áhugavert er, hvussu fyltir sangirnir hjá Chisholm eru av Orðinum. Og har er „Stór er tín trúfesti“ eitt gott dømi:

Í hesum fyrsta ørindinum stendur: „tað er ei broytandi skuggi hjá tær.“ Hetta er úr brævi Jákups 1.17:

„Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.“

Í síðstu regluni stendur: „tú ert hin sami, sum áður tú var.“ Hetta er úr Malakiasi 3.6:

„Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups.“

Orðini „stór er tíni trúfesti“ koma ikki færri enn tríggjar ferðir fyri í niðurlagnum. Og so eru tað orðini „nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær“. Hesar orðingarnar koma allar úr Sorgarsongunum 3.21-23:

„Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.“

Chisholm grundaði ikki trúfesti Guds á tað, sum hendi honum á leiðini, men heldur á tað, sum Gud sigur í Orði Sínum. Jú, vit uppliva aftur og aftur trúfesti Hansara ímóti okkum, men vit uppliva eisini løtur, har vit ikki skilja tað, sum hendir okkum. Og tað er ikki so løgið. Vit hava jú ikki enn sæð heildarmyndina. Okkum tørvar at síggja trúfesti Guds – ikki í tí, sum hendir okkum – men í tí, sum Gud sigur í Orði Sínum.

Summarið, veturin, várið og heystið,
sólin og mánin og stjørnurnar við,
náttúran eisini prógvar hitt sama:
Gud er í trúfesti við vára lið.

Øll syndin goldin er – frelsunnargleðin
fremur í hjarta ein lovsong til tín,
styrki og vón fyri nútíð og framtíð,
náði og signingar flóta til mín.

***

Vit enda við nøkrum versum um trúfesti Guds:

„Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.“ Fyrra Korintbræv 1.9

„… Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; …“ Fyrra Korintbræv 10.13

„Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við!“ Fyrra Tessalonikabræv 5.24

„Men trúfastur er Harrin – Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er.“ Seinna Tessalonikabræv 3.3

„Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!“ Hebrearabrævið 10.23

„Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 1.9


[1] Nr. 18 í NSGF