Tag Archive for: Jógvan Júst Rasmussen

Les Misérable – Berið hvør annars byrðar

„Les Misérable“ man vera ein av teimum kendastu skaldsøgunum, ið nakrantíð er skrivað. Høvundurin var fraklendingurin Victor Hugo. Sprotin kemur við hesum uppskotum um, hvussu vit kunnu umseta franska heitið „Les Misérable“: Neyðardýrini, armingarnir, stakklarnir, olmussudýrini, vanlukkudýrini, fátækadýrini, vesalingarnir. Vit skilja týdningin.

Eg haldi, at tað, sum ofta ger skaldsøgur klassikarar, er, at tær so ella so avspegla ein longsul, sum Gud hevur lagt niður í okkum. Vit kenna bæði okkum sjálv, og tað vit leingjast eftir, aftur í søguni.  Hetta er, í hvussu er, satt um „Les Misérable“. 

Í mong ár hevði eg tað til fastan vana hvørt heyst, frá oktober og fram móti jólum, at lesa ella lurta eftir bókini. Onkuntíð eftir allari bókini, onkuntíð eftir eini styttri útgávu ella bara einum broti úr henni. Og onkuntíð hugdi eg eftir sangleikum ella filmum, ið bygdu á søguna. – Eg veit ikki, tað er bara okkurt við tíðini um heystið og góðum bókum. Løgið, tí hesi árini, eg hevði tað til vana at lesa ella lurta eftir „Les Misérable“, búðu vit í tropunum, og har er ikki sami munur á árstíðunum. Helst er bara okkurt heystligt hasa tíðina á árinum, sama hvar á klótuni, tú ert.

Mangt og hvat er í „Les Misérable“, sum eg kundi trivið í. Hugsaði at hugleiða eitt sindur um, tá ið Valjean – tað er høvuðspersónurin í bókini – bjargaði illa løstaða unglinginum Mariusi og bar hann allan vegin heim. 

Tað, sum hendi, var, at Marius, sum var væl við fosturdóttur Valjean, Cosette, hevði verið við í einari miseydnaðari uppreistrarroynd móti fronsku stjórnini og var nú illa særdur og visti ikki til sín. Orsøkin til, at Valjean var har og kundi bjarga honum, var, at hann hevði fingið frænir av tí, sum fór at henda, og hugsaði, at tað fór at enda galið. Tað løgna var, at Valjean dámdi als ikki Marius. Cosett var alt, sum Valjean hevði her í lívinum, og hann óttaðist fyri, at blivu tað hon Marius, so fór hann at missa hana við alla. Og tó, nú hann hoyrdu um tað, sum Marius hevði fløkt seg inn í, tók hann um endan, og tá ið Marius varð særdur, bar hann hann langa teinin heim. 

Marius var so illa fyri, at tað var ivasamt, um hann fór at yvirliva. Hann mátti koma undir læknahjálp alt fyri eitt. Valjean mátti bera Marius gjøgnum eina av myrku, skitnu kloakkunum undir Paris, so teir ikki vórðu sæddir. 

„Les Misérable“ er ein long bók. Og parturin, har Valjean ber Marius gjøgnum kloakkirnar, er mestsum ein bók í bókini. Parturin lýsir longu, myrku og skitnu kloakkirnar, og hvussu torført tað var at bera ein persón ígjøgnum tær, ja næstan ómenniskjaligt. 

Marius visti ikki til sín. At bera hann var sum at bera eitt lík. Har var myrkt og ótespiligt. Onkuntíð kendist eingin botnur, og hann misti fótafestið. Onkuntíð var hann upp undir miðju av berum skarni. Og tað var ikki alt. Hann visti, at tá ið teir komu út úr kloakkini var møguleikin rættiliga stórur, at løgreglan var har og við henni ein strangur dómur. Tað hevði verið so lætt at slept byrðuni og sloppið sær til rýmingar. Men soleiðis var Valjean ikki, hann bar Marius allan vegin heim.

***

Skriftirnar siga nógv um at bera onnur. Frelsari okkara hevur borið okkum, ber okkum og fer at bera okkum, og tað er skylda okkara at gera tað sama við onnur:

  • „Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann.“  Esaias 40.11
  • „Um Benjamin segði hann: „Hin elskaði HARRANS er hann … hann hvílir millum herðar Hansara!“ 5. Mósebók 33.12
  • „Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar.“ Lukas 15.5
  • „Tað er manninum gott, at hann ber ok í ungdóminum, 

at hann situr eina og tigur, táið Hann leggur byrðar á hann,“ Sorgarsongirnir 3.27-28

  • „Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“ Matteus 11.30
  • „Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!“ Galatiabrævið 6.2

Ikki so ringt at skilja og tó so lætt at gloyma – og koma við undanførslum. Vit liva jú í einum heimi, har størri og størri dentur verður lagdur á okkara egnu vælferð. Vanliga hugsanin er ofta, at gerst byrðan ov tung, ja, so slepp henni. Hví – fyri at nýta myndina úr „Les Misérable“ – ganga við tungari byrðu í myrkari evju, serliga tá ið tú ikki orkar meira.

Paulus sat í myrkum, køldum, vátum fangaholi við einum deyðadómi hangandi yvir sær. Undir hesum umstøðunum skrivar hann til Timoteus (2. Tim. 2.1): 

„So verð tá tú, barn mítt, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!“

Vit kenna okkum ofta sum „Les Misérable“ umgird av øðrum „misérable“. Skula vit gera mun og bera byrðar, mugu vit taka 2. Tim. 2.1 í álvara.  Tað er handa náðin, sum ger allan munin.

Gudsótti og „Feðgar á ferð“

Ein trúboðari á Filipsoyggjunum segði mær frá vinfólkum í USA, sum vóru í einum bókaklubba, har tey lósu hundrað bøkur úr hvør sínum landi. Tey høvdu júst lisið eina bók úr Føroyum, ið nevndist „The Old Man and His Son“ ella á føroyskum „Feðgar á ferð“.

Á fínum máli er „Feðgar á ferð“ ein tragikomedia um ein gamlan pápa og yngsta son hansara. Pápin er bundin av øllum tí gamla og siðbundna, og sonurin er heimføðisligur, smæðin og kanska ikki tað, ein vildi kallað gløggur.

Teir eru margháttligir, feðgarnir báðir – og tó. Eg haldi, teir hava nakað at læra okkum, nakað, sum mong okkara møguliga ongantíð rættiligahava fingið fatur á. Eg hugsi her um tann stilla, einfalda gudsóttan, sum eyðkendi gamla føroyingin.

Danski bíbliulærarin, Poul Madsen, segði einaferð, at sera stutt er millum „frihed“ og „frækhed“. Tað er so lætt at fara yvir um mark og kalla taðfrælsi, ið ikki er annað enn frekleiki. Tað, eg meini, er, at vit eru framlig, tá ið tað kemur til tað andaliga, duga ikki fólkaskikk – og so als ikki at vísa gudsótta.

Nógv er í bókini, sum eg kundi trivið í, men hugsaði bert at hyggja at partinum, har Lias Berint doyr. Lias Berint var javnaldri Ketils og var júst fluttur inn til teirra at búgva. Ein dagin feðgarnir og Lias Berint eru á veg til hús – eftir at hava verið í grannabygdini – og koma gangandi gjøgnum fjøruna, er Lias Berint so óheppin, at hann dettur og doyr av fallinum. Feðgarnir fáa drigið hann nakað niðan frá og leggja hann í bakskutin á einum báti, sum stóð í einum neysti. 

Her er eitt brot úr bókini:

„Vit kundu gingið upp hús,“ helt Ketil, „men tað ber ikki til at leggja líkið mannleyst burtur í óbygdum her í nátt.“ … 

So fóru teir undir at gera sær ból í forskutinum, fyltu hálm undir og á og løgdu seg við frið … Kálvur lá og slotaði. Hvørja ferð hann hoyrdi okkurt fjasa, spurdi hann pápa sín, hvat tað var. Gamli bað hann tiga 

„Befalla teg í Harrans hendur og legg teg at sova“ … 

Teir práta og Kálvur spyr pápan: 

„Mundi hann (Lias Berint) ikki smæðast, tá ið hann kom til himmiríkis, har er so fínt og so nógv fremmandafólk?“

Kálvur gremur seg fyri pápanum, at fólk arga hann so illa, og spyr:

„Pápin, er tað sannheit, at eg eri býttur?“ Og Ketil svarar „Einki er tú býttur. Halt teg til Várharra, so er tú klókur fyri teg.“

Mundi hann ikki smæðast, tá ið hann kom til himmiríkis

Vit smílast, tá ið vit lesa hetta, Kálvur er bara so ómetaliga heimføðisligur. Men á ein hátt hevur hann rætt, Himmalin er alt ov fínur til okkara. Møguliga er smædni hansara nærri tí, Skriftin lærir, enn ofta alt ov framligi hugburður okkara. Eg haldi, at hesi versini, stuðla tí, eg royni at siga:

  • Job 42.5-6:

„Einki uttan tað, ið tíðindini søgdu, hevði eg hoyrt um Teg; men nú hevur eyga mítt sæð Teg. 

Eg taki tí alt aftur og angri í dusti og øsku!“

  • Esaias 6.5:

„Tá segði eg [Esaias]: Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum – og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!“ 

  • Lukas 5.8:

„Táið nú Símun Pætur sá hetta, fall hann niður fyri knøum Jesusar og segði: „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“ 

  • Opinberingin 1.17:

„Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara.“ 

Hetta segði Jóhannes – sum hevði hallað sær at brósti Jesusar við kvøldmáltíðina – um tað, sum hendi á Patmos.

Halt teg til Várharra, so er tú klókur fyri teg

Ketil skilti, hvar sannur klókskapur var at finna; hann er at finna við at halda seg nær Harranum. Sálomo kongur segði tað sama (Orðt. 1.7):

„At óttast HARRAN er upphav kunnskapar; dárar vanvirða vísdóm og tykt.“

Og so kunnu vit kanska enda við Jeremias 9.24: 

„Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg, … Tí tað toknast Mær – sigur HARRIN.“

Náði Guds – og tornir og rullistólar

Hugdi at eini dokumentarsending um tað, sum á enskum kallast „the Prosperity Gospel“ og á gerandismáli herligheits evangeliið. Áhugaverd sending.

   Hesi prædika, at um trúgvin er nóg stór (og gávurnar, sum sendar verða teimum sum prædika), ja, so verður úrslitið jaligt, og tú fært tað, sum tú heldur, at tær tørvar, verið tað góða heilsu, góðar fíggjarumstøður o.s.fr.

   Flestu okkara rista bara við høvdinum, tá ið vit hoyra slíkt. Vit halda okkum kenna Skriftina ov væl til at falla fyri slíkum. Eg veit ikki – kanska er hatta, tey prædika, júst tað, sum mong okkara innast inni trúgva.

Eg og tú og vælferð okkara

Um vit eru ærlig, so halda vit ofta innast inni, at høvdu vit gjørt alt, so sum tað eigur at verða gjørt, so hevði lívið lagað seg øðrvísi.

   Hjá onkrum merkir hetta, at um trúgvin var, sum hon skuldi havt verið, so hevði hjúnabandið verið øðrvísi. Onkur annar heldur, at so høvdu umstøðurnar við børnunum verið øðrvísi. Ein triði heldur, at so var heilsan betri og ein fjórði, at fíggjarligu umstøðurnar høvdu verið betri. Listin er óendaligur.

Og aftursvarini, tá ið tað ikki er, sum vit halda, tað skuldi verið, eru óendalig.

   Onkur verður óður inn á Gud ella sær vónbrotið sum prógv um, at eingin Gud er. Onkur sær tað sum prógv um, hvussu illa skikkað, tey eru at tora at kalla seg trúgvandi. Onkur sær tað sum revsing frá Gudi.

   Tað syrgiliga við øllum hesum er, at vit skilja ikki, hvussu sjálvsøkið tað veruliga er at halda, at vit sum trúgvandi hava rætt til at verða spard fyri tað, sum restin av mannaættini ikki verður spard fyri. Vit hava ongan rætt at halda, at hava vit bara nóg nógva trúgv, so sleppa vit undan tí, sum onnur ikki sleppa undan.

   Hugsaði at nevna tveir persónar, sum eg haldi hava okkurt at læra okkum hesum viðvíkjandi. Annan finna vit í Bíbliuni, hin í Kalifornia. Tann í Bíbliuni eitur Paulus, tann í Kalifornia eitur Joni Eareckson Tada.

   Vit kenna øll Paulus. Joni er eisini væl kend, men sjálvand ikki líka væl sum Paulus. Hon hevur sitið í rullistóli, síðani hon breyt ryggin í einari svimjivanlukku í 1967. – Eg kundi óivað nýtt onkran føroying sum dømi, heldur enn Joni, men ofta er lættari at nýta útlendsk dømir. Vit kenna jú hvør annan so væl, og tað er so lætt at verða misskiltur.

Paulus og tornir

Seinna Korintbræv 12.7-10:

„Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.

At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.

Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.

Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.“

Vit vita ikki hvønn torn, talan er um, vit vita bara, at hann hevur verið pínufullur og tungur. Paulus kallaði hann „eingil Satans“, sum var komin fyri at sláa seg. Paulus bað Harran tríggjar ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Orðingin „tríggjar ferðir“ merkir møguliga, at hann bað Harran fleiri ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Men svarið var nei. Ístaðin fekk hann at vita (v. 9):

„… Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika. …“

Paulus hevði livað leingi við torninum, tá ið hann fortelur um hann í Seinna Korintbrævi. Við øllum royndunum, sum tornurin hevði givið honum, kundi hann nú siga, at hann rósti sær helst av veikleika sínum. Hann gjørdi tað „fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær“. Hann hevði upplivað, hvussu tornurin var lykilin til náðina.

Joni og rullistólar

Joni Eareckson Tada sigur frá, at nakað eftir, at hon breyt ryggin, tók onkur hana við sær á møti hjá einum kendum grøðaraprædikara. Kanska kundi hon verða grødd; men nei, hon fór á møti í rullistóli, og hon fór heim aftur í rullistóli.

   Hon sigur, at hon gloymir ongantíð tey mongu í hennara støðu, har tey sótu í rullistóli aftan á møtið og bíðaðu eftir lyftini. Tey vóru komin á møtið í tí vón at verða grødd, men fóru heim aftur í sama standi, sum tey komu.

   Sum hugt verður aftur á øll hesi ár, ið Joni hevur sitið í rullistóli, so er tað eyðsæð, at Harrin – eins og Hann nýtti tornin at vísa Paulusi náði Sína – hevur nýtt rullistólin hjá Joni at vísa óteljandi fólkum kraft Sína. Tað hevði ikki borið til, um Joni hevði verið frísk.

   Hvør er tín tornur, tín rullistólur? Duga vit at knýta tað at náði Guds? Tað er bíbilskt at gera tað.

Evangeliið – so einfalt, og tó so lætt at misskilja

Minnist eina ungdómslegu á Zarepta, at vit fóru út á Mykineshólm. Ein heingibrúgv var yvir til hólmin. Páll Poulsen var leiðari fyri Zarepta tá, og meira enn eina ferð havi eg hoyrt hann nýtt heingibrúnna, sum dømi um trúgv. Í okkara eygum sá brúgvin ikki út av nógvum, men hon helt. Páll segði, at trúgv hansara á brúnna var ikki serliga sterk, men tað var brúgvin.

Gott, tá ið brúgvin er sterk, ikki so gott, tá ið hon ikki er tað. Havi hoyrt, at Halldor Olafsson, sáli, segði einaferð: 

„Tað nyttar tær ikki at hava eina sterka trúgv á eina rotna brúgv. Tí so fara bæði tú, trúgvin og brúgvin í havið.“

Eru vit ærlig, mugu vit viðganga, at ofta hava vit gjørt okkum sek í júst hesum, at vit heingja okkum meira í at trúgva enn Hann, sum trúgvin snýr seg um. Vit heingja okkum meira í tað, sum vit hava gjørt, enn tað, sum Hann hevur gjørt.

Tá ið vit hugsa um frelsuna, verður denturin kanska meira lagdur á avgerðina, sum vit tóku, tá ið vit komu til trúgv, heldur enn á Kristus sjálvan – á, at vit takkaðu fyri frelsuna.  

   Ikki misskilja meg. Eg veit, at tað kann vera gott at minnast slíkar hendingar, at tær kunnu vera minnisvarðar at styrkja okkum á leiðini. 

   Vit mugu bara vera varin ikki at grunda frelsuna á nakað, vit hava gjørt. Frelsan skal vera grundað á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt, at Hann tók syndir okkara á Seg. Hon má ikki vera grundað á tað, at vit tóku eina avgerð, at vit bóðu Harran koma inn í hjørtu okkara, ella hvat tað nú kann vera. 

Hetta, eg nú sigi, ljóðar møguliga í so avgjørt, men tað er vert at taka til eftirtektar: 

Vit hava ongan rætt at døma fólk, sum grunda frelsuna á dópin, tá ið vit sjálv grunda hana á at hava biðið Jesus koma inn í lív okkara.

Báðar hasar grundirnar eru skeivar, tí tær botna báðar í tað, sum vit hava gjørt, ikki í tað, sum Kristus hevur gjørt.

Mong, sum ikki minnast, nær tey komu til trúgv, høvdu viljað, at tey kundu havt okkurt upplivilsi, okkurt, tey kundu hugt aftur á og sagt, at tá og tá bleiv eg frelst ella frelstur. 

   Eg minnist, hvussu ofta eg sum smádrongur bað Jesus koma inn í hjartað. Vildi bara binda um heilan fingur, bara í fall. Eg var nokk umskiltur, var bara eitt smábarn og visti ikki betur; men kortini. Hasin hugburðurin vísir, hvat hendir, tá ið vit grunda frelsuna á nakað, sum vit hava gjørt ella eiga at gera, heldur enn á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt. 

   Tað, sum vit eiga at gera, tá ið ivin kemur inn, er ikki at fara aftur til løtuna, tá ið vit halda, at vit komu til trúgv, og spyrja, um vit gjørdu tað rætta; nei, vit skulu fara aftur til Golgata og spyrja, um Kristus gjørdi tað rætta. At hvíla í hasum er at hvíla á sannari frelsugrund. Frelsan hvílir jú ikki á nøkrum, sum vit hava gjørt, men á Honum og tí, sum Hann hevur gjørt.

Gott at minnast, at evangeliið snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum Gud fer at gera fyri okkum, um vit verða frelst, men um tað, sum Hann longu hevur gjørt fyri okkum. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum fer at henda í hjørtum okkara, um Hann kemur inn, men um tað, sum hendi úti á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er ikki, at vit siga gott fyri tað, sum Jesus gjørdi á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er, at Gud segði gott fyri tað. Tá ið Gud góðtekur tað, kunna vit hvíla, sakin er avgreidd.

Eg hoyrdi einaferð ein talara lýsa hetta við trúnni og frelsuni á henda hátt: 

„Hugsa tær fyrstu páskirnar. Harrin hevur sagt, at fólkið skal smyrja blóðið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar, og tveir grannar standa og práta um hetta, sum Harrin hevur sagt. Tann eini er heldur bangin og sigur: „Vit hava dripið lambið og smurt blóðið, men eg veit ikki, eri bara so bangin.“ Hin flennir, klappar honum á herðarnar og sigur: „Roks í teg, har er einki at vera bangin fyri.“ Hin spyr: „Men tit hava einki páskalamb, og har er einki blóð smurt á trænum yvir durunum og durastavunum hjá tykkum?“ Hin ristir bara við høvdinum og sigur: „Nei, tað síggi eg onga grund at gera, eg havi líka nógva trúgv, sum tit, og tað er jú tað, sum telur.““

Og so spurdi talarin: „Hvør teirra, halda tit, varð bjargaður undan oyðaranum?“ Vit vita svarið. 

Við øllum hinum heiløgu – Efesusbrævið 3.18

„… við øllum hinum heiløgu …“

Hetta er ein orðing, sum mær altíð hevur dámað – og sum eg eisini ofta havi kent meg raktan av. Mær dámar hana, tí eg veit av persónligum royndum, hvussu nógv mær tørvar onnur trúgvandi; eg kenni meg raktan av henni, tí eg veit av persónligum royndum, hvussu væl mær dámar bara at vera fyri meg sjálvan.

   Tað andaliga lívið snýr seg ikki um Gud og meg, men um Gud og okkum. Jú, vit eiga at liva í eini javnvág millum tíð einsamøll við Gudi og tíð saman við øðrum. Men vit mugu eisini minnast, at tað er eins ómøguligt at liva tað andaliga lívið, um vit hava kvett sambandið við onnur trúgvandi, sum tað hevði verið at gjørt tað, um vit høvdu kvett sambandið við Gud.

Við øllum hinum heiløgu

Orðini eru partur av eini bøn (Ef. 3.14-19). Latið okkum – fyri samanhangið – hyggja at bønini og síðan orðunum „við øllum hinum heiløgu“.

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum

 frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt 

at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara,

at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,

so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,

og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.“ Efesusbrævið 3.14-19

Paulus biður, at tey, hann skrivar til, (og eisini vit), skulu styrkjast við kraft í innvortis menniskjanum. Tá ið tað hendir, fær Kristus alt at siga í hjørtum okkara; vit vera rótfest og grundfest í kærleika og vera við øllum hinum heiløgu ment at fata og kenna, hvussu stórur kærleiki Hansara er.

 

Paulus miðar høgt. Og hann ger tað, tí hann veit, at hatta er hæddin, sum Gud miðaði eftir, tá ið Hann frelsti okkum.

Við øllum hinum heiløgu

Paulus veit, at skal henda bønin verða svarað, mugu vit fyrst skilja, at øll vit, sum hava sett okkara álit á Kristus, eru eitt, at vit saman eru partur av nýggja skapanarverki Guds, likami Kristusar, samkomuni. At vera partur av henni merkir, at vit skilja, hvussu nógv okkum tørvar hvør annan. 

   Eingin okkara fer at náa hæddina, Hann vil, at vit skulu náa, um vit ikki fyrst skilja, at vit eru partur av samkomu Hansara.

   Einabúgvar ella tey, sum læsa seg inni í klostrum, koma ongantíð at kenna Kristus so væl sum tey, sum umgirða seg við øðrum trúgvandi, serliga teimum, ið ikki eru júst sum tey. Hetta er jú umhvørvið, har Gud kann fylla okkum við allari fylling Síni.

Tað er hetta, sum alt Efesusbrævið snýr seg um. 10. vers í 1. kapitli sigur, at Gud er í dag í ferð við at:

„savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er.“ 

Í kapittul tvey nevnir hann fíggindskapin, sum var millum jødan og heidningin. Kristus tók hann burtur, tá ið Hann á krossinum (2.14) gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin,“

   Hann lýsir hetta enn nágreiniligari í triðja kapitli (v. 10), har hann tosar um margfalda vísdóm Guds við samkomuni.   

   Tá ið vit so koma til seinnu helvt av brævinum, vísir hann, hvussu gerandisdagur okkara eigur at lýsa hetta sama. Áminningin er (Ef. 4.1-3): 

„… at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við, 

við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað 

og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:“

Kærleiki Hansara kemur til kennar í kærleika okkara hvør til annan. Og tí er tað, at tað er saman „við øllum hinum heiløgu“, at vit kunna uppliva,hvat tað andaliga lívið veruliga snýr seg um.

Við øllum hinum heiløgu

Mær dámar so væl, at hasi orðini eru partur av eini bøn og ikki eini áminning. Var tað ein áminning, hevði tað verið so lætt bara at melda pass, alt ov høgt. At tað er partur av eini bøn, merkir, at tað snýr seg ikki um, hvat vit megna, men hvat Hann megnar. Tað dámar mær betur.

Radikal og fundamentalistisk á ein bíbilskan hátt

Orðini á italskum

„so tit, rótfest og grundfest í kærleika, …“ Efesusbrævið 3.18

Eg eri ikki nær námindis, har eg hevði viljað verið komin, tá ið tað kemur til at duga italskt. Og tó, hugaligt at vera komin so langt, sum eg nú einaferð eri komin. Á italskum eru orðini rótfest og grundfest í Efesusbrævinum 3.18 „radicati“ og „fondati“. 

Orðið „radicati“ er í ætt við máliskuna „radikalur“, og „fondati“ er í ætt við máliskuna „fundament“ og „fundamentalistiskur“.

Kava vit eitt sindur longri, finna vit, at hugtakið radikalur kemur av orðinum „radis“, sum merkir rót. Vit kenna orðið radisur, røtur. At vera radikalur er at vera tengdur at rótini. Gevur meining, at italska umsetingin sigur „radicati“, har føroyska sigur „rótfest“. 

Hugtakið at vera fundamentalur er enn lættari. Tað kemur jú frá orðinum fundament. At vera fundamentalur er at vera tengdur at fundamentinum ella grundini. Gevur meining, at italska umsetingin sigur „fondati,“ har føroyska umsetingin sigur „grundfest“. 

Orðini útløgd

Sjálvandi hevði tað verið skeivt at sagt, at hasi bæði italsku orðini merkja radikalur og fundamentalistiskur. Bara tað, at orð hava sama uppruna og form, merkir jú ikki, at tey merkja tað sama. Tá ið fólk hoyra hasi orðini í dag, er tað ofta myndin av løgna, víðgongda og ofta vandamikla persóninum, sum kemur teimum í huga. Og sjálvandi er tað jú ikki myndin, sum Paulus hevur í huga, tá ið hann tosar um at vera rótfest og grundfest.

Tá ið tað er sagt, so haldi eg kortini, at tað liggur nakað í hasum orðunum, sum vit møguliga hava lyndi at gloyma. Tá ið trúgvandi eru fast knýtt at rótini og grundini, so verður tað nakað „radikalt“ og „fundamentalistiskt“ við teimum. Tey verða avgjørd á ein hátt, sum mongum ikki dámar.

Stórur munur er á at vera rótfestur og grundfestur og bara í eitt størri ella minni mál at vera ávirkaður av kristna umhvørvinum. Tað fyrra er bíbilskt, hitt ikki.

Orðini og Efesusbrævið

So aftur til Efesusbrævið 3.18:

„so tit, rótfest og grundfest í kærleika, …“

Paulus tosar um at vera rótfestur og grundfestur í kærleika. Ikki í køldum lærusetningum, men kærleika. Lærusetningar stoyta ofta frá sær, kærleikin er beint tað mótsetta. Kærleikin, sum hann tosar um her, er ikki ullintur, sukurdryppandi kærleiki, men kærleiki, sum ger mun.Kærleiki, sum er rótfestur og grundfestur í øllum tí, sum Efesusbrævið snýr seg um.

Kærleikin í Efesusbrævinum 1:

  • „… í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, …“ 1.5
  • „Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heiløgu,“ 1.15

Kærleikin í Efesusbrævinum 2:

  • „… fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við, … gjørt okkum livandi …“ 2.4-5

Kærleikin í Efesusbrævinum 3:

  • „so tit, rótfest og grundfest í kærleika, …“ 3.18
  • „og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.“ 3.19

Og hetta er samanhangið. At fáa eyguni upp fyri kærleika Guds og gerast gripin av honum. Tað er tað, sum tað merkir at vera rótfestur og grundfestur í ongum minni enn kærleika Guds.

Efesusbrævið endar við orðunum: 

„Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!“ 6.24

Rótfest og grundfest í kærleika. Vert at grunda á.

Støða og standur

„Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi,“ Efesusbrævið 1.3

„Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu

– til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum,“ Fyrra bræv Pæturs 1.3-4

Eg var í einum fátækrabýlingi í Manila, umgirdur av fátækdømi so ræðuligum, at tú skalt hava sæð tað fyri at trúgva tí. Allir føroyingar eru millióningar í eygum teirra, sum búgva undir slíkum umstøðum. Av einari ella aðrari orsøk hevði eg ikki eitt reytt oyra uppi á mær, og tankin kom til mín: „Løgið, beint nú eri eg líka fátækur sum fátækasta menniskja rundan um meg.“ Sjálvandi var eg ikki tað. Vit rokna jú ikki, hvussu rík ella fátæk, vit eru, í ljósinum av, hvussu nógvar pengar, vit hava í lummanum. Sjálvandi ikki – og tó, andaliga, er hatta ikki júst tað, vit ofta gera? 

Tað, vit hava standandi inni 

Paulus sigur, at vit eru signað við øll andaligum signingum. Og Pætur sigur um arv okkara, at hann er óforgeingiligur, ódálkaður og ófølnandi. Her ber ikki til at fara á húsagang. Havi hoyrt onkran sagt, at Gud hevur sett okkum so høgt, at einasti mátin, hann hevði kunnað sett okkum hægri, hevði verið við at innlimað okkum í tríeindina, og tað ber jú ikki til. Við øðrum orðum – tað ber Honum ikki til at seta okkum hægri og díkja okkum undir við meira signingum, enn Hann longur hevur.

Tað, sum ofta ger tað torført hjá okkum at virðismeta hetta, er, at signingarnar ella arvurin, vit her tosa um, eru andaligar, ikki tímiligar. Vit duga ikki á at skyna, hvar størra virðið er. Tað er, sum tá ið eitt lítið barn velur sleikipinnin heldur enn Visakortið við óavmarkaðari upphædd.

Ein kendur bíbliulærari, sum æt Lewis Sperry Chafer, segði: „Í náði Síni bjóðar Gud okkum signingar, sum aldri kunnu broytast, og sum eru til øll. Tað ber ikki til at mála, hvussu stórar hesar signingarnar eru, tí tær eru í tráð við tað, sum eingin minni enn Gud sjálvur – Hann, sum jú er óavmarkaður, vil í ómálda kærleika Sínum geva okkum.

Aftur til handa dagin í fátækrabýlinginum í Manila. At eg ongar pengar hevði uppi á mær, merkti ikki, at eg var líka fátækur, sum tey rundan um meg. Tað er tað sama við okkum. Hoyra vit Kristusi til, kunnu vit ikki vera fátæk, sama hvussu umstøðurnar síggja út.

Tað, vit hava uppi á okkum

Eitt er at siga, at vit eru signað við allari andaligari signing, annað er at føra tað út í lívið. Trý orð í Rómbrævinum 6. kapitli, haldi eg, kunnu hjálpa okkum at liva tað, vit hava fingið.

Orðini eru: at vita (vers 6), at rokna (vers 11) og at bjóða fram (vers 13). Harrin vil, at vit skulu vita, hvør støða okkara er í Kristusi. Hann vil, at vit skulu rokna við henni sum einum veruleika. Og Hann vil, at vit í ljósinum av tí, bjóða Gud fram likam okkara sum vápn rættvísinnar. Við øðrum orðum – vit kunna taka andaligu signingar okkara við okkum út í lívið, tá ið vit vita, hvør støða okkara er, roknað í ljósinum av hesum veruleikanum og bjóða Gudi likam okkara. Hetta er at liva í ljósinum av, at vit eru signað við allari andaligari signing í hinum himmalska.

Ikki at liva í ljósinum av, hvørji vit eru, merkir ikki, at vit missa signingarnar, vit fáa bara ikki notið tær. Vit hava tær ikki uppi á okkum, um mann so kann siga. 

Vit kunna taka burturvilsta sonin sum dømi. Uttan mun til, hvussu leingi hann var millum svínini, so bleiv hann ongantíð eitt svín. 

Onkur hevur sagt: Sonurin bleiv ongantíð eitt svín, um hann ikki kom heim, men gøðingarkálvurin hevði blivið ein kúgv. Og sonurin hevði ongantíð notið slaktaða gøðingarkálvin saman við sínum heima.

Hugleiðingar um Fiskaveiðu Pæturs

Gørn, bátar og Pætur

Sat og las um fiskaveiðu Pæturs – Lukas 5.1-11 – og varð gripin av, hvussu ónýtilig vit og amboð okkara ofta eru Jesusi. Vit lesa um gørn, sum skrædnaðu, tí tey vóru óhóskandi til Jesus. Vit lesa um bátar, sum mundu sokkið, tí teir vóru óhóskandi til Jesus. Og at døma eftir, hvussu tað gekkPæturi handa dagin í Lukas 5, so hóskaðu hann og Jesus ikki so væl saman. – Tíbetur er hatta ikki øll søgan. 

Hasin dagurin í Lukas 5 byrjaði illa. Teir høvdu roynt alla náttini og einki fingið. Jesus biður Pætur og hinar fiskimenninar seta gørnini út einaferð afturat, og vit vita, hvat hendi. 

Tú skuldi hildið, at Pætur var glaður og vildi hava Jesus við hvønn dag, men so var ikki. Pætur skilti, at hann var ov syndafullur at vera nær námind Jesusi, at hann var ikki skikkaður at vera saman við so heiløgum manni. Tí segði hann (Luk. 5.8): „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“

Tíbetur snýr hendingin seg fyrst og fremst ikki um óhóskandi gørn, óhóskandi bátar og óhóskandi fólk; men um Hann, sum er serkønur í at gera tað ónýtiliga nýtiligt.

Gørnini

Ætlaði at koma við nøkrum hugleiðingum afturat um gørn, bátar og Pætur. Men eftir at eg byrjaði at skriva um gørnini, sá eg, at her fór at ikki verða pláss til øll trý, so vit avmarka okkum til gørnini.

Gørnini brúkt

Evangelistarnir siga um gørnini, at tey vórðu sett út (Luk. 5.4; Jóh. 21.6), skrædnaðu (Luk. 5.6), vórðu drigin (Jóh. 21.6) bøtt (Matt. 4.21; Mark. 1.19) og skolað (Luk. 5.2). Har er nógv at taka av. Hugsi um tað at verða settur út sum garnið og so drigin, skræddur, bøttur og skolaður. Er hatta ikki júst tað, sum tað á mangan hátt merkir at tæna Harranum?

Gørnini bøtt

Matteus og Markus siga, at gørnini vórðu bøtt (Matt. 4.21 Mark. 1.19). Hatta er eitt ríkt orð „at bøta“. Paulus nýtir tað í Fyrra Tessalonikabrævi 3.10, har hann tosar um at „bøta um tað, sum fattast í trúgv tykkara.“ Orðið er eisini nýtt í Galatiabrævinum 6.1. Har er tað umsett at hjálpa øðrum til rættis. Í Efesusbrævinum 4.12 er tað umsett at gera onnur fullkomin. Í Lukas 6.40 er tað umsett at vera fulllærdur. Í Rómbrævinum 9.22 er tað umsett at vera til reiðar. Í Hebrearabrævinum 11.3 er tað umsett at vera skaptur. Orðið er umsett fult í Fyrra Korintbrævi 1.10 – samanhangið er „fult sameind“. Stundum er tað umsett fullkomin. Hebrearabrævið 13.21 sigur: „Hann geri tykkum fullkomin …“ Seinna Korintbræv 13.11 sigur: „… verðið fullkomnir …“, og Fyrra bræv Pæturs 5.10 sigur: „… Hann skal fullkoma … tykkum …“

Tað er høpisleyst at nýta gørn og ikki bøta tey. Á sama hátt er tað skilaleyst ikki at bøta okkum. Eitt er heilt vist, vit skrædna ofta.

Tvær fiskaveiður

Lukas 5.1-11 og Jóhannes 21.1-11

Tað fiskaveiðurnar hava í felag:

  • Serligur dentur verður lagdur á Pætur.
  • Teir hava roynt alla náttina og einki fingið.
  • Teir fáa nógv, tá ið Jesus kemur uppí.

„… skildir frá Mær kunnu tit einki gera.“ Jóhannes 15.5

Tað fiskaveiðurnar ikki hava í felag:

  • Í Lukas 5 skrædnaðu gørnini, ikki í Jóhannes 21.
  • Í Lukas 5 mundu bátarnir sokkið, ikki í Jóhannes 21.
  • Í Lukas 5 biður Pætur Jesus fara frá sær. Í Jóhannes 21 fer hann við Jesusi.
  • Lukas 5 sigur ikki, hvussu nógvar fiskar teir fingu, Jóhannes 21 sigur „fult av stórum fiski, 153“.

Tað, sum hendi millum báðar fiskaveiðurnar:

  • Jesus var krossfestur og reis upp.

Fyrra fiskaveiðan hendi áðrenn krossin, hin aftaná. Týdningarmikið at vera røttu megin.

Levitaárini – 25 til 50

Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí … (4. Mós. 1.50)

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

Hetta er lógin, ið geldur viðvíkjandi Levitunum: Tann, ið er 25 ár ella eldri, skal koma og gera tænastu við at arbeiða við samkomutjaldið.

Men táið Leviturin verður 50 ár, skal hann geva uppat at gera tænastu og ikki arbeiða longur;

hann kann ganga brøðrum sínum til handa í samkomutjaldinum og akta eftir tí, ið har er at akta eftir …““ (4. Mós. 8.23-26)

BÚNIR OG ORKAÐU UPPGÁVUNA

Tað vóru levitarnir, sum skuldu bera tabernaklið og alt, sum har til hoyrdi. Vit kundu sagt, at ábyrgdin hvíldi á herðum teirra. Áhugavert er, at levitarnir kundu ikki byrja at gera hetta, fyrr enn teir vóru 25, og at teir máttu gevast, tá ið teir vóru 50. At teir skuldu vera 25, merkir, at teir máttu vera búnir til uppgávuna. Og at teir skuldu gevast, tá ið teir vóru 50, merkir, at teir máttu orka uppgávuna. Tabernaklið, og alt sum til tað hoyrdi, var heilagt – tað kravdi menn, sum vóru búnir. Og tað var tungt – tað kravdi menn, sum orkaðu. 

Levitarnir og tabernaklið hoyrdu til Gamla Testamenti. Í Nýggja Testamenti er einki aldursmark, fyri nær vit kunna byrja, ella nær vit skulugevast. Samkomurnar høvdu verið illa fyri, var tað ikki fyri alt tað, tey gera, sum eru undir 25 og yvir 50. 

MEGINREGLA AT HAVA Í HUGA

Tá ið tað er sagt, so er tað møguliga ein meginregla her, sum vit høvdu gjørt væl í at havt meira í huga: Tað eiga fyrst og fremst at vera tey, sum eru búgvin og enn orka væl, sum eiga at bera tær tyngstu byrðarnar og standa við størstu ábyrgdini. Sum longu sagt, tað er einki í Nýggja Testamenti, sum sigur nakað um aldursmark, hvørki uppeftir ella niðureftir. Eg haldi bara, at hatta við aldursmarkinum hjá levitunum er ein góð meginregla at halda okkum til.

Eg havi hoyrt onkran samanborið lívið við fýra ársfjórðingar. Í tí fyrsta eru vit lærlingar, í tí næsta framleiðarar, í tí triðja leiðarar og í tí fjórða vegleiðarar. Hatta er málað við nokk so grovum strokum og er heldur ikki júst tað sama, sum Skriftin sigur um levitarnar, men har eru nakrir felagsnevnarar. Sum oftast riggar tað best, halda vit okkum til ársfjórðingin, sum lív okkara er í.

Tvær hendingar í sambandi við Dávid, koma mær í huga.

IKKI BÚGVIN TIL UPPGÁVUNA

Tann fyrra er um, tá ið Ahima’az vildi sleppa at siga Dávidi, at Absalom var deyður (2. Sám. 18.19-33). Hann helt seg vera rætta mannin, tí hann rann so skjótt, men Jóab var ikki samdur og segði (vers 20):

„Ikki verður tú í dag maður við gleðiboðum! Tú kanst koma við gleðiboðum ein annan dag, men í dag hevði tú ongum gleðiboðum komið við, við tað at sonur kong er deyður.“

 Ahima’az var ikki nóg búgvin til tað, sum hann vildi sleppa at gera, og Jóab segði:

„Ikki … í dag … ein annan dag …“

Ahima´az trúttaði sítt ígjøgnum, fór, og tað varð, sum Jóab hevði sagt. Ahima´az megnaði ikki uppgávuna.

Mong okkara hava gjørt sama feilin. Betri var, um vit høvdu lurtað.

ORKAÐI IKKI UPPGÁVUNA

Hin hendingin er í sambandi við síðstu ferðina, Dávid fór í bardaga (2. Sám. 21.15-17). Hann gjørdist móður, og tað var um reppið, at ein filistari gjørdi enda á honum. Menn hansara søgdu við hann (vers 17):

„… Tú mást ikki koma í hernað við okkum uppaftur, tí so sløkkir tú ljós Ísraels!“

Dávid hevði enn nógv at geva, men ikki úti á vígvøllinum. Hevði hann ikki lurtað eftir monnum sínum, hevði hann sløkt ljós Ísraels. Kanska er hatta júst tað, sum alt ov ofta hendir.

BERIÐ BYRÐARNAR Í LEVITAÁRUNUM

Týdningarmikið er, at tey yngru skilja, hvussu nógv tey enn hava at læra. Og týdningarmikið er, at tey eldru skilja, nær tíð er at lova øðrum framat. Og so tað týdningarmiklasta, at tey í levitaárunum skilja týdningin í at trína fram og bera byrðarnar og ikki bíða, til tey eru ov gomul. 

LÆRIÐ TEY UNGU OG VIRÐIÐ TEY ELDRU

Sameint við hetta er eisini týdningarmikið, at báðir partar skilja ábyrgd sína hvør fyri øðrum. Viðvíkjandi teimum yngru, at tey verða tikin við og lærd. Og viðvíkjandi teimum eldru, at tey verða vird, og at havt verður í huga, at tey eru eitt gullnám av royndum. Og at tey yngru lata seg vegleiða av teimum eldru.

– og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan

„Duravaktararnir: Sallum. Akkub. Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið – 

og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.“

Onkur hevur sagt, at tað andaliga lívið er eitt áhaldandi lýdni. So satt, sum tað er sagt. Skriftirnar er fullar av frásagnum um fólk, sum byrjaðu væl, men endaðu ikki væl. Fólk, sum hildu á eina stund, men so – sum í líknilsinum um sáðið og sáðmannin (Matt. 13.21) – vóru fyri falli, tá ið tey møttu trongd og atsókn fyri orðsins skuld.

Versini oman fyri, Fyrra Krønikubók 9.17-18, nevna duravaktarar, sum flestu okkara ongantíð hava hoyrt um. Tað stendur, at teir vóru duravaktarar við Kongaportur, fyri eystan, og so stendur, at líka enn standa teir har. Líka enn, minnir á áhaldandi lýdni. 

Hugsaði, at vit kundu hugt at, hvat tað innibar, at teir vóru duravaktarar, at teir stóðu við Kongaportur, fyri eystan, og at teir líka enn standa har.

Duravaktarar

Templið hevði duravaktarar, tað var ikki opið fyri almenninginum. Tað vóru bara nøkur fá økir uttan fyri templið, sum vóru opin fyri almenninginum. Tað var fyri at tryggja sær, at eingin kom inn, at duravaktararnir stóðu har.

Tað er bæði nakað neiligt og nakað jaligt við duravaktarum. Tað neiliga er, at vegurin til Gud var enn ikki opin, hetta var jú áðrenn Golgata. Tað jaliga er, at hetta vóru menn, sum vardu templið ímóti tí, sum kundi dálka tað og tí gera tað ónýtiligt. Frá hasum sjónarhorninum tørvar okkum eisini duravaktarar í dag. Fólk, sum tora at halda vakt, fólk, sum Efesusbrævið 4.15 sigur, eru „sannleikanum trúgv í kærleika“.

Við Kongaportur, fyri eystan

Kongaportrið var á eystaru síðu tempulsins. Tað var kallað Kongaportur, tí tað var bara opið, tá ið kongarnir komu og fóru. Áhugavert er, at hetta er skrivað í Fyrru Krønikubók, sum jú varð skrivað, eftir at fólkið var komið aftur úr útlegdini, og tey ikki longur høvdu nakran kong. Og kortini høvdu tey enn duravaktarar við Kongaportur.

Tú skalt sjálvandi vera varin at lesa ov nógv inn í tað, men tú fært varhugan av, at tey væntaðu hin komandi Kongin. Tvey brot úr Ezekiel gerast sera livandi í hesum samanhanginum:

„Nú fór hann aftur við mær at Ytra Portri halgidómsins, tí, sum eystureftir vendi; tað var stongt.

HARRIN segði við meg: „Hetta portrið skal vera stongt; tað má ikki latast upp, og eingin má fara inn um tað; tí HARRIN Gud Ísraels er farin inn um tað, tí skal tað vera stongt.“ 44.1-2

„So sigur Harrin HARRIN: Portur Innara Forgarðs, tað, ið eystureftir vendir, skal vera stongt teir seks gerandisdagarnar; men sabbatsdagin skal tað latast upp, og somuleiðis sólkomudagin.

Høvdingin skal tá uttanfrá fara inn gjøgnum forsalin í portrinum og standa við durastav portursins; prestarnir skulu ofra brennioffur og takkoffur hansara, og hann skal tilbiðja á porturgáttini og síðani fara út aftur. Men portrið skal ikki steingjast fyrrenn um kvøldið. 46.1-2

Tað verður hildið, at Jesus kom inni gjøgnum hatta portrið, tá ið hann pálmasunnudag kom inn í staðin, og fjøldin rópti (Mark. 11.9-10): 

„… Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! 

Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!“

Vit vita sjálvandi ikki allar umstøðurnar, men áhugavert er tað.  

Muslimarnir múraðu upp í portrið ár 810. Seinni varð tað opnað aftur – ár 1102 – men múrað uppíaftur í 1541, og er stongt enn í dag. Múrað uppíella ikki, so vita vit, at ein dag fer hin sanni Kongurin at koma og aftur fara inn um hatta portrið.

– og líka enn

Ymsar útleggingar eru, hvat orðingin „og líka enn“ merkir, men hvussu er og ikki, so vita vit, at hetta vóru menn, sum vóru duravaktarar í langa tíð. Hetta vóru menn, sum ikki troyttaðust. Menn, sum hildu vakt, tá ið umstøðurnar vóru góðar, og tá ið tær vóru ringar, tá ið alt sá ljóst út, og tá ið tað sá vónleyst út. Menn, sum Fyrra Krønikubók sigur: 

„og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan.“ 

Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum

Uppgáva levitanna var at vera um tað heilaga. Hvussu var tað Paulus segði við Timoteus? Seinna Timoteusbræv 1.14:

„Varðveit við Heilaga Andanum, sum í okkum býr, hin fagra skatt, ið tær er givin í hendur!“ 

Og næsta versið sigur: 

„Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær …“ 

Lat ikki tað órógva teg, at tú ert komin at standa einsamallur – verð verandi við Kongaportið, fyri eystan. Ver um tað heilaga.