Tag Archive for: Jógvan Júst Rasmussen

Ezra og endurreisn

Eg las fyri nakað síðan eina bók við viðmerkingum um Ezra, Nehemias og Ester. Hetta eru bøkurnar í Bíbliuni, sum eru um Juda undir og eftir útlegdina. Viðmerkjarin var ein Harrans tænari, sum nú hevur verið heima hjá Harranum í mong ár, Harry Allan Ironside.

Helt, at eg skuldi luta onkrar av viðmerkingunum hjá honum. Tær hava verið mær til signing, og eg hugsaði, at tær kanska kundu verið onkrum øðrum til signing eisini.

Nógv er at velja ímillum, men eg haldi, at vit støðga á í 3. og 4. kapitli hjá Ezra. Evnið er endurreisn ella tað at koma aftur til Harran. Eg havi sett tað eitt upp eitt sindur øðrvísi enn Ironside gjørdi, men tankarnir eru teir somu.

Lat meg stutt nevna, áðrenn vit kava inn í bókina, at nakað av tí besta, eg eri komin fram á um bók Ezra, eru nakrar talur hjá Karl Jóhan á Vatnsoyrum. Fann tær fyri nøkrum árum síðan inni á heimasíðuni hjá Kedron í Sørvági. Sum sagt nakað av tí besta, eg havi hoyrt um bók Ezra.

Eitt av gullkornunum úr talunum hjá Karl Jóhan: 

Navnið Zerubbabel, (Zerubbabel er ein av høvuðspersónunum í Ezra), merkir „fremmandur í Bábel“. Er hatta ikki júst tað, sum eigur at eyðkenna okkum, sum kalla okkum fólk Guds? Vit eru fremmand í Bábel.

So til evnið endurreisn í 3. og 4. kapitli og viðmerkingarnar hjá Ironside.

ENDUREISN OG HARRIN

  • Endurreisn inniber, at vit byggja altarið uppaftur – t.e. vit endurnýggja samfelagið við Harran (Ezra 3.2):
    • Teir „… – fóru undir at reisa altar Guds Ísraels, …“

Hebrearabrævið 13.10 sigur: „Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.“

  • Endurreisn inniber at halda okkum til Skriftina (Ezra 3.4):
    • „… soleiðis sum fyriskrivað var … á tann hátt, sum fyriskrivað var …“
  • Endurreisn inniber, at vit koma aftur, har vit einaferð vóru (Ezra 3.3):
    • „Teir reistu altarið, har sum tað hevði staðið, …“
  • Endurreisn inniber, at tað er nakað, sum varir við (Ezra 3.3-4):
    • „.. bæði morgun- og kvøldbrennioffur.

 … dag eftir dag tað ásetta talið og á tann hátt, sum fyriskrivað var – hvønn dag tað, ið til hoyrdi tann dagin.“

ENDUREISN OG HARRANS FÓLK

  • Endurreisn inniber, at vit fara at savnast við fólki Guds (Ezra 3.1):
    • „… savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem.“
  • Endurreisn inniber, at vit virða teir, sum Harrin setur yvir okkum (Ezra 3.9):
    • Sum „… vórðu … settir at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds, …“
  • Endurreisn inniber, at vit gleðast saman við fólki Guds (Ezra 3.11):
    • „… sungu HARRANUM lov og prís, … alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS.“

ENDUREISN OG HEIMURIN

  • Endurreisn inniber, at vit skilja, at vit eru ikki eitt við heimin (Ezra 4.1-3):
    • „… óvinir Juda og Benjamins …
    • … søgdu ..: „Loyvið okkum at vera uppi í við tykkum at byggja! ..!
    • Men Zerubbabel, Josva og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: „Tað hoyrir ikki til, at tit skulu vera uppi í við okkum at byggja Gudi okkara hús; nei, vit vilja vera einsamallir um at byggja HARRANUM Gudi Ísraels húsið ..!“

—————

Er tað ikki áhugavert, hvussu viðkomandi Orð Guds er?

Úr myndabók Elisa

Las ígjøgnum Seinnu Kongabók og kom til sætta kapittul. Í fyrstu seks versunum í hesum kapitlinum lesa vit um, tá ið Elisa fekk øksina at flotna. 

Brotið fekk tankarnar at leita aftur til eina stevnu, sum eg var á einaferð. Tann eini talarin talaði einar fimm talur bara um hetta eina brotið. Gott og álvarsamt. Her er okkurt, sum eg skrivaði mær niður.

Seinna Kongabók 6.1:

„Profetalærisveinarnir søgdu við Elisa: „Ov lítið rúm er til okkara, her sum vit sita hjá tær.““

  • Harrin vil, at vit skulu vera lærisveinar, ikki bara fólk, sum detta inn á møti soleiðis av og á.
  • Veksur samkoman, verður fyrr ella seinni ov lítið rúm. Tá ið tað hendir, mugu rammurnar ikki bara gerast størri, tær mugu broytast.

Seinna Kongabók 6.2:

„Loyv okkum at fara til Jordan …“

  • Áin Jordan er ein mynd av at tora at fylgja Harranum. Elias royndi á sinni Elisa við at ráða honum til ikki at koma við sær til ánna Jordan.
  • Áin Jordan er ein mynd av andaligu kraftini. Tað var við ánna Jordan, at Elias sló vatnið við samanballaða kappa sínum, so tað skiltist til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum. Og tað var við ánna Jordan, at Elisa, tá ið hann kom aftur einsamallur, gjørdi sítt fyrsta undur við at sláa vatnið, júst sum Elias hevði gjørt.
  • Áin Jordan er ein mynd av reinsan. Elisa sendi Na’aman boð og bað hann baða sær sjey ferðir í Jordan at verða reinsaður frá spitalsku síni (2. Kong. 5.10).
  • Áin Jordan er ein mynd av at fara niður í dalin. „Niður í dalin, Jesus, fari eg við tær.“ (NSG nr. 934)

Seinna Kongabók 6.2:

„„Loyv okkum at fara til Jordan og taka hvør sín stokk og so byggja okkum har eitt hús at sita í!“ Hann svaraði: „Gerið so!““

  • Lærisveinarnir spurdu Elisa til ráðs, áðrenn teir fóru til verka. Teir virdu fólk við myndugleika.
  • Lærisveinarnir fóru til Jordan, tí har var nógv timbur. Teir vóru praktiskir.
  • Lærisveinarnir søgdu, at teir skuldu taka hvør sín bul. Teir arbeiddu sum eitt lið.

Seinna Kongabók 6.3:

„Men ein teirra segði: „Gott á teg, kom tú við tænarum tínum!“ Hann svaraði: „Ja, eg skal koma við!““

  • Tá ið Na‘aman fór oman til Jordan ánna at verða grøddur, fór Elisa ikki við honum; men nú lærisveinarnir fóru til Jordan ánna, kom hann við. Lærisveinurin kennir eitt samfelag, sum heimsins mætu aldri fara at uppliva.

Seinna Kongabók 6.4:

„Hann fór so við teimum; og táið teir komu at Jordan, fóru teir at fella trø.“

  • At vera profetalærisveinur er at duga meira enn at tosa, tað er eisini at duga at fella trø.

Seinna Kongabók 6.5:

„Sum nú ein av teimum tókst við at fella ein stokk, datt øksarhøvdið í ánna. Tá rópti hann: „Á harri – og eg, sum hevði lænt øksina!““

  • Hann bleiv ikki við at høgga, eftir at øksarhøvdið datt av. Tíverri er tað júst tað, vit andaliga hava lyndi til at gera.
  • Hann rópti um hjálp og fór, har hjálpin var at finna. Hann fór til Elisa, ikki til hinar lærisveinarnar.
  • Hann hevði lænt øksina og hevði ikki ráð at missa hana. „Øksarhøvdið“ (kraftin) er ikki okkara, vit hava lænt hana. Vit hava ikki ráð at missa hana.

Seinna Kongabók 6.6:

„Men gudsmaðurin segði: „Hvar datt hon?“ Hann vísti honum staðið, og hann skar grein av og kastaði hana har; tá flotnaði øksin upp.“

  • Týdningarmikið at fara aftur har, vit mistu kraftina.
  • Áhugavert, hvussu ofta vit lesa um Elisa, at hann „koyrdi okkurt í“.
    • Í Seinnu Kongabók 2.19 lesa vit, at vatnið í Jeriko var ringt. Elisa kastaði salt í tað (v. 21), og tað varð gott.
    • Í Seinnu Kongabók 4.40 lesa vit, at maturin í einum potti var eitrandi. Elisa gjørdi mjøl út á pottin (v. 41), og nú var einki ilt í pottinum longur.
    • Og her í Seinnu Kongabók 6.6 lesa vit, at Elisa kastar eina grein í ánna, har øksin var sokkin, og øksin flotnar.

Hatta er ofta tað, sum Gud ger. Hann koyrir okkurt í, sum ikki var har áður.

Seinna Kongabók 6.7:

„So segði hann: „Tak hana!“ Og maðurin rætti út hondina og tók hana upp.“

  • Tak hana. Mynd av trúnni. Tað hevði nyttað lítið, um lærisveinurin bara hevði staðið har og gløtt. Hann mátti rætta hondina út og taka hana upp.

Skjøldir kappanna – ikki salvaður við olju

„Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara, og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“ – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“ –:“ Seinna Sámuelsbók 1.17-18

Saul og Jónatan liggja falnir á Gilboafjøllum. Dávid er sundurbrotin av harmi og skrivar ein sorgarsong um feðgarnar. Grípandi sangur. Vit hyggja at einum lítlum broti (2. Sám. 1.21):

„Gilboafjøll! 
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, 
ei veri har markir, sum bera offurgávur! 
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“

Í djúpu sorg síni lýsir Dávid bann yvir Gilboafjøll, tí tað var har, Saul og Jónatan fullu. Líðirnar á Gilboafjøllum høvdu verið gróðrarríkar markir, tað fóru tær ikki at verða longur. Nú fóru tær at verða oydnar.

Ríki vøksturin á Gilboafjøllum hevði verið nýttur til offurgávur, Harranum til góðan anga. Soleiðis fór ikki at verða longur. Nú fór har hvørki at falla døgg ella regn. Himmalin fór at verða afturlatin.

Og alt tí, at Saul valdi ikki at vera Gudi trúgvur. Hetta minnir okkum á Rómbrævið 8.20-22: 

„Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, 

í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.

Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.“

Og so til seinnu helvt av Seinnu Sámuelsbók 1.21:

„Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“

Skjøldir kappanna sipar óivað til Saul og Jónatan. Orðið vanærdur kann umsetast, vrakaðtveitt burtur ella slept. Tann, sum hevði hildið honum, hevði mist skjøldin í fallinum, og nú lá hann har í runu og blóði, kanska beint við síðuna av deyða eigaranum. Alt meðan filistararnir háðandi vanærdu tað, teir sóu.

Vanliga vóru skjøldirnir salvaðir við olju. Salvaði skjøldurin minnir um Saul, Guds salvaða (1. Sám. 10.1). Eftir tað, sum hent hevði á Gilboafjøllum, hevði tann salvingin lítið at týða. 

Orðið salvaður kann eisini umsetast smurdur. Skjøldirnir vóru gjørdir av viði og máttu tí smyrjast regluliga við olju, bæði so teir kundu vera nýtiligari, og eisini so lættari var at halda teir reinar. Nú lógu teir har dálkaðir við blóði, gloymdir og til ónýttu, ongin smurdi teir longur.

Oljan er ein mynd av Heilaga Andanum, og skjøldurin er ein mynd av trúnni. Tá ið synd kemur uppí, missa vit skjøldin, trúgvin endar í rununi, og oljan, Heilaga Andin, sum helt okkum rein og nýtilig, er ikki longur sjónsk. Deyðin er komin inn, og okkara ríku Gilboafjøll eru vorðin oyðin.

Ei undur í, at Dávid var sundurbrotin av sorg. Tað var eingin orsøk, at tað skuldi enda soleiðis. Saul kundi verið komin aftur til Harran. – Og tað kunnu vit eisini, aftur og aftur. 

Kanska hevði tað verið hóskandi at enda við at lisið allan sangin (2. Sám. 1.19-27):

„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum 
– á, at hetjurnar skuldu falla!

Sigið ikki frá tí í Gat, 
kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon 
– so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, 
døtur hinna óumskornu at rópa av gleði! 

Gilboafjøll! 
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, 
ei veri har markir, sum bera offurgávur! 
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju. 

Frá blóði falna, 
frá fiti kappanna 
veik bogi Jónatans ikki;
aldri kom svørð Sauls ómettað aftur. 

Saul og Jónatan, 
elskuligir og mildir í lívinum, 
skiltust ikki heldur í deyðanum; 
kvikari vóru teir enn ørnir, 
sterkari enn leyvur. 

Á døtur Ísraels! 
Grátið um Saul, 
sum klæddi tykkum fagurt í purpur, 
og sum setti gullstás á klæði tykkara! 

Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! 
Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum! 

Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! 
Tú vart mær hjartans kærur; 
kærleiki tín var mær undurfullur, 
meiri enn kvinnukærleiki. 

– Á, at hetjurnar skuldu falla, 
hervápnini ganga til grundar!“

Hebron – samband undurfult

Gamla Testamentið er fult av vøkrum skuggamyndum, sum eru útlagdar í Nýggja Testamenti. Sjálvandi skalt tú vera varin, tá ið tað kemur til skuggamyndir, tí lætt er at fara ov langt. Tá ið tað er sagt, so er eisini gott at minnast, at stundum kann tað vera gott at hava gudgivið hugflog, eitt hugflog, sum sær vakurleika Guds, har onnur ikki síggja hann.

Havi sitið og hugnað mær við skuggamyndum í sambandi við Hebron. Havi verið signaður og hugsaði, at kanska kundi tað eisini verið onkrum øðrum til signing.

Fyrst eitt sindur um Hebron

Ábram búsettist í Hebron og reisti HARRANUM altar har (1. Mós. 13.18). Seinni var tað í Hebronøkinum, at hann keypti Makpelamark og Makpelahelli, einasta jarðarstykki, okkum kunnigt, sum hann kundi kalla sítt egna. Hann keypti tað at nýta til kirkjugarð (1. Mós. 23). Sára, Ábraham, Ísakur, Rebekka, Jákup og Lea liggja øll grivin har (1. Mós. 49.31; 50.13). 

Tá ið njósnararnir komu inn í Kána‘ansland, kannaðu teir økið kring Hebron (4. Mós.13.22, 28, 33).  Seinni tók Kaleb Hebron og økið rundan um tað, og var tað seinni givið honum og avkomi hansara í ogn (Josva 14.6-15). 

Hebron gjørdist seinni griðstaður (Josva 20.7-9).

Tað var í Hebron, at Dávid varð salvaður til kong, og har búði hann fyrstu árini, eftir at hann var vorðin kongur (2. Sám. 2.3-4 og 5.3-5). Tað var eisini haðani, at Absalom gjørdi uppreistur móti Dávidi (2. Sám. 15.7 o.l.). 

Rehabeam kongur, sonur Sálomo, styrkti múrarnar kring Hebron og gjørdi býin til víggirdan stað (2. Krøn. 11.5, 10).

Týdningurin av navninum Hebron

Hebron merkir at binda saman. Orð, sum lýsa týdningin av orðinum Hebron, eru millum onnur: ríkissamband, samgonga, felagsskapur, samband og samfelag. 

Hebron myndar fyri okkum týdningin av at liva í sambandi við Harran.

Eikilundin í Hebron

Ábram búsettist við eikilundina í Hebron (1. Mós. 13.18). Eikilundir góvu lívd móti sólini. At liva í sambandi við Harran er at sita „í lívd hins Hægsta“ og búgva „í skugga hins Alvalda“ (Sálm. 91.1).

Altarið í Hebron

Ábram reisti HARRANUM altar í Hebron (1. Mós. 13.18). 

At liva í sambandi við Harran er at vera tilbiðjari.

Hellið í Hebron

Sum nevnt, var Makpelamarkin og hellið einasta jarðarstykki, Ábraham kundi kalla sítt egna. Hann hevði goldið fyri tað við sínum egnu pengum (1. Mós. 23.19).

At liva í sambandi við Harran er at taka til okkara tað, sum hevur kostað okkum nakað.

Dalurin rundan um Hebron

Tað var úr trygga Hebrondalinum, at Jákup sendi Jósef longu leiðina, sum teir ikki vistu, fór at enda heilt niðri í Egyptalandi (1. Mós. 37.14).

Tá ið vegurin gerst langur og ørkymlandi, er tað lættari, tá ið útgangstøðið er Hebrondalurin.

Tindurin yvir av Hebron 

Tað var niðan á tindin beint yvir av Hebron, at syndarin Samson bar hurðar býportursins og báðar porturstólparnar. Minnir um stóra syndaberan, sum bar eina mangan størri byrði niðan á heyggin Golgata. 

At liva í sambandi við Harran er at vera yvir av Golgata.

Portrið í Hebron

Tað var í portrinum í Hebron, at Jóab drap Abner. Hebron var griðstaður. Hevði Abner verið komin inn um portrið, hevði Jóab einki kunna gjørt honum (2. Sám. 3.27). 

At liva í sambandi við Harran er at vera røttumegin portrið.

Tjørnin í Hebron

Í Seinnu Sámuelsbók 4.12 lesa vit um menn, sum vórðu hongdir upp við tjørnina í Hebron. Fólk savnaðust vanliga við tjarnir, og hesir menninir vórðu hongdir har, so fólk kundu verða mint á álvaran í misbroti teirra.

At liva í sambandi við Harran er at skilja álvarsomu avleiðingar syndarinnar.

Grøvin í Hebron

Dávid vildi æra minnið um Isboset og Abner við at jarða teir í Hebron (2. Sám. 3.32; 4.12).

Og, sum longu nevnt, tað var jú har Sára, Ábraham, Ísakur, Rebekka, Jákup og Lea vóru jarðað.

At liva í sambandi við Harran er at minnast og æra tey, sum fóru undan okkum.

————

Samband undurfult, gleði fyllir meg,

hildin trygt í Guds Jehovas hond,

ríku signingar, friðin eigi eg,

hildin trygt í Guds Jehovas hond.

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Tað hevði verið stuttligt at duga hebraiskt! Kanska verður tað einaferð. Sum er, dugi eg bara nøkur fá hebraisk orð, kunnu helst teljast á einari hond – og tað røkkur ikki langt. 

Og tó. Kanska hevði tað verið áhugavert at hugt at einum av hesum orðunum. Hugsi um orðið „hesed“. Latið okkum – bara fyri at fáa eina hóming av, hvussu ríkt orðið er – hyggja at, hvussu tað er umsett í einari tilvildarligari bók í Gamla Testamenti. Vit hyggja at Seinnu Sámuelsbók:

  • Í 2.5 er tað umsett kærleiksverk
  • Í 2.6 og 9.1, 3 og 7 er tað umsett miskunn
  • Í 3.8 er tað umsett gjørt væl við
  • Í 7.15 er tað umsett náði
  • Í 10.2 er tað umsett vinskap
  • Í 16.17 er tað umsett kærleiki

Og her hóma vit bert ein farra av litríku geislunum frá orðinum hesed. Fólk, sum eru serkøn í hebraiskum, siga, at orðið lýsir millum annað kærleikan og trúfestið, sum vit finna í familjubondum, vinabondum og líknandi. Orðið er eisini ofta nýtt í sambandi við sáttmálar millum einstaklingar ella bólkar. Tað var Harrans hesed ímóti okkum, sum fekk Hann at binda Seg til okkara.

Latið okkum hyggja at nøkrum vælkendum brotum úr Gamla Testamenti, brotum, sum lýsa, hvussu Harrin vísir okkum hesed, og hvussu Hann vil, at vit vísa hvør øðrum hesed.

Guds hesed

Harrin er ríkur í hesed og dugir væl at goyma tað (2. Mós. 34.6-7):

„… HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn (hesed) og trúfesti, 

sum goymir náði (hesed) í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“

Brotið lýsir, hvussu Harrin bant Seg til jørðiska fólk Sítt Ísrael. Flutt til okkara, avspeglar tað, hvussu Harrin við hesed Síni hevur gjørt okkum part av familju Síni og bundið Seg til okkara. Í brotinum stendur, at Hann er ríkur í hesed. Hann fer ongantíð at siga: „Nú er einki hesed eftir.“ Og har stendur eisini, at Hann goymir hesed. Hann hevur goymt tað so væl, at eingin kann koma og stjala tað.

Hesed Harrans er nýtt hvønn morgun (Sorg. 3.21-23):

„Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: 

Tað er náði (hesed) HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.

Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.“ 

Høvdu vit fingið tað, vit høvdu uppiborið, hevði tað langt síðan verið úti við okkum. Vit eru væl sloppin, og tað er alt hesed Harrans fyri at takka. Hesed Hansara er ikki uppi enn, nei, tað er nýtt hvønn morgun. Har hongur einki gamalt agg við. Hvør dagur er ein nýggjur dagur, fullur av nýggjum hesed.

Okkara hesed

Harrin krevur, at vit vísa hesed (Hos. 6.6):

„Tí Eg vil hava kærleika (hesed) – og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud – og ikki brennioffur!“

Hoseas 6.6. er útgáva Gamla Testamentis av kærleiks kapitlinum, Fyrra Korintbræv 13. Hoseas knýtir saman hugtøkini hesed og tað at hava kunnskap til Gud. At kenna Gud merkir, at vit vísa hesed. Ein sjálvfylgja, sum ikki er so løtt at føra út í lívið.

Jesus endurgevur Hoseas 6.6 tvær ferðir í Matteus (9.13 og 12.7). Teir leiðandi skiltu ikki Jesus, tí teir skiltu ikki hesed.

———

Kanska smágentan rakti seymin á høvdið, tá ið hon bað:

„Góði Gud, ger tey óskikkiligu skikkilig, og tey skikkiligu fitt.“

Gud, borg okkara!

Vit búgva í Suður-italia, í landslutinum Molise, uttan fyri býin Campobasso. Býurin var upprunaliga bygdur rundan um borgina Manforte, ið varð bygd ovast á eini høvd. Hetta var langt afturi í miðøldini. Manforte merkir hjálp ella styrki. Borgin stendur enn í dag, men er nú meira til prýði og mentan. Ikki nógv hjálp í henni longur. Kanska ein mynd av heiminum – ein stokkut hjálp, sum bara er fyri eina tíð, og síðan ikki nyttar til stórt annað enn at minna okkum á tað gamla.

Borgir vóru ætlaðar, sum Paulus sigur í Seinna Korintbrævi 6.7: „… bæði til álop og verju“. Eg spurdi ein vin, hvat honum kom í huga, tá ið hann hugsaði um eina borg. Hann svaraði, at hann hugsaði um borgina sum eitt stað ella endamál, sum fólk hava í felag og eru stolt av og vilja berjast fyri og verja. Beinrakið, helt eg. Teir gomlu nýttu borgir at goyma seg í og eisini at samlast og gera seg til reiðar til komandi bardagar.

Ein annar vinur hugleiddi: „Borgaraskapur okkara er í Himlunum gjøgnum sáttmálan, ið Jesus er borgsmaður fyri.“ Borgaraskapur, borgsmaður! Hatta er eitt ríkt hugtak, orðið borg!

Áhugavert, hvussu nógv Dávid helt til í borgum ella fjallaborgum, sum Skriftin kallar tær, og eisini áhugavert, hvussu ofta hann kallaði Gud fyri borg sína.

Hebraiska orðið, ið er umsett fjallaborg, merkir klettur ella berg, eitt stað, sum er høgt uppi, ringt at sleppa til. – Minnir eitt sindur um føroyskar bygdir, har tað er forberg og illa atkomiligt. Tað ráddi um hjá fyrstu niðursetufólkunum at kunna verja seg. Hetta kann samanberast við støð her í Italia – eitt nú býin Campobasso – ið, sum nevnt, er bygdur rundan um eina borg ovast á eini høvd.

Borgirnar í Sámuelsbókunum

Tað var serliga, meðan Dávid flýddi undan Saul, at hann helt til í fjallaborgum. Onkuntíð var var hann í hellinum við Adullam – hóast hellið ikki verður nevnt borg, var tað kortini eitt slag av fjallaborg (1. Sám. 22.1). Onkuntíð var hann í fjallaborgunum í En-Gedi (24.1) – møguliga hava tær verið á Masadahæddini. Í Fyrru Sámuelsbók 23.14 er hann í fjallaborgunum í Zifsoyðimørk. 

Eftir at Saul var deyður, og Dávidi ikki longur tørvaði at goyma seg fyri honum, tók hann Zionsborg frá jebusitum, búsetti seg har og rópti hana Dávidsstað (2. Sám. 5.7-9). Hann visti, at hóast Saul var farin, so vóru tað aðrir fíggindar. Álopini fóru at halda á, og honum fór altíð at tørva borgir, støð, har hann og menn hansara kundu savnast og búgva seg til komandi bardagar.

Borgin í Sálmunum

„HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!“ Sálmur 18.3

Tað stendur, at Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls. Eins og Dávidi tørvaði borgir at fjala seg í, soleiðis tørvaði honum eisini at goyma seg í Gudi, tí sonnu borgini. Tað sama er satt um okkum. Okkum tørvar aftur og aftur at flýggja til Gud, Borg okkara.

„Lovaður veri HARRIN, … miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá …“Sálmur 144.1-2

At Gud er miskunn og borg okkara, merkir, at vit hava ikki uppiborið at goyma okkum í Honum, men vit sleppa at gera tað, tí Hann er miskunn okkara.

„HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.“ Sálmur 9.10

Vanliga vóru fjallaborgirnar bara ætlaðar monnum, sum kundu vera um kongin og verja hann. Borg okkara, Harrin, er øðrvísi, Hann tekur tann kúgaða til Sín. Hann ger tað, hóast Hann veit, at tann kúgaði verður til lítla nyttu. Soleiðis er Borg okkara. Er tað ikki stórt?

„Amen, HARRI“ (Jer. 11.5)

Áhugavert, tá ið tú lesur í Skriftini, hvussu summi orð ella summir setningar blíva við at mala í høvdinum. Hetta hendi hjá mær nú ein dagin. Tað vóru orðini: „Amen, HARRI!“ í Jeremiasi 11.5. Tað var Jeremias profetur, sum segði tey. 

Orðini vóru aftursvar hansara til orð Harrans um komandi dóm, um fólkið í Juda ikki helt sáttmála Hansara. Hann svaraði soleiðis, ikki tí, at hann var so spentur upp á dóm og revsing, men tí hann var ein maður, sum tók tað, sum Harrin segði, í ramasta álvara. Hann segði: „Amen, HARRI!“ tí hann visti, at Harrin veit altíð best.

Tað er nakað dámligt við Jeremiasi. Hann segði ja, tá ið Harrin kallaði hann, hóast hann – frá einum menniskjaligum sjónarhorni – var alt ov eymur og viðkvæmur at gera tað, sum Harrin kallaði hann at gera. Hetta, at ganga og tosa um synd og dóm, var ikki Jeremias. Tú fært mestsum kensluna av, at hetta var ein maður, sum ongantíð ætlaði sær at gerast profetur. „HARRI!“ segði hann einaferð (Jer. 20.7-8): 

„Tú yvirtalaði meg, og eg læt meg yvirtala; Tú vart mær ov sterkur og fekst vald á mær – og til látur eri eg vorðin líðilangan dagin, hvør maður háðar meg. 

Tí hvørja ferð eg tali, noyðist eg at rópa; undan yvirgangi og kúgan rópi eg; ja, orð HARRANS er vorðið mær til háð og spott líðilangan dagin.“

Tað kostaði honum nógv at siga Harranum ja, men hann gjørdi tað, tí hann tók Harran í álvara.

Prædika Jeremiasar var ikki eyðkend av tí, hann sjálvur helt og meinti; ístaðin var hon gjøgnumsúrgað av tí, sum Harrin helt og meinti. Og at prædika soleiðis kostaði; tað kendist ofta einsligt. Hann var ikki – um vit so kunnu siga – sum hinir vanligu profetarnir (Jer. 5.31):

„Profetarnir“, segði hann, „profetera lygn, og prestarnir stýra eftir ráðum teirra – og fólk Mítt vil hava tað so!“ 

Nei, ikki hevur tað verið lætt.

Latið okkum hyggja eitt sindur nærri at samanhanginum, har vit finna orðini: „Amen, HARRI!“ HARRIN sigur við Jeremias (Jer. 11.3-5):

„Tú skalt siga við teir: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Bannaður veri tann maður, sum lurtar ikki eftir orðunum í hesum sáttmála, 

sum Eg beyð fedrum tykkara at halda, tann dag Eg leiddi teir út av Egyptalandi, úr jarnovninum! – Eg segði: „Hoyrið rødd Mína og gerið hetta, í einum og øllum so sum Eg áleggi tykkum! So skulu tit vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud tykkara 

og halda eiðin, ið Eg svór fedrum tykkara, at Eg skuldi geva teimum land, ið flýtur í mjólk og hunangi – eins og í dag sæst!“ Eg svaraði: „Amen, HARRI!“

Jeremias visti, at Gud er heilagur, og at Hann er rættvísur, eisini tá ið Hann dømir. Og tí var tað, at hann segði: 

„Amen, HARRI!“ 

Eg kundi gitt mær – og nú lati eg hugflogið fara við mær – at hetta var ikki eitt hugaligt og harðmælt „amen!“ líkt teimum, tú hoyrir á møtum ymsastaðni í stóru verð. Nei, kanska var tað eitt „amen!“ ið valla hoyrdist, teskað í djúpari sorg. Sagt av einum sundurknústum manni, sum visti, at fólkið, hann var so góður við, hevði uppiborið dómin, sum Harrin lýsti yvir tey.

Okkum tørvar fólk sum Jeremias, fólk, sum eru so eym av lyndi, at tað pínir tey at tosa um synd og dóm, men kortini gera tey tað. Tey tora at gera tað, tí tað, sum er teimum týdningarmiklast, er ikki, hvat fólki dámar, men tað, sum Gud hevur at siga.

Minnast tit, tá ið Harrin spurdi lærisveinarnar, hvønn fólk søgdu Hann vera (Matt. 16.13-14)? Vísti seg, at summi hildu Hann vera Jeremias profet. Tey sóu viðkvæma lyndi Jeremiasar aftur í Jesusi. Hesin, sum tók synd í fólki og ikki smæddist at gráta um tey, samstundis sum Hann heldur ikki smæddist at tala at og prædika dóm. Hann minti tey um Jeremias.

———————-

Og so gera vit tað eitt sindur persónligari. Høvdu tey blandað okkum við Jesus ella møguliga Jeremias? Uha! ­- Og tó, at vera vitni Harrans krevur eitt lyndi og dirvi líkt tí hjá Jeremiasi. So líkt, at fólk hava lyndi at blanda okkum við Jesus.

Kanska vit kunna enda við einum: „Amen, HARRI!“ Tað er í lagi bara at teska tað. Kanska betri.

„Men ormurin …“

Nógvar slangur eru á Balabac, øll møgulig sløg. Onkur heldur kanska, at tað var ábyrgdarleyst at flyta við konu og børnum út á eina oyggj, har tað eru so nógvar slangur. Veit ikki. Í veruleikanum eru fólk, sum koyra í bili heima í Føroyum, í størri vanda enn tey, sum búgva, har nógvar slangur eru. Man tað ikki vera tað, at ókendir vandar tykjast nógv meira hóttandi enn vandar, vit eru von við?

Tá ið tað er sagt, mugu vit tó viðganga, at slangur eru ikki at spæla við. Tað er ikki av ongum, at fíggindi okkara er kallaður ormurin ella slangan. Hugsaði at luta nakrar slangusøgur, kanska tær kunna kasta ljós á eitt og annað í andaliga stríðnum.

Úr skrivstovuni

Skrivstovan hjá mær á Balabac var einar 20 metrar aftan fyri húsini hjá okkum. Ein dagin, eg siti inni á skrivstovuni og arbeiði, hoyri eg eitt ræðuligt skríggj uttanfyri. Eg renni út og síggi, at tað snýr seg um eina slangu. Eg hyggi rundan um meg. Kanska okkurt er, sum eg kann brúka. Síggi ein vanligan gaffil í grasinum – veit ikki, hvussu hann er endaður har. Eg taki hann, men gaflar nytta jú lítið, tá ið tað kemur til slangur, so eg blaki hann frá mær aftur og renni inn aftur á skrivstovuna eftir einari stong, sum eg møguliga kann nýta. 

Tá ið eg komi út aftur, er ov seint. Slangan er burtur. Men tað ringasta av øllum var, at Ben hjá okkum hevði fingið alt við. – Og tað er ongantíð gott. Hann dugir alt ov væl at fáa søgur burtur úr øllum. Og tit kunnu ætla, at tað dámdi honum at fortelja um, hvussu eg hevði blakað ein gaffil eftir slanguni og so tuskaði inn aftur á skrivstovuna. Eingin virðing fyri okkum eldru 😊.

Og so ein heldur snøggari slangusøga. 

Hetta er frá tíðini, vit búðu í Puerto Princesa. Eg var ikki heima, tá ið hetta hendi. Hundurin hjá okkum hevði snoddað seg fram til eina slangu og vardi fyri, so hon ikki slapp til rýmingar. Cathy og arbeiðsgentan hjá okkum sóu tað. Arbeiðsgentan tók eina fjøl og kroysti hana niður beint aftan fyri høvdið á slanguni, og so tók Cathy eina masketu og kubbaði høvdið av slanguni. Ymiskt er.

Í Fyrstu Mósebók 3.15 sigur Gud HARRIN við ormin: 

„Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær …“

Hasin fíggindskapurin er veruligur. Okkum dámar ikki slangur. Ikki løgið, at slangan er mynd av hinum ónda. Harrin vil, at vit skilja, hvussu vandamikil hann er. Hann er ikki at spæla við. Men so mugu vit heldur ikki gloyma lyftið í seinnu helvt av versinum, at avkom kvinnunnar – tað er Kristus – skal sora høvd slangunnar.

Á gøtuni

Bygdagøturnar á Balabac eru smalar, og báðumegin við er ofta sítt gras. Ein dagin, eg komi gangandi, síggi eg, beint har eg skal traðka, part av einari slangu á veg yvir um gøtuna. Hvørki høvd ella hali sást, bara miðjan. Høvdið og halin vóru fjald í síða grasinum hvørjumegin gøtuna. At døma eftir, hvussu tjúkkur bulurin var, mátti slangan vera rættiliga long. 

Er tað ikki ofta júst soleiðis við fígginda okkara. Vit vita, at hann er har, men síggja hvørki høvd ella hala. Vit vita, at hann kann loypa á okkum, men vit vita ikki hvaðani.

Tað fyrsta, vit lesa um ormin, er í Fyrstu Mósebók 3.1:

„Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini …“

Í flogfari

Fyrstu ferð, vit flugu úr Palawan til Manila, hevði onkur sníkt nakrar slangur við sær umborð. Trygdarviðurskiftini vóru ikki so strong tá sum nú, og hesin hevði goymt tær í einari kurv og sett kurvina undir stólin. 

Meðan vit flúgva, sleppa slangurnar út úr kurvini og koma krúpandi oman eftir dúrkinum. Hetta er einastu ferð, eg havi sæð so at siga alt ferðafólkið leypa upp í stólin at standa. Ræðuligur gangur. Maðurin fekk fatur á slangunum og koyrdi tær aftur í kurvina, men flogskiparin var ikki blíður. 

Síðsta, eg sá til henda góða mannin, var, at meðan vit fóru úr flogfarinum, stóð hann og bíðaði, til myndugleikarnir komu at tosa við hann. 

Hendingarnar umborð á flogfarinum minna okkum á vandan at halda, at vit kunna loyva hinum ónda „umborð“ og hava tamarhald á honum. Efesusbrævið 4.27 sigur: 

„og gevið ikki Djevulinum rúm!“

———————-

Á hálsi Ormsins er sárið av einum naglamerktum fótaspori!

(1. Mós. 3.15) C.S. Lewis

Sjórænarar

Oyggin Balabac, sum vit í mong ár kallaðu okkara heim, er í útsynningshorninum av Filipsoyggjunum, beint norðan fyri markið millum Filipsoyggjarnar og Malaisia. Økið sunnan og eystan fyri Balabac hevur gjøgnum øldirnar verið tiltikið – og er tað enn í dag – fyri sjórænaravirksemi. 

Alt til fyri okkurt um hundrað árum síðan var støðan so hættislig, at ikki bar til hjá fólki at búgva fram við strondini, tey máttu búgva inni í frumskóginum. At støðan broyttist merkir ikki, at eingir sjórænarar eru har longur. Nei, broytingin er, at teir leggja ikki longur eftir fólki á landi. Nú er tað meira bátar og smá skip, teir leggja eftir – og teir gera tað bara úti á víðum havi, har møguleikarnir fyri at verða tiknir eru rættiliga avmarkaðir.

Lat meg eisini nevna, at sjórænaravirksemið á Balabacleiðini er ikki líka ógvusligt sum tað, ið føroyingar í uttanlandasigling hava upplivað fram við Afrikastrondini. Sjórænaravirksemið á Balabacleiðini er fyri tað mesta tengt at álopum á bátar, sum hava verið og smuglað timbur og annað til Malaisia og nú eru á veg heim aftur fullir í pengum.

Balabac eins og hinar oyggjarnar tætt við Malaisiska markið hava altíð verið kendar fyri at vera ein smuglaramiðdepil. Menn hava sagt mær frá, hvussu sjórænarar í rasarabátum eru komnir eftir teimum. Skjóta teir ikki ávaringarskot, leypa sjórænararnir á, og tá er endin ikki góður. 

Ein dagin kom ein fremmandur maður og spurdi, um eg kundi trekkja eina tonn.  Sum sagt, eg kendi ikki mannin, men frætti seinni, at hetta var ein tiltikin sjórænari. 

Meðan eg geri meg til reiðar at trekkja tonnina, hoyra børnini hjá okkum frá onkrum, at eg eri í ferð við trekkja eina tonn hjá einum sjórænara. Tey blivu øll øgiliga spent og skundaðu sær at sleppa at síggja sjórænaran – ein ektaðan sjórænara, møguliga við klaffi fyri eyga, turriklæði um høvdið, og hvør veit, kanska hevði hann enntá ein krók ístaðin fyri hond og træbein – ein filipinsk útgáva av Captain Hook. Tað varð eitt satt vónbrot, har var einki sjórænaraligt við manninum. 

Hetta ljóðar helst alt sum tað bera reyp. Stuttligt at sleppa at reypa eitt sindur viðhvørt. Tað keðiliga er bara, at eg fái so ringa samvitsku av tí. Latið okkum spola 2000 ár aftur eftir, flyta okkum til Miðalhavið og geva Paulusi orðið (2. Kor. 11.26):

„Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður,“

Tá ið Paulus sigur „í vanda á sjógvi“ meinar hann kanska eisini við vanda av sjórænarum. Søgufrøðingar siga, at vandin fyri sjórænarum hevði verið serliga stórur, áðrenn rómverjar komu framat; men tað merkir ikki, at har var vandaleyst, tá ið Paulus ferðaðist millum lond. Kanska sum á Balabac. Vandin var ikki so stórur sum fyrr, men hann var har enn. 

Og eins og tú ikki kanst siga, hvør er sjórænari og ikki á Balabac, so hevur tað eisini verið, tá ið Paulus ferðaðist. Okkurt kundi altíð henda. 

Minnir hetta okkum ikki um ferðina um lívsins hav?

Børnini hildu at tey vistu, hvussu ein sjórænari átti at síggja út. Gera vit ikki ofta sama feilin? Vit halda, at vit vita, hvussu vandarnir, sum koma á okkum, eiga at síggja út. Men tað vita vit als ikki!

Og so ein tanki afturat. Hví útsetti Paulus seg fyri at koma í vanda av sjórænarum? Jú, hann gjørdi tað, tí Jesus hevði sagt (Mark. 16.15):

 „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!“

Og tað er tað sama í dag. Boðið at fara stendur enn við. – Og vandarnir? Jú, teir eru har enn.

Abbar í Fyrstu Mósebók

Helt tað kundi verið áhugavert at vitja onkrar av abbunum í Skriftini. Plássið er avmarkað, so vit halda okkum til abbarnar í Fyrstu Mósebók.

Onkur heldur kanska, at hetta er eitt løgið evni at taka upp. Orðið „abbi“ kemur jú als ikki fyri í Skriftini. Jú, so er, men hóast orðið „abbi“ ikki kemur fyri, so lesa vit um nógvar abbar í Skriftini, og so er tað eisini tað – misskiljið meg ikki – at viðhvørt mugu vit abbar troka okkum fram 😊 .

Myndaðir av slagnum

Ádam abbi og abbasynirnir Hanok og Enos (1. Mós. 4.16-17; 5.9-11)

Hanok var sonur Káin. Feðgarnir hava verið dugnaligir menn. Káin var fyrsti maður at byggja ein bý og kallaði hann Hanok eftir syni sínum – sigur ikki einki. Men hóast dugnaskapin vóru teir menn uttan Gud; menn, sum livdu í skugganum av syndini, syndini, ið kom inn í heimin við Ádami, pápa Káin og abba Hanok. Ringa fyridømi abbans setti djúp spor.

Enos var sonur Set. Samanhangurin í fyrstu kapitlunum í Fyrstu Mósebók bendir á, at Ádam abbi livdi eitt lív í samfelagi við Harran, og at tað sama var satt um sonin Set og abbasonin Enos. Góða fyridømi abbans setti djúp spor.

Metúsalem abbi og abbasonurin Nóa (1. Mós. 5.25-32)

Metúsalem er kendur fyri at náa hægsta aldur, sum nakar nakrantíð hevur nátt – heili 969 ár. Sagt verður, at rótin í navninum Metúsalem kann eisini merkja: „Tá ið hann doyr, kemur tað.“

Tað, sum ger hesa merkingina so spennandi, er, at hyggja vit at áramálinum, Metúsalem livdi, síggja vit, at flóðin kom sama árið, sum hann doyði. Hetta og at Nóa prædikaði, meðan ørkin var í gerð, áðrenn flóðin kom, eru rámandi dømir um langmóð Guds. Fyridømi abbans sást aftur í abbasoninum.

Ábraham abbi og abbasynirnir Esau og Jákup (1. Mós. 25.19-26)

Ábraham doyði, áðrenn abbasynirnir Esau og Jákup vóru føddir. Men hóast teir ongantíð møttu abbanum, livdu teir í skugganum av signingum hansara.

Esau legði tó lítið í signingarnar. Hebrearabrævið 12.16 sigur um hann, at hann var vanheilagur, og fyri bert eina máltíð seldi hann frumburðarrætt sín!

Jákup var øðrvísi. Hann virdi signingina og vildi liva í skugga hennara. Men – og her var eitt men – tað vóru ikki bara signingar, ið Jákup arvaði frá abbanum. Abbin hevði havt lyndi til onkuntíð at vera óreiðiligur. Vit lesa meira enn einaferð, at hann slapp sær undan við at lúgva. Jákup arvaði hendan sama veikleikan og førdi hann víðari til sínar egnu synir. Syrgiligt.

Myndaðir av Gudi

Nakor abbi og abbasonurin Ábraham (Josva 24.2; Áp. 7.2)

Josva 24.2 sigur, at bæði pápi og abbi Ábraham dýrkaðu fremmandar gudar. Tað skuldi verið natúrligt hjá Ábrahami at fylgt í fótasporum teirra, men her hendi nakað, sum broytti alt. Gud dýrdarinnar vísti Seg fyri honum. Tað bleiv Gud – og ikki abbin og pápin – sum komu at mynda framtíð Ábrahams.

Jákup abbi og abbasynirnir Efra‘im og Manasse (1. Mós. 48.8-16)

Jákup visti einki um, at Jósef livdi, og enn minni, at hann átti nakrar abbasynir í Egyptalandi. Tað hevur verið ein kenslurík løta, tá ið hann møtti teimum. Hann hevði í so mong ár liva í vónloysi um Jósef, nú slapp hann at síggja hann aftur og signa bæði son og abbasynir (v. 10-11, 16):

„Men eygu Ísraels vóru farin av elli; hann sá einki. – Jósef leiddi teir tá yvir til hansara, og hann kysti teir og tók teir í favn.

Ísrael segði við Jósef: „Eg hevði ikki hugsað, at eg skuldi fáa andlit títt at síggja, og nú hevur Gud enntá latið meg fingið børn tíni at síggja!“

„Eingilin, sum hevur loyst meg út úr øllum illum, Hann signi dreingirnar, …“

Og so nøkur vers aðrastaðni í Skriftini

„Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.“  Orðtøkini 17.6

„Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn“ Sálmarnir 103.17

„Men tú mást ansa tær og varða teg væl, so tú gloymir ikki tað, ið eygu tíni hava sæð, og tað víkur ikki frá hjarta tínum, so leingi sum tú livir – nei, tú skalt siga børnum og barnabørnum tínum frá tí!“  Fimta Mósebók 4.9

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen