Tag Archive for: Jógvan Júst Rasmussen

Dúvan, ravnurin og rivurnar í klettinum

– úr samrøðu við Julius á Viðareiði og talu á samfelagsmøtunum

Hugsaði at luta okkurt úr einari samrøðu og úr einari talu hjá Juliusi á Viðareiði. Hetta er úr heimasíðuni talgilt.org.

Eitt, sum gjørdi tað so áhugavert at lurta eftir upptøkunum, er, at eg minnist bara Julius aftan á, at hann hevði havt eina heilabløðing og tí ballaði orðini, tá ið hann talaði. Upptøkurnar inni á talgilt.org eru tiknar upp væl áðrenn hetta.

Soleiðis, sum eg minnist Julius, so var hann ímyndin av gamla føroyinginum, hevði stórt skegg og gekk í koti og føroyskari húgvu. Sum sagt, eg minnist hann bara aftan á heilabløðingina. Tað, at hann ikki longur fekk so væl talað, helt honum ikki aftur frá at fara upp á talarastólin. Hann var ein kappi.

Julius stóð høgt í metum heima hjá okkum. Hann og Pól Skarðenni, maður mostur mína, bæði sigldu og róðu út saman í nógv ár, og familjurnar kendust væl. Beiggi (Grímur Rasmussen) nevndi ofta hetta, sum hann lærdi frá Juliusi, einaferð hann sum heilt ungur arbeiddi fisk saman við honum. Beiggi fuskaði eitt sindur við onkrum, og Julius rættaði hann og segði: „Rætt skal vera rætt.“ 

Hetta var ein tala, sum beiggi ongantíð gloymdi og meira enn einaferð nevndi. Tað telur, tá ið menn, sum standa á talarastólinum, endurspegla tað, teir siga í gerandisdegnum.

Samrøðan

Niels Juel Arge hevði eina samrøðu við Julius í útvarpinum í 1959. Brotið niðanfyri er endin av samrøðuni.

„Eg havi altíð hildið tað verið løgið – táið ein maður fer at fortelja øðrum tíðindi – ikki at fortelja tey bestu tíðindini, sum hann sjálvur hevur upplivað. Og tað kann eg fortelja tygum í dag.

Líka upp til 30 árs aldurin baksaði eg úti á lívsins villa havi við einum lítlum og veikt bygdum lívsfari. Men eg skal takka mínum Harra og Frelsara – Hann, sum var komin at søkja og frelsa tað fortapta – Hann fann meg sum eitt vrak úti á lívins villa havi. Og takka veri Hansara navn, Hann gav mær náði til, at eg kom at kenna Hann sum mín persónliga Frelsara. Hann kom umborð í mítt lítla lívsfar, og Hann var tann, sum tók róðrið sjálvur í hond. Hann legði skútuna á annan bógv. Hann snaraði skútuni og vendi stavnhaldinum móti tí himmalsku havnini. Nú er tað skjótt, at eg hómi teir ljósu tindar har heima, og tað gleði eg meg til. Nú skal eg ikki snakka meir.“

Talan

Brotið niðanfyri er úr talu á samfelagsmøtunum í Saltsøluni í Havn í 1958.

„Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt.“ Hásongurin 2.14

„Dúvan, hon valdi gjarna at vera á tí lægra plássinum, og ravnurin valdi gjarna at vera á tí hægra plássinum, og ikki hóskaðu tey væl saman.

Tað stendur – táið Nóa hevði sent ravnin – at ravnurin fleyg fram og tilbakar, inntil vatnið var sokkið á jørðini. Tað var sokkið so mikið, at hann fann eitt hugnaligt pláss, har hann helt, at tað var passaligt fyri seg at búgva. Dúvan harafturímóti, hon helt ikki tað vera eitt passaligt pláss fyri seg; hon vildi heldur velja tað lægra plássið. 

Nú, hatta talar í einum bílæti eisini til Guds fólk. Guds børn og verðsins børn hugna ikki so væl at velja tey somu plássini, og tað passar ikki so væl at vera saman í øllum umstøðum.

„Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins!“

Nú, vit kunnu fyrst siga, hvat vildi bergið verið, var bergið ikki sligið, og klettarnir ikki klovnir? So vildi lítil lívd verið fyri dúvuni í berginum. Nei, kletturin er klovin, hvar ið hon kundi treingja inn í tær trongu rivur fyri at fáa lívd bæði fyri stormi og regni, at fáa lívd fyri rovfuglum og rovdjórum, at fáa lívd fyri jaktmanninum. Tað var har, sum hennara skýli var, tað var har, hon vildi búgva.

Ravnurin harafturímóti, hann hevur sítt reiður úti á berajól, og sum eg havi lagt merki til undir nógvum umstøðum, so býr hann ofta høgt. Hann leggur ikki í at hava nakað at krógva seg í, hann lítur á sína egnu megi. Hann meinar, at hann kann verja seg sjálvur, men tað meinar tann einfoldiga dúvan ikki.

Jesus sigur sjálvur: „Verið tit einfoldig sum dúvan.“ Hon lítur ikki nógv á seg sjálva. Hon hevur ikki nógva megi í sær sjálvari. Hon er veik og kann ikki bestandast fyri teimum álopum, sum verða gjørd inn á hana. 

Ravnurin harafturímóti, hann treingir ikki inn í tær trongu rivurnar fyri at fáa lívd, nei hann lítur á seg sjálvan. 

Eg hoyrdi einaferð ein mann siga, at hann visti eitt pláss, har dúvur áttu. Hann segði, at tær áttu so djúpt inni, at tað bar ikki til at fáa tær. Við Jesusar hjarta, mín vinur, ert tú tryggur, har kann eingin makt koma og skaða teg har.“

Kvalaraslangur

„Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!“ 

Orðtøkini 6, 6

Evnið um meyrur og letingar er týdningarmikið. Har er nógv at taka til eftirtektar, men tað var ikki tað, eg hugsaði um her. Hugsaði meira at nýta versið sum eina lopfjøl til hyggja at kvalaraslanguni – ikki tí hon er nakað gott fyridømi, men so vit kunnu taka við ávaring. Vit læra jú ofta meira av ringu fyridømunum enn av teimum góðu.

Kvalaraslangurnar, sum eg hugsi um her, er slagið, sum er á Balabac. Á Molbog kalla tey hana bøksan. Slangan er ikki so lang, men bulurin kann vera umleið 10 til 15 cm í tvørmáti og sjálvandi nógv tjúkkari, tá ið hon hevur svølgt okkurt. Kvalaraslangan hevur sera sterkar vøddar at kvala og knúsa fongin við.

Hugsaði at siga frá tveimum søgum um kvalaraslangur. Kanska okkurt er at læra í sambandi við tær.

Ein søga, ið kanska ger í so nógv av

Eg kann ikki vátta, um henda søgan er sonn ella ikki. Fólk á Balabac duga væl at siga frá søgum, og tað dámar teimum eisini væl. Um tær eru sannar ella ikki, hevur ikki altíð so nógv at siga. Helst gott ikki at vera ov góðtrúgvin. Men við eitt sindur av hugflogi, so kundi søgan væl verið sonn.

Ein maður var eitt kvøldið farin inn í frumskógin at veiða. Brádliga merkir hann, hvussu ein kvalaraslanga byrjar at ringja seg rundan um hann. Maðurin visti, at kvalaraslangur – í hvussu er tær á Balabac – eru ikki eitrandi, og at tær eru ikki serliga kvikar. Endamál teirra er jú ikki at bíta, men at vevja seg um fongin og kroysta hann sundur. Maðurin var sinniligur og misti ikki tamarhaldið á sær; og meðan slangan spakuliga vant seg um hann, tók hann masketuna og skar slanguna á háls. Reyp? Ja, kanska. 

Eitt svitast tó ikki. Maðurin hevði ikki havt ein livandi kjans, hevði hann ikki havt masketuna uppi á sær. Sum teir gomlu søgdu: „Knívleysur maður er lívleysur maður.“ Jú, tað kann vera, at søgan ger í so nógv av, men hon er ein góð lýsing av sannleikanum um sannleikan, orð Guds.

Tvey vers úr Nýggja Testamenti og tvey úr Gamla Testamenti koma mær í hug:

„Takið … svørð Andans – sum er orð Guds,“  Efesusbrævið 6, 17

„… orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.“  Hebrearabrævið 4, 12

„… svørð Goliats Filistara, hansara, sum tú drapst í Eikidali, tað hongur ballað inn í klæði aftan fyri lívkyrtilin. Vilt tú hava tað, so tak tað! Her er einki annað svørð.“ Tá segði Dávid: „Einki er móti tí, gev mær tað!““  Fyrra Sámuelsbók 21, 9

„Bannaður veri tann, ið latur er at gera verk HARRANS, bannaður veri tann, ið ikki blóðgar svørð sítt!“  Jeremias 48, 10

Tá ið alt kemur til alt, er spurningurin ikki, um fíggindin kemur eftir okkum ella ikki, men um vit hava svørð Andans uppi á okkum og duga at brúka tað.

Ein søga, ið ikki ger ov nógv av

Hesa søguna kann eg vátta. Hon hendi beint har í grannalagnum hjá okkum. Onkur hevði sæð eina kvalaraslangu undir húsunum hjá teimum og fór til ein granna og spurdi, um hann kundi koma og skjóta hana. Tað var eyðsæð, har hon lá, at hon hevði júst svølgt onkrum stórum, og so var. Tá ið teir skóru hana upp, sóu teir, at hon hevði svølgt einari heilari geit.

Vit hugsa, at hatta er ómøguligt. Ein slanga kann ikki svølgja eina heila geit; men tað kann hon.

Og lærdómurin til okkara er: Ofta halda vit okkum vera ov stór til, at hin gamli ormurin (Op. 12, 9) kann bara svølgja okkum. Vit gloyma, at her er eingin okkara ov stórur. Vit fara ongantíð at koma so langt, at nú kunnu vandarnir ikki longur raka okkum (1. Kor. 10, 11-12; Gal. 6, 3).

——-

Onkursvegna tóktist tað mær, sum at kvalaraslangurnar á Balabac dugdu betur at goyma seg enn aðrar slangur. Men vit mugu ikki halda, at tað merkir, at tær ikki eru har. Mangan tykist tað á sama hátt, tá ið tað kemur bæði til hin ónda og allan andaher hansara. Tað er so lætt at billa sær inn, at teir eru ikki har; men tað broytir einki upp á veruleikan.

Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession

Eitt sindur um bókina

Tað eru bøkur, kanska nógvar, sum tú kundi hugsað tær at lisið, men ofta kemur tú bara ikki til tað. Ein slík bók hjá mær var ein lítil lættlisin bók við heitinum Golgata-vegurin. Hon skuldi verið skjót at lisið, men kortini gingu mong, mong ár frá tí, at eg fekk bókina, til eg las hana. Las hana á enskum, men hon er eisini á donskum. Hetta er heilt avgjørt ein bók, sum eg kann viðmæla øðrum at lesa. Boðskapurin er greiður og týdningarmikil – og so tann stóri fyrimunurin, at hon er stutt og løtt at lesa.

Heitið á bókini sigur so nógv, Golgata-vegurin. Vit vita, at tað er vegurin, sum Harrin beyð okkum at fylgja. Tað er at liva eftir orðum Harrans, tá ið Hann segði (Luk. 9.23):

Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.“

Innast inni leingist okkum at kunna ganga hasa leiðina. Vit vita, at tað er har, at satt lív og sonn gleði eru at finna. Trupulleikin er bara, at tað fellur okkum so tungt. Petur W. Háberg lýsti tað so væl:

Tak meg allan, Harri Jesus,
tak meg tætt at tær!
Ver tú alt í mínum lívi,
tak meg, tí tú sær,
at mítt hjarta er so vesalt,
at tað maktar ei
sjálvt at sleppa heimsins vegum,
ganga tína leið!

Eitt sindur um høvundan

Maðurin, sum skrivaði bókina, æt Roy Hession. Hann var onglendingur, føddur í 1908, og fór heim til Harran í 1992. Hann fór í fulltíðartænastu eftir at hava arbeitt sum bankamaður í tíggju ár. Hann skal hava sagt um seg sjálvan, at nøkur ár eftir, at hann hevði virkað í fulltíðartænastu, varð hann varur við, at øll kraftin var farin úr boðskapi Hansara. Í 1947 hitti hann brøður úr Eystur Afrika, sum lærdu hann meginreglur, sum broyttu lív hansara fullkomiliga. Hann eyðmýkti seg, kom aftur til krossin, og tað gjørdi munin. Tað eru hesar meginreglurnar, sum hann skrivar um í bókini Golgata- vegurin.

Nøkur sitat úr bókini

  • Blóðið reinsar frá allari synd, tað reinsar okkum ikki frá nakrari umbering.
  • Evan Roberts plagdi at siga undir vekingini í Wales: „Boygg samkomuna og frels fólkið.“ 
  • Tað var, tá ið kongurin í Nineve reistist úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku, at fólkið vendi við.
  • Andrew Murray sigur: „Eins og vatn altíð fyllir lægsta staðið, soleiðis fyllir Harrin okkum við dýrd og kraft Síni, tá ið Hann sær okkum eyðmjúk og tóm.“
  • Synd gjørdi, at fyrstu foreldur okkara krógvaðu seg fyri ásjón Guds Harrans millum trøini í urtagarðinum, og hon hevur havt somu ávirkan á okkum líka síðan. Synd ger okkum uppgjørd og følsk, hon ger, at vit umbera okkum og geva øðrum skyldina.
  • Rómbrævið 13.12 „… herklæði ljósins!“ eru satt gjøgnumskygni.
  • Skulu vit liva tað sigrandi kristna lívið, mugu vit læra at vera einføld. Vit hava gjørt alt so fløkt.
  • Tað var inn í eitt heim, at syndin fyrst kom. Tað er heima við hús, at vit møguliga synda meira enn nakra aðrastaðni. Og tað er heima við hús, at vekingin má byrja.
  • Veking er bara lív Harrans Jesusar stoytt niður í mannahjørtu.
  • Veking er ikki fyrst og fremst nakað, ið Gud ger millum tey óumvendu, men millum Síni egnu.
  • Einfaldi sannleikin er, at tað einasta vakra við tí kristna menniskjanum er Jesus Kristus.

At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

Um talaran

Eg stóð í Grótabrekkuni, tá ið ein vinmaður fortaldi mær, at flúgvarin úr Íslandi var dottin niður, og Brynleif Hansen var millum teirra, sum doyðu. Síggi fyri mær enn júst hvar í brekkuni, eg stóð.

Minnist fyrstu ferð, eg var á Zarepta. Vit vóru uppi í salinum í gamla Zarepta. Møtið var byrjað, tá ið Brynleif kom inn við sangheftum, sum hann júst hevði duplikerað. Vit høvdu fingið at vita, áðrenn hann kom, at hann hevði sjálvur umsett ella yrkt onkrar av sangunum í heftinum. Imponerandi hildu vit. Hetta var í 1969.

Árið eftir – sama árið, sum hann doyði – var hann leiðari hjá okkara liði. Minnist, at hann segði mær, at hann og pápi høvdu verið til skips saman við Sjúrðarbergi. Hetta visti eg longu frá pápa, men tað var eg ov smæðin at siga honum.

Aftan á, at Brynleif var farin, gav Else, kona hansara, allar útvarpstalurnar hjá honum út í bók við heitinum Hin tigandi boðberin. Las alla bókina ígjøgnum onkuntíð síðst í hálvfemsunum. Eg gjørdist serliga gripin av einari talu, sum hann kallaði Ein kristin. Í taluni nevndi hann, at vit eru farin at breiðka smala vegin og spurdi, hvør hevði givið okkum loyvi til tað.

Summi tykkara minnast ella hava hoyrt um Jim Elliot ella møguliga Keith Green. Hetta vóru brennandi ungir Harrans tænarar, sum vórðu tiknir heim mitt í lívsins blóma. Tað var nakað dragandi og radikalt við teimum. Harrin nýtti teir at tendra ein brand í mangan ungan. Brynleif var føroyska útgávan av Jim Elliot og Keith Green. Minnist meg rætt, var tað Brynleif, sum umsetti bóklingin Sukurlátusoldáturin  eftir kenda trúboðaran C.T. Studd. Hann helt, at alt ov mong trúgvandi eru sum sukurlátusoldátar: søtir, pakkaðir í vakurt glanspappír, men bráðna, so skjótt tað gerst ov heitt.

Else og Poul Jóhan vóru so beinasom at senda mær eitt eintak av bókini Hin tigandi boðberin. Brotið niðanfyri er úr taluni Ein kristin. Talan er frá oktober 1967.

Úr taluni

„Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.“ Fyrra bræv Pæturs 4.16

Tað var ein skomm at verða kallaður ein kristin. Tey kristnu liðu nógv fyri Kristus, tað komu svárar forfylgingar yvir tey, og tey komu at gjalda dýrt fyri hetta navn.  

Onkur sigur kanska: Ja, men tíðirnar eru ikki tær somu sum tá.  Men Jesus gav okkum einki lyfti um, at tað skuldi verða lættari at vera ein kristin seinni í tíðini. Jesus segði (Jóh. 15.18-20):

„Tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum. 

Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara!“ Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við …“  

Og í Seinna Timoteusbrævi lesa vit (3.12), at „øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“

Tað er eingin munur at vera ein kristin í tí fyrstu kristnu tíðini ella fyri 1000 árum síðani og at vera tað í dag. Vegurin til Himmals er hin sami.

Tá ið vit koyra eftir vegnum í Føroyum í hesum døgum, síggja vit nógvar bulldosarar og gravimaskinur, sum eru við at breiðka vegin, og tað er einki annað enn gott at siga um tað, men hvør hevur givið okkum loyvi til at breiðka vegin til Himmals?  Jesus segði, at vegurin er smalur, sum førir til lívið. Hann segði, at tann, sum vil liva gudiliga í Kristi Jesusi, skal verða atsøktur. Hann sigur, at heimurin hevur hatað Meg, tykkara Harra og Meistara, og hann fer at hata tykkum við.  

Men vit hava breiðkað vegin.  Tað er ringt at fáa skil á, hvør ið er ein kristin, og hvør ið ikki er tað.  Vit loyva okkum at gera næstan alt, og í summum førum alt, sum heimurin ger. Lívið hjá teimum, sum ikki kalla seg kristin, er ofta eitt vakrari lív enn hjá teimum, sum kalla seg kristin. 

Royn tú bara at liva Kristus, royn og liv gudiliga í Kristi Jesusi, og tú skalt skjótt verða kallaður fanatikari; tú skalt skjótt finna útav, at vegurin er líka smalur enn, sum hann altíð hevur verið. Men, skrivar Pætur, um onkur líður sum kristin, skal hann ikki skammast. Ein kristin kann av sonnum syngja við sálmaskaldinum:

Jeg er en kristen og vil det være,
til sol og måne ej skifter mer.
Jeg er en kristen, det er min ære,
om hele verden end ad mig ler.

Á nýggjársveitslu í Betesda

Tað var fastur siður í Betesda at hava veitslu nýggjársaftan. Haðani eru nógv góð minnir. Tá ið tað var farið at líða út móti midnátt, var bønaløta, sum vardi til eftir midnátt. Ríkt soleiðis at fara biðjandi inn í tað nýggja árið. – Skal eg vera heilt erligur, so kom tað tó onkuntíð fyri, at eg leyp bønaløtuna um – vildi ikki lata alt fýrverkið gleppa mær av hondum. Kortini minnist eg hasar bønaløturnar sum nakað ríkt. Aftan á bønaløtuna var tað fastur siður at syngja sangin hjá Linu Sandell: „Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú!“ Sangurin er ein bøn um leiðslu og varðveitslu í nýggja árinum.

Um fyrsta versið:

Í tínum dýra navni, Jesus,
vit eitt nýtt ár byrja nú!
Men vár tráan og vár longsil,
øll vár vón ert eina tú;
kom og ber til vári hjørtu
meiri náði, ljós og kraft,
meiri lív og meiri gleði,
enn vit áður hava havt!

„Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú!“ At byrja árið í Jesu navni merkir at byrja tað umboðandi Hann, at Hann er við okkum og, at vit byrja tað í styrki Hansara. Góður máti at byrja árið.

„Men vár tráan og vár longsil, øll vár vón ert eina tú“. Onkur hevur sagt, at trúgvandi hava lyndi til at lúgva, tá ið tey syngja. Kanska henda reglan er eitt av brotunum, har vit lúgva. At siga: „øll vár vón ert eina tú“ er kanska í so ansaligt. Og tó er tað óivað í fínasta lagi at syngja tað kortini. Harri okkara dugir at døma hugsanir og ráð hjartans. Hann sær djypri enn vit og dugir at síggja, hvussu nógv vit í øllum ófullkomileika okkara veruliga leingjast eftir, at Harrin skal vera okkara eitt og alt. Hann veit, at djúpast inni geva hasi orðini afturljóð. Vit leingjast bara so illa eftir at vera Honum nær.

Um annað versið:

Uppihalt og føð tú okkum
gjøgnum hetta nýggja ár,
send tú okkum signing, náði,
ugga tey, sum fella tár!
Okkum lær at tæna, elska
alla tíð, á hvørjum stað,
okkum lær við tráan vænta
komu tína dag um dag!

„Uppihalt og føð tú okkum“. Hetta er í tráð við tað, sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja (Matt. 6.11):

„Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!“ Bíbilskt at biðja soleiðis.

Víðari í versinum finna vit orð sum, signingnáðiuggalærat tænaelska og við tráan vænta. Minnir á tað, sum Paulus sigur í Titus 2.11-13: 

„Tí náði Guds er opinberað, … 

og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, 
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,“  

Um triðja versið:

Lær tú okkum øll at nýta
tíðina at tæna tær
og at telja várar dagar,
sum at hvør hin síðsti var!
Gev, at eingin burt skal spilla
náðina, sum árið ber,
hetta ár, sum kanska verður
síðsta ár hjá onkrum her!

„At telja várar dagar“. Orðini koma úr Sálmi 90.12:

„At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!“

Sami sálmur (Sálmur 90) sigur eisini (v. 2-6):

„… frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

Menniskjað gert Tú aftur til dust; …

Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.

… Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør; 

um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.“ 

Álvarsamt.

Sangurin var, sum eg segði, vanliga sungin aftan á bønaløtuna. Tá ið so sangurin var liðugur, plagdi onkur av teim eldru at fara upp og siga nøkur orð. Ofta var mint á síðstu reglurnar í sanginum: „hetta ár, sum kanska verður síðsta ár hjá onkrum her.“ Onkur heldur kanska, at hatta er ein døkkur máti at byrja eitt nýtt ár. Men orðini eru heilt víst í tráð við tað, sum varð endurgivið úr Sálmi 90. Tá ið Gud heldur, at hatta er rætti mátin at byrja árið, man tað vera í lagi (Sálmur 90.2):

„… frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!“

Heim til jóla

Jógvan Júst og dóttir hansara, Heidi Guttesen, hugleiða um einaferð, Heidi skuldi heim til jóla.

Jógvan Júst:

Tað var upp undir jól í 1994. Vit búðu á oynni Balabac í útsynningshorninum av Filipsoyggjum. Av tí at vit búðu so fjarskotið, máttu vit ferðastvið lítlum Cesna flogfari fyri at sleppa til og av oynni. Felagsskapurin, sum vit virkaðu saman við, hevði vanliga flogfar og flogskipara á oynni Palawan, beint norðan fyri Balabac. Hesi jólini var tó eingin flogskipari á Palawan, og tí kom ein flogskipari av oynni Luzon, heilt har norðuri, til okkara eina ferð um mánaðin.

Heidi gekk í skúla á oynni Luzon og skuldi heim at halda jól. Hon skuldi við Cesna flogfarinum allan vegin úr Luzon til Balabac. Flogfarið var lítið,og teinurin var langur. Tað tók tað nógva av einum degi at flúgva suður. Flogvøllurin hjá okkum á Balabac var ein grasvøllur, okkurt um 350 metrar langur. Við annan endan vóru høg pálmatrø og við hin eitt fjall. Veðrið mátti vera júst tað rætta, skuldi flogfarið lenda, og desember er oftakeðiligur til veður.

Tann dagin, Heidi skuldi koma, var vindurin á markinum. Flogskiparin royndi at lenda, men nei, har bar ikki til. Hann fleyg runt eina løtu ogroyndi so aftur, men sama søga. Hann royndi nakrar ferðir, men so noyddist hann at venda og flúgva norður aftur til Palawan. Morgunin eftir royndi hann aftur, men sama søga, hann fekk ikki lent og mátti norður aftur til Palawan.

Tíðin hjá flogskiparanum var avmarkað, hetta var jú upp undir jól. Á Balabac linkar vindurin vanliga út á seinnapartin. Flogskiparin segði okkum í sendaranum, at hann skuldi royna aftur seinni, men fekk hann ikki lent tá, varð hann noyddur at fara aftur til Luzon. Tað var ein ræðulig kensla at vita, at dóttirin møguliga ikki fór at sleppa heim til jóla. Flogfarið hevði verið so nær við at lent tvær ferðir og so at hugsa sær, at Heidi møguliga fór at verða noydd at fara norður aftur til Luzon. Eg minnist, at onkrar av grannakonunum grótu, tí tær hildu tað vera so synd.

Summi tykkara hava møguliga hoyrt um flogskiparan Martin Burnham. Nøkur ár eftir henda jólatúrin vóru hann og Gracia, kona hansara, tikin gíslar av muslimskum yvirgangsmonnum og hildin fangar í meira enn eitt ár. Tað endaði við, at Martin varð dripin.

Aftur til flogfarið og floglíkindini. Martin vildi gera sítt ítasta, fyri at Heidi skuldi sleppa heim til jóla. Hann spurdi, um tað var í lagi, at hann bíðaði við parti av ferðagóðsinum til næsta túr. Jú, tað var sjálvandi í lagi. Hetta gjørdi flogfarið lættari og líkindini at lenda betri. Flogskiparin royndi aftur, og jú, hesaferð bar til, flogfarið fekk lent.

Eg gloymi ongantíð kensluna, tá ið flogfarið kom, og vit høvdu fingið Heidi heim til jóla í øllum góðum.

Heidi:

Eg minnist væl handa langa flogtúrin heim. Hann kendist sum longsti túrurin í lívinum. Tað var ísakalt í flogfarinum, og undir okkum vóru myrk illveðurskýggj. Einastu steðgirnir vóru, tá ið lítla Cesna flogfarið mátti seta seg fyri at fáa meira brennievni. Tá ið tú hevur verið burtur heimanífrá í fleiri mánaðir, og komforturin á heimferðini er alt annað enn góður, so gleðir tú teg bara enn meira at koma heim.

Men, hvat nú um? … Hvat nú um vit ikki fáa lent? Ella floglíkindini eru ov vánalig til lítla flogfarið? Hvat nú um eg ikki sleppi heim og má halda frídagarnar úti í býnum saman við fólki, sum eg nóg illa kenni?

Hesir „Hvat nú um?“ spurningarnir hava lyndi til at spøkja enn, og dagliga má eg líta mínum himmalska Pápa hesar stúranirnar upp í hendur. Hvat nú um tað, sum eg trái eftir innast inni, ongantíð fer at henda, og um tað, sum eg stúri mest fyri, verður veruleiki? 

Sannleikin er, at vit hava ongantíð fingið lovað, at gøtan bara skal vera sløtt. Men vit hava fingið eitt nógv størri lyfti, og tað er, at um so okkara stúranir verða veruleiki, so fer Gud altíð at vera hjá okkum mitt í ódnarveðrinum. Hetta er tað, vit fáa lovað í Sálmi 139, myndin í Sálminum, sum altíð fær meg at hugsa um mítt barnaheim á lítlu oynni, sunnarlaga á Filipsoyggjum.

Sálmur 139.7-12:

Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;

taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,

so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.

Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“

so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.

Á bíbliutíma í kjallaranum í Betesda

„Tí Ezra hevði vent hjarta sínum til at granska í lóg HARRANS og gera eftir henni og til at læra onnur í Ísrael lóg og rætt.“ Ezra 7.10

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um bíbliutímarnar, sum plagdu at vera í kjallaranum í Betesda, og hvussu stóran týdning teir hava havt í lívinum.

Fríggjakvøld vóru bíbliutímar fyri børn og leygarkvøld fyri ung og vaksin. Minnist meg rætt, vóru hesir bíbliutímarnir úrslit av vekingini, sum fór fram í Betesda fyrst í trýssunum. Havi eg skilt tað rætt, var tað serliga Eliesar Poulsen, sum legði orku í at fáa teir í lag. Umframt tað, eg lærdi heima, á vanligum møtum, í sunnudagskúla og í Zarepta, vóru hesir bíbliutímarnir liðir í at leggja lunnar, sum hava gjørt mun, stóran mun.

Bíbliutímarnir fríggjakvøld

Páll á Dul plagdi at lesa onkra stuttsøgu fyri okkum, og so fóru vit í bólkar. Vit vóru í síðurúmunum í kjallaranum. Onkran vetur vóru gentur og dreingir saman, annars var tað vanliga, at vit vóru hvør sær. 

Eg nevndi Páll á Dul. Aðrir lærarar, eftir hvat eg minnist, vóru Jógvan Tróndheim, Schwartz Jacobsen og Dávur Jacobsen.  

Vit fingu spurningar við heim, sum vit skuldu svara og so taka við okkum til næsta bíbliutíma. Eg minnist ikki, at vit nýttu Emmaus bíbliuskeiðini, møguliga vóru tey ikki enn útkomin á føroyskum. Eg haldi meg tó minnast, at vit nýttu tey onkran vetur, tá ið vit gingu á bíbliutíma leygarkvøld. 

Bíbliutímarnir leygarkvøld

Tað var sama mannagongd sum fríggjakvøld. Vit møttust í salinum í kjallaranum og vórðu so býtt í bólkar. 

Poul Færø var lærari hjá okkum ungu. Hann hevði eitt serligt hegni og vísti eitt satt hirðahjarta móti okkum. Aðrir lærarar, eg minnist, vóru Eliesar, John Høj, Páll Rólant Poulsen og Hanus úr Mikladali. Har vóru ivaleyst eisini aðrir, sum eg ikki minnist.

Bíbliutímarnir og samkoman

Tá ið eg fór á bíbliuskúla, merkti eg veruliga, hvussu væl vit, sum eru uppvaksin í samkomuni, høvdu verið lærd. Eg hoyrdi ofta frá fólki, sum høvdu gingið á skúla saman við føroyingum, hvussu hugtikin tey vóru, at føroyingarnir kendu Skriftina so væl. Og eg hoyri tað ofta enn.  Hatta er ikki bara nakað, sum eyðkendi samkomurnar fyrr. Tey, sum hava havt ábyrgd, hava ofta dugað sera væl at skapt ein longsul eftir Skriftini. Og tað er hatta, sum ger allan munin.

Eg havi, síðani eg flutti heimanífrá, sitið og lýtt á lærarar og talarar, sum duga ótrúliga væl at bera Orðið fram. Tað er sum at sita til stóra veitslu, táið teir borðreiða við Orðsins besta. Men eg veit ikki, onkursvegna merkir tú aftaná, at hatta í sær sjálvum skapar ikki nakran beinleiðis longsil eftir Orðinum. Tað, sum skapar handa tostan, er ofta meira, tá ið vanlig trúgvandi koma saman, og onkur teirra lærir Orðið. Sjálvandi er vandi í hvørjari vælferð, tað er ikki nóg mikið bara at verða lærdur. Paulus sigur í Fyrra Korintbrævi 8.1, at „kunnskapurin blæsur upp“. Ja, hann kann enntá gera okkum gróthørð yvir fyri Harranum, men hin vegin má hann eisini til, skulu vit búnast, sum vit eiga. Tað er sum við øllum, har krevst javnvág.

Skal samkoman búnast og vaksa, mugu vit hava fólk, sum líkjast Ezra. Sum eg nevndi at byrja við – fólk, sum leggja nógva orku í at granska Orðið, at gera eftir tí, tey læra, og so læra tað víðari. Vit mugu byrja, meðan børnini eru ung, og ikki gevast, tá ið tey gerast eldri, og so als ikki, tá ið tey eru vorðin gomul.

Nevndi, tá ið eg var á bíbliuskúla. Stutt áðrenn eg fór, kom Victors umseting út í nýggjari útgávu. Minnist vanligu møtini, at tú legði til merkis nýggju Bíbliurnar, flest øll høvdu við sær. Eg fór so avstað og kom heimaftur í summarfrí árið eftir. Eitt tað fyrsta, eg legði til merkis, tá ið eg kom á møti, var, hvussu slitnar nýggju Bíbliurnar vóru. Hatta kann av sonnum kallast ein ríkur samkomuarvur.

***

„Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ Seinna Timoteusbræv 3.14-17

Netmøti við Jógvan Júst Rasmussen 21. november 2021

Á hesum netmøti talar Jógvan Júst Rasmussen. Sunnudagsskúlin luttekur við sangi. Dan Hjelm og Arnbjørn Justesen hava vitnisburðar.

Í skeivum vagni – hugleiðingar og brot úr talum hjá Andrew Sloan og Peturi Háberg

Í seinastu grein hugleiddi eg um eina talu hjá Andrew Sloan, sála, har hann tosaði um Josias kong. Talan er á heimasíðuni talgilt.org.

Móti endanum av taluni, kemur hann við nøkrum áhugaverdum viðmerkingum um vagnin, sum Josias var í, tá ið hann var særdur og doyði. Í Seinnu Krønikubók 35.23-24 stendur:

„Men Josias kongur varð raktur av bogamonnunum; tá segði kongurin við tænarar sínar: „Komið burtur hiðani við mær, tí eg eri illa særdur!“

Tænarar hansara bóru hann tá úr vagninum, settu hann í hin vagn hansara og fóru til Jerúsalem við honum; har doyði hann og varð jarðaður í grøvum fedra sína. Alt Juda og Jerúsalem syrgdi Josias;“

Andrew sigur um Josias: 

Hann var ikki í tí vagni, hann átti at vera. Gud hjálpi okkum, um vit so kunna siga, eru komin í galna vognin, at vit stíga úr honum og fara í rætta vognin, meðan tíð er.

Hevði ongantíð hugsað um hatta, sum Andrew Sloan nevndi við vagninum. Kannaði tað nærri og fann, at Josias í roynd síni at dylja, hvør hann var – hann var jú farin í dularbúna (2. Krøn. 35.22) – skifti vagn og fór í ein, sum líktist teimum hjá egyptum. – Ein rámandi mynd, mann kennir seg aftur.

Og alt hatta, tí hann hevði blandað seg upp í eina sak, sum Harrin ikki vildi, at hann skuldi blanda seg uppí.

Við myndini av galna vagninum, latið okkum fara innaftur á talgilt.org og lurta eftir broti úr eini talu hjá Peturi Háberg, sála. Eins og hjá Andrew er talan frá fyrst í trýssunum.

Petur Háberg: 

Tá ið mann er ungur frelstur, so kemur Satan ikki sum tann brølandi løvan. Hann kemur við ymiskum interessum. Hann sær eitt ungt hjarta, sum er gripið av Harranum – og eg veit, at tað eru fleiri av teimum eldru trúgvandi her, sum vilja geva mær rætt í tí – vit eru ung og frelst, vit eru gripin av hesum, at Jesus hevur leyskeypt okkum, og vit eru gripin fyri at vinna sálir; men so kemur ymiskt inn, sum tekur okkara interessir, at dríva hetta út úr okkara hjarta og okkara lívi, at stjala evnini frá Gudi, sum Jesus hevur keypt við Sínum dýrabara blóði, til nakað annað, at liva fyri okkum sjálvi, sum er eitt tómt lív. Og hann kemur í ymiskum formum. 

Vit plaga at tosa um, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Tað kemur í formi av politikki til ein – tað havi eg erfarið – óskyldiga; tað kann diskuterast, um hetta er rætt ella skeivt, óskyldiga kemur tað. Eg var brennandi nationalur sum ungur, gripin av hesum. Eg dugdi ikki at síggja nakað skeivt í tí, inntil ein dag, eg var so vavdur inn í tað, at eg kundi ikki foreina tað – at fara fram og vitna fyri Jesus – við tað, sum eg var filtraður inn í av politikki. Soleiðis fer politikkur við einum, sum kundi virkað fyri Harran; ítróttur fer við einum øðrum, musikkurin fer við einum triðja.

Ymisk ting, forrætningar, og alt tað, sum kann brúkast til at taka interessuna frá Harranum, blívur brúkt. Og har fer ein lovandi unglingi í Harranum yvir til nakað annað, nyttuleysur og vrakaður fyri Honum.

Eg skal siga tykkum tað. Tað gingið nógv ár, tá ið eg ikki vitnaði fyri Harran, men tað var ein tráan í mínum hjarta at koma Honum nær, og tað kom ein dagur, tá ið eg mátti taka eina avgerð. Eg mátti velja millum hetta, sum eg var innfiltraður í, og Harran. Tað tók ár at loysa meg. Eg sigi ikki, at eg eri loystur frá øllum. Tað er so farligt at koma inn í hesa interessuna, sum eitur heimurin og okkara kjøt, okkara strevan eftir onkrum interessantum. Tú gerst meira og meira bundin. 

Hvat fyri skugga síggja vit aftan fyri alt hetta her? Vit síggja Satans skugga aftan fyri tað. Hann sær tey ungu, sum eru gripin av Harranum, og hann kennir hansara gávur, og hann leggur óskyldiga, tilsýnalátandi, eina snaru, inntil hann hevur rykt handa unga burtur úr Harrans íðinskapi og úr Harrans verki.

Ungi vinir, ansið tykkum. Kappið, áðrenn tað er ov seint.

Og so tvey sitat afturat úr taluni hjá Andrew Sloan:

Tað er mangur mangur maður, sum hevur verið ein stórur maður, men sum einki hevur verið fyri Gudi, men sum kundi havt verið tað.

Heimurin hevur fingið stórar menn burtur úr Guds børnum og teirra flokki, men Guds samkoma hevur mist stórar Guds menn vegna tað.

Josias – hugleiðingar úr talu hjá Andrew Sloan

Minnist eitt mikukvøld í Betesda, tá ið Andrew Sloan, sáli, tosaði um ein av kongunum í Gamla Testamenti, sum bara sjey ella átta ára gamal gjørdist kongur. Hann samanbar kongin, og hvussu hann búnaðist, við búning okkara sum trúgvandi.

Kongurin, hann tosaði um, var antin Jóas ella Josias. Jóas var sjey, tá ið hann gjørdist kongur (2. Krøn. 24.1) og Josias átta (2. Krøn. 34.1).

Herfyri kom eg fram á eina talu hjá Andrew Sloan, inni á talgilt.org, har hann talar um Josias kong. Talan er frá 1960, meðan talan, eg hoyrdi Andrew tala, hevur verið fyrst í sjeyti-árunum. Ikki sama tala, men sami tanki. Her kemur okkurt av tí, sum Andrew segði í taluni inni á talgilt.org.

Hann byrjar við at lesa um syrgiliga deyða Josiasar (2. Krøn. 35.20-27). Álvarsamt, serliga tá ið tú hevur í huga, hvussu væl hann byrjaði, og hvussu leingi hann helt á, til hann fór skeivur.

Talan hjá Andrew var serliga vend til tey ungu, og tú merkti umsorganina, sum hann hevði fyri teimum, og hvussu hann vildi, at tey ungu, sum hann málber seg: „mugu vera vard og ikki verða besmittað av heiminum.“

Átta ára gamal verður Josias kongur

„Josias var 8 ár, táið hann gjørdist kongur, og 31 ár stýrdi hann í Jerúsalem.“ Seinna Krønikubók 34.1

Andrew samanbar tað at gerast ein trúgvandi við at gerast kongur. Jesus segði, at ríki Guds er innan í okkum (Luk. 17.21) Gud vil, at vit ráða í okkara lítla ríki saman við Honum og fyri Hann.

Vit kunnu samanbera átta ára gamla Josias við tey smáu, sum Jesus segði trúgva á Seg. Andrew segði, at hann var sjálvur um átta ára gamal, tá ið hann kom til trúgv.

16 ára gamal byrjar Josias at søkja Gud

„Áttanda árið ið hann sat við stýrið – hann var tá unglingi – byrjaði hann at søkja Gud Dávids, faðirs síns, …“ Seinna Krønikubók 34.3

Andrew las Matteus 6.33:

„Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!“

Hann segði eisini, at orðini „– hann var tá unglingi“ minna okkum á Timoteus (2. Tim. 3.15):

„og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.“

20 ára gamal byrjar Josias at fáa burtur offurheyggjar, altar og skurðgudamyndir

„… og tólvta árið byrjaði hann at fáa burtur úr Juda og Jerúsalem offurheyggjarnar, Asjerurnar og hinar útskornu og stoyptu myndirnar.“Seinna Krønikubók 34.3

12. árið, Josias var kongur – hann hevur tá verið bert 20 ára gamal – varð hann byrjanin til stóra veking.

26 ára gamal reinsar Josias templið. Lógbókin verður funnin, og páskir verða hildnar

„Átjanda árið ið hann sat við stýrið – meðan hann reinsaði landið og templið – sendi hann Safan, … at væla um hús HARRANS Guds síns.“Seinna Krønikubók 34.8

„… fann Hilkia prestur bókina við lóg HARRANS, ið givin var við Mósesi.“ Seinna Krønikubók 34.14

„Nú helt Josias HARRANUM páskir í Jerúsalem. …“ Seinna Krønikubók 35.1

Átjanda árið, ið hann sat við stýrið, hevur hann verið 26 ára gamal. Meðan teir væla um hús Harrans, finnur Hilkia prestur bók – lógbók Harrans. Tá ið kongurin og fólkið hoyra, hvat har stendur, síggja tey, hvussu langt tey eru farin av leið. Hetta førir til, at tey geva seg til Harran av nýggjumog halda størri og ríkari páskir, enn nakran tíð hava verið hildnar í Ísrael, síðani Sámuel profetur livdi (2. Krøn. 35.18).

39 ára gamal fer Josias í kríggj, verður særdur og doyr

„… Josias kongur varð raktur av bogamonnunum; …

Tænarar hansara …  fóru til Jerúsalem við honum; har doyði hann …“ Seinna Krønikubók 35.23-24

Seinna Krønikubók 34.1 sigur, at hann var átta ára gamal, tá ið hann varð kongur, og at hann ráddi í 31 ár. Vit kunnu út frá tí siga, at hann var um 39 ára gamal, tá ið hann doyði.

Tað, sum hendi, var hetta: Harrin sendir Neko kong í Egyptalandi í bardaga móti konginum í Assýria. Josias blandar seg upp í og fer ímóti Neko. Neko ávarar Josias og sigur (2. Krøn. 35.21):

„… Lat vera at berjast við Gud – sum er við mær! Varða teg, at Hann ger ikki enda á tær!“

Josias vildi ikki lurta og varð dripin.

Andrew segði, at ofta skilja heimsins børn, hvat vit skulu gera, men ikki vit. Tað er endurtøka av fyli Bileams.

Hann segði eisini, at vit vita ikki, hví Josias gjørdi hetta. 13 ár vóru liðin, síðan hann hevði fingið tempultænastuna aftur í rættlag, og tey høvdu hildið stóru páskahøgtíðina. Hvat hevði hent hesi 13 árini? Var hann vorðin dølskur, minni nærlagdur í at søkja Harran og at hava reina samvitsku? Vit vita ikki. Vit vita bara, at Josias valdi ikki at lurta og blandaði seg uppí, har hann einki hevði at gera, og endin var, at hann var særdur til deyða, bara 39 ára gamal.

Andrew:

„Hóast vit eru byrjað tíðliga, eru byrjað væl og hava hildið fram leingi, ber tað kortini til at fara skeiv og enda illa.“