Tag Archive for: Orð

– og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan

„Duravaktararnir: Sallum. Akkub. Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið – 

og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.“

Onkur hevur sagt, at tað andaliga lívið er eitt áhaldandi lýdni. So satt, sum tað er sagt. Skriftirnar er fullar av frásagnum um fólk, sum byrjaðu væl, men endaðu ikki væl. Fólk, sum hildu á eina stund, men so – sum í líknilsinum um sáðið og sáðmannin (Matt. 13.21) – vóru fyri falli, tá ið tey møttu trongd og atsókn fyri orðsins skuld.

Versini oman fyri, Fyrra Krønikubók 9.17-18, nevna duravaktarar, sum flestu okkara ongantíð hava hoyrt um. Tað stendur, at teir vóru duravaktarar við Kongaportur, fyri eystan, og so stendur, at líka enn standa teir har. Líka enn, minnir á áhaldandi lýdni. 

Hugsaði, at vit kundu hugt at, hvat tað innibar, at teir vóru duravaktarar, at teir stóðu við Kongaportur, fyri eystan, og at teir líka enn standa har.

Duravaktarar

Templið hevði duravaktarar, tað var ikki opið fyri almenninginum. Tað vóru bara nøkur fá økir uttan fyri templið, sum vóru opin fyri almenninginum. Tað var fyri at tryggja sær, at eingin kom inn, at duravaktararnir stóðu har.

Tað er bæði nakað neiligt og nakað jaligt við duravaktarum. Tað neiliga er, at vegurin til Gud var enn ikki opin, hetta var jú áðrenn Golgata. Tað jaliga er, at hetta vóru menn, sum vardu templið ímóti tí, sum kundi dálka tað og tí gera tað ónýtiligt. Frá hasum sjónarhorninum tørvar okkum eisini duravaktarar í dag. Fólk, sum tora at halda vakt, fólk, sum Efesusbrævið 4.15 sigur, eru „sannleikanum trúgv í kærleika“.

Við Kongaportur, fyri eystan

Kongaportrið var á eystaru síðu tempulsins. Tað var kallað Kongaportur, tí tað var bara opið, tá ið kongarnir komu og fóru. Áhugavert er, at hetta er skrivað í Fyrru Krønikubók, sum jú varð skrivað, eftir at fólkið var komið aftur úr útlegdini, og tey ikki longur høvdu nakran kong. Og kortini høvdu tey enn duravaktarar við Kongaportur.

Tú skalt sjálvandi vera varin at lesa ov nógv inn í tað, men tú fært varhugan av, at tey væntaðu hin komandi Kongin. Tvey brot úr Ezekiel gerast sera livandi í hesum samanhanginum:

„Nú fór hann aftur við mær at Ytra Portri halgidómsins, tí, sum eystureftir vendi; tað var stongt.

HARRIN segði við meg: „Hetta portrið skal vera stongt; tað má ikki latast upp, og eingin má fara inn um tað; tí HARRIN Gud Ísraels er farin inn um tað, tí skal tað vera stongt.“ 44.1-2

„So sigur Harrin HARRIN: Portur Innara Forgarðs, tað, ið eystureftir vendir, skal vera stongt teir seks gerandisdagarnar; men sabbatsdagin skal tað latast upp, og somuleiðis sólkomudagin.

Høvdingin skal tá uttanfrá fara inn gjøgnum forsalin í portrinum og standa við durastav portursins; prestarnir skulu ofra brennioffur og takkoffur hansara, og hann skal tilbiðja á porturgáttini og síðani fara út aftur. Men portrið skal ikki steingjast fyrrenn um kvøldið. 46.1-2

Tað verður hildið, at Jesus kom inni gjøgnum hatta portrið, tá ið hann pálmasunnudag kom inn í staðin, og fjøldin rópti (Mark. 11.9-10): 

„… Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! 

Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!“

Vit vita sjálvandi ikki allar umstøðurnar, men áhugavert er tað.  

Muslimarnir múraðu upp í portrið ár 810. Seinni varð tað opnað aftur – ár 1102 – men múrað uppíaftur í 1541, og er stongt enn í dag. Múrað uppíella ikki, so vita vit, at ein dag fer hin sanni Kongurin at koma og aftur fara inn um hatta portrið.

– og líka enn

Ymsar útleggingar eru, hvat orðingin „og líka enn“ merkir, men hvussu er og ikki, so vita vit, at hetta vóru menn, sum vóru duravaktarar í langa tíð. Hetta vóru menn, sum ikki troyttaðust. Menn, sum hildu vakt, tá ið umstøðurnar vóru góðar, og tá ið tær vóru ringar, tá ið alt sá ljóst út, og tá ið tað sá vónleyst út. Menn, sum Fyrra Krønikubók sigur: 

„og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan.“ 

Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum

Uppgáva levitanna var at vera um tað heilaga. Hvussu var tað Paulus segði við Timoteus? Seinna Timoteusbræv 1.14:

„Varðveit við Heilaga Andanum, sum í okkum býr, hin fagra skatt, ið tær er givin í hendur!“ 

Og næsta versið sigur: 

„Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær …“ 

Lat ikki tað órógva teg, at tú ert komin at standa einsamallur – verð verandi við Kongaportið, fyri eystan. Ver um tað heilaga.

Ezra og endurreisn

Eg las fyri nakað síðan eina bók við viðmerkingum um Ezra, Nehemias og Ester. Hetta eru bøkurnar í Bíbliuni, sum eru um Juda undir og eftir útlegdina. Viðmerkjarin var ein Harrans tænari, sum nú hevur verið heima hjá Harranum í mong ár, Harry Allan Ironside.

Helt, at eg skuldi luta onkrar av viðmerkingunum hjá honum. Tær hava verið mær til signing, og eg hugsaði, at tær kanska kundu verið onkrum øðrum til signing eisini.

Nógv er at velja ímillum, men eg haldi, at vit støðga á í 3. og 4. kapitli hjá Ezra. Evnið er endurreisn ella tað at koma aftur til Harran. Eg havi sett tað eitt upp eitt sindur øðrvísi enn Ironside gjørdi, men tankarnir eru teir somu.

Lat meg stutt nevna, áðrenn vit kava inn í bókina, at nakað av tí besta, eg eri komin fram á um bók Ezra, eru nakrar talur hjá Karl Jóhan á Vatnsoyrum. Fann tær fyri nøkrum árum síðan inni á heimasíðuni hjá Kedron í Sørvági. Sum sagt nakað av tí besta, eg havi hoyrt um bók Ezra.

Eitt av gullkornunum úr talunum hjá Karl Jóhan: 

Navnið Zerubbabel, (Zerubbabel er ein av høvuðspersónunum í Ezra), merkir „fremmandur í Bábel“. Er hatta ikki júst tað, sum eigur at eyðkenna okkum, sum kalla okkum fólk Guds? Vit eru fremmand í Bábel.

So til evnið endurreisn í 3. og 4. kapitli og viðmerkingarnar hjá Ironside.

ENDUREISN OG HARRIN

  • Endurreisn inniber, at vit byggja altarið uppaftur – t.e. vit endurnýggja samfelagið við Harran (Ezra 3.2):
    • Teir „… – fóru undir at reisa altar Guds Ísraels, …“

Hebrearabrævið 13.10 sigur: „Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.“

  • Endurreisn inniber at halda okkum til Skriftina (Ezra 3.4):
    • „… soleiðis sum fyriskrivað var … á tann hátt, sum fyriskrivað var …“
  • Endurreisn inniber, at vit koma aftur, har vit einaferð vóru (Ezra 3.3):
    • „Teir reistu altarið, har sum tað hevði staðið, …“
  • Endurreisn inniber, at tað er nakað, sum varir við (Ezra 3.3-4):
    • „.. bæði morgun- og kvøldbrennioffur.

 … dag eftir dag tað ásetta talið og á tann hátt, sum fyriskrivað var – hvønn dag tað, ið til hoyrdi tann dagin.“

ENDUREISN OG HARRANS FÓLK

  • Endurreisn inniber, at vit fara at savnast við fólki Guds (Ezra 3.1):
    • „… savnaðist fólkið sum ein maður í Jerúsalem.“
  • Endurreisn inniber, at vit virða teir, sum Harrin setur yvir okkum (Ezra 3.9):
    • Sum „… vórðu … settir at standa fyri teimum, ið gjørdu arbeiðið upp á hús Guds, …“
  • Endurreisn inniber, at vit gleðast saman við fólki Guds (Ezra 3.11):
    • „… sungu HARRANUM lov og prís, … alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS.“

ENDUREISN OG HEIMURIN

  • Endurreisn inniber, at vit skilja, at vit eru ikki eitt við heimin (Ezra 4.1-3):
    • „… óvinir Juda og Benjamins …
    • … søgdu ..: „Loyvið okkum at vera uppi í við tykkum at byggja! ..!
    • Men Zerubbabel, Josva og hinir ættarhøvdingar Ísraels svaraðu teimum: „Tað hoyrir ikki til, at tit skulu vera uppi í við okkum at byggja Gudi okkara hús; nei, vit vilja vera einsamallir um at byggja HARRANUM Gudi Ísraels húsið ..!“

—————

Er tað ikki áhugavert, hvussu viðkomandi Orð Guds er?

Úr myndabók Elisa

Las ígjøgnum Seinnu Kongabók og kom til sætta kapittul. Í fyrstu seks versunum í hesum kapitlinum lesa vit um, tá ið Elisa fekk øksina at flotna. 

Brotið fekk tankarnar at leita aftur til eina stevnu, sum eg var á einaferð. Tann eini talarin talaði einar fimm talur bara um hetta eina brotið. Gott og álvarsamt. Her er okkurt, sum eg skrivaði mær niður.

Seinna Kongabók 6.1:

„Profetalærisveinarnir søgdu við Elisa: „Ov lítið rúm er til okkara, her sum vit sita hjá tær.““

  • Harrin vil, at vit skulu vera lærisveinar, ikki bara fólk, sum detta inn á møti soleiðis av og á.
  • Veksur samkoman, verður fyrr ella seinni ov lítið rúm. Tá ið tað hendir, mugu rammurnar ikki bara gerast størri, tær mugu broytast.

Seinna Kongabók 6.2:

„Loyv okkum at fara til Jordan …“

  • Áin Jordan er ein mynd av at tora at fylgja Harranum. Elias royndi á sinni Elisa við at ráða honum til ikki at koma við sær til ánna Jordan.
  • Áin Jordan er ein mynd av andaligu kraftini. Tað var við ánna Jordan, at Elias sló vatnið við samanballaða kappa sínum, so tað skiltist til báðar síður, og teir fóru yvirum á turrum. Og tað var við ánna Jordan, at Elisa, tá ið hann kom aftur einsamallur, gjørdi sítt fyrsta undur við at sláa vatnið, júst sum Elias hevði gjørt.
  • Áin Jordan er ein mynd av reinsan. Elisa sendi Na’aman boð og bað hann baða sær sjey ferðir í Jordan at verða reinsaður frá spitalsku síni (2. Kong. 5.10).
  • Áin Jordan er ein mynd av at fara niður í dalin. „Niður í dalin, Jesus, fari eg við tær.“ (NSG nr. 934)

Seinna Kongabók 6.2:

„„Loyv okkum at fara til Jordan og taka hvør sín stokk og so byggja okkum har eitt hús at sita í!“ Hann svaraði: „Gerið so!““

  • Lærisveinarnir spurdu Elisa til ráðs, áðrenn teir fóru til verka. Teir virdu fólk við myndugleika.
  • Lærisveinarnir fóru til Jordan, tí har var nógv timbur. Teir vóru praktiskir.
  • Lærisveinarnir søgdu, at teir skuldu taka hvør sín bul. Teir arbeiddu sum eitt lið.

Seinna Kongabók 6.3:

„Men ein teirra segði: „Gott á teg, kom tú við tænarum tínum!“ Hann svaraði: „Ja, eg skal koma við!““

  • Tá ið Na‘aman fór oman til Jordan ánna at verða grøddur, fór Elisa ikki við honum; men nú lærisveinarnir fóru til Jordan ánna, kom hann við. Lærisveinurin kennir eitt samfelag, sum heimsins mætu aldri fara at uppliva.

Seinna Kongabók 6.4:

„Hann fór so við teimum; og táið teir komu at Jordan, fóru teir at fella trø.“

  • At vera profetalærisveinur er at duga meira enn at tosa, tað er eisini at duga at fella trø.

Seinna Kongabók 6.5:

„Sum nú ein av teimum tókst við at fella ein stokk, datt øksarhøvdið í ánna. Tá rópti hann: „Á harri – og eg, sum hevði lænt øksina!““

  • Hann bleiv ikki við at høgga, eftir at øksarhøvdið datt av. Tíverri er tað júst tað, vit andaliga hava lyndi til at gera.
  • Hann rópti um hjálp og fór, har hjálpin var at finna. Hann fór til Elisa, ikki til hinar lærisveinarnar.
  • Hann hevði lænt øksina og hevði ikki ráð at missa hana. „Øksarhøvdið“ (kraftin) er ikki okkara, vit hava lænt hana. Vit hava ikki ráð at missa hana.

Seinna Kongabók 6.6:

„Men gudsmaðurin segði: „Hvar datt hon?“ Hann vísti honum staðið, og hann skar grein av og kastaði hana har; tá flotnaði øksin upp.“

  • Týdningarmikið at fara aftur har, vit mistu kraftina.
  • Áhugavert, hvussu ofta vit lesa um Elisa, at hann „koyrdi okkurt í“.
    • Í Seinnu Kongabók 2.19 lesa vit, at vatnið í Jeriko var ringt. Elisa kastaði salt í tað (v. 21), og tað varð gott.
    • Í Seinnu Kongabók 4.40 lesa vit, at maturin í einum potti var eitrandi. Elisa gjørdi mjøl út á pottin (v. 41), og nú var einki ilt í pottinum longur.
    • Og her í Seinnu Kongabók 6.6 lesa vit, at Elisa kastar eina grein í ánna, har øksin var sokkin, og øksin flotnar.

Hatta er ofta tað, sum Gud ger. Hann koyrir okkurt í, sum ikki var har áður.

Seinna Kongabók 6.7:

„So segði hann: „Tak hana!“ Og maðurin rætti út hondina og tók hana upp.“

  • Tak hana. Mynd av trúnni. Tað hevði nyttað lítið, um lærisveinurin bara hevði staðið har og gløtt. Hann mátti rætta hondina út og taka hana upp.

Frá óskili til skil

Vit vita ikki, hvussu tað hevur gingið fyri seg, tá ið Gud skapaði alheimin. Vísindini vita tað heldur ikki. Niðurstøðurnar, sum komið verður til, verða allar bornar fram í trúgv. Vit hava Guds orð, sum gevur okkum eina einkla frágreiðing um skapanina. Gud hevur valt at opinberað hana fyri okkum við nøkrum fáum orðum. Hví hevur Hann gjørt tað?

Kundi tað ikki verið áhugavert at fingið meir at vita um tilgongdina í skapanini? Men eg trúgvi, at stutta svarið er, at Bíblian er ikki ein spenningssøga, ei heldur ein vísindagrein. Hon er ætlað okkum at koma at kenna Hann og síggja Hansara ætlan í søguni.

Johannes Møllehave, prestur og rithøvundur, er fyri stuttum farin hiðani. Hann gjørdi sær nógvar tankar um lívið og endan á lívinum. Men hann segði sjálvur, at hann gjørdi sær ikki so nógvar tankar um Himmalin, meir enn, at hann vónaði, at har vóru bókasøvn, tí tey kundi hann ikki vera fyri uttan.

Sjálv vóni eg at síggja „upptøkuna“ av skapanini, tá ið eg komi til Himmals. Hvussu Gud við Sínum skapanarevnum broytti einskyns óskil til skil.

Vísindi royna at skúgva Gud til viks. Tey siga seg ikki hava tørv á Honum. So vísindini eru komin við tí haltandi ástøði, at alheimurin varð til við Big Bang, og einki stóð aftan fyri hesa tilgongd (summi vísindafólk trúgva tó, at onkur intelligensur hevur sett í gongd). Við tíðini funnu bitlarnir frá spreingini eitt slag av skili, t.v.s. frá óskili til skil.

Eg havi ongan trupulleika við Big Bang, tí møguliga hevur Gud skapað alheimin við hesi spreinging.

Tá ið Gud fór undir at skapa, hevur møguliga verið okkurt slag av óskili, men fyri Gudi er einki óskil. Fyrra Korintbræv 14;33 sigur:

   „Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.“

Um óskil hevur valdað undir skapanini, so kunnu vit vera vís í, at fyri Honum var tað skil, og Hann visti, hvussu fullkomið tað fór at verða.

Vit lesa í Fyrstu Mósebók 1,25:

   „… Og Gud sá, at tað var gott.“

Tað var fullkomið. Hann skapti djór og menniskju, og fyrstu tíðina valdaði friður, einleiki og javnvág. Alt var sera gott. Tað var einleiki millum Gud, menniskju og náttúru, líka til syndin kom inn í heimin. Síðani tá hava vit kent avleiðingarnar av syndini. Tað gjørdist myrkt og brotið, eitt slag av óskili kom í, og nú kenna vit bert í brotum. Tað er ein manglandi javnvág millum menniskju, Gud og náttúru. Friður er vorðin óskil.

Tann syndarligasta avleiðingin er, at menniskjað nú er fortapt uttan Gud. Menniskjað hevur flutt seg burtur, hevur sjálvt sett seg á trónuna og heldur seg vera tað hægsta í alheiminum. Menniskjað heldur áfram at taka av fruktini í urtagarðinum við vón um at fáa meir vísdóm. Men sannleikin er, at tað bert skapar meir deyða og óskil. Menniskjað vil ikki kennast við skaparan, og ongantíð áður hava vit livað í so brotnum heimi sum júst í dag.

Vit, sum áttu at livað í friði, rættlag, javnvág og einleika eru farin hvør sín veg, har vit hava bygt okkara egna verjugarð, og vit royna at finna sannleikan inni í okkum sjálvum.

Soleiðis eigur ikki at vera.

Í løtuni lesi eg um, hvussu myndlistin gjøgnum tíðirnar hevur avdúkað tankarák menniskjans um Gud og tilveruna. Tað, sum hevur sermerkti vesturlendsku siðmenningina eftir Krist, er, at málningalistin hevur havt eitt slag av skili, javnvág, endamáli, meining og einleika. Hon segði frá menniskjanum, Gudi og náttúru sum eini heild, og andaliga dimensjónin varð tikin við. Hetta helt fram í fleiri hundrað ár, og tað áhugaverda er, at tá ið vit koma inn í ta modernaðu tíðina, so fer gudsmyndin úr myndlistini. Tað er eisini um hesa tíðina, at Gud fer úr tonkum menniskjans, og vísindi koma ístaðin fyri Gud. Menniskjað setir seg hægri enn Gud og skúgvar Hann til viks.

Listafólk leita nú ikki uppeftir eftir íblástri, men fara inn í seg sjálv, og har ræður óskil og skilaloysi.

Nú verður listin fragmenterað. Tað merkir, at hon verður sundurskild og fer at avmynda náttúru og menniskju sum avskeplað. Ei undur í, tá ið vit inni í okkum eru falnir og avskeplaðir syndarar. Úr hesi fragmenteraðu listini sprettir abstrakta listin eins og kaotisk, skilaleys, postmodernað list.

Hyggið at listini gjøgnum tíðirnar, og tit skilja, hvussu menniskju hava hugsað um Gud og tilveruna.

Hesir vónleysu tankar um fragmentering (sundurpetting), gudloysi og óskil leiða meg tíbetur til Hann. Hann, sum er skaparin enn í dag. Eins og okkurt kanska tóktist vera í onkrum óskili í upphavi, so hevur Hann alla tíðina havt tamarhaldið. Hann hevur eisini tamarhaldið, tá ið óskil er í okkara lívi.

Jeremias 18. kapittul sigur frá leirkerasmiðinum, sum arbeiðir við leirinum. Hann myndar eitt ílat; men ílatið miseydnast. Hetta kann tykjast okkum sum óskil eina løtu; men leirkerasmiðurin hevur eina ætlan. Hann ger tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vil hava tað at vera. Hetta er ein troyst bæði fyri einstaklingin, sum kennir seg miseydnaðan og fyri heimin, sum liggur í tí ónda.

Tað verður ein endurreisn.

Johannes Møllehave skrivaði bókina „Det ender godt“. Hann hevði sjálvur livað eitt lív við tunglyndi og sjálvmorðstonkum; men endin hjá Guds børnum verður góður.

Í Opinberingini sigur Gud (Op. 21,5):

   „Hygg, Eg geri alt nýtt!“

Ofta hugsa vit um Opinberingina sum ein fjaran veruleika í framtíðini, men vit mugu minnast til, at bókin er skrivað til samkomurnar tá til ugga og troyst, og hon hevði týdning fyri tey eins, og hon hevur fyri okkum í dag.

„Det ender godt“ merkir ikki, at vit skulu sita óvirkin og bíða eftir endanum. Nei, vit skulu vera virkin í heiminum, sum liggur í tí ónda. Vit skulu vera virkin í vitnisburðinum um, at Gud hevur endurreist nakað brotið í okkum, og hetta er ein kraftmikil vitnisburður og vón til ein líðandi heim.

Skjøldir kappanna – ikki salvaður við olju

„Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara, og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“ – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“ –:“ Seinna Sámuelsbók 1.17-18

Saul og Jónatan liggja falnir á Gilboafjøllum. Dávid er sundurbrotin av harmi og skrivar ein sorgarsong um feðgarnar. Grípandi sangur. Vit hyggja at einum lítlum broti (2. Sám. 1.21):

„Gilboafjøll! 
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, 
ei veri har markir, sum bera offurgávur! 
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“

Í djúpu sorg síni lýsir Dávid bann yvir Gilboafjøll, tí tað var har, Saul og Jónatan fullu. Líðirnar á Gilboafjøllum høvdu verið gróðrarríkar markir, tað fóru tær ikki at verða longur. Nú fóru tær at verða oydnar.

Ríki vøksturin á Gilboafjøllum hevði verið nýttur til offurgávur, Harranum til góðan anga. Soleiðis fór ikki at verða longur. Nú fór har hvørki at falla døgg ella regn. Himmalin fór at verða afturlatin.

Og alt tí, at Saul valdi ikki at vera Gudi trúgvur. Hetta minnir okkum á Rómbrævið 8.20-22: 

„Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, 

í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.

Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.“

Og so til seinnu helvt av Seinnu Sámuelsbók 1.21:

„Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“

Skjøldir kappanna sipar óivað til Saul og Jónatan. Orðið vanærdur kann umsetast, vrakaðtveitt burtur ella slept. Tann, sum hevði hildið honum, hevði mist skjøldin í fallinum, og nú lá hann har í runu og blóði, kanska beint við síðuna av deyða eigaranum. Alt meðan filistararnir háðandi vanærdu tað, teir sóu.

Vanliga vóru skjøldirnir salvaðir við olju. Salvaði skjøldurin minnir um Saul, Guds salvaða (1. Sám. 10.1). Eftir tað, sum hent hevði á Gilboafjøllum, hevði tann salvingin lítið at týða. 

Orðið salvaður kann eisini umsetast smurdur. Skjøldirnir vóru gjørdir av viði og máttu tí smyrjast regluliga við olju, bæði so teir kundu vera nýtiligari, og eisini so lættari var at halda teir reinar. Nú lógu teir har dálkaðir við blóði, gloymdir og til ónýttu, ongin smurdi teir longur.

Oljan er ein mynd av Heilaga Andanum, og skjøldurin er ein mynd av trúnni. Tá ið synd kemur uppí, missa vit skjøldin, trúgvin endar í rununi, og oljan, Heilaga Andin, sum helt okkum rein og nýtilig, er ikki longur sjónsk. Deyðin er komin inn, og okkara ríku Gilboafjøll eru vorðin oyðin.

Ei undur í, at Dávid var sundurbrotin av sorg. Tað var eingin orsøk, at tað skuldi enda soleiðis. Saul kundi verið komin aftur til Harran. – Og tað kunnu vit eisini, aftur og aftur. 

Kanska hevði tað verið hóskandi at enda við at lisið allan sangin (2. Sám. 1.19-27):

„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum 
– á, at hetjurnar skuldu falla!

Sigið ikki frá tí í Gat, 
kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon 
– so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, 
døtur hinna óumskornu at rópa av gleði! 

Gilboafjøll! 
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, 
ei veri har markir, sum bera offurgávur! 
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, 
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju. 

Frá blóði falna, 
frá fiti kappanna 
veik bogi Jónatans ikki;
aldri kom svørð Sauls ómettað aftur. 

Saul og Jónatan, 
elskuligir og mildir í lívinum, 
skiltust ikki heldur í deyðanum; 
kvikari vóru teir enn ørnir, 
sterkari enn leyvur. 

Á døtur Ísraels! 
Grátið um Saul, 
sum klæddi tykkum fagurt í purpur, 
og sum setti gullstás á klæði tykkara! 

Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! 
Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum! 

Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! 
Tú vart mær hjartans kærur; 
kærleiki tín var mær undurfullur, 
meiri enn kvinnukærleiki. 

– Á, at hetjurnar skuldu falla, 
hervápnini ganga til grundar!“

Sálin og tankar okkara

„… Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!“ Sálmur 103,1

Sálarfrøðingar siga, at vit ERU sál fram um at hava eina sál, eins og vit eru eitt likam. Vit eru sál, andi og likam. At skilja millum sál og anda kann vera avbjóðandi, men tað, sum eg fari at taka fram, er sálin í menniskjanum.

Vit liva í eini tíð, sum er úrslit av undanfarnum tíðum. Vit byggja á tað farna, bæði tað góða og tað ringa. Menniskjanflytur seg, bæði so og so. Stundum flytur hon seg nærri tí guddómligu fullkomnu ímyndini og til aðrar tíðir burtur frá.

Koronutíðin hevur lært okkum sera nógv um okkum sjálv. Vit raðfesta likamliga heilsu ómetaliga høgt, ja, so høgt, at hon ofta verður raðfest hægri enn sálarliga heilsan. Einki beinleiðis skeivt í at skýggja hesa sjúku, sum bæði hevur deyða og seinárin við sær. Um vit nú verða rakt av seinárinum, kann hetta bera í sær, at vit gerast minni virkin í arbeiðslívinum. Og tá ið vit rokna jarðisku tilveruna so høgt, gera vit alt fyri at sleppa undan hesi sjúku. Vit siga enntá, at „tíð er pengar“ uttan at hugsa um, hvat tað inniber. Kanska tíð er at steðga á. Hugsa tær, um tú misti alt? Um tú misti arbeiðsførleikan og alt tað jarðiska. Er lívið tá framvegis nakað vert? Kanska fert tú tá av sonnum at siga, at einki kann skilja okkum frá kærleika Kristusar, hvørki lív ella deyði ella korona.

Sálin! Tað er hon, sum tilbiður Gud. Tað er hon, sum søkir Gud og leingist eftir Honum. Og tað er okkum nóg mikið, tí til tað vórðu vit skapað: at tilbiðja Hann. Í sálini sprettir vónin, tí vónin myndast í tonkunum. Sálarfrøðin sigur, at sálin fyrst og fremst er okkara tankalív. Tá ið vit gerast sálarliga sjúk, hevur okkara tankalív liðið ov leingi.

Vert er at geva sær gætur, hvørjar tankar ein hevur. Hvussu hugsa vit í lívsins umstøðum og avbjóðingum? Megna vit altíð at taka undir við orðunum í Sálminum – sál mín, lova Harranum, ALT, sum í mær er, lova Harranum? Vit skapa sjálv okkara lív. Vit eru ikki eitt tilvildarligt úrslit í alheiminum, sum bara skal fylgja streyminum frá punkt A til B. Ein og hvør eigur at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi. Tað er nógv, sum møtir okkum í lívinum, og nógv er uttan fyri okkara egnu ávirkan, men vit avgera sjálv, hvussu vit møta hesum.

Alt byrjar í tonkunum. Tað byrjar í sálini. Eins og vit leggja nógv fyri at hava eina góða likamliga heilsu, áttu vit at lagt enn meiri fyri at havt eina góða sálarliga heilsu. Alt byrjar í okkara tankalívi, okkara innasta. Har er ríkidømi at finna. Eitt ríkidømi, sum ongin kann taka frá okkum. Mær dámar so væl orðini hjá Victor Hugo: 

Eitt er, sum er størri enn havið – tað er himmalhválvið. Eitt er, sum er størri enn himmalhválvið – tað er tað innasta í sálini.

Hugsa vit um likamið, so er tað avmarkað. Tað er avmarkað til staðið, har vit eru stødd, og tað er avmarkað til tíðina, sum er givin okkum at liva. Men avmarkingarnar í sálini eru næstan ongar. Tá ið eg sigi næstan ongar, er tað tí, at vit sum menniskju eru avmarkað, so leingi vit eru menniskju og liva í skugganum av syndafallinum. Men samanborið við likamið hevur sálin frítt at fara. Hon ferðast hagar, tankarnir leiða hana, og hon verður myndað av tí, vit eru upptikin av. Er sálin upptikin av tí góða og dámliga, so blómar hon. Er hon harafturímóti upptikin av stúranum og myrkri, so fánarhon og líður.

Um vit veruliga vilja taka undir við Dávidi í Sálmi 103, har hann tilbiður Gud við allari sál síni, so megna vit eisini tað. Tá ið sálin er okkara tankalív, so kunnu okkara tankar vera upptiknir av Gudi.

Men treytin er, at vit sum menniskju mugu hava eina rætta gudsmynd. Er hon røtt, verða vit sum menniskju og gudsbørn meira tilvitað. Jesus var jú bæði heilt menniskja og heilt Gud. Granska vit Hansara lív, síggja vit, hvussu nógv Hann var menniskja. Hann var á ongan hátt ein religiøsur hyklari, tvørturímóti so avdúkaði Hann religiøsitet og hyklarí.

At tilbiðja Gud við allari okkara sál krevur nakað av okkum. Tað krevur disiplin og áhaldni. Tað krevur, at vit gerast tilvitað um tankar okkara, at vit taka tankarnar til fanga og royna teir á Orðið.

Bið Gud leiða teg í Hansara tankar, so fært tú eina sanna og rætta gudsmynd og samstundis eina rætta mynd av, hvør tú ert sum menniskja.

Vit eru tíverri øll meir ella minni uppvaksin við skeivari gudsmynd. Hetta er religiøsitetur og má lúkast úr tonkum okkara. Tað finst eingin ávís uppskrift, tí vit eru øll ymisk, men eitt eiga vit í felag, og tað er Talsmaðurin, sum kann leiða okkum í allan sannleika. Mátti Hann hjálpt okkum við hesum.

Hebron – samband undurfult

Gamla Testamentið er fult av vøkrum skuggamyndum, sum eru útlagdar í Nýggja Testamenti. Sjálvandi skalt tú vera varin, tá ið tað kemur til skuggamyndir, tí lætt er at fara ov langt. Tá ið tað er sagt, so er eisini gott at minnast, at stundum kann tað vera gott at hava gudgivið hugflog, eitt hugflog, sum sær vakurleika Guds, har onnur ikki síggja hann.

Havi sitið og hugnað mær við skuggamyndum í sambandi við Hebron. Havi verið signaður og hugsaði, at kanska kundi tað eisini verið onkrum øðrum til signing.

Fyrst eitt sindur um Hebron

Ábram búsettist í Hebron og reisti HARRANUM altar har (1. Mós. 13.18). Seinni var tað í Hebronøkinum, at hann keypti Makpelamark og Makpelahelli, einasta jarðarstykki, okkum kunnigt, sum hann kundi kalla sítt egna. Hann keypti tað at nýta til kirkjugarð (1. Mós. 23). Sára, Ábraham, Ísakur, Rebekka, Jákup og Lea liggja øll grivin har (1. Mós. 49.31; 50.13). 

Tá ið njósnararnir komu inn í Kána‘ansland, kannaðu teir økið kring Hebron (4. Mós.13.22, 28, 33).  Seinni tók Kaleb Hebron og økið rundan um tað, og var tað seinni givið honum og avkomi hansara í ogn (Josva 14.6-15). 

Hebron gjørdist seinni griðstaður (Josva 20.7-9).

Tað var í Hebron, at Dávid varð salvaður til kong, og har búði hann fyrstu árini, eftir at hann var vorðin kongur (2. Sám. 2.3-4 og 5.3-5). Tað var eisini haðani, at Absalom gjørdi uppreistur móti Dávidi (2. Sám. 15.7 o.l.). 

Rehabeam kongur, sonur Sálomo, styrkti múrarnar kring Hebron og gjørdi býin til víggirdan stað (2. Krøn. 11.5, 10).

Týdningurin av navninum Hebron

Hebron merkir at binda saman. Orð, sum lýsa týdningin av orðinum Hebron, eru millum onnur: ríkissamband, samgonga, felagsskapur, samband og samfelag. 

Hebron myndar fyri okkum týdningin av at liva í sambandi við Harran.

Eikilundin í Hebron

Ábram búsettist við eikilundina í Hebron (1. Mós. 13.18). Eikilundir góvu lívd móti sólini. At liva í sambandi við Harran er at sita „í lívd hins Hægsta“ og búgva „í skugga hins Alvalda“ (Sálm. 91.1).

Altarið í Hebron

Ábram reisti HARRANUM altar í Hebron (1. Mós. 13.18). 

At liva í sambandi við Harran er at vera tilbiðjari.

Hellið í Hebron

Sum nevnt, var Makpelamarkin og hellið einasta jarðarstykki, Ábraham kundi kalla sítt egna. Hann hevði goldið fyri tað við sínum egnu pengum (1. Mós. 23.19).

At liva í sambandi við Harran er at taka til okkara tað, sum hevur kostað okkum nakað.

Dalurin rundan um Hebron

Tað var úr trygga Hebrondalinum, at Jákup sendi Jósef longu leiðina, sum teir ikki vistu, fór at enda heilt niðri í Egyptalandi (1. Mós. 37.14).

Tá ið vegurin gerst langur og ørkymlandi, er tað lættari, tá ið útgangstøðið er Hebrondalurin.

Tindurin yvir av Hebron 

Tað var niðan á tindin beint yvir av Hebron, at syndarin Samson bar hurðar býportursins og báðar porturstólparnar. Minnir um stóra syndaberan, sum bar eina mangan størri byrði niðan á heyggin Golgata. 

At liva í sambandi við Harran er at vera yvir av Golgata.

Portrið í Hebron

Tað var í portrinum í Hebron, at Jóab drap Abner. Hebron var griðstaður. Hevði Abner verið komin inn um portrið, hevði Jóab einki kunna gjørt honum (2. Sám. 3.27). 

At liva í sambandi við Harran er at vera røttumegin portrið.

Tjørnin í Hebron

Í Seinnu Sámuelsbók 4.12 lesa vit um menn, sum vórðu hongdir upp við tjørnina í Hebron. Fólk savnaðust vanliga við tjarnir, og hesir menninir vórðu hongdir har, so fólk kundu verða mint á álvaran í misbroti teirra.

At liva í sambandi við Harran er at skilja álvarsomu avleiðingar syndarinnar.

Grøvin í Hebron

Dávid vildi æra minnið um Isboset og Abner við at jarða teir í Hebron (2. Sám. 3.32; 4.12).

Og, sum longu nevnt, tað var jú har Sára, Ábraham, Ísakur, Rebekka, Jákup og Lea vóru jarðað.

At liva í sambandi við Harran er at minnast og æra tey, sum fóru undan okkum.

————

Samband undurfult, gleði fyllir meg,

hildin trygt í Guds Jehovas hond,

ríku signingar, friðin eigi eg,

hildin trygt í Guds Jehovas hond.

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Tað hevði verið stuttligt at duga hebraiskt! Kanska verður tað einaferð. Sum er, dugi eg bara nøkur fá hebraisk orð, kunnu helst teljast á einari hond – og tað røkkur ikki langt. 

Og tó. Kanska hevði tað verið áhugavert at hugt at einum av hesum orðunum. Hugsi um orðið „hesed“. Latið okkum – bara fyri at fáa eina hóming av, hvussu ríkt orðið er – hyggja at, hvussu tað er umsett í einari tilvildarligari bók í Gamla Testamenti. Vit hyggja at Seinnu Sámuelsbók:

  • Í 2.5 er tað umsett kærleiksverk
  • Í 2.6 og 9.1, 3 og 7 er tað umsett miskunn
  • Í 3.8 er tað umsett gjørt væl við
  • Í 7.15 er tað umsett náði
  • Í 10.2 er tað umsett vinskap
  • Í 16.17 er tað umsett kærleiki

Og her hóma vit bert ein farra av litríku geislunum frá orðinum hesed. Fólk, sum eru serkøn í hebraiskum, siga, at orðið lýsir millum annað kærleikan og trúfestið, sum vit finna í familjubondum, vinabondum og líknandi. Orðið er eisini ofta nýtt í sambandi við sáttmálar millum einstaklingar ella bólkar. Tað var Harrans hesed ímóti okkum, sum fekk Hann at binda Seg til okkara.

Latið okkum hyggja at nøkrum vælkendum brotum úr Gamla Testamenti, brotum, sum lýsa, hvussu Harrin vísir okkum hesed, og hvussu Hann vil, at vit vísa hvør øðrum hesed.

Guds hesed

Harrin er ríkur í hesed og dugir væl at goyma tað (2. Mós. 34.6-7):

„… HARRIN! HARRIN! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn (hesed) og trúfesti, 

sum goymir náði (hesed) í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna og á børn teirra uppaftur!“

Brotið lýsir, hvussu Harrin bant Seg til jørðiska fólk Sítt Ísrael. Flutt til okkara, avspeglar tað, hvussu Harrin við hesed Síni hevur gjørt okkum part av familju Síni og bundið Seg til okkara. Í brotinum stendur, at Hann er ríkur í hesed. Hann fer ongantíð at siga: „Nú er einki hesed eftir.“ Og har stendur eisini, at Hann goymir hesed. Hann hevur goymt tað so væl, at eingin kann koma og stjala tað.

Hesed Harrans er nýtt hvønn morgun (Sorg. 3.21-23):

„Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: 

Tað er náði (hesed) HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.

Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.“ 

Høvdu vit fingið tað, vit høvdu uppiborið, hevði tað langt síðan verið úti við okkum. Vit eru væl sloppin, og tað er alt hesed Harrans fyri at takka. Hesed Hansara er ikki uppi enn, nei, tað er nýtt hvønn morgun. Har hongur einki gamalt agg við. Hvør dagur er ein nýggjur dagur, fullur av nýggjum hesed.

Okkara hesed

Harrin krevur, at vit vísa hesed (Hos. 6.6):

„Tí Eg vil hava kærleika (hesed) – og ikki sláturoffur, kunnskap um Gud – og ikki brennioffur!“

Hoseas 6.6. er útgáva Gamla Testamentis av kærleiks kapitlinum, Fyrra Korintbræv 13. Hoseas knýtir saman hugtøkini hesed og tað at hava kunnskap til Gud. At kenna Gud merkir, at vit vísa hesed. Ein sjálvfylgja, sum ikki er so løtt at føra út í lívið.

Jesus endurgevur Hoseas 6.6 tvær ferðir í Matteus (9.13 og 12.7). Teir leiðandi skiltu ikki Jesus, tí teir skiltu ikki hesed.

———

Kanska smágentan rakti seymin á høvdið, tá ið hon bað:

„Góði Gud, ger tey óskikkiligu skikkilig, og tey skikkiligu fitt.“

Gud, borg okkara!

Vit búgva í Suður-italia, í landslutinum Molise, uttan fyri býin Campobasso. Býurin var upprunaliga bygdur rundan um borgina Manforte, ið varð bygd ovast á eini høvd. Hetta var langt afturi í miðøldini. Manforte merkir hjálp ella styrki. Borgin stendur enn í dag, men er nú meira til prýði og mentan. Ikki nógv hjálp í henni longur. Kanska ein mynd av heiminum – ein stokkut hjálp, sum bara er fyri eina tíð, og síðan ikki nyttar til stórt annað enn at minna okkum á tað gamla.

Borgir vóru ætlaðar, sum Paulus sigur í Seinna Korintbrævi 6.7: „… bæði til álop og verju“. Eg spurdi ein vin, hvat honum kom í huga, tá ið hann hugsaði um eina borg. Hann svaraði, at hann hugsaði um borgina sum eitt stað ella endamál, sum fólk hava í felag og eru stolt av og vilja berjast fyri og verja. Beinrakið, helt eg. Teir gomlu nýttu borgir at goyma seg í og eisini at samlast og gera seg til reiðar til komandi bardagar.

Ein annar vinur hugleiddi: „Borgaraskapur okkara er í Himlunum gjøgnum sáttmálan, ið Jesus er borgsmaður fyri.“ Borgaraskapur, borgsmaður! Hatta er eitt ríkt hugtak, orðið borg!

Áhugavert, hvussu nógv Dávid helt til í borgum ella fjallaborgum, sum Skriftin kallar tær, og eisini áhugavert, hvussu ofta hann kallaði Gud fyri borg sína.

Hebraiska orðið, ið er umsett fjallaborg, merkir klettur ella berg, eitt stað, sum er høgt uppi, ringt at sleppa til. – Minnir eitt sindur um føroyskar bygdir, har tað er forberg og illa atkomiligt. Tað ráddi um hjá fyrstu niðursetufólkunum at kunna verja seg. Hetta kann samanberast við støð her í Italia – eitt nú býin Campobasso – ið, sum nevnt, er bygdur rundan um eina borg ovast á eini høvd.

Borgirnar í Sámuelsbókunum

Tað var serliga, meðan Dávid flýddi undan Saul, at hann helt til í fjallaborgum. Onkuntíð var var hann í hellinum við Adullam – hóast hellið ikki verður nevnt borg, var tað kortini eitt slag av fjallaborg (1. Sám. 22.1). Onkuntíð var hann í fjallaborgunum í En-Gedi (24.1) – møguliga hava tær verið á Masadahæddini. Í Fyrru Sámuelsbók 23.14 er hann í fjallaborgunum í Zifsoyðimørk. 

Eftir at Saul var deyður, og Dávidi ikki longur tørvaði at goyma seg fyri honum, tók hann Zionsborg frá jebusitum, búsetti seg har og rópti hana Dávidsstað (2. Sám. 5.7-9). Hann visti, at hóast Saul var farin, so vóru tað aðrir fíggindar. Álopini fóru at halda á, og honum fór altíð at tørva borgir, støð, har hann og menn hansara kundu savnast og búgva seg til komandi bardagar.

Borgin í Sálmunum

„HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!“ Sálmur 18.3

Tað stendur, at Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls. Eins og Dávidi tørvaði borgir at fjala seg í, soleiðis tørvaði honum eisini at goyma seg í Gudi, tí sonnu borgini. Tað sama er satt um okkum. Okkum tørvar aftur og aftur at flýggja til Gud, Borg okkara.

„Lovaður veri HARRIN, … miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá …“Sálmur 144.1-2

At Gud er miskunn og borg okkara, merkir, at vit hava ikki uppiborið at goyma okkum í Honum, men vit sleppa at gera tað, tí Hann er miskunn okkara.

„HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.“ Sálmur 9.10

Vanliga vóru fjallaborgirnar bara ætlaðar monnum, sum kundu vera um kongin og verja hann. Borg okkara, Harrin, er øðrvísi, Hann tekur tann kúgaða til Sín. Hann ger tað, hóast Hann veit, at tann kúgaði verður til lítla nyttu. Soleiðis er Borg okkara. Er tað ikki stórt?

Pætur – ein klettur!

Eitt sindur um Pætur, ein av lærisveinunum, sum var Jesusi nær. 

Vit kenna frá barnsbeini sangin:

                                                   Pætur út á vatnið gekk,

                                                  tá hann sá á Jesus.

Og jú, Pætur gekk á vatninum, so leingi hann hugdi á Jesus. Men so fór hann at søkka, tí hann hugdi at umstøðunum, havsbylgjunum, rundan um seg. Vit hava øll tað í felag við Pætur, at vit hyggja at havsbylgjunum rundan um okkum ístaðin fyri at hava Jesus fyri eyga. Tá er tað, vit byrja at søkka, vit lata bylgjurnar taka okkum. Men vit hava ikki øll tað til felags við Pætur, at vit stíga úr bátinum í trúgv, sum hann gjørdi. Hattin av fyri Pæturi, hann steig úr bátinum. Kanska hava vit heldur hug at døma Pætur: „Hvussu kundi hann hyggja at havsbylgjunum, tá ið Jesus var framman fyri honum? Sami Jesus, sum hevði prógvað, hvør Hann var? Hvussu kundi Pætur ivast?“

Ein onnur søga um framfýsna Pætur:

Í Jóhannes 13. kapitli tosar Jesus um deyða Sín. Hann sigur lærisveinunum, at teir kunnu ikki fylgja Honum, hagar Hann fer. Men Pætur er kvikur at geva lyfti. Hann lovar Jesusi, at hann vil enntá geva lív sítt fyri Hann. Jesus svarar honum (v. 38):

„Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!“  

Soleiðis varð. Tá ið Jesus var tikin og dømdur, tá sviku vinirnir Hann, allir sum ein, eisini Pætur. 

Sagt varð fleiri ferðir við Pætur, at hann var ein av teimum, sum fylgdist við Jesusi, men hann noktaði at kennast við Hann. Pætur, sum beint frammanundan ætlaði at geva lív sítt fyri Jesus, stakk nú halan millum beinini og flýddi bebbaræddur. 

Nú skuldi tú trúð, at úti var við Pæturi. Nú fór Jesus helst ikki at tíma at fáast við hendan vingliskøltin meira. Hjá Pæturi var tað bara orð. Hann var skjótur at tosa og lova, tá ið kenslurnar vóru góðar. Júmen, her kenna vit okkum aftur í Pæturi. Lætt er at geva lyfti, tá ið alt kennist gott og trygt.

Í Jóhannes 21. kapitli fer ein hending fram aftan á, at Jesus er risin upp:

Tað er tíðliga á morgni við Tiberiasvatn. Pætur og nakrir aðrir lærisveinar, ið fóru út at fiska, høvdu roynt alla náttina, men einki fingið. Teir sigla móti landi og síggja ein mann standa á strondini. Hann biður teir seta garnið út høgrumegin bátin, so skuldu teir fáa. Teir so gjørdu, og nú var garnið fult av fiski. Tá skiltu teir, at hetta var Jesus.

Hugsa tær, hvussu skilaleyst hetta tóktist! Pætur og teir hava roynt alla náttina, men einki fingið, og so biður Jesus teir seta garnið út høgrumegin bátin, og nú vóru teir ikki mentir at draga garnið upp, so nógvur fiskur var í tí. Hvat hendir her? Jú, Jesusar skapandi orð gera undurverk, og lýdnið móti Honum – eisini tá ið boðini tykjast skilaleys – gevur signingina.

Síðan hava teir samfelag við Jesus. Ímynda tær hesa heilagu løtu: Morgunstund, og hin upprisni Jesus stendur á strondini. Teir høvdu einki fiskað, men lýdnir móti boði Jesusar hava teir nú fingið fult garn av fiski. Tá ið teir koma á land, síggja teir kolgløður við fiski og breyð. Ein máltíð liggur til reiðar til teir. Jesus tekur breyðið og gevur teimum tað og fiskin, og teir eta.  – Man tað ikki hava verið ein vælsignað máltíð – móðir og svangir eftir eina strævna nátt.

Tá ið teir høvdu etið, fer Jesus at tosa beinleiðis við Pætur. Hann eggjar hann (Jóh. 21,15):

Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Og Símun Pætur svarar: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við Símun Pætur: „Føð lomb Míni!“

Jesus spyr hann aðru ferð (Jóh. 21,16):

„Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“ og Símun svarar Honum: „Ja, Harri Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesu við hann: „Ver hirði hjá seyði Mínum!“

Og triðju ferð sigur Jesus við Pætur (Jóh. 21,17-19):

„Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!

Og Jesus heldur fram at siga við Pætur, at tá ið hann var yngri, vildi hann gera alt sjálvur og fara hagar, sum hann hevði hug til. Men tá ið hann verður gamal, fer hann at loyva einum øðrum at gera seg til reiðar at fara hagar, sum hann ikki vil. 

Hetta segði Jesus fyri at vísa Pæturi, hvussu hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og tá ið Jesus hetta hevði sagt, segði Hann við Pætur (Jóh. 21,19): „Fylg Mær!“

Pætur fekk ein nýggjan møguleika, eina nýggja byrjan. Hann fekk eitt kall frá Jesusi, og vit vita eisini, at Pætur upprunaliga varð kallaður Símun, men Jesus hevði givið honum navnið Pætur, sum merkir klettur. Pætur, sum var ein bebbaræddur vingliskøltur,var av Jesusi valdur at verða ein klettur? Pætur skuldi verða ein klettur, ein grundvøllur, sum samkoman skuldi byggjast á. Hví valdi Jesus ikki ein sterkan, støðufastan, djarvan persón? Men tað gjørdi Hann ikki. Hann valdi Pætur, tí Hann skuldi opinbera dýrd Sína í og ígjøgnum hann. Jesus skuldi gera eitt arbeiði í honum, Hann skuldi gera hann til ein klett, so heimurin kundi vitna um Jesusar verk.

Í Ápostlasøguni 2. kapitli verður Heilagi Andin útheltur á hvítusunnudegi. Jesus er farin til Himmals. Hann er farin frá lærisveinunum, men Hann hevði lovað at sent Talsmannin at verða hjá teimum. Og nú kom Talsmaðurin, Heilagi Andin. Hann kom við troyst, kraft og dirvi og fylti staðið og fólkið.

Her stígur ein umbroyttur Pætur fram. Púra óttaleysur, fullur í kraft og vísdómi. Hann talar til fólkið um Jesus. Og hendan dagin tóku okkurt um 3000 sálir ímóti Honum, og tey vórðu doypt. Her varð NT-samkoman stovnað, og Jesusar orð gingu út, at Jesus skuldi byggja samkomuna á klettin Pætur. Vit lesa víðari í Ápostalsøguni um Pætur, sum ger undurverk, sum vitnar í dirvi, sum verður settur fastur fyri trúnna, vitnar fyri ráðnum. Hetta var sami Pætur, sum stutt frammanundan flýddi bebbaræddur, tá ið hann varð spurdur um Jesus.

Bíblian snýr seg ikki um hetjur, sum dýrmettu Harran. Hon snýr seg um Hann. Alt peikar á Hann og Hansara verk. Hesum kunnu vit hvíla í og hava ta vón, at eisini í okkum kann Hann gera slík undur, bert um vit játta at elska Hann og vilja føða lomb og seyð Hansara og vera hirði hjá seyðinum.