Tag Archive for: Orð

Hebreararnir og vit

Søgan hjá hebrearunum

„Men minnist hinar farnu dagar, táið tit, eftir at tit vóru upplýst, toldu nógv stríð í líðingum!“ Hebrearabrævið 10.32

Hebrearabrævið er skrivað eini 25-30 ár eftir hvítusunnu. Eitt nýtt ættarlið var nú komið. Tíðirnar vóru broyttar og eisini hugburðurin. Tá ið tú lesur brævið, fært tú kensluna av, at nýggja ættarliðið helt, at tey fyrstu trúgvandi eftir hvítusunnu høvdu møguliga verið í so avgjørd. Kanska var ein jaligari millumvegur?

Hebrearabrævið varð skrivað fyri at ávara nýggja ættarliðið, at ikki var rætt at hugsa soleiðis. Tað varð skrivað fyri at minna á hinar farnu dagar, dagarnar tá ið tað veruliga kostaði at fylgja Harranum. Høvundurin vildi hava tey at minnast, at tað var tá – ikki nú – at tey vóru á rættari leið.

Søga okkara

Í okkara føri eru meiri enn 25-30 ár liðin, síðan samkomurnar byrjaðu. Kanska gera vit væl í at taka avbjóðingina, sum var givin hebrearunum, til okkara.

At tosa um farnar dagar má sjálvandi takast við fyrivarni. Prædikarin ávarar jú:

„Spyr ikki: „Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?“ – Tí ikki av vísdómi spyrt tú so.“ Prædikarin 7.10

Onkur hevur sagt, at longsul eftir farnari tíð (nostalgi) er ein samanblanding av góðum hugflogi og vánaligum minni. Kanska er okkurt um tað. Her tosa vit tó ikki um at fara aftur til tað gamla, men heldur at fara aftur til Hann, sum tey gomlu høvdu sett sítt álit á.

Vit mugu altíð hava í huga, at tey, sum ikki vilja eftirfylgja livandi trúgv teirra deyðu, fylgja ofta deyðu trúgv teirra livandi.

Ein annar vandi – sum møguliga ikki gjørdi seg galdandi hjá hebrearunum, men sum kann gera seg galdandi hjá okkum – er, tá ið vit gerast fjølment. Tað løgna er, at tá ið tað hendir, skapa tey trúgvandi ofta sína egnu „kristnu“ mentan. Uttan at tey varnast tað, er Skriftin skúgvað til viks, og „kristna“ mentanin fær síðsta orðið.

Samkomur okkara byrjaðu í tí smáa, heilt smáa. Hesi brotini eru úr dagbók Andrew Sloans, ið var skrivað á donskum:

21. september 1917

„I aften havde vi for første gang møde i Salen her. Der var en god del til møde. Haaber at Herren maa velsigne arbeidet her i Klaksvig. Til belysning havde vi et par carbid lamper.“

4. november 1917

„Í morgun høvdu vit fyrstu breyðbrótingina her í salinum. Vit vóru 8 til staðar: Maria Joensen (hjá Conrad), Kristina Hansen (Stina í Vátutoft), Jens Clæmint Isaksen, Sára Isaksen, Elin Davidsen av Viðareiði (systir Jóan Jakku), Eliesar Joensen, Ella Hansen og eg. Jens Clæmint og eg høvdu eitt stutt orð um meiningina og týdningin av breyðbrótingini. Síðan høvdu vit eina stutta bønaløtu.“

Lítið vistu hesi fyrstu, at tey vóru við til at leggja lunnar undir samkomu, sum einaferð fór at verða størsta brøðrasamkoman í landinum. Sum heild munnu vera fáar brøðrasamkomur kring heimin, har lutfalsliga so nógv av teimum staðbundnu hoyra til samkomuna, sum í Betesda. Hetta er ein signing, sum vit eiga at gleðast um og gagnnýta, samstundis sum vit mugu hava í huga, at vansar fylgja við.

Eg var einaferð á einum bíbliutíma í býnum Siloam Springs í Arkansas, USA. Teir, sum leiddu bíbliutíman, søgdu, at Siloam Springs hevði lutfalsliga fleiri evangelisk trúgvandi enn nakar annar býur í USA. Hóast hetta tyktist gott og stórt, so vildu teir vera við, at tað, at tey vóru so mong, var ein høvuðsorsøk til, at samkomurnar har í býnum ikki vóru so andaliga búnar, sum tær áttu at verið. Tað bíbilska og meiningarnar hjá fólki var so samansjóðað, at fólk góvu sær ikki longur far um, hvat var hvat.

Aftur til hebreararnar

Tað er nógv lættari, enn vit ofta geva okkum far um, at fløkjast inn í „kristnar“ meiningar ella mentanir. Orsøkin til, at hebreararnir fullu í hesa grøvina, var, at tey høvdu vent eygunum burtur frá Kristusi. Tí var tað, at tann, sum skrivar Hebrearabrævið, vísir á Kristus allan vegin gjøgnum brævið, og hvussu nógv betri Hann og verk Hansara er enn alt tað „religiøsa“ rundan um okkum. Okkum øllum tørvar at hoyra hatta aftur og aftur.

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!“ Hebrearabrævið 12.1-2

„Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!“ Hebrearabrævið 13.13

Slóðað við einum bønaranda

Tær fýra komandi greinarnar verða allar í størri og minni mun tongdar at samkomusøguni hjá Betesda. Uppbyggjandi og eggjandi er at kunna læra av teimum, sum eru farin undan okkum.

Úr samkomusøgu okkara

„Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman.“ Ápostlasøgan 16.13

Páll Poulsen nevndi einaferð við meg, at honum var sagt, at áðrenn samkoman í Betesda varð sett á stovn, plagdu nakrar kvinnur í bygdini regluliga at koma saman til bøn. Eg havi spurt meg fyri, hvørjar hesar kvinnurnar mundu vera, men havi ikki funnið nakran, sum veit. Og kanska er tað júst soleiðis, at tað eigur at vera. Tað er ikki, hvørjar tær vóru, sum telur, men tað, at tær komu saman til bøn.

Marius Absalonsen, sáli, skrivaði í sambandi við, tá ið samkoman á Viðareiði byrjaði, at har man hava verið slóðað við einum bønaranda. Og vit vita, at tað er tað, sum ger munin.

Hetjurnar, ið slóða fyri við bønaranda, eru ofta fólk, sum bara tey fáu vita um – og eftirtíðin als ikki. Tað verður ikki, fyrr enn vit koma heim, at vit av sonnum fara at skilja, hvussu nógv vit skylda slíkum fólkum.

Og latið okkum ikki gloyma, at tað stóra við hesum er, at arbeiðið – og her hugsi eg um arbeiðið í Betesda – byrjaði ikki bara við bøn, men hevur øll árini síðan verið hildið uppi við bøn, bæði av einstaklingum og við regluligu bønamøtunum og so eisini við bønamøtum um morgnarnar.

Slíkir siðir eru ikki ein sjálvfylgja, nei, hetta skulu vit í lítillæti vera Harranum takksom fyri – sera takksom.

Úr Onglandi

Stutt eftir at vit komu til Filipsoyggjarnar, las eg hetta brotið eftir enska prædikumannin, Samuel Chadwick (1860-1932). Hevði viljað, at eg skuldi dugað betur at liva í samsvari við tað:

„Eitt, sum Djevulin serliga leggur seg eftir, er at fáa trúgvandi ikki at biðja. Hann ræðist ikki bønarleysa granskan, bønarleyst arbeiði og bønarleysa gudsdyrkan. Hann flennir at stremban okkara, spottar vísdóm okkara, men hann skelvur, tá ið vit biðja.

Samuel Chadwick skrivaði eisini:

„Tá ið samkomur verða stýrdar eftir somu meginreglum sum eitt sirkus, so fara vit kanska at síggja nógv fólk, men ikki nógv av Gudi. Tí er tað, at bønin prógvar, um vit veruliga trúgva Honum ella ikki, og um vit virka í kraft Hansara ella ikki.

Holdið kann framføra, men tað er bara Andin, sum kann sannføra. Lærdómur kann útbúgva fólk, men tað er bara Andin, sum kann frelsa tey. Egin megi kann skipa fyri hesum og hasum, men tað er Heilagi Andin, sum ger okkum til tempul hins livandi Guds.

Rótin til trupulleikarnar í samkomuni í dag1 er, at samkomurnar hava størri álit á heiminum og holdinum enn á Heilaga Andanum. Okkum tørvar at leita til nærveru og kraft Hansara.“

Hasi orðini hjá Chadwick minna meg á eina søgu, sum eg hoyrdi um ein japanara, sum var og vitjaði eina risastóra samkomu onkustaðni í vesturheiminum. Eftir at tey høvdu víst honum, hvussu væl alt samkomumaskinaríið koyrdi, helt japanarin fyri, at her gekk alt so væl, at tey høvdu ikki brúk fyri Heilaga Andanum. Hann meinti tað ikki sum eitt kompliment.

Eg haldi, at tað var Hudson Taylor, sum skrivaði til ein trúboðara í Kina. Hetta var í sambandi við, at viðkomandi skuldi flyta til ein nýggjan landslut:

„Skal arbeiðið í Kina eydnast, krevur tað, at vit fara frameftir á knøunum.“

Vit kunnu kanska eisini orða tað soleiðis: Tað ræður um at duga at fóta sær á knøunum.

Til okkara her og nú

Tað ríka við øllum hesum er, at tey, sum slóða fyri við einum bønaranda, eru ofta fólk, hvørs byrðar eru so tungar, at tær tyngja tey niður á knøini. Latið okkum duga at gagnnýta tað, sum tyngir okkum. Lat tað gera okkum til bønarmenniskju við tað, at tað tyngir okkum niður á knøini og fær okkum at rópa til Gud, ikki bara um hjálp til okkum sjálv, men eisini til onnur.

„HARRIN vendi lagnu Jobs, táið hann bað fyri vinmonnum sínum; …“ Job 42.10


  1. Vert at hava í huga, at hetta var skrivað fyri hundrað árum síðan. ↩︎

Gleðilig jól – ikki keðilig jól

Hugsaði at luta nakrar tankar um kenslur, sum ofta fylgja jóltíðini. Jólini eitast at vera ein gleðihátíð, men tað eru tey ikki altíð. Hjá mongum munnu kenslurnar vera í so blandaðar og hjá onkrum beint fram tungar.

Leitaði mær fram nakrar viðmerkingar, sum eg skrivaði mær um júst hetta sama. Viðmerkingarnar eru frá fýrsunum, men tað bilar kanska ikki. Ger tað kanska jólaligari. Evnið er Betlehem, bygdin, sum vit seta í samband við jólini.

Vit fara at hyggja at fimm persónum í Gamla Testamenti, sum allir høvdu tilknýti til Betlehem. Persónarnir eru Rutt, Dávid, Jákup, Elimelek og Mika.

Rutt

„Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. …“ „So tók Boaz Rutt til sín, og hon varð kona hansara; og táið hann fór inn til hennara, læt HARRIN hana verða við barn, og hon átti son.“ Rutt 1.19 og 4.13

Hjá Rutt var Betlehem knýtt at varma og gleði.

Dávid

„„… Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.““ Fyrra Sámuelsbók 16.1

„Nú kom slíkur tosti á Dávid, at hann segði: „Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?““ Seinna Sámuelsbók 23.15

Hjá Dávidi var Betlehem knýtt at ríkum barnaminnum.

Jákup

„– Táið eg [Jákup] kom úr Paddan, doyði Rakul frá mær í Kána’anslandi, á ferðini, áðrenn eg var komin rættiliga til Efrat, og eg jarðaði hana har á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.“ Fyrsta Mósebók 48.7

Hjá Jákupi var Betlehem knýtt at sorg og sakni, minnum um tað, sum ongantíð fór at koma aftur.

Elimelek

„Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum. Maðurin æt Elimelek, …“ Rutt 1.1-2

Hjá Elimeleki var Betlehem knýtt at bakkasti og vónbrotum.

Mika

„Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.“ Mika 5.1

Hjá Mika var Betlehem knýtt at høvdinganum, Honum, hvørs uppruni er úr forðum, frá fortíðardøgum.

Tá ið jólini eru okkum tað, sum Betlehem var Mika, so kunnu vit av sonnum hava eini gleðilig jól. Tað er jú Hann, sum ger allan munin.

Og so taka vit eisini ein eiðismann við

Vit eru komin til endan av viðmerkingunum frá fýrsunum, men halda á eina løtu afturat. Vit flyta okkum úr Gamla Testamenti til nútíðina; frá fólki, sum livdu fyri túsundum av árum síðan, til ein eiðismann, sum nú í mong ár hevur búð í Venesuela. Eiðismaðurin eitur Jóhannus Frants Poulsen.

Framman undan jólum í fjør segði hann frá – í einum brævi, sum var sent gjøgnum Akurin – um eini jól inni í frumskóginum. Hetta var, áðrenn hann møtti konu síni, Nurimar. Vit geva honum orðið. Tað, hann sigur, minnir á Mika:

„Allir hinir trúboðararnir vóru farnir út í býin at halda jól. Sjálvur hevði eg keypt ymist gott at njóta, sum skuldi koma inn við flúgvaranum. Aðrir trúboðarar, sum vistu, at eg fór at verða einsamallur, høvdu eisini keypt mær gávur, og alt skuldi koma inn á seinasta túrinum áðrenn jólini. Ringt veður bleiv, og tað bleiv ikki flúgvandi inn til bygdina, fyrr enn nýggja árið var byrjað. Sjálvur dugdi eg einki av málinum hesa tíðina, og hevði eg ikki gleðina av jólagestum heldur. Vánalig jól, kundi ein hildið. Men hvat eru eini sonn og gleðilig jól? Í Lukasi 2.10-11 stendur:

„… „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.““

Og í Esaiasi 9.6 stendur:

„Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, …““

Kann eg hava eini gleðilig jól, um so er, at Jesus er einasta gávan? Einasta gleðin? Einasti gesturin?

Vit vita svarið. Spurningurin er: Trúgva vit tí?

Av bókahillini: Smáttan

– Gud fittur og til staðar

„Samfelagið við Gud er yndisligari, enn sigast kann frá. Hann samskiftir við Síni endurloystu í fjálgum vinalagi, sum er hvílandi og lekjandi fyri sálina. Hann er hvørki óstøðugur, sjálvsøkin ella illsintur. Tað, sum Hann er í dag, er Hann í morgin og í ovurmorgin og næsta ár. Hann væntar einans tað av okkum, sum Hann sjálvur hevur útvegað fyrst.“ (A.W. Tozer)

Eg las fyri nøkrum árum síðan eina lítla bók, sum eg haldi, lýsir sera væl tað, sum Tozer er inni á. Hugsaði at hugleiða eitt sindur um bókina.

Bókin er ein skaldsøga. Enska heitið er „The Shack“. Føroyska heitið hevði helst verið „Smáttan“. Bókin kom út í 2007 og er síðan umsett til meira enn 40 mál. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hon hevur verið mongum til signing.

Rós og rís

Eg var komin longu leiðina úr Filipsoyggjum til Florida at vera við til eitt umsetingarskeið. Búði hjá nøkrum vinfólkum. Sunnumorgunin fóru vit í sunnudagskúla. Í Amerika er, ella var tað, vanligur siður, at øll samkoman fer í sunnudagskúla, ikki bara børnini. Maðurin, sum leiddi flokkin, vit vóru í, fortaldi um bókina, sum vit umrøða. Hann rósti henni til skýggja, vildi vera við, at hetta var besta kristna bókin, sum var skrivað seinastu hundrað árini. Hann var so hugtikin av henni, at vit fingu øll hvør sítt eintak. Eg eri vanliga ikki so hugtikin av slíkum bókum, men eg veit ikki, eg takkaði og tók bókina við aftur til Filipsoyggjar.

Áhugavert, hvussu ymisk vit kunnu vera. Nakrar mánaðir eftir, at eg var komin heimaftur, fekk eg teldupost frá einum gomlum kenningi í USA. Viðkomandi ávaraði í teldubrævinum øll trúgvandi um ikki at lesa „The Shack“ ella „Smáttuna“, sum vit kalla hana. Hann vildi vera við, at bókin var ræðulig, ja, beint fram vandamikil.

Løgið. Tá ið eg fekk bókina í Florida, hevði eg í roynd og veru onga ætlan um at lesa bókina; men tá ið eg so fekk teldubrævið frá kenninginum, bleiv eg spentur og las hana.

Skriftin og skaldskapur

Eg dugi ikki at døma, um hetta er besta kristna bókin, sum er skrivað seinastu hundrað árini, men eg kann siga, at hon er ein av bestu bókunum, eg nakrantíð havi lisið.

At siga, at bókin er vandamikil lesnaður, haldi eg, er bæði fjákut og skeivt. Hetta er ein skaldsøga, sum er skrivað fyri at lýsa nakrar ávísar andaligar sannleikar. Bókin er ikki ein lærubók, sum miðvíst er ætlað at lýsa Skriftina út í æsir. Tað er sum við „Pílagrímsferðini“ til dømis. „Pílagrímsferðin“ hevur gjøgnum øldirnar verið óteljandi mongum til hjálp, men tað hevði verið skeivt at grundað læru okkara á tað, sum stendur í henni. Tað var hon ongantíð ætlað til.

Tað, sum høvundurin av „Smáttuni“ vil hava okkum at skilja, er hetta – sum vit ofta hava trupult við at taka til okkara – nevniliga at Gud er fittur og til staðar.

Brotið í Skriftini, sum eg haldi lýsir tað serliga væl, sum bókin er um, er Fyrsta bræv Jóhannesar 1.3-4:

„– Tað, sum vit hava sæð og hoyrt, kunngera vit tykkum við, so eisini tit kunnu hava samfelag við okkum; og samfelag okkara er við Faðirin og við Son Hansara, Jesus Kristus. – Hetta skriva vit tykkum, fyri at gleði tykkara kann vera fullkomin.“

Smáttan og søgan

Høvuðspersónurin í bókini eitur Mack. Hann og konan høvdu upplivað tað ræðuliga – nøkur ár frammanundan – at missa lítlu dóttur teirra. Tað einasta nakar visti, var, at tað, sum hendi, hevði samband við eina ávísa gamla smáttu.

Bókin byrjar við, at Mack finnur ein lepa í postkassanum, sum er undirskrivaður av einum, sum kallar seg „Papa“. Á lepanum biður hesin, sum kallar seg Papa, Mack um at møta sær í gomlu smáttuni komandi vikuskifti. „Papa“ ljóðar jú sum pápi, og tí heldur Mack, at tað er pápi hansara, sum hevur skrivað. Løgið, heldur hann, tí hann og pápin hava einki samband havt hvør við annan, síðan hann sum 13 ára gamal rýmdi heimanífrá.

Mack fer til smáttuna, men har er eingin. Hann fer aftur í bilin; men í tí hann fer avstað, broytist alt umhvørvið til okkurt vakurt. Hann fer úr aftur bilinum og inn aftur í smáttuna. Inni í smáttuni møtir hann trimum persónum – Tríeindini í menniskjalíki. Gud Faðirin er ein prúð hugfarslig svørt kona, sum eitur Elouisa Papa. Henni dámar at gera mat og fjálga um. Gud Sonurin er træsmiður úr Miðeystri, og Heilagi Andin er ein asiatisk kvinna, ið eitur Sarayu.

Hetta, haldi eg, ørkymlaði hann, sum sendi mær brævið. Skriftin lýsir ongantíð Gud Faðirin og Gud Heilaga Andan í menniskjalíki. Tað er bara Gud Sonurin, sum er lýstur soleiðis. Tað sigur seg sjálvt, at vit gera væl í ikki at fara har, sum Skriftin ikki fer. Men tá ið tað er sagt, so er tað eingin loyna, at enntá líknilsi Jesusar ofta mynda Gud á ein hátt, sum ikki altíð passar í rammurnar, sum vit vilja hava Gud at passa í. So aftur til søguna.

Mack er saman við tríeindini alt vikuskiftið. Hann hevði aldri áður upplivað nakað so ríkt og gott.

Á vegnum heimaftur hugsar hann so nógv um alt, sum hann hevur upplivað, at hann verður óansin og endar í einari álvarsamari ferðsluvanlukku. Tað var um reppið, at hann kom undan við lívinum. Tá ið hann kemur fyri seg aftur, heldur hann, at møguliga var alt ein dreymur.

Ella var tað ein dreymur? Vikuskiftið í smáttuni broytti áskoðan Macks á Gud. Hann hevði ongantíð áður skilt, at Gud kundi líkjast onkrum sum Elouisu Papa, at Honum dámar at hugna um og fáa okkum at kenna okkum væl saman við Sær.

Bókin og bakstøðið

Eftir at hava lisið bókina, kom eg í prát við onkran, sum kendi til uppvøkstur høvundans. Hann vaks upp í einum illa skipaðum kristnum heimi. Pápin var trúboði, men eitt ónt menniskja – ein maður, sum bæði særdi og skuffaði síni egnu. Vit vita, hvat tað ger við fatan okkara av Gudi.

Bókin er roynd høvundans at lýsa fyri sær sjálvum og okkum, at soleiðis er Gud ikki. Hann er ein jaligur Gud, sum vil náa út til okkara, vera saman við okkum og vinna álit okkara.

Hetta tørvar okkum øllum at verða mint á. Kanska er bakstøðið ikki so myrkt sum høvundans, men vit kenna øll, hvussu knúsandi og fult av vónbrotum lívið kann vera. Okkum tørvar hugnaligu og lekjandi nærveru Hansara, sum Fyrra Korintbræv 1.9 skrivar um:

„Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.“

Tolin at renna skeiðið

– við innblástri frá J.R.R. Tolkien og Timothy Keller

Hobbin og Ringanna harri

Tað var ikki fyrr enn fyri nøkrum árum síðan, at eg gjørdist hugtikin av bókunum hjá J.R.R. Tolkien. Her hugsi eg um bøkurnar Hobbin, Ringanna harri og aðrar tongdar at teimum. Í bókunum verða vit førd inn í ein spennandi heim, har tað ikki bara eru alskyns sløg av menniskjum, men eisini álvar, vættrar, dvørgar og aðrir løgnir skapningar. Høvuðspersónarnir, hobbarnir, eru okkurt um hálva manshædd høgir. Bygdin, teir búgva í, eitur Hobbiton. Í Hobbiton er gott at vera, og hobbunum dámar at njóta stilla bygdarlívið og alt rundan um tað.

Fyrsta bókin, Hobbin, er um hobban Frodo og vandaferð hansara. Á ferðini finnur hann ein ring við yvirnatúrligum mátti. Hinar bøkurnar – Ringanna harri – tríggjar í tali, eru um ein fylgisvein hjá Frodo, Bilbo Baggins. Bilbo er sendur at blaka ringin í eldgosið, har ringurin upprunaliga varð smíðaður. Nógv ónt er tongt at ringinum, og tað er bara á henda hátt, at ringurin kann verða gjørdur til einkis. Ferðin er long, vandafull og kjokkfull av spennandi hendingum. Nakrir vinir eru við Bilbo, og so eru tað øll tey, sum teir møta á ferðini.

Bøkurnar og Skriftin

Orsøkin til, at eg gjørdist so áhugaður í bókunum hjá Tolkien, var, at eg ofta hoyrdi góðar bíbliulærarar endurgeva úr teimum. Bøkurnar eru fullar av myndum, sum lýsa andaligar sannleikar. Áhugavert, tí Tolkien sjálvur tvíhelt um, at bøkurnar ikki vóru ætlaðar at lýsa nakað ávíst, men vóru bara søgur. Orsøkin til, at tær tó lýsa tað andaliga lívið so væl, er, at kristna lívsáskoðanin hjá Tolkien skínur ígjøgnum tað, sum hann skrivar.

Nøkur fá bíbilsk dømir:

  • Vit lesa aftur og aftur í bókunum hjá Tolkien, hvussu øgiligur og eirindaleysur óndskapurin er.
  • Vit lesa, at endamálið hjá teimum, sum vóru sendir við ringinum, var ikki, so at teir kundu vinna sær heiður og ríkidømi, men so teir – við at ofra seg sjálvar – kundu beina fyri tí ónda.
  • Teir vóru valdir, ikki tí teir vóru so sterkir, men heldur tí, teir vóru so veikir.
  • Bilbo var illa særdur á ferðini. – Bíblian sigur, at tað fer eisini at henda okkum!
  • Teir høvdu ikki megnað ferðina uttan hjálpina, teir fingu á leiðini.
  • Tá ið Bilbo skuldi blaka ringin í eldin, var hann so illa fyri, at ein annar mátti koma og hjálpa honum. – Tað kenna vit frá okkum sjálvum og Skriftini.
  • Sigurin kostaði nógv og var ikki endaligur.

Bøkurnar og Timothy Keller

Timothy Keller, sáli, man vera bíbliulærarin, sum meira enn nakar annar gjørdi, at eg bleiv bitin av hobbunum. Honum dámdi serliga væl bøkurnar og sipaði dúgliga til teirra. Onkur, sum kendi Timothy Keller væl, segði, at hann var hugtikin av bókunum hjá Tolkien heilt frá tí, hann kom til trúgv, og líka til Harrin tók hann heim.

Eg minnist, at í einari talu kom hann inn á, at vit liva í eini tíð, har alt skal henda í einari handarvending, og hvussu hesin hugburðurin eisini ávirkar trúgvandi. Fólki dámar ikki at binda seg til nakað, sum kann koma at taka ov langa tíð, og serliga ikki, um tað bindur tey fyri lívið. Brotið úr Skriftini, sum kemur mær í hug, er Hebrearabrævið 12.1-2:

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!“

Sum so ofta, so lýsti Keller sannleikan við fara aftur til hobbarnar. Hann lýsti, hvussu long og torfør ferðin hjá Bilbo og vinum hansara var. Eg minnist ikki, júst hvussu hann segði tað, men tankin var, at ferð teirra var ein vandaferð – nógv longri enn teir høvdu væntað. Fíggindarnir vóru nógv fleiri og sterkari, enn teir høvdu ánað, og fjøllini og dalarnar nógv tyngri, enn teir høvdu droymt um.

Har var so nógv, sum teir ikki høvdu givið sær far um, áðrenn teir fóru avstað; trupulleikar, sum teir máttu loysa, skuldi ferðin eydnast. Og so var tað løgni, óndi Gollum og marran, sum hann var teimum líka til tað síðsta.

Og ikki bara tað. Tá ið teir so endiliga komu heimaftur, bíðaðu enn fleiri avbjóðingar.

Soleiðis er tað andaliga lívið.

Vit enda við tveimum sunnudagsskúlasangum, ið umrøða sama evnið:

Upp á tindar, gjøgnum dalar,
upp á tindar, gjøgnum dalar,
upp á tindar, gjøgnum dalar
vil eg fylgja, tá Jesus leiðir meg.
Eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg.
Eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fara, har hann leiðir,
eg vil fylgja, tá Jesus leiðir meg.

Eg eri við í Gud heri
og stríði fyri sannleikan.
Eg eri við í Guds heri;
Gud, ger meg til ein rættan mann.
Jesusi eg ynski fylgja,
um verðin enn meg háða vil;
eg vil líta bert á hann,
sum hin størsta sigur vann;
eg vil stríða fyri sannleikan.

Kristus er svarið – eisini tá ið umstøðurnar eru fremmandar

Í Lipa City at læra tagalog

Vit høvdu ikki verið leingi á Filipsoyggjunum, bara nakrar mánaðir. Búðu einar tveir tímar sunnan fyri Manila. Býurin, har vit búðu, eitur Lipa City. Minnist meg rætt, búðu okkurt um 100.000 fólk har tá. Í dag – nærum 40 ár seinni – er fólkatalið næstan hálv millión. Vit vóru har fyri at læra okkum tagalog, høvuðsmálið á Filipsoyggjum.

Skilamaðurin harra Benedict

Millum teirra, vit komu at kenna, var ein eldri maður. Tíverri havi eg gloymt navnið. Navnið, sum onkursvegna kemur mær í hug, er harra Benedict. Eg haldi ikki, at tað er rætta navnið, men vit kalla hann bara harra Benedict – ger tað lættari at siga frá.

Vit komu at kennast, tí eg keypti tvær orðabøkur frá honum, eina tagalog-enskt og eina enskt-tagalog. Harra Benedict hevði sjálvur verið við til at skriva tær. Maðurin, sum hevði staðið fyri arbeiðinum, var ein katólskur prestur úr Avstralia. Navnið hjá honum minnist eg; hann æt Faðir English. Skilti eg tað rætt, búði Faðir English í Lipa, tá ið hann skrivaði orðabøkurnar. Í dag nýta fólk flest ikki orðabøkur, sum tey gjørdu tá. Nú er alt á alnetinum, men tá vóru orðabøkurnar hjá Faðir English tær størstu og mest fullfíggjaðu orðabøkurnar í øllum landinum.

Harra Benedict var ein sonevndur mestitsur. Forfedrarnir vóru  ein blandingur at filipinarum, kinesarum og spaniólum. Eftir húsinum at døma høvdu pengar einaferð verið í familjuni; tey vóru stór og høvdu einaferð verið flott. Nú vóru tey gomul og forfallin. Tá ið fíggjarligu umstøðurnar eru so óstøðugar, sum tær ofta eru í londum sum Filipsoyggjum, er skjótt at koma illa fyri og ongantíð sleppa burtur úr tí aftur. Her man harra Benedict ikki hava verið eindømi.

Hjá harra og frú Benedict vóru nógv tilkomin – ella nærum tilkomin – fólk í húsi. Umframt tey gomlu var ein fráskildur sonur og børnini hjá soninum, øll síðst í tannárunum ella fyrst í tjúgunum. Helst vóru onnur eisini, sum eg ikki minnist.

Tað var ikki uttan orsøk, at English prestur hevði fingið harra Benedict at hjálpt sær; maðurin var bæði gløggur, ordiligur og væl lisin. Ein álitismaður. Men sonurin – eg veit ikki – fyri mær sá hann út sum ein miðaldrandi playboy, og abbabørnini, har tóktist heldur ikki at vera gott skil á. Umstøðurnar vóru ikki lættar.

Abbasonurin stungin til deyðis

Ein morgun hoyrdu vit, at ein abbasonur var funnin á trappuni fyrr um morgunin, stungin til deyðis. Onkur hevði dripið hann við einum spjóti, sum vanliga varð nýtt til at høgga ís við. Abbasonurin hevði verið við í sølu av rúsandi evnum, skyldaði nógvar pengar, og tað kom at kosta honum lívið. Hart.

Jarðarferðin og vónloysið

Gloymi ongantíð jarðarferðina. Fyrsta jarðarferðin, vit vóru við til á Filipsoyggjum. Kistan var í heiminum, og jarðarferðin byrjaði haðani. Har var nógv fólk, tá ið vit komu inn. Harra Benedict var blíður og bjóðaði okkum okkurt at eta. Tú sást, at hann var syrgin, men tú merkti eisini, at hetta var ikki fyrstu ferð, at hann hevði upplivað sorg og vónbrot.

Úr heiminum gekk fylgið til kirkjuna. Tað tók okkurt um hálvan tíma. Minnist, at líkvognurin hevði hátalarar og spældi sokallaðan „slow rock“. Tað hevði eg ongantíð hoyrt til jarðarferð áður. Løgið og hjartanemandi. Minnist meg rætt, var ein av sangunum „Boulevard“. Sangurin er kanska langt síðan gloymdur, men tá var hann ofta at hoyra. Nakrar reglur í sanginum eru:

Never knew that it would go so far
When you left me on that boulevard
Come again, you would release my pain

Vit komu inn í kirkjuna. Tað var fyrstu ferð, eg hevði verið til gudstænastu í eini katólskari kirkju. Alt sýntist løgið og fremmant. Vit høvdu jú ikki enn verið serliga leingi á Filipsoyggjum. Tað var sjálvandi avmarkað, hvussu nógv tagalog, eg skilti, men eg minnist, at presturin tosaði um, hvussu evnaríkur ungi maðurin hevði verið. Minnist hann nevna, hvussu væl hann dugdi at tekna og mála.

Jú, har var nógv, sum eg ikki skilti; men kensluna av vónloysi, hana skilti eg, og hon situr eftir, hóast so mong ár eru liðin.

*****

Kristus er svarið

Trúgvandi familjur hava jú verið og kunnu sjálvandi verða raktar av slíkum hendingum sum hesari í Lipa City; men tað var ikki hendingin sjálv, sum festi seg í sinnið, men vónloysið, sum eyðkendi alt rundan um hendingina. Eitt vónloysi, sum bara Kristus kann frelsa okkum undan. Orðini í gamla sanginum eru enn sonn – sonn allastaðni, sama hvar á klótuni, vit eru.

Kristus er svarið til heimsins stóru neyð,
Kristus kann hjálpa úr vanda sorg og deyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara, loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.

Hvat gera vit?

Kanska tað hevði verið hóskiligt at enda við hesum trimum setningunum hjá Paulusi úr 1. kapitli í Rómbrævinum (undirstrikingin í versunum er mín).

Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.“ v. 14

Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið, …“ v. 15

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.“ v. 16

Eg standi í skuld, eg eri til reiðar, eg skammist ikki. Tað er, tá ið tað er hugburður okkara, at vit kunnu bjóða fólki Hann, sum er einasta svarið, Kristus.

Onesimus – Hentur í Harranum

Onesimus: trælur, skuldari, sonur og bróðir.

Trælurin

Onesimus er trælurin, sum brævið til Filemon snýr seg um. Herumframt er hann eisini nevndur  móti endanum á Kolossebrævinum.

„Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her.“ Kolossebrævið 4.9

Tey serkønu siga, at navnið Onesimus var eitt vanligt trælanavn. Navnið merkir hentur. Áhugavert er, hvussu Paulus spælir við týdningin av navninum [undirstrikingarnar í versinum eru mínar]:

„eg biði teg fyri syni mínum, Onesimusi, sum eg havi fingið í leinkjum mínum, honum, sum áður var tær „óhentur“, men nú er bæði tær og mær „hentur“ – honum, sum eg nú sendi tær aftur.“ Filemonbrævið 1.10-11

„Ja, bróðir, ver mær „hentur“ í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristusi!“ Filemonbrævið 1.20

Skuldarin

Í brævinum til Filemon fáa vit ta fatan, at Onesimus møguliga hevði stolið eitt ella annað frá Filemon.

„Hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, so skriva tað á rokning mína!“ Filemonbrævið 1.18

Av góðum grundum er tað trupult hjá okkum nýmótans menniskjum at fata, hvussu álvarsamar umstøðurnar hjá Onesimusi vóru. Einki mark var fyri, hvussu stóra straff flýggjaðir trælir kundu fáa. Og so ikki at tala um, høvdu teir eisini stolið.

Sonurin

Flýggjaði trælurin endaði í Róm, møtti Paulusi og kom til trúgv. Í brævinum til Filemon kallar Paulus hann son sín (v. 10), tað merkir andaliga son sín. Hann kallaði hann soleiðis, tí tað var ígjøgnum Paulus, at Onesimus kom til trúgv. Spennandi verður einaferð at fáa meiri at vita, hvørjar umstøðurnar vóru, tá ið teir hittust, og Paulus leiddi hann til trúgv.

Bróðurin

„Tak ímóti honum – tað er mítt egna hjarta! … ikki sum træl longur, men sum meir enn træl, sum elskaðan bróður. Tað er hann mær á serligan hátt, og hvussu mikið meiri tá ikki tær – bæði í holdinum og í Harranum! So satt sum tú tí roknar meg fyri sambróður tín, so tak ímóti honum sum ímóti mær!“ Filemonbrævið 1.12-17

Paulus biður Filemon taka ímóti Onesimusi, biður hann taka ímóti honum, sum tað var móti Paulusi sjálvum. Hann biður hann taka ímóti honum sum elskaðan bróður.

Av tí at vit ikki persónliga kenna til trælahald og umstøðurnar hjá trælum (og tað skulu vit vera glað fyri), er tað trupult hjá okkum at fata, hvussu grípandi Filemonbrævið er, og hvussu væl tað lýsir kollveltandi ávirkan evangeliums.

Bara tankin, at trælir og harrar teirra kundu vera elskaðir brøður, var óhugsandi. Og so at hugsa sær, at tað kundi vera møguligt, tá ið trælurin var rýmdur og enntá sekur í stuldri, tað var óhoyrt.

„Hvussu mær gongst, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin, sum so trúliga hjálpir mær og tænir saman við mær í Harranum, bera tykkum boð um, alt samalt. Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara. Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her.“ Kolossebrævið 4.7-9

Týkikus var væl kendur í Kolosse. Tað er ikki óhugsandi, at hann og Onesimus høvdu – áðrenn Onesimus flýggjaði – møtt hvør øðrum inni hjá Filemon ella onkra aðrastaðni í Kolosse.

Nú ferðaðust teir saman til Kolosse, til samkomuna har og til Filemon. Leggið til merkis, at Paulus nevnir ikki Onesimus træl, men trúfastan og elskaðan bróður. Ein, sum saman við Týkikus skuldi siga teimum, hvussu tað gekst hjá fongslaða Paulusi. Hetta er tað, sum evangeliið ger.

„Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.“ Kolossebrævið 3.11

***

Og so enda vit vitjan okkara hjá Onesimusi við Filemonbrævinum 1.13-14:

„Eg hevði havt hug at latið hann verðið her hjá mær, so hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum, sum eg beri fyri evangeliið; men eg vildi einki gera uttan samtykki títt, fyri at góðska tín skal ikki vera eins og av noyðslu, men av fríum vilja.“

Her skjýtur Paulus upp – hóast hann ikki skrivar tað beinleiðis – at gott hevði verið, um Filemon kundi sent Onesimus aftur til hansara. Paulusi tørvaði hann í Róm. Óhenti trælurin, ið møguliga eisini var tjóvur, var vorðin ein hentur, trúfastur og elskaður bróðir. Evangeliið um Jesus hevði broytt hann.

„Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, …“ Rómbrævið 1.16

Filemon – elskaði vinur okkara

Filemon er hann, sum Filemonbrævið varð skrivað til. Paulus skrivar:

„… til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Filemonbrævið 1.1

Støðið handan brævið er hetta:

Filemon hevði træl, Onesimus at navni. Hann var rýmdur og endaður í Róm, har hann onkursvegna hevði møtt Paulusi og var komin til trúgv. Tað løgna var, at Paulus og harri Onesimusar, Filemon, kendust væl. Paulus eggjaði nú Onesimusi at fara heim aftur til harra sín. Filemon búði í Kolosse, og ein samverkamaður Paulusar, Týkikus, skuldi sama veg, og tí sendi hann Onesimus við honum. Við sær høvdu teir brævið til Filemon. Í brævinum biður Paulus Filemon taka ímóti Onesimusi – ikki sum træli, men sum elskaðan bróður í Harranum.

Trælahald

Tað er ikki lætt hjá okkum at skilja, hvussu trúgvandi fólk – sum eitt nú Filemon – kundu loyva sær at halda trælir, og at ein so mætur maður sum Paulus kundi kalla ein trælaeigara vin og samverkamann.

Vit hava mangan lyndi til at vera dømandi, tá ið vit ikki skilja umstøðurnar, sum onnur liva undir. Trælahald – so skeivt, sum tað er – var ein stórur partur av samfelagsmyndini, tá ið Nýggja Testamentið var skrivað. Nærum annarhvør persónur í rómverska ríkinum var trælur. Tey fyrstu kristnu hildu seg uttan fyri samfelagsviðurskifti; kortini er áhugavert at síggja, hvussu læra Bíbliunnar førdi til, at trælahald ikki longur er loyvt. Tað er eingin sjálvfylgja.

Taktikkur

„eg biði teg fyri syni mínum, Onesimusi, sum eg havi fingið í leinkjum mínum, honum, sum áður var tær „óhentur“, men nú er bæði tær og mær „hentur“ – honum, sum eg nú sendi tær aftur. Tak ímóti honum – tað er mítt egna hjarta! Eg hevði havt hug at latið hann verðið her hjá mær, so hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum, sum eg beri fyri evangeliið; men eg vildi einki gera uttan samtykki títt, fyri at góðska tín skal ikki vera eins og av noyðslu, men av fríum vilja.“ Filemonbrævið 1.10-14

Paulus kundi havt nýtt myndugleika sín sum ápostul og sagt Filemoni bart út, hvat hann skuldi gera. Tað gjørdi hann ikki; nei, hann dugdi at vísa fólki virðing. Ístaðin segði hann Filemoni, hvussu nógv Onesimus var broyttur. Hann hevði ikki verið til stóra nyttu áður, men tað var hann nú. Paulus ger seg enntá til veðhaldara fyri Onesimus, skrivar, at tað at taka ímóti Onesimusi er sum at taka ímóti sær. Hann sigur eisini, at honum hevði dámað best at latið Onesimus verðið eftir hjá sær; men hann vildi einki gera uttan samtykki frá Filemoni. Paulus dugdi at vera taktiskur.

Afturat hesum skrivar Paulus í 19. versi, at Filemon skyldaði Paulusi enntá seg sjálvan. Paulus sipar til, at hann hevði ein týðandi lut í, at Filemon kom til trúgv. Vit kenna ikki umstøðurnar. Áhugavert er tó, hvussu nógv av teimum, sum Paulus arbeiddi saman við, vóru komin til trúgv ígjøgnum Paulus.

„Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus – til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum.“ Filemonbrævið 1.1-2

Leggið eisini til merkis fólkini, sum Paulus nevnir í fyrsta og øðrum versi. Kanska nevnir hann tey fyri at leggja eitt ávíst trýst á Filemon at taka ímóti Onesimusi og geva honum tað eftir, sum hann møguliga skyldaði honum.

Hann nevnir Appiu og Arkippus. Appia var møguliga kona Filemons og Arkippus sonur hansara. Hann visti, hvussu stóra ávirkan tey kundu hava á Filemon. Og so er tað samkoman í húsi teirra. Filemon var harri í húsinum, men ikki í samkomuni. Kanska var tað ein grund til, at hon er tikin við. Hvussu er og ikki, so visti Paulus, hvussu nógv Filemoni – og okkum øllum – tørvar íkast frá øðrum, skulu vit hugsa rætt.

Tøkk

At Filemon var ríkmaður, sum helt trælir, kundi fingið okkum at hildið, at Filemon var ikki ein fyrimyndarligur persónur, men so var ikki. Týdningarmikið er, at vit skilja umstøðurnar, sum onnur liva undir. Paulus helt nógv av Filemoni, og tað kemur ofta fyri í Filemonbrævinum. Paulus skrivaði, at hann hevði hoyrt um kærleika hansara til øll hini heiløgu (v. 5), at hann hevði fingið stóra gleði og troyst av kærleika hansara, og at Filemon hevði lívgað hjørtu hinna heiløgu (v. 7). Ikki so løgið, at Paulus takkaði Gudi, tá ið hann mintist hann í bønum sínum (v. 4), og heldur ikki so løgið, at hann bað um, at felagsskapur hansara í trúnni kundi verða virksamur fyri Kristus (v. 6). Paulus kundi av sonnum siga, at Filemon arbeiddi saman við sær (v. 1).

Tænarar Kristusar

„Í áliti á lýdni tínum skrivi eg til tín, vísur í, at tú gert enntá meir enn tað, sum eg sigi. So skalt tú eisini gera mær herbergi til reiðar; tí eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.“ Filemonbrævið 1.21-22

Tá ið Paulus kemur til endan av brævinum, biður hann Filemon hava eitt rúm til reiðar til sín, tá ið hann kemur. Hann skrivar, at hann veit, at tey biðja fyri sær, og at tað fer at merkja, at hann fer at verða leyslatin. Samfelagsstættarliga var munurin stórur á Paulusi og ríkmanninum Filemoni – og ikki um at tala á burturrýmda trælinum Onesimusi; men munurin var burtur í Harranum. Í Honum vóru teir brøður, vinir, samverkamenn og tænarar Kristusar.

Rufus og móðir hansara

„Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni! Rómbrævið 16.13

„Og teir noyddu ein at bera kross Hansara, ein, sum kom framvið, sum kom av markini, Símun úr Kýrene, faðir Aleksander og Rufus.“ Markus 15.21

Rufus

Navnið Rufus verður nevnt tvær ferðir í Skriftini, eina ferð í Rómbrævinum og eina ferð í Markusi. Ymiskt peikar á, at talan møguliga er um sama mann. Vit kunnu vera rímiliga vís í, at orsøkin til, at Rufus og beiggi hansara eru nevndir í evangeliinum eftir Markus, er tí, at tey, sum hann skrivaði til, kendu teir. Tá ið so eisini verður havt í huga, at Markusarevangeliið varð skrivað við rómverjum í huga, so er ikki óhugsandi, at Rufus í Markusi og Rufus í Rómbrævinum vóru ein og sami maður.

Var tað sami maður, so er hetta myndin av familjuni: Foreldrini vóru Símun úr Kýrene og kona hansara, kvinnan, sum Paulus kallaði móður sína (Róm.16.13), og synirnir vóru Aleksander og Rufus.

Vit fara fyrst og fremst at geva okkum far um Rufus og móður hansara, men nøkur fá orð fyrst um Símun úr Kýrene. Hann var, sum nevnt, úr Kýrene og var í Jerúsalem hin minniliga dagin, tá ið Jesus varð krossfestur. Vit vita tó ikki, um hann nakrantíð búði í Jerúsalem. Møguliga var hann bara komin hagar at halda páskir og var á veg heim av markini, tá ið hann rendi seg í fylgið, sum var á veg út á Skallastaðin við Jesusi. Markus skrivar, sum vit lósu at byrja við:

„Og teir noyddu ein at bera kross Hansara, ein, sum kom framvið, sum kom av markini, Símun úr Kýrene, faðir Aleksander og Rufus.“ Markus 15.21

At Markus nevnir Símun og synirnar, kundi bent á, at hann – antin tá ella seinni – kom til persónliga trúgv á Kristus, og at synirnir vóru kendir av teimum, sum evangeliið var skrivað til.

Aftur til Rufus. Paulus kallar hann hin útvalda í Harranum. Orðið útvaldur, so sum tað er nýtt her, sipar til, at hann var ein úrmælingur, ein framúr dugnaligur tænari. Orðini í Harranum sipa til, at hann var Harrans maður, Hansara tænari.

Móðir Rufusar

„Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni! Rómbrævið 16.13

Móður hansara og míni merkir ikki, at hon bókstavliga var móðir Paulusar, men at hon hevði verið Paulusi sum ein móðir. Í einari umseting stendur: „… hon hevur verið mær ein móðir.“ Í eini aðrari stendur: „… hon hevur altíð tikið sær av mær, sum eg var hennara egni sonur.“

Hildið verður – og hetta eru bert gitingar – at Símun og kona hansara vóru millum teirra úr Kýrene, sum komu til Antiokia við evangeliinum (Áp. 11.20), og at Símun var ein av profetunum og lærarunum, sum nevndir eru í Ápostlasøguni 13.1. Hildið verður, at hann møguliga er Símun, sum hevði tilnavnið Niger. Hildið verður eisini – hetta eru eisini bara gitingar – at Paulus búði hjá teimum, tá ið hann búði í Antiokia. Í hvussu er og ikki, so búði Paulus hjá teimum eitt tíðarskeið.

Um tað er rætt, at Rufus, sonur Símun úr Kýrene í Markusi og Rufus í Rómbrævinum er ein og sami persónur, so vita vit ikki, hví Símun ikki er nevndur í heilsanini til Rufus og mammuna. Møguliga er hann longu fluttur heim í dýrdina, tá ið brævið er skrivað. Vit vita heldur ikki, hví tey eru endað í Róm.

Og so til okkara

Kanska vit hava loyvt okkum at fara í so langt við gitingum, men flættaðir í alt hetta eru ríkir sannleikar, sum ikki eru gitingar. Sannleikar, sum vit gera væl í at taka til okkara. Eg nevni fýra:

Týdningurin av at hava sterkar familjur

Símun átti tveir synir, sum vóru væl kendir millum tey trúgvandi. Sigur ikki lítið. Og Paulus kundi kalla mammu Rufusar móður sína. Ein vøkur mynd av eini sterkari familju, har øll eru við í verki Harrans.

Týdningurin av at taka onnur til okkara

Paulus kallaði móður Rufusar móður sína. Myndin lýsir, hvussu týdningarmikið tað er, at vit sum familjur duga at taka onnur til okkara og lata tey verða partur av familjuni. Móðir Rufusar hevur óivað havt góða ávirkan á Paulus.

Týdningur teirra ónevndu

Vit kenna navnið á Símuni og nøvnini hjá Alexanderi og Rufusi, men vit vita ikki, hvussu móðir Rufusar æt. Og soleiðis er tað ofta, eisini tá ið menn – innblástir av Gudi – skrivaðu okkum orð Guds. Tey, sum hava gjørt størsta munin, eru ofta ikki nevnd. Týdningarmikið er, at vit ikki gloyma hatta. Tað er so lætt at taka sær ilt av, hvør er nevndur og ikki.

Týdningurin av at gera sítt ítasta

Paulus kallaði Rufus hin útvalda, úrmælingin, hin framúr dugnaliga. Tað eigur at vera galdandi fyri okkum øll. Kanska tað er hóskandi, at vit enda við at geva Jeremiasi orðið:

„Bannaður veri tann, ið latur er at gera verk HARRANS, bannaður veri tann, ið ikki blóðgar svørð sítt!“ Jeremias 48.10

Ger títt ítasta – ver sum Rufus!

Andronikus og Junias – samfangar og skyldmenn mínir

Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!“ Rómbrævið 16.7

UMSTRÍTT

Vit hava nú í fleiri greinum umrøtt samverkafólk Paulusar. Hesa ferð eru tað Andronikus og Junias. Eg havi havt tað sum meginreglu í greinum okkara ongantíð at koma inn á nakað, sum hevur við stríðsspurningar at gera. Hesa ferð verið eg noyddur at gera eitt undantak. Ikki at gera tað er ikki at handfara Orðið rætt. Vóni, at tit taka hetta í andanum, sum tað er skrivað.

Junias ella Junia

„Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum …“

Summi halda, at Junias skal vera Junia – eitt kvinnunavn – og at talan tí er um mann og konu – ikki tveir menn, sum vanliga hevur verið hildið. Onkur heldur møguliga, at hetta kann ikki vera rætt, tí Paulus kallar teir skyldmenn sínar. – Tað hevði hann ikki gjørt, um talan var um mann og konu. Men hald er ikki í hesi grundgevingini, tí orðið á frummálinum kann eins væl umsetast skyldfólkum.

Um Junias er maður ella kona, hevur í sjálvum sær ongan týdning. Men orsøkin til, at tað hevur fingið stóran týdning, er, at lagt verður upp til, at orsøkin til, at teir gomlu umsettu tað, sum teir gjørdu, var, tí teir vildu fjala út yvir týðandi leiklutin hjá kvinnunum í Nýggja Testamenti. Her mugu vit vera varin. At siga slíkt er at koma í hóslag við trúvirði Bíbliunnar. Og tað er eisini býttisligt; tí um skuldsetingin er sonn, er tað løgið, at teir gomlu bara broyttu hetta navnið. Har er jú ein rúgva av øðrum kvinnunøvnum í sama kapitli.

Ápostlar

„… sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar …“

Summi halda eisini, at orðingin nógv umhildnir millum ápostlarnar merkir ikki, at ápostlarnir hildu nógv av teimum, men at teir – ella tey – vóru nógv umhildin/umhildnir sum ápostlar. Tulkingin sjálv hevur ikki so stóran týdning. Men tað, sum hevur stóran týdning, er tað, sum verður lisið inn í hetta. Lagt verður upp til, at um tey vóru ápostlar, so høvdu tey myndugleika, líkan – ella næstan líkan – tí hjá Paulusi og teimum tólv.

Her er ikki pláss at fara í smálutir, hví eg haldi, at tey, sum siga slíkt, fara skeiv. Lat meg bara koma við tveimum stuttum viðmerkingum:

Tann fyrra er, at vit kunnu ikki grunda tulkingar á okkurt, sum eitt vers tykist møguliga at siga, men sum restin av Skriftini ikki stuðlar. Tann seinna er, at orðið ápostul hevur eina breiða merking. Í sær sjálvum merkir orðið bara ein, sum sendur er. Tað er eyðsæð, tá ið tú lesur gjøgnum Nýggja Testamentið, at fólk verða nevnd ápostlar, men ikki í sama týdningi sum teir tólv og Paulus.

Fyri at taka samanum: Hóast Andronikus og Junias ella Junia vóru hjún og ápostlar, so merkir tað ikki annað, enn at tey vóru trúboðarahjún, eins og samkomur okkara hava havt og hava í stórum tali. Aftur vóni eg, at tit taka hetta í andanum, sum tað er skrivað.

UMSORGAN

Og so flyta vit okkum frá tí, sum ósemja er um, til okkurt jaligari. Men fyrst ein stutt viðmerking afturat. Í restini av greinini halda vit okkum til, at Victor umsetti navnið Junias rætt. Vit gera tað, so tað er lættari at fylgja.

Samfangar

Paulus gevur fýra persónum heiðurin at verða kallaðir samfangar hansara. Teir eru Andronikus, Junias, Aristarkus (Kol. 4.10) og Epafras (Filemon 1.23).

Vit vita, at Aristarkus og Epafras vóru samfangar Paulusar í Róm; men vit vita ikki, hvørja fongsling Paulus sipar til, tá ið tað snýr seg um Andronikus og Junias. Hann kann ikki hava sipað til fongslingina í Róm, tí Paulus hevði enn ongantíð verið í Róm, tá ið hann skrivaði um teir báðar. Vit vita tó frá Seinna Korintbrævi 11.23, at Paulus sat ofta fangi. Tað kann vera eina av hesum ferðunum, hann sipar til.

Møguligt er eisini, at teir ikki hava sitið fangar saman bókstavliga; men at teir – eins og hann – hava sitið fangar fyri evangeliums skuld. Felags upplivingar skapa bond.

Skyldmenn

Paulus nevnir teir skyldmenn. Orðið kann eisini umsetast skyldfólk ella fólk úr sama landi, landsluti ella býi. Tá ið tú býrt langt heimanífrá, er tað altíð nakað serstakt at kunna vera saman við sínum egnu.

UMMÆLI

Teir høvdu gott ummæli

Andronikus og Junias vóru nógv umhildnir. Orðið, sum er umsett umhildin, er áhugavert. Tað kemur bara tvær ferðir fyri á frummálinum. Her í Rómbrævinum 16.7 og í Matteusi 27.16. Í Matteusi er tað umsett tiltikin og er ikki nýtt um eitt gott menniskja, men tiltikna bølmennið Barabbas. Hvør ein munur! Barabbas var tiltikin fyri tað ringa, Andronikus og Junias fyri tað góða.

Av sonnum álvarsamt at hugsa um. Hvat siga fólk um okkum? Hvat eru vit tiltikin fyri? Hetta kunnu vit ikki bara skúgva til viks; tað snýr seg um vitnisburð okkara.

Teir vóru áhaldandi

Paulus sigur eisini um skyldmenninar báðar, at teir høvdu verið í Kristusi longur enn hann. Vit vita ikki, nær teir eru komnir til trúgv. Kanska var tað longu á hvítusunnudegnum – ella kanska áðrenn. Kanska. Vit vita ikki. Vit vita bara, at tað var, áðrenn Paulus kom til trúgv.

Nú Paulus skrivar brævið til samkomuna í Róm, eru teir staddir í Róm, og hann sendir teimum eina heilsan. Kundi verið áhugavert at vita eitt sindur meira um Andronikus og Junias; men eitt vita vit, og tað er, at her vóru persónar, sum hildu á uttan mun til umstøðurnar. Spennandi verður einaferð at møta teimum og fáa alla søguna.

AVBJÓÐINGIN TIL OKKARA

Og so er tað avbjóðingin til okkara. Tora vit – eins og teir – áhaldandi at halda á, hvørjar umstøðurnar enn eru? Ivasamt er, um tað fer at kosta nøkrum okkara líka nógv, sum tað kostaði teimum; men hvat verður ummælið, sum onnur geva okkum, tá ið skeiðið er lokið? Álvarsamt.