Tag Archive for: Orð

34 kilo av reinum gulli

„Eina talent av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

Gull

Rættlas eina umseting av Aðru Mósebók – var komin til 25. kapittul. Allur kapittulin, og teir, sum koma aftaná, snúgva seg um halgidómin, hvørjum tilfari, hann skuldi gerast av, og hvussu hann skuldi gerast.

Har tað stendur: „Eina talent av reinum gulli“ í týðing Victor Danielsens, stóð í umsetingini, sum eg arbeiddi við: „34 kilo av reinum gulli“. Tá ið eg kannaði eftir, sá eg, at eg hevði eisini sjálvur umsett tað soleiðis. Hevði bara ongantíð givið mær far um, hvussu nógv 34 kilo av gulli er. Dagsvirðið er heilar 40 milliónir krónur. Og alt bara til ein ljósastaka!

Og hatta er bara gullið til ljósastakan. Alt gullið til halgidómin var nógv meira.

„Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin – gullið, ið givið var sum offur – tað var tilsamans 29 talentir og 730 seklar eftir halgidómsvektini.“ Onnur Mósebók 38.24

Vektin svarar til umleið eitt tons av gulli! Dagsvirðið av einum tonsi av gulli er ein milliard krónur. Vit vildu hildið, at her mátti verið onkur bíligari og lættari máti at gjørt hetta. Men ikki Gud.

Gamla Testamentið

Lat meg nevna, áðrenn vit halda fram, at týdningarmikið er at minnast, at hetta við halgidóminum, gullinum og ljósastakanum er alt knýtt at gamla sáttmálanum og hevur tí ikki beinleiðis við okkum at gera. Vit eru jú undir nýggja sáttmálanum, og har snýr tað seg ikki um glansin av tí útvortis.

Og kortini mugu vit ikki gloyma tað, sum stendur í Rómbrævinum 15.4:

„Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“

Latið okkum – við tí í huga – hyggja at tí, sum vit kunnu taka til okkara í sambandi við halgidómin, gullið og ljósastakan.

Gud krevur

„… Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! … Gull, silvur, kopar,“ Onnur Mósebók 25.1-3

„Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra. Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.“ Onnur Mósebók 25.8-9

Skulu vit vera virkin fyri Harra okkara, mugu vit skilja, at Gud okkara er krevjandi, sera krevjandi.

Versini omanfyri eru eitt gott dømi: Harrin segði, at ísraelsfólk skuldu gera Honum ein halgidóm. Hann segði, at tað fór at kosta nógv, og at tey skuldu gjalda rokningina.

Meðan ísraelsfólk ferðaðust gjøgnum oyðimørkina, ótu tey manna, sum Gud læt regna niður til teirra av himli. Men tilfarið til tabernaklið kom ikki dalandi niður til teirra. Tað skuldu ísraelsfólk sjálv útvega. Halgidómurin skuldi byggjast við sjálvkravdum gávum. Gud hevði ikki aðra ætlan í hesum sambandi, og tey skuldu gjalda rokningina.

Jú, rætt er, at verk Guds snýr seg ikki longur um dýrar halgidómar, men tað merkir ikki, at verk Guds ikki kostar, og at tað ikki er uppgáva okkara at gjalda rokningina.

Gud gevur

„… hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!“ Onnur Mósebók 11.2

„Ísraelsmenn høvdu gjørt, sum Móses hevði sagt; tey høvdu biðið Egyptar um stás av silvuri og gulli og um klæði; og HARRIN hevði gjørt, at fólkið var væl lýtt av Egyptum, so tey góvu teimum tað, ið tey bóðu um. Tey tóku soleiðis fong frá Egyptum.“ Onnur Mósebók 12.35-36

Tað er týdningarmikið, at vit minnast, at Gud gevur altíð meira, enn Hann krevur.

Harrin hevði skipað tað so við ísraelsfólki, at tey – hesir fyrrverandi trælirnir – vóru rík, tá ið tey fóru út av Egyptalandi. Løgið, hvussu Gud gjørdi tað, men tey gjørdust ovurhonds rík. Gud er mentur.

Vit mugu tó ikki gloyma, hví Gud gjørdi tey rík. Tað var, so tey kundu byggja Honum ein halgidóm, ikki so tey skuldu gerast múgvandi og hava tað, tey vildu.

Flutt til okkara, so hevur Gud ongantíð lovað at gera okkum rík í tímiligum lutum, men Hann hevur longu signað okkum við øllum andaligum signingum (Ef. 1.3). Og tað er mangan størri.

Gullkorn um ljósastakan

„Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; …“ Onnur Mósebók 25.31

Ljósastakin skuldi gerast av reinum, slignum gulli. At gullið var reint, merkir, at tað var í ovninum, inntil øll óreinska var burtur. At gullið var sligið, merkir, at tað var sligið við hamara, til tað hevði fingið formin, tað skuldi hava.

Í eldinum og sligið – her er nógv at grunda á.

„… ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

„… og alt hetta, ið til hoyrir.“ Her verður sipað til lampurnar til ljósastakan, ljósasaksarnar, skarpannurnar o.a. Tað hevði nyttað lítið at havt ein ljósastaka, vóru ongar lampur. Og tað hevði nyttað lítið at havt lampur, hevði tú ongar saksar, pannur og annað, sum eisini skuldi til.

Og so er tað oljan. Uttan oljuna er einki ljós.
Vit kundu hildið á.
Ríkt.

Tvær kvinnur og kraftin í evangeliinum – Jean Dye Johnson

Myndin: Jean fær vitjan av Judy og Óla, stutt áðrenn hon flutti heim í dýrdina 3. januar 2012.

Í fyrru greinini søgdu vit frá Elisabeth Elliot. Jim, maður hennara, og fýra aðrir vórðu dripnir, tá ið teir royndu at náa Auca-indiánarnar í Ekvador.

Í hesi seinnu greinini siga vit frá eini aðrari kvinnu, Jean Dye Johnson, ið fekk júst somu lagnu sum Elisabeth Elliot. Maður hennara, Bob Dye, og fýra aðrir vórðu dripnir, tá ið teir royndu at náa Ayoré-indiánarnar í Bolivia.

Teir fimm og Ayoré-fólkið

Hendingin í Bolivia fór fram á heysti í 1943, meira enn 12 ár áðrenn Auca-trúboðararnir vórðu dripnir. Ayoré-trúboðararnir vóru Cecil Dye, Dave Bacon, George Hosbach, Eldon Hunter og Bob Dye, maður Jean. (Cecil og Bob vóru brøður).

Tilburðurin við Ayoré-trúboðarunum fekk ongantíð somu umrøðuna, sum hendingin við Auca-trúboðarunum. Ein møgulig orsøk er, at hetta hendi, meðan allur heimurin var á gosi. Hetta var jú undir seinna heimsbardaga.[1]

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um Ayoré-trúboðararnar, var í einum tíðindabrævi frá Ragnari Niclasen. Ragnar var á bíbliuskúla í USA og fór tað summarið til Bolivia. Meðan hann var har, fekk hann høvi at heilsa upp á ein av monnunum, sum vóru við, tá ið trúboðararnir vórðu dripnir.

Jean og Ayoré-fólkið

Foreldrini hjá Jean Johnson vóru trúboðarar, og hon vaks upp í Afrika. Eftir lokna skúlagongd fór hon á Columbia Bible College í South Carolina, og har hittust hon og Bob Dye. Bob fór til Bolivia, nakað áðrenn Jean var liðug á skúlanum, og hon kom so, tá ið hon var liðug. Tey giftust 10 dagar eftir, at hon kom til Bolivia. Hjúnabandið vardi ikki leingi. Nakrar fáar vikur seinni fóru Bob og hinir síðstu ferð inn í frumskógin. Sjey ár gingu, til verulig greiða var fingin á, hvat hendi teimum.

Jean var fyrst í tjúgunum, tá ið hon misti mannin. Tað kundi verið so lætt bara at stungið í sekkin og farið heim, men soleiðis var hon ikki. Í staðin gjørdi hon alt, hon kundi, fyri at náa fólkið, sum hevði dripið mann hennara. Hon setti seg í samband við Ayoré fólk, sum høvdu verið rænd av bóndum í økinum, og lærdi seg mál og mentan teirra. Tað hevði eingin gjørt áður. Seinni, eftir at tey høvdu fingið samband við ættarbólkin, flutti hon inn til teirra og vísti teimum kærleika og fyrigeving Guds, samstundis sum hon segði teimum um Hann, sum eina kann frelsa.

Jean og Larry

Nøkur ár seinni giftist Jean við Larry Johnson, sum eisini var trúboðari í Bolivia. Eg veit ikki, hvussu leingi tey vóru í Bolivia eftir hetta, men tey fluttu so aftur til USA, til málskúlan hjá New Tribes Mission í Missouri, og vóru har so at siga restina av lívinum.

Vit vóru fleiri føroyingar, sum komu at kenna Jean og Larry. Fitt og fyrimyndarlig fólk. Larry var av norðurlendskum uppruna, og honum dámdi væl at tosa um norðurlendsku siðirnar, sum hann var uppvaksin við.

Jean undirvísti í mállæru við serligum denti á bíbliuumseting. Tað var hon, sum lærdi meg fyrstu meginreglurnar um bíbliuumseting. Hon hevði kunnað havt gott starv á høgum lærustovni, men tað var ikki tað, sum hon og Larry livdu fyri.

Jean lærdi Cathy indonesiskt, og Cathy hevur ofta nevnt, at tá ið tær vóru saman, kom henni ongantíð til hugs, alt, sum Jean hevði verið ígjøgnum. Hjá Jean snúði tað seg ikki um hana, tað snúði seg um hini. Soleiðis var hon bara.

Judy og Óli kendu Jean og Larry serstakliga væl. Judy skrivar:

„Vit høvdu stóra framíhjárættin at arbeiða saman við Jean og Larry Johnson í 15 ár. Tey høvdu sjáldsama góð evnir at eggja onnur í arbeiði teirra og gjørdu altíð sítt besta at tæna øðrum.

Serliga Jean hevði havt eina harða lagnu, men vit hoyrdu hana ongantíð gera nakað burtur úr tí. Tað snúði seg ikki um tað, sum hon ella tey høvdu verið ígjøgnum, tað snúði seg um Harran og hini.

Tá ið tú vart saman við Jean, merkti tú altíð, at hon hevði álit á tær og dugdi at halda tær til. Eitt dømi er, tá ið vit sum næmingar skuldu læra portugisiskt. Ætlan okkara var jú at fara til Brasil. Sjálv hevði eg verið eitt sindur í Brasil og dugdi tí nakað av portugisiskum, men ikki nógv. Og tó setti Jean meg í flokk við næmingum, sum vóru uppvaksnir í Brasil og tí dugdu væl portugisiskt. Hon hevði álit á mær og fekk meg at trúgva, at tað bar til. Soleiðis var hon. Tú hevði aldri kensluna av, at tú ikki dugdi, tá ið tú vart saman við henni.“

Gud gróðursetti fimm korn

Jean skrivaði bók um tað, sum hendi Ayoré- trúboðarunum.  Bókin er bæði góð og hjartanemandi. Eitt, sum hugtók meg, var sjálvt heitið á bókini: „God Planted Five Seeds“ („Gud gróðursetti fimm korn“). Heitið er tikið úr Jóhannesi 12.24:

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.“

Jean og Larry livdu eftir hesum sannleikanum. Ríkt at hava kent slík fólk.


[1] Meir kann lesast um tilburðin á https://ethnos360.org/magazine/stories/you-wont-come-back-alive-1

Tvær kvinnur og kraftin í evangeliinum – Elisabeth Elliot

Í hesi og komandi grein fara vit at hugleiða um tvær kvinnur. Felags fyri báðar er, at menn teirra gjørdust blóðvitnir, dripnir av teimum, sum teir royndu at náa við evangeliinum. Og tað er ikki einasti felagsnevnarin. Tær høvdu eisini báðar ein týðandi leiklut í, at teir, sum høvdu dripið menn teirra, seinni komu at hoyra evangeliið.

Onnur kvinnan er Elisabeth Elliot. Maður hennara var ein av „Auca-trúboðarunum“. Áttanda januar í ár vóru 70 ár liðin, síðan teir vórðu dripnir. Hin kvinnan er Jean Dye Johnson. Maður hennara var ein av teimum fimm monnunum, sum vórðu dripnir av Ayoré indiánunum í Bolivia. Hetta hendi í 1943, trettan ár framman undan „Auca“ tilburðinum.

Vit byrja við Elisabeth Elliot.

Úr lívssøgu Elisabeth Elliots

Elisabeth Elliot skrivaði eina bók um teir fimm og tað, sum hendi teimum. Seinni skrivaði hon eina bók um mann sín, Jim Elliot. Fyri nøkrum árum síðan umsetti Meta av Fløtum bókina um Jim Elliot til føroyskt. Bókin eitur „Skuggi hins Alvalda.“

Rætta navnið á auca-fólkinum er Waorani[1], og halda vit okkum tí til tað navnið. Søgan um, hvussu Waorani-fólkið varð nátt við evangeliinum, er í stuttum, at Elisabeth Elliot – saman við nøkrum øðrum kvinnum – helt fram við arbeiðinum, eftir at menninir vóru dripnir. Elisabeth og dóttirin búðu ímillum Waorani-fólkið inntil 1963.

Úr bókum Elisabeth Elliots

Elisabeth Elliot skrivaði nógvar bøkur. Eg hugsaði at taka okkurt fram úr tveimum teirra. Tann fyrra bókin er samansett av greinum, sum hon hevur skrivað. Hin er einasta skaldsøgan, sum hon skrivaði. Fyrru bókina las eg fyri stuttum, ta seinnu las eg afturi í hálvfemsunum. Fyrra bókin eitur „On Asking God Why“ (Um at spyrja Gud hví). Seinna bókin eitur „No Graven Image“ (Eingin skurðmynd).

„On Asking God Why“ (Um at spyrja Gud hví):

„Plato, sum livdi um 350 ár fyri Krist, spáddi, at um eitt veruliga gott menniskja onkuntíð fór at trína fram – eitt menniskja, sum ikki ræddist at siga sannleikan – so fóru tey at stinga eyguni út úr tí og síðan krossfesta tað.

Tað er ein, sum tordi at gera tað í eitt fult mál. Hann steig fram og segði heiminum sannleikan um sjálvan sannleikan. Hann segði enntá nakað, sum í menniskjans oyrum er høpisleyst, nevniliga, at Hann er sjálvur sannleikin. Og júst sum Plato spáddi, so varð Hann krossfestur.

Hesin sami Maðurin biður okkum fylgja Sær, og kravið er enn tað sama, sum tað altíð hevur verið: „Avnokta teg sjálvan og tak upp krossin.“

Gud er Gud. Hetta var sannleikin, sum meira enn nakað annað festi seg í huga mín ta løtuna, sum skakaði meg meira enn nøkur onnur hending nakrantíð. At Jim doyði, kravdi, at eg antin avnoktaði Gud ella trúði Honum, at eg antin kveistraði Hann frá mær, ella at eg setti álit mítt á Hann.

Umstøðurnar hjá hvørjum einstøkum okkara eru ymiskar, men at velja at seta álit okkara á Hann, tað er nakað, sum vit øll mugu taka støðu til.“

„No Graven Image“ (Eingin skurðmynd):

Bókin er ein skaldsøga um unga kvinnu, ið fer til Ekvador sum trúboðari. Kvinnan eitur Margaret Sparhawk og virkar millum Quichua indiánarnar.

Elisabeth Elliot sigur í innganginum: „Eingin skurðmynd“ er mín einasta skaldsøga. Orsøkin til, at hetta bleiv ein skaldsøga, er, at tá ið eg fór undir at skriva bókina, helt eg, at tað, sum eg vildi siga, segðist betur, um eg pakkaði tað inn sum eina skaldsøgu.

Eg havi síðan fingið ábreiðslur fyri søgugongdina í bókini. Fleiri av teimum, sum hava lisið bókina, siga, at teimum hevði dámað betur, um hon endaði jaligari. Fólk hava sagt, at tey fáa seg ikki at trúgva, at Gud hevði loyvt tí at hent, sum eg lati henda í bókini. Men álvara tit, tað ger Hann.“

Tá ið tú lesur bókina, kanst tú fáa ta fatan, at Elisabeth Elliot skrivar um seg sjálva, men tað ger hon ikki. Og tó, kenslurnar hjá Margaret avspegla nógvar av kenslunum, sum Elisabeth Elliot upplivdi í Ekvador. Hetta er ikki bara galdandi fyri kenslurnar hjá henni, men eisini fyri kenslurnar hjá mongum, sum hava arbeitt undir líknandi umstøðum.

Tað eru meira enn 30 ár, síðan eg las bókina, men eg minnist enn kensluna, sum eg sat eftir við, meðan eg las hana. Eg kendi ørkymlandi kensluna aftur at vera komin í eitt nýtt land og fremmandar umstøður. At vera komin hagar tí eg vildi gera mun fyri seinni at spyrja meg sjálvan, hvat í allari víðu verð eg hevði hugsað fyri mær. Hevði eg veruliga hildið, at eg kundi gera mun undir fremmandum umstøðum og á fremmandum máli? Og ikki at tala um, tá ið tað er millum fólk, sum lítlan og ongan áhuga hava fyri tí, tú roynir at siga. Jú, bókin gav afturljóð.

Nú, mong ár seinni eri eg glaður fyri, at eg ikki gavst; verkið gav ávøkst, men eg lúgvi, um eg ikki viðgangi, at ofta kendist tað ræðandi meiningsleyst.

Aftur til heitið á bókini. Elisabeth Elliot nevndi bókina „Eingin skurðgudur“, tí hon vildi vísa okkum, at vit hava ongan rætt til at skapa okkum eina mynd av Gudi, so sum vit vilja, at Hann skal vera. Vit hava ongan rætt til at siga Honum, hvussu Hann skal bera Seg at.

At tæna Harranum merkir at tora at fara inn í umstøður, sum vit ikki hava tamarhald á. Tað er at tora at lata Gud vera Gud og ikki geva eftir fyri freistingini at gera sær sín egna skurðgud.


[1] Verður eisini nevnt Waodani og Huaorani

Syngur tú hin songin longur – ella heimsins tóma ljóð?

Stutt eftir, at vit fyrstu ferð komu til Filipsoyggjar (fyri 40 árum síðan í januar), las eg eina lítla bók við heitinum „All I Needed to Know I Learned in Kindergarten“ (Alt, mær tørvaði at vita, lærdi eg í barnagarðinum). Ein bók, sum var verd at lesa.

Vit kunnu kanska flyta hesa meginregluna til tað andaliga og siga, at alt, okkum tørvaði at vita, lærdu vit longu í sunnudagsskúlanum.

Sunnudagsskúlin, eg minnist teg
fyri tað, tú vart fyri meg . . .

Latið okkum við tí í huga hyggja at nøkrum gomlum sunnudagsskúlasangum og sannleikum, sum teir lærdu okkum.

Vegin út til krossin

Vegin út til krossin gekk hann fyri meg,
ja, fyri meg, ja, fyri meg,
vegin út til krossin gekk hann fyri meg
og doyði fyri meg.

Onkur hevur sagt tað so væl, at evangeliið er so einfalt, at lítla barnið skilir tað, og so djúpt, at tann vaksni ikki skilir tað. Lætt er at villast frá tí einfalda og greiða. Vandamikið og álvarsamt.

Jesus, Hann biður meg skína

At skína, at skína,
Jesus, hann biður meg skína,
at skína, at skína.
Skína eg vil fyri hann.

Jesus, hann biður meg elska,
ja, elska øll sum hann,
vísa, hvør glatt og hvør blídligt
eitt Guds barn vera kann.

At vísa hvør glatt og hvør blídligt eitt Guds barn vera kann, tað lærdu vit longu í sunnudagsskúlanum. Álvarsamt at hugsa sær, hvussu tíðliga, eg lærdi henda sannleikan, og hvussu illa, eg ofta havi dugað at liva eftir honum.

Ansa, eyga lítla

:,: Ansa, eyga lítla, hvat tú sært. :,:
Tí vár Faðir uppi har
niður her til jarðar sær.
Ansa, eyga lítla, hvat tú sært!

:,: Oyra, ansa, hvat tú hoyra fært. :,:

:,: Lítla hond, ver varin, hvat tú gert. :,:

:,: Lítli fótur, ansa, hvar tú fert. :,:

:,: Lítla hjarta, ansa, hvat tú trýrt. :,:

Hetta kann ikki vera einfaldari, og kortini er tað so lætt at gloyma ella koma við undanførslum.

Gud enn á trónuni er

Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her.
Um freistingar herja,
vil hann meg tó verja
og varða meg á míni ferð.
Gud enn á trónuni er,
og hann minnist børn síni her.
Hans orð stendur fast,
um enn alt annað brast.
Gud enn á trónuni er.

Vit skuldu øll skera í at syngja, tá ið vit komu til „um enn alt annað brast“. Nú mong ár seinni hava vit helst upplivað – kanska meira enn eina ferð – hvussu tað kendist, tá ið alt annað brast. Tora vit framvegis at syngja, so hart vit orka: „Hans orð stendur fast, um enn alt annað brast. Gud enn á trónuni er“? Sangurin er líka sannur nú sum tá.

Pætur út á vatnið gekk

Pætur út á vatnið gekk,
tá hann sá á Jesus.
Paulus altíð sigur fekk
við trúgv á Harran Jesus.
Og ein lítil maður var,
upp í træið fór hann sær,
í hjartanum hann ynski bar:
Eg vil síggja Jesus!

Alt ljóðaði so einfalt og sjálvsagt. Nú mong ár seinni vita vit betur. Og tó, veruleikin er einki broyttur. Sangurin er enn júst líka sannur, sum tá ið vit sungu hann í sunnudagsskúlanum.

Jesus elskar meg, á, ja

Jesus elskar meg, á, ja,
Bíblian mær sigur tað,
smábørn honum hoyra til,
fegin hann tey frelsa vil.

Onkur spurdi einaferð ein eldri, væl kendan gudfrøðing, hvussu hann við fáum orðum vildi lýsa tað, sum Skriftin lærir. Svar hansara var stutt: Jesus elskar meg, á, ja, Bíblian mær sigur tað.“ Og tað lærdu vit longu í sunnudagsskúlanum.

_______________________________

Vit lærdu tað tá. So er spurningurin: Liva vit eftir tí nú?

Stór er Tín trúfesti

Stór er tín trúfesti, stór er tín trúfesti,
nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.
Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,
stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

Sangurin og minnir frá Zarepta

Vit fara at hugleiða um sangin „Stór er tín trúfesti“. Eg noyðist at viðganga – áðrenn vit hyggja nærri at honum – at mær hevur ikki altíð dámað henda sangin.

Havragreyturin í Zarepta hevur skyldina. Tað var so, at á barnalegunum sungu vit altíð niðurlagið á hesum sanginum, áðrenn vit ótu morgunmat. Og morgunmaturin hvønn morgun var havragreytur. Mær dámdi ikki havragreyt, og úrslitið var, at mær kom at dáma „Stór er tín trúfesti“ líka illa, sum mær dámdi havragreyt.

Nú má eingin lesa ov nógv inn í hetta – eg havi bara gott at bera Zarepta. Og lítið vistu vit børn, hvussu nógv bøn lá aftan fyri allar hasar havragreytarnar og mangt annað, sum gjørdi Zareptalegurnar møguligar. Bygningurin fekk ikki navnið  Zarepta av ongum (1. Kong. 17.8-16).

Seinni fór mær bæði at dáma havragreyt og sangin „Stór er tín trúfesti“. Havragreyturin er góður fyri útvortis menniskjað, og sangurin „Stór er tín trúfesti“ er góður fyri innvortis menniskjað.

Sangurin og skaldið

Maðurin, sum yrkti sangin, var amerikumaðurin Thomas O. Chisholm (1866-1960). Líggjas á Váli týddi sangin til føroyskt.

Eg hoyrdi einaferð ein talara siga frá um Chisholm, at kona hansara – einaferð umstøðurnar ikki vóru so góðar – skeyt upp, at tað hevði gjørt honum gott at skriva ein sang afturat um trúfesti Guds. Talarin segði, at Chisholm so gjørdi, og so endurgav talarin fyrsta ørindið av tí sanginum. Tíverri minnist eg ikki sangin og kann heldur ikki vátta, um søgan er sonn ella ikki. Men meginreglan er, í hvussu er, góð, okkum tørvar aftur og aftur at verða mint á trúfesti Guds.

Chisholm yrkti okkurt um 1200 sangir. Sjálvt um hann dugdi væl at yrkja, so legði hann seg eftir aldri at nýta skaldagávur sínar at vinna sær persónligan heiður. Hann skrivaði: „Eg havi lagt meg eftir í songum mínum altíð at vera sannur ímóti Orðinum og halda meg burtur frá tí grunna og virðisleysa.“

Sangurin og innihaldið

Stór er tín trúfesti, á Gud, mín Faðir,[1]
tað er ei broytandi skuggi hjá tær.
Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði,
tú ert hin sami, sum áður tú var.

Áhugavert er, hvussu fyltir sangirnir hjá Chisholm eru av Orðinum. Og har er „Stór er tín trúfesti“ eitt gott dømi:

Í hesum fyrsta ørindinum stendur: „tað er ei broytandi skuggi hjá tær.“ Hetta er úr brævi Jákups 1.17:

„Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.“

Í síðstu regluni stendur: „tú ert hin sami, sum áður tú var.“ Hetta er úr Malakiasi 3.6:

„Tí Eg, HARRIN, eri hin sami sum áður, og ikki er úti við tykkum, børnum Jákups.“

Orðini „stór er tíni trúfesti“ koma ikki færri enn tríggjar ferðir fyri í niðurlagnum. Og so eru tað orðini „nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær“. Hesar orðingarnar koma allar úr Sorgarsongunum 3.21-23:

„Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín.“

Chisholm grundaði ikki trúfesti Guds á tað, sum hendi honum á leiðini, men heldur á tað, sum Gud sigur í Orði Sínum. Jú, vit uppliva aftur og aftur trúfesti Hansara ímóti okkum, men vit uppliva eisini løtur, har vit ikki skilja tað, sum hendir okkum. Og tað er ikki so løgið. Vit hava jú ikki enn sæð heildarmyndina. Okkum tørvar at síggja trúfesti Guds – ikki í tí, sum hendir okkum – men í tí, sum Gud sigur í Orði Sínum.

Summarið, veturin, várið og heystið,
sólin og mánin og stjørnurnar við,
náttúran eisini prógvar hitt sama:
Gud er í trúfesti við vára lið.

Øll syndin goldin er – frelsunnargleðin
fremur í hjarta ein lovsong til tín,
styrki og vón fyri nútíð og framtíð,
náði og signingar flóta til mín.

***

Vit enda við nøkrum versum um trúfesti Guds:

„Trúfastur er Gud, sum tit vórðu kallað við til samfelag við Son Hansara, Jesus Kristus, Harra okkara.“ Fyrra Korintbræv 1.9

„… Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; …“ Fyrra Korintbræv 10.13

„Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við!“ Fyrra Tessalonikabræv 5.24

„Men trúfastur er Harrin – Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er.“ Seinna Tessalonikabræv 3.3

„Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!“ Hebrearabrævið 10.23

„Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 1.9


[1] Nr. 18 í NSGF

Ein lyftisins lúðurblásari: Jakku í Søldarfirði og sangir hansara

Einastu ferð, eg minnist meg hava hoyrt Jákup Olsen – ella, sum hann vanliga var nevndur, Jakku í Søldafirði – var á einum ungdómssamfelagsmøti í Betesda. Eg haldi, tað var fyrstu ferð ungdómssamfelagsmøtir vórðu hildin – árið var 1974. Teir, sum talaðu, høvdu fingið ávís evnir at tosa um. Evnið hjá Jakku var sangur. Tú merkti, at hetta var ein væl lisin maður, kønur bæði í Skriftini og í søgu.

Jakku yrkti fleiri sangir, og vit fara at hyggja at tveimum teirra. Vit kundu eisini tikið okkurt fram um Jakku sum talara og bíbliulærara – har er nógv at siga frá – men plássið er avmarkað, so vit halda okkum til sangirnar.

Eitt sindur um mannin

Zacharias Zachariassen skrivaði:

Jakku varð føddur 11. apríl 1900 og fór heim til Harran 26. juli 1977.

Sum ungur var hann prúður og sterkur og av raskastu monnum, men 21 ára gamal varð hann smittaður av sponskusjúku. Tað sá ikki út, sum hann fór at blíva frískur aftur. Seinni kom tað fram, at hann hevði tuberklar.

Onkur, sum vitjaði hann, segði, at hann hevði ongantíð verið so vissur í nøkrum sum hesum, at Jakku fór at doyggja. Hann hevði mist annað lunga, og fjórðingurin av hinum var lagdur deyður, so hann hevði bert ¾ lunga eftir. Hetta var ein dyggur smeitur fyri hann í bestu manndómsárum og skerdi hann alt lívið.

* * *

Inga Olivia Jacobsen, dóttir Jakku, skrivar:

Vit høvdu tað ógvuliga fátæksligt, tá ið vit vóru børn. Mamma segði fyri mær einaferð, at tað kom fyri, at hon legði okkum svong í song; men tað minnist eg als ikki!

Hugsa tær, hvussu tað hevur kenst, ikki at eiga mat í munnin á børnunum og so at vera so sjúkur. Hann royndi at koyra lastbil, men hann var altíð sjúkur og veikur; men sum sagt, so minnist eg einki til, at vit høvdu nakra neyð.

Hann royndi í nógv ár, bæði at draga bátin hjá sær á sjógv og fara – mangan einsamallur – at fiska. Tað dámdi honum sera væl. Hann smíðaði sær ein bát sjálvur inni í kjallaranum hjá okkum. Og tá ið hann fylti 70, fekk hann ein bát í føðingardagsgávu.

Tíbetur hevði hann eitt ljóst og gott sinnalag. Hann bleiv ongantíð óður, men var sera mildur og blíður.

At pápi skuldi liva so leingi, sum hann gjørdi, tað var eitt undur!

Sangirnir

Petur W. Háberg skrivaði:

Eyðkenniligt fyri skaldaverk hansara er álit hansara á lyfti Guds. Vissan um Guds lyfti og hvíldin í Guds ørmum gongur sum ein reyður tráður gjøgnum yrkingar hansara. Soleiðis er hann fram um alt ein lyftisins lúðurblásari, ein treystisins trúfasti „troubadour“, sum dagandi móti vónarinnar ljóshavi birtir brand í fáttfallin hjørtu og vísir søkkandi sálum á Harrans æviga kærleika og ósvitandi lyfti. Og alt hetta er meiri enn orð fyri hann ella reglur, ið sita væl, hetta er veruleiki. Hann er mentamaður í orðsins vanliga týdningi, men hann er eisini merktur av Andans mentan, ið kemur til sjóndar í Andans ávøkstum í dagligum lívi og atburði. Takk, Jákup bróðir, fyri títt verk og títt góða fyridømi, eisini í tí at leggja listagávur tínar á Harrans altar!

Hvat var verðin uttan Jesus (nr. 1057 í NGSF)

Hvat var verðin uttan Jesus?
Hon av Gudi bannað varð,
og um ikki hann varð føddur,
enn sín deyðadóm hon bar.
Hon tá, stødd í hjálparloysi,
var eitt myrkur uttan ljós,
sum eitt skip í ódnarveðri
uttan kumpass, uttan kós.

Í brævi, sum Jákup Olsen skrivaði Peturi Háberg, stendur:

 Tað einasta, eg kann skriva um sangirnar, er nøkur fá orð um tann fyrsta sangin, sum eg skrivaði: „Hvat var verðin uttan Jesus?” Tá var eg púra óroyndur í at seta mínar hugsanir á rím. Eg var staddur á Sanatoriinum í Hoydølum og var tá 23 ára gamal og hevði kent Harran sum mín Frelsara, síðan eg var 15 ár. Eg hevði onga vón um at blíva frískur aftur, og tað var tí gott at vita, at eg átti eitt ævigt lív við trúnni á Jesus. Eg hevði ofta havt høvi til at vitna fyri øðrum um ta frelsu, sum eg hevði fingið í ogn, og eg skrivaði sangin við tí tanka, at tað var helst tað seinasta, sum eg fekk høvi til at vitna fyri øðrum.

Elskaður til endan (nr. 746 í NGSF)

Elskaður til endan
– syng nú, hjarta mítt!
Elskaður av honum, sum gav lívið sítt.
Hjartans heita kærleik
allan gav hann tær,
tá ið her á krossi ofraður hann varð.

Elskaður til endan
– hvønn ein lívsins dag.
Elskaður til endan
– sál mín, ver tí glað!
Eingin dagur kemur, tá tú síggja skalt
fyri tær og tínum Jesu hjarta kalt.

„Elskaður til endan“ varð skrivaður nærum 20 ár aftan á, at hann skrivaði „Hvat var verðin uttan Jesus“.
Inga Olivia sigur, at pápi hennara segði einaferð, at tað tók honum ikki meir enn fimm minuttir at skriva sangin.

Elsti sonurin, Olaf, sigur:

Pápi skrivaði „Elskaður til endan“ í 1947. Hann hevði tað so vánaligt tá, at hann skrivaði sangin sum eina seinastu heilsan!

Jú, sum Petur Háberg skrivaði: „Ein treystisins trúfasti „troubadourur“.“  – Ein maður, sum kundi vitna, hvat tað er at vera elskaður til endan.

Krossurin í jólaevangeliinum – Komin at geva lív Sítt sum loysigjald

Jólaevangeliið er ikki bara søgan um føðing Jesusar, tað er eisini søgan um krossin. Skuggi krossins fylgir Honum heilt frá fyrsta lyftinum um komu Hansara, til Hann á krossinum segði: „Tað er fullgjørt!“

Latið okkum við tí í huganum fara til 2. kapittul hjá Lukasi.

Krossurin og hirðarnir

„Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.“ Lukas 2.8

Betlehem er nær Jerúsalem, og fylgini úti á markunum vóru ofta ætlað til nýtslu í templinum. Hugtakandi er, at hirðar, sum sótu hjá offurseyði, sluppu at vitja Hann, tað endaliga offurlambið.

Krossurin og sveipaða barnið

„Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“ Lukas 2.12

Millum hirðarnar, sum hildu vakt, vóru prestar, sum høvdu til uppgávu at kanna nýlembdu lombini, um tey kundu nýtast í templinum. Lombini, sum vóru góðkend, vórðu sveipað og løgd í krubbu. Tekinið, sum hirðarnir skuldu hava, var at finna hitt endaliga offurlambið, sveipað, liggjandi í krubbu. Sanniliga ríkt!

Møguliga var klæðið, sum Jesu barnið var sveipað í, eins og klæðið, sum nýlembdu offurlombini vórðu sveipað í.

Áhugavert er eisini, at Lukas nevnir tvær ferðir, at Jesus varð sveipaður. Í Lukasi 2.7 varð Jesus sveipaður og lagdur í eina krubbu; í Lukasi 23.53 varð Jesus sveipaður og lagdur í eina grøv.

Krossurin og frelsan

„Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.“ Lukas 2.11

„Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus (Jehova er frelsa) – sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi. Lukas 2.21

„tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,“ Lukas 2.30

Leggið til merkis, hvussu ofta frelsan verður nevnd í 2. kapitli hjá Lukasi. Eingilin segði hirðunum, at Frelsarin var føddur. Navnið Jesus merkir Jehova er frelsari, og gamli Símeon kundi siga, at hann nú hevði sæð frelsu Harrans.

Frelsan, sum øll hesi versini peika á, er frelsan, sum Jesus vann okkum á krossinum.

Krossurin og turtildúvurnar

„Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerúsalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran – sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum – og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.“ Lukas 2.22-24

Lógin kravdi, at tá ið kvinna hevði átt dreingjabarn, skuldi hon fjørutiunda dagin koma við ofri fyri reinsan sína (3. Mós. 12.6-8). Neyvan hava Maria og Jósef skilt, tá ið tey komu at ofra fyri reinsanina, at tey við sær høvdu hitt fullkomna ofrið, Hann sum fór at gera reinsan fyri Mariu eins væl og okkum øll.

Krossurin og svørðið

„Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: „Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt – ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum – fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa.““ Lukas 2.34-35

Tað man mangan hava sært móðurhjartað at sæð mótstøðuna, sum sonur hennara fekk. Og ikki at tala um krossfestingina og alt, sum førdi til hana. Jú, Símeon hevði rætt, svørð fór at fara gjøgnum sál hennara.

Krossurin og teir tríggir dagarnir

„Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.“ Lukas 2.46

„Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó – oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.“ Lukas 24.21

Tað, sum hendi teir tríggjar dagarnar, tá ið Jesus var tólv ára gamal, var ein skuggi av tí, sum hendi teir tríggjar dagarnar, Hann lá deyður.

Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns

„Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“ Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?““ Lukas 2.48-49

Jesus var longu tólv ára gamal byrjaður í verkinum, sum Hann fullførdi á krossinum.

Eitt orð frá Markusi at enda

„Tí Menniskjasonurin er … komin … at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.“ Markus 10.45

Hugnaligi Jesus og vit

Gud er jólaligur

Kann ikki prógva tað, men eg loyvi mær at halda, at var Jesus her millum okkara, so sum Hann var í evangeliunum, so hevði eingin verið so jólaligur sum Hann. Jú, Hann hevði hildið lítið um alla materialismuna, oyðslið og strongdina og rist við høvdinum at, hvussu ein høgtíð, sum skal eitast at snúgva seg um Hann, nú snýr seg um alt annað. Og tó. Lesi eg evangeliini rætt, so kann eg ikki annað enn halda, at Honum hevði dámað hugnan og góðu løturnar rundan um borðið.

Eg haldi, at hesir tekstirnir úr Fyrra Timoteusbrævi geva mær rætt:

„eftir evangeliinum um dýrd hins sæla Guds, …“ 1. Tim. 1.11

Orðið „sæla“ kann eisini umsetast glaða. Gud okkara er ein glaður Gud. Tað hava vit ofta ilt við at viðurkenna. Vit líkjast smádronginum, sum helt, at uppgávan hjá Gudi var at ansa eftir, at eingin hevði tað stuttligt.

„… at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.“ 1. Tim. 4.3

„… Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.“ 1. Tim. 6.17

Leggið til merkis orðið at njóta, sum kemur fyri í báðum versunum. Havi lisið onkustaðni, at gomlu rabbinararnir plagdu at læra, at tá ið vit ein dag fara at standa fyri dóminum, fara vit at standa til svars fyri hvørja njóting, sum Harrin sendi á leið okkara, men sum vit ikki vildu njóta. Vert at taka til eftirtektar.

Gud okkara er ein glaður Gud, sum vil, at vit skulu njóta tað góða, Hann sendir á leið okkara.

Fyrstu jólini heimanífrá

Við hesum sum bakstøði hugsaði eg at hugleiða eitt sindur um tvey tey fyrstu jólini, eg var í USA.

Eg var á bíbliuskúla, sum merkti, at flestu starvsfólk og næmingar komu aðrastaðni frá og fóru tí heim í jólafrí. Amerikanarar eru fittir og blíðir; og tey, sum ikki høvdu so langan tein heim, buðu okkum, sum komu langvegis frá, heim til teirra at halda jól saman við teimum. Har bar til hjá øllum at njóta eini hugnalig jól.

Fleiri buðu mær at koma heim til teirra, men eg veit ikki, tímdi ikki, segði, at eg hevði nógv skúlating, sum lógu á láni, og ætlaði at fáa tey frá hondini, nú øll vóru í jólafrí. Ljóðaði væl, men tit kunnu gita, hvussu nógv skúlating, eg fekk avgreidd. Null.

Havi ongantíð upplivað eini so keðilig jól, og tað var alt sjálvgjørt. Jólaaftan var serstakliga keðiligur. Eingin hugni. Bygningurin var mestsum tómur. Øll vóru í jólafrí, og tey, sum vóru eftir, vóru fólk, sum einki løgdu í jólini.

Fyrsti jóladagur var frægari. Fólk í samkomuni, eg gekk í, buðu mær til døgurða, og eg hevði ein hugnaligan dag saman við teimum.

Annan jóladag var einki – amerikanarar halda ikki annan jóladag. Og so vóru tað dagarnir millum jól og nýggjár.

Lágmarkið mundi vera eitt kvøldið, eg megnaði at steingja meg úti. Eg hevði til uppgávu hvørt kvøld at vaska gólvið í forhøllini. Eitt kvøldið, eg skuldi út at banka og rista mottuna, var eg óansin og læsti meg úti. Tað var hurðin millum lítlu útgongdina og sjálva forhøllina.

Har var eingin at rópa á, og tá var jú einki, sum æt fartelefon. Einasta at gera var at taka skitnu mottuna – hon var nokk so stór – og balla hana um meg. Minnist enn, hvussu kalt tað var. Eg var bara í eini tunnari nylonskjúrtu, og tað var hávetur. Fastlandsvetrar eru ikki at spæla við.

Ásla, systir mín, helt – tá ið eg fortaldi henni tað – at tað minti um gentuna við svávilpinnunum. Nei, so synd var tað kortini ikki í mær. Eg var, í hvussu so er, enn á lívi morgunin eftir.

Gloymi ongantíð, hvussu gott tað kendist, tá ið jólafrítíðin var av, og lív aftur kom í bygningin.

***

Árið eftir vóru tað aftur fleiri, sum buðu mær at koma heim við sær at halda jól. Eg gjørdi ikki sama feilin tvær ferðir og slapp at uppliva eini hugnalig jól á einum bóndagarði í Ohio, langt úti á landinum. At halda jól í kavakløddum umhvørvi saman við góðum fólki, ja, tað var sanniliga øðrvísi enn at liggja í einari forhøll, innballaður í eina skitna mottu.

Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta

Tað var býttisligt av mær at vera eftir á skúlanum og enntá fjákutari at halda, at eg fór at fáa nakað sum helst av skafti.

Og so eru vit aftur í Fyrra Timoteusbrævi, versunum, sum vit byrjaðu við. Tað er týdningarmikið at minnast, at Gud okkara er ein glaður Gud, og at Hann vil, at vit skulu njóta tað, sum Hann sendir á leið okkara. Einki andaligt er í ikki at vilja gera tað av berum tvørskapi.

Vandin er sjálvandi, at vit kunnu falla í hina grøvina, har vit halda okkum hava rætt til alt og so gerast óð og beisk, tá ið vit ikki kunnu njóta alt, ið vit halda okkum hava rætt til. Rætta javnvágin man vera tann, sum Paulus skrivar í Filippibrævinum 4.11-13:

„… eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“

Við hesum ynskja vit hvør øðrum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing í tí komandi árinum. Minnist til, at Frelsari okkara er ein hugnaligur Frelsari.

Kristus – ikki kristindómur

– við støði í bókini „Karamazov brøðurnir“

„Jesus segði við hann: „Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“ Jóhannes 20.29

„Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.“ Seinna Korintbræv 5.7

„Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.“ Hebrearabrævið 11.1

Stórur munur er á at hoyra til eina átrúnaðarliga skipan, har alt er skorið út í papp, og at hoyra Jesusi til. Tað fyrra krevur onga trúgv, tað seinni er ómøguligt uttan trúgv.

Við hesum sum grundstøði fara vit at vitja Fjodor Dostojevskij og bók hansara „Karamazov brøðurnir“.

Í bókini er eitt brot, har ein av brøðrunum, Ivan, sigur beiggja sínum, Aljosha, eina søgu, sum eitur „Tann stóri inkvisitorurin“.

Inkvisitorar vóru menn, sum arbeiddu fyri katólska rannsóknarrættin í miðøldini. Hetta vóru dómstólar, ið katólska kirkjan hevði stovnað til tess at berja niður trúarvillu og falstrúgv. Inkvisitorurin hevði vald til at avhoyra, døma og revsa tey, ið vóru undir illgruna fyri at ganga ímóti læruni hjá katólsku kirkjuni. Søgan fer fram í Spania.

Eg haldi søgan lýsir so væl munin á boðskapi Jesusar og skipaðum átrúnaði. Skipaði átrúnaðurin setur alt so greitt upp fyri okkum, at tað oyðileggur trúnna og tekur frælsið at velja og vraka frá okkum. Kristus gevur okkum hinvegin frælsi at velja.

Jesus og tann stóri inkvisitorurin

Í søguni kemur Jesus aftur til jarðar, eins og tá ið Hann kom fyrru ferð.

Tað var ein dagin, tá ið nærum hundrað fólk vóru vorðin brend á báli fyri at trúgva øðrum enn tí, sum kirkjan lærdi, at Jesus brádliga steig fram. Eins og fyrru ferð, Hann kom, gjørdi Hann mong undurverk. Og júst sum fyrru ferð komu teir hægstu – í hesum førinum inkvisitorarnir – og handtóku Jesus og dømdu Hann til deyða.

Seinni sama kvøldið kemur tann leiðandi – ella sum hann verður nevndur – „tann stóri inkvisitorurin“ til fangatippið, har Jesus situr. Inkvisitorurin er gamal, nærum 90, andlitið er følnað og eyguni hjánað, men enn er hann kortini bæði høgur og fattur. Hann heldur einari lampu í hondini, kemur nær upp at Jesusi og spyr: „Er tað Tú? Tú?“ Jesus svarar honum ikki.

„Í morgin,“ sigur inkvisitorurin, „verður tú brendur á báli.“

„Tú fórt skeivur hina ferðina í oyðimørkini, tá ið tann stóri andin kom til Tín. Tú skuldi havt tikið við tilboðnum. Tú hevði kunnað – hevði Tú tikið av – givið menniskjanum alt, tey veruliga vilja hava. Tann stóri andin bað Teg gera steinar til breyð. Fólk høvdu fegin lagt frælsi teirra við føtur Tínar, vistu tey, at Tú kundi geva teimum tað jørðiska breyðið.“

Tann stóri andin bað Teg leypa niður av takbrún tempulsins. Menniskju tráa ikki so nógv eftir Gudi sum tí yvirnatúrliga. Tú hevði kunnað mettað hasa tráanina, hevði Tú gjørt, sum andin beyð Tær.

Tann stóri andin lovaði Tær øll ríki heimsins. Tað einasta, sum Tær tørvaði fyri at fáa tey, var at falla niður og tilbiðja hann. Tú skuldi sagt ja, tí menniskjan vil hava onkran yvir sær, onkran, sum kann sameina tey. So leingi tey ikki hava tað, fara tey áhaldandi at liva í stríði hvørt við annað.“

Inkvisitorurin vildi vera við, at Jesus – við ikki at taka við tilboði Djevulsins – hevði lagt eina alt ov tunga byrðu á menniskjuna. „Menniskju eru skipað soleiðis,“ segði hann, „at tey fylgja Tær ikki, síggja tey ikki okkurt, sum tryggjar teimum vælferð, men síggja tey tað, ja, so fylgja tey Tær.“

„Trý eru,“ segði hann, „sum menniskju vilja hava. Tað er at hava onkran, sum tey kunnu lýða; onkran, sum ger undurverk; og onkran, sum tey kunnu tilbiðja. Hevði tú sagt ja, so hevði Tú kunnað givið menniskjanum tað, sum tað vil hava, og so hevði støðan í heiminum verið mangan betri, enn hon er.“

Inkvisitorurin helt fram: „Seinni bjóðaði tann stóri andin kirkjuni tað, sum hann fyrst hevði bjóðað Tær. Kirkjan tók av. Og við tað, at vit gjørdu tað, so hava menniskjuni nú ein, sum tey kunnu lýða; ein, sum ger undurverk; og ein, sum tey kunnu tilbiðja.“

Hvørki inkvisitorurin ella kirkjan vildu nú hava Jesus at koma og spilla spælið. Tí var tað, at teir handtóku Hann og fóru at brenna Hann á báli í morgin. Hann mátti beinast av vegnum.

Og so til okkara

Lætt er at gloyma munin á skipaðum átrúnaði og tí, sum Jesus stendur fyri. At fylgja Jesusi er ikki at fylgja átrúnaðarliga heiminum, men at hava eyguni vend á Hann, sum bara trúareygað kann síggja.

„Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið – fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið.

Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!

– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.“ Hebrearabrævið 13.12-14

Teir lótu heilsa – Heilsanir í Rómbrævinum 16

Vit hava nú í nøkrum greinum verið í Rómbrævinum, 16. kapitli. Evnið hevur verið heilsanir til fólk í samkomuni í Róm. Vit eru framvegis í 16. kapitli í Rómbrævinum, og evnið er – enn sum áður – heilsanir; men hesa ferð eru tað heilsanir, sum samverkamenn Paulusar senda samkomuni í Róm.

Nakrar viðmerkingar

Paulus skrivar Rómbrævið, meðan hann er í Korint á veg til Jerúsalem. Hann fer við gávu frá heidningasamkomunum.

Tað er móti endanum av Rómbrævinum, at Paulus kemur við fleiri heilsanum.

Kanska skilagott við einum yvirliti yvir Rómbrævið 16:

  • Vers 1-2:
    Paulus biður tey trúgvandi í Róm taka sær av Føbe.
  • Vers 3-16:
    Paulus heilsar samkomuni og persónum í samkomuni.
  • Vers 17-20:
    Paulus áminnir um tey, sum volda tvídrátt og ástoyt.
  • Vers 21-23:
    Heilsanir frá nøkrum av samverkamonnum Paulusar.
  • Vers 24-27:
    Endalig heilsan.

Og so fara vit til teirra, sum senda heilsanir. Nakrir teirra ferðaðust við Paulusi, nakrir búðu í Korint.

Timoteus

Timoteus er fyrsti maður at senda heilsan. Vit hava longu umrøtt hann í 4 greinum[1], so hann leypa vit um á hesum sinni. 

Lukius, Jason og Sosipater

Hesi nøvnini síggja vit aðrastaðni, bæði í Ápostlasøguni og í brøvunum.

Viðvíkjandi Lukius, so lesa vit um ein Lukius í Ápostlasøguni 13.1. Hetta er helst ein annar Lukius.

Viðvíkjandi Jason, so búði Paulus eitt stutt skifti hjá einum Jason í Tessalonika (Áp. 17.5-9). Møguliga er tað sami persónur.

Viðvíkjandi Sosipater, so er tað væl møguligt, at hetta er sami Sosipater, sum var í ferðalagi við Paulusi til Jerúsalem. Vit lesa um hann í Ápostlasøguni 20.4. Hann var sonur Pyrrus, úr Berøa.

Paulus kallar teir tríggjar skyldmenn sínar. Tað kann eisini umsetast landsmenn.

Tertius

Vit vita ikki annað um Tertius, enn at hann skrivaði Rómbrævið niður. Paulus hevur orðað, og Tertius hevur skrivað.

Gajus

Hetta er ivaleyst sami Gajus, sum Paulus nevnir í Fyrra Korintbrævi 1.14.

„Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,“

Hetta stuðlar undir, at Gajus kom til trúgv, fyrstu ferð Paulus var í Korint. Paulus kom fyrstu ferð hagar í Ápostlasøguni 18.1-17. Vit vita ikki, hvussu ofta Paulus vitjaði aftur, men hann var, ið hvussu er, aftur í Ápostlasøguni 20.2-3. Tað var undir hesi vitjanini, at Paulus skrivaði Rómbrævið, og at hann segði um Gajus, at hann lænti honum og allari samkomuni hús.

Vit lesa í Ápostlasøguni 18.7, at fyrstu ferð Paulus var í Korint, helt hann til hjá Titus Justusi eina tíð. Hildið verður, at hesin Gajus, ið nú letur heilsa, er – við fullum navni og heiti – Gajus Titus Justus. Um so er, er talan um ein múgvandi rómverja.

Erastus

Erastus var roknskaparstjórin í Korint, ein múgvandi og týðandi maður. Vit hava áður lagt út grein um hann[2].

Kvartus

Síðsti á listanum er Kvartus. Navnið kundi bent á, at hann var trælur ella hevði verið tað. Og um ikki, at hann, ið hvussu er, kom av fólki, sum høvdu verið trælir.

Annars vita vit einki um hann.

Sambandið, teir høvdu hvør við annan

Teir vóru ymiskir, Paulus og hesir átta. Teir komu úr ymiskum londum, tosaðu ymisk mál. Onkur var jødi, onkur heidningur. Onkur vaks upp sum trælur, onkur sum frælsur. Onkur vaks upp við ongum, onkur við nógvum.

Jú, munurin var stórur, men felagsnevnarin var Kristus, og tað vendir øllum upp og niður.

Sambandið, teir høvdu við tey í Róm

Paulus hevði ongantíð verið í Róm, og tað sama mundi vera galdandi fyri teir flestu av teimum átta. Og kortini heilsa teir teimum trúgvandi í Róm. Tað er kraftin í evangelium, ið ger tað. Hon skapar eitt band, sum bara tann kann skilja, sum sjálvur hevur upplivað tað.

Sambandið, teir hava við okkum

Tað, sum vit hava tosað um her, er nógv meira enn søgan um deyð fólk, sum livdu fyri mongum, mongum árum síðan. Nei, hetta er søgan um fólk, sum einaferð vóru deyð; men so møttu tey Kristusi og fingu ævigt lív.

Hesir eru livandi brøður okkara. Viðkomandi. Samband undurfult.


[1] Greinarnar vórðu lagdar út 22.09.2023; 06.10.2023; 20.10.2023 og 23.02.2024.

[2] Greinin varð løgd út 03.05.2024 – Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu.