Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Orð

Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu

03/05/2024

Navnið Erastus verður nevnt tríggjar ferðir í Skriftini. Tað er í Ápostlasøguni 19.22, Rómbrævinum 16.23 og Seinna Timoteusbrævi 4.20.

Í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi er Erastus ein av monnunum, sum ferðast saman við Paulusi og liði hansara. Í Rómbrævinum er Erastus roknskaparstjórin í Korint. Møguliga er talan um tveir persónar, møguliga ikki. Í hvussu er, haldi eg, at her okkurt, sum vit kunnu taka til okkara

Erastus í Rómbrævinum

„… Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.“ Rómbrævið 16.23

At hann var roknskaparstjórin í býnum, merkti, at hann var ein sera týðandi maður. Tað kann sýnast løgið, at ein so týðandi persónur skuldi vera partur av samkomuni í Korint og eisini, at hann sendi heilsan til samkomuna í Róm.

Fyri at lýsa hetta betur: Roknskaparstjórin hevði ábyrgdina av øllum tí fíggjarliga í býnum. Ikki eiti á ábyrgd. Bara rómverskir borgarar kundu verða roknskaparstjórar, og tað var ikki bara bara (sí Áp. 22.26). Fyri at gerast roknskaparstjóri skuldi tú vera fólkavaldur. Og vit vita, at skuldi tú verða valdur – serliga í einum so stórum og týðandi býi sum Korint – so kravdi tað, at tú vart bæði væl kendur og høgt virdur.

Jú, tykist kanska óhugsandi, at ein so týðandi maður kundi vera partur av einari samkomu líkari samkomuni í Korint.

„… Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,“ Fyrra Korintbræv 1.26-28

Óhugsandi ella ikki, so er tað ein veruleiki, at evangeliið ger tað óhugsandi hugsandi. Múrar verða brotnir, og alt vent upp og niður, tá ið Kristus kemur uppí. Hatta er nakað, sum tey, ið ikki hava upplivað tað, aldri fara at skilja.

„Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.“ Galatiabrævið 3.28

„Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.“ Kolossebrævið 3.11

Jú, Paulus skrivaði „ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir“, men hann skrivaði ikki „eingir vísir eftir holdinum, eingir mektigir, eingir hábornir“. Nakrir vóru, og Erastus var ein teirra.

Navnið Erastus kemur frá orðinum „eros“. Tað er grikska orðið fyri kynsligan kærleika. Kanska vit kunnu umorða navnið og siga hin erotiski. Ikki so løgið, at leingi varð hildið fast við, at eingin týðandi persónur hevði funnið upp á at gingið undir einum slíkum navni. Hildið var, at Erastus reint og slætt ongantíð hevði verið til. Tey fóru skeiv. Fornfrøðingar í Korint komu fram á eitt gólv, gjørt úr kálksteini, 19 metrar langt og 19 metrar vítt. Innlagt í gólvið er ein koparpláta, har skrivað stendur: „Erastus legði hetta gólvið fyri egna rokning aftur fyri aedile tænastu.“ Orðið „aedile“ er látínskt og merkir eftirlitsmaður (rómverskur) t.d. roknskaparstjóri. Jú, Erastus, roknskaparstjórin, er ein søguligur persónur.

Erastus í Ápostlasøguni

„Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.“ Ápostlasøgan 19.22

Sum nevnt at byrja við, kunnu vit ikki siga við vissu, at Erastus, roknskaparstjórin í Rómbrævinum 16, er sami persónur sum Erastus í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ein so týðandi persónur sum roknskaparstjórin í Korint kundi vera samverkamaður Paulusar og ganga honum til handa; men evangeliið vendir øllum á høvdið – skilja vit ikki tað, skilja vit ikki Skriftina. Í tí ljósinum kann Erastus saktans vera sami persónur, sum er nevndur Ápostlasøguni, Rómbrævinum og í Seinna Timoteusbrævi.

Versið omanfyri sipar til innsavningina til tey fátæku trúgvandi í Jerúsalem. Er her talan um Erastus, roknskaparstjóran, so vísir tað, hvussu stóran dent Paulus legði á at hava gott fólk at umsita innsavningina.

Erastus í Seinna Timoteusbrævi

„Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.“ Seinna Timoteusbræv 4.20

Hetta er fleiri ár eftir heilsanina í Rómbrævinum og ferðingina í Ápostlasøguna. Er hetta fyrrverandi roknskaparstjórin, sum Paulus sipar til her, er tað aftur ein talandi mynd av, hvussu evangeliið vendir øllum á høvdið. Ein av mest týðandi monnunum í Korint verður her ikki lýstur sum vinur teirra stóru, men sum vinur Paulusar – manninum, sum sat fongslaður í Róm og bíðaði eftir at verða hálshøgdur.

Bæði Skriftin og søgan vísa, hvussu tað gjøgnum tíðirnar hava verið trúgvandi lík Erastusi, sum ikki bara dugdi at rokna, tá ið tað kom til tað tímiliga, men eisini tað æviga.

Slík fólk gera mun.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/05/Erastus.png 854 2089 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-05-03 09:00:002024-05-03 00:30:13Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu

Bíbliulestrarvika 24. apríl 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:1-4

24/04/2024

Sámal Mikkelsen leggur fyri við eini innleiðslu til Fyrsta bræv Jóhannesar, og síðan eini gjøgnumgongd av kapittul 1, versini 1-4 – „Orð lívsins“.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-04-24 23:10:202024-04-24 23:10:21Bíbliulestrarvika 24. apríl 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:1-4

Paulus plantaði, Apollos vatnaði

19/04/2024

Apollos arbeiddi ikki saman við Paulusi á sama hátt sum Barnabas, Silas, Timoteus og aðrir. Og kortini hevði hann ein týðandi lut í verkinum. Tað var um Apollos, at Paulus skrivaði:

„Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.“ Fyrra Korintbræv 3.6

Apollos í Alexandria

„Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum.“ Ápostlasøgan 18.24

Alexandria er í Egyptalandi. Býurin var – um tað mundið hendingarnar í Nýggja Testamenti fóru fram – ein sera týdningarmikil býur, kendur sum miðdepil fyri lærdóm. Tað var ikki av ongum, at hann var kallaður „Hin annar Aten“.

Nógvir jødar búðu í Alexandria, og fleiri teirra vóru týðandi borgarar í býnum. Hildið verður, at Apollos var ein teirra. At hann var orðkringur og talaði og lærdi skilagott, merkir, at hann kendi væl grikska røðulist (retorikk). Tað var ikki ein og hvør, ið fekk slíka útbúgving og merkir óivað, at hann var av múgvandi fólki.

Apollos í Efesus

„Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.“ Ápostlasøgan 18.25-26

Apollos kom til Efesus nakað eftir, at Paulus var farin haðani. Hetta var aftan á, at Paulus fyrstu ferð kom hagar. Fólk gjørdust hugtikin av væl lærda, orðkringa manninum úr Alexandria. Eisini Priskilla og Akvila. Meðan tey lurtaðu eftir talum Apollosar, løgdu tey til merkis, at vitan hansara um evangeliið var avmarkað. Hann prædikaði hugreystur, men kendi bert dóp Jóhannesar. Eyðsæð var, at hóast hann lærdi skilagott um Jesus, var neyðugt at greiða honum gjøllari frá evangeliinum.

Priskilla og Akvila vístu neyðuga dirvið og tóku dugnaliga, høgt lærda aleksandriamannin til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Ótrúliga flott!

Eftir at hava verið í Efesus í eina tíð hevði Apollos hug at fara til Korint. Kanska ikki so løgið. Býurin Korint var jú – eins og Alexandria – ein kendur handils- og mentanarmiðdepil. Vit lesa:

„Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. …“ Ápostlasøgan 18.27

Apollos í Korint

„… Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu. Tí við miklari kraft tepti hann Jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus.“ Ápostlasøgan 18.27-28

Legg til merkis, at tað stendur um Apollos, at tá ið hann kom til Korint, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus. Nú var tað ikki bara lærdómur og dugnaskapur, sum eyðkendi hann. Nú var tað náðin og læran um Kristus, sum skein ígjøgnum. Og legg eisini til merkis, at nú var tað ikki sýnagogan, sum var ramman um tænastu hansara, men samkoman. Hann gjørdist hinum trúgvandi til stóra nyttu.

Mong av teimum trúgvandi í Korint vóru andaliga óbúgvin, og tað gav seg til kennar í flokkadrátti millum brøðurnar. Summir søgdu seg vera Apollosarmenn (1. Kor. 1.12; 3.4), meðan aðrir søgdu seg vera Paulusarmenn, Kefasarmenn (Pætursmenn) og Kristusarmenn. Fjákut! Paulus heftir seg í Fyrra Korintbrævi serliga við teir, sum søgdu seg vera Paulusarmenn og teir, sum søgdu seg vera Apollosarmenn. Hann vísti á, at teir sóu seg ikki sum kappingarneytar, men samverkamenn, Paulus plantaði, og Apollos vatnaði (1. Kor. 3.6).

Paulus hevur verið í Efesus, tá ið hann skrivaði Fyrra Korintbræv, og út frá brævinum at døma hevur Apollos verið har saman við honum, antin meðan hann skrivaði brævið ella stutt áðrenn. Paulus skrivar:

„Viðvíkjandi Apollosi bróður – honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til.“ Fyrra Korintbræv 16.12

Eyðsæð er, at Paulus hevur verið glaður fyri tænastu Apollosar. At Apollos ikki vildi fara til Korint, merkti neyvan nakran illvilja. Hann hevur helst ikki kent tað sum Harrans vilja at fara júst tá.

Apollos á Kreta

„Zenasi hinum lógkøna og Apollosi skalt tú gera tær ómak fyri at hjálpa á veg, so einki fattast teimum.“ Titusbrævið 3.13

Hetta er síðstu ferð, vit møta Apollosi.

Zenas, hin lógkøni, og Apollos vóru báðir høgt lærdir menn. Menn, sum kundu havt notið alt tað góða, sum heimurin hevði at bjóða, men í staðin valdu teir at gera verk Harrans. Teir vóru nú úti á oynni Kreta. Teimum tørvaði tímiliga hjálp, og Paulus bað Titus gera sær ómak at hjálpa teimum. Tað hevur sjálvandi verið gjøgnum samkomurnar har á staðnum. Eftir Titusbrævinum at døma vóru tey trúgvandi á Kreta fátæk. Vit vita einki um bakstøðið hjá Zenasi; men vit vita, at lívið á Kreta var fjart frá tí, sum Apollos kom frá í Alexandria.

Her vóru menn, sum við lívi sínum vístu, hvat tað merkir at taka upp kross sín og fylgja Harranum. Og tað er nógv størri enn at vera orðkringur og sterkur í skriftunum (Áp. 18.24). Tað er at vera stríðsmaður krossins.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/Apollos-1.png 1079 1988 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-04-19 08:30:002024-05-02 15:20:46Paulus plantaði, Apollos vatnaði

Priska og Akvila

05/04/2024

„Eftir hetta fór Paulus úr Aten og kom til Korint. Har hitti hann Jøda, ið æt Akvila og var ættaður úr Pontus; hann var fyri kortum komin úr Italia við konu síni, Priskillu; tí Klaudius hevði givið tað boð, at allir Jødar skuldu fara úr Róm. Til teirra fór hann. Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; yrki teirra var at gera tjøld.“ Ápostlasøgan 18.1-3

Akvila og Priskilla. Nøvnini eru so fremmand, at best er at siga, hvør er hvør: Akvila er maðurin, og Priskilla er konan. Lukas nevnir hana Priskilla, meðan Paulus nevnir hana Priska. Priska er formligi hátturin av navninum, og Priskilla er minkingarorðið t.v.s. lítla Priska.

Frásøgnin um tey bæði er spennandi. Her er ríkiligt tilfar til bæði søgu og film, kanska eina heila røð. Upplýsingarnar, sum vit fáa úr Skriftini, eru avmarkaðar, men nógv kann lesast ímillum reglurnar. Akvila var jødi (Áp. 18.2), og navnið Priska kundi bent á, at hon var rómverji; hetta er tó óvist. At hon er ofta nevnd áðrenn hann, kann vera ein ábending um, at hon er komin úr eini hægri samfelagsstætt. Tað, at vit lesa um samkomuna í húsi teirra, bæði í Efesus og Róm, bendir, ið hvussu er, á, at tey hava verið fíggjarliga rímiliga væl fyri.

Um Priska er komin úr ríkari rómverskari familju, hevur tað kostað henni at gift seg við einum jøda. Ein ábending um hetta er, at Klaudius, keisari, gav boð um, at allir jødar í Róm skuldu úr býnum (Áp. 18.2). Boðini førdu til, at Priska var noydd at rýma saman við manni sínum. Hildið verður, at orsøkin til, at jødarnir vórðu vístir úr Róm, hevði okkurt við tey kristnu at gera. Klaudius vildi sleppa av við tey.

Akvila kom úr landspartinum Pontus (Áp. 18.3), sum var í norðara partinum av Turkalandi, fram við Svartahavinum.

Fyrstu ferð, vit hitta tey, er saman við Paulusi í Korint. Vit lósu at byrja við:

„Til teirra [Priskillu og Akvila] fór hann [Paulus]. Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; …“ Ápostlasøgan 18.3

Tað var siður millum rabbinarar at hava eitt yrki, sum teir kundu liva av, samstundis sum teir lærdu orð Guds. Vit vita, at Paulus var rabbinari, men vit vita ikki, um Akvila eisini var tað. Bandið millum hjúnini og Paulus var, ið hvussu er, sterkt og vardi fyri lívið.

Paulus var okkurt um hálvtannað ár í Korint og fór so haðani til Efesus (Áp. 18.18), og Priska og Akvila fóru saman við honum. Tá ið tey komu hagar, fór Paulus at læra í sýnagonguni, men steðgaði ikki leingi har í býnum, tí hann ætlaði sær til Jerúsalem (Áp. 18.21). Tað var nakað eftir hetta, at Apollos kom til Efesus, og Priskilla og Akvila tóku hann til sín og lærdu hann veg Guds gjøllari:

„… Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu.“ Ápostlasøgan 18.26-27

Hetta er ein av vakrastu hendingunum í allari Ápostlasøguni. Priska og Akvila kundu jú bara havt tosað ringt um Apollos við onnur ella rættað hann alment. Men soleiðis vóru tey ikki; nei, tey tóku hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Kanska var hetta júst tað, sum Paulus gjørdi, tá ið hann møtti Prisku og Akvila á fyrsta sinni; og nú føra tey tað víðari. Kanska.

Tað stendur um Apollos, at hann fór úr Efesus til Akaia, og har varð hann teimum trúgvandi til stóra nyttu. Korint var í Akaia. Og í fyrra brævi sínum til teirra í Korint kundi Paulus siga:

„Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.“ Fyrra Korintbræv 3.6

Neyvan hevði hetta verið so, høvdu Akvila og Priskilla ikki tikið Apollos til sín.

Paulus kom aftur til Efesus (Áp. 19.1) og virkaði har í meir enn tvey ár. Hann skrivaði Fyrra Korintbræv úr Efesus og nevnir Akvila og Prisku móti endanum av brævinum:

„… Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.“ Fyrra Korintbræv 16.19

Okkurt um eitt ár seinni skrivar Paulus Rómbrævið. Ímóti endanum av brævinum nevnir hann aftur Prisku og Akvila:

„Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi! Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna. Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! …“ Rómbrævið 16.3-5

Tey eru nú flutt aftur til Róm; og aftur møtist ein samkoma í heimi teirra. Paulus skrivar um tey, at tey høvdu arbeitt saman við honum og enntá vágað lív teirra fyri hann. Vit vita ikki, hvørjar umstøðurnar vóru; vit vita bara, at tey høvdu verið ígjøgnum nógv saman.

Síðstu ferð, vit hoyra um tey, er móti endanum av Seinna Timoteusbrævi. Paulus skrivar til Timoteus, sum er í Efesus, og skrivar móti endanum av brævinum:

„Heilsa Prisku og Akvila …“ Seinna Timoteusbræv 4.19

Nú eru tey aftur í Efesus. Vit hittu tey í Korint, fóru so við teimum til Efesus, seinni til Róm og so aftur til Efesus. Var tað útlongsil? Nei. Har lá nakað nógv djypri aftanfyri. Hetta vóru fólk, sum fóru, har tað var brúk fyri teimum. Fólk, sum vágaðu lív sítt fyri onnur. Tryggjandi at hava slík fólk rundan um seg.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/04/Priska-og-Akvila.png 849 1708 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-04-05 08:30:002024-04-04 08:47:33Priska og Akvila

Líka frá fyrsta degi og til nú

22/03/2024

Paulus og samkoman í Filippi

Paulus kundi skriva til samkomuna í Filippi:

„… í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit.“ Filippibrævið 4.15

Tað sigur ikki so lítið um samkomuna í Filippi, at hon var einasta samkoman, ið stuðlaði Paulusi fíggjarliga.

Okkum kunnigt, var samkoman í Filippi fyrsta samkoman í Evropa. Evangeliið kom hagar í sambandi við, at í Troas hevði Paulus um náttina eina sjón. Í sjónini sá hann makedoniskan mann, ið bað hann koma yvir og hjálpa teimum (Áp. 16.9). Paulus og teir, ið við honum vóru, komu til býin Filippi í Makedonia. Har møttu teir nøkrum kvinnum, prædikaðu evangeliið fyri teimum, og tær komu til trúgv, og so byrjaði at leggjast afturat.

Nakað seinni rak Paulus spádómsanda út úr ungari gentu. Harrar hennara gjørdust óðir, tí hon hevði veitt teimum góða inntøku við at spáa. Endin var, at Paulus og Silas vórðu settir í fangahús. Um midnátt kom stórur jarðskjálvti. Tá kom fjáltur á fangavaktaran, ið stakk upp úr svøvni og ætlaði at beina fyri sær. Endin varð kortini góður, tí bæði fangavaktarin og øll í húsi hansara komu til trúgv. Morgunin eftir vórðu Paulus og Silas bidnir um at fara úr býnum.

Vit lesa alt hetta í Ápostlasøguni 16; men so hoyra vit einki meir um samkomuna í Filippi, fyrr enn Paulus – hetta er eini 12 ár seinni – sendir teimum brævið, sum vit kalla Filippibrævið, úr fangalegu í Róm.

Brævið er eitt takkarbræv fyri gávu, sum tey høvdu sent honum. Í brævinum vísir Paulus á, at tey høvdu stuðlað honum líka frá tí fyrsta (Fil. 1.5) og eisini, at tá ið hann fór úr Filippi, var samkoman har tann einasta, sum stuðlaði honum (Fil. 4.15).

Í brævinum nevnir Paulus fýra fólk í samkomuni í Filippi, sum hann roknar sum samverkafólk síni. Tey eru Epafroditus – vit møta honum í versunum 25-30 í øðrum kapitli – Evodia, Syntýke og Synzygus – vit møta teimum í øðrum og triðja versi í fjórða kapitli. Vit koma aftur til teirra í onkrum komandi greinum. Nevni tey bara fyri at lýsa samarbeiðið millum Paulus og samkomuna.

„– Eg takki Honum fyri, at tit, líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið.“ Filippibrævið 1.5

Sum nevnt, var hetta samfelag, sum gekk heilt aftur til, tá ið tey komu til trúgv. Samfelag, sum eisini hevði við fíggjarligan stuðul at gera.

„Tit vita jú eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstu tíð evangeliums, táið eg fór avstað úr Makedonia, hevði eingin samkoma rokning við meg um givið og móttikið, uttan bert tit. Tí eisini í Tessalonika sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær tørvaði.“ Filippibrævið 4.15-16

Paulus skrivar í 10. versi:

„Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til.“ Filippibrævið 4.10

Vit vita ikki, hví teimum ikki hevði borið til at hjálpt. Nevnt hevur verið, at tað kann hugsast at hava okkurt við tað at gera, sum Paulus skrivar um samkomurnar í Makedonia í Seinna Korintbrævi 8.2. Paulus skrivar, at „tey vóru hart roynd í trongd“, og nevnir fyrimyndarliga hugburð teirra í „djúpa fátækdómi teirra“. Filippi var í Makedonia, so tað, sum hann skrivar her, fevnir eisini um samkomuna í Filippi.

Hetta, sum Paulus skrivar í Seinna Korintbrævi, samsvarar við tað, sum hann skrivar til teirra í fyrsta kapitli í Filippibrævinum:

„Tykkum varð jú givið – fyri Kristusar skuld – ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld – tit hava jú sama stríð, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.“ Filippibrævið 1.29-30

Hugsa um tað. Trongdin, sum tey upplivdu, var eitt beinleiðis úrslit av trúgv teirra. Tað hevði kostað teimum at tikið eina støðu fyri Harran – eisini fíggjarliga – og tó, hart roynd og í stórum fátækdømi kundi Paulus skriva um tey í Seinna Korintbrævi 8.1-5:

„Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia, at hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt. Tí eftir førimuni góvu tey – tað vitni eg – ja, út um førimun, av egnum eintingum. Tey bønaðu okkum um at sleppa at vera við í hjálpini til hini heiløgu. Og tey góvu, ikki bert so sum vit høvdu vónað; nei, tey góvu seg sjálv við – fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds,“ (1. Kor. 8.1-5).

Hetta var hugburðurin, sum hevði eyðkent samkomuna líka frá fyrsta degi.

Og so at enda. Leggið til merkis tað, sum Paulus skrivar um samfelagið í Filippibrævinum:

  • Samfelag í arbeiðinum (Fil. 1.5)
  • Samfelag Andans (Fil. 2.1)
  • Samfelag líðinga Hansara (Fil. 3.10)

„Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.“ Filippibrævið 4.18

Yndisligur angi. Offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði. Hetta er samfelag í arbeiðinum, í Andanum og í líðingum Hansara. Vakurt.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/Samverkafolk-Paulusar-Samkoman-i-Filippi.png 1251 2212 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-03-22 09:00:002024-03-20 17:47:28Líka frá fyrsta degi og til nú

Lukas, læknin, hin elskaði

08/03/2024

Søguskrivarin Lukas

Lukas er serliga kendur fyri bøkurnar, sum hann gav okkum. Tær eru tvær: Evangeliið eftir Lukas og Ápostlasøgan.

Lukas var heidningur – einasti ikki jødi, ið skrivaði bøkur, sum gjørdust partur av Skriftini. Og tað var ikki smávegis, ið hann læt eftir seg. Lukasar evangeliið og Ápostlasøgan telja næstan 30% av øllum Nýggja Testamenti. Tað er í mongd meira, enn Paulus læt eftir seg.

Báðar bøkurnar hjá Lukasi eru skrivaðar til ein, ið nevndist Teofilus (Luk. 1.3 og Áp. 1.1). Møguliga var Teofilus sakførarin, sum skuldi verja Paulus, tá ið hann skuldi standa framman fyri keisaranum, og møguliga vórðu bøkurnar skrivaðar sum verjurit. Hóast áhugavert, er tað sjálvandi bert gitingar.

Samverkamaðurin Lukas

Trý brot eru í Ápostlasøguni, har Lukas skrivar í fyrsta persóni fleirtal. Hann skrivar „vit“, heldur enn „teir“. Orsøkin er, at hann var við í tí, sum fór fram.

Latið okkum hyggja at brotunum:

Fyrsta brotið: Ápostlasøgan 16.9-17

Tað byrjar í Troas. At hetta er fyrstu ferð, at Lukas gerst partur av søguni, kundi bent á, at tað var her, at hann og Paulus komu at kennast. Tað var eisini í Troas, at Paulus um náttina sá sjón av manni úr Makedonia, sum bað Paulus koma yvir at hjálpa teimum. Teir – eisini Lukas – gjørdu, sum maðurin hevði biðið Paulus, og teir fóru.

At teir fóru yvir til Makedonia, merkti – okkum vitandi – at evangeliið fyri fyrstu ferð kom til Evropa, og Lukas var við, tá ið tað hendi.

Í Makedonia fóru teir til Filippi. Har hendi mangt og hvat. Teir prædikaðu evangeliið, fólk komu til trúgv, Paulus og Silas vórðu settir í fangahús og fangavaktarin og øll í húsi hansara vórðu frelst (Áp. 16.23-34).

Orsøkin til, at Paulus og Silas vórðu settir í fangahús, var, at Paulus hevði rikið spádómsanda út úr ungari gentu (Áp. 16.18).

Og so er Lukas ikki partur av tí, sum fer fram, fyrr enn vit koma til 20. kapittul.

Annað brotið: Ápostlasøgan 20.5-21.18

Í fyrra brotinum var Lukas við í Filippi – tað vil siga í Makedonia – og tað er her, at vit møta honum aftur. Teir ferðast nakað í Makedonia og fara so aftur til Troas, staðið, har vit fyrstu ferð møttu Lukasi.

Vitjanin hesaferð verður serliga minst fyri tað, sum hendi unga manninum Eutykusi. Tað var hann, sum sovnaði, meðan Paulus talaði, og hann datt niður úr vindeyganum á triðju hædd (Áp. 20.10).

Úr Troas byrja teir longu ferðina til Jerúsalem. Á vegnum steðga teir í Milet, har Paulus sendi boð til Efesus og bað teir elstu í samkomuni koma til sín. Teir fara so víðari og steðga her og har og vitja trúgvandi. Á ferðini verður Paulus fleiri ferðir ávaraður um ikki at fara til Jerúsalem. Paulus kendi tó á sær, at tað var júst har, hann skuldi. Ilt er at vita, hvat Lukas og hinir hava hugsað. Umsíðir koma teir til Jerúsalem, og Lukas er saman við Paulusi, tá ið teir fara til Jákup og hinar elstu.

Nakað seinni verður Paulus tikin og hildin fangi í Kesarea í heili tvey ár. Hann verður síðan sendur til Róm.

Triðja brotið: Ápostlasøgan 27.1-28.16

Lukas var við á minniligu ferðini til Róm, tá ið teir komu í ódnarveður og strandaðu á Malta. Hann var við allan vegin, til teir komu fram, og Paulus endaði í húsavarðhaldi í Róm.

Nøkur av brøvum Paulusar vórðu skrivað, meðan Paulus sat fangi í Róm. Í tveimum teirra nevnir hann Lukas. Tað er í Kolossebrævinum 4.14 og brævi Paulusar til Filemon 1.24. Brøvini eru skrivað samstundis, og Lukas er við Paulusi, tá ið brøvini eru skrivað.

Kolossebrævið 4.10-14

Í Kolossebrævinum nevnir Paulus Lukas „Lukas, læknin, hin elskaði“. Vit vita ikki nógv um arbeiðið hjá Lukasi sum lækni, og hvønn leiklut tað hevði í arbeiði hansara saman við Paulusi. At Paulus nevndi hann „Lukas, læknin, hin elskaði“, sigur tó ikki so lítið. Kærleiki og serkunnleiki hansara man mangan hava gjørt bæði Paulusi og øðrum gott.

Eg nevndi at byrja við, at Lukas var ikki jødi. Hetta er grundað á tað, sum Paulus sigur um Lukas í Kolossebrævinum 4.10-14.

Seinna Timoteusbræv 4.11

Aftan á fangaleguna í Róm var Paulus latin leysur; men seinni varð  hann aftur handtikin og førdur til Róm, har hann seinni varð hálshøgdur. Tað er undir hesari seinnu fongslingini, at Paulus skrivaði (2. Tim. 4.11):

„Eingin er hjá mær uttan Lukas.“ 

Maðurin, sum kundi havt livað trygt og væl bæði sum lækni og høvundur, valdi at vera um vin sín Paulus; eisini tá ið Paulus sat einsamallur og kaldur í myrkum fangarúmi. Ei undur í, at Paulus kallaði hann „Lukas, læknin, hin elskaði“.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/03/Samverkamenn-Paulusar-Lukas.png 961 1690 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-03-08 09:00:002024-03-08 00:22:45Lukas, læknin, hin elskaði

Timoteus og Titus – ymiskir og tó

23/02/2024

Timoteus og Titus eru kanska kendastu samverkamenn Paulusar. Kortini fært tú varhugan av, at teir ferðaðust fyri ein stóran part í hvør sínum umhvørvi. Eg meini ikki, at teir ikki kendust. Paulus nevnir jú Titus í Seinna Timoteusbrævi 4.10. Tað hevði hann neyvan gjørt, um teir ikki kendust. Men tað, at Timoteus verður umrøddur í fleiri kapitlum í Ápostlasøguni og Titus ikki, bendir á, at teir hava ikki verið nógv saman.

Tú fært eisini varhugan av, at teir vóru ólíkir av lyndi. Hetta minnir meg á, at okkum tørvar ikki at vera eins fyri at kunna tæna Harranum.

Felags fyri báðar

Størsti felagsnevnarin hjá Timoteusi og Titusi er, at Paulus skrivaði báðum brøv, sum gjørdust partur av Skriftini, og sum hava verið mongum til hjálp og signing gjøgnum tíðirnar.

Paulus kallaði báðar ektabørn síni í trúnni (1. Tim. 1.2; Tit. 1.4) – vit skilja tað sum, at hann leiddi báðar til Harran. Paulus sigur um báðar, at teir arbeiddu saman við honum (Róm. 16.21; 2. Kor. 8.23). Teir vóru samverkamenn og umboðsmenn hansara (1. Kor. 4.17; 2. Kor. 12.18) og høvdu leiðandi lut í at seta inn elstar og at hjálpa at samskipa samkomurnar (1. Tim. 1.2-3; Tit. 1.4-5).

Hvørgin teirra var umskorin, tá ið teir møttu Paulusi. Orsøkin til, at Timoteus ikki var umskorin, var, at mamman var jødi, og pápin var grikki (Áp. 16.1). Orsøkin til, at Titus ikki var umskorin, var, at hann var grikki (Gal. 2.3).

Munurin

Paulus læt Timoteus umskera, áðrenn hann gjørdist partur av liðinum, men ikki Titus. At tvinga Titus at lata seg umskera hevði verið at givið eftir fyri lóglærarum. Ikki at umskorið Timoteus hevði verið at hindra tænastuni (Áp. 16.3; Gal. 2.1-3).

Gevið orðunum íðinskapur og hjarta gætur í komandi versunum, og hvat tey siga um Titus og Timoteus:

„Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum!“ Seinna Korintbræv 8.6

„… av sonnum hjarta … roynda trúskap hansara [Timoteusar] kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum.“ Filippibrævið 2.20, 22

Paulus skrivar um íðinskap Titusar og hjartalag Timoteusar. Hetta merkir sjálvandi ikki, at Timoteus ikki var íðin, og at Titus einki hjartalag hevði; men hetta lýsir kortini, hvussu ymiskir teir vóru.

Hóast Titus hevði nógv størri hjarta enn flestu okkara, so var tað ídni og skil, sum vóru høvuðseyðkenni hansara. Og hóast Timoteus bæði tordi og toldi nógv meira enn flestu okkara, so var tað hjartalagið, sum var høvuðseyðkenni hansara.

Í Seinna Korintbrævi 7.15 skrivar Paulus, um hvussu tey í Korint tóku ímóti Titusi við ótta og bivan. Og í Fyrra Korintbrævi 16.10 biður Paulus samkomuna síggja til, at Timoteus kann vera hjá teimum óttaleysur. Tit síggja munin. Titus hevur helst havt meira myndugleika yvir sær, meðan Timoteus ivaleyst hevur verið smæðin av lyndi (1. Kor. 16.10-11) og møguliga havt lætt við at missa mótið (2. Tim. 1.4, 7-8). Timoteus hevur eisini havt trupulleikar við heilsuni  (1. Tim. 5.23).

Titus arbeiddi longur saman við Paulusi enn Timoteus. Sambært Galatiabrævið 2.1 fór Titus til Jerúsalem saman við Paulusi og Barnabasi, og tað hevur verið, áðrenn Timoteus kom upp í liðið (Áp. 16.1-3). Kortini fær Timoteus nógv meira umrøðu enn Titus. Sum nevnt, er Titus als ikki nevndur í Ápostlasøguni, meðan Timoteus er nevndur fleiri ferðir.

Paulus skrivaði tvey brøv til Timoteus og bara eitt til Titus. Brøvini til Timoteus eru í mongd okkurt um fýra ferðir so stór sum Titusbrævið. Paulus sigur í seks av brøvum sínum, at tey koma frá honum og Timoteusi; men hann skrivaði einki bræv saman við Titusi.

Timoteus, Titus og vit

Ein stutt, hent bøn at enda:

„Hjálp mær, Harri, ikki at leggja í, um eg ikki fái líka nógva viðurkenning og umrøðu sum onkur annar. Eisini tá ið eg haldi meg hava gjørt eins nógv ella meir enn hann ella hon.“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/02/Samverkamenn-Paulusar.png 901 1922 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-02-23 10:00:002024-02-23 12:59:26Timoteus og Titus – ymiskir og tó

Dias Godtfred – eg var fullur av religión

09/02/2024

Absalon Absalonsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan bók um Dias Godtfred (1879-1968). Í bókini skrivar hann millum annað:

Í deyðsiglaratíðini – áðrenn skipini fingu motor – var Dias nógv umtalaður og víðagitin millum føroyingar, tá ið hann sum skipari var bestur at fiska fleiri ár á rað. Hetta er vert at geva gætur, men í sínum bestu árum gavst hann at føra skip og fór undir handils- og reiðaravirksemi, og samstundis nýtti hann meira tíð til at vera virkin í samkomuni í Betel í Vági, sum hann sjálvur hevði verið við til at seta á stovn.

Dias á Heyggi er farin av foldum, og tað verðsliga virksemið er ikki har meir, men samkoman livir enn og er virkin. Hennara virðir verða ikki uppgjørd í krónum, men tey hava ævigan og óforgeingiligan týdning.

Niðanfyri er brot úr talu, sum Dias Godtfred talaði á samfelagsmøtunum í 1959 ella 1960. Legg til merkis, at hann nýtir norska Bíbliu. Ikki var lætt hjá summum av teimum gomlu at skifta til ta føroysku. Vit geva Diasi orðið:

Útpeikaður av Gudi

„Og det skal skje: Hver den som påkaller Herrens navn, han skal bli frelst.

Israelittiske menn! hør disse ord: Jesus fra Nasaret, en mann som var blitt utpekt for eder av Gud ved kraftige gjerninger og under og tegn, som Gud gjorde ved ham midt iblandt eder, således som I selv vet,“ Ápostlasøgan 2.21-22.

Hesin, sum útpeikaður varð av Gudi (v. 22). Hatta orðið hevur altíð gingið mær so til hjartað. Ein persónur, sum varð útpeikaður av Gudi. Hvør var hann? Tað var kongasonurin, sum lá í Bethlems krubbu, og sum gekk hin tunga og tronga og langa veg sirka 33 ár og legði lívið niður á Golgata krossi. Tað var tann persónurin, ið varð peikaður út av Gudi fyri at redda alla hesa slekt, sum var deyð í synd og í yvirtrædilsi. Og mín vinur, soleiðis stóð til hjá okkum.

Tá ið vit lesa tað triðja kapitlið av Rómarbrævinum, har finna vit, hvat ið Gud vísir okkum um, hvussu okkara tilstandur er. Hvør einasti ein. At tað finnist ikki ein retfærdigur, ikki ein tann einasti.

Les hatta har, sum stendur í Rómarbrævinum (Róm. 3.9-10), so sært tú, hvussu tú ert skikkaður fyri Gudi. Men Gudi verði takk, um tú blívur við at lesa, so fert tú at síggja í sama kapitlinum, hvussu dýrabarur ið Gud er, at Hann frelsir teg av náði fyri einki við tann stóra forloysning, sum Jesus Kristus vann okkum hvør sær. Hann, sum varð útpeikaður av Gudi at gera tað stóra verkið at frelsa syndarar, sum trúgva upp á Jesus Kristus.

Eg var fullur av religión

Eg kom at tonkja yvir tað. Tað var vist í gjárkvøldið, at beiggin beklagaði, hvussu hansara ungdómsdagar vóru, at hann var ein maður, sum dámdi væl at drekka og so víðari og gekk nátúrligvís fullur í sinum villfarilsi, sum mangur hevur gingið. Men tá ið eg skal taka mín egna persón, hevur nakar gingið fullur í villfarilsi, so var tað eg, men ikki av spritti; eg var fullur av religión. Og mín vinur, tú kanska trekkir upp á smílibandið og kanska hugsar sum so: var tað ringt at vera fullur av tí? Ja, eg var í sama forholdi, sum hann var. Hann var ein fortaptur maður, og eg var ein fortaptur maður. Og tann syrgiliga sannheitin er, at eg visti ikki, at tað var so. Men Gudi verði takk. Eg fekk einaferð míni eygu upplatin.

At vera fullur av religión, tað frelsir ongan mann, hvørki yngri ella eldri. Tað er ein skaði fyri hvønn einkultan, sum er fullur av religión. Tí eg trúgvi, at tað er vanskiligari fyri hann at koma til Kristus, enn tað var fyri hann, sum gekk fullur av spiritussi. Hann fekk kanska nemmari at síggja tað elendigheit, hann var í, enn hann, sum er fullur av religión.

Napoleon í Dali kom einaferð til Porkeris at prædika evangelium. Tað var á mínum 25. ári. Og eg tonkti, at tann mannin má eg fáa at hoyra, tí eg hataði ta nýggju læruna, sum hann var komin við. Og eg hugsi, at eg má endiliga møta upp har og skal vera klárur at mótsiga honum. Men tá ið tann maðurin begynti at tala, tá var eg lítil í mær sjálvum og hevði einki at siga ímóti honum; men eg fall fyri hansara orði. Tað var sum ein hamari, sum sundursoraði eina klippu. Ja, tað var sum ein hamari, sum fellur á ein stein og knúsar hann.

***

Eg komi ofta at tonkja um ein sálm, sum Sloan diktaði, sum stendur vist í bók okkara. Eg mangar gangir, tá ið eg leggi meg at sova, og tað ofta glippar hjá mær, og svøvnurin fer, sum mangt annað fer, tá ið aldurin kemur, men altíð royni eg at lesa tað versið fyri meg sjálvan:

Og skjótt í dýrd hans uppi har
eg honum líkur skal
í hvítum búna syngja hátt
um hann, meg leiddi væl.

Æra verði Hansara navn. Hann hevur leitt væl til denna stund á eitt land, sum vanst, og øll æran er Hann. Má Gud vælsigna tykkara sálir yngri og eldri fyri Kristi navns skyld.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/02/DiasGodtfred.png 1094 2159 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-02-09 09:00:002024-02-09 00:28:45Dias Godtfred – eg var fullur av religión

Vatn í bensininum

26/01/2024

Eg var á Balabac og vitjaði. Oyggin Balabac er í úsynningshorninum av Filipsoyggjum, sunnan fyri størru oynna Palawan. Síðan vit fluttu av Balabac, høvdu vit búð í høvuðsstaðnum á Palawan, ið eitur Puerto Princesa. Eg fór úr Puerto tíðliga um morgunin. Kom til eina bygd heilt har suðuri á Palawan um middagsleitið og fór so við báti suður til Balabac. Kom til Balabac seint seinnapartin. Lænti mær eina motorsúkklu, gisti og skuldi so longri suður morgunin eftir.

Lat meg – áðrenn vit halda fram – siga eitt sindur um oynna Balabac, so frásøgnin kanska verður eitt sindur skilligari.

Balabac er heldur størri enn Streymoyggin. Ein lutfalsliga stór bygd er á oynni – okkurt um 2000 íbúgvar. Hinar bygdirnar eru lítlar – eini 100-200 íbúgvar hvør. Á Molbog-málinum kalla tey stóru bygdina Lobanadjung. Filipinarar, sum ikki hoyra til Molbog-fólkið, kalla hana „Bayan“, sum merkir bygd ella býur. Á enskum verður hon nevnd Townsite. Meðan fólkið í smáu bygdunum runt oynna eru Molbog fyri tað alramesta, eru tey í Lobanadjung (vit nýta Molbog-navnið) antin kristin, sum merkir, at tey koma longri norðaneftir, og muslimar, sum merkir, at tey koma longri eystaneftir.

Tá ið vit búðu á Balabac, búðu vit í einari bygd, sum eitur Buwal. Hon er á eystursíðuni av oynni, sunnan fyri Lobanadjung, okkurt um eina tíma við motorsúkklu.

Aftur til vitjanina hjá mær á Balabac. Morgunin eftir, at eg var komin, keypti eg bensin til motorsúkkluna. Keypti tað í einum av mongu pinkulítlu handlunum í Lobanadjung. Handlarnir seldu bensin í lítlum sodavatnsfløskum. Balabac er beint norðan fyri Malaysia, og tað var haðani, bensinið kom. Sum tað mestu í handlunum var tað smuglað. Eg keypti upp í tangan og fór suðureftir til Buwal. Har vóru eingir vegir, bara lítlar gøtur. Mær dámar sera væl at koyra handa vegin, róligt og vakurt. Koyrt verður fyri tað nógva fram við strondini, og veðrið henda morgunin kundi ikki verið betri. Eg kendi meg heima.

Men so okkurt um ein kilometur úr Lobanadjung steðgar motorsúkklan. Eg visti beinanvegin, hvat var galið. Har var vatn í bensininum, og nú var tað í karburatorinum. Eg royndi alt møguligt, men nei, einki bar til. Eg var so uppreittur inn á motorsúkkluna og bensinið, at eg ynskti tey, har piparið grør. Tað hjálpti lítið, at ein rúgva av pipari grør á Balabac. Eg mátti so fittur leiða motorsúkkluna aftur til Lobanadjung, fáa tangan tømdan, alt reinsað og so keypa bensin umaftur.

Eg visti sjálvandi ikki, um tað var bensinið, sum eg hevði keypt, ið tað var galið við, ella um tað longu var vatn í tanganum, tá ið eg lænti motorsúkkluna. Men fyri at binda um heilan fingur keypti eg bensinið í einum øðrum handli.

***

Man ikki onkur lærdómur vera í hasi hendingini? Flutt yvir á tað andaliga, fylla vit okkum alt ov ofta við skeivum bensini, og úrslitið er, at vit steðga upp. Eitt kent vers kemur mær í huga:

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,“ Hebrearabrævið 12.1.

Havandi frásøgn okkara í huga, kunnu vit kanska loyva okkum at siga:

Latið okkum tøma tangan fyri alt, sum ikki eigur at vera har, og fylla hann við reinum bensini og so soleiðis koyra teinin, ið okkum er fyrisettur.

Ein tanki afturat. Týdningarmikið er, hvaðani vit fáa bensinið. At keypa smuglað bensin í lítlum sodavatnsfløskum er helst ikki tað klókasta. Soleiðis er eisini við andaliga lívinum. Hvaðani kemur tað, ið vit fylla á tangan? Jeremias segði um fólk sítt:

„… tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.“ Jeremias 2.13

Hóskandi er at enda við Jóhannesi 7.37-38:

„Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.““

Og so aftur til Balabac. Við góðari motorsúkklu og røttum bensini er túrurin úr Lobanadjung til Buwal gull verdur. Ber tykkum onkuntíð til, skuldu tit farið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Vatn-i-bensininum.png 459 1396 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-26 09:00:002024-01-24 15:47:37Vatn í bensininum

Eitt minni av Balabac

12/01/2024

Ein ungur maður var deyður fyrr um morgunin, og Dennis og eg fóru at vitja tey avvarðandi. Vit vóru júst flutt til Balabac – Dennis við húski nøkur ár frammanundan. 

Tað er nakað fremmant við deyðanum, og tá ið so umstøðurnar eisini eru fremmandar, gerst alt eyka fremmant. Ungi maðurin hevði verið sjúkur leingi, og samverkafólk okkara høvdu gjørt alt, tey kundu, fyri at hjálpa honum. Tey vóru enntá farin allan vegin til Manila við honum, men tíverri, har gjørdist einki. Og nú var hann farin.

Líkið lá í húsunum hjá systur hansara. Hann hevði búð hjá henni, nú hann lá til tað síðsta, og var tað her, hann andaðist. Vit fóru upp gjøgnum stigan – húsini har standa jú á steyrum – fóru inn og settu okkum. Húsini vóru lítil eftir okkara málistokki, og líkið lá, sum siður var, mitt á gólvinum. Tey høvdu lagt eitt lak oman yvir tað. Tað er ikki siður hjá teimum at nýta stólar, so vit sótu á gólvinum beint yvir av líkinum.

Tey komu við kaffi til okkara. Eg segði ja takk, og Dennis takkaði, men vildi ikki hava.

Har var fitt av fólki. Fleiri av eldru monnunum í bygdini vóru har. Teir flestu vóru í hvítum húgvum og onkrir eisini í hvítari skjúrtu ella hvítum jakka. Hetta vóru jú alt muslimar. Tað er muslimskur siður at jarða fólk sama dag, sum tey doyggja, og prátaðu teir um, hvar hin deyði skuldi verða grivin. Hin deyði hevði biðið um at verða grivin í heimbygdini – tað var bygdin beint norðan fyri, har vit vóru – men tað var ikki siður at gera tað. Fólk skuldu jarðast í bygdini, har tey doyðu. Tað, sum lá í prátinum, men ikki varð sagt, var, at varð líkið ikki grivið á rætta staðnum, kundi hin deyði koma aftur og spøkja.

Vitjandi leggja til merkis, tá ið tey eru til jarðarferð á Balabac, at har er eingin grátur, eingi tár. Tað er forboðið. Sagt verður, at grátur og tár fáa hin deyða at ganga aftur. Tey, sum vóru har, sótu bara still og lurtaðu, meðan menninir í hvítu húgvunum tosaðu um, hvat gerast skuldi. Niðurstøðan var, at hin deyði varð grivin, har hann ynskti – í heimbygdini.

Alt var so dapurt, nýtt, fremmant, rátt og tó eisini merkt av umsorgan og næstakærleika.

Seinni – eftir at vit vóru farnir avstað aftur – segði Dennis mær, at orsøkin til, at hann segði nei takk til kaffi, var, at kopparnir, tey nýttu, vóru somu koppar, sum hin deyði, tá ið hann lá til tað síðsta, hevði brúkt at spýta í. Tað visti eg ikki, men eg visti, at tey nýttu hvørki heitt vatn ella sápu, tá ið tey vaskaðu upp. Ikki so lætt at vera tann nýggi.

***

Eg sat har ímillum teirra

„Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær. Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.“ Ezekiel 3.14-15

Tað, sum eg upplivdi handa dagin á Balabac, lýsir tað, tú ofta kennir, tá ið tú situr ímillum teirra, sum Harrin hevur sent teg til. Alt tað fremmanda, syrgiliga, løgna og vamlisliga darvar, og vit líkjast Ezekiel, har hann sat og stardi fram fyri seg – alt partur av at fara til teirra, sum Harrin sendir okkum til.

Ílat til æru, halgað

„Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk.“ Seinna Timoteusbræv 2.21

Smakkurin, eg sat eftir við, tá ið eg hevði fingið at vita, hvat koppurin hevði verið nýttur til, var ikki serliga góður. Ongum dámar at drekka úr koppi, sum hevur verið nýttur til slíkt, sum vit vamlast við. Er hatta satt tímiliga, er tað ikki minni satt andaliga. Hvussu ofta hava vit ikki verið fólki til vaml, tí vit halda okkum kunna verða nýtt til tað andaliga, hóast vit líkjast farisearanum, sum Jesus átalaði í Lukasi 11.39:

„Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi.“

Álvarsamt.

Ein lítil tanki afturat:

Í Seinna Timoteusbrævi 2.21 lesa vit um rein íløt.
Í Seinnu Kongabók 4.1-7 lesa vit um tóm íløt.
Í Seinna Korintbrævi 4.7 lesa vit um veik íløt. 

At vera íløt Harranum til æru er at vera reinur, tómur og veikur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Eitt-minni-av-Balabac.png 722 1277 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-12 09:00:002024-01-11 13:41:34Eitt minni av Balabac
Page 7 of 21«‹56789›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top