Tag Archive for: Orð

Samarbeiði, tá ið Heilagi Andin hevur Sítt rætta pláss

Fimm menn, sum dugdu at arbeiða saman, tó teir vóru ymiskir og frá ymiskum bakstøðum. Teir vóru eitt, tí teir arbeiddu fyri sama endamál og lurtaðu eftir sama Heilaga Anda.

——-

Hugaligt at vera partur av góðum liði. Sjálvandi kann eingin av okkum krevja, at tað altíð skal vera soleiðis. Kanska havi eg ofta sjálvur stóra skyld í, at samarbeiðið ikki altíð virkar so væl. Og tó, sum sagt, hugaligt at vera partur av góðum liði. Eg haldi, at vit finna eitt slíkt lið í fyrstu versunum í Ápostlasøguni 13. Fyrsta vers sigur:

Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.

Tað stendur um hesar fimm, at teir vóru profetar og lærarar. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at lærarin sigur okkum tað, sum Gud sigur, meðan profeturin fær okkum at gera tað, sum Gud sigur. Gott, tá ið samkoman hevur hasa javnvágina.

Vit vita sjálvandi ikki allar smálutirnar, men vit fáa varhugan av, at her var eitt lið, sum samkoman við gleði kundi minnast aftur á. Tað, sum gjørdi samarbeiðið so gott, var, at Heilagi Andin hevði Sítt rætta pláss. Og tað vita vit, ger allan munin.

Teir fimm og bakstøði teirra

Teir vóru fimm. Vit kenna longu Barnabas og Saul, so vit leypa teir um og festa okkum við hinar tríggjar: Símun, Lukius og Manaen.

SÍMUN 

Hann hevði tilnavnið Niger. Navnið Niger er latínskt, meðan navnið Símun er jødiskt. Hetta merkir møguliga, at hann var jødi, uppvaksin onkustaðni uttan fyri Palestina. Navnið Niger merkir svartur, møguliga kom hann onkustaðni úr Norðurafrika.

LUKIUS

Navnið var grikskt og kemur tvær ferðir fyri í Skriftini – her og í Rómbrævinum 16.21. Hildið verður, at her er talan um tveir ymiskar persónar. Navnið var rættiliga vanligt. Summi vilja vera við, at Lukius var í veruleikanum Lukas. Ein orsøk til hetta er, at Lukius var úr Kýrene. Kýrene var tiltikin læknamiðdepil, og vit vita jú, at Lukas var lækni (Kol. 4.14). Men hetta er bara gitingar. Kýrene var annars í Norðurafrika, í eystara partinum av tí, sum í dag er Libya. Í Ápostlasøguni 11.20 stendur, at tað vóru menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia og kunngjørdu evangeliið. Møguliga hevur Lukius verið ein teirra.

MANAEN

Navnið Manaen er grikska sniðið av hebraiska navninum Menahem, sum merkir troystari. Barnabas merkir troystarsonur. Áhugavert, at tveir av teimum fimm høvdu nøvn, sum merkja troystari. Tað stendur, at Manaen var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga. Tað var siður hjá teimum kongligu at taka ungar dreingir og ala teir upp saman við synum sínum. Slíkir dreingir vóru kallaðir fosturbrøður hjá prinsinum. Tað eru fleiri Heródesar í Nýggja Testamenti. Hesin Heródes, sum er nevndur her, er tann, sum læt Jóhannes doypara hálshøgga. Áhugavert, hvussu tveir dreingir, uppvaksnir saman, skuldu gerast so ólíkir.

Teir fimm og Heilagi Andin

Her vóru fimm menn, allir við heilt hvør sínum bakstøði og tó eitt. Teir vóru tað, tí teir lurtaðu eftir sama Heilaga Anda og arbeiddu fyri sama endamáli.

Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“Ápostlasøgan 13.1-2

Tað stendur: Meðan tey nú hildu gudstænastu ... Orðið „tey“ er kallkyn á frummálinum og meinast óivað við teir fimm. Orðið gudstænasta er umsett „offurtænari“ í Rómbrævinum 15.16. Eins og prestarnir í Gamla Testamenti bóru fram offur, bóru hesir fimm Harranum fram offur. Tað, teir ofraðu, var seg sjálvar, gávur sínar, lovprísan o.s.fr. Og tað er, meðan teir gera hetta, at Heilagi Andin sigur (Áp. 13.2): 

„Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“

Teir kundu mótmælt og sagt, at hatta var skilaleyst. Alt gekk jú so væl – at broyta tað og senda tveir av lyklapersónunum  onkra aðrastaðni fór at oyðileggja alt. Men soleiðis hugsaðu teir ikki. Nei, hetta vóru menn, sum lurtaðu eftir Heilaga Andanum. Tá ið Heilagi Andin talaði, aktaðu teir og gjørdu, sum Hann segði.

Ei undur í, at teir vóru eitt gott lið.

Teir skiltust hvør frá øðrum

Aftur í Antiokia

„Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført.“ Ápostlasøgan 14.26

„Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“ Ápostlasøgan 14.28

Paulus og Barnabas vóru heimafturkomnir, glaðir og takksamir fyri stórverkini, ið Gud hevði gjørt við teimum (Áp. 14.27).

Men so koma menn úr Judea til Antiokia og læra tey trúgvandi beint tað mótsetta av tí, sum Paulus og Barnabas høvdu prædikað millum heidningarnar (Áp. 15.1):

„Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!“

Kanska ikki so løgið, at Paulus og Barnabas komu í hvast stríð við teir. Royndir teirra millum heidningarnar høvdu givið teimum skynsemi, sum hini í samkomuni ikki høvdu. Tað endaði við, at samkoman gjørdi av at senda Paulus og Barnabas til Jerúsalem.

Aftur í Jerúsalem

„Táið teir so komu til Jerúsalem, vórðu teir fagnaðir av samkomuni, ápostlunum og hinum elstu, og teir søgdu frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum.

Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: „Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!““ Ápostlasøgan 15.4-5

Vert er at leggja til merkis, at teir søgdu samkomuni frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, men tá ið tað kom til at tingast um sjálvan stríðsspurningin, so tóku teir seg aftur og lótu hinar leiðandi í Jerúsalem taka sær av tí. Teir vóru vísir og kendu sítt pláss.

Niðurstøðan av fundinum var, at tað var rætt, sum Paulus og Barnabas høvdu sagt; heidningunum tørvaðu ikki at lata seg umskera. Men so var lagt afturat, at tað var týdningarmikið, at heidningarnir tóku fyrilit fyri jødunum og tí hildu seg frá slíkum, sum kundi vera teimum til ástoyt.

Splitið

Alt tað góða, sum vit lesa um Barnabas, hevur Paulus óivað sagt frá um hann. Paulus hevur frá fyrsta degi havt stóra virðing fyri manninum, sum leitaði hann upp bæði í Jerúsalem og í Tarsus, troystarsoninum, sum hevði so stóran lut í, at Saul bleiv Paulus.

„Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!“

Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.

Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.

Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 15.36-39

Syrgilig vers. Jú, tú kanst royna at síggja tað frá jaligu síðuni, síggja Rómbrævið 8.28 í tí, sum hendi, og siga, at nú vóru tvey lið, heldur enn eitt, sum fóru út við evangeliinum. Men, nei, hatta var syrgiligt, ikki gott. Barnabas og Paulus høvdu arbeitt so væl saman, og nú skiltust teir eftir hvast stríð.

Eftirmeting

Nógv hevur verið skrivað, um hvør teirra mundi hava rætt. Onkur vil vera við, at Barnabas var ov bleytur av sær, onkur, at Paulus var ov harður. Gott at minnast, at Heilagi Andin sigur okkum einki um, hvør hevði rætt, og hvør hevði skeivt.

Vert er at hava í huga, at tá ið Lukas skrivaði Ápostlasøguna, var Paulus uttan iva beinleiðis keldan. Tað vil siga, at alt tað góða, sum vit lesa um Barnabas í Ápostlasøguni, kemur frá Paulusi. Hann misti ongantíð virðingina fyri manninum, sum leitaði hann upp bæði í Jerúsalem og í Tarsus, troystarsoninum, sum hevði so stóran lut í, at Saul bleiv Paulus.

Kúgan av Hansara børnum

Gjøgnum allar tíðir, á øllum støðum, á ymsan hátt verður samkoman kúgað. At Gud loyvir tí, kann tykjast undranarvert. At Hann loyvir kúgan og atsókn at fara fram móti eygnasteini Sínum, samkomuni, er okkum ein gáta. Men, sum so ofta, Hansara háttur er ikki okkara háttur. Vit síggja í brotum, Hann sær eina stóra mynd, og Hann fremur eina ætlan. 

Kanska høvdu ísraelsfólk tað soleiðis í trældómi egypta undir hørðu hond Faraos. Arbeiddu í trældómi, sóu í brotum, hugsaðu um eitt land og eitt fólk, sum Gud hevði lovað Ábrahami á sinni. Ella kanska hetta rann teimum als ikki í hug? Kanska EG ERI var fjart úr teirra tonkum? Tey høvdu jú verið trælir í 400 ár í hesum landi og høvdu notið av búnaði Egypta. Hvussu kundu tey minnast ein EG ERI frá fornari tíð? Men Hann kom aftur til teirra. Hann hevði hoyrt teirra róp í trældómi. Og her trínur Móses inn á pallin. Ikki beinleiðis sum ein av teirra, sjálvt um hann var tað. Hann hevði livað í frástøðu frá teimum úti í oyðimørkini. Ivaleyst við eini ætlan.

So er tað brennandi tornarunnurin. Móses møtir EG ERI. Hann verður biðin um at lata seg úr skónum, tí staðið er heilagt. Og tað er her á hesum heilaga staði, at Móses fekk hesa uppgávu: At fara til Farao og siga við hann, at hann skuldi seta fólkið í frælsi. Tey skuldu sleppa úr hesum trældómi. Hann ætlaði, at tey skuldu sleppa út í oyðimørkina, so Hann kundi leiða tey til lovaða landið, sum fleyt í mjólk og hunangi.

Móses mutar sjálvandi ímóti – lítið orðkringur maður. Hvussu kundi hann tosa við Farao? Men hann fer. Ímynda tær, um hann ikki fór? Kundi Gud so fremja Sína ætlan við at senda ein Frelsara seinni? Hesar tankar duga vit ikki við. Hví? Tí vit kenna bara søguna, sum hon er. Søguna um Guds ætlan í søguni. Søguna um syndafallið. Søguna um eina ætlan at endurskapa. Søguna um Ábraham og lyftini og royndirnar hjá fólkinum í Egyptalandi gjøgnum Jósef. Søguna um endurloysing frá trældómi, gjøgnum trúarstyrki í oyðimørkini. Gjøgnum bardagar við Josva á odda. Gjøgnum kongar, dómarar, gjøgnum ólýdni, útlegd, dómar, profetar og Jesusar føðing og deyða. Gjøgnum Talsmannin á hvítusunnu, gjøgnum útbreiðslu av evangeliinum orsakað av atsókn, gjøgnum blóðvitni og læruna. Og soleiðis er søgan komin til okkara. Soleiðis kom hon til Føroyar. Ein fullkomin pakki, sum vit tóku ímóti. Vit duga ikki at hugsa eina aðra søgu, tí har er eingin onnur søga. Bert Guds fullkomna ætlan.

Móses fór. Plágurnar. Farao segði nei og aftur nei. Líka til at Gud fór inn í kongshúsið og drap tann frumborna hjá Farao. Nú kendi Farao avleiðingar og læt fólkið fara avstað. Fólkið og Móses skuldu ikki taka sakina í egnar hendur, Gud skuldi greiða málið. Og tá var ikki lukkuligt at standa fyri.

Men vit hava ein rættvísan Gud. Dávid rópar eisini á Harran, tá ið fíggindin er eftir honum. Hann spyr, hvussu leingi Gud loyvir fíggindanum at elta seg? Nær fer rættvísi at koma fram í ljósið? Mong spyrja tað í dag. Mong líða fyri Hansara skuld. Men tað er tað, sum er lovað okkum. Tann sum vil liva gudiliga, skal verða atsøktur. Tað hevur eina avleiðing at fylgja Honum fult og heilt. 

Vit hava ta vón, at Gud hevur valdið. Ein dag fer rættvísisólin at renna upp. Allur dómur er hjá Honum. Hann gloymir ikki eina løtu Síni børn, sum líða órætt, tí tey vilja gera tað rætta.

Mátti hetta givið okkum styrki til dagin og stríðið, vit liva í.

Trúboðanarferðin hjá Barnabasi og Paulusi

Barnabas hin vísi samverkamaðurin

„Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 13.4

Barnabas var úr Kýpern, so kanska sigur tað seg sjálvt, at teir fóru hagar fyrst. Tað er, meðan teir eru har, at Lukas – tað er hann, sum skrivaði Ápostlasøguna – fer at kalla Saul Paulus (Áp. 13.16). Saul var jødiska navn hansara, Paulus tað grikska. Tað tykist, sum Barnabas at byrja við hevur verið tann, sum leiddi, meðan Paulus hevur verið tann, ið førdi orðið (Áp. 14.12). Barnabas dugdi í vísdómi sínum at síggja fyrimunin í at lata tað vera soleiðis.

Barnabas hin miskunnsami samverkamaðurin

„Paulus og teir, ið við honum vóru, fóru so við skipi úr Pafus og komu til Perge í Pamfýlia. Men Jóhannes skiltist frá teimum og fór aftur til Jerúsalem.“ Ápostlasøgan 13.13

Legg til merkis, at nú stendur ikki longur Barnabas og Saul, men Paulus og teir, ið við honum vóru. Og tað órógvaði ikki Barnabas. Soleiðis var hann bara.

Pamfýlia er í tí, vit í dag kalla Turkalandi – heilt suðuri móti Miðalhavinum. Tað var, meðan teir vóru har, at Jóhannes ella Markus, sum hann er betur kendur, stingur í sekkin og fer heim. Hetta kom seinni at hava keðiligar avleiðingar fyri samarbeiðið millum Paulus og Barnabas. Barnabas og Markus vóru systkinabørn (Kol. 4.10). Helst ikki so løgið, at Barnabas var eymur um systkinabarnið. Men vit fáa varhugan av, at hóast Barnabas og Markus ikki høvdu verið í slekt, so hevði Barnabas kortini verið eymur um hann.

Barnabas hin eyðmjúki samverkamaðurin

„Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.

… „Tit menn, brøður! Hava tit orð at áminna fólkið við, so talið!“ 

Tá reistist Paulus, …“ Ápostlasøgan 13.14-16

Teir fóru norðeftir og komu til Antiokia í Pisidia. Eftir møtið í sýnagoguni (Áp. 13.43) „fylgdu nógvir Jødar og gudræddir trúskiftingar Paulusi og Barnabasi“. Legg til merkis eyðmjúkleika Barnabasar, tað var í lagi, at hann fór meira og meira í bakgrundina. Endamál hansara var jú at navn Harrans skuldi hava framgongd, ikki at hann skuldi fáa heiður og viðurkenning.

Barnabas hin góði samverkamaðurin

Barnabas og Markus vóru systkinabørn. Helst ikki so løgið, at Barnabas var eymur um systkinabarnið. Men vit fáa varhugan av, at hóast Barnabas og Markus ikki høvdu verið í slekt, so hevði Barnabas kortini verið eymur um hann.

„Teir … fóru til Ikonium.“

„Í Ikonium fóru teir nú saman inn í sýnagogu Jødanna og talaðu so, at stór mongd, bæði av Jødum og Grikkum, kom til trúgv.“ Ápostlasøgan 13.51 og 14.1

Teir fóru eystureftir og komu til Ikonium og fóru „saman“ inn í sýnagoguna. Tíverri gjørdist mótstøðan har so stór, at teir noyddust at flýggja til býirnar Lystra og Derbe. Tað var í Lystra, at Paulus grøddi ein lamnan mann, og fólkið kallaði Barnabas Zeus og Paulus Hermes (Áp. 14.12). Hildið var, at gudurin Zeus var faðir Hermes, og at Hermes var boðberin hjá gudunum. Hatta lýsir væl, hvussu fólk hava mett Paulus og Barnabas. Barnabas hevur verið mettur sum tann við størri myndugleika, meðan Paulus hevur verið tann, sum førdi orðið.

Vit síggja aftur, hvussu væl teir virkaðu saman, eisini tá ið umstøðurnar vóru torførar.

Barnabas hin trúfasti samverkamaðurin

Eftir hetta fóru teir heim aftur til Antiokia. Í Ápostlasøguni 14.26-28 stendur:

„Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført. 

Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.

Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“

Saul kom heim aftur sum Paulus. Trúboðanarferðin hevði ikki bara verið evangeliinum at frama, hon hevði eisini verið Paulusi at frama. Barnabas hevði verið honum góður.

Arbeiðið í Antiokia

Barnabas leitar upp Saul

„So fór hann [Barnabas] til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum. Ápostlasøgan 11.25

Tá ið Saul kom til Jerúsalem á fyrsta sinni eftir umvending sína, var tað Barnabas, sum tók sær av honum. Seinni noyddist Saul at flýggja, tí jødarnir vóru eftir honum. Hann endaði í Tarsus, býnum, har hann var føddur. Seinni flutti Barnabas til Antiokia.

Nakað eftir hetta ger Barnabas av at fara langa teinin til Tarsus at finna Saul. Tað hevur ikki verið bara bara at leita eftir fólki í einum so stórum býi. Tey høvdu jú ikki allar hentleikarnar, vit hava í dag. Orsøkin til, at Barnabas leitaði upp Saul, var, at hann visti, hvussu stór hjálp Saul kundi verða í Antiokia.

Møguliga vildi Barnabas hava Saul at koma at hjálpa teimum, tí hann hevði hoyrt, at Saul í Tarsus var farin at prædika fyri heidningunum.

Ein minni maður hevði møguliga kent seg hóttan av einum so evnaríkum manni sum Saul, men soleiðis var Barnabas ikki. Tað, sum lá honum á hjarta, var framgongd evangeliis og framgongd teirra trúgvandi – og hann visti, at skuldi tað henda, var gott at hava Saul við.

Barnabas og Saul í Antiokia

„Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. – Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.“Ápostlasøgan 11.26

Hetta hevur verið eitt ár, fólk í samkomuni leingi hava tosað um og minst aftur á við gleði. At hava havt bæði Barnabas og Saul ímillum sín og upplivað alt, sum Gud gjørdi gjøgnum teir, hevur verið nakað heilt serligt. 

Antiokiubúgvar vóru tiltiknir fyri at koma við eyknøvnum. Kanska ikki so løgið, at tað at vóru teir, sum byrjaðu at kalla tey trúgvandi kristin. Tað hendi hetta árið, Barnabas og Saul virkaðu millum teirra. Antiokiubúgvar gjørdu tað fyri at gera gjøldur burtur úr teimum trúgvandi. Lítið vistu tey, at eyknevni teirra seinni fór at verða nýtt sum nakað heiðurligt.

Ein minni maður enn Barnabas hevði møguliga kent seg hóttan av einum so evnaríkum manni sum Saul, men soleiðis var Barnabas ikki. Tað, sum lá honum á hjarta, var samkoman og framgongd evangeliis – og hann visti, at skuldi tað henda, var gott at hava ein sum Saul við.

Barnabas og Saul fara til Jerúsalem

„… Agabus – reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma … Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, … teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.“ Ápostlasøgan 11.27-30

Fyrstu ferð, vit lesa um Barnabas, er í sambandi við, at hann kom til ápostlarnar við peningi, sum hann hevði fingið fyri at hava selt nakað av jørð (Áp. 4.37). Gávumildni hansara hevur óivað ávirkað Saul – sum eisini kallaðist Paulus – og vert er at býta merki í, hvussu nógv fíggjarlig hjálp eyðkendi verk teirra.

„… Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu – bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.“ Galatiabrævið 2.9-10

Brøðurnir í Antiokia sendu Barnabas og Saul við hjálp til tey í Jerúsalem. Tá ið teir høvdu fullført tænastu sína í Jerúsalem, komu teir so aftur til Antiokia, og við sær høvdu teir systkinabarn Barnabas, Jóhannes Markus (Áp. 12.25 og Kol. 4.10). Vit hoyra meir um hann seinni.

Barnabas og Saul kallaðir

„Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul. Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“ Ápostlasøgan 13.1-2

Vit kundu verið freistað at spurt, hví Heilagi Andin skuldi senda júst hesar báðar, sum vóru til so stóra signing, júst har teir vóru. Vegir Harrans eru ikki okkara.

Barnabas og Saul fara út

„Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað. Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 13.3-4

Vit eru komin til eina av teimum mest týðandi hendingunum í øllum Nýggja Testamenti.

Søgan heldur fram.

Troystarsonurin

Hann æt Jósef, var levitur og ættaður úr Kýpern (Áp. 4.36). Ápostlarnir kallaðu hann Barnabas, tað er árameiskt fyri troystarsonur. Ikki so løgið. Hann hevði eitt sjáldsamt hegni at troysta og eggja onnur.

Barnabas og Saul í Jerúsalem

Fyrstu ferð vit møta Barnabasi er í Ápostlasøguni 4.36 og 37. Hann hevði selt nakað av jørð og gav ápostlunum pengarnar. Vildi, at teir skuldu býta tað út, so sum tørvur var.

   Næstu ferð, vit møta honum, er, tá ið Saul kom  til Jerúsalem, eftir at hann var flýggjaður úr Damaskus. Okkum kunnigt, er hetta fyrstu ferð, at teir báðir møttust. Vit lesa: 

„Táið hann [Saul] so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar. So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerúsalem.“ (Áp. 9.26-28).

Ei undur í, at tey trúgvandi ræddust hann. Hetta var jú maðurin, sum hevði froyst hóttur og morð móti teimum. Hevði enntá gingið hús úr húsi og drigið avstað bæði menn og kvinnur og latið tey seta í fangahús (Áp. 8.3 og 9.1). 

   At hann nú skuldi vera komin til trúgv, ljóðaði kanska í so ótrúligt. Hetta skurraði í oyrunum á teimum flestu, men ikki Barnabasi. Hann trúði Saul, tá ið eingin annar gjørdi tað, tók sær av honum og fór til ápostlarnar við honum. Kanska Paulus hugsaði um Barnabas, tá ið hann mong ár seinni skrivaði um kærleikan, at hann trýr øllum (1. Kor. 13.7).

    Tað sigur ikki so lítið um Barnabas, at eitt gott orð frá honum var nóg mikið til, at ápostlarnir trúðu Saul.

   Vit vita ikki, hvussu leingi Saul var í Jerúsalem, helst ikki leingi. Grikskttalandi jødar gjørdust óðir inn á hann. Teimum dámdi ikki tað, hann prædikaði. Og eins og í Damaskus mátti hann aftur flýggja. Hesaferð var tað til heimstaðin, Tarsus.

Hann trúði Saul, tá ið eingin annar gjørdi tað, tók sær av honum og fór til ápostlarnar við honum. Kanska Paulus hugsaði um Barnabas, tá ið hann mong ár seinni skrivaði, at kærleikin trýr øllum (1. Kor. 13.7).

Barnabas og Saul í Antiokia

Triðju ferð vit møta Barnabasi er í sambandi við, at evangeliið kom til Antiokia. Tað, sum hendi, var, at nøkur teirra, sum flýggjað vóru úr Jerúsalem, komu til Antiokia og prædikaðu har evangeliið fyri grikkum. Fleiri teirra komu til trúgv. Undir jødadóminum máttu slík lata seg umskera og gerast partur av jødadóminum. Hetta hendi ikki í Anitokia. 

   Tá ið ápostlarnir í Jerúsalem hoyrdu um tað, vóru teir ikki heilt vísir í, hvat teir skuldu halda og sendu Barnabas fyri at fáa betur skil á tí. Í ljósinum av tí, vit longu vita um hann, gevur tað meining.    

   Nakrir teirra, sum prædikaðu evangeliið í Antiokia, vóru úr Kýpern (Áp. 11.20), somu oynni, sum Barnabas var ættaður úr (Áp. 4.36). Møguliga kendust teir, og tað kann hava verið ein orsøk til, at hann varð sendur hagar. Kanska. Høvuðsorsøkin var kortini, at „hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv.“ (Áp. 11.24).

Barnabasi dámdi tað, hann sá. Vit lesa: „Tá ið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran.“ (Áp. 11.23).

   Tað kundi verið so lætt at blivið bangin og neiligur – hetta var jú alt spildurnýtt – men soleiðis var Barnabas ikki. Hann sá náði Guds, har onnur sóu vanda og hóttan.

   Ápostlasøgan 11.24 sigur, at úrslitið av tænastu Barnabasar í Antiokia var, at „stórur skari varð vunnin fyri Harran.“ Tað er áhugavert. Vit lesa jú einki um tænastu hansara millum tey vantrúgvandi, bara um tænastu hansara millum tey trúgvandi.

   Barnabas skilti, at har var nógv at gera. Og hann visti júst hvønn, hann skuldi fáa at hjálpa sær. 

So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum.“ (Áp. 11.25).

Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur

Tað er bæði keðiligt og skeivt, tá ið fólk, ið nýliga eru komin til trúgv, ikki kenna hitan av at koma millum Guds fólk, og tað ikki rennur saman millum tey og vanligu møtigangararnar. Tað er sanniliga syrgiligt, tá ið slík blíva burtur.

   Júst hatta kundi havt hent Saul, betur kendur sum Paulus. Tíbetur hendi tað ikki, tí lærisveinarnir í Damaskus loftaðu honum.

———–

Flestu okkara munnu minnast, hvussu Saul varð frelstur. Hvussu hann á vegnum til Damaskus sá eitt so sterkt ljós, at tað blindaði hann, og hann mátti leiðast til Damaskus. Vit minnast, hvussu Harrin sendi Ánanias til hansara, og hvussu tey trúgvandi hjálptu honum at taka fyrstu trúarstigini.

Lærisveinarnir og ófrelsti Saul

Áhugavert, hvussu Ápostlasøgan 9. kapittul lýsir og ikki lýsir lærisveinarnar í Damaskus. Legg til merkis, at teir verða ongantíð nevndir trúgvandi

   Í versunum 1, 10 og 19 eru teir kallaðir lærisveinar; í versunum 14 og 21 – tey, sum ákalla navn Harrans; í 2. versi – tey sum hoyra til vegin; í 13. versi – tey heiløgu og í 30. versi – brøður.

Vit vita ikki, hvussu nógv tey vóru; men tað, at Saul kom langa teinin úr Jerúsalem at fáar fatur á teimum, kundi bent á, at tey vóru mong. Damaskus var ein stórur býur. Hildið verður, at har vóru millum 30 og 40 sýnagogur.

Tað er væl møguligt, at summi teirra vóru í Damaskus, tí tey vóru flýggjað hagar úr Jerúsalem fyri at sleppa undan atsóknini, sum Saul var so stórur partur av. Vit kunnu bara gita okkum óttan, sum kom á tey, tá ið tey hoyrdu, at ørvitisknokkurin Saul var á veg til Damaskus, og hvørji ørindi hansara vóru.

Ánanias og nýfrelsti Saul

Sjálvur hevði Ánanias góðan vitnisburð frá jødunum (Áp. 22.12). Kanska helt hann seg burtur frá øllum, sum kundi kallast víðgongt, og dugdi við øll; men, hvussu var og ikki, so var hann Harranum lýðin og loyvdi Honum at sannføra seg – eisini tá ið uppgávan kundi tykjast ørkymlandi.

„Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.“
Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.“
Ápostlasøgan 9.17-18

Hvat var vorðið av Saul, um Ánanias ikki hevði lurtað? Vit vita sjálvandi ikki; men bara at siga, at so hevði Harrin sent onkran annan, er ov bíligt. Paulus hevði kunnað – sum so mangur annar – bara blivið burtur.
Harrin gav Ánaniasi tvær orsøkir til, hví hann skuldi fara til Paulusar:

„Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn.
Tí Eg skal vísa honum, hvussu nógv hann skal líða fyri navns Míns skuld.“
Ápostlasøgan 9.15-16

Skuldi Saul gerast reiðskapurin, sum Harrin vildi, at hann skuldi verða, mátti onkur vísa honum, hvat tað merkir, at verða slíkur reiðskapur.

“Tað er bæði keðiligt og skeivt, tá ið fólk, ið nýliga eru komin til trúgv, ikki kenna hitan av at koma millum Guds fólk, og tað ikki rennur saman millum tey og vanligu møtigangararnar. Tað er sanniliga syrgiligt, tá ið slík blíva burtur!”

Lærisveinarnir og nýfrelsti Saul

Nú Harrin hevði gripið inn og broytt Saul, vóru tað júst hesi, sum Saul hevði ætlað at ført bundin til Jerúsalem, sum komu at menna hann í trúnni. Hjálp teirra gjørdi mun. Og stutta tíð eftir var Saul førur fyri at teppa jødarnar og prógva fyri teimum, at Jesus er Kristus (Áp. 9.22).

„Táið nú long tíð var umliðin, løgdu Jødarnir upp ráð um at drepa hann.“ Ápostlasøgan 9.23

Vit minnast, hvussu lærisveinarnir á náttartíð sígdu Saul niður í kurv gjøgnum glugga á múrinum. Paulus sigur í Seinna Korintbrævi, at hann kendi seg veikan, tá ið hetta hendi.
Tað hevur kenst gott, at har vóru lærisveinar, sum hildu endanum, lærisveinar, sum hann einaferð ætlaði at skaða, men sum nú høvdu tikið hann til sín, ment hann, og nú hjálptu teir honum víðari.

Gott at hava fólk, sum kunnu hjálpa okkum at byrja rætt og vera um okkum, tá ið vit kenna okkum veikast.

Samverkafólk Paulusar: Okkum øllum tørvar Paulusar, Barnabasar og Timoteusar

Hugsaði – um Gud vil – í nøkrum greinum at hyggja at samverkafólkum Paulusar. Haldi, at har er nógv at læra.

Áðrenn vit hyggja at samverkafólkunum sjálvum, hevði kanska verið gott at hugt at nøkrum meginreglum viðvíkjandi tí at arbeiða saman. Vit vita jú, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av lívinum hjá hvør øðrum.

Las einaferð eina grein um, hvussu vit øll hava brúk fyri einum Paulusi, einum Barnabasi og einum Timoteusi. 

At okkum tørvar Paulusar merkir, at okkum tørvar leiðbeinarar, fólk, sum eru komin longri enn vit. 

At okkum tørvar Barnabasar merkir, at okkum tørvar javnlíkar; fólk, vit kunna standa saman við lið um lið. 

At okkum tørvar Timoteusar merkir, at okkum tørvar fólk, sum eru yngri enn vit í trúnni; fólk, sum vit kunna hjálpa og leiðbeina.

Okkum tørvar Paulusar

Tað er ein bíbilsk meginregla, at skulu vit búnast og gerast tað, sum Harrin vil hava okkum at vera, mugu vit fáa hjálp frá teimum, sum eru búnari enn vit. Tað er hetta, sum Harri okkara tosaði um, tá ið Hann segði:

„Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, 
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ Matteus 28.19-20

Sum lærisveinum tørvar okkum lærimeistarar. Paulus nam við hetta, tá ið hann skrivaði til Timoteus:

„Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!“ Seinna Timoteusbræv 2.2

Tað er syrgiligt, hvussu mong eru steðgað upp, tí eingin var har at hjálpa teimum víðari. Eingin Paulus. Her liggur ein stór ábyrgd á okkum øllum – bæði tá ið tað kemur til at vegleiða og at verða vegleidd.

Hvørjir eru tínir Paulusar?

Okkum tørvar Barnabasar

Heilagi Andin segði við samkomuna í Antiokia:

„Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“ Ápostlasøgan 13.2

Hann segði ikki: „Takið mær út Barnabas“, ella: „Takið mær út Saul.“ Nei, hann vildi hava teir báðar. Tað er sama meginreglan, sum tá ið Harrin sendi ápostlarnar út. Tað stendur jú, at Hann sendi teir út tveir og tveir (Mark. 6.7). Skuldi Paulus vera tað, sum Harrin vildi hava hann at vera, mátti hann hava ein Barnabas. Tað sama er galdandi fyri okkum øll. Í Prædikaranum stendur:

„Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt; 
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!“ Prædikarin 4.9-10

Hvørjir eru tínir Barnabasar?

Okkum tørvar Timoteusar

Flestu okkara ræðast tankan um at kalla nakran lærisvein okkara. Og tað er gott – til eitt vist. Skriftin er greið. Uppgáva okkara er at fara út og gera lærisveinar.

Paulus kundi skriva til Timoteus:

„Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,
í atsóknum, í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra. Slíkar atsóknir havi eg útstaðið, men Harrin hevur bjargað mær úr teimum øllum.
– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“ Seinna Timoteusbræv 3.10-12

Paulus kundi skriva hatta, tí hann hevði brúkt nógva tíð og orku upp á at hjálpt Timoteusi longri fram á leið.

Hvørjir eru tínir Timoteusar?

Av bókahillini: Tvey fyridømi

Richard Wurmbrand og Corrie ten Boom

„Bróðurkærleikin vari við!“ (Hebr. 13.1).

„Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!“ (Hebr. 13.3).

Nakað herfyri leitaði eg aftur í tvær bøkur, sum eg las fyrstu ferð fyri nógvum, nógvum árum síðan, so langt síðan, at eg las tær á donskum. Dugdi ikki at lesa enskt tá. Eg fór til Amerika sum 17 ára gamal – sigur eitt sindur um, hvussu langt síðan, tað var.

Á donskum eita bøkurnar „Tortur – for Kristi skyld“ og „Skjulestedet“. Nú eg vitjaði tær aftur, var tað á enskum – „Tortured for Christ“ og „The Hiding Place“ – og heldur enn at lesa tær, lurtaði eg eftir teimum sum ljóðbøkur.

Latið okkum við góðari siðvenju fyri eyga nýta føroysku heitini, sum kundu verið: „Píndur – fyri Kristusar skuld“ og „Goymistaðið“.

Í bókini „Píndur – fyri Kristusar skuld“ sigur Richard Wurmbrand, sum var rumeni, frá óhugnaligu líðingunum, sum hann fór ígjøgnum undir kommunistiska stýrinum í Rumenia. Hann vitjaði Føroyar síðst í sjeytiárunum, og talurnar frá tí vitjanini eru á heimasíðuni hjá EVR.

Í bókini „Goymistaðið“ sigur Corrie ten Boom frá øllum tí óhugnaliga, sum hon leið undir nasistunum, tí hon, systir hennara og pápi teirra saman við øðrum goymdu jødar í heimi teirra. Av teimum trimum var tað bara Corrie, sum kom frá tí við lívinum.

Hjartatátturin í báðum bókunum er, hvussu Gud gav teimum megi at elska og fyrigeva teimum, sum høvdu verið so ónd ímóti teimum. Løgið, hetta við kærleika og fyrigeving. Tað er so grundleggjandi, at vit vita øll, at tað er sjálvsagt, at vit eiga at fyrigeva, og kortini má eg sláa meg fyri bróstið og viðganga, hvussu stutt, eg eri komin. Jú, okkum dámar at tosa um kærleika og fyrigeving, men ofta røkkur tað ikki djúpari, enn at okkum dámar tey, sum vit halda dáma okkum, og okkum dámar ikki tey, sum ikki dáma okkum. Aftur og aftur tørvar okkum at verða mint á frásagnir sum tær, vit lesa um í hesum báðum bókunum.

Alt hetta minnir meg á einaferð, eg leiddi ein bíbliubólk í Puerto Princesa. Eitt kvøldið var evnið kærleiki og fyrigeving. Eg endurgav nógv vers og helt meg duga nøkulunda væl at tosa um evnið. 

Meðan bíbliutímin soleiðis fer fram, sigur ein maður í bólkinum – Job eitur hann – at hetta var júst tað, sum Harrin hevði lært hann. Kona hansara var myrd fyri nøkrum árum síðan, og hann visti væl, hvør hevði gjørt tað, men politiið hevði bara ikki nóg góð prógv at handtaka mannin. „Eg havi lært,“ segði hann, „at lata Harranum tað upp í hendur og ikki loyva mær sjálvum at gerast hevnisøkin. Tí er tað so týdningarmikið at duga at fyrigeva.“

Eg minnist, hvussu býttan eg kendi meg. Hvat í allari víðu verð billaði eg mær inn at „læra“ slík fólk um fyrigeving? Tað var hann, sum skuldi lært meg og ikki øvugt.   

Úr „Píndur – fyri Kristusar skuld“

„Eg havi sæð kristin í kommunistafongslum, bundin um føturnar við leinkjum, sum vigaðu meira enn 20 kilo. Pínd við gløðandi eldskørum, samstundis sum tey vóru noydd at fylla munnin við skeiðum av salti uttan at fáa vatn og mat. Alt hetta meðan tey vóru pískað, og kuldi píndi tey. Eg havi sæð, hvussu hesi – samtundis sum tey liðu á henda hátt – vóru í inniligari bøn fyri kommunistunum. Menniskjaliga er tað ómøguligt. Tað er kærleiki Kristusar útheltur í hjørtum teirra líðandi.

Úr „Goymistaðnum“

Samstundis sum illir, hevnisamir tankar kókaðu innan í mær, gekk tað upp fyri mær, at Jesus Kristus var deyður fyri henda mannin. Skuldi eg so biðja um nakað annað enn tað, sum Jesus vildi, at eg skuldi biðja? „Harri Jesus,“ bað eg, „fyrigev mær og hjálp mær at fyrigeva honum … Jesus, eg megni ikki at fyrigeva honum. Gev mær tína fyrigeving …“ Og so skilti eg, at heimsins grøðing hvílir líka lítið á mínari fyrigeving, sum tað ger á mínari góðsku. Hon hvílir á Honum. Tá ið Hann biður okkum elska fíggindar okkara, gevur Hann okkum saman við boðnum at gera tað eisini sjálvan kærleikan at gera tað.

At handa stafettina víðari

„Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!“ Seinna Timoteusbræv 2.2

Tá ið alt kemur til alt, er tað ikki, hvussu væl vit duga, sum telur, men heldur hvussu væl vit duga at handa stafettina víðari.

Hugsaði at lýsa hetta við tveimum dømum frá trúboðarum á Filipsoyggjunum. Tað hevur gingið óvanliga væl við arbeiðinum hjá hesum trúboðarunum, og í dag eru fleiri virknar samkomur har.

Eg hevði ikki nýtt hesi dømini, var tað ikki so, at vit hava kent hesar trúboðararnar í mong ár og vita, at hetta eru eyðmjúkir, sannir Harrans tænarar. Hetta eru fólk, sum ikki ræðast at leggja nógva orku í tað, tey gera, og kortini ikki taka sær æruna fyri tað, sum Harrin hevur gjørt gjøgnum tey.

Eg sigi hetta, tí neyðugt er at vera varin at rópa ov nógv upp um tað, sum hevur eydnast serstakliga væl. Heldur enn at halda fólki til, kann tað ofta taka mótið frá teimum. At royna at virka fyri Harran er ofta strævið arbeiði, og sæð við mannaeygum spyrst ofta lítið burturúr. Tí er neyðugt at vera varin at siga frá slíkum, sum eg fari at siga frá her.

Eg veit frá mær sjálvum – eftir mong ár millum muslimar – hvussu torført tað kann vera bara at royna at náa fólk við evangeliinum. – Og so at gera sær tankar um eisini at finna trúføst fólk, sum eru før fyri aftur at læra onnur – tað er næstan sum at halda seg sjálvan fyri gjøldur. Og kortini biður Harrin okkum um at gera júst tað. Og vit mugu ásanna aftur og aftur, at megna vit ikki tað, ja, so fer verkið ikki víðari.

Og so til dømini, sum eg nevndi:

At duga at fáa onnur í gongd

Nakað eftir at evangeliið fyrst var prædikað, kom ein av teimum nýggju í trúnni til trúboðaran og segði, at hann hevði nógv skyldfólk í eini aðrari bygd nakað haðani, og at tað var av stórum týdningi, at trúboðarin fór hagar og segði teimum tey góðu tíðindini.

Trúboðarin segði:

„Nei, tað geri eg ikki. Hatta er tín uppgáva.“ 

Maðurin segði:

„Nei. Hatta er nakað, sum eg hvørki eri førur fyri at gera ella havi tíð at gera.“

Trúboðarin tvíhelt um tað, sum hann hevði sagt, og segði, at maðurin mátti taka sær stundir at gera tað. Segði, at hann skuldi hjálpa honum og leggja honum lag á. Men at fara hagar, tað mátti maðurin sjálvur. Maðurin helt upp á sítt, og soleiðis endaði samtalan. Maðurin var rasandi, tá ið hann fór avstað.

Hetta var ein ættarbólkur, har tað ofta skuldi lítið til, at menn fóru til vápnini. Jú, maðurin var trúgvandi, men nógv av tí gamla sat eftir í honum.

Støðan var spent. Men so nakrar dagar seinni kemur maðurin aftur og sigur við trúboðaran, at hann hevði hugsað nógv um tað og var komin eftir, at kanska hevði trúboðarin rætt. Tað var hansara uppgáva at fara til skyldfólkini. 

Trúboðarin legði honum lag á, og so fór maðurin. Harrin signaði, og fleiri komu til trúgv. Í dag er ein virkin samkoma har á staðnum.

Umstøðurnar har eru sjálvandi øðrvísi enn tað, flestu okkara eru von við, og dømið, sum eg havi sagt frá, er møguliga í so víðgongt. Og kortini haldi eg, at tað lýsir týdningin av at leggja seg eftir at seta onnur í gongd, ella sum Paulus sigur tað:

„Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!“ Seinna Timoteusbræv 2.2

At duga at taka seg aftur

Hetta dømið, sum eg nú fari at nevna, ljóðar møguliga eisini í so fremmant og víðgongt, men kortini haldi eg, at tað lýsir nakað, sum vit alt ov ofta gloyma, nevniliga týdningin av at duga at taka seg aftur.

Trúboðararnir, sum eru tengdir at hesum arbeiðinum, hava – so løgið tað ljóðar – sæð tað verið neyðugt ikki at koma til tey vanligu møtini.

Teir komu fyri mongum árum síðan til ta niðurstøðu, at skuldu tey trúgvandi veruliga læra at taka ábyrgd av vanligu møtunum, kundu teir ikki vera til staðar. Tað vísti seg hvørja ferð, at tá ið teir vóru á møti, blivu møtini trek og tung; men tá ið teir ikki vóru har, gekk møtið væl. 

Ístaðin nýta trúboðararnir nógva tíð saman við teimum elstu og øðrum, sum hava ábyrgd.

Jú, eg veit, at hetta ljóðar alt í so fremmant. Smædni mótvegis útlendingum ger seg ikki galdandi í føroyskum samanhangi, men tað ger tað mangastaðni í londum langt burtur.

Munur ella ikki, so lærir hetta dømið okkum, at tað er av stórum týdningi, at vit alla tíðina hava fingurin á pulsinum, so vit ikki hindra tí, sum Gud ger. Tað er so lætt at vera meira til hindurs enn til hjálpar.

Aftur, sum Paulus sigur:

„Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!“ Seinna Timoteusbræv 2.2