Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Kom og hoyr sang og hin góða boðskapin í Betesda skíriskvøld og langa fríggjakvøld

06/04/2023

Á møtinum skíriskvøld kl. 18 verður sangluttøka av Jákup Paula Johannesen og Jógvan Mortensen við tónleikarum, og Bjørn Simonsen hevur ein boðskap. Langa fríggjakvøld kl. 18 tala Jóhan við Neyst og Páll Dam Hansen.

Møtini í Betesda halda fram bæði 1. og 2. páskadag kl. 18 – hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/ADA7C792-555B-44EA-85BB-9B978186DACF.jpeg 1079 2185 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-06 12:09:552023-04-06 12:09:56Kom og hoyr sang og hin góða boðskapin í Betesda skíriskvøld og langa fríggjakvøld

Gleðiligar páskir – hjartaliga vælkomin á møtini í Betesda allar heiligdagarnar

05/04/2023

ÅAllar heiligdagarnar á páskum verða evangelisk møti kl. 18 við ymsum talarum og vitnisburðum. Jógvan Mortensen, Jákup Pauli Johannesen o.a. luttaka við sangi skírhósdag, og sangkórið í Betesda luttekur 1. páskakvøld, har dópur eisini verður. Røðin endar við einum vitnisburðarmøti 2. páskakvøld, har høvi verður at luta við onnur, hvat HARRIN er fyri teg.

Einki møti er mikukvøldið 5. apríl.

Á møtinum skírhóskvøld kl. 18 hevur m.a. Bjørn Simonsen ein boðskap, og Jógvan Mortensen, Jákup Pauli Johannesen og aðrir luttaka við sangi og tónleiki.

Langa fríggjadag er somuleiðis evangeliskt møti kl. 18, har Jóhan við Neyst luttekur við einum orði.

Leygarkvøldið, páskaaftan, verður opið hús hjá teimum ungu sum vant kl. 21.

Sunnudagin, páskadag, verður sum vant breyðbróting kl. 11, og sunnudagsskúli kl. 12:30.

Páskakvøld kl. 18 verður evangeliskt møti kl. 18, har sangkórið í Betesda luttekur, og m.a. Jákup Eli Østerø og Rógvi Joensen hava ein boðskap.

Dópur verður á hesum møtinum. Tað eru tvær kvinnur, sum ynskja at lata seg doypa, so sum orð Guds lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

Seinasta møtið á páskum verður 2. páskakvøld kl. 18. Hetta verður eitt vitnisburðarmøti, har høvi verður at luta við onnur, hvat HARRIN er fyri teg.

Karsten Hansen leggur fyri, og so er orðið frítt at vitna um HARRAN.

– hjartaliga vælkomin 🙂

Samkoman í Betesda ynskir øllum einar gleðiligar páskir

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/BF0B74A6-FC5E-4ADE-9B7A-447FB095907A.jpeg 1018 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-04-05 18:19:352023-04-06 12:09:03Gleðiligar páskir – hjartaliga vælkomin á møtini í Betesda allar heiligdagarnar

Eldrahugni í Betesda – Páll Poulsen hugleiðir og kvinnur úr ‘Suð’ syngja

30/03/2023

Fríggjadagin 31. mars 2023 kl 15.00 verður hugnaløta í Betesda. Páll Poulsen fer at hava hugleiðingar sum hann kallar: “Av Bumshamri heim í Betesda – Hissini barnaminnir”.

Nakrar kvinnur úr bólkinum “Suð” fara at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/899D8A0B-394A-4748-9F98-BE15BC4D49F5.jpeg 571 908 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-30 15:29:562023-03-30 15:29:57Eldrahugni í Betesda – Páll Poulsen hugleiðir og kvinnur úr ‘Suð’ syngja

So fara vit aftur á ferð í Orðinum

27/03/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 3.10-4.21 sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 29 mars kl. 20 tala Kristian á Lakjuni og Jákup Eli Østerø útfrá kapittul 3.10-4.5. Jógvan Mortensen o.o syngja og leiðá felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 2. apríl kl. 18 talar Rógvi Joensen útfrá kap. 4:5-20 Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Maria á Lakjuni Simonsen sigur eina søgu, og Agnar Jospehsen hevur ein vitnisburð.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂

Bæði møtini verða stroymd á betesda.fo

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-03-27 21:03:332023-03-31 14:57:09So fara vit aftur á ferð í Orðinum

Jákup Hansen talar á bønarmøtinum í kvøld

27/03/2023

Sólva og Jákup Hansen, sum dagliga virka fyri HARRAN í Kristnastovu, Keypmannahavn, eru í løtuni heima á stuttari vitjan.

Tey komu heim mánadagin í farnu viku og fara niður aftur hóskvøldið, so steðgurin hesaferð verður íalt 10 dagar, sum tey brúka til at vitja onkrar av samkomunum her heima.

Kristnastova, har Jákup og Sólva dagliga virka, er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru.

Í kvøld, mánakvøldið 27. mars kl. 20, er sum vant bønarmøti, og verða tey bæði tá við, og til seinast á møtinum hevur Jákup eina heilsan og ein boðskap.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/Jakup-og-Solva.jpg 1417 1971 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-03-27 14:55:052023-03-27 14:55:06Jákup Hansen talar á bønarmøtinum í kvøld

Páll Poulsen talar á møtinum í morgin, sunnudagin kl. 18 – sangkórið luttekur

25/03/2023

Páll Poulsen, sum er uppvaksin í Klaksvík, er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomu okkara í Betesda, og í morgin, sunnudagin, vitjar hann heimaftur.

Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll saman við konu síni, Marjun, staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttaka Marjun og Páll, og sangkórið í Betesda fer eisini at luttaka við sínum vakra sangi.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/899D8A0B-394A-4748-9F98-BE15BC4D49F5.jpeg 571 908 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-25 23:24:512023-03-25 23:24:53Páll Poulsen talar á møtinum í morgin, sunnudagin kl. 18 – sangkórið luttekur

Hansy og Martin Touhy verða við á morgunmøtinum í morgin

25/03/2023

Hansy og Martin Tuohy eru á stuttari vitjan heima í Klaksvík, og tey verða við á morgunmøtinum sunnudagin 26. mars kl. 11, har Martin fer at hava eina heilsan og eitt orð aftan á breyðbrótingina.

Tey bæði virka sum trúboðarar í Meksiko. Martin er úr Esbjerg, og konan, Hansy, er úr Klaksvík, og eiga tey 7 børn.

Síðan september í fjør hava tey verið í heimasamkomuni hjá Martin í Esbjerg, men 1. juni í ár fara tey aftur til Meksiko at virka í og út frá samkomuni, sum tey hava sett á stovn har.

Tvey tey yngstu børnini, Evita og Joy, eru komin til Føroya saman við Hansy og Martin, men hesaferð eru eisini eini onnur hjún við á ferðini. Hesi eru Michael og Sofie Clark, ið somuleiðis virka sum trúboðarar í Meksiko. Tey gista í Klaksvík saman við teirra 5 børnum.

Eftir morgunmøtið verður høvi at heilsa upp á gestirnar.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/D603C19F-556C-4BCA-A136-5E470C11DAA3.jpeg 872 872 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-25 22:39:252023-03-25 22:39:26Hansy og Martin Touhy verða við á morgunmøtinum í morgin

International Event in Betesda

23/03/2023

This coming Saturday the 25th of March, there will be an international event in Betesda Klaksvík. The event will be from 17.00 to 19.00.

Emmanuel Chendela will give a presentation about his home country of Zambia, there will be food from various countries for you to enjoy, games and toys will be available for the kids, and we there will be an opportunity to meet and chat with people from other countries.

Everyone one is welcome, we look forward to seeing you in Betesda this Saturday.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/International-Event-in-Betesda-1.jpg 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-03-23 10:47:452023-03-23 11:16:47International Event in Betesda

Mikukvøldið kl. 20 talar Jákup Eli Østerø – aftan á møtið verður kunningarfundur

21/03/2023

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 fer Jákup Eli Østerø at tala út frá evninum: ”fíggindi okkara, holdið og Satan”.

Sjálvt møtið verður nakað styttri enn vant, tí aftaná verður ein kunningarfundur, har fylgjandi tvey evni eru á skránni:

1 – Ársroknskapurin fyri 2022. Jóannis Skorheim gjøgnumgongur roknskapin, greiðir frá og svarar møguligum spurningum.

2 – Hitaskipanin í Betesda. Esmar Müller greiðir frá sjóhitaskipanini, sum Betesda er partur av, og svarar møguligum spurningum.

Aftaná verður høvi til samveru aftur við einum drekkamunni í gongini.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/ACFE4A03-02A6-428C-94B9-20479CD101B8.jpeg 1089 1399 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-21 09:08:292023-03-21 09:08:33Mikukvøldið kl. 20 talar Jákup Eli Østerø – aftan á møtið verður kunningarfundur

23 ungfólk fara á ráðstevnu um trúboðan hjá NTM í North Cotes

19/03/2023

Hósdagin 23. mars fara 25 fólk úr Føroyum til Onglands at vitja ein bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM).

Leiðin gongur til bíbliuskúlan hjá NTM í North Cotes í Onglandi í sambandi við eina ráðstevnu har á skúlanum.

Ráðstevnan eitur REACH – at røkka menniskjum. NTM hevur nevniliga sum endamál at senda fólk út at røkka teimum, sum enn ikki hava hoyrt evangeliið um Jesus.

Ráðstevnan er fyri aldursbólkin 16-30 ár, har trúboðarar undirvísa og kunna um teirra arbeiði og um, hvussu Gud virkar.

Ferðalagið, sum fer úr Føroyum hósdag og kemur aftur mánadag, telur í alt 25 fólk, har tey flestu koma úr samkomuni í Betesda.

Ferðaleiðarar eru Eydna og Dávur Johannesen, og so verða 23 ung í aldrinum 16-25 ár saman við teimum.

Vit ynskja teimum ein góðan túr – HARRIN signi og varðveiti tykkum á ferðini, og vónandi fáa tit nógv burturúr.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/Radstevna-hja-NTM-i-North-Cotes.jpg 763 1202 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-03-19 23:43:172023-03-19 23:43:1823 ungfólk fara á ráðstevnu um trúboðan hjá NTM í North Cotes
Page 32 of 41«‹3031323334›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top