Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan!“

01/03/2022

Brot úr talu hjá Jens Clæmint Isaksen

Sum smádrongur varð eg ofta sendur oman til Jens Clæmint at keypa eitt ella annað. Vit vóru fastur kundi. Hugnaligur handil. Beint aftan fyri diskin var rúgva av góðgæti, og longri afturi í handlinum var leikutoy. Eg plagdi at halda tað vera eitt sindur løgið, at tey skuldu kalla handilin „hjá Jens Clæmint“ – maðurin, sum átti handilin æt Jens Sofus. 

Seinni skilti eg, at Jens Clæmint var pápi Jens Sofus, og at tað var tí, at handilin æt soleiðis. Eg fekk eisini at vita, at hesin Jens Clæmint hevði verið ein týðandi maður í Betesda, men fyri mær ljóðaði tað at vera langt í verðini síðani. Tað hevur tað tó ikki verið, tí Jens Clæmint var enn á lívi, tá ið mamma fyrst byrjaði at taka meg við sær til Jens Clæmint at keypa.

Sum fráleið skilti eg, at Jens Clæmint ikki bara hevði verið ein týðandi maður í Betesda, men at hann var ein av høvuðspersónunum, tá ið samkoman byrjaði. Hugsaði ikki so nógv um tað kortini, helt tað bara vera part av gamlari søgu. 

Og soleiðis er lívið. Vit sum koma aftaná, vita ofta lítið og einki um tey, sum vóru frammanundan. Í ein vissan mun eigur tað at vera soleiðis. Tað er ikki gott – serliga tá ið tað kemur til tað andaliga – at ganga ov nógv upp í søguna og tað farna. Og tó – tað er heldurikki gott bara at gloyma hana. 

Hevði Bíblian verið skrivað av nýmótans menniskjum, hevði hon ivaleyst í høvuðsheitum bara snúð seg um, hvussu Gud frelsir og hjálpir her og nú. Men soleiðis er hon ikki skrivað. Bíblian er full av søgum og nøvnum, sum mong okkara síggja sum ókend og óviðkomandi. Harrin, Hann helt tað vera gott hjá okkum at koma at kenna hesi fólkini, tí tey hava so nógv at læra okkum. Vit eru partur av einari langari søgu og einari stórari familju, og tað er gott at vita eitt sindur um tey á hvørs herðum, vit standa.

—

Hugsaði at taka eitt lítið brot úr einari talu hjá Jens Clæminti. Hetta er tala, sum hann talaði, tá ið hann var farin av teim fýrs. Talan er frá samfelagsmøtunum í Havn í 1962 og er á heimasíðuni talgilt.org.

Eitt, tú leggur til merkis í byrjanini av taluni, er, at hann brúkti norska Bíbliu. Kanska ikki so løgið, tá ið tú hevur í huga, at hann hevur verið nærum 70 ár, tá ið øll Bíblian kom út á føroyskum. Hann hoyrdi til eina aðra tíð. Tosað varð øðrvísi tá enn nú, men boðskapurin var tann sami.

Vit geva Jens Clæminti orðið:

„… Og so er eitt vers eisini frá Orðtøkunum 22.3:

„Den kloke ser ulykken og skjuler sig, men de uerfarne går videre og må bøte.“

Eg má siga, sum bróðirin júst segði: 

„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan.“ 

Eg leið nógv av tí, at eg ikki skilti vegin, men Gud gjørdi tað kunnigt fyri mær. Eg tordi ikki at hyggja upp, men Hann vísti mær Jesus, soleiðis sum Hann hekk á krossinum. Tað var ikki við hesum eygum, tað vóru sálareyguni, sum fingu at síggja tað, tá ið eg í neyðini rópti: 

„Harri frels meg upp á Tín máta, tí eg havi stríðst leingi við tað.“ 

Gamli Sloan, hann kom út til Fugloyar, tá ið eg gekk sum ein smádrongur har, hálvtáttanda ára gamal. Hann bar hetta einfalda og greiða evangelium fram fyri meg. Eg bleiv so sligin av tí, men ikki fekk eg klárheitina, fyrr enn eg var djúpt á tjúgunda ári.

Um tú rætti teg inn til Hansara barm í kvøld og segði: 

„Vælsignaði Harri Jesus, eg komi akkurát, sum eg eri. Eg kann ikki forandra ein vik upp á nakað, tí eg eri fortaptur og á undirgangsvegi.“ 

Tá skalt tú finna frið í Harranum Jesusi. Har er eitt skýli, sum einki annað. Har er ein friður at finna. Ein slík sál fer at jubla, prísa og takka og tilbiðja og siga: 

„Nú pápi, nú síggi eg tað. Áh, er tað so einkult, at tað er einki av mær sjálvum, men alt fullgjørt á krossinum.“

Hatta skýlið í Orðtøkunum 22. og 3. versi, hatta skýlið inni við handa vælsignaða barm í Jesusar ørmum, tað er eitt skýli, sum eingin annar friður kann líknast við. Einki er at meta móti hasum.

—

Leggur tú til merkis, hvussu Jens Clæmint brendi fyri at menniskju skuldu verða frelst, og at tey skuldu koma at kenna Hann, sum eina kann frelsa? Vit hava nógv at læra. Tíðirnar eru sjálvandi broyttar, og mátin, teir talaðu, er øðrvísi, enn hann er í dag – tað vil so vera. Men brennandi tráanin eftir at vinna menniskju fyri Kristus, hon eigur at vera tann sama.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/03/Jens-Claemint.jpeg 471 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-01 10:18:552026-10-07 23:17:49„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan!“

Vitnisburðurin hjá Saul kongi

11/02/2022

Altíð spennandi at hoyra vitnisburðar, bæði tá ið tað snýr seg um, hvussu fólk komu til trúgv, og eisini um, hvussu hevur gingist síðani. Hugsaði at gera eitt rend aftur í Fyrru Sámuelsbók og lurta eftir einum vitnisburði. Tað er vitnisburðin hjá Saul kongi, eg hugsi um. Tað endaði ikki væl hjá honum, men byrjanin er hugvekjandi.

Frásøgnin um Saul byrjar í kapittul 9, men vit leypa tað um og festa okkum við 10. kapittul.

Røtt fyrireiking

Kapittulin byrjar við, at Sámuel salvar Saul, kyssir hann og sigur (1. Sám. 10.1):

„Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael!“

Andaliga lívsleiðin byrjar ofta við, at onkur kemur inn í lív okkara og leiðir okkum til Harran. Og har byrjaði tað hjá Saul.

Rætt fólk

Hóast tað var týdningarmikið hjá Saul at møta Sámuel, so var tað ikki nóg mikið. Harrin vildi eisini føra onnur inn á leið hansara. Tað er við hesum í huga, at Sámuel sendir Saul undan sær til Gilgal (v. 8) og nevnir honum trý støð, sum hann fór at koma til á vegnum til Gilgal. Tað fyrsta er grøv Rakular (v. 2), síðani er tað eitt stað, sum eitur Taborseik (v. 3-4), og eitt, sum eitur Gibea (v. 5-6).

Við grøv Rakular fór hann at hitta tveir menn, við Taborseik tríggjar menn og í Gibea ein heilan flokk av profetum. Hesir menninir fóru allir at hava okkurt, sum fór at hjálpa Saul at gerast maðurin, sum Harrin vildi, at hann skuldi gerast.

Og er tað ikki eisini soleiðis í lívinum hjá okkum øllum? Jú, tað kann vera, at har hevur verið ein Sámuel, onkur, sum leiddi okkum til Harran, men har eru so mong onnur eisini. Skulu vit blíva tað, sum Harrin vil, at vit skulu vera, mugu vit skilja og virðismeta, hví Harrin loyvir fólki at koma á leið okkara.

Rætt fokus

Menninir, hann fór at hitta við grøv Rakular, fóru at siga við hann:

„Eslini, ið tú fórt at leita eftir, eru funnin; …“

Tíðin var nú komin hjá Saul at festa seg við nakað nýtt, tað snúði seg ikki longur um esil.

Menninir, sum hann fór at hitta við Taborseik, fóru at bera ymiskt: ein bar trý geitarlomb, ein bar trý breyð, og ein bar skinnsekk við víni. Hetta var alt slíkt, sum varð nýtt í sambandi við at ofra og tilbiðja. Menninir vóru har at læra hann at tilbiðja, at gerast ein, sum ber Harranum fram tað, sum Honum er til góðan anga.

Profetarnir, sum hann fór at møta í Gibea, vóru í profetiskari burturrykking við hørpum, trummum o.s.fr. Í Fyrra Korintbrævi 14.3 stendur: 

„… tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst.“

Profetarnir vóru har at læra Saul, at tað er bara samfelag okkara við Harran, sum ger okkum før fyri at vera tað fyri onnur, sum vit eiga at vera. Legg til merkis tað, Sámuel segði um Gibea (v. 5):

„So kemur tú til Gibea Guds, har sum Filistarar hava vaktarmenn sínar, …“

Gibea var eitt stað, har ein bæði møtti Gudi og fíggindanum. Tað er ofta har, sum fíggindin er sjónskast, at Harrin gerst okkum serliga sjónskur.

Sámuel segði eisini (v.6-7):

„Andi HARRANS skal tá koma yvir teg, so tú fert at profetera eins og teir og verður annað menniskja.

Táið tú sært hesa tekinini henda, kanst tú óræddur gera tað, ið fyrifellur, tí Gud er við tær.“

Tað er Andi Guds og nærvera Hansara, sum ger allan munin.

Og so aftur til rætta fyrireiking

Øll hesi støðini vóru partur av ferðini til Gilgal. Sámuel hevði sagt:

„Far tú undan mær til Gilgal! So skal eg koma hagar til tín, at ofra brennioffur og takkoffur; sjey dagar skalt tú bíða – inntil eg komi og sigi tær, hvat tú skalt gera!“ 

Gilgal er fyrsta staðið, har ísraelsfólk helt til, eftir at tey vóru kom yvir um Jordan. At fara til Gilgal er at fara aftur, har tað byrjaði, at fara aftur til Golgata. Gilgal liggur niðri við Jordanslættan. Sámuel sendi Saul oman á slættan, ella vit kundu sagt, niður í dalin. Harrin segði við Ezekiel(3.22):

„Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.“

Og so endaði tað so syrgiliga

Saul byrjaði væl, men so bleiv tað sum í sanginum, ið sigur:

                                men so kom okkurt inn,

                                so títt hjarta og sinn

                                ikki brendu í tær sum fyrr.

Fyri at skilja, hvat hendi Saul kongi, kunnu vit kanska umorða kendu orðini hjá navnanum, Saul úr Tarsus. Tað eru orðini í Seinna Timoteusbrævi 4.7:

„Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.“

Saul kongur endaði so syrgiliga, tí hann stríddi ikki hitt góða stríð – hann stríddi sítt egna stríð. Hann rann ikki skeiðið at enda – hann gavst ov tíðliga. Og hann varð ikki standandi í trúnni – hann fall, tí hann valdi at seta álit sítt aðrastaðni.

Og tá ið vit gera tað, endar tað syrgiligt, sum byrjaði so væl.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/lossy-page1-660px-David_and_Saul_Ernst_Josephson_-_Nationalmuseum_-_18809.tif.jpg 513 660 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-02-11 12:18:242022-02-11 12:18:25Vitnisburðurin hjá Saul kongi

Bønarløtan fyri februar 2022

04/02/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan feb. 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/bonarlotan_feb22.jpg 795 787 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-02-04 11:40:432022-02-04 11:45:18Bønarløtan fyri februar 2022

Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession

30/01/2022

Eitt sindur um bókina

Tað eru bøkur, kanska nógvar, sum tú kundi hugsað tær at lisið, men ofta kemur tú bara ikki til tað. Ein slík bók hjá mær var ein lítil lættlisin bók við heitinum Golgata-vegurin. Hon skuldi verið skjót at lisið, men kortini gingu mong, mong ár frá tí, at eg fekk bókina, til eg las hana. Las hana á enskum, men hon er eisini á donskum. Hetta er heilt avgjørt ein bók, sum eg kann viðmæla øðrum at lesa. Boðskapurin er greiður og týdningarmikil – og so tann stóri fyrimunurin, at hon er stutt og løtt at lesa.

Heitið á bókini sigur so nógv, Golgata-vegurin. Vit vita, at tað er vegurin, sum Harrin beyð okkum at fylgja. Tað er at liva eftir orðum Harrans, tá ið Hann segði (Luk. 9.23):

„Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.“

Innast inni leingist okkum at kunna ganga hasa leiðina. Vit vita, at tað er har, at satt lív og sonn gleði eru at finna. Trupulleikin er bara, at tað fellur okkum so tungt. Petur W. Háberg lýsti tað so væl:

Tak meg allan, Harri Jesus,
tak meg tætt at tær!
Ver tú alt í mínum lívi,
tak meg, tí tú sær,
at mítt hjarta er so vesalt,
at tað maktar ei
sjálvt at sleppa heimsins vegum,
ganga tína leið!

Eitt sindur um høvundan

Maðurin, sum skrivaði bókina, æt Roy Hession. Hann var onglendingur, føddur í 1908, og fór heim til Harran í 1992. Hann fór í fulltíðartænastu eftir at hava arbeitt sum bankamaður í tíggju ár. Hann skal hava sagt um seg sjálvan, at nøkur ár eftir, at hann hevði virkað í fulltíðartænastu, varð hann varur við, at øll kraftin var farin úr boðskapi Hansara. Í 1947 hitti hann brøður úr Eystur Afrika, sum lærdu hann meginreglur, sum broyttu lív hansara fullkomiliga. Hann eyðmýkti seg, kom aftur til krossin, og tað gjørdi munin. Tað eru hesar meginreglurnar, sum hann skrivar um í bókini Golgata- vegurin.

Nøkur sitat úr bókini

  • Blóðið reinsar frá allari synd, tað reinsar okkum ikki frá nakrari umbering.
  • Evan Roberts plagdi at siga undir vekingini í Wales: „Boygg samkomuna og frels fólkið.“ 
  • Tað var, tá ið kongurin í Nineve reistist úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku, at fólkið vendi við.
  • Andrew Murray sigur: „Eins og vatn altíð fyllir lægsta staðið, soleiðis fyllir Harrin okkum við dýrd og kraft Síni, tá ið Hann sær okkum eyðmjúk og tóm.“
  • Synd gjørdi, at fyrstu foreldur okkara krógvaðu seg fyri ásjón Guds Harrans millum trøini í urtagarðinum, og hon hevur havt somu ávirkan á okkum líka síðan. Synd ger okkum uppgjørd og følsk, hon ger, at vit umbera okkum og geva øðrum skyldina.
  • Rómbrævið 13.12 „… herklæði ljósins!“ eru satt gjøgnumskygni.
  • Skulu vit liva tað sigrandi kristna lívið, mugu vit læra at vera einføld. Vit hava gjørt alt so fløkt.
  • Tað var inn í eitt heim, at syndin fyrst kom. Tað er heima við hús, at vit møguliga synda meira enn nakra aðrastaðni. Og tað er heima við hús, at vekingin má byrja.
  • Veking er bara lív Harrans Jesusar stoytt niður í mannahjørtu.
  • Veking er ikki fyrst og fremst nakað, ið Gud ger millum tey óumvendu, men millum Síni egnu.
  • Einfaldi sannleikin er, at tað einasta vakra við tí kristna menniskjanum er Jesus Kristus.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/golgatavegur.png 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-30 10:27:032022-02-07 12:51:05Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession

At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

14/01/2022

Um talaran

Eg stóð í Grótabrekkuni, tá ið ein vinmaður fortaldi mær, at flúgvarin úr Íslandi var dottin niður, og Brynleif Hansen var millum teirra, sum doyðu. Síggi fyri mær enn júst hvar í brekkuni, eg stóð.

Minnist fyrstu ferð, eg var á Zarepta. Vit vóru uppi í salinum í gamla Zarepta. Møtið var byrjað, tá ið Brynleif kom inn við sangheftum, sum hann júst hevði duplikerað. Vit høvdu fingið at vita, áðrenn hann kom, at hann hevði sjálvur umsett ella yrkt onkrar av sangunum í heftinum. Imponerandi hildu vit. Hetta var í 1969.

Árið eftir – sama árið, sum hann doyði – var hann leiðari hjá okkara liði. Minnist, at hann segði mær, at hann og pápi høvdu verið til skips saman við Sjúrðarbergi. Hetta visti eg longu frá pápa, men tað var eg ov smæðin at siga honum.

Aftan á, at Brynleif var farin, gav Else, kona hansara, allar útvarpstalurnar hjá honum út í bók við heitinum Hin tigandi boðberin. Las alla bókina ígjøgnum onkuntíð síðst í hálvfemsunum. Eg gjørdist serliga gripin av einari talu, sum hann kallaði Ein kristin. Í taluni nevndi hann, at vit eru farin at breiðka smala vegin og spurdi, hvør hevði givið okkum loyvi til tað.

Summi tykkara minnast ella hava hoyrt um Jim Elliot ella møguliga Keith Green. Hetta vóru brennandi ungir Harrans tænarar, sum vórðu tiknir heim mitt í lívsins blóma. Tað var nakað dragandi og radikalt við teimum. Harrin nýtti teir at tendra ein brand í mangan ungan. Brynleif var føroyska útgávan av Jim Elliot og Keith Green. Minnist meg rætt, var tað Brynleif, sum umsetti bóklingin Sukurlátusoldáturin  eftir kenda trúboðaran C.T. Studd. Hann helt, at alt ov mong trúgvandi eru sum sukurlátusoldátar: søtir, pakkaðir í vakurt glanspappír, men bráðna, so skjótt tað gerst ov heitt.

Else og Poul Jóhan vóru so beinasom at senda mær eitt eintak av bókini Hin tigandi boðberin. Brotið niðanfyri er úr taluni Ein kristin. Talan er frá oktober 1967.

Úr taluni

„Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.“ Fyrra bræv Pæturs 4.16

Tað var ein skomm at verða kallaður ein kristin. Tey kristnu liðu nógv fyri Kristus, tað komu svárar forfylgingar yvir tey, og tey komu at gjalda dýrt fyri hetta navn.  

Onkur sigur kanska: Ja, men tíðirnar eru ikki tær somu sum tá.  Men Jesus gav okkum einki lyfti um, at tað skuldi verða lættari at vera ein kristin seinni í tíðini. Jesus segði (Jóh. 15.18-20):

„Tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum. 

Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara!“ Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við …“  

Og í Seinna Timoteusbrævi lesa vit (3.12), at „øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“

Tað er eingin munur at vera ein kristin í tí fyrstu kristnu tíðini ella fyri 1000 árum síðani og at vera tað í dag. Vegurin til Himmals er hin sami.

Tá ið vit koyra eftir vegnum í Føroyum í hesum døgum, síggja vit nógvar bulldosarar og gravimaskinur, sum eru við at breiðka vegin, og tað er einki annað enn gott at siga um tað, men hvør hevur givið okkum loyvi til at breiðka vegin til Himmals?  Jesus segði, at vegurin er smalur, sum førir til lívið. Hann segði, at tann, sum vil liva gudiliga í Kristi Jesusi, skal verða atsøktur. Hann sigur, at heimurin hevur hatað Meg, tykkara Harra og Meistara, og hann fer at hata tykkum við.  

Men vit hava breiðkað vegin.  Tað er ringt at fáa skil á, hvør ið er ein kristin, og hvør ið ikki er tað.  Vit loyva okkum at gera næstan alt, og í summum førum alt, sum heimurin ger. Lívið hjá teimum, sum ikki kalla seg kristin, er ofta eitt vakrari lív enn hjá teimum, sum kalla seg kristin. 

Royn tú bara at liva Kristus, royn og liv gudiliga í Kristi Jesusi, og tú skalt skjótt verða kallaður fanatikari; tú skalt skjótt finna útav, at vegurin er líka smalur enn, sum hann altíð hevur verið. Men, skrivar Pætur, um onkur líður sum kristin, skal hann ikki skammast. Ein kristin kann av sonnum syngja við sálmaskaldinum:

Jeg er en kristen og vil det være,
til sol og måne ej skifter mer.
Jeg er en kristen, det er min ære,
om hele verden end ad mig ler.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/ThingstoKnowBeforeDrivingintheFaroeIslands-CarRental.jpeg 770 1155 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-14 12:04:272022-01-14 12:04:29At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

Bønarløtan fyri januar 2022

05/01/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan jan. 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/bonarlotan-jan22.jpg 815 798 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-01-05 09:37:102022-01-05 09:39:21Bønarløtan fyri januar 2022

Heilsan til samkomuna – frá leiðsluni

04/01/2022

”Hvør dýrt at savnast, Harri, her um títt hitt søta navn”. Soleiðis byrjar nr. 638 í Nýggju Sangbók Guds fólks, og neyvan nakrantíð áður man tað hava verið flestu okkara greitt, hvussu gott og lívsælt tað er at búgva í einleika, sum tað so vakurt stendur skrivað í Sálmi 103, ið endar við at staðfesta, at ”har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir”.

Við hesum fáu reglum ynskja vit í leiðsluni fyri Betesda at senda eina heilsan til tykkum øll í samkomuni, nú vit í skjótt tvey ár hava havt skerdar møguleikar at savnast.

Tað var í mars 2020, at hendan herviliga korona-farsóttin náddi oyggjar okkara, og vit fyrstu ferð máttu lata Betesda aftur, so sum myndugleikar okkara mæltu til at gera fyri at verja okkum sjálvi og hvønn annan ímóti smittuni.

Í fyrstani kendist tað næstan óveruligt, at tað ikki longur var ráðiligt at savnast í salinum, sum nú í meir enn eina øld hevur verið andaliga heimið hjá brøðrum og systrum í HARRANUM her í lokalsamfelagnum, og tað hevur eisini harmað mong at síggja salin myrkan og stongdan.

Í 1917 vóru tey fá, sum byrjaðu at savnast í fyrsta Betesda, men HARRIN hevur verið trúfastur, og mong eru tey, sum ígjøgnum farnu øldina hava verið signaði og styrkt av at savnast við hvørjum øðrum um Hann, sum ”gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki” (Es. 40:29).

Vit eru mong, ið sakna samfelagið, sum vit kundu njóta, áðrenn farsóttin rakti, og eingin ivi er um, at hetta er ikki gott fyri nakran. Inniliga bøn okkara er, at hetta skjótt skal fáa ein enda, so alt virksemið í Betesda kann byrja aftur.

Samstundis eru vit tykkum ógvuliga takksom, sum hesa tíðina hava skipað fyri netmøtum og øðrum stroymdum tiltøkum í salinum. Takk fyri tykkara ídni og hjartalag.

Tað verður av sonnum ein gleðidagur, tá vit aftur kunnu boða frá, at sunnudagsskúli, breyðbróting, evangeliskt møti, mammukafe, hósdagskafe, eldrasamkoma, kvinnumøti, sangvenjing, frítíðararbeiði, bíbliutímar og so mangt annað, sum virksemið í Betesda fevnir um, byrjar aftur.

Kæra systir og bróðir. Tað er gott at vita, at hóast truplar tíðir, so verður leið okkara ongantíð ”HARRANUM duld” (Es. 40:27). Tvørturímóti er undurfulla lyfti Hansara til fólk Sítt, at ”tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!” (Es. 40:31).

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur – ein gleði, sum verður so væl lýst í fyrsta ørindi í nr. 665 í sangbókini:

Hvør gleði tað er at finna,
tá eina ein gongur her,
ein bróður- og systurskara,
sum somu leiðina fer.
Tað er sum ein svalligur drykkur
ein tostleittan summardag,
sum skuggi í sólarhita,
ein ferðamann lívgar tað.

Vónandi síggjast vit skjótt – HARRIN varðveiti hvønn einstakan av okkum.

Bestu heilsanir frá okkum í nevndini fyri Betesda,
Kjartan, Steinbjørn, Jógvan, Jóhan, Jógvan Páll, Dávur og John

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/Betesda.jpg 479 1216 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-01-04 12:02:022022-01-04 12:02:03Heilsan til samkomuna – frá leiðsluni

Á nýggjársveitslu í Betesda

31/12/2021

Tað var fastur siður í Betesda at hava veitslu nýggjársaftan. Haðani eru nógv góð minnir. Tá ið tað var farið at líða út móti midnátt, var bønaløta, sum vardi til eftir midnátt. Ríkt soleiðis at fara biðjandi inn í tað nýggja árið. – Skal eg vera heilt erligur, so kom tað tó onkuntíð fyri, at eg leyp bønaløtuna um – vildi ikki lata alt fýrverkið gleppa mær av hondum. Kortini minnist eg hasar bønaløturnar sum nakað ríkt. Aftan á bønaløtuna var tað fastur siður at syngja sangin hjá Linu Sandell: „Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú!“ Sangurin er ein bøn um leiðslu og varðveitslu í nýggja árinum.

Um fyrsta versið:

Í tínum dýra navni, Jesus,
vit eitt nýtt ár byrja nú!
Men vár tráan og vár longsil,
øll vár vón ert eina tú;
kom og ber til vári hjørtu
meiri náði, ljós og kraft,
meiri lív og meiri gleði,
enn vit áður hava havt!

„Í tínum dýra navni, Jesus, vit eitt nýtt ár byrja nú!“ At byrja árið í Jesu navni merkir at byrja tað umboðandi Hann, at Hann er við okkum og, at vit byrja tað í styrki Hansara. Góður máti at byrja árið.

„Men vár tráan og vár longsil, øll vár vón ert eina tú“. Onkur hevur sagt, at trúgvandi hava lyndi til at lúgva, tá ið tey syngja. Kanska henda reglan er eitt av brotunum, har vit lúgva. At siga: „øll vár vón ert eina tú“ er kanska í so ansaligt. Og tó er tað óivað í fínasta lagi at syngja tað kortini. Harri okkara dugir at døma hugsanir og ráð hjartans. Hann sær djypri enn vit og dugir at síggja, hvussu nógv vit í øllum ófullkomileika okkara veruliga leingjast eftir, at Harrin skal vera okkara eitt og alt. Hann veit, at djúpast inni geva hasi orðini afturljóð. Vit leingjast bara so illa eftir at vera Honum nær.

Um annað versið:

Uppihalt og føð tú okkum
gjøgnum hetta nýggja ár,
send tú okkum signing, náði,
ugga tey, sum fella tár!
Okkum lær at tæna, elska
alla tíð, á hvørjum stað,
okkum lær við tráan vænta
komu tína dag um dag!

„Uppihalt og føð tú okkum“. Hetta er í tráð við tað, sum Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja (Matt. 6.11):

„Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!“ Bíbilskt at biðja soleiðis.

Víðari í versinum finna vit orð sum, signing, náði, ugga, lær, at tæna, elska og við tráan vænta. Minnir á tað, sum Paulus sigur í Titus 2.11-13: 

„Tí náði Guds er opinberað, … 

og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er, 
meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,“  

Um triðja versið:

Lær tú okkum øll at nýta
tíðina at tæna tær
og at telja várar dagar,
sum at hvør hin síðsti var!
Gev, at eingin burt skal spilla
náðina, sum árið ber,
hetta ár, sum kanska verður
síðsta ár hjá onkrum her!

„At telja várar dagar“. Orðini koma úr Sálmi 90.12:

„At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!“

Sami sálmur (Sálmur 90) sigur eisini (v. 2-6):

„… frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

Menniskjað gert Tú aftur til dust; …

Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.

… Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør; 

um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.“ 

Álvarsamt.

Sangurin var, sum eg segði, vanliga sungin aftan á bønaløtuna. Tá ið so sangurin var liðugur, plagdi onkur av teim eldru at fara upp og siga nøkur orð. Ofta var mint á síðstu reglurnar í sanginum: „hetta ár, sum kanska verður síðsta ár hjá onkrum her.“ Onkur heldur kanska, at hatta er ein døkkur máti at byrja eitt nýtt ár. Men orðini eru heilt víst í tráð við tað, sum varð endurgivið úr Sálmi 90. Tá ið Gud heldur, at hatta er rætti mátin at byrja árið, man tað vera í lagi (Sálmur 90.2):

„… frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/12/269957308_4840566335993504_4602482821532164430_n.jpg 203 370 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-12-31 19:57:262022-01-03 15:47:23Á nýggjársveitslu í Betesda

Fullkomileikin hevur eitt navn

22/12/2021

Í eini krubbu undir einum ávísum stjørnuhimmali, til eina ávísa tíð, gjøgnum eina útvalda ungmoy, varð Hann føddur – Kongur konganna, sjálvur Skaparin. Fullkomileikin kom inn í syndraða heimin, eyðmjúkur. Í einari yvirfyltari bygd leitaðu foreldrini eftir herbergi at hýsa hesum komandi Kongi; men rúm var ikki fyri teimum í gistihúsinum. Alt tyktist tilvildarligt. Varð tað hetta, Maria og Jósef høvdu væntað sum eina vælkomuheilsan til Frelsaran?

Desember mánaður er fyri okkum nútíðarmenniskju sum eitt crescendo. Tað byggir upp til eitt hæddarpunkt: skjótari, harðari, ódligari fram til jólakvøld, tá ið alt brúsar í einari gandakendari, fullkomnari løtu, tá ið vit heiðra Kongin. 

Ei undur í, at vit vilja, at kvøldið skal verða fullkomið. Vit keypa inn og matgera alt gott. Vit gera reint, vit keypa jólagávur, vit lata okkum í vakrasta skrúð, vit savna familjuna. Øll fáa dýrar gávur. Øll eru í jólahýri. Hetta er løtan á árinum.

Í okkum liggur ein djúp tráan eftir fullkomileika, tí innast inni vita vit, at nakað fullkomið finst. Einans Hann er fullkomin, og av tí at vit eru skapt í Hansara mynd, so tráa vit eftir at gerast sum Hann.

Men sum menniskju eru vit ikki fullkomin. Heimurin liggur í tí ónda, og dagliga verða vit mint á hetta. Vit strekkja ikki til. Vit gerast strongd og ørkymlað í desembermánaði. Vit hava ov nógv um oyruni. Mugu minnast allar jólagávurnar, sum hjá mongum fær fíggjarliga grundarlagið at skaka. Eitt crescendo fer fram, og vit skulu fylgja tónunum, halda vit.

Men vit eru ikki fullkomin. Vit eru menniskju skapað í mynd fullkomileikans. Fyri okkum stendur myndin av barninum í krubbuni í Betlehem sum nakað fullkomið. Men hvat fullkomið er í einari krubbu, ið djór í fjósum vanliga eta úr?Jesus visti, at Hann gjørdist menniskja. Tað fullkomna kom inn í heimin sum menniskja. Rundan um alla hesa hending stendur fullkomileikin. Alt til rætta tíð og stað og á rættan hátt. Tað avmyndar, at Jesus var bæði menniskja og Gud. Og okkum dámar betlehemsmyndina, tí hon er menniskjalig. Gud setir Seg í samband við okkum menniskju hesa løtu. Eingin fjarstøða, men nærvera.

Latið okkum vera menniskju. Alt nýtist ikki at vera fullkomið. Vit strekkja ikki til. Latið okkum viðurkenna okkum sum vanlig menniskju, tí vit hava nakað størri, vit hava samband við fullkomileikan. Hann ger alt fullkomið.

Aftur í ár hava vit í tíðini undan jólum verið møtt við ófullkomileika – deyða, sjúku, vanlukkum, ótta og koronaavmarkingum. Vit eru menniskju og liva í heiminum, sum liggur í tí ónda, og tað er einans her, at vit sum ófullkomin menniskju kunnu møta Honum og síggja tørvin fyri einum Frelsara. Tað er serliga á jólum, at menniskju føla, hvat tey mangla. Tað kann vera saknur ella veikleiki á onkran hátt. Tað er fullkomileikin ella tráanin eftir fullkomileika, sum elvir hesar kenslur. Tað skal vera so. Vit skulu minnast, at vit eru menniskju, at okkara jólakvøld er bert eitt betlehemskvøld, har vit mugu liva við at vera útstoytt ella sett út í myrkrið á onkran hátt. Men tá er tað veruligur møguleiki fyri, at vit merkja Hansara vitjan. 

Í ófullkomileikanum møta vit Fullkomileikanum. Fullkomileikin eitur Jesus.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/12/11_FB_Jesus_Birth_1920.jpg 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-12-22 14:46:322021-12-22 14:46:33Fullkomileikin hevur eitt navn

Heim til jóla

18/12/2021

Jógvan Júst og dóttir hansara, Heidi Guttesen, hugleiða um einaferð, Heidi skuldi heim til jóla.

Jógvan Júst:

Tað var upp undir jól í 1994. Vit búðu á oynni Balabac í útsynningshorninum av Filipsoyggjum. Av tí at vit búðu so fjarskotið, máttu vit ferðastvið lítlum Cesna flogfari fyri at sleppa til og av oynni. Felagsskapurin, sum vit virkaðu saman við, hevði vanliga flogfar og flogskipara á oynni Palawan, beint norðan fyri Balabac. Hesi jólini var tó eingin flogskipari á Palawan, og tí kom ein flogskipari av oynni Luzon, heilt har norðuri, til okkara eina ferð um mánaðin.

Heidi gekk í skúla á oynni Luzon og skuldi heim at halda jól. Hon skuldi við Cesna flogfarinum allan vegin úr Luzon til Balabac. Flogfarið var lítið,og teinurin var langur. Tað tók tað nógva av einum degi at flúgva suður. Flogvøllurin hjá okkum á Balabac var ein grasvøllur, okkurt um 350 metrar langur. Við annan endan vóru høg pálmatrø og við hin eitt fjall. Veðrið mátti vera júst tað rætta, skuldi flogfarið lenda, og desember er oftakeðiligur til veður.

Tann dagin, Heidi skuldi koma, var vindurin á markinum. Flogskiparin royndi at lenda, men nei, har bar ikki til. Hann fleyg runt eina løtu ogroyndi so aftur, men sama søga. Hann royndi nakrar ferðir, men so noyddist hann at venda og flúgva norður aftur til Palawan. Morgunin eftir royndi hann aftur, men sama søga, hann fekk ikki lent og mátti norður aftur til Palawan.

Tíðin hjá flogskiparanum var avmarkað, hetta var jú upp undir jól. Á Balabac linkar vindurin vanliga út á seinnapartin. Flogskiparin segði okkum í sendaranum, at hann skuldi royna aftur seinni, men fekk hann ikki lent tá, varð hann noyddur at fara aftur til Luzon. Tað var ein ræðulig kensla at vita, at dóttirin møguliga ikki fór at sleppa heim til jóla. Flogfarið hevði verið so nær við at lent tvær ferðir og so at hugsa sær, at Heidi møguliga fór at verða noydd at fara norður aftur til Luzon. Eg minnist, at onkrar av grannakonunum grótu, tí tær hildu tað vera so synd.

Summi tykkara hava møguliga hoyrt um flogskiparan Martin Burnham. Nøkur ár eftir henda jólatúrin vóru hann og Gracia, kona hansara, tikin gíslar av muslimskum yvirgangsmonnum og hildin fangar í meira enn eitt ár. Tað endaði við, at Martin varð dripin.

Aftur til flogfarið og floglíkindini. Martin vildi gera sítt ítasta, fyri at Heidi skuldi sleppa heim til jóla. Hann spurdi, um tað var í lagi, at hann bíðaði við parti av ferðagóðsinum til næsta túr. Jú, tað var sjálvandi í lagi. Hetta gjørdi flogfarið lættari og líkindini at lenda betri. Flogskiparin royndi aftur, og jú, hesaferð bar til, flogfarið fekk lent.

Eg gloymi ongantíð kensluna, tá ið flogfarið kom, og vit høvdu fingið Heidi heim til jóla í øllum góðum.

Heidi:

Eg minnist væl handa langa flogtúrin heim. Hann kendist sum longsti túrurin í lívinum. Tað var ísakalt í flogfarinum, og undir okkum vóru myrk illveðurskýggj. Einastu steðgirnir vóru, tá ið lítla Cesna flogfarið mátti seta seg fyri at fáa meira brennievni. Tá ið tú hevur verið burtur heimanífrá í fleiri mánaðir, og komforturin á heimferðini er alt annað enn góður, so gleðir tú teg bara enn meira at koma heim.

Men, hvat nú um? … Hvat nú um vit ikki fáa lent? Ella floglíkindini eru ov vánalig til lítla flogfarið? Hvat nú um eg ikki sleppi heim og má halda frídagarnar úti í býnum saman við fólki, sum eg nóg illa kenni?

Hesir „Hvat nú um?“ spurningarnir hava lyndi til at spøkja enn, og dagliga má eg líta mínum himmalska Pápa hesar stúranirnar upp í hendur. Hvat nú um tað, sum eg trái eftir innast inni, ongantíð fer at henda, og um tað, sum eg stúri mest fyri, verður veruleiki? 

Sannleikin er, at vit hava ongantíð fingið lovað, at gøtan bara skal vera sløtt. Men vit hava fingið eitt nógv størri lyfti, og tað er, at um so okkara stúranir verða veruleiki, so fer Gud altíð at vera hjá okkum mitt í ódnarveðrinum. Hetta er tað, vit fáa lovað í Sálmi 139, myndin í Sálminum, sum altíð fær meg at hugsa um mítt barnaheim á lítlu oynni, sunnarlaga á Filipsoyggjum.

Sálmur 139.7-12:

„Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;

taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,

so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.

Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“

so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/12/shutterstock_1875133384-scaled.jpg 1440 2560 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-12-18 23:39:352021-12-18 23:58:56Heim til jóla
Page 17 of 27«‹1516171819›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29
  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17
  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top