Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Kvalaraslangur

08/04/2022

„Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!“ 

Orðtøkini 6, 6

Evnið um meyrur og letingar er týdningarmikið. Har er nógv at taka til eftirtektar, men tað var ikki tað, eg hugsaði um her. Hugsaði meira at nýta versið sum eina lopfjøl til hyggja at kvalaraslanguni – ikki tí hon er nakað gott fyridømi, men so vit kunnu taka við ávaring. Vit læra jú ofta meira av ringu fyridømunum enn av teimum góðu.

Kvalaraslangurnar, sum eg hugsi um her, er slagið, sum er á Balabac. Á Molbog kalla tey hana bøksan. Slangan er ikki so lang, men bulurin kann vera umleið 10 til 15 cm í tvørmáti og sjálvandi nógv tjúkkari, tá ið hon hevur svølgt okkurt. Kvalaraslangan hevur sera sterkar vøddar at kvala og knúsa fongin við.

Hugsaði at siga frá tveimum søgum um kvalaraslangur. Kanska okkurt er at læra í sambandi við tær.

Ein søga, ið kanska ger í so nógv av

Eg kann ikki vátta, um henda søgan er sonn ella ikki. Fólk á Balabac duga væl at siga frá søgum, og tað dámar teimum eisini væl. Um tær eru sannar ella ikki, hevur ikki altíð so nógv at siga. Helst gott ikki at vera ov góðtrúgvin. Men við eitt sindur av hugflogi, so kundi søgan væl verið sonn.

Ein maður var eitt kvøldið farin inn í frumskógin at veiða. Brádliga merkir hann, hvussu ein kvalaraslanga byrjar at ringja seg rundan um hann. Maðurin visti, at kvalaraslangur – í hvussu er tær á Balabac – eru ikki eitrandi, og at tær eru ikki serliga kvikar. Endamál teirra er jú ikki at bíta, men at vevja seg um fongin og kroysta hann sundur. Maðurin var sinniligur og misti ikki tamarhaldið á sær; og meðan slangan spakuliga vant seg um hann, tók hann masketuna og skar slanguna á háls. Reyp? Ja, kanska. 

Eitt svitast tó ikki. Maðurin hevði ikki havt ein livandi kjans, hevði hann ikki havt masketuna uppi á sær. Sum teir gomlu søgdu: „Knívleysur maður er lívleysur maður.“ Jú, tað kann vera, at søgan ger í so nógv av, men hon er ein góð lýsing av sannleikanum um sannleikan, orð Guds.

Tvey vers úr Nýggja Testamenti og tvey úr Gamla Testamenti koma mær í hug:

„Takið … svørð Andans – sum er orð Guds,“  Efesusbrævið 6, 17

„… orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.“  Hebrearabrævið 4, 12

„… svørð Goliats Filistara, hansara, sum tú drapst í Eikidali, tað hongur ballað inn í klæði aftan fyri lívkyrtilin. Vilt tú hava tað, so tak tað! Her er einki annað svørð.“ Tá segði Dávid: „Einki er móti tí, gev mær tað!““  Fyrra Sámuelsbók 21, 9

„Bannaður veri tann, ið latur er at gera verk HARRANS, bannaður veri tann, ið ikki blóðgar svørð sítt!“  Jeremias 48, 10

Tá ið alt kemur til alt, er spurningurin ikki, um fíggindin kemur eftir okkum ella ikki, men um vit hava svørð Andans uppi á okkum og duga at brúka tað.

Ein søga, ið ikki ger ov nógv av

Hesa søguna kann eg vátta. Hon hendi beint har í grannalagnum hjá okkum. Onkur hevði sæð eina kvalaraslangu undir húsunum hjá teimum og fór til ein granna og spurdi, um hann kundi koma og skjóta hana. Tað var eyðsæð, har hon lá, at hon hevði júst svølgt onkrum stórum, og so var. Tá ið teir skóru hana upp, sóu teir, at hon hevði svølgt einari heilari geit.

Vit hugsa, at hatta er ómøguligt. Ein slanga kann ikki svølgja eina heila geit; men tað kann hon.

Og lærdómurin til okkara er: Ofta halda vit okkum vera ov stór til, at hin gamli ormurin (Op. 12, 9) kann bara svølgja okkum. Vit gloyma, at her er eingin okkara ov stórur. Vit fara ongantíð at koma so langt, at nú kunnu vandarnir ikki longur raka okkum (1. Kor. 10, 11-12; Gal. 6, 3).

——-

Onkursvegna tóktist tað mær, sum at kvalaraslangurnar á Balabac dugdu betur at goyma seg enn aðrar slangur. Men vit mugu ikki halda, at tað merkir, at tær ikki eru har. Mangan tykist tað á sama hátt, tá ið tað kemur bæði til hin ónda og allan andaher hansara. Tað er so lætt at billa sær inn, at teir eru ikki har; men tað broytir einki upp á veruleikan.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/04/Slangur.jpg 533 800 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-04-08 11:30:002022-04-13 14:04:56Kvalaraslangur

Bønarløtan fyri apríl 2022

03/04/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan apríl 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/04/Screen-Shot-2022-04-03-at-21.56.14.png 994 1432 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-04-03 22:00:212022-04-03 22:02:25Bønarløtan fyri apríl 2022

Av bókahillini: Ein føðingardagsgáva

17/03/2022

Eitt sindur um bøkurnar og høvundan

Hugsaði at luta okkurt úr bókum, sum Judy og Óli góvu mær í føðingardagsgávu, tá ið vit gingu á málskúla í USA langt afturi í fyrru helvt av fýrsunum. Tað var eitt savn av fýra bókum eftir John Oswald Sanders, ið livdi frá 1902-1992. Hann var í mong ár leiðari á trúboðanarfelagsskapinum OMF (Overseas Missionary Fellowship).

Sanders var kendur talari og skrivaði nógvar bøkur. Bøkurnar, sum eg fekk frá Judy og Óla, itu Spiritual Leadership (Andalig leiðsla), A Spiritual Clinic (Ein andalig heilsustova), Spiritual Lessons (Andaligir lærdómar) og Spiritual Maturity (Andalig búning). Bøkurnar vóru eitt satt skattkamar, kjokkfullar av gullkornum.

Nøkur sitat úr bókunum

  • Ápostlasøgan 10.38

So leingi, sum Andin ikki var komin yvir Jesus, gjørdi Hann lítið um Seg í Nazaret; men so byrjaði nakað, sum skakaði alt rundan um Hann. Er tænarin størri enn Harri hansara? Klára vit okkum uttan kraft Heilaga Andans, kraftina, sum gjørdi allan munin í tænastu Jesusar?

  • Tað er í sama mál, sum vit loyva krossi Kristusar at virka í okkum, at uppreisnarlív Kristusar kann opinberast í okkum.
  • Tað var, tá ið hjarta og sinni Paulusar varð fangað av Jesusi, at hann gjørdist tann, hann varð.
  • Tey, sum komu til Jesus, merktu, at einki hevði størri týdning fyri Hann ta løtuna enn júst tað, sum lá teimum á hjarta. Tað er at duga við fólki.
  • Lukas 12.50

„Men dóp havi Eg at verða doyptur við, og hvussu fullur av angist eri Eg ikki, inntil hann er fullførdur!“

Orðafellið „fullur av angist“ kann eisini umsetast spenna ella tátta í, eins og tá ið eitt ljóðføri verður stemmað. Skulu vit vera rætt stemmað, mugu vit kenna eitt vist mál av angist.

  • Jóhannes 1.14 sigur um Harra okkara, at Hann var „fullur av náði og sannleika“. Í Markusi 3.21 søgdu Hansara nærmastu um Hann: „Hann er frá Sær sjálvum!“ Er tað ikki løgið, at einasta menniskja nakrantíð, sum livdi eitt lív í fullari javnvág – t.e. fullur av náði og sannleika – skuldi vera so sæddur av Sínum nærmastu?
  • Jóhannes 12.23 

Jesus sá deyða Sín sum tíman, tá ið Hann skuldi verða dýrmettur.

  • Tankin um, at vit eru leirið og Harrin leirkerasmiðurin, kann sýnast ræðandi. Men vit mugu altíð minnast, at alvald Hansara kann aldri koma í stríð við hjartalag Hansara. Vit mugu minnast, at hendurnar, sum mynda leirílatið eru naglamerktar. 
  • Hugsið tykkum. Hann, sum er til fulnar álítandi, ger sáttmálar við okkum menniskju, okkum, sum eru so óálítandi. Vit menniskju mugu gera sáttmálar við hvør annan, júst tí vit eru so óálítandi. Men Hann er øðrvísi. Hann heldur altíð orð, og tí er eingin orsøk hjá Honum at binda Seg til nakran sáttmála. So hví ger Hann tað? Jú, tí Hann vil vinna álit okkara.
  • J. Stuart Holden: „Fólk trúgva ikki á Kristus, sum tey ikki hava sæð, tí tey hava onga orsøk at trúgva okkum, sum tey hava sæð.“
  • Tað er ómøguligt hjá okkum, óansæð hvat vit halda, at hava eitt rætt samfelag við Gud, taka vit okkum ikki tíð regluliga at vera saman við Honum. Tak nógva tíð at vera saman við Harranum; raðfest tað fram um alt. Lat ikki løturnar saman við Honum fara.

——-

„Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.“ Jóhannes 12.24

Sanders sigur frá í einari av bókunum um eina fleiri túsund ára gamla mumiu, sum varð funnin í einari av pýramidunum í Egyptalandi. Fjalt í knýttu hondini hjá mumiuni funnu tey eitt livandi korn. Onkur hevur roknað út, at hevði tað kornið verið plantað og doyð, í staðin fyri at vera goymt livandi í hondini á mumiuni – og somuleiðis hvørt korn, sum so spretti upp av hesum eina korninum, og øll kornini, sum komu aftan á tað– so hevði alt kornið, sum kom frá hasum eina korninum, verið nóg mikið til at metta allan heimin. Í staðin lá tað fjalt í hondini á einari mumiu, sprelllivandi – og einsamalt.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/03/bokur.png 868 1492 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-17 10:21:422022-03-17 10:21:44Av bókahillini: Ein føðingardagsgáva

Bønarløtan fyri mars 2022

01/03/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan mars 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/03/bonarlotan-mars-2022.jpg 679 757 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-03-01 11:08:012022-03-01 11:09:34Bønarløtan fyri mars 2022

„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan!“

01/03/2022

Brot úr talu hjá Jens Clæmint Isaksen

Sum smádrongur varð eg ofta sendur oman til Jens Clæmint at keypa eitt ella annað. Vit vóru fastur kundi. Hugnaligur handil. Beint aftan fyri diskin var rúgva av góðgæti, og longri afturi í handlinum var leikutoy. Eg plagdi at halda tað vera eitt sindur løgið, at tey skuldu kalla handilin „hjá Jens Clæmint“ – maðurin, sum átti handilin æt Jens Sofus. 

Seinni skilti eg, at Jens Clæmint var pápi Jens Sofus, og at tað var tí, at handilin æt soleiðis. Eg fekk eisini at vita, at hesin Jens Clæmint hevði verið ein týðandi maður í Betesda, men fyri mær ljóðaði tað at vera langt í verðini síðani. Tað hevur tað tó ikki verið, tí Jens Clæmint var enn á lívi, tá ið mamma fyrst byrjaði at taka meg við sær til Jens Clæmint at keypa.

Sum fráleið skilti eg, at Jens Clæmint ikki bara hevði verið ein týðandi maður í Betesda, men at hann var ein av høvuðspersónunum, tá ið samkoman byrjaði. Hugsaði ikki so nógv um tað kortini, helt tað bara vera part av gamlari søgu. 

Og soleiðis er lívið. Vit sum koma aftaná, vita ofta lítið og einki um tey, sum vóru frammanundan. Í ein vissan mun eigur tað at vera soleiðis. Tað er ikki gott – serliga tá ið tað kemur til tað andaliga – at ganga ov nógv upp í søguna og tað farna. Og tó – tað er heldurikki gott bara at gloyma hana. 

Hevði Bíblian verið skrivað av nýmótans menniskjum, hevði hon ivaleyst í høvuðsheitum bara snúð seg um, hvussu Gud frelsir og hjálpir her og nú. Men soleiðis er hon ikki skrivað. Bíblian er full av søgum og nøvnum, sum mong okkara síggja sum ókend og óviðkomandi. Harrin, Hann helt tað vera gott hjá okkum at koma at kenna hesi fólkini, tí tey hava so nógv at læra okkum. Vit eru partur av einari langari søgu og einari stórari familju, og tað er gott at vita eitt sindur um tey á hvørs herðum, vit standa.

—

Hugsaði at taka eitt lítið brot úr einari talu hjá Jens Clæminti. Hetta er tala, sum hann talaði, tá ið hann var farin av teim fýrs. Talan er frá samfelagsmøtunum í Havn í 1962 og er á heimasíðuni talgilt.org.

Eitt, tú leggur til merkis í byrjanini av taluni, er, at hann brúkti norska Bíbliu. Kanska ikki so løgið, tá ið tú hevur í huga, at hann hevur verið nærum 70 ár, tá ið øll Bíblian kom út á føroyskum. Hann hoyrdi til eina aðra tíð. Tosað varð øðrvísi tá enn nú, men boðskapurin var tann sami.

Vit geva Jens Clæminti orðið:

„… Og so er eitt vers eisini frá Orðtøkunum 22.3:

„Den kloke ser ulykken og skjuler sig, men de uerfarne går videre og må bøte.“

Eg má siga, sum bróðirin júst segði: 

„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan.“ 

Eg leið nógv av tí, at eg ikki skilti vegin, men Gud gjørdi tað kunnigt fyri mær. Eg tordi ikki at hyggja upp, men Hann vísti mær Jesus, soleiðis sum Hann hekk á krossinum. Tað var ikki við hesum eygum, tað vóru sálareyguni, sum fingu at síggja tað, tá ið eg í neyðini rópti: 

„Harri frels meg upp á Tín máta, tí eg havi stríðst leingi við tað.“ 

Gamli Sloan, hann kom út til Fugloyar, tá ið eg gekk sum ein smádrongur har, hálvtáttanda ára gamal. Hann bar hetta einfalda og greiða evangelium fram fyri meg. Eg bleiv so sligin av tí, men ikki fekk eg klárheitina, fyrr enn eg var djúpt á tjúgunda ári.

Um tú rætti teg inn til Hansara barm í kvøld og segði: 

„Vælsignaði Harri Jesus, eg komi akkurát, sum eg eri. Eg kann ikki forandra ein vik upp á nakað, tí eg eri fortaptur og á undirgangsvegi.“ 

Tá skalt tú finna frið í Harranum Jesusi. Har er eitt skýli, sum einki annað. Har er ein friður at finna. Ein slík sál fer at jubla, prísa og takka og tilbiðja og siga: 

„Nú pápi, nú síggi eg tað. Áh, er tað so einkult, at tað er einki av mær sjálvum, men alt fullgjørt á krossinum.“

Hatta skýlið í Orðtøkunum 22. og 3. versi, hatta skýlið inni við handa vælsignaða barm í Jesusar ørmum, tað er eitt skýli, sum eingin annar friður kann líknast við. Einki er at meta móti hasum.

—

Leggur tú til merkis, hvussu Jens Clæmint brendi fyri at menniskju skuldu verða frelst, og at tey skuldu koma at kenna Hann, sum eina kann frelsa? Vit hava nógv at læra. Tíðirnar eru sjálvandi broyttar, og mátin, teir talaðu, er øðrvísi, enn hann er í dag – tað vil so vera. Men brennandi tráanin eftir at vinna menniskju fyri Kristus, hon eigur at vera tann sama.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/03/14566-hands-out-and-upward-toward-glowing-cross-in.jpg 627 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-01 10:18:552022-03-01 10:18:56„Eg leitaði mær eftir skýli, men ikki upp á tann rætta mátan!“

Vitnisburðurin hjá Saul kongi

11/02/2022

Altíð spennandi at hoyra vitnisburðar, bæði tá ið tað snýr seg um, hvussu fólk komu til trúgv, og eisini um, hvussu hevur gingist síðani. Hugsaði at gera eitt rend aftur í Fyrru Sámuelsbók og lurta eftir einum vitnisburði. Tað er vitnisburðin hjá Saul kongi, eg hugsi um. Tað endaði ikki væl hjá honum, men byrjanin er hugvekjandi.

Frásøgnin um Saul byrjar í kapittul 9, men vit leypa tað um og festa okkum við 10. kapittul.

Røtt fyrireiking

Kapittulin byrjar við, at Sámuel salvar Saul, kyssir hann og sigur (1. Sám. 10.1):

„Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael!“

Andaliga lívsleiðin byrjar ofta við, at onkur kemur inn í lív okkara og leiðir okkum til Harran. Og har byrjaði tað hjá Saul.

Rætt fólk

Hóast tað var týdningarmikið hjá Saul at møta Sámuel, so var tað ikki nóg mikið. Harrin vildi eisini føra onnur inn á leið hansara. Tað er við hesum í huga, at Sámuel sendir Saul undan sær til Gilgal (v. 8) og nevnir honum trý støð, sum hann fór at koma til á vegnum til Gilgal. Tað fyrsta er grøv Rakular (v. 2), síðani er tað eitt stað, sum eitur Taborseik (v. 3-4), og eitt, sum eitur Gibea (v. 5-6).

Við grøv Rakular fór hann at hitta tveir menn, við Taborseik tríggjar menn og í Gibea ein heilan flokk av profetum. Hesir menninir fóru allir at hava okkurt, sum fór at hjálpa Saul at gerast maðurin, sum Harrin vildi, at hann skuldi gerast.

Og er tað ikki eisini soleiðis í lívinum hjá okkum øllum? Jú, tað kann vera, at har hevur verið ein Sámuel, onkur, sum leiddi okkum til Harran, men har eru so mong onnur eisini. Skulu vit blíva tað, sum Harrin vil, at vit skulu vera, mugu vit skilja og virðismeta, hví Harrin loyvir fólki at koma á leið okkara.

Rætt fokus

Menninir, hann fór at hitta við grøv Rakular, fóru at siga við hann:

„Eslini, ið tú fórt at leita eftir, eru funnin; …“

Tíðin var nú komin hjá Saul at festa seg við nakað nýtt, tað snúði seg ikki longur um esil.

Menninir, sum hann fór at hitta við Taborseik, fóru at bera ymiskt: ein bar trý geitarlomb, ein bar trý breyð, og ein bar skinnsekk við víni. Hetta var alt slíkt, sum varð nýtt í sambandi við at ofra og tilbiðja. Menninir vóru har at læra hann at tilbiðja, at gerast ein, sum ber Harranum fram tað, sum Honum er til góðan anga.

Profetarnir, sum hann fór at møta í Gibea, vóru í profetiskari burturrykking við hørpum, trummum o.s.fr. Í Fyrra Korintbrævi 14.3 stendur: 

„… tann, ið profeterar, talar menniskjum til uppbygging, áminning og troyst.“

Profetarnir vóru har at læra Saul, at tað er bara samfelag okkara við Harran, sum ger okkum før fyri at vera tað fyri onnur, sum vit eiga at vera. Legg til merkis tað, Sámuel segði um Gibea (v. 5):

„So kemur tú til Gibea Guds, har sum Filistarar hava vaktarmenn sínar, …“

Gibea var eitt stað, har ein bæði møtti Gudi og fíggindanum. Tað er ofta har, sum fíggindin er sjónskast, at Harrin gerst okkum serliga sjónskur.

Sámuel segði eisini (v.6-7):

„Andi HARRANS skal tá koma yvir teg, so tú fert at profetera eins og teir og verður annað menniskja.

Táið tú sært hesa tekinini henda, kanst tú óræddur gera tað, ið fyrifellur, tí Gud er við tær.“

Tað er Andi Guds og nærvera Hansara, sum ger allan munin.

Og so aftur til rætta fyrireiking

Øll hesi støðini vóru partur av ferðini til Gilgal. Sámuel hevði sagt:

„Far tú undan mær til Gilgal! So skal eg koma hagar til tín, at ofra brennioffur og takkoffur; sjey dagar skalt tú bíða – inntil eg komi og sigi tær, hvat tú skalt gera!“ 

Gilgal er fyrsta staðið, har ísraelsfólk helt til, eftir at tey vóru kom yvir um Jordan. At fara til Gilgal er at fara aftur, har tað byrjaði, at fara aftur til Golgata. Gilgal liggur niðri við Jordanslættan. Sámuel sendi Saul oman á slættan, ella vit kundu sagt, niður í dalin. Harrin segði við Ezekiel(3.22):

„Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.“

Og so endaði tað so syrgiliga

Saul byrjaði væl, men so bleiv tað sum í sanginum, ið sigur:

                                men so kom okkurt inn,

                                so títt hjarta og sinn

                                ikki brendu í tær sum fyrr.

Fyri at skilja, hvat hendi Saul kongi, kunnu vit kanska umorða kendu orðini hjá navnanum, Saul úr Tarsus. Tað eru orðini í Seinna Timoteusbrævi 4.7:

„Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.“

Saul kongur endaði so syrgiliga, tí hann stríddi ikki hitt góða stríð – hann stríddi sítt egna stríð. Hann rann ikki skeiðið at enda – hann gavst ov tíðliga. Og hann varð ikki standandi í trúnni – hann fall, tí hann valdi at seta álit sítt aðrastaðni.

Og tá ið vit gera tað, endar tað syrgiligt, sum byrjaði so væl.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/lossy-page1-660px-David_and_Saul_Ernst_Josephson_-_Nationalmuseum_-_18809.tif.jpg 513 660 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-02-11 12:18:242022-02-11 12:18:25Vitnisburðurin hjá Saul kongi

Bønarløtan fyri februar 2022

04/02/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan feb. 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/bonarlotan_feb22.jpg 795 787 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-02-04 11:40:432022-02-04 11:45:18Bønarløtan fyri februar 2022

Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession

30/01/2022

Eitt sindur um bókina

Tað eru bøkur, kanska nógvar, sum tú kundi hugsað tær at lisið, men ofta kemur tú bara ikki til tað. Ein slík bók hjá mær var ein lítil lættlisin bók við heitinum Golgata-vegurin. Hon skuldi verið skjót at lisið, men kortini gingu mong, mong ár frá tí, at eg fekk bókina, til eg las hana. Las hana á enskum, men hon er eisini á donskum. Hetta er heilt avgjørt ein bók, sum eg kann viðmæla øðrum at lesa. Boðskapurin er greiður og týdningarmikil – og so tann stóri fyrimunurin, at hon er stutt og løtt at lesa.

Heitið á bókini sigur so nógv, Golgata-vegurin. Vit vita, at tað er vegurin, sum Harrin beyð okkum at fylgja. Tað er at liva eftir orðum Harrans, tá ið Hann segði (Luk. 9.23):

„Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.“

Innast inni leingist okkum at kunna ganga hasa leiðina. Vit vita, at tað er har, at satt lív og sonn gleði eru at finna. Trupulleikin er bara, at tað fellur okkum so tungt. Petur W. Háberg lýsti tað so væl:

Tak meg allan, Harri Jesus,
tak meg tætt at tær!
Ver tú alt í mínum lívi,
tak meg, tí tú sær,
at mítt hjarta er so vesalt,
at tað maktar ei
sjálvt at sleppa heimsins vegum,
ganga tína leið!

Eitt sindur um høvundan

Maðurin, sum skrivaði bókina, æt Roy Hession. Hann var onglendingur, føddur í 1908, og fór heim til Harran í 1992. Hann fór í fulltíðartænastu eftir at hava arbeitt sum bankamaður í tíggju ár. Hann skal hava sagt um seg sjálvan, at nøkur ár eftir, at hann hevði virkað í fulltíðartænastu, varð hann varur við, at øll kraftin var farin úr boðskapi Hansara. Í 1947 hitti hann brøður úr Eystur Afrika, sum lærdu hann meginreglur, sum broyttu lív hansara fullkomiliga. Hann eyðmýkti seg, kom aftur til krossin, og tað gjørdi munin. Tað eru hesar meginreglurnar, sum hann skrivar um í bókini Golgata- vegurin.

Nøkur sitat úr bókini

  • Blóðið reinsar frá allari synd, tað reinsar okkum ikki frá nakrari umbering.
  • Evan Roberts plagdi at siga undir vekingini í Wales: „Boygg samkomuna og frels fólkið.“ 
  • Tað var, tá ið kongurin í Nineve reistist úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku, at fólkið vendi við.
  • Andrew Murray sigur: „Eins og vatn altíð fyllir lægsta staðið, soleiðis fyllir Harrin okkum við dýrd og kraft Síni, tá ið Hann sær okkum eyðmjúk og tóm.“
  • Synd gjørdi, at fyrstu foreldur okkara krógvaðu seg fyri ásjón Guds Harrans millum trøini í urtagarðinum, og hon hevur havt somu ávirkan á okkum líka síðan. Synd ger okkum uppgjørd og følsk, hon ger, at vit umbera okkum og geva øðrum skyldina.
  • Rómbrævið 13.12 „… herklæði ljósins!“ eru satt gjøgnumskygni.
  • Skulu vit liva tað sigrandi kristna lívið, mugu vit læra at vera einføld. Vit hava gjørt alt so fløkt.
  • Tað var inn í eitt heim, at syndin fyrst kom. Tað er heima við hús, at vit møguliga synda meira enn nakra aðrastaðni. Og tað er heima við hús, at vekingin má byrja.
  • Veking er bara lív Harrans Jesusar stoytt niður í mannahjørtu.
  • Veking er ikki fyrst og fremst nakað, ið Gud ger millum tey óumvendu, men millum Síni egnu.
  • Einfaldi sannleikin er, at tað einasta vakra við tí kristna menniskjanum er Jesus Kristus.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/golgatavegur.png 500 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-30 10:27:032022-02-07 12:51:05Av bókahillini: Golgata-vegurin – Roy Hession

At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

14/01/2022

Um talaran

Eg stóð í Grótabrekkuni, tá ið ein vinmaður fortaldi mær, at flúgvarin úr Íslandi var dottin niður, og Brynleif Hansen var millum teirra, sum doyðu. Síggi fyri mær enn júst hvar í brekkuni, eg stóð.

Minnist fyrstu ferð, eg var á Zarepta. Vit vóru uppi í salinum í gamla Zarepta. Møtið var byrjað, tá ið Brynleif kom inn við sangheftum, sum hann júst hevði duplikerað. Vit høvdu fingið at vita, áðrenn hann kom, at hann hevði sjálvur umsett ella yrkt onkrar av sangunum í heftinum. Imponerandi hildu vit. Hetta var í 1969.

Árið eftir – sama árið, sum hann doyði – var hann leiðari hjá okkara liði. Minnist, at hann segði mær, at hann og pápi høvdu verið til skips saman við Sjúrðarbergi. Hetta visti eg longu frá pápa, men tað var eg ov smæðin at siga honum.

Aftan á, at Brynleif var farin, gav Else, kona hansara, allar útvarpstalurnar hjá honum út í bók við heitinum Hin tigandi boðberin. Las alla bókina ígjøgnum onkuntíð síðst í hálvfemsunum. Eg gjørdist serliga gripin av einari talu, sum hann kallaði Ein kristin. Í taluni nevndi hann, at vit eru farin at breiðka smala vegin og spurdi, hvør hevði givið okkum loyvi til tað.

Summi tykkara minnast ella hava hoyrt um Jim Elliot ella møguliga Keith Green. Hetta vóru brennandi ungir Harrans tænarar, sum vórðu tiknir heim mitt í lívsins blóma. Tað var nakað dragandi og radikalt við teimum. Harrin nýtti teir at tendra ein brand í mangan ungan. Brynleif var føroyska útgávan av Jim Elliot og Keith Green. Minnist meg rætt, var tað Brynleif, sum umsetti bóklingin Sukurlátusoldáturin  eftir kenda trúboðaran C.T. Studd. Hann helt, at alt ov mong trúgvandi eru sum sukurlátusoldátar: søtir, pakkaðir í vakurt glanspappír, men bráðna, so skjótt tað gerst ov heitt.

Else og Poul Jóhan vóru so beinasom at senda mær eitt eintak av bókini Hin tigandi boðberin. Brotið niðanfyri er úr taluni Ein kristin. Talan er frá oktober 1967.

Úr taluni

„Men líður hann sum kristin, skal hann ikki skammast, men prísa Gudi fyri hetta navn.“ Fyrra bræv Pæturs 4.16

Tað var ein skomm at verða kallaður ein kristin. Tey kristnu liðu nógv fyri Kristus, tað komu svárar forfylgingar yvir tey, og tey komu at gjalda dýrt fyri hetta navn.  

Onkur sigur kanska: Ja, men tíðirnar eru ikki tær somu sum tá.  Men Jesus gav okkum einki lyfti um, at tað skuldi verða lættari at vera ein kristin seinni í tíðini. Jesus segði (Jóh. 15.18-20):

„Tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit vita, at hann hevur hatað Meg, áðrenn hann hataði tykkum.

Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit eru ikki av heiminum – nei, Eg havi útvalt tykkum úr heiminum – tí hatar heimurin tykkum. 

Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara!“ Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við …“  

Og í Seinna Timoteusbrævi lesa vit (3.12), at „øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“

Tað er eingin munur at vera ein kristin í tí fyrstu kristnu tíðini ella fyri 1000 árum síðani og at vera tað í dag. Vegurin til Himmals er hin sami.

Tá ið vit koyra eftir vegnum í Føroyum í hesum døgum, síggja vit nógvar bulldosarar og gravimaskinur, sum eru við at breiðka vegin, og tað er einki annað enn gott at siga um tað, men hvør hevur givið okkum loyvi til at breiðka vegin til Himmals?  Jesus segði, at vegurin er smalur, sum førir til lívið. Hann segði, at tann, sum vil liva gudiliga í Kristi Jesusi, skal verða atsøktur. Hann sigur, at heimurin hevur hatað Meg, tykkara Harra og Meistara, og hann fer at hata tykkum við.  

Men vit hava breiðkað vegin.  Tað er ringt at fáa skil á, hvør ið er ein kristin, og hvør ið ikki er tað.  Vit loyva okkum at gera næstan alt, og í summum førum alt, sum heimurin ger. Lívið hjá teimum, sum ikki kalla seg kristin, er ofta eitt vakrari lív enn hjá teimum, sum kalla seg kristin. 

Royn tú bara at liva Kristus, royn og liv gudiliga í Kristi Jesusi, og tú skalt skjótt verða kallaður fanatikari; tú skalt skjótt finna útav, at vegurin er líka smalur enn, sum hann altíð hevur verið. Men, skrivar Pætur, um onkur líður sum kristin, skal hann ikki skammast. Ein kristin kann av sonnum syngja við sálmaskaldinum:

Jeg er en kristen og vil det være,
til sol og måne ej skifter mer.
Jeg er en kristen, det er min ære,
om hele verden end ad mig ler.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/ThingstoKnowBeforeDrivingintheFaroeIslands-CarRental.jpeg 770 1155 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-14 12:04:272022-01-14 12:04:29At breiðka vegin til Himmals – úr talu eftir Brynleif Hansen

Bønarløtan fyri januar 2022

05/01/2022

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan jan. 2022

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/bonarlotan-jan22.jpg 815 798 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-01-05 09:37:102022-01-05 09:39:21Bønarløtan fyri januar 2022
Page 16 of 26«‹1415161718›»

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top