Bønarløtan fyri oktober 2021
Tak niðu bønarløtuna her: bønarløtan okt. 2021
Tak niðu bønarløtuna her: bønarløtan okt. 2021
Hugdi at eini dokumentarsending um tað, sum á enskum kallast „the Prosperity Gospel“ og á gerandismáli herligheits evangeliið. Áhugaverd sending.
Hesi prædika, at um trúgvin er nóg stór (og gávurnar, sum sendar verða teimum sum prædika), ja, so verður úrslitið jaligt, og tú fært tað, sum tú heldur, at tær tørvar, verið tað góða heilsu, góðar fíggjarumstøður o.s.fr.
Flestu okkara rista bara við høvdinum, tá ið vit hoyra slíkt. Vit halda okkum kenna Skriftina ov væl til at falla fyri slíkum. Eg veit ikki – kanska er hatta, tey prædika, júst tað, sum mong okkara innast inni trúgva.
Eg og tú og vælferð okkara
Um vit eru ærlig, so halda vit ofta innast inni, at høvdu vit gjørt alt, so sum tað eigur at verða gjørt, so hevði lívið lagað seg øðrvísi.
Hjá onkrum merkir hetta, at um trúgvin var, sum hon skuldi havt verið, so hevði hjúnabandið verið øðrvísi. Onkur annar heldur, at so høvdu umstøðurnar við børnunum verið øðrvísi. Ein triði heldur, at so var heilsan betri og ein fjórði, at fíggjarligu umstøðurnar høvdu verið betri. Listin er óendaligur.
Og aftursvarini, tá ið tað ikki er, sum vit halda, tað skuldi verið, eru óendalig.
Onkur verður óður inn á Gud ella sær vónbrotið sum prógv um, at eingin Gud er. Onkur sær tað sum prógv um, hvussu illa skikkað, tey eru at tora at kalla seg trúgvandi. Onkur sær tað sum revsing frá Gudi.
Tað syrgiliga við øllum hesum er, at vit skilja ikki, hvussu sjálvsøkið tað veruliga er at halda, at vit sum trúgvandi hava rætt til at verða spard fyri tað, sum restin av mannaættini ikki verður spard fyri. Vit hava ongan rætt at halda, at hava vit bara nóg nógva trúgv, so sleppa vit undan tí, sum onnur ikki sleppa undan.
Hugsaði at nevna tveir persónar, sum eg haldi hava okkurt at læra okkum hesum viðvíkjandi. Annan finna vit í Bíbliuni, hin í Kalifornia. Tann í Bíbliuni eitur Paulus, tann í Kalifornia eitur Joni Eareckson Tada.
Vit kenna øll Paulus. Joni er eisini væl kend, men sjálvand ikki líka væl sum Paulus. Hon hevur sitið í rullistóli, síðani hon breyt ryggin í einari svimjivanlukku í 1967. – Eg kundi óivað nýtt onkran føroying sum dømi, heldur enn Joni, men ofta er lættari at nýta útlendsk dømir. Vit kenna jú hvør annan so væl, og tað er so lætt at verða misskiltur.
Paulus og tornir
Seinna Korintbræv 12.7-10:
„Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.
At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.“
Vit vita ikki hvønn torn, talan er um, vit vita bara, at hann hevur verið pínufullur og tungur. Paulus kallaði hann „eingil Satans“, sum var komin fyri at sláa seg. Paulus bað Harran tríggjar ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Orðingin „tríggjar ferðir“ merkir møguliga, at hann bað Harran fleiri ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Men svarið var nei. Ístaðin fekk hann at vita (v. 9):
„… Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika. …“
Paulus hevði livað leingi við torninum, tá ið hann fortelur um hann í Seinna Korintbrævi. Við øllum royndunum, sum tornurin hevði givið honum, kundi hann nú siga, at hann rósti sær helst av veikleika sínum. Hann gjørdi tað „fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær“. Hann hevði upplivað, hvussu tornurin var lykilin til náðina.
Joni og rullistólar
Joni Eareckson Tada sigur frá, at nakað eftir, at hon breyt ryggin, tók onkur hana við sær á møti hjá einum kendum grøðaraprædikara. Kanska kundi hon verða grødd; men nei, hon fór á møti í rullistóli, og hon fór heim aftur í rullistóli.
Hon sigur, at hon gloymir ongantíð tey mongu í hennara støðu, har tey sótu í rullistóli aftan á møtið og bíðaðu eftir lyftini. Tey vóru komin á møtið í tí vón at verða grødd, men fóru heim aftur í sama standi, sum tey komu.
Sum hugt verður aftur á øll hesi ár, ið Joni hevur sitið í rullistóli, so er tað eyðsæð, at Harrin – eins og Hann nýtti tornin at vísa Paulusi náði Sína – hevur nýtt rullistólin hjá Joni at vísa óteljandi fólkum kraft Sína. Tað hevði ikki borið til, um Joni hevði verið frísk.
Hvør er tín tornur, tín rullistólur? Duga vit at knýta tað at náði Guds? Tað er bíbilskt at gera tað.
„Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.“ Seinna Korintbræv 3.18
Hesa seinastu tíðina hava USA og tess sameindu tikið sína hermegi úr Afghanistan. Landið hevur verið hersett í 20 ár, og hevur hetta havt við sær, at Afghanistan hevur verið eitt rímiliga frælst land.
Hóast Afganistan – eisini hetta tíðarskeiðið – hevur verið merkt av ófriði og mutri, so hava USA og tess sameindu kortini tryggjað fólkinum betri sømdir, enn tey høvdu undir stýrinum hjá Taliban. Og nú, tá ið seinastu hermenninir vórðu tiknir heim, sóu vit, hvussu skjótt Taliban yvirtók landið. Hetta førdi við sær ruðuleika og ótta millum fólkið.
Í mun til USA, Afghanistan og Taliban, so eru vit, sum hava sett okkara álit á Kristus, salt og ljós heimsins. Har Heilagi Andin er til staðar, verður rotinskapurin hildin niðri. Men tá ið Heilaga Andans kraft minkar ella er burtur, fær Satan fríari teymar. Heimurin, vit liva í, verður ongantíð fullkomin. Tað ónda er altíð til staðar. Í myrkrinum og fjaldu krókunum leggur tað ætlanir um at yvirtaka bæði okkum og land okkara.
Tað ónda vil hava okkum í myrkrið. Tað vil hava ruðuleika, ørkymlan og ótta. Tað vil kúga frælsið hjá tí einstaka, fjala andlitini, hesi andlit, sum eru myndberar Kristusar. Vit skulu goymast handan skortar og vankunnleika. Vit skulu ikki mennast sum menniskju, men skulu aftur gerast analfabetar. Vit skulu stýrast við lygnum Djevulsins við ótta og lygnum um, hvørji vit veruliga eru.
Latið okkum ongantíð gevast á hondum, men stríða hitt góða stríðið. Latið okkum ongantíð gloyma okkara støðu. Vit eru arvingar, himmalborgarar, longu sett í himmalska heimin saman við Kristusi. Vit hava ómetaligt virði, so nógv virði, at vit máttu keypast við blóðinum frá Gudi sjálvum. Las í morgun í Triðju Mósebók 27, hvussu nógv menniskjað tá kundi keypast fyri ella loysast frá heiløgum lyfti. Tað var ymiskt, alt eftir aldri og kyni. Men tíbetur er hetta broytt (Gal. 3.13), tí „Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann var bann fyri okkum – …“ Ongin munur er á tíni støðu. Ert tú í Kristusi, so hevur lívið hjá tær stórt virði.
Vit hava frælsi. Frælsi at bera boðini víðari, koma úr tí, sum fjalir andlitið, fram í ljósið og verða myndberar Kristusar.
Men hvussu eru vit myndberar?
Vit liva í eini sera fløktari tíð. Smálutir í gerandisdegnum, sum hava lítið at týða, fáa ofta ov nógv rúm í lívi okkara, og tað, sum hevur týdning í lívinum, fær ofta ov lítið rúm. Tað er tann óndi, sum ørkymlar okkum. Tí mugu vit aftur og aftur fara til byrjanina og rannsaka okkum sjálv.
Hetta leiðir mínar tankar til Jóhannes 15. Her nýtir Jesus eina mynd av, hvørji vit eru í mun til Hansara og Faðirin. Myndin um víntræið og greinarnar, har vit eru greinarnar, Jesus er víntræið og Faðirin víngarðsmaðurin. Hann sigur, at verða vit verandi á trænum, bera vit ávøkst. Tað vil siga, at verða vit verandi í Honum, vilja vit bera ávøkst. Men um vit ikki verða verandi í Honum, verður greinin skorin av og tveitt í eldin. Hon er ávakstrarleys og er til onga nyttu.
Hetta merkir ikki, at boðini eru, at um vit ikki bera ávøkst, so verða vit fortapt, men at boðini eru, at tá vit verða verandi í Honum, bera vit ávøkst. Tá ið vit eru endurfødd, eru vit vorðin ein grein. Soleiðis eiga vit at síggja okkum sjálv og okkara einfalda lív. Eg eri ein grein á víntrænum, og soleiðis fari eg at bera ávøkst.
Um tú hevur aðrar tankar um teg sjálvan – til dømis, at títt lív fer ongantíð at bera ávøkst – so mást tú vísa hesum aftur og fáa aðra hugsan. Tað er Satan, sum billar tær slíkar lygnir inn. Hvørja ferð, vit vísa Satan aftur, vaksa vit í Gudi og styrkjast. Jú, vit eru veik menniskju, full í feilum, og syndin eltir okkum sum ein skuggi. Men tað er týdningarmikið ikki at stara seg blindan í skuggan, men at ganga í ljósinum.
Tað er víntræið, sum gevur ávøkstin. Greinin kann ongantíð í sær sjálvari geva ávøkst, men bert, tá ið hon er á trænum. Jesus er víntræið, og Hann gevur ta neyðugu føðina út í greinina. Greinarnar, harafturímóti, geva burturkastið aftur til træið. Vit skulu bera okkara synd, okkara burturkast til Hansara, so vil Hann áhaldandi reinsa greinina, og hon vil vaksa, nørast og bera ávøkst. Tað er eisini áhugavert, at Hann sigur, at vit ERU longu rein við ORÐINUM, Hann hevur talað. Orðið reinsar okkum framhaldandi.
Aftur og aftur verði eg hugtikin av skapanarverkinum. Ikki einans sum nakað ótrúliga vakurt, men eisini av myndunum, tað ber. Hesaferð myndin av víntrænum, sum Jesus brúkar, so vit betur skulu skilja Hansara boð um, hvørji vit eru.
Minnist eina ungdómslegu á Zarepta, at vit fóru út á Mykineshólm. Ein heingibrúgv var yvir til hólmin. Páll Poulsen var leiðari fyri Zarepta tá, og meira enn eina ferð havi eg hoyrt hann nýtt heingibrúnna, sum dømi um trúgv. Í okkara eygum sá brúgvin ikki út av nógvum, men hon helt. Páll segði, at trúgv hansara á brúnna var ikki serliga sterk, men tað var brúgvin.
Gott, tá ið brúgvin er sterk, ikki so gott, tá ið hon ikki er tað. Havi hoyrt, at Halldor Olafsson, sáli, segði einaferð:
„Tað nyttar tær ikki at hava eina sterka trúgv á eina rotna brúgv. Tí so fara bæði tú, trúgvin og brúgvin í havið.“
Eru vit ærlig, mugu vit viðganga, at ofta hava vit gjørt okkum sek í júst hesum, at vit heingja okkum meira í at trúgva enn Hann, sum trúgvin snýr seg um. Vit heingja okkum meira í tað, sum vit hava gjørt, enn tað, sum Hann hevur gjørt.
Tá ið vit hugsa um frelsuna, verður denturin kanska meira lagdur á avgerðina, sum vit tóku, tá ið vit komu til trúgv, heldur enn á Kristus sjálvan – á, at vit takkaðu fyri frelsuna.
Ikki misskilja meg. Eg veit, at tað kann vera gott at minnast slíkar hendingar, at tær kunnu vera minnisvarðar at styrkja okkum á leiðini.
Vit mugu bara vera varin ikki at grunda frelsuna á nakað, vit hava gjørt. Frelsan skal vera grundað á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt, at Hann tók syndir okkara á Seg. Hon má ikki vera grundað á tað, at vit tóku eina avgerð, at vit bóðu Harran koma inn í hjørtu okkara, ella hvat tað nú kann vera.
Hetta, eg nú sigi, ljóðar møguliga í so avgjørt, men tað er vert at taka til eftirtektar:
Vit hava ongan rætt at døma fólk, sum grunda frelsuna á dópin, tá ið vit sjálv grunda hana á at hava biðið Jesus koma inn í lív okkara.
Báðar hasar grundirnar eru skeivar, tí tær botna báðar í tað, sum vit hava gjørt, ikki í tað, sum Kristus hevur gjørt.
Mong, sum ikki minnast, nær tey komu til trúgv, høvdu viljað, at tey kundu havt okkurt upplivilsi, okkurt, tey kundu hugt aftur á og sagt, at tá og tá bleiv eg frelst ella frelstur.
Eg minnist, hvussu ofta eg sum smádrongur bað Jesus koma inn í hjartað. Vildi bara binda um heilan fingur, bara í fall. Eg var nokk umskiltur, var bara eitt smábarn og visti ikki betur; men kortini. Hasin hugburðurin vísir, hvat hendir, tá ið vit grunda frelsuna á nakað, sum vit hava gjørt ella eiga at gera, heldur enn á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt.
Tað, sum vit eiga at gera, tá ið ivin kemur inn, er ikki at fara aftur til løtuna, tá ið vit halda, at vit komu til trúgv, og spyrja, um vit gjørdu tað rætta; nei, vit skulu fara aftur til Golgata og spyrja, um Kristus gjørdi tað rætta. At hvíla í hasum er at hvíla á sannari frelsugrund. Frelsan hvílir jú ikki á nøkrum, sum vit hava gjørt, men á Honum og tí, sum Hann hevur gjørt.
Gott at minnast, at evangeliið snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum Gud fer at gera fyri okkum, um vit verða frelst, men um tað, sum Hann longu hevur gjørt fyri okkum. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum fer at henda í hjørtum okkara, um Hann kemur inn, men um tað, sum hendi úti á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er ikki, at vit siga gott fyri tað, sum Jesus gjørdi á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er, at Gud segði gott fyri tað. Tá ið Gud góðtekur tað, kunna vit hvíla, sakin er avgreidd.
Eg hoyrdi einaferð ein talara lýsa hetta við trúnni og frelsuni á henda hátt:
„Hugsa tær fyrstu páskirnar. Harrin hevur sagt, at fólkið skal smyrja blóðið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar, og tveir grannar standa og práta um hetta, sum Harrin hevur sagt. Tann eini er heldur bangin og sigur: „Vit hava dripið lambið og smurt blóðið, men eg veit ikki, eri bara so bangin.“ Hin flennir, klappar honum á herðarnar og sigur: „Roks í teg, har er einki at vera bangin fyri.“ Hin spyr: „Men tit hava einki páskalamb, og har er einki blóð smurt á trænum yvir durunum og durastavunum hjá tykkum?“ Hin ristir bara við høvdinum og sigur: „Nei, tað síggi eg onga grund at gera, eg havi líka nógva trúgv, sum tit, og tað er jú tað, sum telur.““
Og so spurdi talarin: „Hvør teirra, halda tit, varð bjargaður undan oyðaranum?“ Vit vita svarið.
Tak niður bønarløtuna her: bønarløtan sept. 2021
„… við øllum hinum heiløgu …“
Hetta er ein orðing, sum mær altíð hevur dámað – og sum eg eisini ofta havi kent meg raktan av. Mær dámar hana, tí eg veit av persónligum royndum, hvussu nógv mær tørvar onnur trúgvandi; eg kenni meg raktan av henni, tí eg veit av persónligum royndum, hvussu væl mær dámar bara at vera fyri meg sjálvan.
Tað andaliga lívið snýr seg ikki um Gud og meg, men um Gud og okkum. Jú, vit eiga at liva í eini javnvág millum tíð einsamøll við Gudi og tíð saman við øðrum. Men vit mugu eisini minnast, at tað er eins ómøguligt at liva tað andaliga lívið, um vit hava kvett sambandið við onnur trúgvandi, sum tað hevði verið at gjørt tað, um vit høvdu kvett sambandið við Gud.
Við øllum hinum heiløgu
Orðini eru partur av eini bøn (Ef. 3.14-19). Latið okkum – fyri samanhangið – hyggja at bønini og síðan orðunum „við øllum hinum heiløgu“.
„Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum
– frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt –
at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara,
at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,
so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,
og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.“ Efesusbrævið 3.14-19
Paulus biður, at tey, hann skrivar til, (og eisini vit), skulu styrkjast við kraft í innvortis menniskjanum. Tá ið tað hendir, fær Kristus alt at siga í hjørtum okkara; vit vera rótfest og grundfest í kærleika og vera við øllum hinum heiløgu ment at fata og kenna, hvussu stórur kærleiki Hansara er.
Paulus miðar høgt. Og hann ger tað, tí hann veit, at hatta er hæddin, sum Gud miðaði eftir, tá ið Hann frelsti okkum.
Við øllum hinum heiløgu
Paulus veit, at skal henda bønin verða svarað, mugu vit fyrst skilja, at øll vit, sum hava sett okkara álit á Kristus, eru eitt, at vit saman eru partur av nýggja skapanarverki Guds, likami Kristusar, samkomuni. At vera partur av henni merkir, at vit skilja, hvussu nógv okkum tørvar hvør annan.
Eingin okkara fer at náa hæddina, Hann vil, at vit skulu náa, um vit ikki fyrst skilja, at vit eru partur av samkomu Hansara.
Einabúgvar ella tey, sum læsa seg inni í klostrum, koma ongantíð at kenna Kristus so væl sum tey, sum umgirða seg við øðrum trúgvandi, serliga teimum, ið ikki eru júst sum tey. Hetta er jú umhvørvið, har Gud kann fylla okkum við allari fylling Síni.
Tað er hetta, sum alt Efesusbrævið snýr seg um. 10. vers í 1. kapitli sigur, at Gud er í dag í ferð við at:
„savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er.“
Í kapittul tvey nevnir hann fíggindskapin, sum var millum jødan og heidningin. Kristus tók hann burtur, tá ið Hann á krossinum (2.14) „gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin,“
Hann lýsir hetta enn nágreiniligari í triðja kapitli (v. 10), har hann tosar um margfalda vísdóm Guds við samkomuni.
Tá ið vit so koma til seinnu helvt av brævinum, vísir hann, hvussu gerandisdagur okkara eigur at lýsa hetta sama. Áminningin er (Ef. 4.1-3):
„… at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:“
Kærleiki Hansara kemur til kennar í kærleika okkara hvør til annan. Og tí er tað, at tað er saman „við øllum hinum heiløgu“, at vit kunna uppliva,hvat tað andaliga lívið veruliga snýr seg um.
Við øllum hinum heiløgu
Mær dámar so væl, at hasi orðini eru partur av eini bøn og ikki eini áminning. Var tað ein áminning, hevði tað verið so lætt bara at melda pass, alt ov høgt. At tað er partur av eini bøn, merkir, at tað snýr seg ikki um, hvat vit megna, men hvat Hann megnar. Tað dámar mær betur.
Orðini á italskum
„so tit, rótfest og grundfest í kærleika, …“ Efesusbrævið 3.18
Eg eri ikki nær námindis, har eg hevði viljað verið komin, tá ið tað kemur til at duga italskt. Og tó, hugaligt at vera komin so langt, sum eg nú einaferð eri komin. Á italskum eru orðini rótfest og grundfest í Efesusbrævinum 3.18 „radicati“ og „fondati“.
Orðið „radicati“ er í ætt við máliskuna „radikalur“, og „fondati“ er í ætt við máliskuna „fundament“ og „fundamentalistiskur“.
Kava vit eitt sindur longri, finna vit, at hugtakið radikalur kemur av orðinum „radis“, sum merkir rót. Vit kenna orðið radisur, røtur. At vera radikalur er at vera tengdur at rótini. Gevur meining, at italska umsetingin sigur „radicati“, har føroyska sigur „rótfest“.
Hugtakið at vera fundamentalur er enn lættari. Tað kemur jú frá orðinum fundament. At vera fundamentalur er at vera tengdur at fundamentinum ella grundini. Gevur meining, at italska umsetingin sigur „fondati,“ har føroyska umsetingin sigur „grundfest“.
Orðini útløgd
Sjálvandi hevði tað verið skeivt at sagt, at hasi bæði italsku orðini merkja radikalur og fundamentalistiskur. Bara tað, at orð hava sama uppruna og form, merkir jú ikki, at tey merkja tað sama. Tá ið fólk hoyra hasi orðini í dag, er tað ofta myndin av løgna, víðgongda og ofta vandamikla persóninum, sum kemur teimum í huga. Og sjálvandi er tað jú ikki myndin, sum Paulus hevur í huga, tá ið hann tosar um at vera rótfest og grundfest.
Tá ið tað er sagt, so haldi eg kortini, at tað liggur nakað í hasum orðunum, sum vit møguliga hava lyndi at gloyma. Tá ið trúgvandi eru fast knýtt at rótini og grundini, so verður tað nakað „radikalt“ og „fundamentalistiskt“ við teimum. Tey verða avgjørd á ein hátt, sum mongum ikki dámar.
Stórur munur er á at vera rótfestur og grundfestur og bara í eitt størri ella minni mál at vera ávirkaður av kristna umhvørvinum. Tað fyrra er bíbilskt, hitt ikki.
Orðini og Efesusbrævið
So aftur til Efesusbrævið 3.18:
„so tit, rótfest og grundfest í kærleika, …“
Paulus tosar um at vera rótfestur og grundfestur í kærleika. Ikki í køldum lærusetningum, men kærleika. Lærusetningar stoyta ofta frá sær, kærleikin er beint tað mótsetta. Kærleikin, sum hann tosar um her, er ikki ullintur, sukurdryppandi kærleiki, men kærleiki, sum ger mun.Kærleiki, sum er rótfestur og grundfestur í øllum tí, sum Efesusbrævið snýr seg um.
Kærleikin í Efesusbrævinum 1:
Kærleikin í Efesusbrævinum 2:
Kærleikin í Efesusbrævinum 3:
Og hetta er samanhangið. At fáa eyguni upp fyri kærleika Guds og gerast gripin av honum. Tað er tað, sum tað merkir at vera rótfestur og grundfestur í ongum minni enn kærleika Guds.
Efesusbrævið endar við orðunum:
„Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!“ 6.24
Rótfest og grundfest í kærleika. Vert at grunda á.
„Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi,“ Efesusbrævið 1.3
„Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu
– til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum,“ Fyrra bræv Pæturs 1.3-4
Eg var í einum fátækrabýlingi í Manila, umgirdur av fátækdømi so ræðuligum, at tú skalt hava sæð tað fyri at trúgva tí. Allir føroyingar eru millióningar í eygum teirra, sum búgva undir slíkum umstøðum. Av einari ella aðrari orsøk hevði eg ikki eitt reytt oyra uppi á mær, og tankin kom til mín: „Løgið, beint nú eri eg líka fátækur sum fátækasta menniskja rundan um meg.“ Sjálvandi var eg ikki tað. Vit rokna jú ikki, hvussu rík ella fátæk, vit eru, í ljósinum av, hvussu nógvar pengar, vit hava í lummanum. Sjálvandi ikki – og tó, andaliga, er hatta ikki júst tað, vit ofta gera?
Tað, vit hava standandi inni
Paulus sigur, at vit eru signað við øll andaligum signingum. Og Pætur sigur um arv okkara, at hann er óforgeingiligur, ódálkaður og ófølnandi. Her ber ikki til at fara á húsagang. Havi hoyrt onkran sagt, at Gud hevur sett okkum so høgt, at einasti mátin, hann hevði kunnað sett okkum hægri, hevði verið við at innlimað okkum í tríeindina, og tað ber jú ikki til. Við øðrum orðum – tað ber Honum ikki til at seta okkum hægri og díkja okkum undir við meira signingum, enn Hann longur hevur.
Tað, sum ofta ger tað torført hjá okkum at virðismeta hetta, er, at signingarnar ella arvurin, vit her tosa um, eru andaligar, ikki tímiligar. Vit duga ikki á at skyna, hvar størra virðið er. Tað er, sum tá ið eitt lítið barn velur sleikipinnin heldur enn Visakortið við óavmarkaðari upphædd.
Ein kendur bíbliulærari, sum æt Lewis Sperry Chafer, segði: „Í náði Síni bjóðar Gud okkum signingar, sum aldri kunnu broytast, og sum eru til øll. Tað ber ikki til at mála, hvussu stórar hesar signingarnar eru, tí tær eru í tráð við tað, sum eingin minni enn Gud sjálvur – Hann, sum jú er óavmarkaður, vil í ómálda kærleika Sínum geva okkum.
Aftur til handa dagin í fátækrabýlinginum í Manila. At eg ongar pengar hevði uppi á mær, merkti ikki, at eg var líka fátækur, sum tey rundan um meg. Tað er tað sama við okkum. Hoyra vit Kristusi til, kunnu vit ikki vera fátæk, sama hvussu umstøðurnar síggja út.
Tað, vit hava uppi á okkum
Eitt er at siga, at vit eru signað við allari andaligari signing, annað er at føra tað út í lívið. Trý orð í Rómbrævinum 6. kapitli, haldi eg, kunnu hjálpa okkum at liva tað, vit hava fingið.
Orðini eru: at vita (vers 6), at rokna (vers 11) og at bjóða fram (vers 13). Harrin vil, at vit skulu vita, hvør støða okkara er í Kristusi. Hann vil, at vit skulu rokna við henni sum einum veruleika. Og Hann vil, at vit í ljósinum av tí, bjóða Gud fram likam okkara sum vápn rættvísinnar. Við øðrum orðum – vit kunna taka andaligu signingar okkara við okkum út í lívið, tá ið vit vita, hvør støða okkara er, roknað í ljósinum av hesum veruleikanum og bjóða Gudi likam okkara. Hetta er at liva í ljósinum av, at vit eru signað við allari andaligari signing í hinum himmalska.
Ikki at liva í ljósinum av, hvørji vit eru, merkir ikki, at vit missa signingarnar, vit fáa bara ikki notið tær. Vit hava tær ikki uppi á okkum, um mann so kann siga.
Vit kunna taka burturvilsta sonin sum dømi. Uttan mun til, hvussu leingi hann var millum svínini, so bleiv hann ongantíð eitt svín.
Onkur hevur sagt: Sonurin bleiv ongantíð eitt svín, um hann ikki kom heim, men gøðingarkálvurin hevði blivið ein kúgv. Og sonurin hevði ongantíð notið slaktaða gøðingarkálvin saman við sínum heima.
Gørn, bátar og Pætur
Sat og las um fiskaveiðu Pæturs – Lukas 5.1-11 – og varð gripin av, hvussu ónýtilig vit og amboð okkara ofta eru Jesusi. Vit lesa um gørn, sum skrædnaðu, tí tey vóru óhóskandi til Jesus. Vit lesa um bátar, sum mundu sokkið, tí teir vóru óhóskandi til Jesus. Og at døma eftir, hvussu tað gekkPæturi handa dagin í Lukas 5, so hóskaðu hann og Jesus ikki so væl saman. – Tíbetur er hatta ikki øll søgan.
Hasin dagurin í Lukas 5 byrjaði illa. Teir høvdu roynt alla náttini og einki fingið. Jesus biður Pætur og hinar fiskimenninar seta gørnini út einaferð afturat, og vit vita, hvat hendi.
Tú skuldi hildið, at Pætur var glaður og vildi hava Jesus við hvønn dag, men so var ikki. Pætur skilti, at hann var ov syndafullur at vera nær námind Jesusi, at hann var ikki skikkaður at vera saman við so heiløgum manni. Tí segði hann (Luk. 5.8): „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“
Tíbetur snýr hendingin seg fyrst og fremst ikki um óhóskandi gørn, óhóskandi bátar og óhóskandi fólk; men um Hann, sum er serkønur í at gera tað ónýtiliga nýtiligt.
Gørnini
Ætlaði at koma við nøkrum hugleiðingum afturat um gørn, bátar og Pætur. Men eftir at eg byrjaði at skriva um gørnini, sá eg, at her fór at ikki verða pláss til øll trý, so vit avmarka okkum til gørnini.
Gørnini brúkt
Evangelistarnir siga um gørnini, at tey vórðu sett út (Luk. 5.4; Jóh. 21.6), skrædnaðu (Luk. 5.6), vórðu drigin (Jóh. 21.6) bøtt (Matt. 4.21; Mark. 1.19) og skolað (Luk. 5.2). Har er nógv at taka av. Hugsi um tað at verða settur út sum garnið og so drigin, skræddur, bøttur og skolaður. Er hatta ikki júst tað, sum tað á mangan hátt merkir at tæna Harranum?
Gørnini bøtt
Matteus og Markus siga, at gørnini vórðu bøtt (Matt. 4.21 Mark. 1.19). Hatta er eitt ríkt orð „at bøta“. Paulus nýtir tað í Fyrra Tessalonikabrævi 3.10, har hann tosar um at „bøta um tað, sum fattast í trúgv tykkara.“ Orðið er eisini nýtt í Galatiabrævinum 6.1. Har er tað umsett at hjálpa øðrum til rættis. Í Efesusbrævinum 4.12 er tað umsett at gera onnur fullkomin. Í Lukas 6.40 er tað umsett at vera fulllærdur. Í Rómbrævinum 9.22 er tað umsett at vera til reiðar. Í Hebrearabrævinum 11.3 er tað umsett at vera skaptur. Orðið er umsett fult í Fyrra Korintbrævi 1.10 – samanhangið er „fult sameind“. Stundum er tað umsett fullkomin. Hebrearabrævið 13.21 sigur: „Hann geri tykkum fullkomin …“ Seinna Korintbræv 13.11 sigur: „… verðið fullkomnir …“, og Fyrra bræv Pæturs 5.10 sigur: „… Hann skal fullkoma … tykkum …“
Tað er høpisleyst at nýta gørn og ikki bøta tey. Á sama hátt er tað skilaleyst ikki at bøta okkum. Eitt er heilt vist, vit skrædna ofta.
Tvær fiskaveiður
Lukas 5.1-11 og Jóhannes 21.1-11
Tað fiskaveiðurnar hava í felag:
„… skildir frá Mær kunnu tit einki gera.“ Jóhannes 15.5
Tað fiskaveiðurnar ikki hava í felag:
Tað, sum hendi millum báðar fiskaveiðurnar:
Fyrra fiskaveiðan hendi áðrenn krossin, hin aftaná. Týdningarmikið at vera røttu megin.
„Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: „Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini;
men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað“!“ Nehemias 1,8-9
Í hesi bøn síni minnir Nehemias Gud á Orð Sítt. Ikki tí, at Gud hevur gloymt Síni lyfti, men Honum líkar, at tænari Hansara Nehemias minnist og kennist við Orðið. Hendan bønin hjá Nehemiasi er kend. Tá ið tú lesur hana, kennist hon koma djúpt úr hjartadýpinum hjá profetinum. Hann hevur eina neyð. Ikki eina neyð um seg sjálvan og sín egna tørv, nei eina neyð fyri fólki Guds.
Nehemias er staddur í borgini Susan. Hann er í útlegd eins og stórur partur av fólkinum. Hann hoyrir um ringa standin í Jerusalem, har múrarnir eru niðurbrotnir og portrini brend upp. Jerusalem stendur verjuleysur. Hetta fær Nehemias í sorg, bøn og føstu. Hann sigur sjálvur (Neh. 1,4):
„Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.“
Fólk Guds var burturvilst. Tey høvdu verið trúleys, og avleiðingarnar vórðu, at tey vóru spjadd ímillum fólkasløgini. Tey vóru púra verjuleys og latin yvir til fíggindan. Múrarnir um Jerusalem vóru í knúsi, og portrini vóru brend upp. Her var eingin verja móti fíggindaálopum. Fíggindin kundi frítt ganga inn í staðin.
Men tey vistu jú frammanundan, at soleiðis fór at ganga teimum. Gud hevði longu sagt við Móses (Neh. 1,8):
„Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini; …“
Tey vistu, at trúloysi móti Honum førdi til undirgang.
Men onkur er, sum vaknar. Langt burtur er ein maður, sum frættir tíðindi um Jerusalem. Hetta er Nehemias. Hann hoyrir um ringu støðuna, ferðast til Jerusalem og minnir Gud á Síni lyfti. Í sorg síni fer Hann í bøn og føstu. Hesi trý lyklaorðini leiða til umvending.
Nehemias fer til Jerusalem at byggja múrarnar uppaftur. Hann ger tað saman við leivdini, sum býr har. Teir halda áfram, sjálvt um har er nógv mótstøða. Múrarnir verða bygdir, og ein dag standa teir lidnir. Fólkið vendir heimaftur.
Nú stígur Ezra fram við lógbókini, tað er Mósebókunum. – Tá ið eg lesi hetta, fái eg kensluna av, at hendan lógbók er púra gloymd av fólkinum, liggur støvut millum leivdirnar í Jerusalem -. Men tann lógkøni Ezra tekur hana fram fyri fólkið, opnar hana og útleggur hana fyri monnum og kvinnum, so øll skilja. Hann lesur ikki bara okkurt brotið, nei hann lesur hana úr enda í annan frá sólarrisi til sólsetur. Fólkið kemur í sorg um sína synd og vanrøkt, og tey venda við aftur til Orðið.
Hetta er ein ótrúliga vøkur søga. Og ikki bara ein vøkur søga, hetta er ein sannleiki úr Orðinum, sum er viðkomandi fyri okkum í dag.
Hvar eru vit stødd? Eru vit spjadd og hava vent okkum hvør sín veg? Hava vit gloymt at viðlíkahildið múrin og portrini, so avleiðingin er, at fíggindin hevur sníkt seg inn og tikið yvir?
Bíblian áleggur okkum at byggja hervirki. Ein verjugarð um tankar okkara. Fíggindin vil altíð sáa óbíbilskar tankar í okkum. Men vit mugu vera vakin móti svikaálopum Djevulsins (Ef. 6,11) og til eina og hvørja tíð royna andarnar, um teir eru frá Gudi (1. Jóh. 4,1).
Hugsi serliga í hesum humanistiska ráki, vit reika í. Nógvir tankar í heiminum líkjast bíbilskum tonkum. Men hyggja vit nærri athesum tonkum, snúgva teir seg altíð uttan um krossin, eyðmjúkleika, angur og fyrigeving. Tankarnir snúgva seg altíð um menniskjað sum nakað upphevjað og sentralt, ikki sum ein undirgivnan skapning. Tankar okkara mugu endurnýggjast allatíðina, tí vit verða altíð ávirkað av, hvussu heimurin hugsar.
Vit mugu byggja múr. Tað er ein áhaldandi gongd. Og vit mugu minna Gud á lyftið, at um vit venda við aftur til Hansara, so hevur Hann lovað at savna okkum. Hetta verður eitt fólk í einleika og sannleika.
„Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!“ Sálmur 133,1
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
