Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Ein stórur biti at gloypa

27/08/2022

Tað, sum eg her fari at skriva um, er eitt evni, sum nógvir heilar hava grundað yvir og hugsað gjølla um gjøgnum allar tíðir: líðing hjá gudsbarninum. Ómøguligt er at fara í dýpdina við tí við fáum orðum, ei heldur eri eg før fyri tí. Men onkuntíð er tíð at taka evnið upp og viðgera tað.

Hví fara vit gjøgnum líðing, og hvar er Gud í øllum hesum?

Tað eru kristin, sum halda, at lívið fyri tann trúgvandi eigur at gerast lættari og betri, tá ið tú livir í trúgv. Men hvar tey byggja tað á, veit eg ikki. Eg haldi, at Orðið talar meir fyri, at um tú vilt liva gudiliga, so kanst tú vænta atsókn og royndir.

Onkuntíð rykkir og skrykkir lívið í okkum. C.S. Lewis meinar, at líðing er ein hátalari hjá Gudi at røkka menniskjað. Vit skulu ofta niður í dalin fyri at søkja Gud. Er so líðingin frá Gudi? Hvussu kann líðing koma frá Honum, tá ið „øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá“? Er líðing ein góð gáva? Túsundtals menniskju hava í túsundtals ár grundað á hendan spurning og hava havt ilt við at funnið eitt endaligt svar.

Eg byrjaði sjálv at hugsa um hendan spurning aftan á, at vit vóru fullkomiliga tikin av fótum, tá ið vit mistu beiggja mín. Hvar var Gud? Hevði Hann mist tamarhaldið? Hann sigst vera almáttugur. Hvar var Hansara almáttur?

Grundanin og spurningarnir drógu meg bara nærri Honum. Til seinast kundi eg bara takka fyri líðingina, tí hon gjørdi nakað gott.

Nú sigur tú kanska, at eg havi eina ræðuliga gudsmynd, tí hvussu kann Gud gera slíkt móti okkum? Men eg trúgvi, at líðingin kemur frá Gudi. Og um hon ikki kom frá Honum, so kom hon frá Satan, og so var størri orsøk at óttast, tí so hevði Satan valdið á mínum lívi. Men eg kann trygt hvíla í, at líðingin kemur frá Gudi, og tað vil við øðrum orðum siga, at líðingin ger nakað gott.

Hetta var ein stórur biti at gloypa.

Líðingin skapar nakað gott í okkum, men bert um vit lata Gud gera tað. Líðingin ger okkum eyðmjúk, brotin og knúst.

Leonard Cohen syngur: „There is a crack in everything. Thats how the light gets in.“ (Eitt skar er í øllum, soleiðis sleppur ljósið framat). Gud er ljós, og um vit veruliga høvdu sæð okkum sjálv í Hansara ljósi, høvdu vit verið bilsin yvir, hvussu nógv myrkur er í okkum. Tað eru krókar í okkara hjørtum, har vit ongantíð hava latið Heilaga Andan komið framat at gera Sítt góða verk. Ofta skal líðing til – eitt skar í lívinum – fyri at Hann skal sleppa framat.

Hetta er tað, sum hendir, tá ið sagt verður, at Hann skal vaksa, og eg skal minka. Hansara vilji veksur í okkum, og okkara egni vilji minkar. Soleiðis verður Hann meir ærdur í lívi okkara. Hann gerst Harri, og Hansara ljós skínur bjartari í okkum.

Sjálv havi eg rakt við, hvussu nógv løg av sjálvrættvísi, eg goymi meg undir. Havi allatíðina hug at siga – eins og tíðarandin: Hatta havi eg mín fulla rætt til at siga, at gera ella at eiga. Men hvaðani koma hesir tankar? Frá sjálvrættvísini. Tá ið vit vilja okkara egna vilja. Vit mugu lata sjálvrættvísina frá okkum og lata Hann fáa ræðið á okkara lívi. Tað er pínufult, ja, og kanska ein stórur biti at gloypa. Men tá ið alt kemur til alt, snýr tað seg um Hann, og at Hansara Ríki skal fáa framgongd gjøgnum okkum.

So, verð til reiðar at gloypa tann stóra bitan, so fært tú møguleikan at tyggja og sodna hann og gjøgnum náði Guds at vaksa í Honum og koma at kenna Hann betur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/plant-crack.jpg 1280 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-27 11:00:002022-08-26 18:20:04Ein stórur biti at gloypa

Orð Míni, sum Eg talaði við tykkum

26/08/2022

– úr talu hjá Edvardi í Svínoy

Óli á Grømma hugleiðir um Edvard í Svínoy:

Fyrst í trýssunum vóru Eiðis Jóhannes (Jóhannes á Kósini), Páll Poulsen, Hans Sivertsen og eg úti í Svínoy og hildu møtir. Eiðis Jóhannes var ein eldri maður tá, meðan vit tríggir, Páll, Hans og eg vóru blaðungir. Aftan á, at Malla hevði givið okkum ein góðan døgurða, settu vit okkum inn í stovuna, og so fór Edvard at luta tankar við okkum út frá Skriftini. Hann var ein framúrskarandi lærari. Eg minnist, at hann segði frá Ábrahami, tá ið hann fór at ofra Ísak. Eg minnist tveir setningar, sum hann legði serligan dent á: „og so fylgdust teir báðir“ (1. Mós. 22.6), og „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið“ (1. Mós. 22.8). Eg síggi hann enn fyri mær, tá ið hann segði tað. Eg troyttaðist ongantíð at lurta eftir honum, tá ið hann bar fram orð Guds, var tað á møti ella inni í stovuni hjá sær sjálvum. Hann dugdi sjáldsama væl at málbera seg.

———————————

Brot úr talu hjá Edvardi í Svínoy:

Hetta brotið er úr eini talu, sum Edvard helt á samfelagsmøtunum í Havn í 1961. Hann byrjar við at lesa úr Lukasi 24.44-53 og tosar so út frá hesum tekstinum. Hann endar við nøkrum tankum úr Jóhannes 10.4.

„Og Hann segði við teir: „Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum …“

Mundu teir nú minnast, hvat tað var fyri orð, sum Hann talaði til teirra, tá ið Hann gekk har hjá teimum? Kanska meinti Hann við hatta orðið, sum stendur á vegginum her (Jóh. 14.6) og hugdi upp á Tummas og segði: „Minnist tú, at Eg segði við teg, at Eg eri vegurin, sannheitin og lívið?“

„So læt Hann upp vit teirra …“

Og soleiðis ger Hann enn tann dag í dag fyri hvønn tann einasta ein, sum kemur til Hann. Tað fyrsta Hann ger, er tað, at Hann letur vit títt upp við tað, at tú skalt skilja Skriftirnar.

„Og Hann segði við teir: „So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,“

Nú hava vit ikki ein deyðan Kristus, men vit hava ein livandi Kristus. Teir vóru saman við Honum 40 dagar eftir, at Hann reis upp, og tað var so gott at hoyra tey lívsælu orð, sum Hann talaði til teirra um, at Hann mátti líða og triðja dagin rísa upp. 

„og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað …“

Tað er eingin syndari her í kvøld, sum er ein so stórur syndari, at Hann ikki er mentur at geva honum syndafyrigeving.

„Tit eru vitni um hetta.“

Hvør tann, sum er komin til umvendilsi, hevur ta ábyrgd á sær, at hann er vitni um hetta. Vitnið tað fyri øðrum, tit eru Míni vitni. Tað er yvirmáta stórt at vita tað, at vera eitt vitni.

„Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini.“

Og tað vælsignaða ting, at Guds børn skulu verða latin í kraft av hæddini longu her. Hvat er tað, sum ger tað, at ein ólærdur kemur fram, og hann heldur Orðið fram upp á slíkan máta við stórari kraft. Hvar hevur hann fingið tað frá? Hann er ílatin kraftina av hæddini. Tað stendur í einum Sálmi, eg trúgvi tað er í 34. Sálminum, at „andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.“ Hví rodna tey ikki av skomm? Tað er tí, at tey síggja upp til Hann. Tey hyggja ikki á tykkum, nei, tey hava forbindilsi við Hann har uppi, stútt vekk. Hann fyllir okkum við kraft av hæddini.

„So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir. 

Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.“

Hann gekk við teimum aftur haðani frá til Oljufjallið. Og teir fylgjast við Honum, og Hann talar til teirra, at nú skiljist Eg frá tykkum. Men teir elskaðu altíð at vera hjá Jesusi. Og eg síggi tað í Andanum fyri mær, at tá ið teir eru komnir út á Oljufjallið, henda vælsignaða hond, sum varð negld til krossin hin dagin, henda sama hond tekur og vælsignar allar teir. Og tað stendur, at meðan Hann vælsignaði teir, skiltist Hann frá teimum. Og Hann fer upp til Himmals, og eg vurderi tað, at summir kanska rættu hondina upp eftir Honum fyri ikki at skiljast frá Honum. Hann visti, at Hann fór at verða skiltur frá teimum. Tað var eitt av teimum orðunum, sum Hann hevði sagt teimum, meðan Hann enn var hjá teimum.

Og hvat sær Hann, meðan Hann fer uppeftir, jú Hann sær yvir Golgata, har Hann leið pínuna fyri teg og fyri meg. „Á Jerúsalem, har liggur tú. Eg havi sagt, at har skal ikki liggja steinur oman á stein, av tí at tú ikki kendi tína besøkilsistíð, tá ið Eg talaði.“ 

Eitt skriftstað afturat, og so skal eg rýma. Tað er í Jóhannes 10, 4. vers:

„Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.“

Tá ið Hann so hevur leitt allan seyð Sín út haðani, og møtið hevur verið har heima; tá ið Hann gongur fyri teimum heim til staðin, har skal vera lovprísningur, tá skulu vit ikki hyggja aftur um okkum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/298605385_608714247367931_2448356354469720640_n.jpg 584 1080 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-26 12:00:002022-08-25 23:37:26Orð Míni, sum Eg talaði við tykkum

Eisini í morgin

12/08/2022

Ein javnaldri hjá einum av dreingjum okkara sigur frá

Tá ið hann skuldi byrja í fyrsta flokki, vildi hann ikki í skúla. Foreldrini royndu at vissa hann um, at tað fór at verða stuttligt at ganga í skúla, og at honum fór at dáma tað. Tað trúði hann einki uppá. So kom dagurin. Foreldrini fóru við honum og bíðaðu spent at vita, hvussu tað fór at ganga. Og jú, tað gekk væl. Drongurin var bæði spentur og glaður. Besti dagurin í lívinum, segði hann. Glað vóru foreldrini og søgdu spent við hann, at ímorgin fór at verða líka stuttligt. Hann gløddi upp á tey og segði: „Í morgin? Skal eg aftur í skúla?“

Mann ikki onkur lærdómur vera í hesum? Lívið er at fara í skúla aftur og aftur og aftur.

Eg hevði bíbliutímar í eini bygd á Balabac

Tað var okkurt um ein tími at ganga hvønn vegin. Áhugin hjá teimum, sum komu, var lítil og eingin. Ikki serliga hugaligt.

Ein dagin hevði eg so púrasta ongan hug at fara, hvørki orkaði ella tímdi. Eg fór vanliga frá húsum um fimm tíðina um kvøldið og var so við hús aftur millum tíggju og ellivu tíðina. 

Tá ið klokkan var farin at líða móti fimm, segði eg við Cathy, at í kvøld fari eg ongan veg. Sigi, at eg eri troyttur og reint og slætt tími ikki at fara. Hon svaraði, at tað var ikki rætt av mær ikki at fara, eg hevði lovað, at eg skuldi koma, og tey væntaðu meg. Eg visti, at hon hevði rætt, og fór. 

Á vegnum kom eg til eitt strekki, har greinarnar hingu rættiliga lágt, og áðrenn eg visti av, hevði eg rent meg í eitt vespureiður. Tær vóru ikki blíðar, eg varð stungin bæði her og der – og glaður var eg. Nú hevði eg eina umbering fyri ikki at fara. 

Eg kom so hugagóður til hús aftur og fortaldi Cathy, hvat hent hevði. Hon segði: „Tú ert ikki ovurviðkvæmur fyri vespum. Tú skalt bara smyrja teg við …“ (nú minnist eg ikki, hvat tað var, sum eg skuldi smyrja meg við) og fara avstað aftur.“ Og eg so avstað aftur.

Nú má eg vera ærligur. Tað vóru dagar, har mótloysi fekk yvirlutan, og eg settist aftur. Men hvussu er og ikki, so havi eg lært, at skal eg gera mun, so ber ikki til at lata mótloysi ella manglandi huga fáa yvirlutan. – At gera tað er at seta náði Guds úr gildi (Gal. 2.21). At liva í náðini er at skilja tað, sum smádrongurin ikki skilti, at fara í skúla hvønn dag.

Hann gevur meir náði

Sangurin „Hann gevur meir náði“ lýsir hetta so væl:

Hann gevur meir náði, tá byrðin gerst tyngri,

er stríðið ov svárt, er hann við vára lið.

Í stórari kreppu hans miskunn er størri;

í margfaldum royndum hann gevur sín frið.

Tað er undir slíkum umstøðum, at vit veruliga kunnu uppliva, hvat tað merkir at vera sterkur í náðini (2. Tim. 2.1). At vera sterkur í náðini inniber, at vit kunnu halda á í dag, í morgin, og líka til verkið er liðugt.

Seinna Korintbræv

Í hesum brævinum lýsir Paulus – meira enn nakra aðrastaðni – hetta, at halda á í tænastuni. Eg haldi, at tað er so áhugavert, hvussu hann aftur og aftur flættar saman tænastuna og náðina:

1.11:

„… Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst.“

1.12:

„… ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds.“

4.15:

„… fyri at náðin kann breiðast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verður takkað – Gudi til dýrd.“

6.1:

„… tað má ikki vera til einkis, tit hava tikið ímóti náði Guds.“

8.1:

„Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia,“

8.9:

„Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, …“

9.8:

„Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, …“

9.14:

„… – fyri teirrar Guds náði skuld, sum so ovurhonds rík er yvir tykkum.“

12.9:

„… „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ …“

13.13:

„Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!“

Tað eru ikki bara smábørn, sum billa sær inn, at skúlin er bara fyri tann eina dagin. Vit hava øll lyndi at gera tað, og okkum tørvar tí aftur og aftur at verða mint á at vera sterk í náðini – eisini tá ið tú ikki tímir, og vespurnar hava stungið teg.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/skolestart_barn-med-skoletaske-1024x740-1.jpg 740 1024 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-12 10:00:002022-08-12 00:32:23Eisini í morgin

Syndaflóðin og bábelstornið nú á døgum

10/08/2022

Ruðulleiki hóttir heimin í dag. Rumbul, ófriður og ørkymlan hava tikið ræðið. Hin óndi berjist á øllum hermótum. Vit eru vitni til eina dapra heimsmynd. Eg hugsi ikki bert um farsóttir og kríggj, men eisini um, hvussu vit menniskju eru farin at skipa okkum í dag. Siðbundna familjumynstrið fer í upploysing. Hetta skapar nógv stríð og nógva ørkymlan. Spurningur verður settur við kynið, kærleika, hjúnaband, og hvat eitt menniskja er. Ruðulleiki ræður, tí hvussu skal komandi ættarlið fóta sær?

Hetta kemur ikki frá Gudi. Gud er Gud skils og ikki óskils. Ætlan Hansara er, at vit skulu liva eitt skipað lív, eitt einfalt lív í gudsótta. Men vit eru í ferð við at flyta okkum burtur frá hesari grundleggjandi skipan.

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Við Sínum Orði skapti Hann alheimin. Stjørnuhópar í óteljandi tali sveima í rúmdini rundan um okkum. Øllum hesum ræður Hann yvir og hevur skipað alt. Undir skapanini kann ivaleyst okkurt hava tókst fákunnugu mannavísindini sum okkurt slag av ruðulleika, men so er ikki. Alvaldi Gud hevði og hevur fullkomið tamarhald á støðuni. Hann skapti alt vakurt á tíð Síni, og so setti Hann menniskjað sum krúnuna á skapanarverkið til at fylla jørðina og ráða yvir tí skapta.

Hann gav boð um, hvussu vit skuldu skipa okkum. Maður og kvinna skuldu halda saman og fylla jørðina. Seinni lesa vit um ísraelsfólk, hvussu tey skuldu skipa seg í oyðimørkini sum fólk Guds. Hann gav lóg og landaskil. Tabernaklið varð sniðgivið niður í minsta smálut við boðum frá Honum. Boð og lógir vórðu givin, tí teimum tørvaði tað, um tey skuldu liva eitt lív í gudsótta og í sátt og semja við hvør annan. 

Í Gamla Testamenti lesa vit eisini um, hvussu syndin, sum er ólýdni móti Gudi, skapar ruðulleika. Syndaflóðin og bábelstornið eru dømi um tað. Hesi dømi kunnu lættliga dragast inn í nútíðina. Tað fløðir rundan um okkum. Onkuntíð tykjast høgu aldurnar uttan úr heimi at drukna okkum. Upplýsingarsamfelagið hevur eisini sínar dapru síður. Bábelstornið í dag fær okkum eisini at tosa ymisk mál. Ymiskleikin verður heiðraður. Vit skulu helst vera so ymisk, at stór fløkja kemur í. Vit skilja ikki hvør annan, tí vit tosa ymisk „mál“.

Okkum tørvar at steðga á og koma aftur til sannleikan um menniskjað. Tá ið alt kemur til alt, eru vit øll líka. Hetta er okkara útgangsstøði. Vit eru skapt sum krúnan á skapanarverkinum, sum maður og kvinna, at fylla jørðina í samfelagi við Hann. Latið okkum ikki verða tikin av fótum av tíðarandanum. Latið okkum heldur megna at liva í Honum og standa føst. Bíblian áleggur okkum at døma um andarnar. Tá ið vit liva í Orðinum, og tað er livandi í okkum, verða vit før fyri at døma um rák og andar, sum floyma yvir okkum. 

Til hendan tekstin havi eg valt eina mynd av einum málningi, sum eg eri í ferð við at mála. Mín framferðarháttur í málningaskapanini er frá ruðulleika til skil. Myndin er ikki liðug, fyrrenn okkurt slag av skili er komið í. Og mangan, ímeðan eg standi og máli, hugsi eg um okkara lív í trúgv. Tað kann tykjast fløkjasligt í løtum, tí vit trilva okkum fram í mjørka, tí vit síggja ikki ta fullkomnu myndina.

Søren Kierkegaard segði: „Livet må leves forlæns, men forstås baglæns.“ Nógv gullkorn eru komin frá hesum gudsóttandi manni, sum einans gjørdist 42 ára gamal. Hann skilti lívið í trúgv. Vit stíga í trúgv og síggja ikki ta fullkomnu myndina, fyrrenn hon er liðugt málað. Sannleikin um menniskjað er, at tá ið Jesus finnur tað, er tað eitt brotið ílat. Tað er ikki, fyrrenn vit geva okkum í Hansara hendur, at Hann ger okkum heil, og vit fáa frið.

Hvussu er við okkara syndaflóð og bábelstorni í dag? Hvussu skulu vit liva í hesum ruðulleika? Hvat vil Gud við øllum hesum? Hevur Hann gloymt okkum og latið okkum menniskju yvir til tilvildina? Nei. Tað hevur Hann ikki.

Ongantíð fyrr hevur menniskjað so nógv brúk fyri einum Frelsara – hetta var kanska ein løgin setningur, tí menniskjað hevur altíð og gjøgnum allar tíðir tørva frelsu. Men í dag tykist ikki, sum menniskju eru greið yvir syndina í lívinum, tí syndin verður rættvísgjørd (T.d. um ella tá ið hjúnaband millum tvey av sama kyni verður signað í kirkjum ella samkomum). Tí kann tað tykjast, sum menniskjað er óendaliga langt frá Gudi. 

Í øllum hesum ruðulleikanum biður Hann okkum hava eyguni vend á Seg, „upphavsmann og fullkomara trúarinnar“ Hebr. 12.2. Hann er fullkomin, og í Honum liggur okkara fullkomileiki og friður. 

Eins og Hann ger alt nýtt í okkum gjøgnum rættvísgering, heilaggering og til endans dýrdargering, soleiðis fer Hann eisini at gera alt nýtt á hesi jørð. Myndin í løtuni er sum mín hálvmálaði málningur: Hon er ruðulleiki; men einaferð fer Hann at rætta upp á hendan ruðulleika og gera alt fullkomið. Hesa vón eiga vit.

Til seinast hesi troystarríku orð úr Opinberingini 21.5 og 22.20:

„Hygg, Eg geri alt nýtt!“

„Amen! Kom, Harri Jesus!“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/08/297502881_4855733031192781_2505874135457241181_n.jpg 563 750 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-08-10 11:00:002022-08-09 22:39:02Syndaflóðin og bábelstornið nú á døgum

Av bókahillini: Luther og Galatiabrævið

29/07/2022

Einaferð eg var á ungdómslegu í Zarepta, kom eg fram á eina bók av Luther. Bókin var viðmerkingar hansara til Galatiabrævið. Áhugaverd bók, helt eg. Mong ár seinni – í 2000 – var eg og vitjaði bókasøluna umborð á Doulos. Skipið steðgaði nakrar dagar í Puerto Princesa á Filipsoyggjunum. Millum mongu góðu bøkurnar kom eg fram á bókina hjá Luther um Galatiabrævið. Keypti mær hana, las hana og var stórliga signaður. Tað eintakið liggur eftir á Filipsoyggjunum; men so fyri nøkrum árum síðan, gav Regin mær eitt eintak. Hann hevði keypt tað í GLO-bókhandlinum í Skotlandi. Hetta er bók, sum er verd at lesa meir enn einaferð.

Luther hevði møguliga ikki hildið so nógv um okkum í brøðrasamkomuni – hann helt, í hvussu so er, lítið av teimum, sum hann kallaði „sekteriskar endurdoyparar“. Lat tað fara. Hann helt nógv um Kristus og evangeliið, og tað er tað, sum telur. 

Amerikanski prædikumaðurin, Timothy Keller, sigur frá einum presti, sum nýliga var komin til trúgv, at tá ið hann gekk í skúla, las hann nógv av tí, sum Luther hevði skrivað. Og tað kundi hann siga við vissu, at Luther skrivaði einki um evangeliið. Keller bað hann lesa tað umaftur nú, hann var komin til trúgv. Presturin so gjørdi, og hann var stórliga bilsin av, hvussu evangeliskur Luther var. Tað hevði hann als ikki lagt til merkis tær fyrru ferðirnar, hann las tað, sum Luther hevði skrivað.

Hesi brotini eru úr bók Luthers um Galatiabrævið:

Læra okkara er grundað á hesa læruna aleina (læruna um rættvísgerðina). Vilja vit læra og leiða onnur, mugu vit gjølla geva hesari læruni gætur. Vit mugu duga væl at leggja til merkis munin á rættvísi lógarinnar og rættvísi Kristusar.

Tað er einki, sum vit kunnu gera fyri at taka burtur syndir okkara; verk okkara gera bara syndina størri. Meiri trælir verkanna stríðast og sveitta fyri at sleppa av við syndina, djúpari falla teir í vald hennara. Tað er einki uttan náðin, sum kann taka syndina burtur.

Vanrøkja vit sannleikan um rættvísgerðina, missa vit alt. Tí er tað, at vit læra hetta sama umaftur og umaftur. Vit mugu læra tað meira enn nakað annað. Tað ber ikki til at hoyra ov ofta um rættvísgerðina. Hóast vit læra um hana og skilja hana væl, so fata vit ikki læruna so væl, sum vit eiga. Eingin okkara trýr henni av fullum hjarta, holdið er ov veikt og ólýðið móti Heilaga Andanum.

Kann Djevulin ikki volda skaða við at forfylgja og oyðileggja, ger hann tað við at „rætta upp á“ tað, sum vit trúgva. 

4. Mós. 21.6-9: Tey, sum ikki vóru boði Mósesar lýðin um at hyggja á koparormin, men í staðin hugdu at staðnum, har tey vóru bitin, doyðu. 

Eg stúri fyri, at eftir at vit eru farin hiðani, fer hesin sannleikin at verða traðkaður undir fótum og skúgvaður til viks av fíggindum sannleikans. Eg sigi hetta, tí longu nú, meðan vit liva og royna, so nógv vit kunnu, at greiða frá muninum millum lógina og evangeliið, eru tað fá, sum veruliga skilja munin. Hetta er satt enntá millum teirra, sum kalla seg kristin. Tá ið skilið er so ringt nú, hvussu verður tað so, tá ið vit eru deyðir og farnir?

„Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!““ Galatiabrævið 4.6. Leggið til merkis, at Andin rópar ikki: „Gud! Ver mær syndara náðigur,“ men „Abba! Faðir!“

———————

Luther helt fyrilestrar um Galatiabrævið í 1519 og aftur í 1523. Galatiabrævið var tann bókin í Skriftini, sum Luther segði seg dáma best. Hann skal hava sagt: „Galatiabrævið er mítt bræv. Tað er eins, og eg eri giftur við tí. Tað er mín Katharina“ (Katharina var kona hansara). Hann skal eisini hava sagt, tá ið hann var vorðin eldri: „Hevði eg rátt, so høvdu tey bara endurprentað tær bøkurnar hjá mær, sum beinleiðis viðgera evnir úr Bíbliuni, t.d. bókina hjá mær um Galatiabrævið.“ 

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/07/Luther-1.png 541 1227 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-07-29 09:00:002022-07-28 22:34:23Av bókahillini: Luther og Galatiabrævið

Vilt tú vita meir um uppruna og útbreiðslu brøðrasamkomunnar?

26/07/2022

Hvar, hvussu og nær byrjaðu fólk at savnast og virka í og út frá samkomunum, sum vit í dag nevna brøðrasamkomurnar? Hvørjir vóru nakrir av lyklapersónunum, og hvat dreiv og leiddi hesi fólk? Um hesir og aðrir spurningar hava tín áhuga, so kanst tú lurta eftir nøkrum fyrilestrum um hetta evnið á www.ordid.fo.

Nú summarfrítíðin er í hæddini, hava fleiri av okkum helst betri stundir enn vant til at lesa um ella lurta eftir onkrum áhugaverdum.

Ein av møguleikunum í so máta er heimasíðan www.ordid.fo, ið hevur sum endamál at veita kristiligt lærutilfar til føroyingar. Heimasíðan verður fyri tað mesta dagført við bíbliutímum tiknir á video.

Í summar havi eg sjálvur havt gleði av at lurta eftir fyrilestrum, har Páll Poulsen greiðir frá um evnið: Brøðrasamkoman – uppruni og útbreiðsla.

Páll Poulsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, her samkoman í Betesda var hansara andaliga heim. Hann var ein av teimum fyrstu, sum fóru út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN út frá samkomuni. Saman við konuni, Marjun, virkar Páll í dag sum trúboðari í Grønlandi.

Í hesari røðini í fimm pørtum greiðir Páll Poulsen frá uppruna og útbreiðslu av tí, vit kenna sum brøðrasamkoman. Røðin varð tikin upp í 2004 til útvarpssendingar hjá Evangelisku Røddini.

(1) Fyrsti partur snýr seg um samkomuna í nýtestamentligum týdningi.

(2) Annar partur snýr seg um at ymiskar samkomur hava verið trúgvar gjøgnum tíðirnar.

(3) Triði partur snýr seg um trúbótina, og hvussu brøðrarørslan tók seg upp.

(4) Fjórði partur snýr seg um tríggjar stórar og myndandi persónsmenskur innan rørsluna.

(5) Fimti partur snýr seg um merkismenn og missiónsáhuga.

Her niðanfyri er ein slóð til hesi fimm ljóðbrotini, sum eru umleið 20-30 minuttir hvørt: http://ordid.fo/broedrasamkoman-uppruni-og-utbreidsla-pall-poulsen/

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/07/Brodrasamkoman-uppruni-og-utbreidsla.png 400 556 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-07-26 11:30:002022-07-25 22:30:42Vilt tú vita meir um uppruna og útbreiðslu brøðrasamkomunnar?

Ikki religión, men evangeliið

15/07/2022

– úr brævi hjá Hans Joensen og talu hjá J.F. Kjølbro

Grípandi er at lesa og hoyra, hvussu mong gudsbørn, sum vóru undan okkum, brendu fyri evangeliinum. Tey skiltu týdningin av tí á ein hátt, sum mong okkara ongantíð hava gjørt. Vit eru jú uppvaksin við at hoyra evangeliið prædikað og taka tað tí ofta fyri givið. Vit hava ikki eins og tey upplivað, hvussu tað er fyrstu ferð at hoyra evangeliið og fáa eyguni upp fyri muninum á religión og evangeliinum. Tey skiltu, at er evangeliið ikki kjarnan í boðskapi okkara, ja, so hevur einki av tí, sum vit gera, nakran týdning.

Hans Joensen

„Alt annað er humbukk!“

Hans Joensen var ein av teimum fyrstu, ið kom at savnast saman við Gamla Sloan. Abbasonur og navni hansara skrivar: ‘Hans abbi var nr. 2, sum bleiv doyptur í tí lítlu samkomuni, sum William setti á stovn í Føroyum. Fyri umleið 38 árum síðani ringdu tvey fólk úr Føroyum og greiddu mær frá hvussu teir báðir gingu millum bygdir við gleðiboðskapinum.’

Um jólini 2021 var ein sending í útvarpinum um fýra systkin hjá Hans Joensen, sum øll endaðu í Kalifornia. Hetta var um aldarskiftið inn í 20. øld. Í sendingini varð eitt bræv lisið upp, sum Hans Joensen skrivaði systkjunum. Eg haldi, at hetta brotið úr brævinum lýsir so væl dentin, sum tey gomlu løgdu á evangeliska boðskapin:

„Hvørjari kirkju ganga tit í? Hvørja kirkju vitjar Nichels við sínari familju? Er tað nøkur meinigheit í Sacramento, har syndarar verða frelstir, og har teir koma til umvendilsi, so er tað staðið, har eg hevði viljað farið til. Har hevði eg kent meg heima. Alt annað er humbukk.“

J.F. Kjølbro

„Eg var fullur av religión!“

Kjølbro mundi vera kendasti føroyski vinnulívsmaðurin í sínari tíð; men hann var nógv meira enn tað. Hann var eisini ein brennandi evangelistur. Eg haldi, at hetta brotið úr talu hansara lýsir so væl, at evangeliski boðskapurin má vera aðalmálið.

Hann sigur í taluni, at hann var 33 ára gamal, tá ið hann varð frelstur, og at tað nú vóru 40 ár síðani, so hann hevur verið ein eldri maður, tá ið hann helt hesa taluna.

Vit geva Kjølbro orðið (talan er inni á talgilt.org):

Evangeliið, tað er ein undarligur boðskapur. Tað fortelur okkum ikki tað, vit skulu gera, ella tað, vit kunnu gera, men tað fortelur okkum, hvat ið Gud hevur gjørt. Og tað er ein himmals-víður munur á tí. Vit menniskju vilja gjarna gera bæði hitt og hattar, tí evigheitin er løgd í okkara sál.

Tað er einki menniskja, sum er frískt á jørðini, andaliga tala. Vit hava nógv menniskjur rundan um okkum og runt allan heimin, sum sýnast at vera óinteresseraði um andalig ting, og tey kunnu avvísa okkum upp á ymiskan máta, og summi vilja yvirhøvur einki hava við tað andaliga at gera; men tað eru oftani tey, sum eru tey allar sjúkastu av øllum somlum, tí evigheitsspursmálið tað glaðar í sálini á hvørjum menniskja, so leingi, sum tað ikki er umvent til Gud og hevur fingið frið í sínari sál um syndaspurningin.

Alt annað í hesum heimi tað er einki at rokna ímóti, hvat ið syndaspurningurin er. Tað nívir menniskjað so leingi, sum tað ikki er í ordan, men lovaður verði Gud, at tað kann ornast.

Tað manglar ein mánaður í fjøruti ár, síðani eg vitnaði fyrstu ferð fyri tann Harra Jesus Kristus, og tann byrðan, sum lá á mínari sál, spesielt tað eina árið, áðrenn eg vitnaði um tann Harra Jesus Kristus og fekk síggja mín andaliga tilstand, ja hon var so tung, at eg kann ikki koma inn á at tosa um tað, hvussu svár tann syndabyrða, sum hvíldi á mær var, hon var ómetalig. At vitna um tann Harra Jesus Kristus, tað kostaði mær nógv í mangar mátar. Tað var nógv mótstøða, men eg hevði álit á Guds skrivaða Orð, og tað var tað, sum reddaði meg.

Tá ið eg bleiv frelstur, 33 ára gamal, í mínum bestu árum, fult upptikin av øllum tí, sum hesin heimur hevur at geva, tá kallaði Gud meg so sterkt, at tað mátti ornast, og lovaður verið Gud, at tað bleiv ornað.

Hvussu bleiv tað ornað? Eg skal siga fyri mítt viðkomandi. Eg var fullur av religión, ganska nátúrligt, tí eg hevði verið millum religiøsar menn. Men Gud, so at siga, Hann vísti mær tá álíkavæl, tá ið eg fór at lesa Guds Orð, at eg hevði ikki Kristus. Eg hevði ikki frið. Og Gud veri lovaður, at eg bleiv so at siga plukkaður við allari mínari religión. Og tá ið liðugt var, tá var Kristus eftir og einki annað.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/07/Sunnudagsskuli.jpg 553 881 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-07-15 11:30:002022-07-15 02:28:24Ikki religión, men evangeliið

Vreiði, røtt og skeiv

01/07/2022

– við Saul kongi sum dømi

Vit lesa fleiri ferðir, at Saul kongur bleiv óður. Fyrstu ferð var tað, tí Andi Guds kom yvir hann, og vreiði hansara tendraðist. Hinar ferðirnar hevði tað einki við Anda Guds at gera. Í Efesusbrævinum 4.26 stendur:

„Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –“

Versið kann eisini umsetast: „Verið ill og syndið ikki …“

Viðhvørt er tað rætt at verða illur og skeivt ikki at verða tað.

At byrja við varð Saul óður um tað rætta. Hann varð óður, tí hann brendi fyri tí, sum Gud brennir fyri. Men so hendi okkurt, og eldurin sløknaði. Í staðin fór ein annar eldur at brenna, ein, sum varð fóðraður við øvund og ærusjúku.

Tá ið Saul brendi fyri tí rætta

Hendingin, har Saul bleiv óður um tað rætta, fór fram stutt eftir, at hann var salvaður til kong. Í Fyrru Sámuelsbók 11.1-2, 6 stendur:

„Nú kom Nahas Ammonitur og kringsetti Jabes í Gilead. Tá søgdu allir menninir í Jabes við Nahas: „Ger sáttmála við okkum, so skulu vit tæna tær!“

Men Nahas Ammonitur svaraði teimum: „Ja, men tey kor seti eg, um eg skal gera sáttmála við tykkum, at eg stingi út høgra eyga á tykkum øllum – øllum Ísrael til skomm!““

„Táið Saul hoyrdi hetta, kom Andi Guds yvir hann, og vreiði hansara tendraðist ógvuliga.“

Navnið „Nahas“ merkir ormur ella slanga. – Áhugavert er, at filipinska orðið fyri slanga er „ahas“. Hildið verður, at orðið kemur upprunaliga úr Miðeystri. Samband var jú millum Miðeystur og Fjareystur, langt áðrenn evropearar leitaðu sær eystureftir.

Tá ið Saul hoyrdi tað, ið Nahas segði, kom Andi Guds yvir hann, og hann bleiv ógvuliga óður. Á sama hátt eigur tað at øsa okkum, tá ið vit hoyra Nahas – slanguna – gera seg inn á fólk Guds.

Tá ið Saul brendi fyri tí skeiva

Saul bleiv mangan óður, eftir at eldur Guds var sløknaður í lívi hansara. Ein av hesum hendingum fór fram, eftir at Dávid hevði dripið Goliat (1. Sám. 18.7-9):

„Og kvinnurnar, ið dansaðu, sungu: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!“

Tá kom ógvuliga ilt í Saul; hesi orð dámdi honum illa, og hann segði: „Dávidi geva tær tíggjutúsund, og mær geva tær túsund – nú er einki eftir hjá honum uttan at fáa kongadømið!“

– Frá tí degi hevði Saul ilt eyga á Dávidi.“

Ein onnur hending fór fram, tá ið Jónatan royndi at greiða pápa sínum frá, hví Dávid var burturstaddur (1. Sám. 20.30):

„Tá tendraðist vreiði Sauls móti Jónatan, og hann segði við hann: „Tú sonur rangvørga og treiska kvinnu! Veit eg ikki, at tú ert vinmaður sonar Ísai – til vanæru fyri teg sjálvan og til vanæru fyri blygd móður tínar!“

Soleiðis er tað, tá ið eldur Guds í okkum sløknar. Ein annar eldur fer at loga, og mangan fara vit at finnast at fólki Guds. Saul bleiv ikki bara óður um tað skeiva, nei hann gjørdist jánkasligur og vinglutur, tá ið tað kom til tað rætta.

Í Fyrru Sámuelsbók 13. og 14. kapitli lesa vit, at filistarar gjørdu seg inn á ísraelsfólk. Tað átti at havt gjørt Saul eins óðan, sum tá ið Nahas kongur hótti fólk Guds, men tað gjørdi tað ikki. Seinni vóru tað amalekitar (kap. 15). Heldur ikki her lesa vit nakað um, at Saul bleiv óður. Og tá ið filistararvið Goliat á odda háðaðu bæði Harran og ísraelsfólk, lesa vit bert um, hvussu bangin Saul var (17.11).

Alt hetta merkti ikki, at hann var blíðkaður við árunum. Nei, andaliga líkasælan gjørdi hann til ein óðan og óhugnaligan mann. Spyr bara Dávid. Og í seinasta bardaganum, har hann doyði (28.3-25 og 31.1-6), lesa vit, at ógvulig angist kom á hann. Eldurin frá Gudi var sløknaður.

Og so til okkara

Minnist tú, hvussu brennandi tú einaferð vart? Hvussu eldur Guds kundi øsa teg upp, tá ið tað kom til søk Hansara?

Einki var tær so ríkt,

sum tá lív títt var vígt

til Jesus og Jesus aleina,

men so kom okkurt inn,

so títt hjarta og sinn

ikki brendu í tær sum fyrr.

Tað er so lætt at billa sær inn, at orsøkin til, at tað ikki er soleiðis longur, er, at tú ert búnaður og heldur kanska, at tú ert farin at skilja náðina betur.

Latið okkum vera sera varin. Tað er álvarsamt, tá ið eldur Guds sløknar. Og so ikki minni álvarsamt. Hvør er eldurin, sum er komin í staðin fyri eld Guds?

Men Harrin havi lov, Hann hevur ikki gloymt teg.

Men nú býður hann tær,

at tú koma skalt har,

sum tú fyrr plagdi við hann at tala.

Kom í samband við hann,

tann vinin, tú fann,

sum teg elskar og er tær nær.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/06/Saul.jpg 340 650 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-07-01 11:30:002022-06-30 23:31:18Vreiði, røtt og skeiv

Spurgeon

17/06/2022

Eitt sindur um Spurgeon og fjepparan

Tá ið eg gekk á bíbliuskúla í USA, fóru eg og nøkur vinfólk ein dagin til eitt stórt vøruhús, har tey seldu andaligar bøkur. Eg hevði ongantíð verið í einum so stórum bókahandli fyrr, og tey seldu bara andaligar bøkur. Keypti mær millum annað eina bók við talum hjá kenda enska prædikumanninum Charles Spurgeon. Bókin æt Spurgeon’s Sermon Notes.

Eg veit ikki rættiliga, hví eg keypti hesa bókina. Var eingin Spurgeon fjeppari. Eg var uppvaksin við at hoyra hann so ofta endurgivnan, at eg setti hann í samband við alt gamalt og avoldað. Minnist, at ein av vinmonnunum, sum eisini var við í handlinum, helt, at eg fór at fáa lítið burtur úr at lesa sovorðið gamalt. „Spurgeon,“ segði hann, „hoyrir til eina aðra tíð og sigur okkum lítið og einki í dag.“ Hann hevði lutvíst rætt, og tað var ikki fyrr enn mong ár seinni, at eg endiliga fekk upp í lag at lesa hesa góðu bókina. – Og eg varð stórliga signaður.

Eg haldi, at tað, sum vit kunnu læra av hesum, er, at um bøkur – sum eitt nú tær hjá Spurgeon – ikki siga okkum so nógv, so sigur tað ofta meira um okkum enn um bøkurnar. Vit eru komin ov stutt at kunna njóta tær. Við árunum eri eg eisini komin eftir, hví Spurgeon var so nógv endurgivin. Hann er verdur at endurgeva. Kanska eri eg vorðin ein Spurgeon fjeppari.

Sitat eftir Spurgeon

  • Vit mugu altíð vera varin, at vit ikki løða kanónirnar hjá Gudi við krúti frá Djevulinum.
  • Ofta, tá ið lurtarin gremur seg um, at har er eingin matur til sálina, er trupulleikin í veruleikanum tann, at har er eingin sál til matin.
  • Harrin er kvikari at fyrigeva syndaranum, sum vendir við, enn ein móðir at ríva barn sítt úr eldinum.
  • Ein og hvør sorg, sum kemur á leið okkara, er ætlað at reka okkum nærri Gudi.
  • Høvd mítt hvílir trygt á trimum koddum: Óendaliga kraft Hansara, óendaligi kærleiki Hansara og óendaligi vísdómur Hansara.
  • Jesusar hjarta var ikki hart sum grót, men tað var andlit Hansara. Hann var líka avgjørdur, sum Hann var undirgivin.
  • Hann, sum rópar upp um sínar egnu dygdir, almannakunnger sína egnu skomm.
  • Tey, sum ikki vilja fara aftur til ábyrgdina, tey hava vanrøkt, kunnu ikki vænta at koma aftur til gleðina, tey hava mist.
  • Harrin hevur umgirt okkum við tveimum stikum. Annar eitur verja, og hin eitur líðing. Verjan heldur tað ónda burtur frá okkum. Líðingin heldur okkum frá tí ónda.
  • Eingin synd er so stór, at náðin ikki kann taka hana burtur. Eingin útsjónd er so avskeplað, at náðin ikki kann broyta hana. Og eingin sæla er so knúst, at náðin ikki kann endurreisa hana.
  • „Hann gjørdi tað, ið ónt var, tí hjarta hansara var ikki vent til at søkja HARRAN.“ Seinna Krønikubók 12.14. Rehabeam gjørdi tað, sum ónt var, ikki tí hann setti sær tað fyri, men tí hann var líkasælur.

Hesi brotini eru úr bók Spurgeons Alt av náði, sum Victor Danielsen umsetti. Hetta er ein bók, ið er verd at lesa fleiri ferðir:

  • Tú hevði ikki kunnað fyrigivið einum manni, um hann hevði syndað so móti tær, sum tú hevur syndað móti Gudi.
  • Vreiði Guds yvir synd – veri syndin, hvør ið hon vera vil – má vera ræðuligari, enn sagt kann verða frá. Ei undur í, at Móses mátti siga í Sálmi 90.11: „Hvør kennir styrki vreiði Tínar …!“
  • Hjartað er so hart, viljin er so treiskur, girndirnar brenna so heitar, hugsanirnar eru so lættar, hugurin er so óstýrandi, lystirnir eru so villir, at menniskjan kennir tað, ein og bróst hennara var fult av villdýrum, ið heldur vilja eta hana upp enn verða tamd av henni.
  • Líka vist sum ein steinur, ið verður kastaður upp í loft, skjótt dettur niður aftur á jørðina, líka vist er tað, at um eg so verði lyftur upp til Himmals av einari álvarsamari prædiku, eri eg skjótt líka kaldur aftur.
  • Hugsa meir um Hann, ið tú hyggur á, enn um tað, at tú hyggur.
  • Puritanararnir plagdu at siga, at tað at trúgva var at hvíla – at trúgva merkir at halla sær at onkrum, at halla sær at Kristusi.
  • Tá ið trúgv er rótin, er lýdni ávøksturin.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/06/Spurgeon-2.png 504 980 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-06-17 11:00:002022-06-16 19:43:18Spurgeon

Bønarløtan fyri juni, juli og august

10/06/2022

Les nýggjastu bønarløtuna her: Bønarløtan juni – aug

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/06/Screen-Shot-2022-06-10-at-22.42.36.png 754 898 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-06-10 22:43:152022-06-10 22:43:45Bønarløtan fyri juni, juli og august
Page 15 of 27«‹1314151617›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Skrá fyri viku 4424/10/2026 - 21:17
  • Christmas Child í sunnudagsskúlanum24/10/2026 - 14:14
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29
  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top