Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Hugnaligi Jesus og vit

12/12/2025

Gud er jólaligur

Kann ikki prógva tað, men eg loyvi mær at halda, at var Jesus her millum okkara, so sum Hann var í evangeliunum, so hevði eingin verið so jólaligur sum Hann. Jú, Hann hevði hildið lítið um alla materialismuna, oyðslið og strongdina og rist við høvdinum at, hvussu ein høgtíð, sum skal eitast at snúgva seg um Hann, nú snýr seg um alt annað. Og tó. Lesi eg evangeliini rætt, so kann eg ikki annað enn halda, at Honum hevði dámað hugnan og góðu løturnar rundan um borðið.

Eg haldi, at hesir tekstirnir úr Fyrra Timoteusbrævi geva mær rætt:

„eftir evangeliinum um dýrd hins sæla Guds, …“ 1. Tim. 1.11

Orðið „sæla“ kann eisini umsetast glaða. Gud okkara er ein glaður Gud. Tað hava vit ofta ilt við at viðurkenna. Vit líkjast smádronginum, sum helt, at uppgávan hjá Gudi var at ansa eftir, at eingin hevði tað stuttligt.

„… at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.“ 1. Tim. 4.3

„… Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.“ 1. Tim. 6.17

Leggið til merkis orðið at njóta, sum kemur fyri í báðum versunum. Havi lisið onkustaðni, at gomlu rabbinararnir plagdu at læra, at tá ið vit ein dag fara at standa fyri dóminum, fara vit at standa til svars fyri hvørja njóting, sum Harrin sendi á leið okkara, men sum vit ikki vildu njóta. Vert at taka til eftirtektar.

Gud okkara er ein glaður Gud, sum vil, at vit skulu njóta tað góða, Hann sendir á leið okkara.

Fyrstu jólini heimanífrá

Við hesum sum bakstøði hugsaði eg at hugleiða eitt sindur um tvey tey fyrstu jólini, eg var í USA.

Eg var á bíbliuskúla, sum merkti, at flestu starvsfólk og næmingar komu aðrastaðni frá og fóru tí heim í jólafrí. Amerikanarar eru fittir og blíðir; og tey, sum ikki høvdu so langan tein heim, buðu okkum, sum komu langvegis frá, heim til teirra at halda jól saman við teimum. Har bar til hjá øllum at njóta eini hugnalig jól.

Fleiri buðu mær at koma heim til teirra, men eg veit ikki, tímdi ikki, segði, at eg hevði nógv skúlating, sum lógu á láni, og ætlaði at fáa tey frá hondini, nú øll vóru í jólafrí. Ljóðaði væl, men tit kunnu gita, hvussu nógv skúlating, eg fekk avgreidd. Null.

Havi ongantíð upplivað eini so keðilig jól, og tað var alt sjálvgjørt. Jólaaftan var serstakliga keðiligur. Eingin hugni. Bygningurin var mestsum tómur. Øll vóru í jólafrí, og tey, sum vóru eftir, vóru fólk, sum einki løgdu í jólini.

Fyrsti jóladagur var frægari. Fólk í samkomuni, eg gekk í, buðu mær til døgurða, og eg hevði ein hugnaligan dag saman við teimum.

Annan jóladag var einki – amerikanarar halda ikki annan jóladag. Og so vóru tað dagarnir millum jól og nýggjár.

Lágmarkið mundi vera eitt kvøldið, eg megnaði at steingja meg úti. Eg hevði til uppgávu hvørt kvøld at vaska gólvið í forhøllini. Eitt kvøldið, eg skuldi út at banka og rista mottuna, var eg óansin og læsti meg úti. Tað var hurðin millum lítlu útgongdina og sjálva forhøllina.

Har var eingin at rópa á, og tá var jú einki, sum æt fartelefon. Einasta at gera var at taka skitnu mottuna – hon var nokk so stór – og balla hana um meg. Minnist enn, hvussu kalt tað var. Eg var bara í eini tunnari nylonskjúrtu, og tað var hávetur. Fastlandsvetrar eru ikki at spæla við.

Ásla, systir mín, helt – tá ið eg fortaldi henni tað – at tað minti um gentuna við svávilpinnunum. Nei, so synd var tað kortini ikki í mær. Eg var, í hvussu so er, enn á lívi morgunin eftir.

Gloymi ongantíð, hvussu gott tað kendist, tá ið jólafrítíðin var av, og lív aftur kom í bygningin.

***

Árið eftir vóru tað aftur fleiri, sum buðu mær at koma heim við sær at halda jól. Eg gjørdi ikki sama feilin tvær ferðir og slapp at uppliva eini hugnalig jól á einum bóndagarði í Ohio, langt úti á landinum. At halda jól í kavakløddum umhvørvi saman við góðum fólki, ja, tað var sanniliga øðrvísi enn at liggja í einari forhøll, innballaður í eina skitna mottu.

Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta

Tað var býttisligt av mær at vera eftir á skúlanum og enntá fjákutari at halda, at eg fór at fáa nakað sum helst av skafti.

Og so eru vit aftur í Fyrra Timoteusbrævi, versunum, sum vit byrjaðu við. Tað er týdningarmikið at minnast, at Gud okkara er ein glaður Gud, og at Hann vil, at vit skulu njóta tað, sum Hann sendir á leið okkara. Einki andaligt er í ikki at vilja gera tað av berum tvørskapi.

Vandin er sjálvandi, at vit kunnu falla í hina grøvina, har vit halda okkum hava rætt til alt og so gerast óð og beisk, tá ið vit ikki kunnu njóta alt, ið vit halda okkum hava rætt til. Rætta javnvágin man vera tann, sum Paulus skrivar í Filippibrævinum 4.11-13:

„… eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“

Við hesum ynskja vit hvør øðrum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing í tí komandi árinum. Minnist til, at Frelsari okkara er ein hugnaligur Frelsari.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/12/Jol-i-Ohio.png 760 1523 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-12-12 07:00:002025-12-11 23:37:38Hugnaligi Jesus og vit

Bønarløtan

08/12/2025

Bønarløtan fyri desember 2025 – TAK NIÐUR

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/12/BL_12-1-pdf.jpg 746 529 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2025-12-08 13:15:562025-12-08 13:18:45Bønarløtan

Kristus – ikki kristindómur

28/11/2025

– við støði í bókini „Karamazov brøðurnir“

„Jesus segði við hann: „Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“ Jóhannes 20.29

„Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.“ Seinna Korintbræv 5.7

„Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.“ Hebrearabrævið 11.1

Stórur munur er á at hoyra til eina átrúnaðarliga skipan, har alt er skorið út í papp, og at hoyra Jesusi til. Tað fyrra krevur onga trúgv, tað seinni er ómøguligt uttan trúgv.

Við hesum sum grundstøði fara vit at vitja Fjodor Dostojevskij og bók hansara „Karamazov brøðurnir“.

Í bókini er eitt brot, har ein av brøðrunum, Ivan, sigur beiggja sínum, Aljosha, eina søgu, sum eitur „Tann stóri inkvisitorurin“.

Inkvisitorar vóru menn, sum arbeiddu fyri katólska rannsóknarrættin í miðøldini. Hetta vóru dómstólar, ið katólska kirkjan hevði stovnað til tess at berja niður trúarvillu og falstrúgv. Inkvisitorurin hevði vald til at avhoyra, døma og revsa tey, ið vóru undir illgruna fyri at ganga ímóti læruni hjá katólsku kirkjuni. Søgan fer fram í Spania.

Eg haldi søgan lýsir so væl munin á boðskapi Jesusar og skipaðum átrúnaði. Skipaði átrúnaðurin setur alt so greitt upp fyri okkum, at tað oyðileggur trúnna og tekur frælsið at velja og vraka frá okkum. Kristus gevur okkum hinvegin frælsi at velja.

Jesus og tann stóri inkvisitorurin

Í søguni kemur Jesus aftur til jarðar, eins og tá ið Hann kom fyrru ferð.

Tað var ein dagin, tá ið nærum hundrað fólk vóru vorðin brend á báli fyri at trúgva øðrum enn tí, sum kirkjan lærdi, at Jesus brádliga steig fram. Eins og fyrru ferð, Hann kom, gjørdi Hann mong undurverk. Og júst sum fyrru ferð komu teir hægstu – í hesum førinum inkvisitorarnir – og handtóku Jesus og dømdu Hann til deyða.

Seinni sama kvøldið kemur tann leiðandi – ella sum hann verður nevndur – „tann stóri inkvisitorurin“ til fangatippið, har Jesus situr. Inkvisitorurin er gamal, nærum 90, andlitið er følnað og eyguni hjánað, men enn er hann kortini bæði høgur og fattur. Hann heldur einari lampu í hondini, kemur nær upp at Jesusi og spyr: „Er tað Tú? Tú?“ Jesus svarar honum ikki.

„Í morgin,“ sigur inkvisitorurin, „verður tú brendur á báli.“

„Tú fórt skeivur hina ferðina í oyðimørkini, tá ið tann stóri andin kom til Tín. Tú skuldi havt tikið við tilboðnum. Tú hevði kunnað – hevði Tú tikið av – givið menniskjanum alt, tey veruliga vilja hava. Tann stóri andin bað Teg gera steinar til breyð. Fólk høvdu fegin lagt frælsi teirra við føtur Tínar, vistu tey, at Tú kundi geva teimum tað jørðiska breyðið.“

Tann stóri andin bað Teg leypa niður av takbrún tempulsins. Menniskju tráa ikki so nógv eftir Gudi sum tí yvirnatúrliga. Tú hevði kunnað mettað hasa tráanina, hevði Tú gjørt, sum andin beyð Tær.

Tann stóri andin lovaði Tær øll ríki heimsins. Tað einasta, sum Tær tørvaði fyri at fáa tey, var at falla niður og tilbiðja hann. Tú skuldi sagt ja, tí menniskjan vil hava onkran yvir sær, onkran, sum kann sameina tey. So leingi tey ikki hava tað, fara tey áhaldandi at liva í stríði hvørt við annað.“

Inkvisitorurin vildi vera við, at Jesus – við ikki at taka við tilboði Djevulsins – hevði lagt eina alt ov tunga byrðu á menniskjuna. „Menniskju eru skipað soleiðis,“ segði hann, „at tey fylgja Tær ikki, síggja tey ikki okkurt, sum tryggjar teimum vælferð, men síggja tey tað, ja, so fylgja tey Tær.“

„Trý eru,“ segði hann, „sum menniskju vilja hava. Tað er at hava onkran, sum tey kunnu lýða; onkran, sum ger undurverk; og onkran, sum tey kunnu tilbiðja. Hevði tú sagt ja, so hevði Tú kunnað givið menniskjanum tað, sum tað vil hava, og so hevði støðan í heiminum verið mangan betri, enn hon er.“

Inkvisitorurin helt fram: „Seinni bjóðaði tann stóri andin kirkjuni tað, sum hann fyrst hevði bjóðað Tær. Kirkjan tók av. Og við tað, at vit gjørdu tað, so hava menniskjuni nú ein, sum tey kunnu lýða; ein, sum ger undurverk; og ein, sum tey kunnu tilbiðja.“

Hvørki inkvisitorurin ella kirkjan vildu nú hava Jesus at koma og spilla spælið. Tí var tað, at teir handtóku Hann og fóru at brenna Hann á báli í morgin. Hann mátti beinast av vegnum.

Og so til okkara

Lætt er at gloyma munin á skipaðum átrúnaði og tí, sum Jesus stendur fyri. At fylgja Jesusi er ikki at fylgja átrúnaðarliga heiminum, men at hava eyguni vend á Hann, sum bara trúareygað kann síggja.

„Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið – fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið.

Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!

– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.“ Hebrearabrævið 13.12-14

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/11/Karmazov-brodurnir.png 852 1778 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-11-28 07:00:002025-11-26 18:54:11Kristus – ikki kristindómur

Teir lótu heilsa – Heilsanir í Rómbrævinum 16

15/11/2025

Vit hava nú í nøkrum greinum verið í Rómbrævinum, 16. kapitli. Evnið hevur verið heilsanir til fólk í samkomuni í Róm. Vit eru framvegis í 16. kapitli í Rómbrævinum, og evnið er – enn sum áður – heilsanir; men hesa ferð eru tað heilsanir, sum samverkamenn Paulusar senda samkomuni í Róm.

Nakrar viðmerkingar

Paulus skrivar Rómbrævið, meðan hann er í Korint á veg til Jerúsalem. Hann fer við gávu frá heidningasamkomunum.

Tað er móti endanum av Rómbrævinum, at Paulus kemur við fleiri heilsanum.

Kanska skilagott við einum yvirliti yvir Rómbrævið 16:

  • Vers 1-2:
    Paulus biður tey trúgvandi í Róm taka sær av Føbe.
  • Vers 3-16:
    Paulus heilsar samkomuni og persónum í samkomuni.
  • Vers 17-20:
    Paulus áminnir um tey, sum volda tvídrátt og ástoyt.
  • Vers 21-23:
    Heilsanir frá nøkrum av samverkamonnum Paulusar.
  • Vers 24-27:
    Endalig heilsan.

Og so fara vit til teirra, sum senda heilsanir. Nakrir teirra ferðaðust við Paulusi, nakrir búðu í Korint.

Timoteus

Timoteus er fyrsti maður at senda heilsan. Vit hava longu umrøtt hann í 4 greinum[1], so hann leypa vit um á hesum sinni. 

Lukius, Jason og Sosipater

Hesi nøvnini síggja vit aðrastaðni, bæði í Ápostlasøguni og í brøvunum.

Viðvíkjandi Lukius, so lesa vit um ein Lukius í Ápostlasøguni 13.1. Hetta er helst ein annar Lukius.

Viðvíkjandi Jason, so búði Paulus eitt stutt skifti hjá einum Jason í Tessalonika (Áp. 17.5-9). Møguliga er tað sami persónur.

Viðvíkjandi Sosipater, so er tað væl møguligt, at hetta er sami Sosipater, sum var í ferðalagi við Paulusi til Jerúsalem. Vit lesa um hann í Ápostlasøguni 20.4. Hann var sonur Pyrrus, úr Berøa.

Paulus kallar teir tríggjar skyldmenn sínar. Tað kann eisini umsetast landsmenn.

Tertius

Vit vita ikki annað um Tertius, enn at hann skrivaði Rómbrævið niður. Paulus hevur orðað, og Tertius hevur skrivað.

Gajus

Hetta er ivaleyst sami Gajus, sum Paulus nevnir í Fyrra Korintbrævi 1.14.

„Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,“

Hetta stuðlar undir, at Gajus kom til trúgv, fyrstu ferð Paulus var í Korint. Paulus kom fyrstu ferð hagar í Ápostlasøguni 18.1-17. Vit vita ikki, hvussu ofta Paulus vitjaði aftur, men hann var, ið hvussu er, aftur í Ápostlasøguni 20.2-3. Tað var undir hesi vitjanini, at Paulus skrivaði Rómbrævið, og at hann segði um Gajus, at hann lænti honum og allari samkomuni hús.

Vit lesa í Ápostlasøguni 18.7, at fyrstu ferð Paulus var í Korint, helt hann til hjá Titus Justusi eina tíð. Hildið verður, at hesin Gajus, ið nú letur heilsa, er – við fullum navni og heiti – Gajus Titus Justus. Um so er, er talan um ein múgvandi rómverja.

Erastus

Erastus var roknskaparstjórin í Korint, ein múgvandi og týðandi maður. Vit hava áður lagt út grein um hann[2].

Kvartus

Síðsti á listanum er Kvartus. Navnið kundi bent á, at hann var trælur ella hevði verið tað. Og um ikki, at hann, ið hvussu er, kom av fólki, sum høvdu verið trælir.

Annars vita vit einki um hann.

Sambandið, teir høvdu hvør við annan

Teir vóru ymiskir, Paulus og hesir átta. Teir komu úr ymiskum londum, tosaðu ymisk mál. Onkur var jødi, onkur heidningur. Onkur vaks upp sum trælur, onkur sum frælsur. Onkur vaks upp við ongum, onkur við nógvum.

Jú, munurin var stórur, men felagsnevnarin var Kristus, og tað vendir øllum upp og niður.

Sambandið, teir høvdu við tey í Róm

Paulus hevði ongantíð verið í Róm, og tað sama mundi vera galdandi fyri teir flestu av teimum átta. Og kortini heilsa teir teimum trúgvandi í Róm. Tað er kraftin í evangelium, ið ger tað. Hon skapar eitt band, sum bara tann kann skilja, sum sjálvur hevur upplivað tað.

Sambandið, teir hava við okkum

Tað, sum vit hava tosað um her, er nógv meira enn søgan um deyð fólk, sum livdu fyri mongum, mongum árum síðan. Nei, hetta er søgan um fólk, sum einaferð vóru deyð; men so møttu tey Kristusi og fingu ævigt lív.

Hesir eru livandi brøður okkara. Viðkomandi. Samband undurfult.


[1] Greinarnar vórðu lagdar út 22.09.2023; 06.10.2023; 20.10.2023 og 23.02.2024.

[2] Greinin varð løgd út 03.05.2024 – Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/11/Teir-lotu-heilsa.png 753 1402 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-11-15 08:00:002025-11-15 00:28:02Teir lótu heilsa – Heilsanir í Rómbrævinum 16

„Góð tíðindi“ útkomin

05/11/2025

Tíðarritið „Góð tíðindi“ nr. 6, dagfest november 2025, er júst útkomið og liggur nú í gongini í Betesda, har øll eru vælkomin at fáa sær eitt ella fleiri eintøk.

Í blaðnum hesaferð eru fleiri áhugaverdar greinar:

  • Forsíðugreinin „Rangur og rættur heilagleiki“ er skrivað av bíbliulæraranum H. A. Ironside, sum rámandi lýsir, at sonn hvíla og friður bert er at finna í Kristusi.
  • Inni í blaðnum er ein grein um upprunan til sangin: „Hann tekur ei gleðina frá tær“, sum norðmaðurin Trygve Bjerkreim yrkti, og Edmund í Garði týddi til føroyskt.
  • „Jesus elskar teg“, er heitið á aðrari grein í blaðnum, sum er skrivað av Maritu Nystrøm. Hon sigur frá hjartanemandi hendingum í lívinum hjá bretanum Jimmy Copland, sum var hermaður í Føroyum undir krígnum her hann giftist við Bjørgu Jensen (á Dul).
  • Í baksíðugreinini í „Góðum tíðindum“ hesaferð sigur Marita Nystrøm frá sínum persónliga vitnisburði um, hvussu hon fekk frið við Gud og fann hvíluna í Honum.

John í Skemmuni í Porkeri er útgevari av tíðarritinum „Góð tíðindi“.

Útgáva nr. 6, dagfest november 2025, er júst útkomið og liggur nú í gongini í Betesda, har øll eru hjartaliga vælkomin at fáa sær eitt ella fleiri eintøk.

Talgildar útgávur liggja á Evr.fo

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/11/EVR.fo-1-scaled.png 1280 2560 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-11-05 09:34:402025-11-05 14:46:36„Góð tíðindi“ útkomin

Heilsið endiliga (Triði partur av trimum)

31/10/2025

Trýfena og Trýfosa

„Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum!“ Rómbrævið 16.12a

Hildið verður, at Trýfena og Trýfosa – eins og mong onnur, ið verða nevnd her – vóru antin trælir ella fyrrverandi trælir. Møguliga hava tær verið systrar.

Áhugavert er, at nøvn teirra merkja følin og fín. Kanska hava tær ikki sæð út til at orka nógv, men tað gjørdu tær sanniliga. Grikska orðið, sum er umsett „arbeiða“, sipar til hart ella strævið arbeiði.

Persis

„Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum!“ Rómbrævið 16.12b

Persis var møguliga eisini trælur ella fyrrverandi trælur. Sum vit hava umrøtt áður, so merkir tað, at Paulus kallar hana hina elskaðu, at tey kendust væl. Hann skrivar ikki bara, at hon arbeiddi, men at hon arbeiddi nógv.

Og so er tað aftur orðingin „í Harranum“. Tað var tilknýti hennara til Hansara, sum gjørdi allan munin.

Rufus[1]

„Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum,“ Rómbrævið 16.13a

Orðingin „hinum útvalda í Harranum“ merkir, at hann var ein úrmælingur.

Móðir Rufus

„og móður hansara og míni!“ Rómbrævið 16.13b

Paulus nevnir hana ikki við navni, men kallar hana móður Rufusar og sína. Tað, sum helst liggur í orðingini, er, at Paulus hevur búð hjá henni, og at hon tá hevur verið honum sum ein móðir. Tað kann ikki prógvast, men hildið verður, at hon og maður hennara høvdu búð í Antiokia, og at tað var tá, at Paulus búði hjá henni.

Og so fleiri nøvn afturat

„Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum!“ Rómbrævið 16.14

„Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heiløgu hjá teimum!“ Rómbrævið 16.15

Leggið til merkis mynstrið í báðum versunum: Í 14. versi letur hann heilsa fimm persónum og síðan brøðrunum hjá teimum. Í 15. versi letur hann heilsa fimm persónum og síðan teimum heiløgu hjá teimum.

Vit vita einki um persónarnar, sum eru nevndir í 14. versi. Møguliga hoyra teir allir til sama húsarhald, onkur sum trælur, onkur sum frælsur.

Munurin á persónunum í 14. og 15. versi er, at í 15. versi er helst talan um eina familju. Filologus og Julia hava verið hjún, og Nereus og systir hansara hava verið børn teirra. Vit vita ikki, hvør Olympas var.

Í 14. versi endar Paulus við orðunum „og brøðrunum har hjá teimum“. Í 15. versi endar hann við orðunum „og øllum hinum heiløgu hjá teimum“. Orðingarnar sipa helst til trúgvandi, sum savnaðust saman við teimum. Helst hússamkomur.

Leggið til merkis, at í 14. versi nevnir Paulus teir brøður, og í 15. versi nevnir hann tey heiløg. At teir vóru brøður ella systkin, merkti, at tey vóru nær knýtt hvørt at øðrum; og at tey vóru heiløg, merkir, at tey vóru nær knýtt at Gudi.

Og so øll

„Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.“ Rómbrævið 16.16

Onkur heldur hatta vera løgnan sið – at heilsa hvør øðrum við heiløgum kossi. Veit ikki, í Italia gera tey tað. Tú verður nógv mussaður, bæði tá ið tú kemur á møti, og tá ið tú fert avstað aftur.

Tá ið vit royndu at greiða teimum á Balabac á Filipsoyggjum frá siðinum, hildu tey tað vera ógvuliga løgið. Tey høvdu aldri funnið seg í slíkum.

Hvussu er og ikki. Vit skilja øll tað, sum kossurin avmyndar, nevniliga, at vit koma hvør øðrum við og eru góð hvør við annan.

Leggið at enda til merkis, at Paulus skrivar: „Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.“ Tað er óhoyrt í Nýggja Testamenti ikki at vera partur av einari samkomu. Og so eisini tað, at hann skrivar, at tær lata heilsa. Tað vísir, at samkomurnar vóru góðar hvør við aðra.

Tað er soleiðis, at tað eigur at vera.


[1] Grein um Rufus og móður hansara varð løgd út 6. september 2024.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/10/Heilsa-1.png 640 1304 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-10-31 07:00:002025-10-30 22:30:53Heilsið endiliga (Triði partur av trimum)

Heilsið endiliga (Annar partur av trimum)

17/10/2025

Hóast Paulus ongantíð hevði verið í Róm, so sendi hann 26 heilsanir til fólk í samkomuni í Róm. Onkrir bíbliuummælarar halda ikki, at tað kann vera rætt, og vilja tí vera við, at heilsanirnar ikki eru partur av sjálvum brævinum, men eru lagdar afturat seinni.

Slík uppáhald fáa meg at smílast. Tann, sum hevur roynt tað, sum ger okkum til eitt í Harranum, ja, hann veit, at einki løgið er í tí, at Paulus kendi so mong.

Vælsignað band er tað,
sum semur okkum her,
várt bróðurfelag her í dag
líkt tí í Himli er.
(Nr. 653 í Nýggju Sangbók Guds Fólks)

Og so halda vit fram, har vit sleptu í fyrra parti.

Maria

„Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum!“ Rómbrævið 16.6

Nógvar Mariur eru í Nýggja Testamenti. Summar teirra vita vit nógv um, onkrar ikki so nógv, aðrar einki. Tað einasta, vit vita um hesa Mariu, er, at hon hevði arbeitt fyri samkomuna í Róm, og ikki bara tað, men eisini, at hon hevði arbeitt nógv.

Ein av mongu ókendu hetjunum í søgu samkomunnar.

Andronikus og Junias[1]

„Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!“ Rómbrævið 16.7

Junias er møguliga eitt kvinnunavn og eigur tí kanska av verða umsett Junia.

Orðið skyldmenn merkir ikki endiliga, at hetta vóru skyldfólk, tað kann eisini merkja, at teir vóru landsmenn. Hvussu er og ikki, har var eitt serligt tilknýti. At teir vóru samfangar, merkir, at har var nógv felags søga og felags líðing. At teir vóru nógv umhildnir, merkir, at har var virðing og vakur vitnisburður. At teir høvdu kent Harran longur enn Paulus, merkir, at har var búnaskapur og áhaldni.

Ampliatus

„Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum!“ Rómbrævið 16.8

Paulus kallar hann hin elskaða mín. Sum nevnt í fyrsta parti, so vil tað siga, at teir kendust væl.

Navnið Ampliatus er skrivað á veggin í einari katakombu í Róm. Hildið verður, at tað er skrivað onkuntíð í fyrstu øld – kundi verið sami Ampliatus.

Urbanus

„Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi,“ Rómbrævið 16.9a

Sum við flestu teirra, ið eru nevnd her, so vita vit ikki nógv um Urbanus. Vit vita tó, at hann hevði arbeitt saman við Paulusi og samstarvsfelagum hansara. At arbeiðið var gjørt í Kristusi, merkir, at tað var gjørt knýtt at Kristusi.

Stakys

„og Stakysi, hinum elskaða mínum!“ Rómbrævið 16.9b

Og so er tað aftur orðingin „elskaða mínum“. Paulus og Stakys hava kenst væl og hava havt nógva felags søgu.

Apelles

„Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi!“ Rómbrævið 16.10a

Hinum roynda í Kristusi. Tað er vakurt. Her var maður, sum hevði verið gjøgnum álvarsamar royndir og staðið tær. Og so er tað aftur orðingin „í Kristusi“. Orðingin kemur, sum áður nevnt, tíggju ferðir  fyri í heilsanunum, sum vit hyggja at. Hann hevði staðið royndirnar, tí hann livdi í Kristusi.

Tey hjá Aristobulusi

„Heilsið teimum hjá Aristobulusi!“ Rómbrævið 16.10b

Tey hjá Aristobulusi, meinast óivað við trælirnar í húsarhaldi Aristobulusar. At Paulus ikki sendir Aristobulusi sjálvum heilsan, kann merkja, at hann ikki var trúgvandi, ella at hann ikki longur var á lívi.

Søgan sigur frá einum Aristobulusi, sum var knýttur at Heródesi Agrippa (Ápostlasøgan 12). At næsti persónurin, sum Paulus sendir heilsan til – eftir teimum hjá Aristobulusi – er ein, ið nevnist Heródion, sum helst merkir „trælur hjá Heródesi“, kann vera ein ábending um, at talan her er um tann Aristobulus, sum var knýttur at Heródesi Agrippa.

Tað áhugaverdasta er kortini, at í heiminum hjá ríkmanninum Aristobulus var ein bólkur av trúgvandi, og at Paulus heilsaði teimum.

Heródion

„Heilsið Heródion, skyldmanni mínum!“ Rómbrævið 16.11a

Navnið Heródion, kundi bent á, sum nevnt, at talan er um ein persón, sum hevði verið trælur hjá einum av Heródes-monnunum. Um so er, er helst talan um mann, sum var loystur úr trælabandinum og nú búði sum fríur maður í Róm.

Harmiligt, at vit ikki vita meira, men eisini spennandi. Hetta vísir, hvussu fjølbroytt bakstøðini vóru hjá teimum trúgvandi í Róm.

At Paulus nevnir hann skyldmann, merkir helst, at teir vóru landsmenn.

Tey hjá Narkissusi

„Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!“ Rómbrævið 16.11b

Sum við Aristobulusi er Narkissus ríkmaður, sum antin ikki var partur av samkomuni ella ikki longur var á lívi.

Søgan sigur frá um ein Narkissus, ein fyrrverandi træl, sum seinni gjørdist ein av týðandi monnunum í Róm og var enntá í tænastu hjá Klaudiusi keisara. Lív hansara fekk tó ein syrgiligan enda við tað, at hann beindi fyri sær. Hetta var nøkur ár, áðrenn Rómbrævið var skrivað.

Tað stóra er tó ikki, at hesi, sum Paulus heilsar, hoyrdu Narkissusi til, men at tey hoyrdu Harranum til.


[1] Vit løgdu eina grein um Andronikus og Junias út 23. august 2024.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/10/Heilsa-A-scaled.png 1045 2560 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-10-17 07:00:002025-10-16 23:25:34Heilsið endiliga (Annar partur av trimum)

Bønarløtan

03/10/2025

Bønarløtan fyri oktober 2025 – TAK NIÐUR

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/10/BL_2025_10-pdf.jpg 746 529 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2025-10-03 13:38:042025-10-03 13:40:34Bønarløtan

Heilsið endiliga (Fyrsti partur av trimum)

03/10/2025

Paulus sendi ofta heilsanir. Her er Rómbrævið í serflokki við fleiri enn 30 heilsanum – 26 til einstaklingar og 5 til teirra, sum vit kalla húsasamkomur. Vit kunnu kanska eisini kalla tær bíbliubólkar. Umframt hetta lata eisini teir, sum eru saman við Paulusi, heilsa.

Ein fjálgur hiti kennist í hesum heilsanunum, sum ger, at tað kundi lívgað okkum, at hugt at teimum.

At heilsanirnar eru so nógvar, merkir, at vit fara at hyggja at teimum í hesi og teimum báðum næstu greinunum.

Áðrenn vit koma til heilsanirnar

Nøvn

Tá ið Nýggja Testamentið varð skrivað, høvdu nøvn ofta meira at siga enn nú á døgum. Nøvnini vístu ofta, um viðkomandi var av múgvandi ætt ella ikki, og um foreldur ella abbar og ommur høvdu verið trælir ella ikki o.s.fr. Summi nøvn vóru vanligari millum jødar, og onnur nøvn vóru vanligari millum heidningar.

Nøvnini, sum vit lesa um í 16. kapitli í Rómbrævinum, geva eina ábending um, at samkoman var fyri tað mesta samansett av heidningum, og at nógv av fólkunum vóru trælir ella høvdu verið trælir ella vóru eftirkomarar hjá trælum.

At nógvar kvinnur fáa heilsanir, sigur ikki so lítið um samkomuna.

Í Harranum, í Kristusi og í Kristi Jesusi

Hesar orðingarnar koma 10 ferðir fyri í heilsanum hjá Paulusi her í Rómbrævinum 16. Tað var støða teirra í Kristusi, sum taldi.

„Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.“ Efesusbrævið 2.19-20

Hinum elskaða og hini elskaðu

Tá ið Paulus skrivaði Rómbrævið, hevði hann sjálvur enn ongantíð verið í Róm. Vit halda, at hetta merkir, at flestu teirra, sum hann sendir heilsanir til, eru fólk aðrastaðni frá, men sum nú búðu í Róm.

Orðingarnar „hinum elskaða“ og „hini elskaðu“ koma 4 ferðir fyri. Hildið verður, at tey, sum hann kallaði so, eru fólk, sum hann kendi serliga væl.

Og so til heilsanirnar

Fyrsta heilsanin er til Prisku og Akvila; næsta er til samkomuna, sum kom saman í heimi teirra; og triðja er til mann, nevndur Epenetus, sum óivað hevur verið serliga nær knýttur Prisku og Akvila.

 Heilsið Prisku og Akvila (Róm. 16.3-4)[1]

Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi! Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.

Paulus skrivar um Prisku og Akvila, at tey høvdu arbeitt saman við honum. Vit vita sjálvandi ikki alt, sum hetta inniber; men har hevur verið nógv felags søga. Paulus skrivar, at allar samkomur heidninganna takkaðu teimum. Vit kenna ikki alt bakstøðið, men ríkt hevur tað verið.

Og so leggur Paulus afturat, at tey høvdu enntá vágað lív sítt fyri hann.

„Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 3.16

 Heilsið samkomuni í heimi teirra (Róm. 16.5a)

Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra!

Tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv vit vita um samkomuna, sum kom saman í heimi teirra. Og tó, hetta er næsta familja. Hann, sum var høvd teirra, er eisini høvd okkara. Vit eru øll partur av sama likami. Spennandi verður einaferð at møta teimum.

 Heilsið Epenetusi (Róm. 16.5b)

„Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!“

Hetta er einastu ferð, Epenetus er nevndur. At Paulus skrivar „hinum elskaða mínum“, merkir, at teir hava kenst væl. Og at hann var „frumgróður Asia fyri Kristus“, merkir, at hann var ein av teimum fyrstu í Asia at koma til trúgv.

At hann er nevndur beint eftir Prisku og Akvila og samkomuni í húsi teirra, kundi bent á, at hann kom til trúgv gjøgnum Prisku og Akvila, og at hann var komin til Róm við teimum.

***

Fløvandi er at hitta slík trúgvandi. Jú, 2000 ár eru millum okkum og tey, og mentanarmunurin er nógv størri, enn vit skilja. Og tó. At Kristus er felagsnevnarin, skapar kennskap, sum bara unnist teimum, ið hoyra Honum til.


[1] Grein um Prisku og Akvila varð løgd út 5. apríl 2024.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/10/Heilsa.png 1122 1898 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-10-03 09:08:192025-10-16 23:18:48Heilsið endiliga (Fyrsti partur av trimum)

Zacharias Zachariassen: Brot úr tveimum talum við 60 ára millumbili

19/09/2025

„… Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin.“ Seinna Kongabók 4.9

Fyri mær var hatta Zakaris. Vit sakna hann. Hann hevði fylt 90 í summar.

Vit fara at hyggja at brotum úr tveimum talum hjá Zakarisi. Tann fyrra er frá evangeliskum møti – skilji eg tað rætt – heilt afturi í 50-unum. Tann seinna er úr talu, sum hann talaði á uppbyggingarmøti í 2017, nakrar mánaðir, áðrenn Harrin tók hann heim. Har eru mong ár ímillum. Áhugavert er at síggja munin á stílinum, men boðskapurin er hin sami, nevniliga, at tað er bara Ein, sum kann grípa inn og frelsa – Harri okkara, Jesus Kristus.

* * *

Brot úr talu frá 50-unum

Eg kenni við mær sjálvum, at Harrin hevur lagt mær ein boðskap á hjartað í kvøld, og eg eri vissur í, at her eru mangar sálir inni í kvøld, sum treingja til ein Frelsara, sum treingja til at játta sínar syndir yvir fyri tí livandi Gudi. Og eg eri klárur yvir tað, at sjálvt um hesin boðskapurin skal vera veikur og elendigur, so er tað ein boðskapur, sum Harrin sjálvur hevur lagt mær á hjartað.

Eg vildi gjarna í kvøld lisið nøkur skriftstøð út frá Guds orði og víst á, hvussu menniskjalyndið er, og hvussu mangan, vit kunnu játta várar syndir, og álíkavæl einki meina við tað. Vit kunnu lesa frá Aðru Mósebók, 9. kapittul og 27. vers:

„Tá sendi Farao boð eftir Mósesi og Áron og segði við teir: „Hesa ferð havi eg syndað! Tað er HARRIN, sum hevur rætt, eg og fólk mítt, vit hava órætt!““

Vit síggja her, at tá ið Harrin noyddist at leggja Sína hørðu hond á Farao, tá rópar hann og sigur – eg havi syndað. Á, hvussu mangan,  tá ið vit standa yvir fyri tí livandi Gudi, tá ið trupulleikar, sjúka og elendigheit kemur á okkara leið, at vit rópa á Harran og siga: „Eg havi syndað.“ Og vit síggja her, at sjálvt um hann rópar hetta, so álíkavæl, so vil hann ikki av fullum hjarta geva seg yvir til tann livandi Gud.

Kæri vinur! Um tú hevur verið í einari slíkari støðu, sum Farao her. Um tú hevur verið úti á havinum, og tú ert ein sjómaður, og um tú hevur verið í illveðri, í ódnarveðri, og skipið er líka við at forlista, og tú hoyrir, hvussu viðurin brakar, hvussu masturin brotnar, og hvussu alt ber inn í deyðan, og tá ið aldurnar eru við at gloypa tínum vraki. Tá rópar tú til Gud og sigur: „Eg havi syndað.“

Men hvat hendir? Tá ið aftur er blivið slætt, so hevur tú gloymt alt, sum hendi. Á, kæri vinur! Gud er ikki at spotta.

* * *

Brot úr talu frá 2017

Gott kvøld øll somul og gleðiligar páskir. Tað er mær ein stórur framíhjárættur at hava eitt orð her í kvøld, og eg vóni, at Harrin skal signa tað til hvønn einstakan av okkum.

Eg vil fegin lesa nøkur vers úr Rómbrævinum áttanda kapitli:

„Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Róm. 8.2

„í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú. Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.“ Róm. 8.21-23

Orð Guds og aldarlangar royndir menniskjans vísa okkum týðiliga og greitt, at hesin heimur er ein táradalur og eitt deyðans tilhaldsstað.

Eg havi í hesum sambandi hugsað nógv um, hvussu mong av okkara kæru náðisystkjum hesa seinastu tíðina eru rakt av sjúku og líðing av ymiskum slagi, og hvussu bæði tey sjálv og familjur teirra fara ígjøgnum ómetaligar likamligar og sálarligar líðingar og pínu. Eg føli so hjartaliga við tykkum og biði Gud um at troysta tykkum og linna pínuna ella grøða sjúkuna, um so skuldi verið Hansara vilji.

Í náttúruni er ein lóg, sum ger seg galdandi innan øll økir og ger, at alt, ið skapt er, eldist, viknar, følnar, fúnar, rustar, forferst og við tíðini forgongur og doyr. Orð Guds kallar hesa lóg fyri lóg forgeingiligleikans, trældómur forgeingiligleikans. Vit uppliva hana øll somul hvønn dag.

Men boðskapurin endar ikki so dapur har, tí so sigur ápostulin, at vit: „stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara.” Hvussu letur hetta seg gera? Jú, Hann, Harrin Jesus, bar syndina og bannið á likami Sínum. Tí er tað, vit lesa í Opinberingini 22. kapitli, vers 3, at: „Einki bann skal vera longur.“

Hetta er dýrdin. Hetta er endurloysing likams okkara. Hetta er uppreisnin, og hetta er hin sæla vónin, sum vit tráa og stunda eftir.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/09/Zacharias-Zachariassen.png 503 750 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-09-19 07:00:002025-09-17 19:28:45Zacharias Zachariassen: Brot úr tveimum talum við 60 ára millumbili
Page 3 of 26‹12345›»

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top