Bønarløtan
Bønarløtan september 2025 – TAK NIÐUR
Bønarløtan september 2025 – TAK NIÐUR
„Jesus svaraði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, brøðrum, systrum, móður, faðir, børnum ella jørð fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, uttan hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, …“ Markus 10.29-30
Myndin omanfyri er tikin í BWI floghavnini 14. desember 1985 (BWI stendur fyri Baltimore Washington International). Menninir á myndini eru – saman við konum og børnum – komnir at siga okkum farvæl. Vit høvdu nú í tvey ár bíðað eftir at fáa innfararloyvi til Indonesia, men har var einki komið. Og nú høvdu vit avgjørt at fara til Føroyar at halda jól. Um innfararloyvi at fara til Indonesia ikki kom innan ársskiftið, so fóru vit til Filipsoyggjarnar. Tað bleiv Filipsoyggjar, og har lendu vit 18. januar 1986.
Aftur til menninar á myndini. Nøvnini eru frá vinstru: Brian, kona hansara eitur Vicky; Frank, kona hansara var Joyce; og Jim, kona hansara eitur Barb. Orðtøkini 20.6 siga:
„Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?“
Hetta vóru fólk, sum aftur og aftur høvdu prógvað, hvat tað er at vera trúføst vinfólk – serliga hesa tíðina, vit høvdu bíðað eftir innfararloyvi til Indonesia.
Ætlanin hevði verið at fara til Indonesia á sumri 1984, men so læsti Harrin dyrnar. Vit høvdu vónað, at tær fóru skjótt upp aftur, men so skuldi ikki verða, og nú vit vóru í floghavnini, hálvtannað ár seinni, vóru tær enn læstar.
Ben varð føddur 15. november 1984. Ætlanin hevði verið, at hann skuldi verða føddur í Indonesia, men so bleiv ikki. Hann varð føddur í Baltimore inn í umstøður, har alt var fyribils. At liva undir so óvissum umstøðum við trimum smáum børnum var ikki bara sum at siga tað. Tá kendist serliga gott at hava góðar vinir rundan um seg. Harrin gav okkum nógv góð vinfólk hesi árini, men hesi trý hjúnini, sum vit tosa um her, royndust okkum serliga væl. Hetta vóru fólk, sum brendu fyri at vera liðir í, at evangeliið fór út til endar jarðarinnar. Tað var verk Harrans, tað snúði seg um, ikki alt tað, sum flest onnur liva fyri.
Eitt, sum er serligt við myndini, nú mann hyggur at henni, er, at hetta var síðstu ferð, vit øll vóru saman. Næstu ferð, vit komu aftur, vóru Barb og Jim flutt. Og aftur nøkur fá ár seinni fluttu Vicky og Brian. Eftir amerikanskum málistokki fluttu Barb og Jim ikki so langt, bara til Pennsylvania. Tað var tó so mikið langt, at tað var langt ímillum, at vit sóu hvør annan. Vicky og Brian fluttu allan vegin til Kalifornia. Barb og Jim búgva nú í Florida, og Vicky og Brian í Wyoming. Vit hava hildið sambandið øll árini, og sjálvt um tað kann vera langt ímillum, at vit møtast, so er tað altíð gott og gevandi at vera saman aftur.
Joyce og Frank vóru tey einastu, sum ikki fluttu burt; men tíverri mistu vit sambandið við tey. Nøkur ár eftir, at vit fluttu til Filipsoyggjar, vendi Frank bæði Harranum og familjuni bakið. Ómetaliga syrgiligt. Vit høvdu samband við Joyce nøkur ár eftir hetta, men so bleiv hon eisini burtur. Keðiligt – men kortini minnast vit við takksemi vinabandið, sum vit einaferð nutu saman.
Í Bíbliuni stendur nógv um vinabond, og hvussu týdningarmikil tey eru. Týdningurin gerst ikki minni, sum vit eldast.
Í Orðtøkunum stendur:
Job hevur eisini nógv at læra okkum um vinabond:
Og so eitt rend í Ápostlasøguna 27.3:
„Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius – sum vísti Paulusi vælvild – gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra.“
Vit enda við Orðum Jesusar í Jóhannesi 15.14-15:
„Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.“
Gott at eiga góðar vinir og ikki minst Vinin, sum ber av øllum.
Tað er so lætt at steðga upp. Ótrúliga lætt. Tá er gott at hava havt fólk á leiðini, sum hava havt dirvi og vísdóm at givið okkum neyðugu skumpini.
Hugsaði at siga frá tveimum kvinnum, sum Harrin nýtti, júst tá ið Cathy og eg høvdu brúk fyri slíkum skumpum. Báðar eita Joy, og báðar eru knýttar at býnum Baltimore í USA. Onnur búði har eitt ár; hin hevur búð har alt lívið og býr har enn.
Tað, sum eg her sigi frá, fór fram fyri meira enn 40 árum síðan, men vit njóta ágóðan av tí enn.
„og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“ Hebrearabrævið 10.25
Harrin nýtti Joy Cunningham at geva okkum eitt skump, tá ið tað kom til at ganga á møti.
Vit møttu Joy og manni hennara, Arthur, nakrar mánaðir eftir at Cathy og eg fluttu til Baltimore. Vit vóru grannar. Hetta var í 1980. Cathy og eg leitaðu eftir eini samkomu at ganga í. Men eftir at hava leitað í eina tíð, góvu vit so við og við uppat at leita – og at ganga á møti. Tað vardi tíbetur ikki so leingi, men var kortini ósunt.
Joy og Arthur vóru eini 20 ár eldri enn vit. Tey vóru kanadiarar, men búðu nú eitt ár í Baltimore, meðan Arthur fekk sær víðari útbúgving innan røntgenviðgerð.
Grundin til, at vit komu at kennast, var, at vit høvdu vitjað samkomuna, sum tey gingu í, og onkur í samkomuni hevði sett tey í samband við okkum. Samkoman var júst tann, sum vit høvdu leitað eftir, men onkursvegna fingu vit bara ikki upp í lag at fara aftur hagar.
Ein dagin sigur Joy við meg, at hon hevði lagt til merkis, at vit gingu ikki á møti. Hon segði, at hon bað fyri okkum. Hon visti, at Harrin hevði kallað okkum at fara út sum trúboðarar og var stúrin um tað, sum hon nú sá. Hon nevndi eisini, at hon og Arthur kendu, at ein orsøk til, at Harrin hevði leitt tey inn í lív okkara, var at eggja okkum til ikki at sleppa kallinum.
Vinabandið við Joy og Arthur fekk okkum so líðandi at síggja álvaran í tí ikki at ganga á møti. Og stutt áðrenn Heidi varð fødd í februar 1981, byrjaðu vit regluliga at koma í samkomuna, sum Joy og Arthur gingu í. Hetta hevur verið heimasamkoma okkara í USA líka síðan.
Vit vóru grannar í eitt ár. So fóru tey aftur til Kanada, og vit fóru til Pennsylvania. Tey fóru aftur til arbeiðið innan heilsuverkið, og vit fóru aftur til útbúgving okkara við New Tribes Mission. Tey búðu langt vesturi í Kanada, og vit búðu á eystursíðuni í USA. Hóast vit samskiftu regluliga, hittust vit ongantíð aftur; men slík fólk gloymir tú ikki.
„Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnakøst tíni vera beint fram undan tær!“ Orðtøkini 4.25
Ivast ikki í myrkrinum um tað, sum Gud hevur víst tær í ljósinum. (William Carey)
Harrin nýtti Joy Warnken at geva okkum eitt skump, tá ið vit hugsaðu um at sleppa tankanum at fara út á trúboðanarmarkina.
Veruleikin er, at av teimum, sum seta sær fyri at fara út sum trúboðarar, eru tað fá, sum fara. Mangt kann koma á leiðina, men eg haldi, at ein stór orsøk er manglandi undirtøka. Manglandi skump kunnu vit eisini siga.
Eg gloymi ongantíð, hvussu góðan hug eg hevði bara at sleppa tankanum um at fara út. Tað tóktist mær láturligt at billa mær inn, at eg kundi megna nakað slíkt. Og so var tað eisini tað, at eg nú var familjumaður. Har vóru fleiri atlit at taka.
Joy og Cathy høvdu kenst í mong ár. Cathy kom til trúgv sum 16 ára gomul og kom nøkur ár seinni upp í bíbliubólkin hjá Joy.
Joy, sum var ógift og lærarinna, halgaði alla frítíð sína til ungdómin. Mong savnaðust hjá henni. Á myndini síggja vit Joy saman við nøkrum teirra. Hon er longst til høgru í øðrum rað. Cathy er nr. 3 frá vinstru í sama rað.
Eftir at Cathy og eg komu saman, kom hon eisini at hava ein týðandi lut í mínum lívi. Ein dagin nevndi eg við Joy, at eg helt, at tað var helst ikki ætlanin, at Cathy og eg skuldu fara út sum trúboðarar. Hon svaraði stutt og greitt, at tað var nakað tvætl. Eingin skuldi billa henni inn, at tað ikki var vilji Harrans við okkum. Og so varð einki meiri roks um tað. Joy hevur altíð stevnt móti málinum sjálv og væntað tað sama av øðrum.
Tað er gott at gera tað til eina meginreglu aldri at gevast, meðan tú ert mótfallin. Ætlar tú at skifta kós, bíða so, til tú hevur fingið mótið aftur.
Kanska sagt eitt sindur óstortsliga, men Skriftin hevur ikki nógv gott at siga um fólk, sum stungu í sekkin, tá ið mótbrekkan gjørdist tung.
Skulu vit megna at halda á, so tørvar okkum fólk í lívi okkara sum tær báðar Joy, fólk, sum duga at halda okkum til, og sum tora at geva okkum eitt skump.
Og so mugu vit eisini spyrja okkum sjálv, hvussu mong eru steðgað upp, tí vit ikki komu teimum til hjálpar og styðjaðu tey fram á leiðini? Álvarsamt. Tað er lætt at tosa um tey, sum gevast, men ikki so lætt at tosa við tey.
Vert at taka til eftirtektar.
Blídni er týdningarmikið – ikki minst í samkomuhøpi. Tú minnist tað, bæði tá ið tað er jaligt, og tá ið tað er neiligt.
Eg fari ikki at festa meg við ta neiligu síðuna. Har havi eg helst svikið alt ov ofta sjálvur, kanska enntá uttan at hava givið mær far um tað.
Vit halda okkum til jaligu síðuna.
Hvør lívsælt er tað, meðan her vit fara
sum gestir gjøgnum heimsins myrku lond,
at savnast so við Harrans lítla skara
í bróðurfriði og í kærleiksond!
Ókent sálmaskald (V. Danielsen týddi úr norskum).
Tá ið eg fór at hugsa um evnið, komu mær í hug eini eldri hjún úr Baltimore. Baltimore er heimstaðurin hjá Cathy. Hjúnini itu Elsa Marie og Milton Loizeaux.
Vit hittu tey heilt afturi í 1980. Nógv vatn er runnið í havið síðan tá. Løgið, at júst tey komu mær í hug. Eg kundi nevnt mong onnur, bæði í Føroyum, Baltimore og aðrastaðni við. Eg haldi, at orsøkin til, at eg kom at hugsa um tey, er, at tey vóru har, júst tá ið okkum serliga tørvaði tað. Vit vóru jú júst flutt til Baltimore, og nógvar avbjóðingar stóðu fyri framman.
Baltimore økið er stórt, og vit búðu í so langt frá samkomuni, sum Cathy hevði verið knýtt at, áðrenn hon fór á skúlan hjá NTM. Vit valdu at finna onkra samkomu, sum var nærri við, har vit búðu. Fyrsta samkoman, sum vit vitjaðu, æt Loch Hill Chapel. Samkoman var lítil, og miðalaldurin var í so høgur. Tað var her, at vit møttu Elsa Marie og Milton Loizeaux.
Eftirnavnið Loizeaux er franskt og trupult at úttala, men eg kendist við tað beinanvegin. Tað var navnið á einum stórum kristnum bókaforlagi „The Loizeaux Brothers“. Eg spurdi, um tað var sama eftirnavn, og jú, so var. Loizeaux brøðurnir vóru abbabeiggjar Milton Loizeaux.
Vit vóru nógv saman tær næstu vikurnar.
Familjan var stór og nær knýtt. Hugaligt at møta slíkum familjum. Systir Milton og maður hennara vóru trúboðarar í Afrika og vóru júst tá heima í farloyvi. Eisini sera fitt og fyrikomandi fólk.
Hóast vit kendu okkum væl millum teirra, so kendu vit tó, at okkum tørvaði eina samkomu, har miðalaldurin ikki var so høgur, har tað vóru fleiri fólk á okkara egna aldri. Eg minnist, hvussu keddur eg var at skula siga Milton, at vit komu helst ikki at ganga í teirra samkomu. Men tað var eingin trupulleiki. Tey skiltu okkum væl og vóru júst líka fitt og blíð hóast tað. Vit møttust ikki so ofta eftir hetta, men tá ið vit møttust, vóru tey altíð somu fittu, blíðu fólkini.
Milton Loizeaux var knýttur at einum bíbliuskúla í Baltimore. Skúlin æt Baltimore School of the Bible. Hetta var ein kvøldskúli, har tilkomin fólk kundu fáa miðvísa bíbliuundirvísing uttan at noyðast at gevast við teirra dagliga yrki. Seinni skilti eg, at hann var ein av teimum leiðandi á skúlanum. Eg visti ikki fyrr enn seinni, hvussu væl kendur bæði skúlin og Milton vóru í øllum Baltimore umráðnum. Eg visti heldur ikki, at Loizeaux navnið var væl kent innan vinnulívið í Baltimore. Millum annað var pápi Milton ein av stigtakarunum, tá ið „Baltimore Gas and Electric“ á sinni varð stovnað. BGE veitir el til Baltimore og alt økið har rundanum. Har búgva væl meira enn ein millión fólk. Kanska ikki so løgið, at eg ikki visti um alt hetta fyrr enn seinni. Milton tosaði ikki um seg sjálvan. Tað snúði seg um hini.
So spola vit 17 ár fram og koma til 1997. Vit eru í farloyvi og eru boðin til eina trúboðarastevnu hjá áðurnevnda bíbliuskúlanum í Baltimore. Tá ið eg komi inn, síggi eg Milton og fari yvir at heilsa upp á hann. Hann kendi meg ikki. Sonurin segði, at pápin hevði fingið minnissvinn (demens). Nøkur ár seinni flutti hann heim í dýrdina.
Jú, mong ár eru liðin, men blíðskapin minnast vit enn. Hann situr eftir – nógv longur enn vit ána.
„Brøðurnir har – sum høvdu frætt um okkum – komu ímóti okkum … Táið Paulus fekk at síggja teir, takkaði hann Gudi og fekk mót av nýggjum.“ Ápostlasøgan 28.15
„Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli.“ Rómbrævið 15.29
„Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.“ Ápostlasøgan 28.2
At vísa blíðskap er at geva fólki mót av nýggjum (Áp. 28.15). Tað er at koma við signing Kristusar í fullum máli (Róm. 15.29). Tað er at vísa teimum óvanligan menniskjakærleika (Áp. 28.2).
Onkur hevur sagt tað soleiðis:
„Minst til, at øll, tú møtir, stríðast við okkurt. Blídni lættir teimum um byrðuna.“
„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Demas man vera ein av kendastu samverkamonnum Paulusar. Tíverri var tað ikki fyri tað góða, sum hann hevði gjørt, men tí hann fekk kærleika til heimin og rýmdi.
„Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas – ið gera sama verk sum eg.“ Filemon 23-24
„Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.“ Kolossebrævið 4.14
Fyrstu ferð, vit møta Demasi, er í Filemonbrævinum og í Kolossebrævinum. Paulus situr fangi í Róm, og Demas, Epafras, Markus, Aristarkus og Lukas eru hjá honum.
Menninir, sum eru nevndir saman við Demasi, eru allir sannar Andans hetjur. Tú fært kensluna av, at Demas stóð einki aftan fyri hinar. Allir vóru menn, sum tordu at standa á Harrans síðu.
Demas er nevndur saman við Lukasi í báðum brøvunum – Filemonbrævinum og Kolossebrævinum. Hetta kundi bent á, at teir vóru nær knýttir hvør at øðrum. Áhugavert er, at í Seinna Timoteusbrævi – beint eftir at Paulus hevur sagt, at Demas var farin frá honum – sigur Paulus, at eingin var hjá honum uttan Lukas (2. Tim. 4.11). Tað átti at verið Lukas og Demas, men Demas var rýmdur.
Paulus sat tvær ferðir fangi í Róm. Tað, sum vit lesa um Demas í Kolossebrævinum og Filemonbrævinum, er í sambandi við fyrru fongslingina. Tað, sum vit lesa um Demas í Seinna Timoteusbrævi, er í sambandi við ta seinnu fongslingina. Líkt er til, at hann er rýmdur nakað eftir, at Paulus er settur fastur.
„Tí Demas fór frá mær …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Orðingin, sum er umsett fór frá mær, kemur tvær ferðir fyri í fjórða kapitli í Timoteusbrævinum. Ta fyrru ferðina í 10. versi – sí omanfyri – og seinnu ferðina í 16. versi, har tað er umsett „sviku meg“.
„Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg …“
At rýma, so sum Demas gjørdi, er tað sama sum at svíkja. Í 16. versi eru tað øll, ið svíkja. Vit vita ikki, hvørji hesi „øll“ eru, ella hví tey sviku hann, men í 10. versi kenna vit svíkjaran, tað var Demas. Demas var ein maður, sum Paulus skuldi havt kunnað litið á, men nei. Slíkt kenst beiskt.
„Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri; nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín, tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.“ Sálmur 55.13-15
Vit síggja eisini hasa orðingina fór frá ella sveik í Hebrearabrævinum 10.25:
„og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“
Her er tað umsett „at geva uppat“. Bæði áhugavert og álvarsamt. At halda uppat at koma saman er at svíkja. Tað var hetta, Demas gjørdi seg sekan í. Og tað er skrivað okkum til lærdóm (Róm. 15.4).
Kærleikin til heimin dró hann burtur frá Paulusi. Eitt, sum er so ræðandi her, er, at tað er væl møguligt, at Demas sjálvur einki skeivt sá í tí, sum hann gjørdi. Møguliga kundi hann geva fleiri skilagóðar grundir fyri, hví tað var rætt av honum at rýma frá Paulusi og fara til Tessalonika. Kanska helt hann seg tæna Gudi við tí, sum hann gjørdi – segði kanska, at tað var serligur tørvur fyri honum í Tessalonika. Kanska. Og tó – og hetta er tað álvarsama – so skrivaði Paulus, leiddur av Heilaga Andanum:
„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10
Jóhannes ápostul tvætlaði ikki, tá ið hann skrivaði:
„Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum. Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 2.15-17
„Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! …“ Seinna Timoteusbræv 1.16
„Heilsa … húsi Onesiforusar!“ Seinna Timoteusbræv 4.19
Navnið Onesiforus merkir „hann, ið kemur við tí, ið hent er“. Navnið minnir um navnið Onesimus, trælin, sum vit lesa um í Filemonbrævinum. Onesimus merkir „hentur“.
Vit møta Onesiforusi bara tvær ferðir í Skriftini – báðu ferð í Seinna Timoteusbrævi – eina ferð í fyrsta kapitli og eina ferð í síðsta kapitli.
Harrin vísi húsi Onesiforusar miskunn! … Harrin gevi honum at finna miskunn hjá Harranum hin dag!“ Seinna Timoteusbræv 1.16 og 18
Við orðinum „miskunn“ meinar Paulus við lønina, sum Harrin fer at veita trúføstu Sínum „hin dag“. Sanniliga áhugavert, at enntá løn okkara verður eitt úrslit av miskunn Harrans.
Onesiforus var úr Efesus. Paulus hevði sjálvur virkað har í trý ár. Hann fór haðani um ár 56. Nú hann skrivar Seinna Timoteusbræv er tað eini tíggju ár, síðan hann var har. Sambandið millum Paulus og tey í Efesus var sera gott fyrstu mongu árini, eftir at Paulus fór haðani, men so er eitt ella annað hent, og Paulus skrivar í Seinna brævinum til Timoteus, at:
„Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær; millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.“ Seinna Timoteusbræv 1.15
Har er Efesus íroknað. Býurin var jú ein av størstu býunum í Asia. Onkrir sólglottar vóru tó. Timoteus var har, og hann hevði sjálvandi ikki vent honum bakið og heldur ikki Onesiforus og hús hansara.
Gott at hava Onesiforusar í lívi okkara, fólk, sum styrkja okkum, tá ið gøtan gerst tung, veðrið ringt og vinirnar fáir. Tað var ikki bara eina ferð ella tvær ferðir, at Onesiforus hevði gjørt tað, nei, Paulus sigur, at Onesiforus hevði mangan styrkt hann. Vit taka tað at merkja, at hann hevði styrkt Paulus bæði í Efesus og í Róm.
Skammast. Hetta er triðju ferð – her í fyrsta kapitli – at vit síggja tað orðið (1.8, 12 og 16). At Onesiforus ikki skammaðist við leinkjur Paulusar, merkir, at hann tordi at leita hann upp, og at gera tað var ikki bara bara. Tú kundi lættliga sjálvur koma undir illgruna.
Sjálvur sá Paulus leinkjur sínar sum ein heiður (Ef. 6.20). Eg haldi ikki, at vit fara skeiv, um vit siga tað sama um Onesiforus.
Onkur hevur lýst hendingina soleiðis:
„Mitt í stórari fjøld, har fólkið streymar aftur og fram, síggja vit ein, hvørs andlit lýsir av miðvísi – ein mann við greiðari ætlan. Hann er fremmandur og ókendur. Hann vendir sær til fleiri og fregnast, bankar upp á nógvar dyr, fylgir ávísingum og lurtar eftir ávaringum, men gevst ikki, til hann kemur til eitt myrkt fangahol. Hann boyggir seg og rópar niður í holið. Kenda rødd Paulusar svarar honum. Tað tekur manninum eina løtu at venja seg til myrkrið, men so sær hann vin sín leinkjaðan til rómverskan hermann.“
Mong høvdu mist mótið, men Onesiforus var øðrvísi, hann tordi og helt á.
„… eg bardist við vill dýr í Efesus, …“ Fyrra Korintbræv 15.32
„Men í Efesus ætli eg at steðga líka til hvítusunnu. Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði – og nógvir eru mótstøðumenninir.“ Fyrra Korintbræv 16.8-9
Umstøðurnar í Efesus vóru ofta buldraligar, ein dirvisloysingur hevði goymt seg, men ikki Onesiforus.
Orsøkin til, at Paulus heilsar húsi Onesiforusar, er, at Onesiforus var ikki heima, tá ið Timoteus, staddur í Efesus, fekk brævið. Hann var ikki heima, tí hann var farin til Róm at leita upp Paulus.
Paulus heilsar teimum, tí tey og Onesiforus vóru eitt og sama lið. Onesiforus hevði ikki verið Paulusi slíkur stuðul, um ikki hús hansara var trygga borg og akker hansara.
„… Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Navnið Arkippus kemur tvær ferðir fyri í Skriftini – í brævi Paulusar til samkomuna í Kolosse og í brævi Paulusar til Filemon. Filemon búði í Kolosse, og tað vil siga, at bæði brøvini vórðu send til Kolosse. Vit skilja tí, at Arkippus í Kolossebrævinum og Arkippus í brævinum til Filemon er sami persónur.
„… – til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, …“ Filemonbrævið 1-2
At Paulus nevnir tey trý Filemon, Appiu og Arkippus saman, kundi bent á, at Filemon og Appia vóru hjún, og at Arkippus var sonur teirra.
Latið okkum hyggja nærri at tí, sum Paulus skrivar um Arkippus (Filemon 2):
„… Arkippus, sum stríðir saman við okkum, …“
At Arkippus stríddist, merkir, at hann legði nógva orku í tað, sum hann gjørdi.
Tað liggur eisini í orðinum, at har var mótstøða. Skal mótstøðan ikki verða við yvirlutan, mugu vit hava fólk sum Arkippus, fólk sum ikki ræðast at leggja nógv fyri.
Orðið stríð kemur tríggjar ferðir fyri í Kolossebrævinum:
Arkippus skilti týdningin av at arbeiða saman við øðrum. Har var eingin sjálvdráttur.
Orðið „saman“ kemur tríggjar ferðir fyri í Filemonbrævinum:
At hann stríddist saman við Paulusi og fólki hansara, merkir, at hann stríddist saman við teimum røttu fólkunum. Tað er eingin sjálvfylgja.
„Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, …“ Seinna Timoteusbræv 1.8
„Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara! Táið hetta bræv er lisið upp hjá tykkum, síggið tá til, at tað eisini verður lisið upp í samkomuni í Laodikea, og at eisini tit fáa lisið brævið úr Laodikea! Sigið við Arkippus: „Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!““ Kolossebrævið 4.15-17
Tað, at Arkippus er nevndur júst eftir, at Paulus hevur nevnt samkomuna í Laodikea, kundi bent á, at hann, sjálvt um hann kom úr Kolosse, tænti ella virkaði í samkomuni í Laodikea.
„Sigið við Arkippus: „Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!““ Kolossebrævið 4.17
Vit høvdu møguliga hildið, at skilabetri hevði verið, um Paulus skrivaði hetta persónliga til Arkippus. Eingin orsøk at blanda alla samkomuna uppí. Men tað, sum Paulus ger her, er í samljóði við tað, sum hann sigur í 16. versi í triðja kapitli:
„Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað …“ Kolossebrævið 3.16
Býr orð Kristusar veruliga í okkum, fara vit at læra og áminna hvørt annað. Vit fara ikki at lata onkran „Paulus“ taka sær av tí.
Orðini „akta eftir“ eru umsett til „síggið til“ í áttanda versi í øðrum kapitli:
„Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, …“ Kolossebrævið 2.8
Í Kolossebrævinum 2.8 snýr tað seg um skeiva læru, í Kolossebrævinum 4.17 snýr tað seg um rætta tænastu. Sama orðið síggja vit í Markusi 13.33. Har er tað saman við orðunum „vakið og biðið“. Tænasta okkara krevur árvakni.
Vit vita ikki, hvør tænastan er, sum Paulus sipar til. Vit kundu ímyndað okkum, at hon hevur havt okkurt við hirðatænastu ella læru at gera, men vit vita ikki. Paulus skrivar í Fyrra Korintbrævi 12.5 um tænasturnar, at tær eru ymiskar. Tað er týdningarmikið, tí uttan mun til, hvør tænasta okkara er, so er áminningin til okkara tann sama: „Akta eftir tænastuni, …“
Orðið á frummálinum, sum er umsett „hevur fingið“, kemur tvær ferðir fyri í Kolossebrævinum – her og í sætta versi í øðrum kapitli. Har er tað umsett „tikið ímóti“.
„Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,“ Kolossebrævið 2.6
Trúgvandi hava bæði tikið ímóti Kristusi og einari tænastu.
Tað, sum liggur í orðinum at fullføra, er at fylla. At fullføra tænastuna hevur við sær, at vit áhaldandi lata okkum fylla. Trupult er at tæna Harranum, tá ið „tangin er tómur“.
Orðið, sum er umsett „fullførir“, kemur – umframt í versinum, sum vit hyggja at – fýra ferðir fyri í Kolossebrævinum. Vit enda við at endurgeva brotini (undirstrikingin er mín):
„Hitt sama hava tit jú eisini lært av Epafrasi, hinum elskaða okkara, sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum, honum, sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í Andanum.“ Kolossebrævið 1.7-8
„Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara – tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis.“ Kolossebrævið 4.12-13
Nøvnini Epafras og Epafroditus líkjast. Epafras var úr Kolosse og er tongdur at samkomum har um leiðir og Kolossebrævinum. Epafroditus var úr Filippi og er tongdur at samkomuni í Filippi og Filippibrævinum.
„Hitt sama hava tit … lært av Epafrasi …“ Kolossebrævið 1.7
Paulus hevði sjálvur ongantíð verið í Kolosse, men Kolosse er nær Efesus, og hildið verður, at Epafras hevur verið í Efesus, meðan Paulus prædikaði evangeliið har, og at hann seinni er farin aftur til Kolosse og hevur prædikað evangeliið har.
„Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær,“ Filemon 23
Vit vita ikki, nær Epafras er farin til Róm, men Paulus sigur um hann, at hann er fangi saman við sær (Filemon 23). Møguliga hevur hann – fyri at vera Paulusi til hjálpar – boðið sær til at sita í húsavarðhaldi saman við honum. Paulus nevnir tveir, sum vóru fangar saman við honum, teir eru Epafras og Aristarkus (Kol. 4.10). Kanska hava teir báðir – sum fríir menn – tikið tørn at sita fangar saman við Paulusi. Greitt er, at Paulus helt nógv av teimum.
Paulus skrivar til tey í Kolosse, at tá ið Epafras kom til Róm, segði hann honum um støðuna í samkomuni í Kolosse (Kol.1.7-8). Har var nógv gott at hoyra, og Paulus prísar teimum fyri bæði trúgv og kærleika teirra. Og tó, hann hoyrdi ikki bara gott. Fremmandar lærur vóru komnar inn í samkomuna, lærur grundaðar bæði á jødadóm og heiðinskap. Kristus varð skúgvaður til viks, og sjóneykan var løgd á menniskju, og hvat tey eru før fyri. Tað var, tá ið Paulus hoyrdi hetta, at hann skrivaði brævið, sum vit kalla Kolossebrævið. Í brævinum skrivar hann millum annað:
„Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi! Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga, og tit eru fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.“ Kolossebrævið 2.8-10
Epafras kundi havt valt at tagt um trupulleikarnar. Hann kundi havt hugsað sum so: „Eingin grund er at órógva Paulus. Hatta man fara at laga seg.“ Men tað hevði tað ikki. Slíkt lagar seg ikki.
„Hitt sama hava tit jú eisini lært av Epafrasi, hinum elskaða okkara, …“ Kolossebrævið 1.7
Paulus sigur við tey í Kolosse, at tey lærdu evangeliið av Epafrasi. Leggið til merkis, at hann skrivar ikki, at Epafras prædikaði evangeliið, men at hann lærdi tey tað. Tað vil siga, at hann gjørdi sær ómak at leggja grundina, bæði áðrenn, meðan og eftir, at hann hevði prædikað evangeliið.
Paulus kallar Epafras hin elskaði okkara. Paulus nýtti ofta orðið elskaði. Tað er ein fløvi í orðinum, ein fløvi, sum tíverri alt ov ofta manglar.
„… sum tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum,“ Kolossebrævið 1.7
Hann sigur um Epafras, at hann tænir saman við okkum og er trúgvur tænari Kristusar fyri tykkum (Kol. 1.7) – „við okkum“, „fyri tykkum“. Hatta er vert at hugsa um.
„… hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis.“ Kolossebrævið 4.13
Hann ger sær nógvan ómak fyri teimum í Kolosse, Laodikea og Hierapolis. Her var einki hálvt. Tað snúði seg ikki um Epafras, tað snúði seg um hini.
„… sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.“ Kolossebrævið 4.12
At stríðast í bønum okkara er nógv meira enn bara av og á at minnast onnur í bønum okkara. Nei, tað er hart arbeiði. Og leggið til merkis, hvat hann biður fyri – nevniliga, at tey skuldu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. Epafras hevði longu nýtt nógva tíð at læra tey, men hann visti, at hóast tað var gott, so var hetta bert ein partur av arbeiðinum. Skuldu tey veruliga verða tað, sum Harrin vildi, so mátti hann gera tað til vana at stríðast fyri teimum í bønum sínum.
Epafras er okkum gott fyridømi sum tænari Krists Jesu. Og við fyridømi hansara í huga er hóskandi at enda við orðunum, sum Jesus segði við lærisveinar Sínar:
„Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað!“ Jóhannes 13.17
Bønarløtan juni, juli og august 2025 – TAK NIÐUR
„Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum; ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.“ Filippibrævið 4.2-3
Evodia, Syntýke, Synzygus, Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær. Fremmand, men viðkomandi, næstringar í Harranum.
Navnið Evodia merkir „úrslitagóð“, navnið Syntýke merkir „hepni“. Nøvnini benda á, at tær komu frá heidnum bakstøði, men eisini, at foreldur teirra høvdu givið teimum nøvn, sum lýstu vónir teirra fyri døtrunum. Møguliga vóru tær millum kvinnurnar, sum vit lesa um í Ápostlasøguni 16.13:
„Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman.“
Fyrsti persónurin í Filippi, sum vit lesa um kom til trúgv, var Lýdia (Áp. 16.11-13, 40). Vit nevndu í greinini um Lýdiu, at møguliga er hon nevnd í fjórða kapitli í Filippibrævinum. Hildið verður, at Lýdia – og antin Evodia ella Syntýke – hava verið sami persónur.
Orsøkin er, at Lýdia kom úr Týatira, sum var í landslutinum Lýdia. Tí verður hildið, at Lýdia møguliga merkir „kvinnan úr Lýdia“ og er ikki veruliga navn hennara.
Hvussu er og ikki, so áminnir Paulus Evodiu og Syntýke um at vera samsintar í Harranum.
Paulus sigur um tær, at tær høvdu strítt saman við honum í evangeliinum. Tá ið Paulus nýtti orðið „strítt“, meinti hann við hart arbeiði, arbeiði, sum hevði kostað nakað. Hesar vóru andaligar kempur í orðsins rætta týdningi.
Her stóð nógv í váða, nú hesar, sum áður høvdu strítt saman við Paulusi, ikki samdust longur.
„… gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, …“ Filippibrævið 2.2
„Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag!“ Filippibrævið 3.15
Paulus hevur aftur og aftur – her í brævinum til Filippi – víst á týdningin av at standa saman, at semjast, at vera eyðmjúk og hava sinnalag Kristusar. Tá ið tú lesur tað, sum Paulus – her móti endanum av brævinum – skrivar til Evodiu og Syntýke, fært tú næstan varhugan av, at alt, sum Paulus hevur sagt, hevur verið við hesum báðum kvinnunum í huga. Tær skaraðu framúr í samkomuni, og tí kundi klandur teirra millum lættliga ávirka alt arbeiðið, bæði tað í samkomuni og tað út frá samkomuni.
Samstundis, sum Paulus áminti Evodiu og Syntýke, vendi hann sær eisini til Synzygus og biður hann koma Evodiu og Syntýke til hjálpar. Vit vita, hvussu tað kann vera, tá ið okkurt óheppið kemur upp í millum okkum og onnur. Tá er ofta gott at fáa ein „Synzygus“ at hjálpa. Onkran, sum er andaligur, kærleiksfullur og vísur.
Synzygus merkir „starvsfelagi“. Eins og við navninum Lýdia, so er møguligt, at hetta ikki er navnið á einum persóni, men eitt heiti. Nýggja umsetingin hjá Føroyska Bíbliufelagnum umsetur Synzygus „mín trúgvi starvsfelagi“:
„Ja, eg biði eisini teg, mín trúgva starvsfelaga, um at vera teimum til hjálpar …“ Filippibrævið 4.2b
Mong søga hevði endað betur, um tú hevði havt ein „Synzygus“ – ein trúgvan starvsfelaga – sum í kærleika og vísdómi tordi at taka um endan.
Paulus biður starvsfelaga sín ikki bara hjálpa Evodiu og Syntýke, men eisini:
„… Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.“ Filippibrævið 4.3
Paulus sigur um tey, at tey høvdu arbeitt saman við honum. Orðingin „arbeitt saman“ er í fyrsta kapitli, vers 27, umsett „berjast saman“. Orðingin varð nýtt um ítróttarfólk, sum spældu á sama liði. Hetta vóru liðfelagar.
Hann segði um Evodiu og Syntýke, at tær høvdu strítt saman við honum (4.3), og um Klemens og hini, at tey høvdu arbeitt ella barst saman við honum. Og so kallar hann tann, sum skuldi áminna hesi, trúgva starvsfelaga hansara.
Kanska er tað hóskandi, at vit eina ferð enn hyggja at versunum, sum vit nevndu áður:
„… gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, …“ Filippibrævið 2.2
„Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag!“ Filippibrævið 3.15
Og so leggur Paulus afturat:
„… tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.“ Filippibrævið 4. 3
Skulu vit veruliga skilja týdningin av sonnum samanhaldi, tørvar okkum at síggja støðuna úr sjónarhorni ævinleikans.
„Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ Jóhannes 13.34-35
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
