Teir lótu heilsa – Heilsanir í Rómbrævinum 16

Vit hava nú í nøkrum greinum verið í Rómbrævinum, 16. kapitli. Evnið hevur verið heilsanir til fólk í samkomuni í Róm. Vit eru framvegis í 16. kapitli í Rómbrævinum, og evnið er – enn sum áður – heilsanir; men hesa ferð eru tað heilsanir, sum samverkamenn Paulusar senda samkomuni í Róm.

Nakrar viðmerkingar

Paulus skrivar Rómbrævið, meðan hann er í Korint á veg til Jerúsalem. Hann fer við gávu frá heidningasamkomunum.

Tað er móti endanum av Rómbrævinum, at Paulus kemur við fleiri heilsanum.

Kanska skilagott við einum yvirliti yvir Rómbrævið 16:

  • Vers 1-2:
    Paulus biður tey trúgvandi í Róm taka sær av Føbe.
  • Vers 3-16:
    Paulus heilsar samkomuni og persónum í samkomuni.
  • Vers 17-20:
    Paulus áminnir um tey, sum volda tvídrátt og ástoyt.
  • Vers 21-23:
    Heilsanir frá nøkrum av samverkamonnum Paulusar.
  • Vers 24-27:
    Endalig heilsan.

Og so fara vit til teirra, sum senda heilsanir. Nakrir teirra ferðaðust við Paulusi, nakrir búðu í Korint.

Timoteus

Timoteus er fyrsti maður at senda heilsan. Vit hava longu umrøtt hann í 4 greinum[1], so hann leypa vit um á hesum sinni. 

Lukius, Jason og Sosipater

Hesi nøvnini síggja vit aðrastaðni, bæði í Ápostlasøguni og í brøvunum.

Viðvíkjandi Lukius, so lesa vit um ein Lukius í Ápostlasøguni 13.1. Hetta er helst ein annar Lukius.

Viðvíkjandi Jason, so búði Paulus eitt stutt skifti hjá einum Jason í Tessalonika (Áp. 17.5-9). Møguliga er tað sami persónur.

Viðvíkjandi Sosipater, so er tað væl møguligt, at hetta er sami Sosipater, sum var í ferðalagi við Paulusi til Jerúsalem. Vit lesa um hann í Ápostlasøguni 20.4. Hann var sonur Pyrrus, úr Berøa.

Paulus kallar teir tríggjar skyldmenn sínar. Tað kann eisini umsetast landsmenn.

Tertius

Vit vita ikki annað um Tertius, enn at hann skrivaði Rómbrævið niður. Paulus hevur orðað, og Tertius hevur skrivað.

Gajus

Hetta er ivaleyst sami Gajus, sum Paulus nevnir í Fyrra Korintbrævi 1.14.

„Eg takki Gudi fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus,“

Hetta stuðlar undir, at Gajus kom til trúgv, fyrstu ferð Paulus var í Korint. Paulus kom fyrstu ferð hagar í Ápostlasøguni 18.1-17. Vit vita ikki, hvussu ofta Paulus vitjaði aftur, men hann var, ið hvussu er, aftur í Ápostlasøguni 20.2-3. Tað var undir hesi vitjanini, at Paulus skrivaði Rómbrævið, og at hann segði um Gajus, at hann lænti honum og allari samkomuni hús.

Vit lesa í Ápostlasøguni 18.7, at fyrstu ferð Paulus var í Korint, helt hann til hjá Titus Justusi eina tíð. Hildið verður, at hesin Gajus, ið nú letur heilsa, er – við fullum navni og heiti – Gajus Titus Justus. Um so er, er talan um ein múgvandi rómverja.

Erastus

Erastus var roknskaparstjórin í Korint, ein múgvandi og týðandi maður. Vit hava áður lagt út grein um hann[2].

Kvartus

Síðsti á listanum er Kvartus. Navnið kundi bent á, at hann var trælur ella hevði verið tað. Og um ikki, at hann, ið hvussu er, kom av fólki, sum høvdu verið trælir.

Annars vita vit einki um hann.

Sambandið, teir høvdu hvør við annan

Teir vóru ymiskir, Paulus og hesir átta. Teir komu úr ymiskum londum, tosaðu ymisk mál. Onkur var jødi, onkur heidningur. Onkur vaks upp sum trælur, onkur sum frælsur. Onkur vaks upp við ongum, onkur við nógvum.

Jú, munurin var stórur, men felagsnevnarin var Kristus, og tað vendir øllum upp og niður.

Sambandið, teir høvdu við tey í Róm

Paulus hevði ongantíð verið í Róm, og tað sama mundi vera galdandi fyri teir flestu av teimum átta. Og kortini heilsa teir teimum trúgvandi í Róm. Tað er kraftin í evangelium, ið ger tað. Hon skapar eitt band, sum bara tann kann skilja, sum sjálvur hevur upplivað tað.

Sambandið, teir hava við okkum

Tað, sum vit hava tosað um her, er nógv meira enn søgan um deyð fólk, sum livdu fyri mongum, mongum árum síðan. Nei, hetta er søgan um fólk, sum einaferð vóru deyð; men so møttu tey Kristusi og fingu ævigt lív.

Hesir eru livandi brøður okkara. Viðkomandi. Samband undurfult.


[1] Greinarnar vórðu lagdar út 22.09.2023; 06.10.2023; 20.10.2023 og 23.02.2024.

[2] Greinin varð løgd út 03.05.2024 – Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu.