Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle

26/06/2026

Torir tú sum Dániel
eina standa her?
Torir sannleika tú fylgja,
hvørja leið tað ber?

Philip P. Bliss (Amer.), 1838-1876
(Victor Danielsen týddi)

Tað er ofta einsligt at liva eitt heilagt lív. Bíblian sigur tað, og lívið váttar tað.

Havi júst lisið eina ævisøgu um gamla anglikanska bispin John Charles Ryle (1816-1900). Enska heitið á bókini er: „Prepared to Stand Alone“, vit kundu sagt: „Útgjørdur at standa aleina.“ J.C. Ryle var eitt satt fyridømi, tá ið tað kom til at tora at standa einsamallur.

At hann var anglikanari og enntá bispur, merkir, at vit høvdu helst ikki verið samd við hann í øllum. Vit lata tað fara. Hetta var maður, sum náddi andaligum hæddum, sum flestu okkara aldri fara at náa.

Kom til trúgv

J.C. Ryle var 21 ára gamal, tá ið hann kom til trúgv. Hann sigur um seg sjálvan: „Um nakað er, sum eitur ævigt fortapilsi í Helviti – og eg havi ongan iva um, at so er – so var eg æviga fortaptur, um eg doyði, áðrenn eg var 21.“

Álvarslig sjúka gjørdi, at hann kom til trúgv. Drúgva seingjarlegan fekk hann at lesa Skriftina og biðja. Skriftstaðið, sum opnaði eygu hansara, var Efesusbrævið 2.8:

„Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,“

Kom at standa einsamallur

Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Ryle at vera prestur og seinni bispur í anglikansku kirkjuni. At hann var persónligur trúgvandi og sannførdur um, at Skriftin var sonn, merkti, at hann ofta kom at standa einsamallur. Jú, tað vóru sjálvandi onnur trúgvandi fólk í anglikansku kirkjuni, men flestu prestarnir vóru tíverri meira ávirkaðir av tíðarrákinum enn av Orðinum.

Tað vóru serliga tvey rák, sum gjørdu seg galdandi. Tað eina var tað hákirkjuliga rákið, nevnt anglo-katolisisma ella ensk-katolisisma. Tað er rákið, sum dregur kirkjuna nærri katólsku kirkjuni og tí, sum hon stendur fyri – eitt nú frelsu í dópinum. Sum prestur og bispur tók Ryle eina sterka støðu ímóti hesum rákinum. Hitt rákið var nevnt liberalisman. Tað er rákið, sum avnoktar trúvirðið í Skriftini. Og eisini her tók Ryle eina sterka støðu.

Sæð frá einum søguligum høpi, tapti hann stríðið ímóti hesum báðum rákunum. Anglikanska kirkjan gleið bara longri og longri burtur frá Orðsins grund, men sæð úr ævinleikans sjónarhorni, so var J.C. Ryle á røttu síðuni, og tá tapir tú ikki.

Flestu samtíðarfólk hansara mettu hann sum ein dinosaur frá fornøldini. Tað er ofta prísurin, tú noyðist at gjalda, vilt tú vera trúgvur ímóti Bíbliuni. Og tó er tað áhugavert at síggja, hvussu stóra ávirkan, hann hevur á trúgvandi kring allan heim enn tann dag í dag. Tað sigur ikki so lítið, tí tað eru jú meira enn 125 ár eftir, at Harrin tók hann heim til Sín.

Ryle er meira lisin enn nakar av mótstøðumonnum hansara. Og soleiðis er tað altíð. Tað nýggja kann tykjast spennandi, men tað verður skjótt gamalt og gloymt. Men so er ikki við tí æviga, tað verður verandi ævigt.

Nakrar endurgevingar frá Ryle

„Bíbliulærarin má vera bæði postivur og negativur. Skulu fólk skilja sannleikan, er ikki nóg mikið bara at vísa á tað rætta, tú ert eisini noyddur at vísa á tað skeiva. Tú mást fáa fólk at skilja munin á tí, sum er livandi, og tí, sum er deytt. Paulus vísti mangan á tað, sum var skeivt, og hann ræddist ikki at gera tað á ein hátt, ið áhoyrarunum ikki dámdi.

„Tað, sum eg ræðist mest í dag, er ikki so nógv læruna um, at eingin Gud er, men læruna um, at alt er Gud. Eg ræðist ikki so nógv læruna, sum sigur, at einki er satt; eg ræðist læruna, sum sigur, at alt er rætt. Eg ræðist, tá ið eingin torir at siga, hvat er skeivt, tá ið vit eru ov fitt til at tora at tala at. Tá ið vit eru so varin at særa onkran, at vit tora ikki at átala, tá ið okkurt er skeivt. Slíkur atburður er einki annað enn at boyggja seg fyri avgudinum, sum kallast frælslyndi, og ofra sannleikan á altari hansara.“

„Vara teg, at tú ikki skapar tær tín egna Gud, ein Gud, sum er bara miskunn, men ikki rættvísi; ein Gud, sum er bara kærleiki, men ikki heilagur; ein Gud, sum hevur ein Himmal fyri øll, men einki Helviti; ein Gud, sum ongan mun ger á tí góða og tí ónda. Ein slíkur Gud er ein avgudur, gjørdur við okkara egnu hondum, hatta er ikki Gud Bíbliunnar.“

Tey, sum Andin dregur til Jesus, eru tey, sum Andin hevur sannført um synd. Eingin kann vera drigin til Jesus og fylgja Honum, um viðkomandi ongantíð hevur havt nakra sannan av synd.

Undir vanligum umstøðum kanst tú fáa barnið at gevast at gráta, um tú gevur tí onkra leiku at spæla við. Men er barnið svangt, so nyttar eingin leika. So er eisini við mannasálini. Hon verður ongantíð nøgd, fær hon ikki røttu føðina.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/J.C.Ryle_.png 981 1916 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-06-26 07:00:002026-06-25 23:44:05Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle

Kristus og eyðmjúkleiki – Andrew Murray

12/06/2026

Í trimum fylgjandi greinum fara vit at vitja tríggjar Gamalielar  (Áp. 5.34; 22.3). Tveir teir fyrstu eru frá nítjandu øld, hin triði frá síðstu øld. Teir tríggir eru: Andrew Murray (1828-1917), J.C. Ryle (1816-1900) og J.I. Packer (1926-2020). Hetta eru menn, sum gjøgnum tíðirnar hava verið mongum til signing.

Vit byrja við suðurafrikanaranum Andrew Murray.

Andrew Murray

Andrew Murray gekk í skúla í Skotlandi og seinni í Hollandi, frá tí hann var tíggju, til hann var tjúgu ára gamal, men búði annars alt lív sítt í Suðurafrika.

Hann læt nógv skrivligt tilfar eftir seg, fleiri bøkur, allar stuttar, gevandi og skjótar at lesa. Bøkurnar snúgva seg um evnir sum samfelag okkara við Harran, fult yvirgivni, heilagleika, bøn og eyðmjúkleika. Alt bøkur, sum fáa ein at tysta meira eftir Kristusi.

Vit fara at geva okkum far um bókina „Humility“ (Eyðmjúkleiki). Vit endurgeva fyrst skriftstøð, sum hann nevnir í sambandi við evnið, og síðan nøkur brot úr bókini.

Áðrenn vit koma til sjálva bókina, endurgevi eg eitt brot, sum hann skrivaði í sambandi við eina aðra av bókum sínum. Eg haldi, at tað lýsir so væl áherðsluna, sum Hann legði á sambandið millum Harran og okkum:

„Tað er við stórum fyrivarni, at eg gevi hesar tankarnar út í bók. Grundin fyri hesum er, at ert tú ikki varin, kann tað vera skaðiligt at greina andaligar sannleikar. Tað kann leiða fólk burtur frá Honum, sum eina kann hjálpa og signa. Tað er jú Andin – ikki vit – ið opinberar sannleikar Guds.“

Skriftstøð um eyðmjúkleika

„Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan. Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.“ Filippibrævið 2.5-11

„Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.““ Bræv Jákups 4.6

„Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!“ Bræv Jákups 4.10

„Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!“ Fyrra bræv Pæturs 3.8

„Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.“ Fyrra bræv Pæturs 5.5

„Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!“ Fyrra bræv Pæturs 5.6

Brot um eyðmjúkleika

  • Eyðmjúkleiki er moldin, har andaligar dygdir festa røtur.
  • Eyðmjúkleiki er, at skapningurin loyvir Gudi at vera alt í øllum.
  • Eyðmjúkleiki er hugburðurin, sum ger tað møguligt hjá sálini at liva í áliti á Gud.
  • Eyðmjúkleiki er rótin til eina og hvørja dygd. Hugmóð er rótin til alt ónt.
  • Eyðmjúkleiki er at ásanna, at vit eru einki. Vit ásanna tað, tá ið vit fata, at Gud er alt í øllum.
  • Einki fellur okkum so natúrligt sum hugmóð.
  • Dýrd menniskjans er at vera eitt einki yvir fyri Gudi.
  • Einasta haldgóða prógvið um, at vit eru eyðmjúk yvir fyri Gudi, er, at vit eru eyðmjúk yvir fyri medmenniskjum okkara.
  • Eyðmjúkleikin í bønum okkara prógvar einki. Nei, tað er eyðmjúkleikin í tí gerandisliga, sum er prógvið.
  • Vit eru als ikki greið yvir, ið hvussu stóran mun samkomum okkara manglar guddómligan eyðmjúkleika. Tað er bara, tá ið vit eru einki, at Gud kann prógva kraft Sína.
  • Eyðmjúkleiki er ósvitaliga prógvið, um vit eru heilag ella ikki.
  • Eyðmjúkleiki er, at „eg“ hvørvur, og Gud gerst alt. „Eg“ hevur einki pláss í tí sál, sum bíðar eftir at verða fylt av nærveru Guds.
  • Latið okkum flýggja til Jesus og goyma okkum í Honum, til Hann hevur klætt okkum við eyðmjúkleika Sínum.
  • Átalur – rættar ella skeivar – frá vini ella fígginda – eru fram um alt høvir at prógva, at Jesus er okkara alt.
  • Vatn søkir altíð lægsta plássið. Tess lægri, vit liggja fyri Gudi, tess skjótari verða vit fylt av dýrd Hansara.
  • Óndskapur kann onga aðra byrjan hava enn hugmóð og ongan annan enda enn eyðmýkjan.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/Andrew-Murray.png 610 1728 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-06-12 07:00:002026-06-10 18:15:06Kristus og eyðmjúkleiki – Andrew Murray

Fyrsti busstúrurin á Palawan

29/05/2026

Tað var fyrstu ferð, eg var á Palawan. Vit høvdu bara verið á Filipsoyggjunum nakrar vikur. Cathy og børnini vóru eftir í Manila.

Eg visti tað ikki tá; men meðan eg var á Palawan, fór tiltikna „People Power Revolution“ fram í Manila. Tað var, tá ið Ferdinand Marcos, forseti, misti valdið og mátti flýggja. Hetta var í februar í 1986. Vit vistu, at støðan í landinum var spent. Val hevði verið í landinum, og tað var eyðsæð, at andstøðan hevði vunnið valið, men Marcos vildi ikki geva eftir. Jú, støðan var spent, men at tað skuldi enda við uppreistri, og so skjótt, tað høvdu vit ikki væntað. Høvdu vit tað, var eg neyvan farin til Palawan.

Eg lendi í høvuðsstaðnum á Palawan, Puerto Princesa, og skuldi síðan suður til flogstøðina hjá NTM (New Tribes Mission). Ferðin tók okkurt um fimm tímar við bussi. Í dag er túrurin bæði lættari og skjótari.

Eg skilti ikki málið, alt var fremmant. Ein trúboðari fór við mær á bussstøðina og segði ferðaseðlamanninum, hvagar eg skuldi.

Bussurin var gamal og kjokkfullur av fólki, vøru og øllum møguligum øðrum. Har var trongt og ringt at sita. Onkur hevði eina geit, og fleiri høvdu hanar við sær. Og so vóru tað grísarnir, sum vóru bundnir niður í eini rimagirðing aftast í bussinum.

Har var eitt støðugt trýst av fólki, sum kom upp í bussin at selja sodavatn, ís, egg, nøtur o.a. Júst sum í filmum.

Eg havi koyrt handa teinin óteljandi ferðir síðan, men henda fyrsta túrin gloymi eg ongantíð.

Støðan á sunnaru helvt av Palawan var spent; tað var serliga muslimunum, tú mátti ansa tær fyri. Tað var komið fyri, meira enn eina ferð, at teir høvdu sett eld á bussar. Enn høvdu teir ongantíð gjørt seg inn á ferðafólkið, bara bussarnar, men tú mátti vera varin. Og so var tað eisini vandin við gíslatøku. Enn var eingin tikin gísli á Palawan, men tað kundi altíð henda.

Meðan vit koyra, síggi eg – nakað aftan fyri meg – ein mann, sum eg merkti hevði eyguni við mær alla tíðina. Hann sá grummur út. Stardi ikki at mær beinleiðis, men hevði kortini eyguni við mær. Sum eg minnist tað, hevði hann langt feittut hár, langan frunt og sítt yvirskegg.

Tá ið vit høvdu koyrt einar tveir tímar, steðgaðu vit onkustaðni at eta. Bygdin, har vit steðgaðu, eitur Abu-abu, men tað visti eg ikki tá. Enn var alt fremmant.

Meðan eg standi uttan fyri bussin, síggi eg grumma mannin tosa við nakrar aðrar menn, og teir skeita allir at mær. Ikki ein serliga góð kensla.

Vit halda leiðina fram. Landslagið er stórsligið, fátæktin stór, tú merkir, at tú ert langt heimanífrá. Vit koyra yvir um nógvar brýr, allar lítlar og skirvisligar – als ikki skikkaðar til bussar. Eg var vísur í, at her fór at enda galið, men bussførarin visti, hvat hann gjørdi.

Bussurin steðgar í heilum, onkuntíð tí onkur skuldi av, og onkuntíð tí onkur skuldi uppí. Nú fer at skýma, og skjótt verður alt bølamyrkt.

Brádliga – mitt í myrkrinum – rópar grummi maðurin okkurt á filipinskum, og bussurin steðgar. Eg vendi mær, og grummi maðurin sigur við meg á flótandi enskum, meðan hann peikar á ljós longri yviri: „Hatta er flogstøðin hjá tykkum. Eg havi biðið ferðaseðlamannin vísa tær yvir.“

Maðurin hevði átikið sær at havt eyguni við mær. Hann visti, at skuldi hasin útlendingurin koma fram, mátti hann fáa alla ta hjálp, sum hann kundi fáa.

Eg lærdi nakað týdningarmikið henda túrin, bæði um filipinarar og Gud. Um filipinarar, at teir eru hjálpsamir og umsorgarfullir. Um Gud, at Hann meinti tað, tá ið Hann segði, at Hann skuldi altíð vera við okkum, líka til enda tíðarinnar (Matt. 28.20).

Hendingin minnir meg um eitt brot úr Narnia bókini „The Horse and His Boy“. Tað er tá ið leyvan Aslan, sum er ein mynd av Kristusi, sigur við høvuðspersónin í bókini, Shasta:

Eg var leyvan, sum noyddi teg at fara í part við Aravis. Eg var kettan, sum troystaði teg, tá ið tú vart í húsum teirra deyðu. Eg var leyvan, sum rak burt sjakalarnar, meðan tú svavst. Eg var leyvan, sum gav hestunum nýggja megi. Og eg var leyvan, sum tú ikki minnist, sum førdi bátin, tú lást í, sum barn, nær deyðanum. Tað var eg, sum lagaði tað so, at tú á miðjari nátt kom at landi, júst har onkur var at taka ímóti tær.

Hann er altíð har, men ofta skilja vit tað ikki. Vit mistaka Hann fyri onkran annan, ofta onkran, sum okkum ikki dámar.

Kanska hóskandi, at vit enda við Sálmi 139.7-12:

„Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;

taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,

so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.

Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“

so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.“

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/Fyrsti-busstururin-a-Palawan.png 431 1138 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-05-29 07:00:002026-05-27 21:23:39Fyrsti busstúrurin á Palawan

Fýrrúmið

15/05/2026

Charles Spurgeon (1834-1892) mundi vera kendasti prædikumaðurin í Onglandi í sínari tíð. Fólk í túsundatali komu at hoyra hann. Afturat hesum vórðu talur hansara eisini lisnar víða um allan heim.

Einaferð, tá ið Spurgeon vísti nøkrum ungum prædikumonnum samkomubygningin, fór hann við teimum inn í eitt rúm, har fleiri lógu á knæ í bøn. „Hetta,“ segði Spurgeon smílandi, „er fýrrúmið hjá okkum.“

Fýrrúmið. Tað leiðir tankarnar aftur til barndómsheimið úti í Grótinum og fýrrúmið niðri í kjallaranum. Løgið, hvussu veruligt hatta lítla rúmið enn er í huga mínum. Lukturin og hitin, tað er alt enn livandi fyri mær. Minnist einaferð, at tað kendist so kalt inni, og eg varð biðin um at fara oman í fýrrúmið at vita, um har var heitt ella ikki. Har var ísakalt. Oljufýringin var sløknað. Tað mátti ikki henda, tí so var ikki inniverandi.

Vit og bøn

Søgan um Spurgeon og fýrrúmið er eggjandi; men okkum man tó ikki tørva at fara allan vegin til Onglands at finna fylgja slík dømir. Tey eru at finna allastaðni, har Gud virkar. Dømini, sum nú koma, eru úr Føroyum. Hendingarnar eru so heilagar, at eg sigi eingi nøvn.          

Ein kona sigur frá, at tá ið hon sum ung genta var arbeiðsgenta – hetta hevur verið í trýssunum – kom ein eldri kvinna ein dagin at vitja ommuna í húsinum. Omman var seingjarliggjandi. Hon sigur, at hon gloymir ongantíð, tá ið hon kom inn á kamarið hjá ommuni eftir onkrum, hvussu hon sá ommuna og hina konuna í bøn. Hon fór útaftur við tí, sum hon var komin eftir, og læt hurðina stillisliga eftir sær. Hendingin hevði stóra ávirkan á hana. Grípandi soleiðis at sleppa at kaga inn í fýrrúmið.

Eg havi eisini hoyrt mann siga frá, at sum smádreingir vistu teir um tvær eldri kvinnur, ið bóðu, tá ið tær komu saman. Eg veit eisini um kvinnur, sum regluliga komu saman at biðja fyri trúboðarum. Ævinleikin fer at vísa, hvussu stóran mun slík hava gjørt.

Kanska eg fari skeivur, men eg havi varhugan av, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum manna fýrrúmið.  Tá ið tað er sagt, merkir tað ikki, at tað bara eru kvinnur. Eg minnist ein mann siga frá, at hann fór at vitja ein eldri bróður. Tá ið hann kom inn, lá maðurin á knøunum. Hin eldri hugdi upp og segði við tann yngra: „Legg tú teg her.“ Og so helt hann fram at biðja. Teir høvdu eina góða, langa bønarløtu saman.

Nú eg skrivi hetta, komi eg í tankar um bønarløturnar í matarhøllini á Zarepta aftan á morgunmatin, og hvussu systrarnar í køkinum komu inn í matarhøllina at taka lut í bønini. Flestu teirra hava verið væl yngri, enn eg eri í dag, men tá helt eg tær vera gamlar; men eg hugsi meira um tað, at onkursvegna sat eg við kensluni av, at hetta vóru kvinnur, sum skiltu álvaran í bønartænastuni, kvinnur, sum vóru nógv í fýrrúminum.

Bønartænastan er so ómetaliga týdningarmikil og tó so ofta forsømd. Vit gloyma, at er tað kalt í fýrrúminum, so ger alt tað sama.

Móses og bøn

Ein hending í Skriftini, sum mær altíð hevur dámað serliga væl, er, tá ið Josva fór í bardaga ímóti Amalek, og Móses, saman við Áron og Hur, fór niðan á høvdina. Hendingin lýsir so væl týdningin av bønini:

„… Móses, Áron og Hur fóru heilt niðan á høvdina.

So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.

Og táið Móses møddist í hondunum, tóku teir stein og løgdu undir hann; hann setti seg so á hann, og Áron og Hur styðjaðu hondum hansara, hvør sínumegin; soleiðis vóru hendur hansara upplyftar, alla tíðina inntil sólin gekk undir.“ Onnur Mósebók 17.10-12

Sum forðingar tó reisa seg,
tá eg, á Gud, vil søkja teg.
Tó má mítt hjarta elska bøn,
eg veit, hvat hon mær ber í løn.

Bøn ger av jørð til Himmals brúgv,
hon vekur kærleik, styrkir trúgv,
ger sólskin, har sum myrkur var,
og dregur hvørja signing nær.

Bið lítið, og tú falla má,
bið nógv, og tú skalt sigur fá.
Ja, Satan skelvur, tá ið hann
eitt veikt Guds barn á knøum fann.

So leingi Móses stóð og bað,
so leingi Guds fólk vann hin dag.
Men tá hans armur troyttur hekk,
var sigurin hjá Amalek.

Á, vóru færri orð bert nýtt
um stórt og smátt, um títt og mítt,
men fleiri nýtt í hjartans bøn,
hvør gleði, friður varð vár løn.

William Cowper
(V. Danielsen týddi)

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/Fyrrumid-e1778860108130.png 580 1133 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-05-15 16:45:232026-05-15 16:45:23Fýrrúmið

Meinti Jesus tað, sum Hann segði?

01/05/2026

Hetta er hørð tala

„Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“ … Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.“ Jóhannes 6.60, 66

Teimum dámdi ikki tað, sum Jesus segði. Teimum dámdi ikki, hvat tað bar í sær, kallaðu tað harða talu. Úrslitið varð, at teir fóru at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.

Vit eru ofta á sama hátt. Okkum dámar ikki tað, sum Hann sigur, halda tað vera harða talu. Munurin er bara, at vit – heldur enn at halda okkum burtur – tosa uttanum, siga, at Hann kann ikki hava meint tað soleiðis, og fylgja Honum so á okkara hátt, billa okkum inn, at tað ber til.

Tað ger tað bara ikki. Jesus meinar tað, sum Hann sigur.

Eg minnist, hvussu tú fylgdi Mær

„Eg minnist elskhug tín, táið tú vart ung, kærleik tín, meðan vit vóru trúlovað – hvussu tú fylgdi Mær eftir í oyðimørkini, í landi, sum ikki verður sáað í;“ Jeremias 2.2

Vit kenna hatta aftur. Tað var so stórt at fylgja Harranum; men so komu avbjóðingarnar. Vit skiltu, at tað at fylgja Harranum var nógv meira krevjandi, enn vit høvdu væntað. Eins og lærisveinarnir í forðum hildu vit orð Jesusar vera í so hørð.

Vit kenna tað eisini aftur úr samkomusøguni. Tá ið samkomurnar eru nýggjar, vilja tær gera mun og ikki gera neyðsemjur um tað, sum Skriftin lærir. Men so koma avbjóðingarnar. Neyðsemjur verða gjørdar, og samkoman verður meir ella minni tannleys. Tað hendi, tá ið samkoman fyrst byrjaði í Nýggja Testamenti, og kemur meira enn so fyri enn.

Vit gloyma, at Jesus meinar tað, sum Hann sigur.

Tann, ið tekur ikki kross sín

„tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur.“ Matteus 10.38

„Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.“ Matteus 16.24

„Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.“ Markus 8.34

„Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.“ Lukas 9.23

„Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við – hann kann ikki vera lærisveinur Mín. Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín.“ Lukas 14.26-27

„Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín.“ Lukas 14.33

Hørð tala, men Harrin meinti tað. Meinti tað líka nógv, sum tá ið Hann segði: „Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast.“

Kendi bíbliulærarin William MacDonald skrivaði ein lítlan bókling, sum hann kallaði „True Discipleship“. Umsett til føroyskt: „Sannir lærisveinar.“ Hann segði hetta um Lukas 14.33:

  • Jesus sigur ikki, at hetta er bert ætlað ávísum bólkum av trúgvandi. Nei, Hann sigur: „Soleiðis kann eingin av tykkum …“ Hetta er til okkum øll.
  • Hann sigur ikki, at vit eiga at vera villig at siga alt frá okkum. Nei, Hann sigur: „… eingin … sum ikki sigur frá sær alt …“
  • Hann sigur ikki, at vit eiga at geva part av tí, sum vit eiga. Nei, Hann sigur: „… alt, ið hann eigur …“
  • Hann sigur ikki, at tann, sum ikki ger tað, kann bara vera lærisveinur í ávísan mun. Nei, Hann sigur, at hann kann ikki „vera lærisveinur Mín“.

Hørð tala, men Jesus meinti tað, sum Hann segði.

Loyv mær fyrst

„Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: „Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.“

Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, ið Hann kann halla høvdinum at.“

Hann segði við ein annan: „Fylg Mær!“ Men hann svaraði: „Harri, loyv mær fyrst[1] at fara og jarða faðir!“

Tá segði Hann við hann: „Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!“

Uppaftur ein annar segði: „Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!“

Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.““ Lukas 9.57-62

Leggið til merkis orðini „mær fyrst“. Tað ber ikki til at hava ein „eg fyrst“ hugburð, og samstundis vera lærisveinur Kristusar.

Jú, freistandi er at royna at tosa uttan um tað, sum Jesus sigur, øgiliga freistandi, men vit hava ongan rætt at gera tað. Jesus meinar tað, sum Hann sigur.

******

Tá ið Kristus kallar eitt menniskja, biður Hann tað koma og doyggja. (Dietrich Bonhoeffer)


[1] Undirstrikingarnar eru høvundsins.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/Meinti-Jesus-tad-hann-segdi.png 1052 2185 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-05-01 16:40:002026-05-01 17:10:04Meinti Jesus tað, sum Hann segði?

Tey vágaðu lívið – C. T. og Priscilla Studd

17/04/2026

Tá ið eg plagdi at vera á Zarepta sum ungur, var eitt, sum eyðkendi legurnar, denturin, sum varð lagdur á trúboðan í fremmandum londum. Ein av hetjunum var C.T. Studd (1860-1931).

Charles Thomas Studd

C.T. Studd var bretskur ríkmannasonur og gekk á navnframum og høgt virdum skúlum, men so broyttist alt. Pápin kom til trúgv undir eini møtirøð hjá D.L. Moody. C.T. hevur verið 17 ára gamal tá og kom sjálvur til trúgv nakað seinni. Tað var ein vitjandi prædikumaður, sum leiddi hann til Harran. Hesin spurdi C.T., hvønn hann veruliga livdi fyri, og spurningurin broytti lív hansara.

Teir vóru tríggir brøður – allir framúr góðir krickett spælarar. C.T. varð enntá kosin besti spælari í hesi tjóðarítrótt Bretlands, men so gjørdist beiggi hansara álvarsliga sjúkur. Hendingin hevði so stóra ávirkan á C.T., at hann valdi at fara út til teirra, sum ongantíð høvdu hoyrt evangeliið. Hann er endurgivin fyri at hava sagt: „Eg veit, at krickett fer ikki at vara, og æra fer heldur ikki at vara. Einki í hesum heimi varir. Tað einasta, sum varir, er at liva fyri heimin, sum kemur.“

Studd eggjaði eisini øðrum ungum monnum at fara út við evangeliinum. Og eftir at C.T. Studd og Stanley Smith, besti kappróðrarmaðurin á Cambridge, vóru góðtiknir av Innlendis Missión Kina, vórðu fimm aðrir næmingar á sama skúla sannførdir um at verða trúboðarar í sama kristniboðsfelagi. Teir nevndu seg „Cambridge seven“.

Fólk hildu tað vera ørskap, at ein so gávuríkur ungur maður við so góðum framtíðarútlitum sum C.T. Studd, skuldi blaka alt frá sær og fara til eitt fremmant land. Tað steðgaði honum tó ikki. Og í 1885 fóru hann og hinir seks í „Cambridge Seven“ til Kina.

Trý ár seinni møtti hann gentuni, sum bleiv kona hansara. Hon æt Priscilla og kom úr Írlandi. Í 1894 gjørdu heilsutrupulleikar, at tey noyddust at fara heimaftur til Onglands.

Tað var tó ikki leingi, til tey fóru avstað aftur, hesa ferð ikki til Kina, men India. Steðgurin í India bleiv ikki langur. Tey kendu, at Afrika kallaði, og fluttu til belgiska Kongo. Har vóru tey restina av lívinum.

Priscilla flutti heim í dýrdina í 1929 og C.T. í 1931.

Hesi orðini hjá Studd lýsa væl lív teirra:

Einans eitt lív, skjótt skal tað fara.
Einans tað, sum er fyri Kristus, skal vara.

Sjokuláta soldaturin

C.T. Studd skrivaði ein lítlan bókling, sum hann kallaði „The Chocolate Soldier“.

Hann er ikki mjúkur í lýsing sínari av slíkum hermonnum. Eg eri bangin fyri, at høvdu vit kenst, hevði hann helst hildið meg verið í so nógv av einum sjokuláta soldati. Og eg eri eisini bangin fyri, at Harri okkara hevði ikki verið ósamdur við hann. Tað stóra er, at kenna vit kærleika og náði Harrans, kunnu vit hvíla í Honum og tí tola slík skoðsmál. Tað týdningarmikla er, at vit ikki bara yppa øks, men skilja álvaran í at vera rættir hermenn og tí áhaldandi royna okkara ítasta.

Studd nýtir ofta orðafellið „sannur trúgvandi“. At vera sannur merkir, at onnur kunnu hava álit á okkum. Eingin okkara dámar, tá ið fólk ikki eru sonn.

Vit geva Studd orðið:

Allir sannir hermenn eru hetjur. Ein hermaður uttan hetjudirvi er ein sjokuláta soldatur.

Ein og hvør sannur trúgvandi er ein hermaður Kristusar í serflokki! Hann er djarvari enn tey djarvastu, hevur andstygd fyri mjúkum freistingum og lyftum um eitt lív í frið og náðum. Hann letur seg ikki ræða av óttanum fyri torførum umstøðum, sjúku og deyða. Nei, hann roknar slíkt fyri bestu vinir sínar.

Hini trúgvandi, sum eru øðrvísi, eru sjokuláta trúgvandi. Lukta tey eld, bráðna tey við tað sama. Tey eru bomm og sleikisneisir! Tey liva lív síni á einum glastallerki ella í eini pappdós, klødd í bleytum klæði, eitt sindur prýdd við hvítum pappíri fyri at varðveita sítt kæra lítla fínliga skap.

Her eru nakrar myndir av sjokuláta soldatum, sum Harrin Jesus Kristus tók sjálvur:

„So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: „Ja, harri!“ – men fór ikki.“ Matteus 21.30

Hann segði: „Eg skal fara, tygum,“ og fór ikki. Hann segði, at hann skuldi fara til tey, sum ongantíð høvdu hoyrt, men bleiv fastur í kristindómi í staðin.

„Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!“ Matteus 23.3

Sjokuláta soldatar klára ikki at flyta seg. Teir siga, „Eg hevði viljað, at eg kundi, men eg kann ikki.“

Sonn trúgvandi eru ikki soleiðis. Nei, tey kenna seg væl í torførum umstøðum. Tey vita, at tað er alt fyri Kristusar skuld. Tey vænta stórverk frá Gudi, gera sítt ítasta og gera tað við gleði.

Gud er ikki sjokuláta framleiðari og verður tað heldur ikki. Nei, sonn Guds fólk hava altíð verið hetjur. Latið okkum fylgja í fótafetum teirra.

Hyggið at Paulusi. Hvussu fekk hann framt tað, sum hann útinti? Jú, tað var møguligt, tí hann spurdi ikki hold og blóð til ráðs, hann spurdi Gud.

Studd nevnir fleiri onnur dømir, sum øll prógva hetta sama. Sonn trúgvandi eru ikki sjokuláta soldatar.

Vit enda við sama sangi sum seinast:

Skal eg, ein krossins stríðsmaður,
sum lív og frelsu vann,
við Jesu navn nú skamma meg
og kennast ei við hann!

Skal eg nú spilla míni ár
til latan svøvn og dreym,
tá onnur toldu blóðigt stríð
og vunnu storm og streym!

Horatius Bonar (Skotl.), 1808-1889
(Victor Danielsen týddi)

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/04/Sjokolata-soldatar.png 590 1607 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-04-17 07:00:002026-04-16 23:14:31Tey vágaðu lívið – C. T. og Priscilla Studd

Tey vágaðu lívið – Ann (Nancy) og Adoniram Judson

03/04/2026

Minnist meg rætt, var søgan um Adoniram Judson fyrsta bókin, eg las, um trúboðarar í fremmandum londum. Bókin var á norskum.

Nancy og Adoniram

Nancy var fødd í 1789, Adoniram í 1788. Tey vóru fyrstu amerikanarar, ið fóru út í onnur lond við evangeliinum.

Adoniram vaks upp í trúgvandi heimi, men gjørdist „deistur“ (t.e. avnoktaði ein persónligan Gud), meðan hann var á hægri skúla. Hann livdi soleiðis í nøkur ár, men so doyði ein vinur hansara. Vinurin var „deistur“ eins og Adoniram. Judson var so skelkaður av at hoyra og uppliva vónloysið hjá doyggjandi vini sínum, at hann, sum frá leið, vendi sær til Harran. Og nøkur ár seinni kendi hann kall Harrans at fara út sum trúboðari.

Nancy var fødd Ann Hasseltine, men vinir, kenningar og familja nýttu oftast kelinavnið Nancy. Tey giftust í 1812 og fóru stutt eftir hetta til Burma við evangeliinum. Leiðin lá fyrst til Calcutta, India. Árið eftir fóru tey haðani til Burma, sum í dag eitur Myanmar.

Av tí at landið æt Burma, tá ið Nancy og Adoniram vóru har, halda vit okkum til tað navnið.

Komin til Burma fóru tey undir at læra seg mál og mentan. Tey lærdu seg málini burmesiskt og pali.

Ikki kann sigast annað, enn at tey vóru ágrýtin. Mong komu, sum frá leið, til trúgv gjøgnum tænastu teirra, og Adoniram Judson umsetti Skriftirnar til bæði burmesiskt og pali.

Í 1824 brast kríggj á millum Burma og Ongland. Kríggið førdi við sær, at kongurin í Burma fongslaði flestu vesturlendingarnar í landinum, teirra millum Adoniram Judson. Hann kom at sita fastur í 19 mánaðir. Umstøðurnar í fongslinum vóru ræðuligar. Hóast Nancy var við barn og fekk eina dóttur, gjørdi hon alt, hon kundi, fyri at Adoniram skuldi koma livandi ígjøgnum tíðina, hann var fongslaður.

Nancy bjargaði Adoniram lívið, men tað tók henni so dygt, at hon doyði av sjúku stutt eftir, at hann var leyslatin. Hetta var í oktober 1826. Hon var so statt bara 36 ára gomul, tá ið hon andaðist. Eitt hálvt ár seinni doyði lítla dóttir teirra.

Alt hetta førdi til, at Adoniram fekk nervasamanbrot. Eitt tíðarskeið búði hann enntá í einingi í frumskóginum. Fýra ár seinni kom hann tíbetur fyri seg aftur, og við endurnýggjaðum sinni fór hann við nýggjum treysti undir aftur at náa Burma við evangeliinum.

Hann virkaði í Burma, til Harrin tók hann heim til Sín í 1850.

Brot úr talu

Adoniram Judson gjørdi nógv fyri at fáa fólk heima at skilja tørvin á at breiða evangeliið út.

Her er eitt lítið brot úr talu, sum hann talaði í 1846 til limir í „The American and Foreign Bible Society“.

Lat meg bert siga, áðrenn vit geva honum orðið, at tað munnu vera fá nú á døgum, sum høvdu viljað lagt eins nógv fyri sum Nancy, Adoniram og teirra líkar. Ikki so løgið, at okkum kanska ikki dámar talur sum hesa, hóast tær eru líka viðkomandi í dag, sum tær vóru fyri 180 árum síðan.

Vit geva Adoniram Judson orðið:

Kann nakar, sum sigur seg trúgva vónini, uttan at blunka, undir hættisligu tíðunum, sum vit liva í, fáa seg til at fara foldum frá og inn í Paradís uttan at hava gjørt nakað fyri at senda ljós Bíbliunnar út í myrka heimin, sum vit liva í?

Er onkur okkara sekur í hesum og heldur tað vera í lagi, lat so viðkomandi gera sær greitt, hvussu nógvar milliónir tað eru, sum aldri hava sæð so mikið sum eina síðu av heilaga Orði Guds; sum aldri hava smakkað so frægt sum ein dropa av tí vatninum, sum vit dagliga drekka úr. Lat hana ella hann gera sær greitt, hvussu nógvir pengar skulu til, hvussu nógv strev, og hvussu mong lív ofrað, áðrenn bókin kann verða týdd, prentað, útgivin, og síðan deild út, alt fyri at fólk kunnu fáa atgongd til brunnin og draga upp vatn lívsins. Og lat so viðkomandi spyrja sína egnu samvitsku, hvat hon ella hann, síðan hon ella hann fyrst komu til trúgv, hevur gjørt fyri at vera liður í at útinna hetta verk.

Gert tú tað, eigur tú ikki at kunna annað enn rópa: „Gud, ver mær syndara náðigur. Hjálp mær frá hesi løtu at traðka til og gerast partur av arbeiðinum. Hjálp mær at gera tað við gleði og støðufesti.“

Skal eg, ein krossins stríðsmaður,
sum lív og frelsu vann,
við Jesu navn nú skamma meg
og kennast ei við hann!

Skal eg nú spilla míni ár
til latan svøvn og dreym,
tá onnur toldu blóðigt stríð
og vunnu storm og streym!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/04/Judson.png 449 952 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-04-03 07:00:002026-04-02 19:21:05Tey vágaðu lívið – Ann (Nancy) og Adoniram Judson

34 kilo av reinum gulli

20/03/2026

„Eina talent av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

Gull

Rættlas eina umseting av Aðru Mósebók – var komin til 25. kapittul. Allur kapittulin, og teir, sum koma aftaná, snúgva seg um halgidómin, hvørjum tilfari, hann skuldi gerast av, og hvussu hann skuldi gerast.

Har tað stendur: „Eina talent av reinum gulli“ í týðing Victor Danielsens, stóð í umsetingini, sum eg arbeiddi við: „34 kilo av reinum gulli“. Tá ið eg kannaði eftir, sá eg, at eg hevði eisini sjálvur umsett tað soleiðis. Hevði bara ongantíð givið mær far um, hvussu nógv 34 kilo av gulli er. Dagsvirðið er heilar 40 milliónir krónur. Og alt bara til ein ljósastaka!

Og hatta er bara gullið til ljósastakan. Alt gullið til halgidómin var nógv meira.

„Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin – gullið, ið givið var sum offur – tað var tilsamans 29 talentir og 730 seklar eftir halgidómsvektini.“ Onnur Mósebók 38.24

Vektin svarar til umleið eitt tons av gulli! Dagsvirðið av einum tonsi av gulli er ein milliard krónur. Vit vildu hildið, at her mátti verið onkur bíligari og lættari máti at gjørt hetta. Men ikki Gud.

Gamla Testamentið

Lat meg nevna, áðrenn vit halda fram, at týdningarmikið er at minnast, at hetta við halgidóminum, gullinum og ljósastakanum er alt knýtt at gamla sáttmálanum og hevur tí ikki beinleiðis við okkum at gera. Vit eru jú undir nýggja sáttmálanum, og har snýr tað seg ikki um glansin av tí útvortis.

Og kortini mugu vit ikki gloyma tað, sum stendur í Rómbrævinum 15.4:

„Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“

Latið okkum – við tí í huga – hyggja at tí, sum vit kunnu taka til okkara í sambandi við halgidómin, gullið og ljósastakan.

Gud krevur

„… Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! … Gull, silvur, kopar,“ Onnur Mósebók 25.1-3

„Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra. Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.“ Onnur Mósebók 25.8-9

Skulu vit vera virkin fyri Harra okkara, mugu vit skilja, at Gud okkara er krevjandi, sera krevjandi.

Versini omanfyri eru eitt gott dømi: Harrin segði, at ísraelsfólk skuldu gera Honum ein halgidóm. Hann segði, at tað fór at kosta nógv, og at tey skuldu gjalda rokningina.

Meðan ísraelsfólk ferðaðust gjøgnum oyðimørkina, ótu tey manna, sum Gud læt regna niður til teirra av himli. Men tilfarið til tabernaklið kom ikki dalandi niður til teirra. Tað skuldu ísraelsfólk sjálv útvega. Halgidómurin skuldi byggjast við sjálvkravdum gávum. Gud hevði ikki aðra ætlan í hesum sambandi, og tey skuldu gjalda rokningina.

Jú, rætt er, at verk Guds snýr seg ikki longur um dýrar halgidómar, men tað merkir ikki, at verk Guds ikki kostar, og at tað ikki er uppgáva okkara at gjalda rokningina.

Gud gevur

„… hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!“ Onnur Mósebók 11.2

„Ísraelsmenn høvdu gjørt, sum Móses hevði sagt; tey høvdu biðið Egyptar um stás av silvuri og gulli og um klæði; og HARRIN hevði gjørt, at fólkið var væl lýtt av Egyptum, so tey góvu teimum tað, ið tey bóðu um. Tey tóku soleiðis fong frá Egyptum.“ Onnur Mósebók 12.35-36

Tað er týdningarmikið, at vit minnast, at Gud gevur altíð meira, enn Hann krevur.

Harrin hevði skipað tað so við ísraelsfólki, at tey – hesir fyrrverandi trælirnir – vóru rík, tá ið tey fóru út av Egyptalandi. Løgið, hvussu Gud gjørdi tað, men tey gjørdust ovurhonds rík. Gud er mentur.

Vit mugu tó ikki gloyma, hví Gud gjørdi tey rík. Tað var, so tey kundu byggja Honum ein halgidóm, ikki so tey skuldu gerast múgvandi og hava tað, tey vildu.

Flutt til okkara, so hevur Gud ongantíð lovað at gera okkum rík í tímiligum lutum, men Hann hevur longu signað okkum við øllum andaligum signingum (Ef. 1.3). Og tað er mangan størri.

Gullkorn um ljósastakan

„Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; …“ Onnur Mósebók 25.31

Ljósastakin skuldi gerast av reinum, slignum gulli. At gullið var reint, merkir, at tað var í ovninum, inntil øll óreinska var burtur. At gullið var sligið, merkir, at tað var sligið við hamara, til tað hevði fingið formin, tað skuldi hava.

Í eldinum og sligið – her er nógv at grunda á.

„… ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

„… og alt hetta, ið til hoyrir.“ Her verður sipað til lampurnar til ljósastakan, ljósasaksarnar, skarpannurnar o.a. Tað hevði nyttað lítið at havt ein ljósastaka, vóru ongar lampur. Og tað hevði nyttað lítið at havt lampur, hevði tú ongar saksar, pannur og annað, sum eisini skuldi til.

Og so er tað oljan. Uttan oljuna er einki ljós.
Vit kundu hildið á.
Ríkt.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/Ljosastakin.png 765 1970 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-03-20 07:00:002026-03-18 23:10:1934 kilo av reinum gulli

Bønarløtan

06/03/2026

Bønarløtan fyri mars 2026 – TAK NIÐUR

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/02-BL_mars-1-pdf.jpg 746 529 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2026-03-06 14:23:532026-03-06 14:24:27Bønarløtan

Tvær kvinnur og kraftin í evangeliinum – Jean Dye Johnson

06/03/2026

Myndin: Jean fær vitjan av Judy og Óla, stutt áðrenn hon flutti heim í dýrdina 3. januar 2012.

Í fyrru greinini søgdu vit frá Elisabeth Elliot. Jim, maður hennara, og fýra aðrir vórðu dripnir, tá ið teir royndu at náa Auca-indiánarnar í Ekvador.

Í hesi seinnu greinini siga vit frá eini aðrari kvinnu, Jean Dye Johnson, ið fekk júst somu lagnu sum Elisabeth Elliot. Maður hennara, Bob Dye, og fýra aðrir vórðu dripnir, tá ið teir royndu at náa Ayoré-indiánarnar í Bolivia.

Teir fimm og Ayoré-fólkið

Hendingin í Bolivia fór fram á heysti í 1943, meira enn 12 ár áðrenn Auca-trúboðararnir vórðu dripnir. Ayoré-trúboðararnir vóru Cecil Dye, Dave Bacon, George Hosbach, Eldon Hunter og Bob Dye, maður Jean. (Cecil og Bob vóru brøður).

Tilburðurin við Ayoré-trúboðarunum fekk ongantíð somu umrøðuna, sum hendingin við Auca-trúboðarunum. Ein møgulig orsøk er, at hetta hendi, meðan allur heimurin var á gosi. Hetta var jú undir seinna heimsbardaga.[1]

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um Ayoré-trúboðararnar, var í einum tíðindabrævi frá Ragnari Niclasen. Ragnar var á bíbliuskúla í USA og fór tað summarið til Bolivia. Meðan hann var har, fekk hann høvi at heilsa upp á ein av monnunum, sum vóru við, tá ið trúboðararnir vórðu dripnir.

Jean og Ayoré-fólkið

Foreldrini hjá Jean Johnson vóru trúboðarar, og hon vaks upp í Afrika. Eftir lokna skúlagongd fór hon á Columbia Bible College í South Carolina, og har hittust hon og Bob Dye. Bob fór til Bolivia, nakað áðrenn Jean var liðug á skúlanum, og hon kom so, tá ið hon var liðug. Tey giftust 10 dagar eftir, at hon kom til Bolivia. Hjúnabandið vardi ikki leingi. Nakrar fáar vikur seinni fóru Bob og hinir síðstu ferð inn í frumskógin. Sjey ár gingu, til verulig greiða var fingin á, hvat hendi teimum.

Jean var fyrst í tjúgunum, tá ið hon misti mannin. Tað kundi verið so lætt bara at stungið í sekkin og farið heim, men soleiðis var hon ikki. Í staðin gjørdi hon alt, hon kundi, fyri at náa fólkið, sum hevði dripið mann hennara. Hon setti seg í samband við Ayoré fólk, sum høvdu verið rænd av bóndum í økinum, og lærdi seg mál og mentan teirra. Tað hevði eingin gjørt áður. Seinni, eftir at tey høvdu fingið samband við ættarbólkin, flutti hon inn til teirra og vísti teimum kærleika og fyrigeving Guds, samstundis sum hon segði teimum um Hann, sum eina kann frelsa.

Jean og Larry

Nøkur ár seinni giftist Jean við Larry Johnson, sum eisini var trúboðari í Bolivia. Eg veit ikki, hvussu leingi tey vóru í Bolivia eftir hetta, men tey fluttu so aftur til USA, til málskúlan hjá New Tribes Mission í Missouri, og vóru har so at siga restina av lívinum.

Vit vóru fleiri føroyingar, sum komu at kenna Jean og Larry. Fitt og fyrimyndarlig fólk. Larry var av norðurlendskum uppruna, og honum dámdi væl at tosa um norðurlendsku siðirnar, sum hann var uppvaksin við.

Jean undirvísti í mállæru við serligum denti á bíbliuumseting. Tað var hon, sum lærdi meg fyrstu meginreglurnar um bíbliuumseting. Hon hevði kunnað havt gott starv á høgum lærustovni, men tað var ikki tað, sum hon og Larry livdu fyri.

Jean lærdi Cathy indonesiskt, og Cathy hevur ofta nevnt, at tá ið tær vóru saman, kom henni ongantíð til hugs, alt, sum Jean hevði verið ígjøgnum. Hjá Jean snúði tað seg ikki um hana, tað snúði seg um hini. Soleiðis var hon bara.

Judy og Óli kendu Jean og Larry serstakliga væl. Judy skrivar:

„Vit høvdu stóra framíhjárættin at arbeiða saman við Jean og Larry Johnson í 15 ár. Tey høvdu sjáldsama góð evnir at eggja onnur í arbeiði teirra og gjørdu altíð sítt besta at tæna øðrum.

Serliga Jean hevði havt eina harða lagnu, men vit hoyrdu hana ongantíð gera nakað burtur úr tí. Tað snúði seg ikki um tað, sum hon ella tey høvdu verið ígjøgnum, tað snúði seg um Harran og hini.

Tá ið tú vart saman við Jean, merkti tú altíð, at hon hevði álit á tær og dugdi at halda tær til. Eitt dømi er, tá ið vit sum næmingar skuldu læra portugisiskt. Ætlan okkara var jú at fara til Brasil. Sjálv hevði eg verið eitt sindur í Brasil og dugdi tí nakað av portugisiskum, men ikki nógv. Og tó setti Jean meg í flokk við næmingum, sum vóru uppvaksnir í Brasil og tí dugdu væl portugisiskt. Hon hevði álit á mær og fekk meg at trúgva, at tað bar til. Soleiðis var hon. Tú hevði aldri kensluna av, at tú ikki dugdi, tá ið tú vart saman við henni.“

Gud gróðursetti fimm korn

Jean skrivaði bók um tað, sum hendi Ayoré- trúboðarunum.  Bókin er bæði góð og hjartanemandi. Eitt, sum hugtók meg, var sjálvt heitið á bókini: „God Planted Five Seeds“ („Gud gróðursetti fimm korn“). Heitið er tikið úr Jóhannesi 12.24:

„Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst.“

Jean og Larry livdu eftir hesum sannleikanum. Ríkt at hava kent slík fólk.


[1] Meir kann lesast um tilburðin á https://ethnos360.org/magazine/stories/you-wont-come-back-alive-1

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/Judy-og-Oli-saman-vid-Jean.png 688 1792 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-03-06 07:00:002026-03-05 18:02:11Tvær kvinnur og kraftin í evangeliinum – Jean Dye Johnson
Page 2 of 27‹1234›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29
  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17
  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top