Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Í „Didasko“  fáa 7. floks næmingar grundleggjandi bíbliuundirvísing

04/12/2022

Tað eru longu nøkur ár síðan, at samkoman í Betesda byrjaði at hava skipaða bíbliuundirvísing fyri næmingar í 7. skúlaflokki. Við skúlaársbyrjan fáa næmingarnir høvi at velja, um teirra undirvísing í Kristni skal fara fram í kirkjuni, Betesda ella í skúlanum. Í løtuni ganga 32 næmingar til tiltakið í Betesda.

Sámal Mikkelsen, ið stendur fyri tiltakinum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ein stór gleði at uppliva áhugan og forvitnið hjá teimum ungu.

– Tað er í góðum samstarvi við skúlan, vit hava fingið høvi at skipa fyri hesum tiltaki, ið er samstundis, sum tey ganga til prest, ið hoyra til Fólkakirkjuna.

– Evnini, vit gjøgnumganga, eru tey grundleggjandi í Bíbliuni, so sum skapanin, guddómurin,  Bíblian, frelsa, dópur o.s.fr.

– Hetta er ein av teimum mest hugaligu og gevandi uppgávunum, tí tey ungu eru so livandi og spyrjandi. Tað gevur einum sjálvum so nógv at samskifta við børn og ung, og vónandi fáa tey eisini nógv burturúr.

– Navnið „Didasko“ , sum vit hava valt, kemur úr grikskum, merkir “at læra”. Jesus brúkar hetta orðið í Matteus 28:18-20, tá hann gav tey stóru missiónsboðini:

Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ 

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/317805046_3292741514326836_2725502146083914266_n.jpg 844 1125 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2022-12-04 13:55:032022-12-04 13:55:04Í „Didasko“  fáa 7. floks næmingar grundleggjandi bíbliuundirvísing

Gamlir og góðir jólasálmar – fyrri partur

02/12/2022

Flestu amerikansku jólasálmarnir munnu vera væl kendir í Føroyum í dag. Soleiðis var tað ikki, tá ið eg fór til Amerika í hálvfjerðsunum. Jólasálmarnir, sum tey sungu har yviri, ljóðaðu einki jólaligir, helt eg, hevði í hvussu so er ongantíð hoyrt teir fyrr.

Seinni flutti eg til Filipsoyggjarnar. Har var tað ikki so nógv jólasálmarnir sjálvir, sum vóru øðrvísi, heldur tað, at tey byrja so ótrúliga tíðliga at spæla teir – longu í september. Hetta gjørdi seg sjálvandi bara galdandi, tá ið vit vóru av oynni – á oynni Balabac eru jú muslimar, so har er ikki nógvur jólasangur.

Tað eru næstan sjey ár, síðan vit fluttu til Italia. Tú skuldi hildið, at italienar høvdu ein ríkan siðaarv, tá ið tað kom til jólasálmar. Løgið, men at døma eftir tí, tú hoyrir rundan um teg, so lurta italienar ikki nógv eftir upprunaligum italskum jólasálmum. Alt er enskt. Kanska er tað alheimsgerðin.

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um fýra ísraelskar jólasálmar. Hetta eru kanska ikki sum so beinleiðis jólasálmar, og tó haldi eg, at vit kunnu loyva okkum at kalla teir tað. Teir vóru, í hvussu so er, beinleiðis yrktir í sambandi við, at Jesus varð føddur. Sálmarnir eru í fyrstu kapitlunum hjá Lukasi. 

Tann fyrsti er lovsongur Mariu í Lukasi 1.46-55. Tann næsti er lovsongur Zakariasar í Lukasi 1.68-79. Tann triði er lovsongur einglanna í Lukasi 2.14. Og tann fjórði er lovsongur Símeons í Lukasi 2.29-32.

Vit vita ikki, hvussu hesir sálmarnir vórðu bornir fram, men nógv bendir á, at teir vóru ikki bara endurgivnir, men eisini sungnir.

Heilt síðan miðøldina hava hesir sálmarnir havt latínsk heiti. Latínskt verður ofta sett í samband við tað, sum er katólskt, men eg fari kortini at loyva mær at nýta latínsku heitini – ljóða jólaligari.

Heitið á sálminum hjá Mariu er „Magnificat“, sum merkir at seta høgt ella at dýrdargera. Heitið á sálminum hjá Zakariasi er „Benedictus“, sum merkir at signa ella prísa. Heitið á sálminum hjá einglunum er „Gloria in altissimis Deo“, sum merkir: „Dýrd veri Gudi á hæddini.“ Og heitið á sálminum hjá Símeoni er „Nunc dimittis“, sum merkir: „Nú letur Tú fara.“

Ov drúgt verður at hyggja at øllum fýra sálmunum hesa ferð, tí hyggja vit at hinum trimum í næstu grein.

Magnificat (Lukas 1.46-55)

Sálmurin er sungin í sambandi við, at Maria fór at vitja skyldkonuna Elisabet. Báðar eru við barn, og í báðum førum er tað tí, at Harrin hevur framt undurverk. Elisabet, sum hevði verið ófruktbør, og tí einki barn átti, var nú við barn, hóast hon og maðurin vóru væl við aldur. Og Maria var vorðin við barn, hóast hon var moyggj.

Maria er komin langa teinin úr Betlehem til fjallalandið, har Elisabet og maður hennara búgva. Tá ið tær síggjast, heilsar Elisabet Mariu og fyllist av Heilaga Andanum. Maria svarar aftur við Magnificat.

Heitið Magnificat er eftir fyrsta orðinum í latínska sálminum: „Magnificat anima mea Dominum.“ Umsett orðarætt: „Set høgt sál mín Harran.“ Í umseting Victor Danielsens er tað: „Sál mín setur Harran høgt.“

Maria setur Harran høgt, tí Hann hevur sæð til hana og hevur gjørt stórverk við hana, veldig verk. Hann hevur spjatt sundur tey hugmóðigu. 

Hon byrjar sálmin við at syngja um tað, sum er hent henni persónliga. Men so víðkar hon sjónarringin og lovprísar Harranum fyri tað, sum Hann hevur gjørt, ikki bara fyri hana, men fyri alt Ísrael.

„Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn 

móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“ Lukas 1.54-55

Góður jólasálmur. Jólini, ja alt lívið eigur at vera merkt av, at vit seta Harran høgt, bæði fyri tað, sum Hann hevur gjørt fyri okkum persónliga, og tað, sum Hann hevur gjørt fyri alt fólk Sítt. Jú, sum hjá Mariu kunnu umstøðurnar kennast ræðandi, men okkum nýtist ikki at ræðast, vit kenna Hann, sum „… minnist miskunn“ (Luk. 1.54).

Ja, av sonnum – sál mín setur Harran høgt!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/247288653_396887788763778_7226914455896059633_n.jpg 370 500 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-12-02 08:45:002022-12-02 00:16:22Gamlir og góðir jólasálmar – fyrri partur

Av bókahillini: Fólk hava gloymt Gud

18/11/2022
– hugleiðingar og sitat frá Solsjenitsyn

Eitt sindur um høvundin og bøkur hansara

Aleksandr Isayevich Solzhenitzyn fekk heiðursløn Nobels í bókmentum árið 1970. Tað má hava havt stóra ávirkan á meg, tí eg haldi neyvan, at eg minnist navnið á nøkrum øðrum høvundi, sum hevur fingið Nobelheiðurslønina.

Hann var væl kendur russiskur høvundur og ein av sovjetborgarunum í milliónatali, sum persónliga upplivdu óhugnaliga ræðuleikan í Stalin tíðini. Stutt eftir, at hann hevði tænt í herinum, varð hann fongslaður fyri at hava skrivað okkurt atfinnandi ímóti stjórnini og sat fangi frá 1945 til 1953. Eftir at vera latin leysur varð hann sendur í útlegd til Kasakstan.

Hóast hann møguliga er best kendur fyri sínar politisku útsagnir, so hevði hann eisini nógv at siga um trúarlívið, og tað er tað, sum eg hugsaði at siga okkurt um.

Solsjenitsyn vaks upp í einum gudsóttandi umhvørvi, men vendi tíðliga trúnni bakið. Seinni, eftir at hann var endaður í fangalegu, fór trúgvin at vakna aftur. Hann skrivaði seinni í sambandi við tað, hann hevði upplivað: 

„Eg eri uppvaksin í kristna umhvørvinum, men ungdómsárini varð eg ávirkaður av tíðarandanum í Sovjetsamveldinum og vendi øllum, sum hevði við trúnna at gera, bakið. Tá ið eg nú lesi brøv og annað, sum eg skrivaði um ta tíðina, eri eg sligin av ræðslu, tá ið eg hugsi um ræðuliga tómleikan, sum bíðaði mær.“

Kendastu ritverk Solsjenitsyns munnu vera bøkurnar Oyggjahavið Gulag. Hetta er bókaverk í trimum bindum, sum snýr seg serstakliga um fangalegurnar, serliga í Stalin tíðini.

Bøkurnar komu út í 1973, og Solsjenitsyn varð vístur burtur úr Sovjetsamveldinum í 1974. Hann var í útlegd, til hann fekk loyvi at flyta heim aftur í 1994.

Sitat úr Gulag Oyggjahavinum

  • Tað vit gera, tá ið vit tiga um tað ónda og grava tað niður so djúpt inni í okkum, at einki sæst til tað á yvirflatanum, er, at vit planta tað, og einaferð fer tað at vaksa uppaftur túsundfaldað.
  • Vælsignað ert tú fongsul. Vælsignað ert tú fyri at vera partur av lívi mínum. Tað var, meðan eg lá á rotnu stráunum, at tað rann upp fyri mær, at endamál lívsins er ikki tímilig vælferð, men at sálin búnast.
  • Óavmarkað vald í hondunum á avmarkaðum monnum leiðir altíð til miskunnarloysi.
  • Tað hevði verið so lætt, kundu vit bara skilt tey óndu frá teimum góðu. So einfalt er tað bara ikki, tí markið millum gott og ónt fer beint ígjøgnum hjartað á hvørjum einstakum menniskja.
  • Hugmóð grør á hjarta menniskjans eins nátúrliga, sum fiti grør á grísi.

Endurgivið úr røðu hjá Solsjenitsyn

Hetta er tikið úr røðu, sum Solsjenitsyn helt í London í 1983:

  • Meg minnist, at eg fyri meira enn hálvari øld síðan, meðan eg enn var barn, hoyrdi eldri fólk royna at greiða frá, hví so nógv ræðuligt var hent í Russlandi. Tey søgdu, at tað var tí, at fólk høvdu gloymt Gud, at alt hetta var hent. 
    Síðan havi eg nýtt nær um hálvtrýss ár at granska kollveltingina, sum fór fram okkara millum. Eg havi lisið hundraðtals frásagnir og havi longu givið út átta bøkur, har eg havi roynt at fingið skil á tí, sum hent hevur. 
    Skuldi onkur biðið meg í stuttum sett orð á høvuðsorsøkina fyri oyðandi kollveltingini, sum hevur gjørt enda á okkurt um trýss milliónum av okkara egnu, so hevði eg ikki kunnað sagt tað betur enn at endurtikið tað, sum tey gomlu søgdu: „Fólk hava gloymt Gud, tí er alt hetta hent.“

Í 1978 helt hann fyrilestur á kenda Harvard fróðskaparsetrinum í USA. Fólk væntaðu, at hann fór at tosa um alt tað ræðuliga, hann hevði upplivað í fangalegunum, men ístaðin fanst hann at vesturheiminum. Hann segði millum annað:

  • Tíðin er komin í vesturheiminum at leggja dentin ikki so nógv á menniskjarættindi sum á menniskjaábyrgd.

*****

Havi seinastu árini lisið nakrar bøkur eftir kenda hvítarussiska høvundin Svetlanu Alexievich. Áhugaverdur lesnaður. Eg visti ikki, tá ið eg fyrst skrivaði hetta, at hon varð fødd í Ukraina, og at bók hennara Bøn fyri Tjernolbyl, sum er júst lisin upp í útvarpinum, vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015. Ger tað, hon skrivar, enn meira viðkomandi. 

Bøkur hennara eru settar saman av einrøðum, har fólk siga frá, hvussu tey upplivdu Sovjetsamveldið. Summi teirra lýsa, hvussu ørkymlandi tað er, at tað næsta ættarliðið als ongan áhuga tykist hava fyri tí, sum hendi. Tað er tað her og nú, sum telur, og einki annað.

Ein maður sigur frá, at hann gav soninum bøkurnar hjá Solsjenitsyn. Sonurin flenti bara at teimum. Sá tær sum gamlar og óviðkomandi. Fær okkum at hugsa um orðatakið, sum sigur, at tey, sum ikki vilja læra av søguni, verða noydd at liva hana umaftur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/Solzhenitzyn.png 458 916 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-11-18 08:45:002022-11-17 21:39:31Av bókahillini: Fólk hava gloymt Gud

Av bókahillini: Ditte menneskebarn – og ein genta, sum æt Isting

04/11/2022

Ditte menneskebarn

Skaldsøgan „Ditte menneskebarn“ er ein grípandi og hjartanemandi søga, ið fer fram um aldaskiftið til tjúgundu øld. Høvundurin er danin, Martin Andersen Nexø. Onkur hevur lýst bókina sum afturvendandi søgan um kúgan, neyð og vesaladóm.

Høvuðspersónurin í bókini, Ditte, er fødd inn í torførar umstøður og hevur so at siga bara mótgongd og mótbrekkur. Mamman var ikki gift, tá ið Ditte kom til verðina, og vildi ikki vita av henni. Ditte býr tí hjá ommuni, og tær eru góðar við hvør aðra.

Tá ið mamman giftist nøkur ár seinni, vil hon hava Ditte at koma at búgva hjá sær; men hon er ikki góð við Ditte og er hørð móti henni. 

Ditte fær tvey børn uttan fyri hjúnalag, men verður svikin av báðum pápunum. Hon endar í Keypmannahavn, har hon doyr í stórum fátækadømi, bara 25 ára gomul.

Óteljandi kvinnur eru føddar og deyðar undir líknandi umstøðum sum hjá Ditte. Eg haldi, at Elifaz lýsir hetta so væl í Job 4.20-21, har hann sigur um menniskjuni: 

„… áðrenn nakar gevur tí gætur, eru tey við alla gingin til grundar. Ja, tjaldtog teirra verður rykt upp …“

Grípandi, hasi orðini: „áðrenn nakar gevur tí gætur“.

Isting Sarmiento

At lesa Ditte menneskebarn minti meg á eina unga gentu á Balabac, Isting at navni. Lagnurnar eru ikki júst tær somu, men har eru nakrir felagsnevnarar. Løgið, ofta er veruleikin syrgiligari, enn skaldskapur er førur fyri at lýsa hann. Hóast Ditte hevði tað sera ringt, so haldi eg, at vit kunnu siga, at Isting mundi hava tað verri.

Vit komu at kenna hana, tá ið hon kom at arbeiða hjá okkum. Hon hjálpti við tí húsliga, so Cathy kundi nýta morgnarnar til at undirvísa børnum okkara. 

Ein morgunin, hon kom til arbeiðis, hevði hon blátt eyga og upphovnaða vørr. Vit spurdu, hvat hent hevði. Jú, beiggi hennara hevði bukað hana av. Eg kendi væl beiggjan og fór og spurdi hann, hvat í allari víðu verð hann billaði sær inn. Hann helt upp á, at hann hevði einki skeivt gjørt. Hon hevði gjørt familjuni fyri skommum, tí hon einsamøll hevði fylgst við einum dreingi – og tað hevur tú, eftir Molbog siði, ikki loyvi til. Og harafturat var drongurin, sum hon hevði fylgst við, eitt rekavætti. Hann var fremmandur, nýliga komin til oynna og hevði ringt orð á sær. Vit vóru útlendingarnir, so tað var ikki nógv, vit kundu gera.

Vit fóru í farloyvi stutt eftir hetta, og tá ið vit komu aftur, var Isting gift – ikki við dreinginum, hon hevði fylgst við hin dagin, men einum øðrum fremmandum drongi – einum, sum hevði enn verri orð á sær enn hin fyrri.

Tey fluttu til eina bygd longri suðuri, og vit hoyrdu frá fólki, at maðurin drakk illa og var harðligur við hana. Og so hevði hann til vana at verða burturi í fleiri mánaðir, og eingin visti, hvar hann var. Tað hendi serliga, tá ið hon var við barn, og tað var ofta. Hann hvarv bara og kom ikki aftur í aftur, fyrr enn aftan á, at barnið var føtt. 

Nøkur ár gingu, til vit sóu Isting aftur. Eg gloymi ongantíð, hvussu skelkað vit vóru. Hon var bara húð og bein og hevði mist flestu tenninar.

Ein dagin, maðurin var burtur, bleiv Isting sjúk. Mammubeiggi hennara fór eftir hjálp, men tá ið hann kom aftur, var Isting deyð, útslitin, lítið eldri enn Ditte í søguni hjá Martin Andersen Nexø.

Ein glotti í søguni var, at systir Isting tók børnini til sín. Hon og maðurin áttu eingi børn og tóku børnini hjá Isting til sín, sum vóru tey teirra egnu. Men so kom pápin aftur í aftur, tók børnini, rýmdi og kom ongantíð aftur.

Frelsarin Jesus

Høvundurin av Ditte menneskebarn, Martin Andersen Nexø, vildi við bók síni lýsa, hvussu samfelagið sveik tey fátøku og serliga kvinnuna. Og sjálvandi er tað skeivt, tá ið samfelagið ger tað. Trupulleikin er bara, at svarið til sjálvar grundtrupulleikarnar í heiminum er ikki tað, sum nakar av okkum ella samfelagið kann veita, tað er Kristus. Eg meini ikki við religión og alt tað keðiliga, sum kann vera tengt at tí. Og eg meini heldur ikki, at tað er bara at fáa fólk frelst, og so skal alt annað laga seg. Tað, eg meini, er, at tá ið alt kemur til alt, so er tað Kristus, sum er svarið til heimsins stóru neyð.

***

Kristus er svarið til heimsins stóru neyð,

Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð.

Spurningar lívsins níva mangan mann,

teir eina Kristus svara, loysa kann,

tí Kristus er svarið til heimsins neyð.

„Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.“  Matteus 9.36

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/Ditte-menneskebarn1.png 847 1902 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-11-04 08:45:002022-11-03 21:26:10Av bókahillini: Ditte menneskebarn – og ein genta, sum æt Isting

Av bókahillini: Kom, áðrenn veturin kemur!

21/10/2022
(úr tropiskum sjónarhorni)

Signingar umvegis Charles Swindoll

Cathy og eg búðu í Baltimore í fyrru helvt av fýrsunum. Meðan vit búðu har, lurtaði eg ofta eftir eini kristnari útvarpsstøð, har denturin var serliga lagdur á at veita góða og holla bíbliulæru. Har vóru nógvir góðir bíbliulærarar, ein teirra æt Charles Swindoll. Hevði ongantíð hoyrt um hann áður og bleiv bergtikin av at lurta eftir honum. Hann var at hoyra hvørt mánakvøld til fríggjakvøld, klokkan 19:30. Swindoll er ein ótrúliga lívligur lærari, lættur at skilja og praktiskur. Samstundis er hann bæði fryntligur og stuttligur. Tú fært mest sum kensluna av, at tú lurtar eftir einum vini.

Kom, áðrenn veturin kemur!

Swindoll hevur skrivað hópin av bókum. Har eru nógvar í at velja. Hugsaði at taka okkurt úr einari andaktsbók hjá honum; bókin eitur: „Kom, áðrenn veturin kemur!“ Summar bøkur hava eitt so beinrakið heiti, at tað ger næstan tað sama, hvat innihaldið er. Hetta er ein teirra. Heitið er úr Seinna Timoteusbrævi 4.21:

„Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur!“

„Kom, áðrenn veturin kemur!“ Tú sært Paulus fyri tær, har hann situr í Carcere Mamertino fangatippinum í Róm. Hann er gamal, einsamur og hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær. Tað er liðið út á summarið, og veturin stendur fyri durum. Tað hevði verið so gott, um Timoteus kundi komið, áðrenn veðrið bleiv so ringt, at tað ikki fór at bera til at ferðast. Og tað hevði verið gott, um hann kundi tikið við sær handa kappan, Paulus læt eftir í Troas. Vetrarnir vóru jú so langir og kaldir. Og tað hevði stytt um løturnar, hevði hann kunnað havt bøkurnar við sær, serliga skinnbøkurnar. Og so var tað sjálvandi tað at kunna hava Timoteus har hjá sær. Einsemi kann jú vera ræðuligt.

Segði, at bókin eitur Kom, áðrenn veturin kemur! Tað er bara fyrra helvtin av heitinum, seinna helvtin av heitinum er: „og tak lut í vón míni.“ Okkum tørvar hvør annan; lívsins vetrar kunnu vera kaldir, langir og einsligir.

Bókin var ein av mongu bókunum, sum vit keyptu okkum, meðan vit búðu á Balabac. Tú kundi kanska hildið, at heitið Kom, áðrenn veturin kemur! ikki sigur einum so nógv, tá ið hann býr har, sum „summar og sól altíð er“. Eg sat jú ikki í nøkrum fangatippi, og einsamallur var eg als ikki. Og tó – „Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur!“ – gav afturljóð. Eg haldi, tað ger tað hjá okkum øllum.

Eg segði, at vit keyptu okkum bókina, meðan vit búðu á Balabac. Men sjálvandi keyptu vit hana ikki á Balabac, har vóru jú eingir bókahandlar. Vit keyptu hana einaferð, vit vóru í Manila. Altíð hugaligt at koma aftur til Balabac við spildurnýggjum vøkrum bókum. Tað keðiliga var bara, at tropurnar fara so illa við teimum. Slavna heita luftin er skjót at beina fyri øllum, sum eitur glansur. Og líður tú av ovurviðkvæmi, kann tað verða skjótt, at nýggju bøkurnar ikki eru lesandi. Kanska er hatta ein mynd av lívinum. Tað tekur ofta ikki leingi, til glansurin er farin, ovurviðkvæmið ger alt ótolandi, og tú kennir, at fært tú ikki skjótt hjálp, megnar tú tað ikki. Kom, áðrenn veturin kemur! gevur afturljóð.

Gullkorn úr ymsum bókum hjá Swindoll

  • Fyrra Korintbræv 13.12:
    „Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.“
    Veitst tú, hví eingi tár verða í Himli? Tað er tí, at í Himli fara vit at síggja alt, so sum Gud sær tað.
  • Eg vil fegin hava eina tænastu, sum er eyðkend av, at eg eri sannur. Tað, sum mær ofta hevði dámt best at sloppið undan, er júst tað, sum ger meg sannan.
  • Mær dámar ikki pínu, men hon er lættari at bera, tá ið eg síggi hana úr Guds sjónarhorni. Mær dámar ikki at bíða, men tað gerst lættari, tá ið eg síggi tað úr Guds sjónarhorni.
  • Prædikarin 7.5:
    „Betri er at hoyra vísmenn deila enn dárar kvøða;“
    Onkuntíð er vísmaðurin stjórin, onkuntíð makin ella foreldrini, onkuntíð læknin, onkuntíð møguliga dómarin. Lurtar tú?
  • Fyrra Timoteusbræv 6.17:
    „… Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.“
    Eg dugi ikki at hugsa mær eina størri tænastu enn at hjálpa øðrum at njóta lívið, Gud hevur givið okkum. Skal eg vera ærligur, so er tað eitt av lívsendamálum mínum at hjálpa øðrum at njóta lívið.
  • Nehemias 1.4-11 – Nehemias og leiðsla:
    Ein góður leiðari skilir, hvat skal gerast (v. 4). Hann er persónliga upptikin við tað, sum gerast skal (v. 5). Hann fer fyrst til Gud við tí, sum skal gerast (v. 5). Hann er sjálvur tøkur at taka sær av tí, sum skal gerast (v. 4-11).
  • Ein dag fert tú at hyggja aftur á tað, tú gjørdi í egnum vísdómi uttan at spyrja Gud, og tú fert at angra tað. At biðja – og eg sigi tað uppaftur – er ein avgjørd treyt.
  • Tað segðist um Hudson Taylor, at í 40 ár kom sólin ongantíð upp, uttan at hann lá á knøunum í bøn fyri hesum stóra landi.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/Kom-adrenn-veturin-kemur.png 866 2255 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-10-21 08:50:002022-10-21 16:11:54Av bókahillini: Kom, áðrenn veturin kemur!

Hann, sum breiddi út Sínar armar á krossins planka

07/10/2022

– úr talu hjá Godtfred í Gøtu

Havi ofta hoyrt fólk greiða frá um Godtfred í Gøtu, hvussu hann plagdi at breiða út armarnar og siga frá, hvussu Kristus doyði fyri okkum og nú býður okkum at koma til Sín. Magni svágur fortelur, at hann gloymir ongantíð, einaferð hann var á møti í gamla salinum í Gøtu og sá Godtfred breiða út armarnar at lýsa, hvussu Kristus vil fevna um okkum. Tað var, sum Godtfred vildi við útbreiddu ørmum sínum fevna um øll, sum vóru inni í salinum.

Eg skrivaði til Jan Zachariassen og spurdi hann, hvussu hann minnist Godtfred. Jan hoyrdi jú ikki, hvat Godtfred segði, men hann sá, hvussu hann breiddi út armarnar. Jan skrivaði, at hann minnist væl, hvussu Godtfred plagdi at breiða út armarnar í gamla salinum. Hann sigur, at tað gjørdi alt so klárt fyri honum, sum um hann hevði sæð fleiri myndir og málningar av Frelsaranum. 

Jan skrivar, at hann bleiv frelstur sum 15 ára gamal. Tað var Zacharias, beiggi Jan, sum leiddi hann til Harran; hetta var í sambandi við møtini, sum Brynleif hevði í Ebenezer í 1967. Hann skrivar: „Mong komu til trúgv tá, og ein rúgva bleiv doypt. Eg kom ikki til trúgv í gamla salinum, men „úttrykkini“, sum Godtfred vísti mær í gamla salinum í Gøtu, liggja enn djúpt í mær.“

Hesi brotini eru úr talu, sum Godtfred talaði á samfelags­møtunum í Havn í 1962:

—

Latið okkum lesa nøkur vers úr Fjórðu Mósebók, kapittul 21 (v. 6, 8 og 9):

„Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael.“

„Tá segði HARRIN við Móses: „Ger tær orm og set hann á stong – so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!“

Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.“

Eg skal lesa eitt vers úr Jóhannesi 3 eisini, vers 14:

„Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“

Hoyr, hvussu Harrin sigur við Móses: „Skunda tær, ger tað lagaligt, ja so lagaligt. Hvussu tá? Sig teimum tað: Vilja tit gera so væl at hyggja upp á handa ormin, tit, sum eru bitin av ormunum og liggja har og stríðast og eru hovnað og hava fepur, so skulu tit blíva í lívi.“

Eg skal siga við teg, vinur, sum ert inni her, sum eisini heldur, at tú ert virkuliga bitin av syndini, at tú ert elskaður av Gudi, meir enn tú ánar. Eingin kemur til Sonin, uttan at Faðirin dregur hann. Gud hevur drigið teg inn her av kærleika, fyri at tú skalt fáa eyguni á hendan, sum var lyftur upp, líka sum Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, fyri at tann, sum trýr á Hann, skal hava ævigt lív.

Eg kenni tað á mær, at tað eru sálir inni her, sum treingja til lív, og lív er at fáa í Jesu Kristusi, Hann sum breiddi armarnar út á krossins planka fyri sovorðnar menn sum meg og røvaran á krossinum. Hann breiddi teir eisini fyri teg. Veitst tú tað, vinur, at Hann stendur og fevnir eftir tær, so ógudiligur sum tú ert. Hygg tú bara á Hann. Tað eru ómetaliga nógv fólk her inni, men eg tori at siga tað, at tað er ikki ein sál inni her, sum ikki kann koma til Jesus. Tú kanst føla teg, sum tú føla teg vil. Tú kanst vera so ógudiligur og dálkaður, sum tú vera vil. Tú verður frelstur í tí eygablikki, tú vilt líta teg yvir á tann mannin, sum doyði fyri tey ógudiligu.

Tað er dýrabarari enn alt annað, at Hann rættvísger tann ógudiliga. Kann nakar annar gera tað? Kann nakar av teimum stóru monnunum í hesi verð siga: Komið til Mín, øll tit, sum strevast og hava tungar byrðar at bera, Eg skal geva tykkum hvílu? Nei, eingin uttan Hann kann, Hann, sum breiddi armarnar á krossins planka og doyði fyri tann ógudiliga.

Gud í Himlinum gevi tað, vinur, sum ert her, at tú mátti gjørt brúk av hesum kjansinum og komið í hesar armar, sum fevna eftir tær. Gud er fornoyðaður við tað, sum Kristus gjørdi; vilt tú ikki eisini kennast við tað? Gud hevur anerkent tað, tað var nokk. Hann segði tað var fulbrakt. Tað var tín og mín frelsa, sum var fulbrakt. Henda naglamerkta hondin er útrakt til tín í kvøld. Tað skal eingin vera her og siga tað, at eg kom til Hann, men Hann tók ikki ímóti mær. Hann stendur við Sítt Orð. Hann sigur, at tann, sum kemur til Mín, hann skal ikki verða koyrdur burtur, líka mikið hvussu sær út, vinur.

„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ Jóhannes 3.16

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/Godtfred-i-Gotu2.png 725 1322 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-10-07 18:34:492022-10-08 19:46:32Hann, sum breiddi út Sínar armar á krossins planka

Bønarløtan fyri oktober 2022

03/10/2022

Bønarløtan fyri oktober er tøk. Tak niður her: Bønarløtan okt 22

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/10/bon_okt_22.png 472 502 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-10-03 13:40:162022-10-03 13:41:53Bønarløtan fyri oktober 2022

Hann hevur gjørt alt væl (Mark. 7.37)

23/09/2022

– og tað, sum Hann kann læra okkum hesum viðvíkjandi

„Nú var kvinna, sum hevði havt blóðsótt í tólv ár.

Hon hevði útstaðið nógv av mongum læknum; alt, ið hon átti, hevði hon latið afturfyri, og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað.“ Markus 5.25-26

Eg kendi fleiri fólk á Balabac, sum høvdu upplivað tað sama, sum kvinnan í Markusi 5, tey høvdu onga hjálp fingið, men vóru heldur versnað.

Minnist ein ungan blindan mann. Hann var blindur, tí pápin hevði gníggjað knústar penisillintablettir í eyguni á honum, einaferð hann sum smádrongur hevði bruna í eygunum.

Sonur ein kvakksalvara doyði, tí pápin valdi ikki at koma til okkara og fáa rættan heilivág. Hann helt seg duga at grøða og vildi tí sjálvur taka sær av dreinginum. Sjálvur doyði pápin nøkur ár seinni av lungnabruna. Tað var aftur tað sama, hann vildi ikki taka heilivág, helt seg duga best.

Ein granni fortaldi mær um, tá ið elsta dóttir teirra doyði. Hon hevði fingið blóðsótt (dysenteri). Hann segði, at dóttirin var so ræðuliga tyst og bønaði hann um vatn. Men tey gomlu fólkini, sum vóru har, bóðu hann ikki lurta eftir henni, tað fór bara at gera hana verri. „Og soleiðis,“ segði grannin, „doyði dóttirin, meðan hon bønaði og bað um júst tað, sum kundi havt gjørt hana fríska.“

——-

„Teir grøða skaða fólks Míns, sum tað einki var fyri, …“ Jeremias 6.14

Nógv fólk á Balabac stríðast við magasár. Hetta kemur helst av vánaligari føði og strongdini av altíð at liva á hungursmarkinum.

Ein maður var serliga ringur. Cathy hevði spurt seg fyri, hvussu vit kundu hjálpa honum, og ein lækni hevði sent henni eina – vit kunnu kalla tað uppskrift – hvat vit skuldu gera fyri at hjálpa manninum. Tað kravdi nógvan heilivág, fleiri sløg, og var tað alt sera dýrt.

Vit vistu, at góvu vit manninum allan heilivágin, fór hann bara at taka hann, til hann byrjaði at kenna seg betur, og so ikki meir. Og vit vistu, at tað fór bara at gera ilt verri. Ein annar vansi var, at fekk hann allan heilivágin, fóru onnur at koma og biðja burturav, og hann fór ikki at kunna siga nei.

Ein maður, sum hjálpti okkum nógv í hesum sambandi, lovaði at fara til mannin við heilivági tríggjar ferðir um dagin og soleiðis persónliga síggja til, at maðurin tók heilivágin, sum hann skuldi.  Tað riggaði, og maðurin bleiv spilfrískur.

Varð tað ikki gjørt rætt, varð hann ongantíð frískur. Jeremias segði um profetarnar, at teir grøddu skaða fólksins, sum tað einki var fyri. Er hatta tíverri ikki júst tað, sum vit gera, tá ið tað kemur til ta andaligu hjálpina?

At hjálpa fólki krevur ofta nógv meira enn bara at siga teimum, hvat tey skulu gera. Tað krevur, at vit eru við gjøgnum alla tilgongdina.

Vit upplivdu ofta, at fólk, sum høvdu verið hjá lækna, ikki vistu, hvat tey skuldu gera við sjúkugreiningina (diagnosuna), tey høvdu fingið. Hesar báðar hendingarnar, havi eg hoyrt frá øðrum trúboðarum:

Ein maður hevði fingið sár á beinið, og tað hevði tikið ilt fyri seg – í tropunum tekur tað ikki leingi. Læknin gav manninum penisillintablettir og bað hann taka tær fýra ferðir um dagin og so koma aftur um eina viku. Tá ið maðurin kom aftur, var sárið verri – tað var bæði hovið og bløddi. Tá ið læknin kannaði sárið, sá hann, at maðurin hevði potað tablettirnar inn í sárið fýra ferðir um dagin í eina viku. Læknin hevði bara tikið tað fyri givið, at maðurin visti, hvat hann skuldi gera við tablettirnar.

Eini hjún fóru til stórbýin at leita sær læknahjálp, og læknin gav teimum eina resept. Tey høvdu ongantíð verið hjá lækna áður og vistu ikki, hvat ein resept var. Hvørgin teirra dugdi at lesa. Á veg heim aftur tosaðu tey um, hvat læknin mundi ætla við hasum pappírinum. Eftir at hava tosað aftur og fram um tað, komu tey til ta niðurstøðu, at meiningin mundi vera, at tey skuldu brenna pappírið og so anda roykin í seg. Og tey so gjørdu.

Í Puerto Princesa býr maður, ið eitur Job

Hetta er søgan um Job – ikki tann í Bíbliuni – hesin býr í Puerto Princesa.

Job hevði í mong ár verið rúsevnismisnýtari og var so djúpt sokkin, at mamma hansara bað konuna rýma frá honum. Hon stúrdi fyri børnunum.

Men so kom Job til trúgv og vildi fáa hjálp at sleppa úr díkinum, sum hann var endaður í. Konan var trúgvandi, og tey høvdu eisini fleiri trúgvandi vinir. Tey vistu, at skuldi nøkur vón vera hjá Job at koma fyri seg aftur, mátti hann fáa røttu hjálpina. 

Í samráð við serkøn fólk gjørdu tey av at halda Job í húsavarðhaldi í eitt heilt ár. Hetta merkti, at hann kundi ikki hava atgongd til telefon, og onkur mátti vera um hann alla tíðina. Kona hansara var tannlækni, men fór í farloyvi, so hon saman við vinfólkum kundi taka tørn at vera um hann. Vinfólkini høvdu øll nógv um at vera, men tey tóku sær tíð at hjálpa Job at koma fyri seg aftur.

Hetta eru tjúgu ár síðan, og „Job is still going strong“. Tað ger mun at taka sær tíð at gera tað, sum er rætt.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/Kvinna-sum-hevdi-blodsott.png 443 975 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-09-23 08:50:002022-09-22 22:59:33Hann hevur gjørt alt væl (Mark. 7.37)

Av bókahillini: Stevnið eftir heilagleika!

09/09/2022

Tær flestu av bókunum, sum eg havi ummælt í hesum greinunum, eru bøkur, sum eg havi lisið fyri mongum árum síðan. Vóni ikki, at nakar heldur, at hetta merkir, at eg havi læst meg fastan í alt gamalt. Fyri meg er tað bara nakað serstakt at kunna taka bøkur av hillini, sum eg las fyri mongum árum síðan. 

Hugsaði at tosa eitt sindur um eina bók, sum eg las afturi í fýrsunum. Las hana, meðan vit lósu málfrøði í statinum Missouri í USA. Bókin eitur á enskum „The Pursuit of Holiness“. Varð hon umsett til føroyskt, kundi heitið møguliga verið „At stevna eftir heilagleika“. Heitið er tikið úr Hebrearabrævinum 12.14:

„Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!“ 

Eitt sindur um høvundan

Maðurin, sum skrivaði bókina, eitur Jerry Bridges. Hann skrivaði seinni fleiri aðrar bøkur, allar væl verdar at lesa. Jerry Bridges virkaði innan fyri kristna felagsskapin The Navigators. Hetta er ein felagsskapur, serliga ætlaður at hjálpa ungum trúgvandi – í Noregi eitur felagsskapurin Navigatørene, og í Føroyum er hann kanska best kendur undir heitinum Navigatørarnir.

Felagsskapurin varð stovnaður í USA í 1933 og virkaði upprunaliga serliga millum ungar menn í amerikanska herflotanum, haðani navnið The Navigators, sjófararnir. Seinni varð eisini farið at arbeiða millum lesandi. 

Navigatørarnir hava altíð lagt stóran dent á týdningin av at læra skriftstøð uttanat. Tá ið eg gekk á bíbliuskúla, var partur av skúlagongdini at læra vers og brot úr Skriftini uttanat. Skipanin, vit fylgdu, kom frá Navigatørunum.

Eitt sindur um bókina

Aftur til bókina „The Pursuit of Holiness“ (At stevna eftir heilagleika). Heitið sjálvt nemur nakað í okkum. Uttan mun til, hvussu miseydnað andaliga lív okkara hevur verið, so er tað bara ein veruleiki, at hoyra vit Harranum til, so tráa vit eftir heilagleika. Vit tráa eftir at kenna okkum rein og Gudi nær. Tað var jú tað, vit vóru bæði skapt og frelst til.

Hyggur tú at øllum bókunum hjá Bridges, so varnast tú, at trý evnir ganga aftur: Heilagleiki, trúgv og náði. Hesi trý eru nær tengd at hvør øðrum. At skilja náðina førir til djúpa tráan eftir heilagleika, og at skilja heilagleika førir til djúpa tráan eftir náði. Og tað, sum bindur hesi bæði, heilagleikan og náðina, saman, er trúgvin.

Sitat úr The Pursuit of Holiness

  • Vilt tú byrja at síggja syndina sum eitt misbrot móti einum heilagum Gudi og ikki bara sum eitt persónligt niðurlag? Vilt tú byrja at taka persónliga ábyrgd fyri syndir tínar og skilja, at tú einans kanst gera tað við at kasta teg yvir á náði Guds? Og vilt tú velja at lýða Gud í øllum, sama hvussu lítlan týdning tað enn kann sýnast at hava?
  • „Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda.“ (1. Jóh. 2.1). Tað gekk upp fyri mær, at eg siktaði nógv lægri enn Jóhannes. Hann segði – gerið tað til mál tykkara ikki at synda – meðan eg, djúpt í hjartadýpi mínum, var nøgdur við ikki at synda so ofta.
  • Tað, sum eyðkennir alla venjing, bæði likamliga og andaliga, er, at vit duga ikki at byrja við og gera tí nógvar feilir.
  • Jonathan Edwards skrivaði sum ungur maður: „Eg seti mær fyri – hvussu illa tað enn kann tykjast at ganga – aldri at geva eftir ella á nakran hátt at slaka í bardaganum ímóti spilluni innan í mær.“
  • Ofta halda vit, at tað ber væl til at spæla við freistingar, tí synda vit, ber altíð til at játta tað og fáa fyrigeving. Slík hugsan er sera vandamikil. Gud ger ongan mannamun, tá ið Hann dømir synd, og letur onga synd um Seg ganga. Eingin synd er so lítil, at Hann letur hana bara fara aftur við borðinum. Nei, Gud hevur eitt brennandi hatur til synd, hvar enn Hann sær hana.
  • Vit halda alt ov ofta, at ein ella onnur synd hevur vunnið á okkum. Nei, syndin hevur ikki vunnið á okkum, vit hava rætt og slætt valt at vera ólýðin. Tað hevði kanska verið okkum betri ikki at nýtt orðingar sum at sigra og falla, men heldur kallað tað at vera lýðin og ólýðin.

Onkur heldur kanska, at hesi sitatini frá Bridges ljóða í so avgjørd. Veit ikki, tey samsvara, í hvussu so er væl við tað, sum Skriftin lærir. 

Aftur til tey trý evnini, sum eru sum ein reyður tráður ígjøgnum bøkurnar hjá Bridges: Heilagleiki, náði og trúgv. At liva tað sanna trúarlívið er at tora at vera grótharður við seg sjálvan. Tú torir tað, tí tú hevur upplivað, hvussu stór náðin er.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/Jerry-Bridges1-1.png 720 1280 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-09-09 10:00:002022-09-07 14:09:52Av bókahillini: Stevnið eftir heilagleika!

Bønarløtan fyri september

06/09/2022

Bønarløtan fyri september er tøk – tak niður her: BØNARLØTAN

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/09/bonarlotan-sept22.jpg 763 769 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2022-09-06 13:45:532022-09-06 14:14:38Bønarløtan fyri september
Page 14 of 27«‹1213141516›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29
  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17
  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top