Bønarløtan fyri januar 2021

Bønarløtan fyri januar er tøk – trýst her:

Eliesar og Harrans afturkoma

Tað er ársskifti 1979-80. Vit eru júst komin heim til Føroyar og eru á morgunmøti í Betesda. Borðini eru sett upp til nýggjársveitslurnar. Tey standa í longum røðum fram gjøgnum salin, og bonkirnir, ið vanliga verða nýttir til møtini, standa fram við borðunum. Tað er nakað serstakt við júst at vera heimkomin, merkja høgtíðarrómin og sita á morgunmøti kring longu borðini.

Møtið er ikki byrjað enn. Tað er kavi, og tú hoyrir, hvussu fólk trampa kavan av skónum úti á trappuni, áðrenn tey koma inn. Tú hoyrir tey heingja jakkar og frakkar á akslatrøini, meðan tey stillisliga og hjartaliga ynskja hvør øðrum gott nýggjár.

So byrjar møtið: Sangur, lýsingar, meira sangur og takkarbønir. Minnismáltíðin fer fram, og síðan fer posin runt. Áðrenn vit fara heim, fer Eliesar Poulsen upp á talarastólin og hevur eitt orð.

Eliesar var altíð sera hugtikin av Ísrael og Harrans afturkomu, og tað var hann eisini hendan morgunin. Hann lesur úr Lukas 21, versini 29 til 32, har tað stendur í sambandi við fikutræið, at tann ætt, sum sær fikutræið spretta, skal ikki forganga, fyrr enn Menniskjasonurin kemur. Eliesar sigur, at hvørt ættarlið, soleiðis, sum tað er umtalað í Skriftini, fevnir okkurt um 35 ár. Nú veit eg ikki, hvussu hann kom til, at tíðarskeiðið skuldi vera 35 ár, men hvussu er og ikki, so sigur Eliesar, at siga vit, at fikutræið fór at spretta í 1948, og eitt ættarlið fevnir um eitt 35 ára tíðarskeið, so merkir tað, at Harrin fer at koma aftur onkuntíð í fýrsunum. Tað vil siga, at hann fór at koma aftur heilt skjótt – hetta var jú ársskiftið 79-80. Hann var ikki avgjørdur, vildi bara siga, at mangt peikaði á, at nú fór ikki at verða leingi.

Soleiðis var Eliesar. Hann gekk nógv upp í, at Harrin fór at koma skjótt.

Eitt dømi, um hvussu høgt hann gekk upp í hetta. Liz og Ragnar fluttu til Filipsoyggjarnar á vári í 1979. Tá ið Eliesar kom at siga teimum farvæl, spurdi hann, nær tey væntaðu at koma heim aftur. „Vit vænta at koma heim aftur um fimm ár,“ svaraðu tey. „Fimm ár,“ sigur Eliesar. „Tá verður Harrin langt síðan aftur komin.“

***

Hetta er fyri fjøruti árum síðan. Fýrsini eru farin og Eliesar við teimum, men Harrin er ikki komin aftur enn. Ættarliðið, sum upplivdi, at Ísrael aftur gjørdist tjóð í 1948, upplivdi ikki Harrans afturkomu.

Var tað skeivt av Eliesari, at vera so spentur um Harrans afturkomu? Kanska var hann í so avgjørdur. Skriftin ávarar okkum jú ímóti tí; men hinvegin, so ávarar hon okkum eisini ímóti vandanum ikki at vænta komu Harrans. Lukas 12.45 sigur frá tænara, sum fór at siga í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ og tí gjørdist eitt bølmenni.

Fyrra Korintbræv 1.7 sigur um tey í Korint – hesi, sum vit ofta halda vera verri enn vit – at tey væntaðu komu Harra okkara Jesu Krists. Hatta orðið vænta er í Rómbrævinum 8.23 umsett „stunda eftir“. Tað er meira enn bara at vænta, har er spenningur í. Tað er hasin spenningurin, sum eigur at eyðkenna øll trúgvandi, tí tey gleða seg til komu Harrans.

Eg haldi, vit kunna siga, at tað vanliga í Nýggja Testamenti var at hava sama hugburð um komu Harrans, sum Eliesar hevði. Álvarsamt.

***

Og so eitt rend aftur á morgunmøti. Skriftin sigur (1. Kor. 11.26), at so ofta, sum vit eta av breyðinum og drekka av kalikinum, kunngera vit deyða Harrans, inntil Hann kemur.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Ein ljósrípa í myrkrinum

„Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.“ Jóhannes 1,9

Vit sita øll í spenningi og bíða. Um eina løtu verður heilt myrkt her inni. Fullkomiliga myrkalagt. Vit eru komin á eina konsert í myrkri. Kórleiðarin greiðir frá, hvussu torført tað hevur verið at myrkalagt rúmið. Nógvastaðni hevði ein lítil ljósrípa hug at sníkja seg inn og oyðileggja alt. Eitt lítið blunk frá eini fartelefon gjørdist eisini ógvuliga sjónligt. Tí skuldu allar fartelefonir sløkkjast og goymast burtur.

Hetta fekk meg at hugsa um, hvussu sterkt ljósið er. Ein lítil ljósrípa brýtur myrkasta myrkur. Og so gjørdist heilt myrkt. Nú gjørdist greitt fyri mær, at eg ongantíð áður hevði sitið í slíkum myrkri. Eingin munur var, um eg blundaði ella hugdi út í myrkrið. Tað var fullkomiliga myrkt.

Nógvir tankar fóru í gongd. Tankar um myrkrið, um vónloysi, um fortapilsi. Um at ganga í myrkri. Um ikki at kenna ljósið og vita, hvat ljós er. Um at vera blindur bæði likamliga og andaliga. Og so at kenna signingina av ljósinum. Um forrættin at hava likamliga og andaliga sjón.

Vit eru í myrkastu tíð av árinum, og hana yvirliva vit bert, tí vit vita, at ljósið kemur aftur. Í skrivandi løtu er 3. sunnudagur í advent. Vit tendra 3. ljósið, ímeðan vit sita í hálvmyrkrinum og vænta komu Jesusar. Tað er ljósið, sum gevur vónina. Hvar vóru vit uttan ljós? Eg, sum máli myndir, eri sera upptikin av ljósi og myrkri. Tí tað eru ljós og myrkur, sum skapa myndina. Og uttan ljósið sóu vit ikki gyltu litirnar í myndini. Listamálarin og myndatakarin leggja seg eftir at fanga ljósið.

Men hitt sanna ljósið kom inn í heimin.

Jóhannesar evangeliið lýsir Jesus sum ljósið, vegurin, livandi vatnið, livandi breyðið og livandi orðið. Ljósið vísir okkum Vegin. Vatnið sløkkir okkum tostan. Breyðið stillar okkum svongdina. Og av Orðinum vaksa vit. Hetta er poetisk tala, ein tala, sum fær okkum avmarkaðu menniskju at skilja boðskapin betur. Tí hvør kennir ikki myrkur, tosta, svongd, vegloysi og vónloysi?

Men ljósið kom í heimin. Orðið gjørdist hold. Hann varð føddur av ungari moy, gitin av Heiløgum Anda. Hann var menniskja og Gud í einum. Bert ein lítil ljósrípa jólanátt. Men Hann breyt myrkrið. Myrkrið skilti ikki hetta ljósið, og við eitt gjørdist myrkrið myrkari. Myrkursins kreftir fóru í gongd, og boð vórðu nú givin, at øll dreingjabørn í landinum undir 2 ár skuldu verða dripin!

Men myrkrið kundi ikki oyðileggja ætlan Guds. Ljósrípan, sum kom inn í heimin jólanátt, varð bjartari og bjartari og avdúkaði myrkrið. Tað var sjálvur Gud, sum var stigin inn í heimin. Hann kom fyri at avdúka myrkrið og leiða menniskju inn í ljósið. So mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds. Hann kom við tí endamáli at hava samfelag við okkum, at frelsa okkum úr myrkrinum inn í ljósið.

Hann vil eisini, at vit skulu ganga í ljósinum, ganga á vegnum, drekka livandi vatnið, eta breyðið og vaksa av orðinum. Og eru vit í ljósinum, so hava vit samfelag við Hann og við hvør annan.

„Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.“ sigur sálmaskaldið (Sálm. 119,105). Ljósið vegurin er í samfelagi við Hann gjøgnum Orðið.

Og gøtan, sum tey heilagu ganga, gerst ljósari og ljósari, til hádagur er. Og hendan hádag skilji eg sum dagin, vit trína inn til Gud, sum er ljós. Eingin skuggi er í Honum. At ímynda sær Himmalin er sera torført, um ikki ógjørligt. Men vit fáa onkra ljósrípu opinberaða úr Himlinum. Har er eingin nátt og einki myrkur. Kanska sigur hetta okkum ikki so nógv í sær sjálvum. Men eitt verður liðugt tá, og tað er bardagin, vit framhaldandi hava við myrku kreftirnar, vit kenna til í hesum heimi. Tá verður tað farið. Alt verður nýtt og fullkomið.

At hava hesa vissu eigur at geva okkum fullkomnu jólagleðina, nú vit fara at hátíðarhalda føðing Jesusar: Ljósrípan, sum kom á jólanátt og var Ljósið, sum broytti heimin.

Gleðilig jól.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Á hóskvøldsmøti

Farið varð undir hóskvøldsmøtini síðst í trýssunum, og mær vitandi hava tey verið síðan uttan steðg. At tey hava hildið á so leingi, er eingin sjálvfylgja. Mong hava lagt nógva orku í at gera tey møgulig, og hesi eiga stóra tøkk uppibornað. Hugsaði at koma við nøkrum hugleiðingum um, tá ið eg sjálvur gekk á hóskvøldsmøti.

Mín aldursbólkur byrjaði at koma á hóskvøldsmøti eini fimm ár eftir, at tey byrjaðu. Tað er fyri næstan hálvtrýss árum síðan, afturi í farnu øld. Ljóðar næstan, sum mann fer aftur í fornøldina.

Tað var nakað spennandi við at koma á hóskvøldsmøti. Tú merkti, at nú hoyrdi tú til tey ungu, ikki børnini. Flestu teirra, sum longu vóru partur av hóskvølds-innbúgvinum, hava helst verið ov óbúgvin til at leggja seg eftir at fáa okkum at kenna okkum vælkomin. Samanhaldið hevur helst mint í so nógv um tað, tú vart vanur við í skúlagarðinum. Og kortini hevur tað verið í lagi. Vit kendu okkum væl, og okkum dámdi væl at vera har.

Vanligu møtini gjøgnum vikuna byrjaðu klokkan átta, men ikki hóskvøldsmøtið, tað byrjaði klokkan nýggju. Pallurin var fullur av ljóðførum og leidningum, elektriskt orgul, klaver og gitarar. Alt nýmótans og spennandi. Men ongar trummur, tað varð hildið at fara yvir um mark. Onkur leiddi sangin. Tað vóru vit von við frá sunnudagsskúlanum og Zarepta, men ikki frá vanligu møtunum. Kvartettin, duettin og solosangur settu eisini serligan dám á. Møtini vóru skipað. Sum oftast vóru tað menn, sum vanliga tosaðu í Betesda, sum vóru bidnir at koma at tala. Onkuntíð vóru tað menn aðrastaðni frá. Vanligur siður var eisini, at ung byrjaðu og endaðu við einum versi og bøn.

Møguliga vóru onkur eldri ikki so glað fyri eitt ungdómstiltak sum hóskvøldsmøtið. Tey vóru kanska bangin fyri, at hetta kundi gerast ein samkoma í samkomuni. Eg var sjálvandi blaðungur tá, og óivað var nógv, sum eg ikki fekk við, og mongu árini, ið eru liðin, hava óivað gjørt, at minnini møguliga eru merkt av tráan eftir farnari tíð. Afturtrá ella ikki, vit merktu altíð, at gott samband var millum tey eldru og teir, sum høvdu ábyrgd av hóskvøldsmøtunum. Vit merktu, at teir, sum leiddu hóskvøldsmøtini, vóru góðir við samkomuna, og tey eldru í samkomuni vóru góð við okkum ungu. Tað var eitt sunt umhvørvi.

***

Nú situr sjálvandi ikki nógv eftir av tí, eg hoyrdi á hóskvøldsmøtunum, men kanska kundi eg nevnt okkurt, sum kortini er har.

Minnist einaferð Kaj Johannesen talaði. Hann byrjaði við at lesa alt Seinna Timoteusbræv. Tá ið hann var liðugur at lesa, segði hann okkum, hvussu nógvar minuttir, tað hevði tikið. Tað var ikki nógvar minuttir. Hann vildi vísa okkum á, hvussu lítla tíð tað í veruleikanum tekur at lesa. Tað var hasin denturin á Orðið og týdningurin at vera í Orðinum, sum eyðkendi alt samkomuarbeiðið, eisini hóskvøldsmøtini. Á vegginum aftan fyri pallin hekk versið (Neh.8.10):

„… gleði í HARRANUM er styrki tykkara!“

Tað er handan gleðin í Harranum, sum fær okkum at nýta tíð í Orðinum, og Orðið fær okkum at gleðast í Harranum.

Minnist eina talu hjá Poul Færø, har hann segði frá, tá ið hann var smádrongur úti á Toftum, at ein genta skuldi greipa fisk, men hon tímdi so illa. Meðan hon soleiðis greipar, rópar hon: „Tað eru trettan fiskar eftir, og trettan er eitt stakt tal. Hon meinti, at tað loysti seg ikki at blíva við at greipa, tá ið tað endaði við einum stakum tali. Poul nýtti søguna, at minna okkum á, hvussu skeivt tað er at gevast, bara tí vit halda, tað ikki ganga upp, sum vit gera.

Páll Poulsen fortaldi einaferð, hann talaði, um tá ið hann sum tannáringur hjálpti at rigga bátin Sendiboðið til, og aðrir unglingar, sum høvdu lovað at koma og hjálpa, ikki komu. Hann segði, hvussu hann stríddist við hugburð sín móti teimum, og hvussu Harrin hevði mint hann á tað, sum Opinberingin 2 sigur um fyrsta kærleikan. Tá ið vit liva í fyrsta kærleikanum, ger tað okkum tað sama, hvat hini gera, kærleiki Hansara drívur okkum.

Eg gekk bara nakrar fáar vetrar á hóskvøldsmøti, so fór eg burtur í skúla, og tað at ganga á hóskvøldsmøti varð bara eitt minni. Eg eri fegin um, at eg upplivdi hasa tíðina og um barlastina, sum tað gav mær á leiðini.

Kanska er tað hóskandi at enda við 2. Tim. 3.14-15:

   „Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

   og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.“

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Ótti fyri framtíðini?

Ótti og stúranir finna sær ofta eina inngongd í sinni okkara á ein snildisligan hátt. Kanska er tað ymiskt frá persóni til persón alt eftir, hvussu vit eru samanskrúvað, hvørjar ílegur vit hava arvað, og hvørjar royndir vit hava í lívinum.

Um nakar er, sum kennir okkum, so er tað Gud. Tað er ikki uttan grund, at Hann í Sínum orði eggjar okkum til at byggja verjugarð í tonkum okkara. Ein verjugarð, sum verjir okkum móti svikaálopum djevulsins, og ein verjugarð, sum er bygdur uppá Orð Guds (Ef. 6:10-18).

Um eg skal avdúka mín egna ótta, so eri eg ikki so bangin fyri degnum í dag, ei heldur morgindegnum ella mínum egna lívi. Men eg beri ótta fyri framtíðini hjá komandi ættarliðum í Føroyum. Kanska er hetta ein púra ógrundaður ótti, men tó?

Tað er ikki bara kristindómurin, sum hevur eina missiónsætlan, tað hevur mótstøðumaðurin eisini.

So vit skulu vera vakin og biðjandi, ikki óttafull. Óttin eigur at dríva okkum í bøn, í andaligan bardaga móti harrum heimsins í hesum myrkri.

Ljósið, sum kom í heimin, er sterkari enn myrkrið og kann reka myrkrið út. Hetta er gott at minna seg á hesa jólatíð.

Mótstøðumaðurin hevur eitt mál við Føroyum, og tað er at avkristna okkum. Hetta mugu vit altíð vera tilvitað um. Fyri okkum, sum bara eru von við at liva og samlast í frælsi saman við nógvum trúgvandi í “kristnum” landi, virkar hesin tankin so óveruligur.

Hvørja ætlan hevur Satan? Hann gongur runt sum ein brølandi leyva men eisini sum ein ljósins eingil, og tí er lætt at verða snýttur. Alt kann tykjast ljóst og gott, eingin vandi á ferð, men vit mugu seta spurningin, um andi antikrist/ ljósins eingil er aftanfyri?

Vit kristnu liva í heiminum men eru ikki av heiminum, og hetta vil altíð vera ein avbjóðing og ein bardagi hjá okkum. Serliga í hesum humanistiska rákinum, tí humanisman líkist kristindóminum og hevur sín uppruna í honum. Munurin er tó, at humansiman hevur sett menniskjað í miðdepilin framum Gud.

Stríðsætlanin hjá Satan er fyrst og fremst at gera okkum veik við at fáa okkum at sovna í trúnni, fáa okkum at hugsa, at tað er væl statt við okkum, vit eru trúgvandi, og kanska vit ganga á møti og lesa eitt sindur í Bibliuni, samlast við øðrum trúgvandi o.s.fr. Men sum vit lesa í brotinum í Ef 6, so krevst í roynd og veru meira. Lat okkum tríva í onkra strofu:

Vit skulu lata okkum í herklæði Guds, verður sagt tvær ferðir, tí tá hin óndi dagur kemur, skulu vit vera ment at standa. Tað vil siga, at hann kemur, og alt kann broytast, og vit mugu ikki vera so bláoygd, at vit ongantíð vænta eldin, sum Bíblian eisini tosar um.

Hvat tað er at lata seg í herklæði Guds, kann sigast við fáum orðum: At kenna Orðið, lata tað liva í okkum, at vera biðjandi í Andanum – altíð. Tá vit vera vakin á henda hátt, fara vit altíð at kenna svikapílar Satans, og kunnu vísa teim frá okkum, tí vit hava bygt verjugarð í sinni okkara.

Til seinast, vit mugu ikki taka kristindómin sum eina sjálvfylgju. Vit mugu arbeiða uppá trúnna við ótta og bivan (Fil 2:12), vit mugu biðja fyri okkum sjálvum og komandi ættarliðum, at vit mugu standa sterk í trúnni, so vit koma at sanna, at ljósið vinnur á myrkrinum. Vit kunnu minna okkum á hetta, tá vit tendra jólaljósini hesa adventstíð: Hann, sum kom inn í hendan myrka heimin, kom við friði. So latið okkum taka móti hesum friði, og latið okkum samstundis gera okkum til reiðar til bardagan.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Bønarløtan fyri desember 2020

Bønarløtan fyri desember er tøk – trýst her: Bønarløtan des. 2020

Sum kornið boygt

Uppbyggingarmøti í Betesda. Klokkan er vorðin nógv, og Páll á Dul fer upp at enda møtið. Lesur nøkur vers, tekur saman um og endar við bøn. Versini, hann lesur, eru úr Matteus 13, um hveitina og illgresið. Hann knýtir tað at tí, sum er komið fram á møtinum, og sigur, at munurin á hveitini og illgresinum er, at sum hveitin veksur, boyggir kornplantan seg – tyngdin av ávøkstinum ger tað. Illgresið, harafturímóti, boyggir seg ikki – har er einki innihald at geva tí tyngd og boyggja seg. Ávøkstur boyggir. Hann rakti seymin á høvdið.

Eg var ikki á møti sjálvur, Eyðfinn svágur segði mær tað. Hann segði, at hann var so hugtikin av, hvussu væl Páll á Dul altíð dugdi at enda við eini stuttari hugleiðing ella lítlari søgu, sum á onkran hátt knýtti leysu endarnar saman. Jú, Páll á Dul gav okkum nógv.

Aftur til hatta, at ávøksturin boyggir, meðan illgresið er tómt og tí stendur steyrrætt. Vit kenna hatta aftur frá okkum sjálvum, tess meira fylt vit eru við ávøksti, tess meira bogna vit. 

Og vit kenna tað aftur og verða lærd um hetta gjøgnum alla Skriftina. At vera sannur er at vera eyðmjúkur.

Latið okkum heilt skjótt blaða gjøgnum bøkurnar í Nýggja Testamenti.

Matteus sigur: Sæl eru hini fátæku í anda, tey spakføru. Markus lýsir Jesus sum tænaran, hin eyðmjúka. Lukas fortelur um fjósið og Frelsaran, Hann, sum ikki hevði tað, Hann kundi halla høvdinum at. Jóhannes sigur um Jóhannes doypara, at hann skal minka, men Jesus vaksa. Ápostlasøgan fortelur um Ánanias og Saffiru, hjúnini, sum royndu at stjala sær heiður, tey ikki høvdu uppiborið.

Og so koma vit til brøvini. Rómbrævið sigur at vit skulu ikki hugsa hægri, enn vit eiga. Fyrra Korintbræv vísur á, hvussu trupult tað er, tá ið hugmóð tekur yvirhond. Seinna Korintbræv lýsir okkum sum veik leiríløt. Galatiabrævið fortelur um fólk, sum lærdu skeivt, tí tey vildu síggja væl út fyri øðrum. Efesusbrævið sigur, at tað er við eyðmjúkleika og spakføri, at vit liva kallinum verdiga. Filippibævið sigur, at vit skulu einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru. Kolossebrævið fortelur um fólk, sum uttan grund eru uppblást í holdliga sinni sínum. Tessalonikabrøvini siga okkum um milda hugburð Paulusar, at hann var eins og móðir, ið fløvaði børn síni. Fyrra Timoteusbræv ávarar um vandan at gerast hugmóðig og falla undir dóm Djevulsins. Seinna Timoteusbræv sigur, at tænarar Harrans skulu við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti. Titusbrævið tosar um at týdningin av at vera yvirvøldini undirgivin. Filemonbrævið er um bróðurbandið millum ein ríkmann og ein rýmdan træl. Hebrearabrævið tosar um Hann, sum tolin leið, at syndarar søgdu Honum ímóti.

Jákup tosar um týdningin av at eyðmýkja seg fyri Harranum. Pætur ger tað sama í Fyrra brævi sínum. Í Seinna brævinum skrivar hann um spottandi hugburð teirra, sum avnokta Frelsaran.

Og so koma vit til brøvini hjá Jóhannesi, har vit aftur og aftur finna eymu orðingina „børn míni“. Triðja bræv Jóhannesar lýsir mótsetningin av hesum við at siga frá Diotrefesi, sum fegin vildi vera fremstur.

Og so er tað Judasarbræv. Hann kemur inn á tað sama sum Pætur í Seinna brævið sínum, at syndarum dámar at spotta. Og so endar Nýggja Testamenti við Opinberingini, bókini, sum lýsir munin á heimsins sterku og Harrans veiku.

Allastaðni síggja vit hetta sama. Tey við ávøksti boyggja seg.

Og vit hava bara hugt at Nýggja Testamenti. Gamla Testamenti sigur júst tað sama. Hetta gongur gjøgnum alla Skriftina.

Aftur til lýsingina hjá Pálli á Dul um hveitina og illgresið. Tá ið vit fluttu til Filipsoyggjarnar og vóru umgyrd av rísmarkum, vóru vit aftur og aftur mint á tað, sum Páll á Dul hevði sagt. Vit sóu, hvussu rísið í stelkunum búnaðist og boygdi seg. Ikki undur í, at Skriftin hevur so nógv at siga um at lata seg boyggja, tað gongur jú hond í hond við at bera ávøkst.

Sum kornið boygt mítt eyga sær,
tá vindur yvir akur fer,
boygg hvørja kenslu so í mær,
tá Andans vitjan á mær er!

Og so ein lítil tanki afturat. Gott at gera tað til vana at siga øðrum, hvat tú hevur hoyrt á møtinum, á sama máta, sum Eyðfinn fortaldi mær, hvat Páll á Dul hevði sagt. Sum sangurin sigur: „Og okkum styrkir tað.“

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

At halda á í trúgv

Tá ið vit hugsa um orðið „trúgv“, hugsa vit sum oftast um, tá ið vit komu til trúgv ella vórðu frelst. Hetta er sjálvandi trúgv, tí vit verða frelst gjøgnum trúgv. Men trúgvin er nógv meir enn tað. Hon er ein nýggjur vegur, eitt nýtt og øðrvísi lív. Kanska eitt óvæntað lív fyri nógv.

Áhugavert er at lesa um trúarhetjurnar í Bíbliuni. Eg fari at tríva í trúnna hjá Sáru og Ábrahami, Mósesi og Nóa. Felags fyri hesi er, at tey á onkran hátt fingu eitt „løgið“ ella óvæntað lív í trúgv. Í veruleikanum eitt lív, sum í menniskjaeygum sá láturligt út.

Sára og Ábraham livdu í trúgv. Og Ábrami varð lovað (1. Mós. 15,5), at avkom hansara skuldi verða so stórt í tali sum stjørnurnar á himli. T.v.s. óteljandi. Men hvat? Sára og Ábraham áttu eingi børn og vóru bæði so gomul, at Sára dugdi ikki at ímynda sær, at tey kundu fáa nakað barn, tí flenti hon, tá ið tey fingu vitjan av Gudi, sum segði teimum, at hon skal eiga son (1. Mós. 18,1-15).

Árið eftir lyftið átti hon sonin Ísak. Í hesum einkarsoninum hvíldi hetta stóra lyftið, at úr honum skuldi stórt avkom koma. Stór ábyrgd má sigast. Men hetta var alt eftir ætlan Guds, og alt lá í Hansara hondum.

So koma vit til hæddarpunktið í søguni (1. Mós. 22,1-19). Gud biður Ábraham ofra Ísak. Tann Gud, sum Ábraham hevur trúð á, verður eisini ærdur her. Ábraham tekur sonin og fer ta tungu leið at ofra hann. Vit vita, at Ísak verður bjargaður í síðstu løtu, tá ið eingil HARRANS rópar á hann av himli og biður hann ikki leggja hond á dreingin. Ábraham verður biðin um at spara lívið hjá Ísaki og í staðin ofra ein veðr.

Hetta man vera størsta royndin vit lesa um í Gamla Testamenti. Fullkomiliga óskiljandi fyri okkum. Ímynda tær at verið Ábraham! Fyrst at verða royndur í trúgv í fleiri ár, síðan at fáa signingina og so skula av við hana aftur? Hvussu kundi hann skilja Guds ætlan? Men tað snúði seg ikki, um hvat Ábraham kundi hugsa sær til í sínum egna høvdi við menniskjaliga viti sínum. Tað snúði seg um Gud. Søgan er um Gud og Hansara ætlan. Ábraham og Sára verða útvald at vera ein liður í hesi ætlan. Gud kendi teirra hjørtu, og tey vóru funnin skikkað til hesa stóru trúarroynd. Í sama andadrátti kann eg nevna Mariumoy, sum varð gitin av Heilaga Andanum, og lovað varð, at hon skuldi verða móðir at Messiasi. Hon var eisini mett skikkað at bera Hann í heimin, tí hon trúði, og Jósef trúði. Hetta eru trúardømi, sum altíð hava hugtikið meg.

Og so er tað Móses. Hann verður biðin um at leiða Ísraelsfólk út úr trælahaldi, úr Egyptalandi. Út í oyðimørkina. Móses, sum kanska ikki varð mettur sum ein leiðari í menniskjaeygum, og sum hevði ilt við at málbera seg. Men hetta var ætlan Guds, og hann var útvaldur at fremja hesa uppgávu. Hann skal leiða tey til eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi.

Vit kenna søguna. Tey verða loyst, fara um Reyðahavið, fíggindin í hølunum, men hann druknar. Tey koma út í oyðimørkina. Skjótt er eingin matur at breyðføða tey. Nú byrjar veruliga trúarlívið. Í oyðimørkini. Kenna vit landalæruna, so átti tað ikki at tikið 40 ár at gingið frá Egyptalandi til Ísraelsland, sjálvt um tú grulvaði allan vegin.

Men Gud veit. Hann fer at vísa, hvør Hann veruliga er. Hann fer at royna fólkið. Hann veit, hvat teimum tørvar. Ikki mjólk og hunang fyrst og fremst, men sterka trúgv á Seg. Hvat er dýrabærari? Er ikki trúgvin dýrabærari enn njótanin av mjólk og hunangi? Um tey so skuldu ganga í hesi turru oyðimørk dag út og dag inn. Hitabylgja um dagin, og bítandi kuldi um náttina. Ongin matur uttan manna, ja, so er ein sigrandi trúgv størri. Soleiðis hugsar Gud. Hann er størst í lívi okkara, og tað vil Hann, at vit skulu síggja og uppliva. Stakkaladýrið Móses, hann var mangan illa dámdur. Hann fekk at sanna, at tað er ikki viðurkenning frá menniskjum, sum drívur okkum fram í trúgv, men viðurkenningin frá Gudi. Móses sá bert inn í lovaða landið. Hann doyði, áðrenn hann kom hagar.

Nóa. „Jamen Nóa, hvat tosar tú um? Eina vatnflóð?“ Tey hildu hann ivaleyst vera í ørviti. Nú er hann farin ov vítt, hann byggir eina ørk uppi á einum fjalli. Har var einki vatn! Og hetta tók langa tíð. Long tíð, áðrenn lyftið um vatnflóðina varð veruleiki. Men Gud brúkti Nóa, og Gud sá hansara hjarta og lýdni. Hann leit á Nóa, og Hann útinti verk Sítt í honum og gjøgnum hesa longu trúarroynd, sum hann fór ígjøgnum. Gud helt Sítt lyfti, og Gud prógvaði Seg. Nóa helt út í mong ár. Ivaleyst spottaður av øðrum. Viðurkendur? Neyvan. Kanska kendur fyri sín løgna atburð.

Eitt lív í trúgv er ikki eitt lætt lív, men av tí, at tað er rætta lívið fyri okkum, er tað eitt gott lív. Gud roknar ikki sum vit. Hvussu ofta standa vit ikki spyrjandi, tí vit skilja ikki Hansara órannsakandi vegir? Tað er tá, at trúgvin verður styrkt. Tá er tað, at vit fáa evnini at skoða longri, tí vit hyggja longri. Vit hyggja longri enn til bara hesa einu løtuna. Vit síggja Hin ósjónliga. Og eitt kunnu vit vera vís í: at geva vit Honum veg okkara í hond, so brúkar Hann okkum í Síni ætlan. Hann bæði ger eitt arbeiði í okkum og ígjøgnum  okkum. Ein dag fara vit at heysta signingina.

Hebrearabrævið 11 er vert at lesa í hesum sambandi.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Styrki Mín er fullkomin í veikleika

Vit eru afturi fyrst í hálvfemsunum. Eg hevði verið ørindi í Puerto Princesa, høvuðsstaðnum á Palawan, og var á veg aftur til hús aftur. Ferðaðist yvir land. Tað merkti, at eg skuldi ferðast við bussi til Rio Tuba, eina av sunnastu bygdunum á Palawan. Hetta tók vanliga okkurt um átta tímar. So var at finna ein bát, sum kundi sigla meg suður til Balabac.

   Túrurin til Balabac tók vanliga okkurt um fýra tímar. Komin til Balabac skuldi eg so finna ein bát at sigla meg til Buwal, bygdina har vit búðu. Hetta tók umleið ein tíma. Vanliga vóru slíkir túrar langir og keðiligir.  Tíbetur eru umstøðurnar at ferðast væl betri nú enn tá.

So aftur til ferðina heimaftur.

Eg fór tíðliga úr Puerto Princesa, men busstúrurin tók væl longri tíð enn væntað, so tað var myrkt, tá ið vit komu til Rio Tuba. So var at finna bát at føra meg suður til Balabac.

Eg møtti tveimum monnum, sum skuldu sama veg. Teir søgdu, at har var onkur, sum kundi føra okkum, og spurdu, um tað var í lagi, at eg galt helvtina, so skuldu teir greiða hina helvtina. Eg hevði nokk so nógv ferðagóðs við mær og helt, at tað ljóðaði rímiligt. At møguliga liggja fleiri dagar í Rio Tuba og leita eftir farti, hevði eg als ongan hug til.

Ná, men nú var vorðið seint, og eg mátti finna onkustaðni at gista.

Klokkan fimm morgunin eftir fari eg við øllum viðførinum oman á støðna og síggi, at báturin er kjokkfullur av fólki og ferðagóðsi. Tað var um reppið, at har ikki var pláss fyri mær. Og eg hevði longu bundið meg at gjalda fyri hálvan bátin. Snýttur? Hetta var hvørki fyrstu ella síðstu ferð. Men nú var ov seint at tala at, so eg tagdi, og vit fóru.

Nógvar smáar oyggjar eru millum Palawan og Balabac. Hinir báðir menninir og eg skuldu beinleiðis til Balabac, so eg hevði tikið fyri givið, at eingin orsøk var at steðga nakrastaðni. Men ikki veit eg. Báturin steðgaði við næstan hvørja einastu oyggj. Har var altíð onkur, sum skuldi í land, ella onkur, sum skuldi við. Og alt upp á mína rokning. Og har sat mann nú so fittur, snýttur og – ja, ikki so øgiliga glaður.

Tað, sum gjørdi ilt verri, var, at motorurin var í ræðuligum standi og steðgaði í heilum. Tað tók leingi hvørja ferð at fáa hann í gongd aftur. Í staðin fyri at taka fýra tímar at koma til Balabac, tók tað meira enn tólv tímar. Tað var um at verða myrkt, tá ið vit endiliga komu fram.

So var at finna onkran at føra meg til Buwal, har vit búðu.

Har var eingin, so eg var noyddur at fara aftur til hesar somu menninar og gjalda teimum meira pengar at sigla meg restina av teininum heim. Nú var hálvmyrkt. Teir vóru tríggir á bátinum. Tann eini teirra hevði megnað at drukkið seg fullan, løtuna vit vóru í landi, og lá nú avdottin umborð.

Tá ið vit eru farnir aftur at sigla, sigur tann eini við meg, at teir hava einki ljós og spyr, um hann kann læna lummalyktina hjá mær. Hann leggur seg so fram eftir rommum frammi í rong at lýsa niður á sjógv, so teir ikki renna á nakað sker. Hin stýrir. Sama søgan, motorurin steðgar ferð eftir ferð. Vit liggja og reka í tímavís. Teir vita ikki, hvar Buwal er, og biðja meg vísa teimum, men nú er bølamyrkt og eingin elektriskur streymur nakrastaðni. Ikki ber til at meta um, hvussu leingi vit hava siglt, tí motorurin er so ofta steðgaður.

Við eitt síggi eg eitt lítið ljós inni á landi og biði teir sigla inn ímóti. Teir so gera, og vit koma fram á ein granna, sum var og kastaði nót. Og nú síggi eg, vit eru komnir langt suður um Buwal. Maðurin spyr, hvussu eg hevði borið meg at ikki at hava sæð bygdina. Fyri hann gav tað onga meining einki at síggja, bara tí tað var myrkt. Tað bar so væl á, at grannin skuldi heim júst tá, so hann kom við og vísti okkum leiðina heim. Tað var rættiliga seint, tá ið eg endiliga kom heim.

Og menninir á bátinum, teir máttu jú til hús aftur. Eg gav teimum lummalyktina.

Keðilig kensla, tú situr við aftan á eina slíka ferð. Eg hevði verið býttur og snýttur, jú eg hevði roynt at verið tolin, men tað rakk ikki longri enn eitt ávíst. Og tó, vert er at minnast, at ofta er tað júst slíkar umstøður, Harrin setur okkum í, so vit kunna vera vitni Hansara. Umstøður, har vit veruliga merkja, hvussu óhugnaliga lítið vit nytta, og hvussu syrgiliga stutt vit eru komin. Harrin loyvir slíkum tilburðum, tí Hann veit, at hatta eru júst umstøður, har vit ásanna tað, sum Hann segði við Paulus á sinni (2. Kor. 12.9):

„… tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“

Paulus visti, hvat hann gjørdi, tá ið hann bað fyri teimum trúgvandi í Kolosse 1.11, at tey skuldu: „styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð,“ ALT TOL OG LANGMÓÐ, tað er júst tað, sum tørvar okkum øllum. Lívið er bara ikki til at rokna út.

* * *

Ein lítil hending afturat frá Balabac.

Tað var mánalýsi, og eg kom gangandi við einari lummalykt, sum lýsti í so veikt.

Komin til húsini, har eg skuldi, segði onkur við meg: „Eg sá teg, tá ið tú komst gangandi í áðni. Tú sást so løgin út, skallin hjá tær var bjartari enn lyktin.“

Og soleiðis er tað. Tað er, hvørji vit eru mitt í lívsins hurlivasa, sum skínur; ikki tað, sum vit væl uppløgd siga ella syngja í hugnaligum umhvørvi.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Bønarløtan fyri november 2020

Bønarløtan fyri november er tøk – trýst her: Bønarløtan nov. 2020