Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Orð

Av Gudi, men í heiminum

25/10/2020

„Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 5, 19.

Sum Guds børn hava vit fingið eina aðra tign: frá at vera børn av heiminum, gerast vit børn av Gudi. Vit verða av Gudi, fødd av Gudi, fødd av nýggjum. Vit eru ikki longur børn av heiminum. Alt er vorðið nýtt í okkum, og Hann ger framhaldandi nýtt.

Men hvat vil hetta siga, at vit nú ikki eru av heiminum men av Honum? Og hvussu átti hetta at broytt okkum? Er hetta nakað, vit skulu rósa okkum av og harvið seta okkum hægri enn onnur?

Til hetta er at siga, at tann, sum er vorðin føddur av Gudi, er farin ígjøgnum eina tilgongd, har hann hevur sæð seg sum ein fortaptan syndara. Hann hevur sæð seg sum eitt ringt menniskja í ljósinum av Guds heilagleika, og einasta vón er tí fyrigeving gjøgnum krossin. Tí kann ein frelstur syndari ongantíð rósa sær av at vera góður ella betri enn ein annar. Men Bíblian sigur tó, at vit kunnu rósa okkum í Honum. Vit kunnu peika á Hann sum góðan og vitna um ta støðu, Hann hevur sett okkum í.

Tá ið vit gerast Hansara børn, liva vit framvegis í hesum heimi, og heimurin liggur í tí illa. At heimurin liggur í tí illa, vilja tó nógv vera ósamd í. Tað finst jú nógv gott í heiminum. Nógv menniskju gera góðar gerðir og hugsa um sín næsta. Nógv – um tey ikki eru trúgvandi – hjálpa teim fátæku. Nógv eru við at hjálpa tí neyðstadda, flóttafólki og minnilutum. Nógv berjast fyri eini reinari náttúru og ímóti djórapínslu.

Hetta er alt gott. Kortini sigur Bíblian, at heimurin liggur í tí illa. Eg skal ikki fara inn á tað illa og tað góða, vit síggja í heiminum. Men tað stutta av tí langa er, at Satan er harri heimsins.

Humanisman hevur upprunaliga sín íblástur úr kristnu trúnni. Men hon er við tíðini vorðin ein átrúnaður fyri summi. Hetta er ein átrúnaður uttan kross og fyrigeving. Og menniskju vilja náa eitt slag av rættvísi við at vera góð. Kanska tey ikki eru so tilvitað um tað. Men vit koma ikki langt uttan krossin. Hann er okkara bjarging. Hann er okkara bjarging frá synd og deyða, og hann er bjargingin fyri øll, sum liva í hesum fortapta heimi.

Hvør nytta er í at breyðføða tann svanga, at hjálpa tí neyðstadda, at taka flóttafólk til sín, um eingin vón kortini er? Um vit bert hjálpa í okkara egnu rættvísi og ikki peika á ein Skapara og Frelsara er hetta bert løtuvinningur.

Tá ið vit gerast børn Guds og fáa himmalska støðu, er freistandi at avbyrgja seg frá heiminum. At umbera seg við, at vit ikki eru av heiminum, og tí leggja vit okkum ikki út í, hvat heimurin tekst við. Hetta er sjálvandi skeivt. Hóast tað er sera torført at vita, hvussu vit skulu liva og navigera í einum heimi, sum liggur í tí illa, so er kortini okkara skylda at gera tað. Okkum tørvar hvønn dag vísdóm og hjálp Heilaga Andans at gera tað.

Eg eigi altíð at spyrja Gud: Hvønn leiklut havi eg í heiminum? Hvussu skal eg fyrihalda meg til tíðarandan í dag? Hvussu livi eg í javnvág millum longu at vera ein himmalborgari, sum er fremmandur í hesum heimi, men enn bert ein frelstur syndari?

Eg endi við hesum spurningi: Hvussu livi eg rætt í einum heimi, sum liggur í tí illa? Her finst einki einkult svar, tí okkara tænastur eru ymiskar. Men eitt eiga vit í felag, og tað er framíhjárætturin at upphevja Kristus, ljós heimsins, so tey sum ganga í myrkri, kunnu finna Hann.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Gud.jpg 627 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-25 08:00:042020-10-26 11:15:07Av Gudi, men í heiminum

Bíbliulestrarvika

24/10/2020

Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 25. oktober til leygardagin 31. oktober fara vit at eggja samkomuni at lesa Markus 12,18 til 13,37.

Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Eisini kann tað vera uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.

Vit enda vikuna komandi sunnukvøld 1. novembur kl.18.00 við samkomumøti í Betesda. Møtið verður stroymt beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda, so verið vælkomin at siga teimum frá, ið eru uttanlanda ella ikki fáa verið við.

Vit biðja, at Heilagi Andin skal lata, “orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi samkomu sína!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-24 18:55:172020-10-24 18:59:49Bíbliulestrarvika

Og vit sóu dýrd Hansara – umsetta

16/10/2020
– nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar!

Dýrd í bíbilskum umhvørvi

Dýrd. Vakurt hugtak. Fær meg at hugsa um hugmyndir sum dýrdarlogn og dýrdarveður. Orð í sama grannalagi so sum heiður, æra og tign renna mær í hug. Minnir meg á sangin hjá Jens Dam Jacobsen:

Dýrd á vík og vág.
Rúmdin føgur blá.
Snjóhvítt summardáalak um eingir.
Grasið leiftrar frítt.
Lotið kennist lýtt.
Mýrisnípan spennir sínar veingir.

Hebraisku og griksku orðini, sum eru umsett dýrd, merkja vanliga í bíbilskum samanhangi, at Harrin er komin nær og opinberar fyri okkum, hvør Hann er, og hvat Hann ger. Og vit siga, jú skil er í hasum, tí tá ið Hann ger tað, ja so er úrslitið dýrd.

Jú, vakurt og stórsligið hugtak, men ofta torført at umseta. Mong tungumál úti í stóru verð hava einki orð fyri dýrd. Molbogmálið er eitt av teimum.

Vit hildu okkum hava funnið eitt orð og nýttu tað í fleiri ár, men so gjørdust vit var við, at orðið merkti als ikki dýrd, tað merkti bara at strála. Hóskar væl til myndina av Jesusi við skínandi gloriuni yvir høvdinum, men hatta er jú ikki tað, sum liggur í týdninginum.

Hvat gert tú so?

Eitt, sum tú avgjørt ikki mást gera, er at innflyta okkurt nýtt orð, ella, tað sum verri er, smíða eitt nýtt orð. Hatta riggar onkuntíð á føroyskum, men ongantíð, tá ið tú arbeiðir við fremmandum málum.

Sjálvandi skylda vit teimum, sum vit umseta fyri, at tey fáa eina umseting, tey skilja líka væl, sum vit skilja okkara, kanska betur. At tey eingi orð hava fyri hugtøk sum eitt nú dýrd, merkir ikki, at ómøguligt er at geva teimum eina góða umseting. Grundreglan, vit umseta eftir, er, at alt kann umsetast til øll mál uttan mun til orðfeingið í málinum.

Hetta er nøkulunda mannagongdin, vit nýta:
Vit fáa greiðu á, hvat tað, vit umseta, veruliga merkir á frummálinum, vit – um mann so kann siga – pakka tað upp og síggja, hvat er í.  Síðan vísa vit teimum, vit umseta fyri, hvat teksturin merkir, og lata tey so siga okkum, hvussu tey siga tað á teirra máli. Onkuntíð merkir hetta, at vit koma fram á orð, vit ikki kendu, og sum hóska júst til tekstin. Oftari merkir tað, at vit noyðast at umorða tekstin. Hetta var tað, sum hendi, tá ið vit umsettu hugtakið dýrd.

Onkuntíð máttu vit umorða dýrd við hugtøkum so sum góðska, rættvísi og vakurleiki. Onkuntíð hugtøk so sum vøkur styrki ella hátign. Alt eftir, hvat samanhangið var. Tað, vit miðaðu eftir, var, at hugmyndin, lesarin fekk, var sama hugmyndin, tey fyrstu, sum lósu skriftirnar, fingu.

Dýrd í okkara umhvørvi

Ofta kenna vit okkum í umstøðum, har tað tykist, sum ikki ber til at – um vit so kunna siga – umseta dýrd Guds inn í umstøðurnar, vit eru í. Kanska minnir tað um royndina at umseta orðið dýrd til mál, sum einki orð hava fyri dýrd. Vit mugu duga at umorða tað. Vit hildu, at vit fóru at dýrdargera Gud við at gera hetta og hatta, men sóu, at har bar einki til. Gott at minnast, at tað er júst undir slíkum umstøðum, at dýrdin kann gerast sjónskast.

Hoyrdi einaferð onkran siga: „Minst til, onkur fer at læra okkurt um Gud í dag, letur tú Hann liva lív Sítt gjøgnum teg.“ Hatta er at dýrdargera Harran, eisini har vit halda, at dýrdin ikki kann umsetast.

***

Gott at minnast, at tað at dýrdargera Gud er at endurspegla Hann mitt í lívsins hurlivasa.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/sky.jpg 435 653 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-16 15:53:362020-10-16 15:55:02Og vit sóu dýrd Hansara – umsetta

Gud er ikki nærsýntur

08/10/2020

Hugsi ofta, hvussu sjónin hjá hesum ættarliðnum og teim komandi fer at broytast. Vit brúka alt meira tíð at nærlesa við eina telefon/skíggja. Og man tað ikki fara at hava eina neiliga ávirkan á sjónina? Eg rokni við tí. Kann vera, at vit á onkran hátt víðka sjónarringin, men eg vænti samstundis, at vit gerast nærsýnt við teim likamligu eygunum og snævurskygd sum menniskju.

Tá ið vit fara inn á alnótina, velja vit til og frá. Tað, sum vit tíma, loyva vit fram á skíggjan, og tað, sum vit ikki tíma, kveistra vit burtur. Við tíðini kennir alnetið okkum so mikið væl, at tað bjóðar fram meir og meir av tí, vit vilja síggja. Okkara heimur minkar, samstundis sum vit halda, at hann veksur. Vit fáa eina eintáttaða mynd av heiminum, og hetta skapar polarisering í samfeløgum, fólkabólkum og politikki. Onkur teldusnillingur vil vera við, at hetta enntá kann føra til borgarakríggj og okkara egna undirgang sum menniskju.

Telefonin og alnetið eru hjálparamboð, givin okkum at brúka. Vit kenna tó orðatakið: Vandi er í hvørjari vælferð.

Vit kenna søguna um burturvilsta sonin. Hann var í útlegd, farin heimanífrá við øllum arvinum, sum hann oyðslaði burtur. Tá ið hungursneyðin rakti hann, fór hann at leita sær heimaftur til faðirin.

Men faðir hansara er langsýntur. Hann stendur og skimast eftir soninum, sum hann ivaleyst hevur gjørt dagliga. Og tað stendur (Luk. 15, 20), at hann kendi hann, meðan hann enn var langt burtur.

Eg ímyndi mær, at menniskju fyrr í tíðini vóru langsýntari. Tí tey máttu bæði ansa sær fyri vandum, sum nærkaðust, og liggja og lúra eftir fongi til matna.

Gud er hvørki nærsýntur ella snævurskygdur. Hann sær langt. Um tú ert upptikin í „tínari“ telefon, ella upptikin í smáu trupulleikum tínum, so sær Hann teg.

Søgan um burturvilsta sonin og pápa hansara verður – og er ivaleyst – ein mynd av barna- og faðirsambandinum. Pápin mynd av Gudi og sonurin mynd av okkum. Men hvat um vit nú býta pápaleiklutin um við okkum sjálv?

Vit eiga eisini at vera sum pápin. At skimast, at hyggja út í sjónarringin, at leita eftir tí fortapta – „hava antenninar úti“.

Lat okkum suma út onkuntíð og gera okkum eina heildarmynd, eina størri mynd.

Lat okkum síggja samanhangir, sum menniskju hava alt torførari við í dag.

Lat okkum síggja hvør annan og fáa hvør annan at brenna.

Lat okkum vera hjartaliga eym hvør við annan.

Lat okkum geva lív okkara fyri hvør annan (t.v.s. seta okkara egna tørv til viks fyri tørvin hjá øðrum).

Lat okkum elska hvør annan, so heimurin sær, at vit koma frá Faðirinum.

Tí um vit eru nærsýnt og liva í okkara egnu lítlu verð við smáum brotmyndum av veruleikanum, so er hetta ógjørligt.

Lat okkum síggja ta stóru myndina, men vera trúgv í tí lítla, so setur Hann okkum høgt.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/10/horizon.png 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-08 13:06:512020-10-08 13:06:53Gud er ikki nærsýntur

Orðið varð hold

01/10/2020
og tosaði árameiskt við galileiskum tónalagi

Umsetingararbeiðið og Bíblian

Vit hava nú í mong ár havt tann stóra forrættin at kunna verið við í arbeiðinum at umseta Skriftina. Ein æra, sum er óuppiborin og fyllir okkum við eyðmýkt.

Tað er serstakt at kunna taka ein tekst, ið tey, sum tú umsetur fyri, ikki skilja, og arbeiða við honum, til tey skilja hann. At tað er Orð Guds, ger tað ikki verri. Onkur hevur sagt – at umseta er at fáa eygnabrýrnar hjá fólki at slappa av og munnin at opnast. Hesin meinti við, at fólk rykkja brýr, tá ið tey royna at skilja okkurt, og opna munnin, tá ið tey fata tað.

Umleið ár 400 týddi Jerome Skriftina til latín. Hetta gjørdi hann í einum helli í Betlehem. Umsetingin varð ikki væl móttikin. Men, sum frá leið, vandu fólk seg við hana og gjørdust góð við hana. Og tá ið ein tíð var liðin, varð avgjørt, at øll skuldu nýta umsetingina hjá Jerome. Um tey skiltu hana ella ikki, hevði ikki so nógv at týða.

Sum tíðin leið, varð vankunnleikin og myrkrið, sum við fylgdi, bara størri og størri, tí mong skiltu ikki latín. Men so kom trúbótin og við henni umsetingararbeiðið.

Í Týsklandi var tað Martin Luther, í Onglandi William Tyndale.

Tyndale segði einaferð við ein lærdan mótstøðumann: „Sparir Gud lív mítt, so skal innan nøkur fá ár drongurin handan plógvið vita meiri um Skriftina enn tú.“ Meiningin var, at tá ið Skriftin var umsett og umsett á slíkan hátt, at drongurin aftan fyri plógvið skilti hana, tá fór hann at kenna Skriftina betur enn hesin høgt lærdi maðurin.

Tað kostaði Tyndale dýrt at geva fólki sínum Skriftina. Hann kom at gjalda fyri tað við lívinum. – Og hann er ikki tann einasti, sum hevur goldið fyri at hava givið øðrum Orð Guds.

Sum sagt, er tað ein stór og óuppiborin æra, ið fyllir okkum við eyðmýkt, at kunna vera við í veldiga arbeiðinum at umseta Skriftina. Annars kann eg eisini nevna til stuttleika, at Tyndale var beiggi ein av forfedrunum hjá Cathy, konu míni.

Umsetingarbeiðið og boðskapurin

Áhugavert, hvussu nógv tað at umseta Skriftina líkist tí, sum Skriftin sigur um at gera seg til eitt við tey, tú roynir at náa. Vit vita jú av egnum royndum, hvussu lætt tað er at enda í einari kristnari ostaklokku, har vit – kunnu vit siga – tosa okkara egna átrúnaðarliga mál og hvørki eru á bylgjulongd við Gud ella næstan.

Jóhannes 1, 14 sigur um Jesus: „Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, …“ Onkur hevur sagt tað soleiðis: „Orðið varð hold og tosaði árameiskt við galileiskum tónalagi.“ Jesus gjørdi Seg til eitt við tey, Hann kom at náa, og teir klóku í Jerúsalem fingu seg ikki at trúgva, at ein so heimføðisligur maður kundi vera komin av Himli. Vit kundu sagt, at teir hildu Hann vera skeivt umsettan.

Ápostlasøgan 2.6 sigur um fólkahópin: „… og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum.“ Soleiðis er Gud, Hann umsetur.

Somu meginregluna síggja vit, tá ið Pætur og seinni Barnabas og Saul fóru til heidningarnar við evangeliinum. Áður hevði hetta ikki verið møguligt, men nú var evangeliið – kunnu vit siga – umsett, og heidningarnir hoyrdu, skiltu og trúðu. Ápostlasøgan 14, 27 sigur, at Gud „hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.“

Hatta er máti Hansara, sum gjørdist hold. Men tíverri hendir ofta tað sama sum við umsetingini hjá Jerome. Vit siga, at nú er nóg mikið umsett, frá nú av skulu øll vera eins og siga tað á sama hátt. Og so kemur myrkrið, sníkjandi, drepandi. Okkum tørvar aftur og aftur at hoyra Hann tala til okkara, hvør á okkara egna máli.

***

Vit sóu dýrd Hansara, tí Hann gjørdist hold. Og tað er bara soleiðis, at restin av heiminum kann fáa hana at síggja.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Biblian.jpg 998 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-01 08:52:432020-10-01 08:52:44Orðið varð hold

Asa kongur og vit

18/09/2020

Asa kongur í Juda var ein maður, sum hevði og enn hevur nógv at læra okkum. Hann var ikki tað, sum vit kunnu kalla eitt gott fyridømi, men ofta læra vit mest av teimum ringu fyridømunum. Vit læra, hvussu vit ikki skulu gera.

Minnist ein eingilskmann tala í Betesda um Asa. Sera góð tala, og eg skrivaði mær niður nøkur brot úr taluni. Hugsaði at luta tey saman við nøkrum tankum um Asa kong.

Hugsaði eisini at luta tvey vers, sum eru knýtt at søgu Asa. Tá ið eg á sinni gekk á bíbliuskúla, skuldu vit læra eitt vers uttanat hvønn dag. Hesi bæði versini um Asa sita eftir. Fyrst Asa og brotini og so Asa og versini.

Asa og brotini

Eingilskmaðurin, sum eg nevndi, var John Dyer, ein vinmaður hjá Zachariasi Zachariassen, sála. Eg haldi, at teir høvdu gingið á bíbliuskúla saman í Onglandi. Áhugavert, hvussu nógvir floksfelagar hjá Zachariasi komu til Føroyar at vitja. Eg havi ongantíð boðið nøkrum vinmanni, sum eg gekk í skúla saman við í Amerika, heim at vitja. Havi nokk ikki torað, havi verið bangin fyri, at teir fóru at fortelja søgur um tíðina á skúlanum. 🙂

So til brotini og viðmerkingarnar:

  • John Dyer: Mín trupulleiki lagdur við føtur Hansara, er Hansara høvi at gera nakað stórt.

2. Krøn. 14.9-15.19: Etiporaraherurin leggur á Juda, og teir eru tríggjar ferðir so nógvir sum Asa og hansara menn. Asa nýtir trupulleikan til at geva Harranum høvi at gera nakað stórt. Hann rópar á Harran, og Hann svarar við at vinna Asa ein stórsigur.

  • John Dyer: Einki herðir hjørtu okkara meira enn viðgongd.

2. Krøn. 16.1-12: Nøkur ár eftir bardagan móti etioparum kemur Baesa kongur í Ísrael móti Juda. Asa, sum hevði notið viðgongd í fleiri ár, velur hesa ferð ikki at venda sær til Harran, men sendir í staðin silvur og gull til kongin í Damaskus saman við bøn um hjálp. Hesa ferð er tað kongurin í Damaskus og ikki Harrin, sum bjargar. Ein profetur kemur og átalar Asa, men Asa er vorðin harðhjartaður. Heldur enn at lurta gerst hann óður og setur profetin í stokkhúsið (16.10). Seinni gerst hann sjúkur í fótunum. Tað stendur (16.12), at „sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar“. Hann var vorðin grótharður – ov nógv viðgongd.

  • John Dyer: Asa varð grivin í grøv, sum hann hevði høgt sær sjálvum.

2. Krøn. 16.14 sigur: „Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út …“ Vit hugsa sjálvandi her um yvirførda týdningin. Vit høgga okkum út okkara egnu grøv. Tað eru vit sjálv, sum gera av, hvar vit enda. Álvarsamt.

Asa og versini

Eg mann neyvan hava verið serliga glaður, tá ið vit skuldu læra hesi bæði versini uttanat, tey eru jú bæði í so long, og so skuldi eg læra tey uttanat á enskum. Dugi ikki longur at endurgeva tey orðarætt, men minnist innihaldið – og tað er tað, sum telur. Tað fyrra versið, 14.11, sigur um HARRAN, at Hann hjálpir teimum, sum líta á Hann. Seinna versið, 16.9, sigur um HARRAN, at Hann leitar runt alla jørðina eftir fólki, sum vilja loyva Honum at vísa styrki Sína á teimum.

  • „Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: „HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“ (2. Krøn. 14.11)
  • „Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!“ (2. Krøn. 16.9)

– Tað verður spennandi einaferð at møta Asa og kunna takka honum fyri lærdómarnar, sum hann læt eftir seg. Kanska hann fer at spyrja okkum, um vit gjørdu somu feilirnar sum hann, ella um vit lærdu av honum ikki at gera teir. Keðiligt, um svarið verður jánkasligt.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/09/asa-kongur.jpg 768 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-09-18 07:42:002020-09-04 18:06:16Asa kongur og vit

Skattir og sápubløðrur

04/09/2020

Í kendu skaldsøgu síni Skattaoyggin sigur Robert Louis Stevenson frá um fjaldan skatt, goymdan á fjarskotnari oyggj. Tað er nakað spennandi og veruleikafjart við slíkum søgum.

Filipsoyggjarnar eru kjokkfullar av slíkum søgum, ikki minst Balabac. Oyggin hevur gjøgnum øldirnar verið vitjað av muslimskum sjórænarum, kinesarum, indarum og seinni evropearum: spaniólum, eingilskmonnum, hollendarum og ivaleyst øðrum við. Undir seinna heimsbardaga vóru tað japanarar og seinni amerikanarar, sum gjørdu seg galdandi. Alt íkast til spennandi søgur um goymdar skattir. Og har hevur verið nógv leitað gjøgnum árini, bæði av fólki á staðnum og fólki aðrastaðni frá. Kaldi veruleikin er tó, at eingin hevur nakrantíð funnið nakað, og neyvan fer nakar nakrantíð at finna nakað.

Minnist einaferð, at ein maður kom so alspentur og vísti mær eina sera sjáldsama mynt, sum hann hevði funnið onkustaðni. Hendan mundi vera nógv verd, spennandi um fleiri vórðu funnar. Peningurin var bronsulittur og hevði eitt hol í miðjuni. Eg mátti siga spenta manninum, at hatta var ein donsk 20 króna, og tað var bara fólk úr einum húsi á oynni, sum kundi hava mist hana, og tað var í nýggjari tíð. Altíð keðiligt at skula skuffa fólk.

Tað munna vera fá okkara, sum høvdu funnið uppá at tikið spaka í hond og farið at leita eftir fjaldum skattum. Vit vita, at tað hevði verið bæði býtt og skeivt. Og tó halda vit tað ikki vera so býtt at lata seg verða rivnan við, tá ið tað kemur til at gera beint ímóti tí, sum Skriftin sigur, og savna okkum skattir á jørðini (Matt.6.19), „har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!“ Vit vita, at Skriftin er full av áminningum og dømum, um hvussu skeivt hatta er, men onkursvegna gloyma vit tað.

Eg hoyrdi einaferð eina talu um Prædikaran, har talarin segði, at afturvendandi orðið í bókini, fáfongd, kann eisini merkja sápubløðrur. Syrgiligt at hugsa sær, hvussu ofta vit, sum vita betur, oyðsla tíð og orku upp á at renna eftir sápubløðrum.

Skriftin er full av søgum um evnið. Fyrsta Mósebók fortelur um Lot, sum valdi sær Jordanslættan – tað er økið nær Sodoma og Gomorra (1.Mós. 13.11-12). Alt ein stór sápubløðra. Hinvegin fortelur Onnur Mósebók okkum um skilagóða Móses. Her var ein maður, sum valdi ikki at spilla lívið upp á sápubløðrur. Hebrearabrævið 11.26 sigur:

„Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.“

Josva sigur frá um Akan (Josva 7.1), at hann tók av tí bannlýsta. Her var ein sápubløðra, sum ikki bara brast, men sum eisini gjørdi enda á bæði Akani og allari familjuni.

Dómarabókin sigur frá, hvussu ein so góður maður sum Gideon tók og breiddi út kappa sín, so fólkið kundi fylla hann við góðsi av tí, tey høvdu fingið, tá ið tey vunnu á midjanitum. Dómararnir 8.27 sigur:

„Av hesum læt Gideon gera lívkyrtil … og hann varð Gideon og húsi hansara snerra.“

Meira enn bara ein sápubløðra, ein snerra. Vit kenna øll mong slík dømir, og ikka bara úr Skriftini, men eisini okkara egna lívi.

Aftur til Balabac. Mong á oynni høvdu skálkin við, hví vit vóru komin hagar. Tey høvdu ilt við at trúgva, at vit vóru komin allan hendan langa vegin bara at fortelja teimum um Gud. Har mátti okkurt annað liggja aftan fyri. Kanska ikki so løgið, at mong hildu, at tað mátti hava okkurt við fjaldar skattir at gera. Sjálvandi, tað hevði tað eisini, men tað vóru bara ikki teir skattirnir, sum tey hugsaðu um.

Jú, har vóru nógvar ymiskar meiningar um, hví vit vóru komin. Ein dagin segði onkur við meg, at hann var komin til ta niðurstøðu, at vit vóru har, tí at vit vóru við í eini skipan, har vit fyri nøkur ár á Balabac fingu eina stóra eftirløn. Og aftur hevði hann lutvíst rætt. Øll trúgvandi eru partur av eini skipan, har eftirlønin kann gerast rættiliga stór. Vit tæna jú Honum, sum segði:

„Savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!“ Er hatta ikki nógvar ferðir betri enn at ganga og renna eftir sápubløðrum?

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/09/sápubl.jpg 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-09-04 07:31:122020-09-04 07:31:13Skattir og sápubløðrur

Harrin er hirði mín!

25/08/2020

Her vit búgva í Klaksvík, hava vit gott útsýni yvir á Háfjall. Sum navnið sigur, so er hetta eitt høgt fjall. Úr kamarsvindeyganum eygleiði eg ofta hetta fjallið. Serliga um morgnarnar, áðrenn dagurin byrjar.

Niðan móti tindinum er fjallið knortlut og grýtut. Tað er merkt av skriðum og omanlopum. Her er lítil og eingin gróður. Á ongan hátt er fjallið innbjóðandi – ikki fyri meg. Vit síggja skuggasíðuna, og tað dapra umhvarvið í fjallinum bjóðar ljósinum av, sjálvt ein hásummardag við bláum himli.

Hiðani frá skuggasíðuni síggi eg fyri mær ein brattan, tungan, knortlutan túr við klintring og vanda í hvørjum nýggjum fótafeti.

Fjallið er eitt í eini røð av fjøllum. Tað dregur nógvan mjørka til sín. Ofta liggur ein tungur mjørkaflóki yvir tindinum og skuggar fyri sólini.

Tá ið tað mót heysti gerst kaldari í veðrinum, er hesin tindurin ein av teim fyrstu at verða hvíttklæddur. Og so frostið, djúpar kavafannir og stormarnir um veturin. Dugi ikki at ímynda mær nakað verri.

Men …

Hyggja vit gjølla og leita og skimast, síggja vit ein djúpgrønan blett mitt millum tveir stórar hamrar langt uppi. Mitt í brattlendinum, mitt í skriðunum, harða myrka grótinum, hevur ein grøn fløta gjørt eitt ból til leitandi seyðin.

Og hetta fekk meg at grunda á Sálm 23:

„HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, …“

Ert tú mitt í eini melduródn? Ert tú vilstur millum grót og omanlop? Í mjørkanum? Ert tú fastur í brattlendinum og veit tær ongan veg. Hótta vandar? Kennir tú einsemi, vónloysi og skilnað? Gongur tú í kulda á skuggasíðu lívsins?

Finn beiti, lat Hann leiða teg til grasgrøna blettin. Finn trygdina, hvíldina og føðina hjá Hirðanum.

Alt vit uppliva á okkara leið, tá ið sjúka, skilnaður hóttir, tá ið grundvøllurin ristist, tá ið vit vænta skriðurnar, tá kunnu vit finna nýggja styrki og hvíld á grasgrønum fløtum.

Legg merki til, hvussu nógvar náttúrulýsingar vit brúka í dagligdegnum sum myndatalu. Ei undur í. Ikki bara tað, at vit eru umgird av náttúru, men eisini tí, at náttúran ber boð um handaverk Guds. Hon vitnar um Hann, hon talar um Hann.

Rómbrævið 1,20 ger tað greitt fyri okkum, at vit hava „onga avsakan“, t.v.s. onga umbering fyri ikki at tilbiðja Gud.

Gudloysingar siga, at eingin Gud er. Teir hyggja rundan um seg og finna ongan gud. Men tað er myrkt í hjørtum teirra, og hjartað er afturlatið, tí teir vilja ikki síggja Gud. Hetta er syrgiligt, einki er syrgiligari enn hetta. Og stoltleiki lívsins leiðir til undirgang og fortaping.

Men gott er at liva í lívd hins Hægsta (Sálmur 91,1) og at kunna siga: Tú ert hjálpari mín í lívi og deyða. Og deyðin er ikki deyði, bert ein skuggi í dalinum. Og deyðin er vinningur, og deyðin er størri enn lívið, tí deyðin leiðir okkum inn til lívið.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/08/jesus-shepherd.jpg 384 600 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-08-25 12:24:042020-08-25 12:24:05Harrin er hirði mín!

Góður angi

11/08/2020

Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!

(2. Kor. 2, 14)

Høvundurin Rita Snowden sigur frá eini vitjan í lítlari bygd í Dover í Ongland. Sum hon ein seinnapart sat uttanfyri eina kaffistovu og neyt ein temunn, gjørdist hon varug við ein góðan anga í luftini. Hon spurdi tænaran, hvaðani hesin angi kom, og hann greiddi henni frá, at hann kom frá fólkunum, ið gingu framvið. Flestu bygdarfólkini starvaðust á einum virki, ið framleiddi luktilsi. Sum tey gingu heim eftir loknan arbeiðsdag, bóru tey luktin, ið hekk í klæðunum, við sær út á gøtuna.

Hetta er ein vøkur mynd av tí kristna lívinum. Paulus sigur, at vit eru góði angi Kristusar, og henda anga bera vit við okkum, hvar vit fara (2. Kor. 2,15). Paulus nýtir myndina um ein kong, sum kemur aftur úr bardaga. Hermenninir og fangarnir, ið ganga aftan á honum, geva anga av veitslulag í luftina og kunngera stórleika kongsins (v. 14).

Vit spreiða anga Kristusar á tveir mátar. Í fyrsta lagi gjøgnum orð okkara við at fortelja øðrum um tann Eina, ið er undurfullur, og í øðrum lagi ígjøgnum lív okkara: við at liva í kærleika (Ef. 5. 1-2). Meðan tað helst eru tey, ið ikki fara at fagna guddómiliga anganum, ið hongur í okkum, fer hann tó at geva lív til mong.

Rita Snowden legði til merkis ein anga og fór at leita eftir, hvaðani hann kom. Sum vit fylgja Jesusi, fer góði angi Kristusar at hanga í okkum, og vit fara at bera hann út á gøturnar ígjøgnum talu og verk okkara.

Harri Jesus gev okkum at bera og spreiða Tína dýrd til tey, ið vit liva saman við heima, í grannalagi og á arbeiðsplássi.

Vit eru angi Kristusar til onnur.

Týtt úr enskum Eyðun Elttør

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Efesus.jpg 813 1220 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-08-11 21:26:502020-08-11 21:29:08Góður angi

Fagnað, góðtikin og enntá nógv betri!

30/07/2020

Fyri meira enn 40 árum síðani fór eg á bíbliuskúla í Amerika. Tað merkti millum annað, at eg fór at læra um Bíbliuna á enskum. Nógv av tí, eg hoyrdi og las, segði mær einki – alt ov fremmant – men okkurt gjørdist mær sprelllivandi. Minnist, tá ið eg hoyrdi onkran endurgeva Efesus 1:6, at vit eru fagnað í hinum elskaða. Enska umsetingin segði, at vit eru “accepted in the beloved”. Vit eru góðtikin í hinum elskaða! Hatta hevði eg ongantíð hugsað um fyrr, at Gud hevur góðtikið okkum. Tað liggur jú til okkum at leingjast eftir at kenna okkum góðtikin. Sambært Efesus 1:6 eru vit góðtikin – og ikki bara av hvørjum sum helst, men av Gudi sjálvum. Hatta er ein sannleiki, sum ein kann sóla sær í.

Vit nýttu bara King James umsetingina á bíbliuskúlanum. Tað var ikki tí, at tey hildu, at hon var tann einasta rætta umsetingin. Orsøkin var, at tá í tíðini – og hetta er jú meira enn 40 ár síðani – var tað mest sum lóg í flestu samkomum og kristnum skúlum í Amerika, at tá ið tú vart á møti ella í skúlastovu, skuldi tú halda teg til King James umsetingina.

Seinni fór eg at nýta nýggjari umsetingar – nógv lættari at lesa – men tá ið eg kom til Efesus 1:6 í hesum nýggjaru umsetingunum, legði eg til merkis, at tær umsettu tað ikki sum King James. Í staðin fyri at siga, at vit eru góðtikin, søgdu tær – og eg endurgevi alt versið: „Dýrd náði Sínari til prís, sum Hann frítt hevur givið okkum í hinum elskaða.“ Skuffandi, helt eg, mær dámdi so væl, soleiðis sum tað stóð í King James.

Eg fór at kanna, hvussu tað stóð á frummálinum, og sá, at hugtakið, sum nýggjaru umsetingarnar umseta ‚frítt givið‘, og King James umsetur „góðtikið“, er sagnorðsformurin av orðinum náði. Umseta vit versið bókstavliga, er tað: „Dýrd náði Sínari til prís, sum Hann náðaði okkum við í hinum elskaða.“ Onkur heldur kanska, jamen, so skal tað bara umsetast soleiðis. Tað ber ikki til, í hvussu so er ikki, tá ið tú skalt umseta tað til føroyskt. Hugsa um tað. Á føroyskum merkir tað at náða ella vísa náði, at tú vísir samkenslu ímóti onkrum, sum er sekur, at tú linkar dómin, sum viðkomandi hevur uppiborið, ella bara letur hann falla burtur. Hatta er als ikki tað, sum liggur í grikska orðinum. Har er týdningurin ikki, at vit eru spard fyri tað, sum vit hava uppiborið, men at okkum er givið tað, sum vit als ikki hava uppiborið. Síggja tit munin?

Jú, tað er beint, sum gomlu umsetingarnar søgdu. Vit eru góðtikin ella fagnað, sum tað stendur hjá Victor, men tað liggur nógv meira í hasum enn bara tað. Gud hevur tikið okkum til Sín, góðtikið okkum og rætt og slætt díkt okkum undir við óuppibornum signingum.

Og so er tað eisini eitt annað. Vit menniskju hava lyndi til at góðtaka tey, sum vit halda vera í lagi, og ikki at góðtaka tey, sum vit ikki halda vera í lagi. Soleiðis er Gud ikki. Eingin okkara var í lagi, men kortini tók Hann okkum til Sín og díkti okkum undir við náði yvir náði – alt óuppiborið. Hann ger tað ikki grundað á, hvørji vit eru, men grundað á, hvør Hann er. Hann ger tað alt náðidýrd Síni til prís.

 ————

Eg byrjaði við at siga frá, hvussu máliskan „góðtók“ greip meg, tá ið eg lærdi at lesa Bíbliuna á enskum. Lat meg enda við at fortelja eitt sindur um, tá ið vit umsettu síðsta partin av Efesus 1:6 til Molbog, har tað stendur „í hinum elskaða“. Á filipinsku málunum ber ikki til at nýta hugtakið „í“ á sama hátt, sum vit kunna nýta tað. Vit kundu ikki siga, at vit eru „í hinum elskaða“, vit máttu siga, at „vit eru knýtt at hinum elskaða“. Mær dámar hatta so væl. Grundin, at vit eru díkt undir við Guds signingum, er, at vit eru knýtt at hinum elskaða, at vit eru eitt við Hann. Knýtt at hinum elskaða eru vit nú Guds elskaðu – góðtikin, fagnað, díkt undir við øllum andaligum signingum.

Efesusbrævið 1:6, gott vers! Og vit hava bara hugt at einum parti av versinum.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/07/KJB.jpg 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-07-30 11:55:002020-07-21 09:04:13Fagnað, góðtikin og enntá nógv betri!
Page 18 of 21«‹1617181920›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Kunngerðir06/11/2026 - 07:17
  • Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november02/11/2026 - 13:57
  • Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 1830/10/2026 - 01:01
  • Sigvard Johannesen innsettur sum elsti25/10/2026 - 12:30
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top