Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Orð

Ápostlasøgan 27 og 2020

15/01/2021

– tá brast øgiligur stormur á

Vit vóru og vitjaðu Ryan og Erik. Tey hava givið okkum tvær fittar ommu- og abbadøtur, Elsy og Emmy, føddar í september. Ríkt.

Meðan vit vóru har, fóru vit á møti við teimum – møti í koronu-stíli, stroymað. Talarin tosaði út frá Ápostlasøguni 27 og 28 og samanbar koronu-trupulleikarnar við sjóferð Paulusar.

Áhugavert, hvar tankarnir kunnu fara, tá ið tú lurtar eftir eini talu. Hugsaði um, hvussu fjart alt tos um sjúku og storm tyktist hesa løtuna, vit sótu í hugnaligu stovuni hjá Ryan og Erik, meðan Elsy og Emmy lógu so fittar og svóvu beint yvir av okkum.

Týdningarmikið ikki at gloyma onnur, tá ið tú sjálvur kennir góðveður og undanvind. Hetta síðsta árið hevur verið ræðuligt hjá mongum. Fleiri túsund hava mist síni nærmastu, og tað er bara partur av sorgarleikinum. Fleiri hava verið sjúk, fleiri hava mist, og fleiri eru endað í umstøðum, sum ikki eru til at bera. Óhugnaligt.

Fór at hugsa um eina telefonsamrøðu, eg hevði við ein vinmann á Filipsoyggjunum fyri nøkrum vikum síðan. Hann segði frá eini kreppu-netskipan, sum hann og onnur høvdu skipað til at hjálpa familjum, sum vóru komnar illa fyri av smittuni.

Millum annað segði hann frá einum húski, har koronasmittan hevði ført til, at maðurin hevði mist arbeiðið, og børnini máttu vera heima og ganga í skúla yvir Zoom. Húskið hevði ilt við at semjast, áðrenn alt hetta hendi, og nú skramblaði alt saman. Konan var óð inn á mannin, tí tey ikki høvdu pengar at keypa børnunum tað, teimum tørvaði til Zoom, og maðurin gjørdist frá sær sjálvum. Hann bukaði konuna, sum so royndi at gera enda á sær við at drekka eina heila fløsku av klori. Hon yvirlivdi, men nú sita tey oman á alt annað við einari stórari sjúkrahúsrokning.

Ikki lætt. Um myndugleikarnir slaka, so gerast smittuvandarnir alt ov stórir, stramma teir ov nógv í, gerast umstøðurnar óliviligar.

Hatta var nøkulunda, hvagar tankarnir reikaðu henda sunnumorgunin, meðan vit sótu í hugnaligu stovuni hjá Ryan og Erik og lurtaðu eftir taluni út frá Ápostlasøguni 27 og 28 um storm og mótvind.

***

Aftur til taluna. Talarin las hesi brot úr Ápostlasøguni 27:

  • v. 4: mótvindur var.
  • v. 7: Í nógvar dagar gekk nú seint við siglingini,
  • v. 7: tað var nóg illa, vit vunnu fram
  • v. 7: vit høvdu ólagaligan vind,
  • v. 8: Tað var ikki meir, enn vit vunnu um
  • v. 9: vandi var longu at ferðast á sjónum
  • v. 14: tá brast øgiligur stormur á
  • v. 15: (skipið) kundi ikki haldast upp ímóti; vit lótu tað tí falla og lótu reka.
  • v. 16: tað var við neyð, vit fingu bjargað bátinum.
  • v. 17: teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka (á land)
  • v. 18: Vit vóru nú illa staddir av storminum;
  • v. 20: hvørki sól ella stjørnur sóust í fleiri dagar,
  • v. 20: vit lógu undir ódnarveðri, ið ikki var lítið,
  • v. 20: so var nú alt mót úti um, at vit kundu verða bjargaðir.
  • v. 27: vit róku um á Adriahavi
  • v. 29: Teir óttaðust nú fyri, at vit fóru at koma á sker;
  • v. 29: ynsktu eftir, at dagur skuldi koma.
  • v. 41: komu á riv við dýpi báðumegin; har stóð skipið; fremri partur tess varð fastur og vikaðist ikki, men aftari parturin soraðist sundur av brotunum.

Jú, eg haldi, vit kunna geva talaranum rætt í, at hasi brotini lýsa væl, hvussu koronatíðin hevur roynst mongum.

Síðan vísti talarin á, at hóast sjóferðin hevði verið so ring, so endaði søgan væl. Paulus og teir, ið við honum vóru, komu fram, og Ápostlasøgan endar við orðunum (Áp. 28.31):

„og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður.“

Harrin er við okkum í storminum og ger tað møguligt at halda á, óhindrað. Óhindrað, sjálvt um tað er mótvindur, og tað gongur seint við siglingini, og tað er nóg illa, vit vinna fram.

Eisini gott at minnast hetta, tá ið veðrið er gott og ikki líkist tí í Ápostlasøguni 27. Eitt vita vit so heilt vist:

Storminum sleppur eingin okkara undan.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/01/Paul-Storm.jpg 640 960 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-01-15 10:54:002021-01-14 10:57:44Ápostlasøgan 27 og 2020

Set sjóneykuna rætt!

11/01/2021

Við ársskiftið hugleiða vit um farna árið og hyggja við nýggjum vónum at tí komandi. Á onkran hátt halda vit, at tað ringa sleppur ikki inn við í nýggja árið. Vit anda lættan við ársskiftið og ímynda okkum, at farsóttin sleppur ikki við inn í nýggja árið. Ivaleyst gott, at vit eru soleiðis. Vit hyggja vónrík móti framtíðini. Tað sama gjørdu vit á gáttini til 2020 og trúðu tað besta um komandi árið.

Eg beit merki í, at Mette Frederiksen í nýggjárstaluni segði, at 2020 hevði lært okkum at sett sjóneykuna á nøkur ávís øki. Tað er nakað um hetta. Í krepputíðum síggja vit ymiskt við okkara hugsunnarhátti og atburði betur, tí tey verða størrað gjøgnum sjóneykuna. Eitt kunnu vit verða samd um: likamlig heilsa stendur ovarlaga á listanum hjá okkum. Tað hevur farna árið lært okkum. Árið hevur eisini lært okkum, at vit hava ilt við at góðtaka sjúku og deyða.

Men vit skulu øll doyggja.

Orsakið hesa døpru nýggjársheilsan, eg her komi við. Vit verða rakt av sjúku, líðing, veikleika og deyða. Men nútíðarmenniskjað hevur torført við at góðtaka tað. Dagsins menniskjað heldur seg hava tamarhald á støðuni gjøgnum framkomnu vísindini. Og sjálvandi eru vit øll takksom fyri framkomnu læknavísindini. Og sjálvandi skulu vit menna okkum á hesum øki. Men latið okkum ikki gloyma veruleikan, at tað kemur ein løta, tá ið vit skulu fara hiðani.

Við hvørt nýtt ársskifti koma orðini til mín (Op. 21,5):

„Hygg, Eg geri alt nýtt!“

Hetta eru Jesusar orð til Jóhannes í Opinberingini, hann fekk á Patmos 60 ár eftir, at Jesus var farin til Himmals. Eg fari ikki at greina Opinberingina, men at lesa hesi orð er sum søtur, lekjandi tónleikur fyri anda, sál og likam. Hann ger alt nýtt. Gott at vita, at Hann hevur ikki slept okkum. Og ikki bara tað, at Hann ikki hevur slept okkum; Hann arbeiðir virkin við at gera alt nýtt.

Vit kenna bara til lívið á hesi gongustjørnu, sum eitur jørðin. Her forgongur alt. Alt verður verri við tíðini. Menniskju, djór og náttúra – alt verður niðurbrotið av elli, sjúku, dálking og aðrari oyðilegging, og nógv arbeiði verður lagt í at mótarbeiða hesum, sum um vit skulu verða her í ævir.

Men hendan sama gongustjørna, sum er so rakt av syndafallinum, skal eisini fáa ein nýggjan búna. Okkara rukkutu, veiku, sjúku, deyðiligu likam skulu ein dag verða umbroytt. Tað besta og fullkomna er fyri framman, og her er troystin.

Men er nøkur troyst til hesa løtu, til dagin í dag? Troystar hetta í 2021? Alt hetta tykist so óveruligt og langt burtur. Men Hann er longu í gongd við arbeiðið. Áðrenn Jesus skiltist frá lærisveinunum, segði Hann í Jóhannes 14,2:

„Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.“

Jesus er virkin. Himmalin er veruligur, og alt verður nýtt, fullkomið og ódeyðiligt.

Í Opinberingini 21,1-8 hoyra vit um eina nýggja jørð og ein nýggjan himmal. Vit hoyra, at nýggja Jerusalem kemur niður av Himli. Deyðin verður ikki longur ei heldur sorg og pína, og Gud skal búgva hjá okkum. Hann skal búgva millum Síni, tey, sum hava sigrað. Tað eru Hansara børn. Men vers 8 sigur um tey, sum eru uttan Gud:

 „Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

Hetta er tað, sum skal koma í eini ókendari framtíð. Kanska í 2021. Men meðan vit bíða, hava vit vón, og vit vita, at Hann er virkin í okkum, har Hann ger alt nýtt. Hann er longu byrjaður gjøgnum endurføðingina og endurnýggjan sinnis okkara, sum er heilaggeringin.

Tað er týðandi at seta sjóneykuna á hetta. Tað, sum er varandi, er innara menniskja okkara. Tað búnast í okkum. Tað menniskjað kann eingin taka frá okkum. Hvørki deyði, sjúka, forfylging, trongd, líðingar ella nakar myndugleiki.

Men enn liva vit í hesum tíðaranda, og vit mugu ikki gloyma, at andi Antikrists ræður í hesum heimi. Hann roynir at binda okkum niður við ótta og á henda hátt at taka frælsið frá okkum. Vit eiga ikki at geva okkum yvir til óttan, men at søkja Guds frið. Vit eru jú sett í frælsi gjøgnum Kristus.

Arbeiðið við ótta og bivan upp á frelsu tykkara, er álagt okkum (Fil. 2,12). Ikki soleiðis, at vit arbeiða fyri at gerast børn Hansara ella at toknast Honum, tí vit eru longu fagnað í Honum. Men vit skulu arbeiða upp á innara menniskja okkara, so tað veksur. Og tað gevur okkum friðarávøkst. Hetta skulu vit seta sjóneykuna á í 2021!

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/01/sjoneyka.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-01-11 17:17:482021-01-11 17:17:48Set sjóneykuna rætt!

Eliesar og Harrans afturkoma

29/12/2020

Tað er ársskifti 1979-80. Vit eru júst komin heim til Føroyar og eru á morgunmøti í Betesda. Borðini eru sett upp til nýggjársveitslurnar. Tey standa í longum røðum fram gjøgnum salin, og bonkirnir, ið vanliga verða nýttir til møtini, standa fram við borðunum. Tað er nakað serstakt við júst at vera heimkomin, merkja høgtíðarrómin og sita á morgunmøti kring longu borðini.

Møtið er ikki byrjað enn. Tað er kavi, og tú hoyrir, hvussu fólk trampa kavan av skónum úti á trappuni, áðrenn tey koma inn. Tú hoyrir tey heingja jakkar og frakkar á akslatrøini, meðan tey stillisliga og hjartaliga ynskja hvør øðrum gott nýggjár.

So byrjar møtið: Sangur, lýsingar, meira sangur og takkarbønir. Minnismáltíðin fer fram, og síðan fer posin runt. Áðrenn vit fara heim, fer Eliesar Poulsen upp á talarastólin og hevur eitt orð.

Eliesar var altíð sera hugtikin av Ísrael og Harrans afturkomu, og tað var hann eisini hendan morgunin. Hann lesur úr Lukas 21, versini 29 til 32, har tað stendur í sambandi við fikutræið, at tann ætt, sum sær fikutræið spretta, skal ikki forganga, fyrr enn Menniskjasonurin kemur. Eliesar sigur, at hvørt ættarlið, soleiðis, sum tað er umtalað í Skriftini, fevnir okkurt um 35 ár. Nú veit eg ikki, hvussu hann kom til, at tíðarskeiðið skuldi vera 35 ár, men hvussu er og ikki, so sigur Eliesar, at siga vit, at fikutræið fór at spretta í 1948, og eitt ættarlið fevnir um eitt 35 ára tíðarskeið, so merkir tað, at Harrin fer at koma aftur onkuntíð í fýrsunum. Tað vil siga, at hann fór at koma aftur heilt skjótt – hetta var jú ársskiftið 79-80. Hann var ikki avgjørdur, vildi bara siga, at mangt peikaði á, at nú fór ikki at verða leingi.

Soleiðis var Eliesar. Hann gekk nógv upp í, at Harrin fór at koma skjótt.

Eitt dømi, um hvussu høgt hann gekk upp í hetta. Liz og Ragnar fluttu til Filipsoyggjarnar á vári í 1979. Tá ið Eliesar kom at siga teimum farvæl, spurdi hann, nær tey væntaðu at koma heim aftur. „Vit vænta at koma heim aftur um fimm ár,“ svaraðu tey. „Fimm ár,“ sigur Eliesar. „Tá verður Harrin langt síðan aftur komin.“

***

Hetta er fyri fjøruti árum síðan. Fýrsini eru farin og Eliesar við teimum, men Harrin er ikki komin aftur enn. Ættarliðið, sum upplivdi, at Ísrael aftur gjørdist tjóð í 1948, upplivdi ikki Harrans afturkomu.

Var tað skeivt av Eliesari, at vera so spentur um Harrans afturkomu? Kanska var hann í so avgjørdur. Skriftin ávarar okkum jú ímóti tí; men hinvegin, so ávarar hon okkum eisini ímóti vandanum ikki at vænta komu Harrans. Lukas 12.45 sigur frá tænara, sum fór at siga í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ og tí gjørdist eitt bølmenni.

Fyrra Korintbræv 1.7 sigur um tey í Korint – hesi, sum vit ofta halda vera verri enn vit – at tey væntaðu komu Harra okkara Jesu Krists. Hatta orðið vænta er í Rómbrævinum 8.23 umsett „stunda eftir“. Tað er meira enn bara at vænta, har er spenningur í. Tað er hasin spenningurin, sum eigur at eyðkenna øll trúgvandi, tí tey gleða seg til komu Harrans.

Eg haldi, vit kunna siga, at tað vanliga í Nýggja Testamenti var at hava sama hugburð um komu Harrans, sum Eliesar hevði. Álvarsamt.

***

Og so eitt rend aftur á morgunmøti. Skriftin sigur (1. Kor. 11.26), at so ofta, sum vit eta av breyðinum og drekka av kalikinum, kunngera vit deyða Harrans, inntil Hann kemur.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/12/Eliesar.jpeg 896 1795 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-12-29 11:40:272026-10-07 23:12:04Eliesar og Harrans afturkoma

Ein ljósrípa í myrkrinum

18/12/2020

„Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.“ Jóhannes 1,9

Vit sita øll í spenningi og bíða. Um eina løtu verður heilt myrkt her inni. Fullkomiliga myrkalagt. Vit eru komin á eina konsert í myrkri. Kórleiðarin greiðir frá, hvussu torført tað hevur verið at myrkalagt rúmið. Nógvastaðni hevði ein lítil ljósrípa hug at sníkja seg inn og oyðileggja alt. Eitt lítið blunk frá eini fartelefon gjørdist eisini ógvuliga sjónligt. Tí skuldu allar fartelefonir sløkkjast og goymast burtur.

Hetta fekk meg at hugsa um, hvussu sterkt ljósið er. Ein lítil ljósrípa brýtur myrkasta myrkur. Og so gjørdist heilt myrkt. Nú gjørdist greitt fyri mær, at eg ongantíð áður hevði sitið í slíkum myrkri. Eingin munur var, um eg blundaði ella hugdi út í myrkrið. Tað var fullkomiliga myrkt.

Nógvir tankar fóru í gongd. Tankar um myrkrið, um vónloysi, um fortapilsi. Um at ganga í myrkri. Um ikki at kenna ljósið og vita, hvat ljós er. Um at vera blindur bæði likamliga og andaliga. Og so at kenna signingina av ljósinum. Um forrættin at hava likamliga og andaliga sjón.

Vit eru í myrkastu tíð av árinum, og hana yvirliva vit bert, tí vit vita, at ljósið kemur aftur. Í skrivandi løtu er 3. sunnudagur í advent. Vit tendra 3. ljósið, ímeðan vit sita í hálvmyrkrinum og vænta komu Jesusar. Tað er ljósið, sum gevur vónina. Hvar vóru vit uttan ljós? Eg, sum máli myndir, eri sera upptikin av ljósi og myrkri. Tí tað eru ljós og myrkur, sum skapa myndina. Og uttan ljósið sóu vit ikki gyltu litirnar í myndini. Listamálarin og myndatakarin leggja seg eftir at fanga ljósið.

Men hitt sanna ljósið kom inn í heimin.

Jóhannesar evangeliið lýsir Jesus sum ljósið, vegurin, livandi vatnið, livandi breyðið og livandi orðið. Ljósið vísir okkum Vegin. Vatnið sløkkir okkum tostan. Breyðið stillar okkum svongdina. Og av Orðinum vaksa vit. Hetta er poetisk tala, ein tala, sum fær okkum avmarkaðu menniskju at skilja boðskapin betur. Tí hvør kennir ikki myrkur, tosta, svongd, vegloysi og vónloysi?

Men ljósið kom í heimin. Orðið gjørdist hold. Hann varð føddur av ungari moy, gitin av Heiløgum Anda. Hann var menniskja og Gud í einum. Bert ein lítil ljósrípa jólanátt. Men Hann breyt myrkrið. Myrkrið skilti ikki hetta ljósið, og við eitt gjørdist myrkrið myrkari. Myrkursins kreftir fóru í gongd, og boð vórðu nú givin, at øll dreingjabørn í landinum undir 2 ár skuldu verða dripin!

Men myrkrið kundi ikki oyðileggja ætlan Guds. Ljósrípan, sum kom inn í heimin jólanátt, varð bjartari og bjartari og avdúkaði myrkrið. Tað var sjálvur Gud, sum var stigin inn í heimin. Hann kom fyri at avdúka myrkrið og leiða menniskju inn í ljósið. So mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds. Hann kom við tí endamáli at hava samfelag við okkum, at frelsa okkum úr myrkrinum inn í ljósið.

Hann vil eisini, at vit skulu ganga í ljósinum, ganga á vegnum, drekka livandi vatnið, eta breyðið og vaksa av orðinum. Og eru vit í ljósinum, so hava vit samfelag við Hann og við hvør annan.

„Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.“ sigur sálmaskaldið (Sálm. 119,105). Ljósið vegurin er í samfelagi við Hann gjøgnum Orðið.

Og gøtan, sum tey heilagu ganga, gerst ljósari og ljósari, til hádagur er. Og hendan hádag skilji eg sum dagin, vit trína inn til Gud, sum er ljós. Eingin skuggi er í Honum. At ímynda sær Himmalin er sera torført, um ikki ógjørligt. Men vit fáa onkra ljósrípu opinberaða úr Himlinum. Har er eingin nátt og einki myrkur. Kanska sigur hetta okkum ikki so nógv í sær sjálvum. Men eitt verður liðugt tá, og tað er bardagin, vit framhaldandi hava við myrku kreftirnar, vit kenna til í hesum heimi. Tá verður tað farið. Alt verður nýtt og fullkomið.

At hava hesa vissu eigur at geva okkum fullkomnu jólagleðina, nú vit fara at hátíðarhalda føðing Jesusar: Ljósrípan, sum kom á jólanátt og var Ljósið, sum broytti heimin.

Gleðilig jól.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/12/ljosripa.jpg 504 961 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-12-18 21:28:172020-12-18 21:28:20Ein ljósrípa í myrkrinum

Á hóskvøldsmøti

11/12/2020

Farið varð undir hóskvøldsmøtini síðst í trýssunum, og mær vitandi hava tey verið síðan uttan steðg. At tey hava hildið á so leingi, er eingin sjálvfylgja. Mong hava lagt nógva orku í at gera tey møgulig, og hesi eiga stóra tøkk uppibornað. Hugsaði at koma við nøkrum hugleiðingum um, tá ið eg sjálvur gekk á hóskvøldsmøti.

Mín aldursbólkur byrjaði at koma á hóskvøldsmøti eini fimm ár eftir, at tey byrjaðu. Tað er fyri næstan hálvtrýss árum síðan, afturi í farnu øld. Ljóðar næstan, sum mann fer aftur í fornøldina.

Tað var nakað spennandi við at koma á hóskvøldsmøti. Tú merkti, at nú hoyrdi tú til tey ungu, ikki børnini. Flestu teirra, sum longu vóru partur av hóskvølds-innbúgvinum, hava helst verið ov óbúgvin til at leggja seg eftir at fáa okkum at kenna okkum vælkomin. Samanhaldið hevur helst mint í so nógv um tað, tú vart vanur við í skúlagarðinum. Og kortini hevur tað verið í lagi. Vit kendu okkum væl, og okkum dámdi væl at vera har.

Vanligu møtini gjøgnum vikuna byrjaðu klokkan átta, men ikki hóskvøldsmøtið, tað byrjaði klokkan nýggju. Pallurin var fullur av ljóðførum og leidningum, elektriskt orgul, klaver og gitarar. Alt nýmótans og spennandi. Men ongar trummur, tað varð hildið at fara yvir um mark. Onkur leiddi sangin. Tað vóru vit von við frá sunnudagsskúlanum og Zarepta, men ikki frá vanligu møtunum. Kvartettin, duettin og solosangur settu eisini serligan dám á. Møtini vóru skipað. Sum oftast vóru tað menn, sum vanliga tosaðu í Betesda, sum vóru bidnir at koma at tala. Onkuntíð vóru tað menn aðrastaðni frá. Vanligur siður var eisini, at ung byrjaðu og endaðu við einum versi og bøn.

Møguliga vóru onkur eldri ikki so glað fyri eitt ungdómstiltak sum hóskvøldsmøtið. Tey vóru kanska bangin fyri, at hetta kundi gerast ein samkoma í samkomuni. Eg var sjálvandi blaðungur tá, og óivað var nógv, sum eg ikki fekk við, og mongu árini, ið eru liðin, hava óivað gjørt, at minnini møguliga eru merkt av tráan eftir farnari tíð. Afturtrá ella ikki, vit merktu altíð, at gott samband var millum tey eldru og teir, sum høvdu ábyrgd av hóskvøldsmøtunum. Vit merktu, at teir, sum leiddu hóskvøldsmøtini, vóru góðir við samkomuna, og tey eldru í samkomuni vóru góð við okkum ungu. Tað var eitt sunt umhvørvi.

***

Nú situr sjálvandi ikki nógv eftir av tí, eg hoyrdi á hóskvøldsmøtunum, men kanska kundi eg nevnt okkurt, sum kortini er har.

Minnist einaferð Kaj Johannesen talaði. Hann byrjaði við at lesa alt Seinna Timoteusbræv. Tá ið hann var liðugur at lesa, segði hann okkum, hvussu nógvar minuttir, tað hevði tikið. Tað var ikki nógvar minuttir. Hann vildi vísa okkum á, hvussu lítla tíð tað í veruleikanum tekur at lesa. Tað var hasin denturin á Orðið og týdningurin at vera í Orðinum, sum eyðkendi alt samkomuarbeiðið, eisini hóskvøldsmøtini. Á vegginum aftan fyri pallin hekk versið (Neh.8.10):

„… gleði í HARRANUM er styrki tykkara!“

Tað er handan gleðin í Harranum, sum fær okkum at nýta tíð í Orðinum, og Orðið fær okkum at gleðast í Harranum.

Minnist eina talu hjá Poul Færø, har hann segði frá, tá ið hann var smádrongur úti á Toftum, at ein genta skuldi greipa fisk, men hon tímdi so illa. Meðan hon soleiðis greipar, rópar hon: „Tað eru trettan fiskar eftir, og trettan er eitt stakt tal. Hon meinti, at tað loysti seg ikki at blíva við at greipa, tá ið tað endaði við einum stakum tali. Poul nýtti søguna, at minna okkum á, hvussu skeivt tað er at gevast, bara tí vit halda, tað ikki ganga upp, sum vit gera.

Páll Poulsen fortaldi einaferð, hann talaði, um tá ið hann sum tannáringur hjálpti at rigga bátin Sendiboðið til, og aðrir unglingar, sum høvdu lovað at koma og hjálpa, ikki komu. Hann segði, hvussu hann stríddist við hugburð sín móti teimum, og hvussu Harrin hevði mint hann á tað, sum Opinberingin 2 sigur um fyrsta kærleikan. Tá ið vit liva í fyrsta kærleikanum, ger tað okkum tað sama, hvat hini gera, kærleiki Hansara drívur okkum.

Eg gekk bara nakrar fáar vetrar á hóskvøldsmøti, so fór eg burtur í skúla, og tað at ganga á hóskvøldsmøti varð bara eitt minni. Eg eri fegin um, at eg upplivdi hasa tíðina og um barlastina, sum tað gav mær á leiðini.

Kanska er tað hóskandi at enda við 2. Tim. 3.14-15:

   „Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;

   og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.“

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/12/hoskvoldsmoti.jpg 562 750 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-12-11 11:44:282020-12-11 11:44:29Á hóskvøldsmøti

Ótti fyri framtíðini?

07/12/2020

Ótti og stúranir finna sær ofta eina inngongd í sinni okkara á ein snildisligan hátt. Kanska er tað ymiskt frá persóni til persón alt eftir, hvussu vit eru samanskrúvað, hvørjar ílegur vit hava arvað, og hvørjar royndir vit hava í lívinum.

Um nakar er, sum kennir okkum, so er tað Gud. Tað er ikki uttan grund, at Hann í Sínum orði eggjar okkum til at byggja verjugarð í tonkum okkara. Ein verjugarð, sum verjir okkum móti svikaálopum djevulsins, og ein verjugarð, sum er bygdur uppá Orð Guds (Ef. 6:10-18).

Um eg skal avdúka mín egna ótta, so eri eg ikki so bangin fyri degnum í dag, ei heldur morgindegnum ella mínum egna lívi. Men eg beri ótta fyri framtíðini hjá komandi ættarliðum í Føroyum. Kanska er hetta ein púra ógrundaður ótti, men tó?

Tað er ikki bara kristindómurin, sum hevur eina missiónsætlan, tað hevur mótstøðumaðurin eisini.

So vit skulu vera vakin og biðjandi, ikki óttafull. Óttin eigur at dríva okkum í bøn, í andaligan bardaga móti harrum heimsins í hesum myrkri.

Ljósið, sum kom í heimin, er sterkari enn myrkrið og kann reka myrkrið út. Hetta er gott at minna seg á hesa jólatíð.

Mótstøðumaðurin hevur eitt mál við Føroyum, og tað er at avkristna okkum. Hetta mugu vit altíð vera tilvitað um. Fyri okkum, sum bara eru von við at liva og samlast í frælsi saman við nógvum trúgvandi í “kristnum” landi, virkar hesin tankin so óveruligur.

Hvørja ætlan hevur Satan? Hann gongur runt sum ein brølandi leyva men eisini sum ein ljósins eingil, og tí er lætt at verða snýttur. Alt kann tykjast ljóst og gott, eingin vandi á ferð, men vit mugu seta spurningin, um andi antikrist/ ljósins eingil er aftanfyri?

Vit kristnu liva í heiminum men eru ikki av heiminum, og hetta vil altíð vera ein avbjóðing og ein bardagi hjá okkum. Serliga í hesum humanistiska rákinum, tí humanisman líkist kristindóminum og hevur sín uppruna í honum. Munurin er tó, at humansiman hevur sett menniskjað í miðdepilin framum Gud.

Stríðsætlanin hjá Satan er fyrst og fremst at gera okkum veik við at fáa okkum at sovna í trúnni, fáa okkum at hugsa, at tað er væl statt við okkum, vit eru trúgvandi, og kanska vit ganga á møti og lesa eitt sindur í Bibliuni, samlast við øðrum trúgvandi o.s.fr. Men sum vit lesa í brotinum í Ef 6, so krevst í roynd og veru meira. Lat okkum tríva í onkra strofu:

Vit skulu lata okkum í herklæði Guds, verður sagt tvær ferðir, tí tá hin óndi dagur kemur, skulu vit vera ment at standa. Tað vil siga, at hann kemur, og alt kann broytast, og vit mugu ikki vera so bláoygd, at vit ongantíð vænta eldin, sum Bíblian eisini tosar um.

Hvat tað er at lata seg í herklæði Guds, kann sigast við fáum orðum: At kenna Orðið, lata tað liva í okkum, at vera biðjandi í Andanum – altíð. Tá vit vera vakin á henda hátt, fara vit altíð at kenna svikapílar Satans, og kunnu vísa teim frá okkum, tí vit hava bygt verjugarð í sinni okkara.

Til seinast, vit mugu ikki taka kristindómin sum eina sjálvfylgju. Vit mugu arbeiða uppá trúnna við ótta og bivan (Fil 2:12), vit mugu biðja fyri okkum sjálvum og komandi ættarliðum, at vit mugu standa sterk í trúnni, so vit koma at sanna, at ljósið vinnur á myrkrinum. Vit kunnu minna okkum á hetta, tá vit tendra jólaljósini hesa adventstíð: Hann, sum kom inn í hendan myrka heimin, kom við friði. So latið okkum taka móti hesum friði, og latið okkum samstundis gera okkum til reiðar til bardagan.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/06/krossar.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-12-07 08:31:322020-12-07 08:31:33Ótti fyri framtíðini?

Sum kornið boygt

28/11/2020

Uppbyggingarmøti í Betesda. Klokkan er vorðin nógv, og Páll á Dul fer upp at enda møtið. Lesur nøkur vers, tekur saman um og endar við bøn. Versini, hann lesur, eru úr Matteus 13, um hveitina og illgresið. Hann knýtir tað at tí, sum er komið fram á møtinum, og sigur, at munurin á hveitini og illgresinum er, at sum hveitin veksur, boyggir kornplantan seg – tyngdin av ávøkstinum ger tað. Illgresið, harafturímóti, boyggir seg ikki – har er einki innihald at geva tí tyngd og boyggja seg. Ávøkstur boyggir. Hann rakti seymin á høvdið.

Eg var ikki á møti sjálvur, Eyðfinn svágur segði mær tað. Hann segði, at hann var so hugtikin av, hvussu væl Páll á Dul altíð dugdi at enda við eini stuttari hugleiðing ella lítlari søgu, sum á onkran hátt knýtti leysu endarnar saman. Jú, Páll á Dul gav okkum nógv.

Aftur til hatta, at ávøksturin boyggir, meðan illgresið er tómt og tí stendur steyrrætt. Vit kenna hatta aftur frá okkum sjálvum, tess meira fylt vit eru við ávøksti, tess meira bogna vit. 

Og vit kenna tað aftur og verða lærd um hetta gjøgnum alla Skriftina. At vera sannur er at vera eyðmjúkur.

Latið okkum heilt skjótt blaða gjøgnum bøkurnar í Nýggja Testamenti.

Matteus sigur: Sæl eru hini fátæku í anda, tey spakføru. Markus lýsir Jesus sum tænaran, hin eyðmjúka. Lukas fortelur um fjósið og Frelsaran, Hann, sum ikki hevði tað, Hann kundi halla høvdinum at. Jóhannes sigur um Jóhannes doypara, at hann skal minka, men Jesus vaksa. Ápostlasøgan fortelur um Ánanias og Saffiru, hjúnini, sum royndu at stjala sær heiður, tey ikki høvdu uppiborið.

Og so koma vit til brøvini. Rómbrævið sigur at vit skulu ikki hugsa hægri, enn vit eiga. Fyrra Korintbræv vísur á, hvussu trupult tað er, tá ið hugmóð tekur yvirhond. Seinna Korintbræv lýsir okkum sum veik leiríløt. Galatiabrævið fortelur um fólk, sum lærdu skeivt, tí tey vildu síggja væl út fyri øðrum. Efesusbrævið sigur, at tað er við eyðmjúkleika og spakføri, at vit liva kallinum verdiga. Filippibævið sigur, at vit skulu einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru. Kolossebrævið fortelur um fólk, sum uttan grund eru uppblást í holdliga sinni sínum. Tessalonikabrøvini siga okkum um milda hugburð Paulusar, at hann var eins og móðir, ið fløvaði børn síni. Fyrra Timoteusbræv ávarar um vandan at gerast hugmóðig og falla undir dóm Djevulsins. Seinna Timoteusbræv sigur, at tænarar Harrans skulu við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti. Titusbrævið tosar um at týdningin av at vera yvirvøldini undirgivin. Filemonbrævið er um bróðurbandið millum ein ríkmann og ein rýmdan træl. Hebrearabrævið tosar um Hann, sum tolin leið, at syndarar søgdu Honum ímóti.

Jákup tosar um týdningin av at eyðmýkja seg fyri Harranum. Pætur ger tað sama í Fyrra brævi sínum. Í Seinna brævinum skrivar hann um spottandi hugburð teirra, sum avnokta Frelsaran.

Og so koma vit til brøvini hjá Jóhannesi, har vit aftur og aftur finna eymu orðingina „børn míni“. Triðja bræv Jóhannesar lýsir mótsetningin av hesum við at siga frá Diotrefesi, sum fegin vildi vera fremstur.

Og so er tað Judasarbræv. Hann kemur inn á tað sama sum Pætur í Seinna brævið sínum, at syndarum dámar at spotta. Og so endar Nýggja Testamenti við Opinberingini, bókini, sum lýsir munin á heimsins sterku og Harrans veiku.

Allastaðni síggja vit hetta sama. Tey við ávøksti boyggja seg.

Og vit hava bara hugt at Nýggja Testamenti. Gamla Testamenti sigur júst tað sama. Hetta gongur gjøgnum alla Skriftina.

Aftur til lýsingina hjá Pálli á Dul um hveitina og illgresið. Tá ið vit fluttu til Filipsoyggjarnar og vóru umgyrd av rísmarkum, vóru vit aftur og aftur mint á tað, sum Páll á Dul hevði sagt. Vit sóu, hvussu rísið í stelkunum búnaðist og boygdi seg. Ikki undur í, at Skriftin hevur so nógv at siga um at lata seg boyggja, tað gongur jú hond í hond við at bera ávøkst.

Sum kornið boygt mítt eyga sær,
tá vindur yvir akur fer,
boygg hvørja kenslu so í mær,
tá Andans vitjan á mær er!

Og so ein lítil tanki afturat. Gott at gera tað til vana at siga øðrum, hvat tú hevur hoyrt á møtinum, á sama máta, sum Eyðfinn fortaldi mær, hvat Páll á Dul hevði sagt. Sum sangurin sigur: „Og okkum styrkir tað.“

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2015/05/wheat-background.jpg 1155 1732 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-11-28 12:07:092020-11-28 12:07:10Sum kornið boygt

At halda á í trúgv

20/11/2020

Tá ið vit hugsa um orðið „trúgv“, hugsa vit sum oftast um, tá ið vit komu til trúgv ella vórðu frelst. Hetta er sjálvandi trúgv, tí vit verða frelst gjøgnum trúgv. Men trúgvin er nógv meir enn tað. Hon er ein nýggjur vegur, eitt nýtt og øðrvísi lív. Kanska eitt óvæntað lív fyri nógv.

Áhugavert er at lesa um trúarhetjurnar í Bíbliuni. Eg fari at tríva í trúnna hjá Sáru og Ábrahami, Mósesi og Nóa. Felags fyri hesi er, at tey á onkran hátt fingu eitt „løgið“ ella óvæntað lív í trúgv. Í veruleikanum eitt lív, sum í menniskjaeygum sá láturligt út.

Sára og Ábraham livdu í trúgv. Og Ábrami varð lovað (1. Mós. 15,5), at avkom hansara skuldi verða so stórt í tali sum stjørnurnar á himli. T.v.s. óteljandi. Men hvat? Sára og Ábraham áttu eingi børn og vóru bæði so gomul, at Sára dugdi ikki at ímynda sær, at tey kundu fáa nakað barn, tí flenti hon, tá ið tey fingu vitjan av Gudi, sum segði teimum, at hon skal eiga son (1. Mós. 18,1-15).

Árið eftir lyftið átti hon sonin Ísak. Í hesum einkarsoninum hvíldi hetta stóra lyftið, at úr honum skuldi stórt avkom koma. Stór ábyrgd má sigast. Men hetta var alt eftir ætlan Guds, og alt lá í Hansara hondum.

So koma vit til hæddarpunktið í søguni (1. Mós. 22,1-19). Gud biður Ábraham ofra Ísak. Tann Gud, sum Ábraham hevur trúð á, verður eisini ærdur her. Ábraham tekur sonin og fer ta tungu leið at ofra hann. Vit vita, at Ísak verður bjargaður í síðstu løtu, tá ið eingil HARRANS rópar á hann av himli og biður hann ikki leggja hond á dreingin. Ábraham verður biðin um at spara lívið hjá Ísaki og í staðin ofra ein veðr.

Hetta man vera størsta royndin vit lesa um í Gamla Testamenti. Fullkomiliga óskiljandi fyri okkum. Ímynda tær at verið Ábraham! Fyrst at verða royndur í trúgv í fleiri ár, síðan at fáa signingina og so skula av við hana aftur? Hvussu kundi hann skilja Guds ætlan? Men tað snúði seg ikki, um hvat Ábraham kundi hugsa sær til í sínum egna høvdi við menniskjaliga viti sínum. Tað snúði seg um Gud. Søgan er um Gud og Hansara ætlan. Ábraham og Sára verða útvald at vera ein liður í hesi ætlan. Gud kendi teirra hjørtu, og tey vóru funnin skikkað til hesa stóru trúarroynd. Í sama andadrátti kann eg nevna Mariumoy, sum varð gitin av Heilaga Andanum, og lovað varð, at hon skuldi verða móðir at Messiasi. Hon var eisini mett skikkað at bera Hann í heimin, tí hon trúði, og Jósef trúði. Hetta eru trúardømi, sum altíð hava hugtikið meg.

Og so er tað Móses. Hann verður biðin um at leiða Ísraelsfólk út úr trælahaldi, úr Egyptalandi. Út í oyðimørkina. Móses, sum kanska ikki varð mettur sum ein leiðari í menniskjaeygum, og sum hevði ilt við at málbera seg. Men hetta var ætlan Guds, og hann var útvaldur at fremja hesa uppgávu. Hann skal leiða tey til eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi.

Vit kenna søguna. Tey verða loyst, fara um Reyðahavið, fíggindin í hølunum, men hann druknar. Tey koma út í oyðimørkina. Skjótt er eingin matur at breyðføða tey. Nú byrjar veruliga trúarlívið. Í oyðimørkini. Kenna vit landalæruna, so átti tað ikki at tikið 40 ár at gingið frá Egyptalandi til Ísraelsland, sjálvt um tú grulvaði allan vegin.

Men Gud veit. Hann fer at vísa, hvør Hann veruliga er. Hann fer at royna fólkið. Hann veit, hvat teimum tørvar. Ikki mjólk og hunang fyrst og fremst, men sterka trúgv á Seg. Hvat er dýrabærari? Er ikki trúgvin dýrabærari enn njótanin av mjólk og hunangi? Um tey so skuldu ganga í hesi turru oyðimørk dag út og dag inn. Hitabylgja um dagin, og bítandi kuldi um náttina. Ongin matur uttan manna, ja, so er ein sigrandi trúgv størri. Soleiðis hugsar Gud. Hann er størst í lívi okkara, og tað vil Hann, at vit skulu síggja og uppliva. Stakkaladýrið Móses, hann var mangan illa dámdur. Hann fekk at sanna, at tað er ikki viðurkenning frá menniskjum, sum drívur okkum fram í trúgv, men viðurkenningin frá Gudi. Móses sá bert inn í lovaða landið. Hann doyði, áðrenn hann kom hagar.

Nóa. „Jamen Nóa, hvat tosar tú um? Eina vatnflóð?“ Tey hildu hann ivaleyst vera í ørviti. Nú er hann farin ov vítt, hann byggir eina ørk uppi á einum fjalli. Har var einki vatn! Og hetta tók langa tíð. Long tíð, áðrenn lyftið um vatnflóðina varð veruleiki. Men Gud brúkti Nóa, og Gud sá hansara hjarta og lýdni. Hann leit á Nóa, og Hann útinti verk Sítt í honum og gjøgnum hesa longu trúarroynd, sum hann fór ígjøgnum. Gud helt Sítt lyfti, og Gud prógvaði Seg. Nóa helt út í mong ár. Ivaleyst spottaður av øðrum. Viðurkendur? Neyvan. Kanska kendur fyri sín løgna atburð.

Eitt lív í trúgv er ikki eitt lætt lív, men av tí, at tað er rætta lívið fyri okkum, er tað eitt gott lív. Gud roknar ikki sum vit. Hvussu ofta standa vit ikki spyrjandi, tí vit skilja ikki Hansara órannsakandi vegir? Tað er tá, at trúgvin verður styrkt. Tá er tað, at vit fáa evnini at skoða longri, tí vit hyggja longri. Vit hyggja longri enn til bara hesa einu løtuna. Vit síggja Hin ósjónliga. Og eitt kunnu vit vera vís í: at geva vit Honum veg okkara í hond, so brúkar Hann okkum í Síni ætlan. Hann bæði ger eitt arbeiði í okkum og ígjøgnum  okkum. Ein dag fara vit at heysta signingina.

Hebrearabrævið 11 er vert at lesa í hesum sambandi.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/11/noah.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-11-20 12:12:002020-11-13 12:15:21At halda á í trúgv

Styrki Mín er fullkomin í veikleika

13/11/2020

Vit eru afturi fyrst í hálvfemsunum. Eg hevði verið ørindi í Puerto Princesa, høvuðsstaðnum á Palawan, og var á veg aftur til hús aftur. Ferðaðist yvir land. Tað merkti, at eg skuldi ferðast við bussi til Rio Tuba, eina av sunnastu bygdunum á Palawan. Hetta tók vanliga okkurt um átta tímar. So var at finna ein bát, sum kundi sigla meg suður til Balabac.

   Túrurin til Balabac tók vanliga okkurt um fýra tímar. Komin til Balabac skuldi eg so finna ein bát at sigla meg til Buwal, bygdina har vit búðu. Hetta tók umleið ein tíma. Vanliga vóru slíkir túrar langir og keðiligir.  Tíbetur eru umstøðurnar at ferðast væl betri nú enn tá.

So aftur til ferðina heimaftur.

Eg fór tíðliga úr Puerto Princesa, men busstúrurin tók væl longri tíð enn væntað, so tað var myrkt, tá ið vit komu til Rio Tuba. So var at finna bát at føra meg suður til Balabac.

Eg møtti tveimum monnum, sum skuldu sama veg. Teir søgdu, at har var onkur, sum kundi føra okkum, og spurdu, um tað var í lagi, at eg galt helvtina, so skuldu teir greiða hina helvtina. Eg hevði nokk so nógv ferðagóðs við mær og helt, at tað ljóðaði rímiligt. At møguliga liggja fleiri dagar í Rio Tuba og leita eftir farti, hevði eg als ongan hug til.

Ná, men nú var vorðið seint, og eg mátti finna onkustaðni at gista.

Klokkan fimm morgunin eftir fari eg við øllum viðførinum oman á støðna og síggi, at báturin er kjokkfullur av fólki og ferðagóðsi. Tað var um reppið, at har ikki var pláss fyri mær. Og eg hevði longu bundið meg at gjalda fyri hálvan bátin. Snýttur? Hetta var hvørki fyrstu ella síðstu ferð. Men nú var ov seint at tala at, so eg tagdi, og vit fóru.

Nógvar smáar oyggjar eru millum Palawan og Balabac. Hinir báðir menninir og eg skuldu beinleiðis til Balabac, so eg hevði tikið fyri givið, at eingin orsøk var at steðga nakrastaðni. Men ikki veit eg. Báturin steðgaði við næstan hvørja einastu oyggj. Har var altíð onkur, sum skuldi í land, ella onkur, sum skuldi við. Og alt upp á mína rokning. Og har sat mann nú so fittur, snýttur og – ja, ikki so øgiliga glaður.

Tað, sum gjørdi ilt verri, var, at motorurin var í ræðuligum standi og steðgaði í heilum. Tað tók leingi hvørja ferð at fáa hann í gongd aftur. Í staðin fyri at taka fýra tímar at koma til Balabac, tók tað meira enn tólv tímar. Tað var um at verða myrkt, tá ið vit endiliga komu fram.

So var at finna onkran at føra meg til Buwal, har vit búðu.

Har var eingin, so eg var noyddur at fara aftur til hesar somu menninar og gjalda teimum meira pengar at sigla meg restina av teininum heim. Nú var hálvmyrkt. Teir vóru tríggir á bátinum. Tann eini teirra hevði megnað at drukkið seg fullan, løtuna vit vóru í landi, og lá nú avdottin umborð.

Tá ið vit eru farnir aftur at sigla, sigur tann eini við meg, at teir hava einki ljós og spyr, um hann kann læna lummalyktina hjá mær. Hann leggur seg so fram eftir rommum frammi í rong at lýsa niður á sjógv, so teir ikki renna á nakað sker. Hin stýrir. Sama søgan, motorurin steðgar ferð eftir ferð. Vit liggja og reka í tímavís. Teir vita ikki, hvar Buwal er, og biðja meg vísa teimum, men nú er bølamyrkt og eingin elektriskur streymur nakrastaðni. Ikki ber til at meta um, hvussu leingi vit hava siglt, tí motorurin er so ofta steðgaður.

Við eitt síggi eg eitt lítið ljós inni á landi og biði teir sigla inn ímóti. Teir so gera, og vit koma fram á ein granna, sum var og kastaði nót. Og nú síggi eg, vit eru komnir langt suður um Buwal. Maðurin spyr, hvussu eg hevði borið meg at ikki at hava sæð bygdina. Fyri hann gav tað onga meining einki at síggja, bara tí tað var myrkt. Tað bar so væl á, at grannin skuldi heim júst tá, so hann kom við og vísti okkum leiðina heim. Tað var rættiliga seint, tá ið eg endiliga kom heim.

Og menninir á bátinum, teir máttu jú til hús aftur. Eg gav teimum lummalyktina.

Keðilig kensla, tú situr við aftan á eina slíka ferð. Eg hevði verið býttur og snýttur, jú eg hevði roynt at verið tolin, men tað rakk ikki longri enn eitt ávíst. Og tó, vert er at minnast, at ofta er tað júst slíkar umstøður, Harrin setur okkum í, so vit kunna vera vitni Hansara. Umstøður, har vit veruliga merkja, hvussu óhugnaliga lítið vit nytta, og hvussu syrgiliga stutt vit eru komin. Harrin loyvir slíkum tilburðum, tí Hann veit, at hatta eru júst umstøður, har vit ásanna tað, sum Hann segði við Paulus á sinni (2. Kor. 12.9):

„… tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“

Paulus visti, hvat hann gjørdi, tá ið hann bað fyri teimum trúgvandi í Kolosse 1.11, at tey skuldu: „styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð,“ ALT TOL OG LANGMÓÐ, tað er júst tað, sum tørvar okkum øllum. Lívið er bara ikki til at rokna út.

* * *

Ein lítil hending afturat frá Balabac.

Tað var mánalýsi, og eg kom gangandi við einari lummalykt, sum lýsti í so veikt.

Komin til húsini, har eg skuldi, segði onkur við meg: „Eg sá teg, tá ið tú komst gangandi í áðni. Tú sást so løgin út, skallin hjá tær var bjartari enn lyktin.“

Og soleiðis er tað. Tað er, hvørji vit eru mitt í lívsins hurlivasa, sum skínur; ikki tað, sum vit væl uppløgd siga ella syngja í hugnaligum umhvørvi.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/11/JJR.jpg 600 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-11-13 10:05:082020-11-13 12:16:14Styrki Mín er fullkomin í veikleika

Filippibrævið – undir einum ljósasteyra

30/10/2020

Vit eru afturi fyrst í fýrsunum. Cathy og eg ganga á einum skúla nakað uttan fyri Pittsburgh, Pennsylvania, USA. Tað er kvøld, myrkt, og eg haldi vakt. Eg minnist ikki rættiliga umstøðurnar, men eg haldi, at tað var okkurt í sambandi við onkur møtir. Minnist meg rætt skuldu vit ansa eftir, at eingir bilar parkeraðu, har tað ikki var loyvt.

Hetta man ikki hava havt so nógv at týða, tí eg hevði eina bók við mær og setti meg at lesa undir einum ljósasteyra. Eingin bilur kom.

Bókin, eg las, var um Filippibrævið og æt Bound for Joy. Kendi enski bíbliulærarin, Stuart Briscoe, hevði skrivað.

Tólvta vers í fyrsta kapitli í Filippibrævinum sigur:

„Eg vil, at tit skulu vita, brøður, at tað, sum mær hevur verið fyri, hevur heldur verið evangeliinum til frama;“

Eg minnist, hvussu livandi setningurin „tað, sum mær hevur verið fyri,“ gjørdist mær.

Briscoe skrivaði í viðmerkingum sínum, at vit øll hava okkara egnu søgu um tað, sum okkum hevur verið fyri. Øll hava vit á ein ella annan hátt verið út fyri onkrum, sum hevur gjørt, at vit eru endað í einum ella øðrum fongsli. Vit hava øll verið út fyri onkrum, sum hevur gjørt, at lív okkara nú er avmarkað á ein hátt, tað ikki var áður. Hjá onkrum er tað okkurt við arbeiðinum. Hjá onkrum eru tað familjuviðurskifti. Onkur hevur fíggjartrupulleikar. Onkur hevur trupulleikar við bústaði, og hjá onkrum eru tað trupulleikar við heilsuni.  Har er so nógv, sum onkursvegna kann hava sett okkum í eitt ella annað fongsul. Vit hava ikki longur tað frælsi, sum vit einaferð nutu.

Í fyrstani var eg ikki heilt vísur í, um eg var samdur við Briscoe. At samanbera okkum og okkara trupulleikar, sum ofta ikki eru annað enn luksustvørleikar, við Paulus í fangahúsinum, helt eg vera at taka munnin í so fullan. Men ikki veit eg, longur, eg sat har undir ljósasteyranum og las, betur sá eg, at Briscoe hevði grein í tí, hann segði. Hatta við fongslinum gav afturljóð. Flestu okkara munnu kenna okkum aftur, jú onkursvegna eru vit øll í umstøðum, vit ikki eru so glað fyri.

Eg las víðari. Paulus skrivaði, at tað, honum hevði verið fyri, hevði verið evangeliinum til frama. Við øðrum orðum var tað gott, at hann var endaður í hesum umstøðunum, tí tað førdi til, at fólk, sum møguliga annars ikki høvdu hoyrt tað, komu at hoyra evangeliið. Og ikki bara tað. Trúgvandi, sum møguliga ikki høvdu torað so væl at luta evangeliið, tordu nú, tey høvdu sæð fyridømi Paulusar.

Briscoe dugdi sera væl at bera tað fram á ein hátt, sum gjørdi, at tað gav afturljóð í lívi lesarans. Vit mugu aftur og aftur vera mint á, at keðiligu umstøðurnar kunna gerast góðar, loyva vit teimum at vera evangeliinum at frama.

Og so komu vit til 21. vers í fyrsta kapitli:

„Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur.“

Sannleikarnir í 12. og 21. versi eru tengdir at hvør øðrum. Kunnu vit siga við Paulusi (Fil. 1.21): „Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur“, ja, so er tað sjálvsagt, at vit meta um tað, sum hendir okkum, í ljósinum av, um tað er evangeliinum til frama ella ikki (Fil. 1.12).

Eg minnist ikki, hvussu langt eg – hatta kvøldið undir ljósasteyranum – kom við bókini hjá Briscoe. Sum nevnt, minnist eg, at eingin bilur kom, so eg fekk lisið í frið og náðum. Ein av teimum heilt góðu bókunum, eg havi lisið.

***

Og so ein lítil fitt søga um Stuart Briscoe og Ben hjá okkum. Vit spola tjúgu ár fram í tíðina og eru á árligu stevnuni hjá NTM á Filipsoyggjunum. Briscoe er høvuðstalarin, og hetta er fyrstu ferð, vit hitta hann.

Áðrenn hann skal tala fyrsta kvøldið, skal Ben bera fram eina stutta heilsan, tí hetta er síðsta árið hjá honum á Filipsoyggjunum. Hetta er vanligur siður á stevnunum. Ben fer upp og sigur: „Eg varð biðin um at vera høvuðstalari á stevnuni, tíverri lá tað ikki fyri. Eg fari tí at takka harra Briscoe fyri, at hann kundi koma fyri meg.“

 Heldur seg vera, liggur til slagið.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/10/lygtapeli-vegur.jpg 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-30 09:34:002020-10-28 09:37:08Filippibrævið – undir einum ljósasteyra
Page 17 of 21«‹1516171819›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Kunngerðir06/11/2026 - 07:17
  • Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november02/11/2026 - 13:57
  • Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 1830/10/2026 - 01:01
  • Sigvard Johannesen innsettur sum elsti25/10/2026 - 12:30
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top