Jól saman í fjøllunum á Luzon

Árið er 1987. Vit eru langt uppi í fjøllunum á oynni Luzon á Filipsoyggjunum og halda jól hjá Liz, Ragnar og dreingjunum.

Sama land – ymisk umhvørvi

Liz og Ragnar komu til Filipsoyggjarnar í apríl 1979. Vit komu sjey ár seinni, í januar 1986. Tey fóru til Kankanaey fólkið á stóru oynni Luzon – tað er í norðrara partinum av Filipsoyggjunum. Vit fóru til Molbog fólkið á lítlu oynni Balabac – tað er suðuri í útsynningshorninum av Filipsoyggjunum.

Liz og Ragnar búðu langt uppi í fjøllunum – í 2000 metra hædd. Vit búðu tríggjar minuttir úr fjøruni. Landslagið, har tey búðu, er eyðkent av fjøllum og rísbríkum (terrassum). Landslagið hjá okkum er eyðkent av strondum og pálmatrøum.

Liz og Ragnar búðu í bygd, har tætt er millum húsini. Vit búðu í bygd, har langt er millum húsini. Tað er lutfalsliga kalt, har tey búðu, tey høvdu enntá eldstað í køkinum. Tað hevði verið óhugsandi hjá okkum, alt ov heitt.

Fólkið, har Liz og Ragnar búðu, eru animistar samantvinnað við katolisismu. Fólkið, har vit búðu, eru muslimar samantvinnað við animismu (andatrúgv).

Stríggin og long ferð

Fjarstøðan okkara millum var sum úr Føroyum til Hirtshals, men at ferðast millum støðini var væl truplari. Vit kunnu ikki siga, at vit gingu og mólu um føturnar á hvør øðrum.

Vit flugu av Balabac til flogstøðina hjá NTM (New Tribes Mission) á oynni Palawan. Síðan fóru vit við bussi til býin Puerto Princesa og síðan við rutuflúgvara til Manila. Úr Manila fóru vit við bussi norður til flogstøðina hjá NTM í Luzon. Busstúrarnir á Palawan og í Luzon vóru okkurt um fimm tímar hvør.

Ætlanin var at gista á flogstøðini og so flúgva til Ragnar og tey morgunin eftir. Men seinni sama dag, sum vit vóru komin, sigur ein maður við meg: „Tit fara neyvan nakran veg í morgin, tað verður ikki flúgvandi.“ Strævin, sovorðin fólk, men hann hevði rætt. Tað bleiv ikki flúgvandi, og vit máttu bíða. Eg minnist ikki, hvussu nógvar dagar vit bíðaðu, men tíðin gekk undan, og tað gjørdist okkum greitt, at skuldu vit koma fram til jóla, máttu vit fara yvir land.

Vit fóru við bussi vestur til býin Baguio. Baguio er ein hugtakandi frítíðarbýur, sum varð bygdur av amerikanarum fyrst í síðstu øld. Túrurin var um fimm tímar eins og hinir fyrru busstúrarnir. Og so var at finna onkran at koyra okkum til bygdina, har Ragnar og tey búðu. Vit funnu ein jeepney vogn. – Hava tit sæð myndir av Filipsoyggjunum, hava tit uttan iva sæð myndir av jeepney vognum. Teir líkjast longum jeppum (ella minibussum), pyntaðir við litríkum myndum, skriftstøðum, halgimennum og filmstjørnum. – Túrurin tók okkurt um átta tímar.

Landsluturin, sum Ragnar og tey búðu í, eitur Mountain Province (Fjallalandsluturin), og tað er ikki uttan orsøk, tí har er bæði høgt og bratt. Fleiristaðni var tað sum at koyra eftir eini rók – berg í erva og snipst niðurfyri. Vegirnir vóru krókutir, smalir, runutir og skráaðu út ímóti eggini. Hetta var ikki fyri veikar sálir. Eg havi hoyrt um meira enn ein vaksnan, sum er farin at gráta, tí har er so bratt. Sjálvur græt eg ikki – sjálvandi ikki! – Men so sigi eg ikki meir.

Tíbetur eru umstøðurnar at ferðast munandi betri nú, enn tær vóru í 1987. Og tað fegnast vit um.

Signað at vera saman á jólum

Jeepney vognurin koyrdi okkum so langt, sum hann kundi. Ragnar og tey vóru ímóti okkum. Skuldu vit gingið síðsta teinin, hevði tað tikið okkurt um ein tíma. Ikki serliga hugaligt í allari rununi. Tíbetur sluppu vit undan. Ragnar koyrdi okkum pendulfart við motorsúkkluni.

Og so vóru vit komin fram. Kendist væl! Liz og Ragnar duga hvør betur enn annar at vera gestablíð. Og vit høvdu eini hugnalig jól saman. Nøkur á staðnum vóru komin til trúgv, og Liz og Ragnar høvdu reglulig møti í túnum. Økti um sjarmuna.

Afturat tí – bara at kunna vera har – høvdu vit nógvar góðar løtur saman. Liz og Cathy høvdu nógv at práta um. Børnini hugnaðu sær, og Ragnar og eg loystu allar heimsins trupulleikar, meðan vit sutlaðu kaffi í okkum. Tað var júst sum hugnalig jól eiga at vera.

So vóru jólini av

Og so vóru jólini farin og tíðin komin at fara avstað aftur. Veðrið var nú betri, og til bar hjá flúgvaranum at koma eftir okkum. Flogvøllurin líktist ikki flogvøllinum vestri í Vágum. Hann var bert ein breið brekka beint oman ímóti einum forbergi. Flúgvarin fór við fullari ferð oman brekkuna, útav og so suðureftir. Kanska ikki líka ræðandi sum rókin, tá ið vit komu, og tó. Hetta var ikki bara bara. Men vit komu í hæddina í øllum góðum.

Stórsligið at flúgva suðureftir.

***

Spurvurin og svalan

Hetta var umheimurin, sum dreingirnir hjá Liz og Ragnar vuksu upp í. Kringumstøður teirra og hjá børnum okkara á Balabac líktust lítið teimum, sum Liz og Cathy kendu sum smágentur í Amerika, ella teimum, sum Ragnar og eg kendu sum smádreingir í Klaksvík. Og kortini kendust kringumstøðurnar hjá børnum okkara á Filipsoyggjunum júst líka tryggar og vanligar, sum okkara høvdu kenst okkum.

Sálmur 84.4 sigur:

„Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í – altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín!“

At finna sær heim og reiður við altarið, tað er gott – kann ikki verða tryggari.

Serstøk tøkk

Her er kanska hóskandi at koma við einari serligari tøkk til tykkum mongu, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at virka á Filipsoyggjunum øll hesi mongu ár. Vit eru sera takksom fyri trúfesti tykkara.

Gleðilig jól øll somul og eitt av Harranum signað nýggjár!