Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Lýdia

02/05/2025

„Hjarta hennara læt Harrin upp“

Lýdia er nevnd í 16. kapitli í Ápostlasøguni og møguliga í fjórða kapitli í Filippibrævinum. Tað er ikki nógv, vit lesa um hana, men tað, sum vit lesa, sigur eina rúgvu. Har er nógv at taka til okkum.

„haðani til Filippi“

„Vit fóru so við skipi úr Troas og hildu beint til Samotrake og dagin eftir til Neapolis, haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð. Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; …“ Ápostlasøgan 16.11-13

At teir komu til Makedonia, merkir, at teir komu til Evropa. Vit vita ikki, um hetta er fyrstu ferð, evangeliið kom til Evropa, men tað er fyrstu ferð, at tað kom hagar við Paulusi og fylgi hansara.

Vanliga mannagongdin, tá ið Paulus og teir komu onkustaðni, var, at teir fyrst vitjaðu sýnagoguna, men soleiðis gjørdu teir ikki í Filippi. Kanska var eingin sýnagoga har. Í staðin fara teir út um býportrið, fram við eini á til eitt stað, har nakrar kvinnur plagdu at koma saman til bøn.

„Kvinna, ið æt Lýdia“

„… har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman. Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. …“ Ápostlasøgan 16.13-14

Lýdia var ikki upprunaliga úr Filippi, men úr vestara partinum av tí, sum vit í dag kalla Turkaland. Hon kom úr býnum Týatira1, sum var í landspartinum Lýdia. At Lýdia æt eins og landsluturin, sum hon kom úr, kundi bent á, at Lýdia ikki var veruliga navn hennara, men at hon varð nevnd soleiðis, tí hon kom haðani. Á sama hátt, sum tá ið tilflytarar eru kallaðir við staðarnavninum, haðani teir koma.

Lýdia var handilskvinna og handlaði við purpuri. Nógv purpur varð framleitt í Týatira, og tí er møguligt, at hon átt hús bæði í Týatira og í Filippi. At hon handlaði við purpuri og búði í stórum húsum, bendir á, at hon var múgvandi kvinna.

„Hjarta hennara læt Harrin upp“

„Kvinna, ið æt Lýdia, og sum dýrkaði Gud, lurtaði eftir; hon var úr býnum Týatira og handlaði við purpuri. Hjarta hennara læt Harrin upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði.“ Ápostlasøgan 16.14

At „hon dýrkaði Gud“ merkir, at hon var heidningur, sum hevði vent um til Gud Ísraels. Hetta og tað, at hon regluliga kom saman við øðrum kvinnum, sum komu saman til bøn, vísir, at Harrin hevði longu javnað vegin til hjarta hennara, áðrenn hon nakrantíð hoyrdi Paulus tala.

Og tað vísir eisini – og hetta er sera týdningarmikið – at tað, at hon dýrkaði Gud og kom regluliga saman til bøn, merkti ikki, at hon var longu trúgvandi, tá ið Paulus og teir komu hagar. Tað hendi ikki, fyrr enn hon hoyrdi evangeliið prædikað. Týdningarmikið at minnast.

Harrin læt upp hjarta hennara. Hon gav tí gætur, sum Paulus prædikaði. – Við øðrum orðum –. Hon lurtaði og gav gætur, men tað var Harrin, sum læt upp hjartað. Soleiðis virkar Harrin.

„doypt, bað hon okkum“

„Táið nú hon og hús hennara vóru doypt, bað hon okkum og segði: „Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!“ – Og hon noyddi okkum.“ Ápostlasøgan 16.15

Vit vita ikki, hvussu mong tey vóru, men heilt fá hava tey ikki verið. Slíkt húsarhald taldi jú bæði familjuna, tænarar, trælir og møguliga onnur við.

„… Halda tit meg vera Harranum trúgva, so komið inn í hús mítt og verðið har!“ – Og hon noyddi okkum.“ Ápostlasøgan 16.15

Vit kunnu ímynda okkum, hvussu Lýdia – dýggjvát, júst komin upp úr vatninum – sigur við Paulus og teir, at teir nú skuldu gista hjá sær. Lukas, sum jú var eygnavitni, skrivar, at hon noyddi teir. Hetta hevur verið kvinna, ið lurtað varð eftir.

„hjá Lýdiu“

„So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað.“ Ápostlasøgan 16.40

Heim hennara gjørdist ikki bara Paulusi og teimum eitt heim; tað gjørdist eitt andaligt heim teirra trúgvandi.

Og so sigur Ápostlasøgan okkum einki meir um Lýdiu.

Vit halda okkum tó møguliga hóma hana í Filippibrævinum. Vit koma aftur til tað, tá ið vit viðgera kvinnurnar, sum verða nevndar í fjórða kapitli í Filippibrævinum.


  1. Ein av samkomunum, sum Kristus skrivaði til í 2. og 3. kapitli í
    Opinberingini, er samkoman í Týatira. ↩︎
Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/04/Lydia.png 707 1878 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-05-02 07:00:002025-05-01 23:02:22Lýdia
Tær dámar møguliga eisini hetta
Sorg, føsta og bøn leiða til umvending
Av bókahillini: Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“
Ikki religión, men evangeliið
Hvør myndar meg?
Gud, borg okkara!
Zacharias Zachariassen: Brot úr tveimum talum við 60 ára millumbili

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top