Tag Archive for: Jógvan Júst Rasmussen

Føbe, systir okkara – hon hevur verið mongum stuðul

„Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea. Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heiløgu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.“ Rómbrævið 16.1-2

Føbe og bakstøðið

Føbe kom úr Kenkrea – ein havnarbýur nær Korint. Paulus skrivaði Rómbrævið í Korint, og tí er møguligt, at Føbe hevði Rómbrævið við sær, tá ið hon fór til Róm, ella í hvussu so er, var í ferðalagi við teimum, sum bóru tað.

Paulus kallar hana systir okkara. Vit vita ikki, nær hon kom til trúgv, møguliga hevur tað verið, meðan Paulus virkaði í Korint.

Síðan skrivar Paulus, at Føbe tænti samkomuni í Kenkrea. Vit vita sjálvandi ikki júst, hvat hetta innibar, men hon hevur ivaleyst verið ein sera týdningarmikil persónur har í samkomuni.

Paulus heldur fram, at hon hevði verið mongum stuðul, ja, eisini sær sjálvum. Á frummálinum hevði orðið, sum er umsett stuðul, ein sera breiðan týdning. Í griksku umsetingini av Gamla Testamenti – umsett eini 200 ár fyri Krist – er tað í nøkrum versum í Krønikubókunum nýtt um teir, sum høvdu fingið vald (1. Krøn. 27.31; 29.6; 2. Krøn. 8.10). Júst tann týdningurin tykist tó ikki hava ligið í orðinum, tá ið Nýggja Testamentið varð skrivað. Orðið varð nýtt um rík fólk, sum nýttu ríkidømi og myndugleika sín at hjálpa øðrum. At Paulus skrivar hetta um Føbe, kann merkja, at hon hevur stuðlað bæði honum og øðrum fíggjarliga, veitt teimum innivist og eisini umboðað tey mótvegis myndugleikunum. Harumframt merkir orðið sjálvandi eisini, at hon hevur verið teimum andaligur vegleiðari og stuðul. Arbeiðið í Korint var mangan torført. Tað hevur verið kærkomið at havt fólk sum Føbe at halla sær at. Paulus skrivaði til teirra í Korint:

„Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan.“ Fyrra Korintbræv 2.1-3

Vit vita ikki, um Føbe var komin til trúgv, tá ið Paulus kom hagar, men eftir at hon var komin til trúgv, gjørdist hon Paulusi og teimum, ið við honum vóru, ein hollur stuðul og fleiri øðrum eisini. Gott at hava slík fólk at halla sær at.

Føbe og tey í Róm

Í brotinum, vit byrjaðu við, skrivar Paulus:

„Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe …“ Rómbrævið 16.1

Áhugavert er, at orðafellið „eg biði tykkum um at taka tykkum av“ er umsett at geva viðmæli í Seinna Korintbrævi 3.1.

Í nýggju umsetingini hjá Føroyska Bíbliufelagnum er brotið um Føbe umsett:

„Eg gevi Føbe, … mítt besta viðmæli.“ Rómbrævið 16.1

Hugsið tykkum støðuna. Hesi megnar kvinnuni, sum hevði verið so mongum stuðul, ja, eisini Paulusi sjálvum, tørvaði hjálp, nú hon var komin til Róm. Vit kundu hildið, at slíkum sum Føbe tørvaði ongantíð hjálp; men so er ikki. Føbe tørvaði, at samkoman tók ímóti henni, tók hana til sín og hjálpti henni í øllum, sum hon hevði tørv á.

Hetta minnir okkum á tað, sum Paulus skrivar í Rómbrævinum 15.7:

„Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!“

At tey skuldu vera henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvaði, lýsir týdningin av, at tey gjørdu sítt ítasta at hjálpa henni. Vit vita øll, at hálvhjartað hjálp er ofta verri enn eingin hjálp.

Vit vita ikki, júst hvørji ørindi hennara vóru í Róm. Orðingin kundi bent á, at henni tørvaði løgfrøðiliga hjálp. Kvinnan, sum hevði verið so mongum stuðul, var nú komin í ein fremmandan bý, og henni tørvaði hjálp. Paulus biður samkomuna vísa, hvør dugur er í henni, og veita Føbe tað, sum henni tørvar.

Leggið eisini til merkis. Paulus skrivar, at tey skulu taka ímóti henni í Harranum, sum hinum heiløgu sømir. Paulusi dámdi væl at nýta orðingina í Harranum ella í Kristusi. Hann ger tað ikki færri enn átta ferðir í kapitlinum, har hann umtalar Føbe (Róm. 16.3, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13). At tað er gjørt í Harranum, merkir, at tað er gjørt knýtt at Harranum. Sambandið við Harran eigur at eyðkenna alt, vit gera.

Paulus skrivar eisini, at móttøkan og hjálpin skal vera slík, sum heiløgum sømir. Tað er so skjótt at gloyma, hvussu ósømiligt tað er hjá fólki, sum kallar seg trúgvandi, ikki at vera øðrum til hjálp.

Og so til okkara

Tað er av alstórum týdningi, at vit virða og minnast tey, sum hava verið okkum stuðul á leiðini, serliga tá ið tey koma í støður, har teimum tørvar hjálp.

Syrgiligt, tá ið vit ikki eru fús at hjálpa og taka um endan. Tað sømir okkum ikki og avspeglar ikki, at vit hoyra Harranum til.

At vera fangi Krists Jesu fyri onnur

TROFIMUS Á VEG TIL JERÚSALEM

„Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia.“ Ápostlasøgan 20.4

Vit hava longu nevnt hesar sjey í Ápostlasøguni 20.4 nakrar ferðir. Vit hava vitjað Timoteus, Aristarkus og Týkikus. Hesa ferð vitja vit Trofimus. Eitt, sum ger søguna um Trofimus so ríka, er, at hann var har báðar ferðir, tá ið Paulus var handtikin og førdur til Róm.

Her er nógv at læra, tí hendingarnar báðar lýsa, bæði hvat sonn vinabond megna, og hvat tey ikki megna.

HVAT VINABOND MEGNA

Trofimus í Jerúsalem

„… og teir østu upp alt fólkið, løgdu hond á hann og róptu: „Tit menn av Ísrael! Komið til hjálpar! Hetta er maðurin, ið allastaðni lærir øll ímóti fólkinum og lógini og hesum staði! Og so er hann eisini komin við Grikkum inn í templið og hevur vanhalgað hetta heilaga stað!“ – Teir høvdu frammanundan sæð Trofimus úr Efesus fylgjast við honum í býnum, og nú hildu teir, at Paulus var komin inn í templið við honum.“ Ápostlasøgan 21.27-29

Paulus varð tikin fangi, tí jødarnir hildu, at Trofimus var saman við honum í templinum – ella rættari tempulforgarðinum. Teir fóru skeivir, men tað gjørdi alt tað sama. Øsingin var so stór, at Paulus hevði verið dripin, hevði rómverski herovastin ikki lagt uppí. Tað hevði ikki verið lukkuligt, hevði Trofimus verið har. Uttan fyri templið stóð skrivað, so øll skuldu vita tað:

„Eingin fremmandur skal koma inn um girðingina, sum er rundan um halgidómin. Tann, sum verður tikin, fer bara at kunna geva sær sjálvum skyldina fyri eftirfylgjandi deyða sín.“

Grípandi er at hugsa sær, at Paulus visti, áðrenn hann tók Trofimus og hinar við sær til Jerúsalem, at tað kundi føra til misskiljingar. Hann visti, at tað kundi skapa øsing. Kortini gjørdi Paulus tað, og tað kom at kosta honum dýrt. Hann gjørdi tað, tí hann sá stóra týdningin av tænastu síni millum heidningarnar. Ringt at skilja hjá tí, sum ikki tekur tænastuna í fullum álvara.

Í ljósinum av tí, sum hendi í Jerúsalem, er tað áhugavert, at Paulus – í Efesusbrævinum – kallar seg „fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar“. Trofimus var úr Efesus. Kanska hevði hann júst Trofimus í huga, tá ið hann skrivaði hetta. Tú kanst síggja Trofimus fyri tær, tá ið hann hoyrdi hetta lisið, at hann hugsaði: „Hatta er satt, hann er fangi Krists Jesu fyri meg, heidningin Trofimus.“ Sanniliga vinaband, sum munar.

HVAT VINABOND IKKI MEGNA

Trofimus í Milet

„… Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.“ Seinna Timoteusbræv 4.20

Vit lesa tvær ferðir, at Paulus sat fangi í Róm. Fyrru ferðina varð hann handtikin í Jerúsalem. Tað er hendingin, sum vit júst hava umrøtt. Hon endaði við, at Paulus varð førdur til Róm sum fangi og kom at sita fangi har í okkurt um tvey ár. Seinnu ferðina bleiv hann ongantíð leyslatin, men var ístaðin hálshøgdur. Seinna Timoteusbræv var skrivað undir seinnu fongslingini.

Hildið verður, at seinnu ferðina varð Paulus handtikin onkustaðni nær Milet, og at Trofimus var saman við honum, tá ið tað hendi. Hann vildi møguliga fegin koma við til Róm, men kundi ikki, tí hann var vorðin sjúkur og mátti tískil verða eftir í Milet. Tú kanst ímynda tær kenslurnar, sum bardust í brósti Trofimusar, tá ið teir fóru avstað við Paulusi, og hann var eftir sjúkur. Okkum kunnigt sóust hann og Paulus ongantíð aftur.

Og soleiðis endar tað viðhvørt. Sterka vinaband teirra kundi ikki fyribyrgja, at Paulus varð handtikin, og Trofimus gjørdist sjúkur og mátti verða eftir í Milet.

OG SO TIL OKKARA

At vera ein sannur vinur er bæði at skilja, hvat vinabond kunnu og ikki kunnu. Tað er sum Paulus – ikki at smæðast við vinir sum Trofimus, eisini tá ið tað kann skapa okkum trupulleikar. Og tað er sum Paulus og Trofimus at líta Harranum vinir okkara í hendur, tá ið teir eins og bæði Paulus og Trofimus hava tørv á okkum, men vit einki fáa gjørt, tí leinkjur og svíkjandi heilsa gera tað okkum ómøguligt.

Álítandi sendiboð

Seinast umrøddu vit sjey menn, sum ferðaðust saman við Paulusi (Áp. 20.4). Teir umboðaðu samkomur, sum Paulus hevði verið við til at seta á stovn, og vóru nú – umboðandi samkomur sínar – á veg til Jerúsalem. Teir vóru á veg hagar við hjálp til tey fátæku. Tann kendasti teirra var Timoteus, sum vit longu hava umtalað fleiri ferðir. Vit hava eisini umrøtt Aristarkus. Hesa ferð seta vit sjóneykuna á Týkikus, sum umboðaði samkomuna í Efesus.

PERSÓNURIN TÝKIKUS

Paulus nevnir Týkikus móti endanum av bæði Efesusbrævinum og Kolossebrævinum. Vert er at hava í huga, at Paulus sat fangi, tá ið hann skrivaði hetta. Týkikus hevur verið har saman við honum. Vit kundi sagt, at teir vóru í eldsovninum saman.

Paulus skrivar, at Týkikus:

  • var ein elskaður bróðir (Ef. 6.21; Kol. 4.7). Tað var ein fragd at vera saman við honum.
  • var ein trúgvur tænari í Harranum (Ef. 6.21; Kol. 4.7). Tú kundi hava álit á honum.
  • tænti saman við sær (Kol. 4.7). Hann dugdi at arbeiða saman við øðrum.
  • tænti í Harranum (Ef. 6.21; Kol. 4.7). Sambandið millum Harran og hann var í lagi.

Paulus skrivar, at hann sendi Týkikus til teirra, so tey skuldu fáa at vita um viðurskifti hansara, hvussu honum visti við (Ef. 6.21; Kol. 4.7). Hann kundi líta Týkikusi hetta upp í hendur, tí hann visti, at hann hevði neyðuga innlitið og umsorganina til at kunna gera tað.

Paulus skrivar eisini, at hann sendi Týkikus til teirra, so hann skuldi troysta hjørtu teirra (Ef. 6.22; Kol. 4.8). Hann var øðrum til troyst.

SENDIBOÐIÐ TÝKIKUS

Vit hava hugt at trimum brotum, sum viðgera Týkikus. Áhugavert er, at hvørja ferð er tað í sambandi við, at hann varð sendur onkustaðni.

Fyrstu ferð, vit møttu honum, var, tá ið hann saman við øðrum var á ferð til Jerúsalem við hjálp til tey trúgvandi. Hann var sendur, sum umboðsmaður samkomunnar í Efesus (Áp. 20.4).

Næstu ferð, vit møttu honum, var í sambandi við tað, sum Paulus segði um hann í Efesusbrævinum og Kolossebrævinum. Í báðum brøvunum segði Paulus, at hann ætlaði, at senda Týkikus til teirra.

Eftir hetta hitta vit hann tvær ferðir afturat. Tað er í Titusbrævinum og í Seinna Timoteusbrævi.

Í Titusbrævinum skrivar Paulus, at hann ætlar at senda antin Artemas ella Týkikus til Kreta, so Titus kann koma til sín í Nikopolis (Tit. 3.12). Leggið til merkis, at hann er aftur umtalaður í sambandi við at verða sendur onkustaðni.

Í Seinna Timoteusbrævi skrivar Paulus, at hann hevur sent Týkikus til Efesus (2. Tim. 4.12). Aftur er tað í sambandi við at verða sendur onkustaðni. Vit lesa fyrr í brævinum, at øll í Asia høvdu vent sær frá Paulusi (2. Tim. 1.15) – t.v.s. eisini samkoman í Efesus. Hetta sigur ikki so lítið um Týkikus, at Paulus tordi at senda hann hagar, sum øll høvdu vent honum bakið.

„Sum svalandi kavi ein dag um heystið er álítandi sendiboð honum, ið sendir hann – hann lívgar sál harra síns.“ Orðtøkini 25.13

VINURIN TÝKIKUS

Paulus skrivar til samkomuna í Kolosse, at umframt Týkikus, so sendi hann eisini Onesimus til teirra (Kol. 4.9).

Vit minnast Onesimus, trælin hjá Filemon. Hann var rýmdur frá harra sínum, men hevði so møtt Paulusi og var komin til trúgv. Nú sendi Paulus hann heim aftur til harra sín. Hetta hevur ikki verið ein løtt ferð hjá Onesimusi. Okkurt í brævi Paulusar til Filemon kundi bent á, at Onesimus hevði stolið okkurt frá harra sínum. Honum hevur tørvað onkran at vera um seg og halda sær uppi, nú hann skuldi heim aftur. Týkikus hevur verið júst rætti maðurin. Hann royndist ikki bara Paulusi ein hollur vinur, men eisini flýggjaða trælinum.

Orsøkin til, at vit lesa um Týkikus, er ikki bara, so at vit kunnu læra eitt sindur um ein góðan mann. Nei, tað er, so vit sjálv kunnu vera sum Týkikus. Bíblian sigur, at vit skulu vera tað.

Vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku

„Táið hann hevði ferðast um hesar landspartar og hevði ámint tey við nógvari talu, kom hann til Grikkalands. Har varð hann tríggjar mánaðir. Og við tað at Jødarnir lúrdu eftir honum, júst táið hann skuldi fara við skipi til Sýria, gjørdi hann av at gera afturferðina gjøgnum Makedonia. Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia. Hesir fóru undan og bíðaðu eftir okkum í Troas.“ Ápostlasøgan 20.2-5

Sopater, Aristarkus, Sekundus, Gajus, Timoteus, Týkikus og Trofimus. Vit hava áður møtt tveimum teirra, Timoteusi og Aristarkusi. Timoteus kenna vit væl, og Aristarkus hittu vit í síðstu grein. Hinar hitta vit her fyri fyrstu ferð. Tveir teirra, Týkikus og Trofimus, fara vit at møta aftur í komandi greinum. Sopater kann væl vera sami Sopater, sum var við Paulusi, tá ið hann skrivaði Rómbrævið (Róm. 16.21). Hinar báðar, Sekundus og Gajus, hitta vit bara her. Hesi nøvnini síggja vit aðrastaðni í Nýggja Testamenti, men talan er ikki um somu menn.

Í Ápostlasøguni verður ikki nevnt, hví hesir menninir ferðaðust saman við Paulusi, men Rómbrævið, sum varð skrivað um sama mundið, sum hesar hendingarnar fóru fram, gevur okkum eina ábending. Paulus skrivar:

„Men nú fari eg til Jerúsalem í tænastu hinna heilagra. Tí Makedonia og Akaia vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku millum hini heiløgu í Jerúsalem.“ Rómbrævið 15.25-26

Hesir sjey, sum vit umrøða, umboðaðu samkomur, har stóri parturin av fólkunum vóru heidningar. Hetta vóru fólk, sum vóru komin til trúgv gjøgnum tænastu Paulusar, og sum nú vildu senda hjálp til hini fátæku millum hini heiløgu í Jerúsalem, eina samsýning – kunnu vit siga – fyri at evangeliið nú eisini var komið til teirra. Paulus skrivar í Rómbrævinum um hesar samkomurnar, at tær „vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku“ teirra millum.

KÆRLEIKI PAULUSAR

Vit lesa í Galatiabrævinum 2.9-10:

„og táið teir [ábyrgdarbrøðurnir í Jerúsalem] lærdu at kenna náðina, ið mær var givin, góvu Jákup, Kefas og Jóhannes – sum hildnir vórðu at vera stuðlar – mær og Barnabasi samfelagshond: Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu – bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.“

Paulus gjørdi tað til vana at minnast tey fátøku í Judea. Og tey, sum vóru komin til trúgv gjøgnum tænastu hansara, høvdu skilt hugburð og fyridømi hansara og vildu nú vera við at hjálpa teimum. Stórt.

Tað, sum hendi her, minnir okkum á tað, sum Paulus skrivaði í Efesusbrævinum:

„Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit – báðir partar – í einum Anda atgongd til Faðirin. Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds,“ Efesusbrævið 2.17-19

Tað hevði ikki komið gamla Paulusi til hugs at havt nakað sum helst við nakran heidning at gera – men tað var gamli Paulus, ikki nýggi Paulus. Kristus var komin inn í myndina, og tað broytti alt.

KÆRLEIKI HEIDNINGANNA

Áðrenn Kristus kom inn í myndina, høvdu flestu teirra, sum myndaðu samkomurnar, ið hesir sjey umboðaðu, aldri funnið upp á at hjálpt jødum. Ikki talan um. Men so kom Kristus inn – og vit vita, hvat tað kann gera. Hesi orðini í Fyrsta brævi Jóhannesar vórðu nú ein veruleiki í lívi teirra:

„Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum! Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!“ Fyrsta bræv Jóhannesar 3.17-18

KÆRLEIKI OG FORÐINGAR

Mong í Judea høvdu ein sera neiligan hugburð til Paulus og heidningarnar, sum hann hevði leitt til Harran. Tað helt kortini ikki Paulusi og heidningunum aftur í at senda hesar sjey til Judea við hjálp.

Tað eigur heldur ikki at forða okkum.

Sælur ert tú, sum hoyrir

Brot úr talu hjá Per uppi á Toft

Steinvør Olsen sigur um pápa sín, Per Rasmussen, vanliga nevndur Per uppi í Toft:

„Pápi var føddur í 1890 í Søldarfirði. Hann giftist Poulinu Øregaard av Lakjuni í Fuglafirði, og tey fingu 12 børn. Skal eg nevna okkurt, sum eg haldi sermerkti barnaheim okkara, so er tað kærleiki, gudsótti, nøgdsemi, gestablídni og tol.

Pápi var góðsligur og vinsælur, prúður og sterkur, og eg minnist hann bara eina ferð illan.

Nógv fólk búðu hjá okkum bæði longri og styttri tíð, og mong vóru tey, sum komu inn á gólvið at bíða eftir Mjólkarbátinum – Tróndi ella Streymi – og stundum eftir rutubilinum.

Pápi var góður innløgumaður, so vit áttu altíð saltfisk, kjálkar, lippur, grind og spik og sjálvandi eisini kjøt, bæði av seyði og neytum. Eplini velti hann nógv, ja, hann seldi til handlar, bæði í Klaksvík og í Havn.

Pápi var nógv til skips, og tí hvíldi ein sera stór ábyrgd á mammu. Heimið var jú ein seksmarkagarður, har alt skuldi gerast við handamegi. Tá vóru ongar sláimaskinur og eingir traktorar ella nakað slíkt.

Pápi var sera hegnigur, og væl lá fyri at smíða, mála, tapeta, laga grót, seyma segl – vera skipari, bestimaður og at vera arbeiðsformaður við tangaarbeiðið í Søldarfirði. Ja, eg minnist hann eisini sita og seyma rullupylsur. Hann dugdi alt!

Tá ið hann var heima og kundi fara frá bóndaarbeiðinum, smíðaði hann hús. Hann hevur verið við til at smíða nógvar møtisalar ymsastaðni í Føroyum. Men tað, sum lá fremst í huga hansara, var at kunngera orð Guds. Hann ferðaðist nógv saman við øðrum runt til aðrar bygdir at halda møtir, og í salinum í heimbygdini – Elim í Søldarfirði – hevði hann javnan eitt orð.“

Per uppi í Toft (Peter Ingvard Rasmussen) andaðist í oktober 1954.

Brot úr talu á samfelagsmøtunum í Havn í 1949

„Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær. … frá Jesusi Kristi, hinum trúverda vitni, hinum frumborna av hinum deyðu og Harranum yvir kongum jarðarinnar – Honum, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi og Faðir Sínum! …“ Opinberingin 1.3-6

Hesi fáu versini, sum eg las upp, innihalda í veruleikanum trý dýrabar ting:

Ein heilsan til okkara

Jóhannes hevur eina heilsan til okkara, til ein og hvønn, sum her situr. Hann hevur eini boð at bera til tín: „Sælur ert tú, sum hoyrir, tú sum lesur, og tú, sum varðveitir tað, ið tú lesur.“ Tað vil siga, sum goymir tað í tínum hjarta.

Hvørjum heilsanin er frá

Hann hevur eina heilsan til tín. Og veitst tú, hvørjum heilsanin er frá? Heilsanin er frá Jesusi Kristusi, hinum trúfasta Vitninum, sum hevur givið Sítt lív, Sítt blóð. – Sum hevur givið tað fyri teg fyri at bjarga tær og fyri at geva tær pláss í Guds ríki.

Hvat heilsanin sigur okkum

Og heilsanin sigur okkum, hvat ið tað er, sum vit skulu blíva, vit sum trúgva á Jesus Kristus Guds Son. Hann hevur gjørt okkum til eitt kongaríki, til prestar fyri Gudi, fyri at vera saman við Honum í aldur og allar ævir.

Vitnisburður mín

Kanska eru tað fleiri her í kvøld, sum eru komin upp í manndómsár, menn og kvinnur, sum ikki hava givið hesum orði ans fyrr. Sum av einari ella aðrari grund hava forsømt at gripið Kristus í trúnni, yvirgivið seg til Hansara. Soleiðis var eg, vinur, inntil eg var blivin ein vaksin maður og meira til. Eg leið til fimmogtjúgu ár, áðrenn eg fekk eygað upp fyri hesum sannleika: Jesus var deyður í mítt stað.

Men í kvøld kann eg vitna fyri tykkum, at eg eri eitt Guds barn. Havi tikið ímóti Jesusi sum mínum Frelsara, og eg hoyri Honum til! Lovaður veri Gud. Eg kann rokna meg upp í tey sælu, sum hava lurtað eftir Harrans orði! Sælur eri eg, tí Jesus er deyður fyri meg, og Hann hevur goldið syndaskuldina.

Sælur ert tú, um tú í kvøld grípur hesa frelsu! Gud vil tilrokna tær pláss heima hjá Sær. Tú skalt blíva ein dóttir ella ein sonur av konganna Kongi og harranna Harra. Títt starv skal verða í allar ævir at prísa og takka Gudi fyri tað, sum Hann hevur gjørt fyri teg. Tú skalt bera krúnu í Himlinum. Tú skalt ganga á gøtum av gulli. Tú skalt ikki blíva skitin um beinini meira. Alt hevur Hann givið okkum í Kristusi.

Bróðir verður føddur til hjálpar í neyð

„… av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, …“ Ápostlasøgan 20.4

„Aristarkus, … letur heilsa tykkum, eisini Markus, … Eisini Jesus, sum kallast Justus, letur heilsa tykkum. Av hinum umskornu eru hesir teir einastu samverkamenn fyri ríki Guds, sum eru vorðnir mær til troyst.“ Kolossebrævið 4.10-11

Versið í Ápostlasøguni sigur okkum, at Aristarkus kom úr Tessalonika. Versini í Kolossebrævinum siga okkum, at hann var jødi.

Aristarkus ræddist ikki mótstøðu og kom ofta Paulusi til hjálpar, tá ið illa stóð til.

„Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Orðtøkini 17.17

Versið omanfyri lýsir Aristarkus sera væl. Hann var Paulusi aftur og aftur bróðir, sum føddur varð til hjálpar í neyð.

Aristarkus og hendingar í Tessalonika

Vit vita ikki, nær Aristarkus kom til trúgv. At hann var tessalonikamaður kundi bent á, at tað hevur verið fyrstu ferð Paulus kom til Tessalonika (Áp. 17.1-10). Paulus hevði ikki verið har leingi, áðrenn mótstøðufólk løgdu hann og lið hansara undir at eggja fólki til uppreistur móti keisaranum. Hetta loypti ræðslu á fólk, og endin var, at Paulus og lið hansara máttu rýma haðani. Eftir sótu tey nýumvendu. Vit vita ikki, um Aristarkus var har, tá ið alt hetta hendi, men onkursvegna hevur tað verið við til at mynda hann til mannin, hann bleiv.

Aristarkus og hendingar í Efesus

Fyrstu ferð vit møta Aristarkusi er í Efesus. Hetta er eini trý, fýra ár eftir, at Paulus fyrstu ferð kom til  Tessalonika. Vit lesa:

„Røringur kom nú í allan staðin, og tey tustu øll sum eitt á sjónleikarstaðið og rivu við sær Gajus og Aristarkus, sum vóru úr Makedonia og ferðaðust saman við Paulusi.“ Ápostlasøgan 19.29

Tað, sum hendi her, var, at silvursmiður, ið æt Demetrius, østi hinar smiðirnar og alt fólkið upp móti Paulusi. Demetrius, sum gjørdi artemistempul av silvuri, vildi vera við, at Paulus kom yrki teirra í vanda. Hann fekk slíka øði í fólkið, at alt bleiv ein ruðuleiki. Og ein, sum serliga kom at standa fyri skotum, var Aristarkus. Her var maður, sum ikki smæddist burtur.

Aristarkus og hendingar í Grikkalandi

Næstu ferð vit møta Aristarkusi er stutt aftan á hendingarnar í Efesus. Paulus er í Grikkalandi (Áp. 20. 2-3) og skuldi sigla til Sýria fyri síðan at fara víðari til Jerúsalem. Júst sum teir skulu fara avstað, fáa teir greiðu á, at jødar ætla at gera seg inn á Paulus. Úrslitið verður, at Paulus fer yvir land til Makedonia, meðan Aristarkus og nakrir aðrir sigla til Troas. Troas var í útnyrðingshorninum av núverandi Turkalandi.

„Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia.“ Ápostlasøgan 20.4

Aristarkus og teir, sum hann var saman við, vóru á veg til Jerúsalem saman við Paulusi. Teir umboðaðu samkomur, sum Paulus hevði verið við til at stovnað, og vóru nú á veg hagar við hjálp til tey trúgvandi í Jerúsalem.

Hildið verður, at Aristarkus er bróðirin, sum Paulus sipar til í Seinna Korintbrævi 8.18. Samanhangið er hjálpin til tey trúgvandi í Jerúsalem.

„Saman við honum senda vit hin bróðurin, sum í øllum samkomunum verður róstur fyri íðinskap sín í evangeliinum –“ Seinna Korintbræv 8.18

Aristarkus og hendingar á sjónum

Triðju ferð vit møta honum, er hann í ferðalag við Paulusi á veg til Róm. Vit lesa:

„Vit fóru tá umborð í skip úr Adramyttium, sum skuldi fara til staðirnar fram við Asiastrondini. So hildu vit avstað; Aristarkus, Makedoningur úr Tessalonika, var við okkum.“ Ápostlasøgan 27.2

Nógv var hent, síðan Paulus, Aristarkus og aðrir komu til Jerúsalem. Paulus var handtikin og hevði síðstu tvey árini sitið fangi í Kesarea. Túrurin til Róm bleiv minniligur. Teir upplivdu ræðuligt ódnarveður, fingu einki at eta og drekka í fleiri dagar, og endin var, at teir liðu skipbrot. Og mitt í øllum rokinum var Aristarkus, vinurin, sum elskaði altíð, og bróðirin, sum var føddur til hjálpar í neyð (Orðt. 17.17).

Aristarkus og leinkjurnar í Róm

Aristarkus, sum er fangi saman við mær, letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um – kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum! Kolossebrævið 4.10

„… letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas – ið gera sama verk sum eg. Filemonbrævið 1.24

Brotini omanfyri vórðu skrivað, meðan Paulus sat fangi í Róm. Í Kolossebrævinum skrivar Paulus um Aristarkus, at hann „er fangi saman við mær“. Í Filemonbrævinum skrivar hann, at hann ger „sama verk sum eg“. Hildið verður, at Aristarkus sjálvboðin sat fangi saman við Paulusi – at hann tænti honum.

Jú, sigast kann av sonnum, at Aristarkus var vinur, sum elskaði altíð, og bróðir, sum varð føddur til hjálpar í neyð (Orðt. 17.17). Og vit vita, at tað eigur ikki bara at eyðkenna Aristarkus.

Sostenes

Navnið Sostenes verður nevnt tvær ferðir í Skriftini – í Ápostlasøguni 18.17 og í Fyrra Korintbrævi 1.1.

Eins og við Erastusi – sum vit umrøddu í fyrru greinini – so kunnu vit ikki við vissu siga, um talan er um ein ella tveir persónar. At Sostenes í Ápostlasøguni og Sostenes í Fyrra Korintbrævi eru knýttir at Korint, kann vera ein ábending um, at talan er um sama persón. Í Ápostlasøguni er hann sýnagogustjóri. Í Fyrra Korintbrævi er hann nevndur saman við Paulusi sum sendari av brævinum. Vit vita, hvussu íðin Paulus var at vinna onnur fyri Harran og síðan hjálpa teimum fram á leið. Paulusi líkt, kann hann hava leitt sýnagogustjóran til Harran og síðan tikið hann við sær í arbeiðið.

Latið okkum hyggja at versunum, har Sostenes er nevndur.

Sostenes sýnagogustjórin

Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. Ápostlasøgan 18.17

Tað var ikki lætt hjá Paulusi at koma til Korint:

Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan. Fyrra Korintbræv 2.1-3

Harrin segði við Paulus í sjón um náttina: „Óttast ikki, nei, tala og tig ikki! Ápostlasøgan 18.9

Paulus gjørdi, sum Harrin segði, og nógv fólk kom til trúgv. Men so ein dagin vendi fólkið sær ímóti Paulusi, og her er tað, at vit møta Sostenesi:

Men táið Gallio var landshøvdingi í Akaia, reistust Jødarnir allir sum ein móti Paulusi, drógu hann fyri dómstólin og søgdu: „Hesin yvirtalar fólk at dýrka Gud tvørtur ímóti lógini!“ Ápostlasøgan 18.12-13

Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. Ápostlasøgan 18.17

Løgið. Tað var ikki Paulus, sum varð bukaður, men Sostenes.

Vit vita ikki, hvørjir „teir“, sum løgdust á Sostenes, vóru, um tað vóru jødarnir ella heidningarnir; men hvussu var og ikki, so legði landshøvdingin líka í tað. Stakkals Sostenes varð bukaður, og myndugleikarnir gjørdu einki fyri at steðga tí.

At Sostenes soleiðis er nevndur, kann vera ein ábending um, at hann var kendur av teimum trúgvandi. Hetta kundi so aftur verið ein ábending um, at hann var trúgvandi, tá ið Ápostlasøgan var skrivað.

Sostenes bróðirin

Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes – Fyrra Korintbræv 1.1

Paulus nevndi fleiri ferðir onkran afturat sær, tá ið hann skrivaði brøv til samkomurnar. Í Tessalonikabrøvunum nevnir hann tveir persónar, Silvanus og Timoteus. Í Seinna Korintbrævi, Filippibrævinum, Kolossebrævinum og brævinum til Filemon er tað Timoteus, og í Fyrra Korintbrævi er tað persónurin, sum vit umrøða her, Sostenes.

Nakrar viðmerkingar í sambandi við, at Paulus nevndi onkran afturat, tá ið hann segði, hvørjum brævið kom frá. Teir, sum hava granskað evnið, siga, at hetta var ikki vanligur siður – serliga ikki hjá so høgt lærdum monnum sum Paulusi. Siðurin hóskar Paulusi. Hann var jú nógv meira enn bara ein høgt lærdur rabbinari. Hann var tænari Guds. Og honum var litið upp í hendur at mynda aðrar tænarar, veri tað Silvanus, Timoteus ella Sostenes.

Aftur til Sostenes. Um Sostenes í Fyrra Korintbrævi er tann sami, sum vit lesa um í Ápostlasøguni, so merkir tað, at hann kom til trúgv onkuntíð fyri ella eftir ruðuleikan í Korint.

At sýnagogustjóri kom til trúgv, fór fyrr ella seinni at kosta honum. Og nú loyva vit hugflognum at fara við okkum. Møguliga var hann í ferðalagi við Paulusi, tá ið Paulus fór úr Korint til Efesus. Teir hava báðir havt stóran ampa av samkomuni í Korint, tí tú hoyrdi so nógv keðiligt um hana. Ein dagin fekk Paulus bræv frá samkomuni um mangt og hvat. Paulus sigur við Sostenes: „Kom, latið okkum skriva til samkomuna í Korint. Hann byrjar brævið:

Paulus, við vilja Guds kallaður til ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes – til samkomu Guds, sum í Korint er, tey, sum halgað eru í Kristi Jesusi, kallað, heiløg, … Fyrra Korintbræv 1.1-2

Leggið til merkis. Hann sigur ikki „sýnagogustjórin Sostenes“, men „bróðirin Sostenes“. Sum nevnt, vit vita ikki við vissu, um hetta er sýnagogustjórin Sostenes, men mynstrið passar væl til tað, sum vit síggja evangeliið gera aftur og aftur. Tað knústi fariseararan Paulus og sýnagogustjóran Sostenes og hevur knúst mangan og ein síðan tá. Tað fer at gera tað sama við okkum, um vit loyva tí at gera tað.

Er tað ikki stórt, at Paulus ikki bara segði, at brævið kom frá sær, men at hann eisini nevndi Sostenes?

Uppgáva okkara er at gera sum Paulus at taka onnur við og læra tey at verða partur av tænastuni.

Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu

Navnið Erastus verður nevnt tríggjar ferðir í Skriftini. Tað er í Ápostlasøguni 19.22, Rómbrævinum 16.23 og Seinna Timoteusbrævi 4.20.

Í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi er Erastus ein av monnunum, sum ferðast saman við Paulusi og liði hansara. Í Rómbrævinum er Erastus roknskaparstjórin í Korint. Møguliga er talan um tveir persónar, møguliga ikki. Í hvussu er, haldi eg, at her okkurt, sum vit kunnu taka til okkara

Erastus í Rómbrævinum

„… Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.“ Rómbrævið 16.23

At hann var roknskaparstjórin í býnum, merkti, at hann var ein sera týðandi maður. Tað kann sýnast løgið, at ein so týðandi persónur skuldi vera partur av samkomuni í Korint og eisini, at hann sendi heilsan til samkomuna í Róm.

Fyri at lýsa hetta betur: Roknskaparstjórin hevði ábyrgdina av øllum tí fíggjarliga í býnum. Ikki eiti á ábyrgd. Bara rómverskir borgarar kundu verða roknskaparstjórar, og tað var ikki bara bara (sí Áp. 22.26). Fyri at gerast roknskaparstjóri skuldi tú vera fólkavaldur. Og vit vita, at skuldi tú verða valdur – serliga í einum so stórum og týðandi býi sum Korint – so kravdi tað, at tú vart bæði væl kendur og høgt virdur.

Jú, tykist kanska óhugsandi, at ein so týðandi maður kundi vera partur av einari samkomu líkari samkomuni í Korint.

„… Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,“ Fyrra Korintbræv 1.26-28

Óhugsandi ella ikki, so er tað ein veruleiki, at evangeliið ger tað óhugsandi hugsandi. Múrar verða brotnir, og alt vent upp og niður, tá ið Kristus kemur uppí. Hatta er nakað, sum tey, ið ikki hava upplivað tað, aldri fara at skilja.

„Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.“ Galatiabrævið 3.28

„Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.“ Kolossebrævið 3.11

Jú, Paulus skrivaði „ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir“, men hann skrivaði ikki „eingir vísir eftir holdinum, eingir mektigir, eingir hábornir. Nakrir vóru, og Erastus var ein teirra.

Navnið Erastus kemur frá orðinum „eros“. Tað er grikska orðið fyri kynsligan kærleika. Kanska vit kunnu umorða navnið og siga hin erotiski. Ikki so løgið, at leingi varð hildið fast við, at eingin týðandi persónur hevði funnið upp á at gingið undir einum slíkum navni. Hildið var, at Erastus reint og slætt ongantíð hevði verið til. Tey fóru skeiv. Fornfrøðingar í Korint komu fram á eitt gólv, gjørt úr kálksteini, 19 metrar langt og 19 metrar vítt. Innlagt í gólvið er ein koparpláta, har skrivað stendur: „Erastus legði hetta gólvið fyri egna rokning aftur fyri aedile tænastu.“ Orðið „aedile“ er látínskt og merkir eftirlitsmaður (rómverskur) t.d. roknskaparstjóri. Jú, Erastus, roknskaparstjórin, er ein søguligur persónur.

Erastus í Ápostlasøguni

„Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.“ Ápostlasøgan 19.22

Sum nevnt at byrja við, kunnu vit ikki siga við vissu, at Erastus, roknskaparstjórin í Rómbrævinum 16, er sami persónur sum Erastus í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ein so týðandi persónur sum roknskaparstjórin í Korint kundi vera samverkamaður Paulusar og ganga honum til handa; men evangeliið vendir øllum á høvdið – skilja vit ikki tað, skilja vit ikki Skriftina. Í tí ljósinum kann Erastus saktans vera sami persónur, sum er nevndur Ápostlasøguni, Rómbrævinum og í Seinna Timoteusbrævi.

Versið omanfyri sipar til innsavningina til tey fátæku trúgvandi í Jerúsalem. Er her talan um Erastus, roknskaparstjóran, so vísir tað, hvussu stóran dent Paulus legði á at hava gott fólk at umsita innsavningina.

Erastus í Seinna Timoteusbrævi

„Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.“ Seinna Timoteusbræv 4.20

Hetta er fleiri ár eftir heilsanina í Rómbrævinum og ferðingina í Ápostlasøguna. Er hetta fyrrverandi roknskaparstjórin, sum Paulus sipar til her, er tað aftur ein talandi mynd av, hvussu evangeliið vendir øllum á høvdið. Ein av mest týðandi monnunum í Korint verður her ikki lýstur sum vinur teirra stóru, men sum vinur Paulusar – manninum, sum sat fongslaður í Róm og bíðaði eftir at verða hálshøgdur.

Bæði Skriftin og søgan vísa, hvussu tað gjøgnum tíðirnar hava verið trúgvandi lík Erastusi, sum ikki bara dugdi at rokna, tá ið tað kom til tað tímiliga, men eisini tað æviga.

Slík fólk gera mun.

Paulus plantaði, Apollos vatnaði

Apollos arbeiddi ikki saman við Paulusi á sama hátt sum Barnabas, Silas, Timoteus og aðrir. Og kortini hevði hann ein týðandi lut í verkinum. Tað var um Apollos, at Paulus skrivaði:

„Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.“ Fyrra Korintbræv 3.6

Apollos í Alexandria

„Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum.“ Ápostlasøgan 18.24

Alexandria er í Egyptalandi. Býurin var – um tað mundið hendingarnar í Nýggja Testamenti fóru fram – ein sera týdningarmikil býur, kendur sum miðdepil fyri lærdóm. Tað var ikki av ongum, at hann var kallaður „Hin annar Aten“.

Nógvir jødar búðu í Alexandria, og fleiri teirra vóru týðandi borgarar í býnum. Hildið verður, at Apollos var ein teirra. At hann var orðkringur og talaði og lærdi skilagott, merkir, at hann kendi væl grikska røðulist (retorikk). Tað var ikki ein og hvør, ið fekk slíka útbúgving og merkir óivað, at hann var av múgvandi fólki.

Apollos í Efesus

„Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hann fór at tala hugreystur í sýnagoguni. Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari.“ Ápostlasøgan 18.25-26

Apollos kom til Efesus nakað eftir, at Paulus var farin haðani. Hetta var aftan á, at Paulus fyrstu ferð kom hagar. Fólk gjørdust hugtikin av væl lærda, orðkringa manninum úr Alexandria. Eisini Priskilla og Akvila. Meðan tey lurtaðu eftir talum Apollosar, løgdu tey til merkis, at vitan hansara um evangeliið var avmarkað. Hann prædikaði hugreystur, men kendi bert dóp Jóhannesar. Eyðsæð var, at hóast hann lærdi skilagott um Jesus, var neyðugt at greiða honum gjøllari frá evangeliinum.

Priskilla og Akvila vístu neyðuga dirvið og tóku dugnaliga, høgt lærda aleksandriamannin til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Ótrúliga flott!

Eftir at hava verið í Efesus í eina tíð hevði Apollos hug at fara til Korint. Kanska ikki so løgið. Býurin Korint var jú – eins og Alexandria – ein kendur handils- og mentanarmiðdepil. Vit lesa:

„Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. …“ Ápostlasøgan 18.27

Apollos í Korint

„… Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu. Tí við miklari kraft tepti hann Jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus.“ Ápostlasøgan 18.27-28

Legg til merkis, at tað stendur um Apollos, at tá ið hann kom til Korint, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus. Nú var tað ikki bara lærdómur og dugnaskapur, sum eyðkendi hann. Nú var tað náðin og læran um Kristus, sum skein ígjøgnum. Og legg eisini til merkis, at nú var tað ikki sýnagogan, sum var ramman um tænastu hansara, men samkoman. Hann gjørdist hinum trúgvandi til stóra nyttu.

Mong av teimum trúgvandi í Korint vóru andaliga óbúgvin, og tað gav seg til kennar í flokkadrátti millum brøðurnar. Summir søgdu seg vera Apollosarmenn (1. Kor. 1.12; 3.4), meðan aðrir søgdu seg vera Paulusarmenn, Kefasarmenn (Pætursmenn) og Kristusarmenn. Fjákut! Paulus heftir seg í Fyrra Korintbrævi serliga við teir, sum søgdu seg vera Paulusarmenn og teir, sum søgdu seg vera Apollosarmenn. Hann vísti á, at teir sóu seg ikki sum kappingarneytar, men samverkamenn, Paulus plantaði, og Apollos vatnaði (1. Kor. 3.6).

Paulus hevur verið í Efesus, tá ið hann skrivaði Fyrra Korintbræv, og út frá brævinum at døma hevur Apollos verið har saman við honum, antin meðan hann skrivaði brævið ella stutt áðrenn. Paulus skrivar:

„Viðvíkjandi Apollosi bróður – honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til.“ Fyrra Korintbræv 16.12

Eyðsæð er, at Paulus hevur verið glaður fyri tænastu Apollosar. At Apollos ikki vildi fara til Korint, merkti neyvan nakran illvilja. Hann hevur helst ikki kent tað sum Harrans vilja at fara júst tá.

Apollos á Kreta

„Zenasi hinum lógkøna og Apollosi skalt tú gera tær ómak fyri at hjálpa á veg, so einki fattast teimum.“ Titusbrævið 3.13

Hetta er síðstu ferð, vit møta Apollosi.

Zenas, hin lógkøni, og Apollos vóru báðir høgt lærdir menn. Menn, sum kundu havt notið alt tað góða, sum heimurin hevði at bjóða, men í staðin valdu teir at gera verk Harrans. Teir vóru nú úti á oynni Kreta. Teimum tørvaði tímiliga hjálp, og Paulus bað Titus gera sær ómak at hjálpa teimum. Tað hevur sjálvandi verið gjøgnum samkomurnar har á staðnum. Eftir Titusbrævinum at døma vóru tey trúgvandi á Kreta fátæk. Vit vita einki um bakstøðið hjá Zenasi; men vit vita, at lívið á Kreta var fjart frá tí, sum Apollos kom frá í Alexandria.

Her vóru menn, sum við lívi sínum vístu, hvat tað merkir at taka upp kross sín og fylgja Harranum. Og tað er nógv størri enn at vera orðkringur og sterkur í skriftunum (Áp. 18.24). Tað er at vera stríðsmaður krossins.

Priska og Akvila

„Eftir hetta fór Paulus úr Aten og kom til Korint. Har hitti hann Jøda, ið æt Akvila og var ættaður úr Pontus; hann var fyri kortum komin úr Italia við konu síni, Priskillu; tí Klaudius hevði givið tað boð, at allir Jødar skuldu fara úr Róm. Til teirra fór hann. Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; yrki teirra var at gera tjøld.“ Ápostlasøgan 18.1-3

Akvila og Priskilla. Nøvnini eru so fremmand, at best er at siga, hvør er hvør: Akvila er maðurin, og Priskilla er konan. Lukas nevnir hana Priskilla, meðan Paulus nevnir hana Priska. Priska er formligi hátturin av navninum, og Priskilla er minkingarorðið t.v.s. lítla Priska.

Frásøgnin um tey bæði er spennandi. Her er ríkiligt tilfar til bæði søgu og film, kanska eina heila røð. Upplýsingarnar, sum vit fáa úr Skriftini, eru avmarkaðar, men nógv kann lesast ímillum reglurnar. Akvila var jødi (Áp. 18.2), og navnið Priska kundi bent á, at hon var rómverji; hetta er tó óvist. At hon er ofta nevnd áðrenn hann, kann vera ein ábending um, at hon er komin úr eini hægri samfelagsstætt. Tað, at vit lesa um samkomuna í húsi teirra, bæði í Efesus og Róm, bendir, ið hvussu er, á, at tey hava verið fíggjarliga rímiliga væl fyri.

Um Priska er komin úr ríkari rómverskari familju, hevur tað kostað henni at gift seg við einum jøda. Ein ábending um hetta er, at Klaudius, keisari, gav boð um, at allir jødar í Róm skuldu úr býnum (Áp. 18.2). Boðini førdu til, at Priska var noydd at rýma saman við manni sínum. Hildið verður, at orsøkin til, at jødarnir vórðu vístir úr Róm, hevði okkurt við tey kristnu at gera. Klaudius vildi sleppa av við tey.

Akvila kom úr landspartinum Pontus (Áp. 18.3), sum var í norðara partinum av Turkalandi, fram við Svartahavinum.

Fyrstu ferð, vit hitta tey, er saman við Paulusi í Korint. Vit lósu at byrja við:

„Til teirra [Priskillu og Akvila] fór hann [Paulus]. Og við tað at hann hevði sama yrki, varð hann hjá teimum og arbeiddi; …“ Ápostlasøgan 18.3

Tað var siður millum rabbinarar at hava eitt yrki, sum teir kundu liva av, samstundis sum teir lærdu orð Guds. Vit vita, at Paulus var rabbinari, men vit vita ikki, um Akvila eisini var tað. Bandið millum hjúnini og Paulus var, ið hvussu er, sterkt og vardi fyri lívið.

Paulus var okkurt um hálvtannað ár í Korint og fór so haðani til Efesus (Áp. 18.18), og Priska og Akvila fóru saman við honum. Tá ið tey komu hagar, fór Paulus at læra í sýnagonguni, men steðgaði ikki leingi har í býnum, tí hann ætlaði sær til Jerúsalem (Áp. 18.21). Tað var nakað eftir hetta, at Apollos kom til Efesus, og Priskilla og Akvila tóku hann til sín og lærdu hann veg Guds gjøllari:

„… Táið Priskilla og Akvila hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu.“ Ápostlasøgan 18.26-27

Hetta er ein av vakrastu hendingunum í allari Ápostlasøguni. Priska og Akvila kundu jú bara havt tosað ringt um Apollos við onnur ella rættað hann alment. Men soleiðis vóru tey ikki; nei, tey tóku hann til sín og útløgdu honum veg Guds gjøllari. Kanska var hetta júst tað, sum Paulus gjørdi, tá ið hann møtti Prisku og Akvila á fyrsta sinni; og nú føra tey tað víðari. Kanska.

Tað stendur um Apollos, at hann fór úr Efesus til Akaia, og har varð hann teimum trúgvandi til stóra nyttu. Korint var í Akaia. Og í fyrra brævi sínum til teirra í Korint kundi Paulus siga:

„Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.“ Fyrra Korintbræv 3.6

Neyvan hevði hetta verið so, høvdu Akvila og Priskilla ikki tikið Apollos til sín.

Paulus kom aftur til Efesus (Áp. 19.1) og virkaði har í meir enn tvey ár. Hann skrivaði Fyrra Korintbræv úr Efesus og nevnir Akvila og Prisku móti endanum av brævinum:

„… Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.“ Fyrra Korintbræv 16.19

Okkurt um eitt ár seinni skrivar Paulus Rómbrævið. Ímóti endanum av brævinum nevnir hann aftur Prisku og Akvila:

„Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi! Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna. Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! …“ Rómbrævið 16.3-5

Tey eru nú flutt aftur til Róm; og aftur møtist ein samkoma í heimi teirra. Paulus skrivar um tey, at tey høvdu arbeitt saman við honum og enntá vágað lív teirra fyri hann. Vit vita ikki, hvørjar umstøðurnar vóru; vit vita bara, at tey høvdu verið ígjøgnum nógv saman.

Síðstu ferð, vit hoyra um tey, er móti endanum av Seinna Timoteusbrævi. Paulus skrivar til Timoteus, sum er í Efesus, og skrivar móti endanum av brævinum:

„Heilsa Prisku og Akvila …“ Seinna Timoteusbræv 4.19

Nú eru tey aftur í Efesus. Vit hittu tey í Korint, fóru so við teimum til Efesus, seinni til Róm og so aftur til Efesus. Var tað útlongsil? Nei. Har lá nakað nógv djypri aftanfyri. Hetta vóru fólk, sum fóru, har tað var brúk fyri teimum. Fólk, sum vágaðu lív sítt fyri onnur. Tryggjandi at hava slík fólk rundan um seg.