Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Jógvan Júst Rasmussen

Vatn í bensininum

26/01/2024

Eg var á Balabac og vitjaði. Oyggin Balabac er í úsynningshorninum av Filipsoyggjum, sunnan fyri størru oynna Palawan. Síðan vit fluttu av Balabac, høvdu vit búð í høvuðsstaðnum á Palawan, ið eitur Puerto Princesa. Eg fór úr Puerto tíðliga um morgunin. Kom til eina bygd heilt har suðuri á Palawan um middagsleitið og fór so við báti suður til Balabac. Kom til Balabac seint seinnapartin. Lænti mær eina motorsúkklu, gisti og skuldi so longri suður morgunin eftir.

Lat meg – áðrenn vit halda fram – siga eitt sindur um oynna Balabac, so frásøgnin kanska verður eitt sindur skilligari.

Balabac er heldur størri enn Streymoyggin. Ein lutfalsliga stór bygd er á oynni – okkurt um 2000 íbúgvar. Hinar bygdirnar eru lítlar – eini 100-200 íbúgvar hvør. Á Molbog-málinum kalla tey stóru bygdina Lobanadjung. Filipinarar, sum ikki hoyra til Molbog-fólkið, kalla hana „Bayan“, sum merkir bygd ella býur. Á enskum verður hon nevnd Townsite. Meðan fólkið í smáu bygdunum runt oynna eru Molbog fyri tað alramesta, eru tey í Lobanadjung (vit nýta Molbog-navnið) antin kristin, sum merkir, at tey koma longri norðaneftir, og muslimar, sum merkir, at tey koma longri eystaneftir.

Tá ið vit búðu á Balabac, búðu vit í einari bygd, sum eitur Buwal. Hon er á eystursíðuni av oynni, sunnan fyri Lobanadjung, okkurt um eina tíma við motorsúkklu.

Aftur til vitjanina hjá mær á Balabac. Morgunin eftir, at eg var komin, keypti eg bensin til motorsúkkluna. Keypti tað í einum av mongu pinkulítlu handlunum í Lobanadjung. Handlarnir seldu bensin í lítlum sodavatnsfløskum. Balabac er beint norðan fyri Malaysia, og tað var haðani, bensinið kom. Sum tað mestu í handlunum var tað smuglað. Eg keypti upp í tangan og fór suðureftir til Buwal. Har vóru eingir vegir, bara lítlar gøtur. Mær dámar sera væl at koyra handa vegin, róligt og vakurt. Koyrt verður fyri tað nógva fram við strondini, og veðrið henda morgunin kundi ikki verið betri. Eg kendi meg heima.

Men so okkurt um ein kilometur úr Lobanadjung steðgar motorsúkklan. Eg visti beinanvegin, hvat var galið. Har var vatn í bensininum, og nú var tað í karburatorinum. Eg royndi alt møguligt, men nei, einki bar til. Eg var so uppreittur inn á motorsúkkluna og bensinið, at eg ynskti tey, har piparið grør. Tað hjálpti lítið, at ein rúgva av pipari grør á Balabac. Eg mátti so fittur leiða motorsúkkluna aftur til Lobanadjung, fáa tangan tømdan, alt reinsað og so keypa bensin umaftur.

Eg visti sjálvandi ikki, um tað var bensinið, sum eg hevði keypt, ið tað var galið við, ella um tað longu var vatn í tanganum, tá ið eg lænti motorsúkkluna. Men fyri at binda um heilan fingur keypti eg bensinið í einum øðrum handli.

***

Man ikki onkur lærdómur vera í hasi hendingini? Flutt yvir á tað andaliga, fylla vit okkum alt ov ofta við skeivum bensini, og úrslitið er, at vit steðga upp. Eitt kent vers kemur mær í huga:

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,“ Hebrearabrævið 12.1.

Havandi frásøgn okkara í huga, kunnu vit kanska loyva okkum at siga:

Latið okkum tøma tangan fyri alt, sum ikki eigur at vera har, og fylla hann við reinum bensini og so soleiðis koyra teinin, ið okkum er fyrisettur.

Ein tanki afturat. Týdningarmikið er, hvaðani vit fáa bensinið. At keypa smuglað bensin í lítlum sodavatnsfløskum er helst ikki tað klókasta. Soleiðis er eisini við andaliga lívinum. Hvaðani kemur tað, ið vit fylla á tangan? Jeremias segði um fólk sítt:

„… tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.“ Jeremias 2.13

Hóskandi er at enda við Jóhannesi 7.37-38:

„Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.““

Og so aftur til Balabac. Við góðari motorsúkklu og røttum bensini er túrurin úr Lobanadjung til Buwal gull verdur. Ber tykkum onkuntíð til, skuldu tit farið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Vatn-i-bensininum.png 459 1396 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-26 09:00:002024-01-24 15:47:37Vatn í bensininum

Eitt minni av Balabac

12/01/2024

Ein ungur maður var deyður fyrr um morgunin, og Dennis og eg fóru at vitja tey avvarðandi. Vit vóru júst flutt til Balabac – Dennis við húski nøkur ár frammanundan. 

Tað er nakað fremmant við deyðanum, og tá ið so umstøðurnar eisini eru fremmandar, gerst alt eyka fremmant. Ungi maðurin hevði verið sjúkur leingi, og samverkafólk okkara høvdu gjørt alt, tey kundu, fyri at hjálpa honum. Tey vóru enntá farin allan vegin til Manila við honum, men tíverri, har gjørdist einki. Og nú var hann farin.

Líkið lá í húsunum hjá systur hansara. Hann hevði búð hjá henni, nú hann lá til tað síðsta, og var tað her, hann andaðist. Vit fóru upp gjøgnum stigan – húsini har standa jú á steyrum – fóru inn og settu okkum. Húsini vóru lítil eftir okkara málistokki, og líkið lá, sum siður var, mitt á gólvinum. Tey høvdu lagt eitt lak oman yvir tað. Tað er ikki siður hjá teimum at nýta stólar, so vit sótu á gólvinum beint yvir av líkinum.

Tey komu við kaffi til okkara. Eg segði ja takk, og Dennis takkaði, men vildi ikki hava.

Har var fitt av fólki. Fleiri av eldru monnunum í bygdini vóru har. Teir flestu vóru í hvítum húgvum og onkrir eisini í hvítari skjúrtu ella hvítum jakka. Hetta vóru jú alt muslimar. Tað er muslimskur siður at jarða fólk sama dag, sum tey doyggja, og prátaðu teir um, hvar hin deyði skuldi verða grivin. Hin deyði hevði biðið um at verða grivin í heimbygdini – tað var bygdin beint norðan fyri, har vit vóru – men tað var ikki siður at gera tað. Fólk skuldu jarðast í bygdini, har tey doyðu. Tað, sum lá í prátinum, men ikki varð sagt, var, at varð líkið ikki grivið á rætta staðnum, kundi hin deyði koma aftur og spøkja.

Vitjandi leggja til merkis, tá ið tey eru til jarðarferð á Balabac, at har er eingin grátur, eingi tár. Tað er forboðið. Sagt verður, at grátur og tár fáa hin deyða at ganga aftur. Tey, sum vóru har, sótu bara still og lurtaðu, meðan menninir í hvítu húgvunum tosaðu um, hvat gerast skuldi. Niðurstøðan var, at hin deyði varð grivin, har hann ynskti – í heimbygdini.

Alt var so dapurt, nýtt, fremmant, rátt og tó eisini merkt av umsorgan og næstakærleika.

Seinni – eftir at vit vóru farnir avstað aftur – segði Dennis mær, at orsøkin til, at hann segði nei takk til kaffi, var, at kopparnir, tey nýttu, vóru somu koppar, sum hin deyði, tá ið hann lá til tað síðsta, hevði brúkt at spýta í. Tað visti eg ikki, men eg visti, at tey nýttu hvørki heitt vatn ella sápu, tá ið tey vaskaðu upp. Ikki so lætt at vera tann nýggi.

***

Eg sat har ímillum teirra

„Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær. Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.“ Ezekiel 3.14-15

Tað, sum eg upplivdi handa dagin á Balabac, lýsir tað, tú ofta kennir, tá ið tú situr ímillum teirra, sum Harrin hevur sent teg til. Alt tað fremmanda, syrgiliga, løgna og vamlisliga darvar, og vit líkjast Ezekiel, har hann sat og stardi fram fyri seg – alt partur av at fara til teirra, sum Harrin sendir okkum til.

Ílat til æru, halgað

„Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk.“ Seinna Timoteusbræv 2.21

Smakkurin, eg sat eftir við, tá ið eg hevði fingið at vita, hvat koppurin hevði verið nýttur til, var ikki serliga góður. Ongum dámar at drekka úr koppi, sum hevur verið nýttur til slíkt, sum vit vamlast við. Er hatta satt tímiliga, er tað ikki minni satt andaliga. Hvussu ofta hava vit ikki verið fólki til vaml, tí vit halda okkum kunna verða nýtt til tað andaliga, hóast vit líkjast farisearanum, sum Jesus átalaði í Lukasi 11.39:

„Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi.“

Álvarsamt.

Ein lítil tanki afturat:

Í Seinna Timoteusbrævi 2.21 lesa vit um rein íløt.
Í Seinnu Kongabók 4.1-7 lesa vit um tóm íløt.
Í Seinna Korintbrævi 4.7 lesa vit um veik íløt. 

At vera íløt Harranum til æru er at vera reinur, tómur og veikur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Eitt-minni-av-Balabac.png 722 1277 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-12 09:00:002024-01-11 13:41:34Eitt minni av Balabac

Lívsleiðir

29/12/2023

Myndin omanfyri er tikin á gistingarhúsinum hjá New Tribes Mission (NTM) í Manila. Eg tók hana stutt eftir, at vit komu til Filipsoyggjarnar í januar 1986. Húsligir menn, men tað var nú ikki tað, sum eg ætlaði mær at skriva um.

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um, hvussu lívið kann laga seg. Vit nýta tvey vers sum útgangsstøði – eitt úr Gamla Testamenti og eitt úr Nýggja Testamenti.

„Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur … tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.“ Fyrra Korintbræv 4.5

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Maðurin longst til vinstru á myndini

Hann og konan arbeiddu millum Batak-fólkið á Palawan. Batak-fólkið er eitt reikandi frumskógarfólk, tey flyta alla tíðina. Hjúnini, vit tosa um, gjørdu eitt risastórt arbeiði millum Batak-fólkið, og fleiri komu til trúgv.

Tá ið vit komu til Filipsoyggjarnar, leitaðu tey eftir eini familju at hjálpa sær og spurdu okkum, um vit vóru áhugað. Vit kendu tað sum eina veldiga æru at verða spurd, men tað bleiv tó ikki til nakað. Meira vit bóðu og hugsaðu um tað, máttu vit bara síggja í eyguni, at arbeiðið millum nomadiskt frumskógarfólk við øllum, ið tað inniber, var meira enn vit sum ung familja fóru at megna.

Seinni fluttu hesi hjúnini aftur til USA, og maðurin bleiv pastorur. Sonur teirra, sum var ein lítil smádrongur, tá ið vit komu at kenna tey, gjørdist seinni trúboðara-flogskipari á Filipsoyggjunum. Hann segði mær, at pápi hansara var pastorur, til hann fylti 60 og tók seg so aftur. Hann hevði vant yngri menn at taka yvir, og nú áttu teir tørn. Fólk úr øðrum samkomum løgdu til merkis, hvussu væl hann hevði dugað at seta við, og nú arbeiðir hann við at hjálpa øðrum at læra yngri kreftir at taka yvir.

Maðurin longst til høgru á myndini

Hann og kona hansara arbeiddu eisini á Palawan. Tey arbeiddu millum Palawano-fólkið. Tað eru fleiri bólkar av Palawano-fólki. Hesi vóru tey, vit nevna Norðurpalawano-fólkið.

Fyrstu NTM trúboðararnir fluttu hagar heilt afturi í hálvtrýssunum. Aftursvarið, tá ið teir komu, tóktist ómetaliga gott, men seinni kom fram, at tey ikki høvdu skilt evangeliið. Nú, eitt ættarlið seinni, var alt ein vavgreytur. Uppgávan hjá trúboðaranum var nú at royna at greiða fløkjuna.

Hjúnini, vit tosa um, høvdu verið har í nøkur ár, men kendu nú, at umstøðurnar við børnunum vóru slíkar, at tað var ikki ráðiligt hjá teimum at halda á. Tey spurdu okkum, um vit vóru hugað at halda fram við arbeiðinum. Vit hildu tað vera spennandi, men kendu ikki, at hetta var uppgávan, sum Harrin hevði til okkara. Hesin trúboðarin á myndini var og er ómetaliga fittur og andaliga eymur; men var ikki sterkur, tá ið tað kom til grundsannleikarnar í Skriftini.

Eftir at tey vóru flutt aftur av Palawan, fór hann at savnast við anglikanarunum í nøkur ár. Og eftir at tey vóru flutt aftur til Amerika, fór hann at savnast við katolikkunum. Tað var har, hann var uppvaksin, og har vildi hann aftur. Hann segði seg leingjast eftir tí álvarsama og hátíðarliga, sum hann var uppvaksin við. Sera harmiligt.

Maðurin fremst í myndini

Hann og kona hansara komu til Filipsoyggjarnar okkurt um eitt ár áðrenn Cathy og eg. Vit høvdu gingið í skúla saman í USA og kendust væl. Tey høvdu eins og vit ætlað sær til Indonesia, men fingu ikki innfaraloyvi og komu tí til Filipsoyggjarnar ístaðin. Tey fluttu til Balabac nakrar mánaðir eftir, at vit komu.

Stutt áðrenn tey fluttu, bjóðaði hann mær við sær ein túr til Balabac. Løgið, hvussu lívið lagar seg. Aftan á túrin var tað, sum Harrin segði við meg, at vinfólk okkara fóru ikki at verða leingi á Balabac, og at vit fóru at verða biðin um at taka pláss teirra. Eg kendi meg sum ein svíkjara at hýsa slíkum tanka, men tað var júst tað, sum hendi.

Vit hoyrdu einki aftur frá teimum, eftir at tey fluttu aftur til USA. Men so í 2010 – tað var nærum fjórðingsøld seinni – fann eg nøkur av børnum teirra á Facebook. Eg segði teimum, hvør eg var, og spurdi eftir foreldrunum. Ein dóttir skrivaði aftur og segði, at foreldrini vóru fráskild, men at hon hevði tosað við pápan, og hann var sera spentur at hoyra frá mær. Eg gav henni telefonnummarið.

Nakrar dagar seinni ringdi hann. Hann var bæði blíður og týður, men greiddi eisini frá, hvussu tungt tað hevði verið at koma heim aftur. Kenslan at hava svikið neit teimum so fast, at hjúnabandið fór í knús. Nú vóru sjálvandi nógv ár liðin, og tóktist hann vera komin yvir smeitin fyri langari tíð síðan. Vit samdust um at møtast, næstu ferð vit vóru í USA.

Men so skuldi ikki verða. Maðurin fremst í myndini fekk krabbamein og er nú heima hjá Harranum. Vit møtast hinumegin.

***

Í okkara eygum kann tað tykjast, sum lívið eydnaðist betur hjá einum enn hjá øðrum. Latið okkum hyggja aftur at versunum, sum vit byrjaðu við.

„Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur … tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.“ Fyrra Korintbræv 4.5

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Gott at hava í huga, nú vit fara inn í nýggja árið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Livsleidir.png 724 1118 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-29 09:00:002023-12-28 15:40:51Lívsleiðir

Jól saman í fjøllunum á Luzon

15/12/2023

Árið er 1987. Vit eru langt uppi í fjøllunum á oynni Luzon á Filipsoyggjunum og halda jól hjá Liz, Ragnar og dreingjunum.

Sama land – ymisk umhvørvi

Liz og Ragnar komu til Filipsoyggjarnar í apríl 1979. Vit komu sjey ár seinni, í januar 1986. Tey fóru til Kankanaey fólkið á stóru oynni Luzon – tað er í norðrara partinum av Filipsoyggjunum. Vit fóru til Molbog fólkið á lítlu oynni Balabac – tað er suðuri í útsynningshorninum av Filipsoyggjunum.

Liz og Ragnar búðu langt uppi í fjøllunum – í 2000 metra hædd. Vit búðu tríggjar minuttir úr fjøruni. Landslagið, har tey búðu, er eyðkent av fjøllum og rísbríkum (terrassum). Landslagið hjá okkum er eyðkent av strondum og pálmatrøum.

Liz og Ragnar búðu í bygd, har tætt er millum húsini. Vit búðu í bygd, har langt er millum húsini. Tað er lutfalsliga kalt, har tey búðu, tey høvdu enntá eldstað í køkinum. Tað hevði verið óhugsandi hjá okkum, alt ov heitt.

Fólkið, har Liz og Ragnar búðu, eru animistar samantvinnað við katolisismu. Fólkið, har vit búðu, eru muslimar samantvinnað við animismu (andatrúgv).

Stríggin og long ferð

Fjarstøðan okkara millum var sum úr Føroyum til Hirtshals, men at ferðast millum støðini var væl truplari. Vit kunnu ikki siga, at vit gingu og mólu um føturnar á hvør øðrum.

Vit flugu av Balabac til flogstøðina hjá NTM (New Tribes Mission) á oynni Palawan. Síðan fóru vit við bussi til býin Puerto Princesa og síðan við rutuflúgvara til Manila. Úr Manila fóru vit við bussi norður til flogstøðina hjá NTM í Luzon. Busstúrarnir á Palawan og í Luzon vóru okkurt um fimm tímar hvør.

Ætlanin var at gista á flogstøðini og so flúgva til Ragnar og tey morgunin eftir. Men seinni sama dag, sum vit vóru komin, sigur ein maður við meg: „Tit fara neyvan nakran veg í morgin, tað verður ikki flúgvandi.“ Strævin, sovorðin fólk, men hann hevði rætt. Tað bleiv ikki flúgvandi, og vit máttu bíða. Eg minnist ikki, hvussu nógvar dagar vit bíðaðu, men tíðin gekk undan, og tað gjørdist okkum greitt, at skuldu vit koma fram til jóla, máttu vit fara yvir land.

Vit fóru við bussi vestur til býin Baguio. Baguio er ein hugtakandi frítíðarbýur, sum varð bygdur av amerikanarum fyrst í síðstu øld. Túrurin var um fimm tímar eins og hinir fyrru busstúrarnir. Og so var at finna onkran at koyra okkum til bygdina, har Ragnar og tey búðu. Vit funnu ein jeepney vogn. – Hava tit sæð myndir av Filipsoyggjunum, hava tit uttan iva sæð myndir av jeepney vognum. Teir líkjast longum jeppum (ella minibussum), pyntaðir við litríkum myndum, skriftstøðum, halgimennum og filmstjørnum. – Túrurin tók okkurt um átta tímar.

Landsluturin, sum Ragnar og tey búðu í, eitur Mountain Province (Fjallalandsluturin), og tað er ikki uttan orsøk, tí har er bæði høgt og bratt. Fleiristaðni var tað sum at koyra eftir eini rók – berg í erva og snipst niðurfyri. Vegirnir vóru krókutir, smalir, runutir og skráaðu út ímóti eggini. Hetta var ikki fyri veikar sálir. Eg havi hoyrt um meira enn ein vaksnan, sum er farin at gráta, tí har er so bratt. Sjálvur græt eg ikki – sjálvandi ikki! – Men so sigi eg ikki meir.

Tíbetur eru umstøðurnar at ferðast munandi betri nú, enn tær vóru í 1987. Og tað fegnast vit um.

Signað at vera saman á jólum

Jeepney vognurin koyrdi okkum so langt, sum hann kundi. Ragnar og tey vóru ímóti okkum. Skuldu vit gingið síðsta teinin, hevði tað tikið okkurt um ein tíma. Ikki serliga hugaligt í allari rununi. Tíbetur sluppu vit undan. Ragnar koyrdi okkum pendulfart við motorsúkkluni.

Og so vóru vit komin fram. Kendist væl! Liz og Ragnar duga hvør betur enn annar at vera gestablíð. Og vit høvdu eini hugnalig jól saman. Nøkur á staðnum vóru komin til trúgv, og Liz og Ragnar høvdu reglulig møti í túnum. Økti um sjarmuna.

Afturat tí – bara at kunna vera har – høvdu vit nógvar góðar løtur saman. Liz og Cathy høvdu nógv at práta um. Børnini hugnaðu sær, og Ragnar og eg loystu allar heimsins trupulleikar, meðan vit sutlaðu kaffi í okkum. Tað var júst sum hugnalig jól eiga at vera.

So vóru jólini av

Og so vóru jólini farin og tíðin komin at fara avstað aftur. Veðrið var nú betri, og til bar hjá flúgvaranum at koma eftir okkum. Flogvøllurin líktist ikki flogvøllinum vestri í Vágum. Hann var bert ein breið brekka beint oman ímóti einum forbergi. Flúgvarin fór við fullari ferð oman brekkuna, útav og so suðureftir. Kanska ikki líka ræðandi sum rókin, tá ið vit komu, og tó. Hetta var ikki bara bara. Men vit komu í hæddina í øllum góðum.

Stórsligið at flúgva suðureftir.

***

Spurvurin og svalan

Hetta var umheimurin, sum dreingirnir hjá Liz og Ragnar vuksu upp í. Kringumstøður teirra og hjá børnum okkara á Balabac líktust lítið teimum, sum Liz og Cathy kendu sum smágentur í Amerika, ella teimum, sum Ragnar og eg kendu sum smádreingir í Klaksvík. Og kortini kendust kringumstøðurnar hjá børnum okkara á Filipsoyggjunum júst líka tryggar og vanligar, sum okkara høvdu kenst okkum.

Sálmur 84.4 sigur:

„Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í – altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín!“

At finna sær heim og reiður við altarið, tað er gott – kann ikki verða tryggari.

Serstøk tøkk

Her er kanska hóskandi at koma við einari serligari tøkk til tykkum mongu, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at virka á Filipsoyggjunum øll hesi mongu ár. Vit eru sera takksom fyri trúfesti tykkara.

Gleðilig jól øll somul og eitt av Harranum signað nýggjár!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Jol-i-Lenga.png 542 904 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-15 08:30:002023-12-15 00:39:00Jól saman í fjøllunum á Luzon

Frálíkt at liva

01/12/2023

(It’s a Wonderful Life)

„Tá rópti Jesus teir til Sín og segði: „Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara; og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara – eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.““ Matteus 20.25-28

Vit eru ikki skapt til at liva fyri okkum sjálv. Áhugavert er, at ofta skilir heimurin tað betur enn vit, sum rokna okkum at hoyra Frelsara okkara til. Minnir meg á tað, sum vit lesa í Lukasi 16.8:

„… børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins.“

Hetta – at liva fyri onnur – minnir meg á ein jólafilm, sum Cathy og eg hvørja advent, nú í mong ár, hava havt til vana at hyggja at. Filmurin eitur „It‘s a Wonderful Life“. Føroyska heitið kundi verið „Frálíkt at liva“. Vit munnu hava sæð filmin meira enn 30 ferðir.

Hetta er ein sera nemandi filmur, sum á meistarligan hátt vísir, at samanumtikið loysir tað seg altíð best at liva fyri hini og ikki fyri seg sjálvan. Hetta er eisini galdandi, tá ið tað merkir, at vit noyðast at lata egnar dreymar fara. Tú fært tað mangar ferðir aftur, kanska ikki fíggjarliga, men í virðum, sum pengar aldri kunnu keypa. Kann ikki vera meira bíbilskt.

Filmurin varð frumframførdur í 1946. Tað er nógv ár síðani. Tú kundi hildið, at so gamlir filmar kunnu ikki vera góðir, men eg veit ikki, eg haldi, at hetta er ein tann besti filmurin, eg nakrantíð havi sæð.

Fyrstu ferð, eg sá filmin, var nakað eftir, at vit vóru flutt til Balabac á Filipsoyggjunum. Hetta hevur verið í seinnu helvt av fýrsunum. Tað var ikki gamalt millum stammu-trúboðarar at hava sjónvarp. Vit mundu vera millum teir fyrstu. Summir av eldru trúboðarunum dámdi tað einki, hildu, at tað sendi keðiligt signal til fólkið, tú livdi ímillum. Vit vóru jú umgird av stórum fátækradømi. Eingin av teimum, sum tú búði ímillum, hevði ráð til slíkt. Kanska høvdu teir rætt. Eg skal ikki seta meg til dómara fyri ella ímóti. Men hvussu var og ikki, so gjørdi tað, í hvussu er, lívið eitt sindur heimligari og lættari at búgva í fremmandum umhvørvi.

Sjónvarpið hjá okkum var lítið, neyvan meira enn 30 sentimetrar til víddar. Og har vóru sjálvandi ongar sjónvarpsrásir, bara VHS-bond. Summi av tykkum eru kanska noydd at googla tykkum fram til, hvat tað er. Slavna tropiska luftin gjørdi, at hesi bondini lættliga blivu moðin. Eg veit ikki, um tey siga so enn; men fyrr plagdu vit at kalla tað keðiliga og lítið áhugaverda „moðið“. Kanska vit kunnu siga, at slavna luftin og lítla úrvalið av filmum merkti, at vit sóu nógvar filmar, sum vóru modnir bæði so og so.

Og so var einki elektrisitet, har vit búðu. Vit høvdu ein lítlan ljósmotor, og hann mátti tendrast, hvørja ferð vit skuldu hyggja í sjónvarp. Vit avmarkaðu okkum til at hyggja eina ferð um vikuna. Hvørt fríggjakvøld var sjónvarpskvøld. Seinni fóru børnini at nýta videobond til skúla, sum so merkti, at sjónvarpið var frá hvønn morgun. Men siðurin fríggjakvøld, hann vardi við.

Nú fór eg heilt av kós. Ætlaði at skriva um tað, sum vit kunnu læra av filminum „Frálíkt at liva“ ikki um sjónvarp, frumskóg, fátækradømi, ljósmotorar og sjónvarpskvøld.

Í heilt stuttum snýr filmurin seg um ein eingil, Clarence Odbody, sum – fyri at kunna ogna sær rættin til veingir – er sendur jólaaftan at bjarga manni, sum eitur George Bailey. Maðurin hevur fullkomiliga mist mótið og ætlar at beina fyri sær.

Eg veit, eg veit. Hatta við einglum og veingjum er ikki bíbilskt, men góður filmur kortini.

Áðrenn Clarence er sendur at hjálpa George, vísir ein yvireingil honum lívssøguna hjá George, frá tí hann var lítil, og til hann fyrr sama dag kom í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at hann kom til ta niðurstøðu, at einasti mátin at bjarga familjuni undan húsagangi, var at beina fyri sær. So fingu tey – um ikki annað – ágóðan av lívstryggingini hjá honum. 

At byrja við gongur ikki so væl at sannføra George um, hví hann ikki má beina fyri sær. Men tá ið Clarence hoyrir George siga, at tað hevði verið betur, um hann ongantíð hevði verið føddur, fær Clarence eitt hugskot. Hann fór at vísa George, hvussu illa lívið hjá mongum hevði havt lagað seg, um George ongantíð hevði verið til.

So haldi eg, at eg sigi ikki meira um filmin. Tit kunnu hyggja at honum sjálv. Góður filmur, verdur at síggja fleiri ferðir. Nemur nakað í okkum, gevur okkum mót og vísir okkum, at tað loysir seg altíð best at liva fyri onnur.

Ein tímilig áminning, sum er serliga væl hóskandi til okkara hesar árstíðina, nú vit minnast Hann, sum kom, ikki at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong (Matt. 20.28).

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Fralikt-at-liva.png 629 1124 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-01 09:30:072023-12-01 09:30:08Frálíkt at liva

Av bókahillini: Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“

17/11/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/Crime-and-Punishment.png 375 949 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-11-17 08:45:002023-11-19 16:32:26Av bókahillini: Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“

Av bókahillini: Pílagrímsferðin

03/11/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/Pilagrimsferdin.png 641 1188 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-11-03 14:40:002023-11-03 14:50:17Av bókahillini: Pílagrímsferðin

Roynda trúskap hansara kenna tit

20/10/2023

Timoteus í brøvunum í Nýggja Testamenti

„Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við. Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;“ Filippibrævið 2.19-20

Hesaferð hyggja vit at tí, sum brøvini hava at siga okkum um Timoteus. Vit hyggja fyrst at, hvussu tey lýsa sambandið millum Timoteus og Paulus, síðan hvussu tey lýsa sambandið millum Timoteus og tær ymsu samkomurnar. Eftir tað hyggja vit at tí, sum Paulus sigur við Timoteus í brøvunum, sum hann skrivaði til hansara. Og til síðst hyggja vit at stuttu viðmerkingini, ið vit finna um Timoteus í endanum á Hebrearabrævinum.

Her er nógv at læra og ikki minni at fremja í verki.

Sambandið millum Timoteus og Paulus

Versini, sum vit byrjaðu við, lýsa á ein serligan hátt nær knýtta sambandið millum Timoteus og Paulus. Bert Timoteus hevði somu umsorgan sum hann fyri samkomuni í Filippi. Tað er bæði ein vakur vitnisburður um Timoteus og ein álvarsom áminning um, hvussu skjótt tað er at svíkja.

Aftur til sambandið millum Timoteus og Paulus. Brotini nevnd niðanfyri lýsa stóra lut Paulusar í, at Timoteus kom til trúgv, andaligu uppaling hansara og ríka samarbeiðið teirra millum:

  • „barn mítt“ (1. Tim. 1.18 og 2. Tim. 2.1).
  • „ektabarn mítt í trúnni“ (1. Tim. 1.2).
  • „elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum“ (1. Kor. 4.17).
  • „bróðirin Timoteus“ (2. Kor. 1.1; Kol. 1.1 og Filemon 1.1.).
  • „Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu“ (Fil. 1.1).
  • „Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar“ (1. Tess. 3.2.).

Paulus sigur í fimm av brøvum sínum, at tey komu bæði frá sær og Timoteusi. Brøvini, vit tosa um her, eru: Seinna Korintbræv, Filippibrævið, Kolossebrævið, Filemonbrævið og Tessalonikubrøvini. Tað sigur ikki so lítið.

Timoteus og brøvini til samkomurnar

At Timoteus er nevndur í byrjanini av mongum av brøvunum, vísir ikki bara, hvussu stórt álit Paulus hevði á honum, tað vísir eisini, hvussu nær knýttur hann var at hesum samkomunum.

Vit síggja hetta eisini í tí, sum Paulus skrivar um Timoteus í brøvunum. Besta dømi er helst tað, sum Paulus segði í versunum, sum vit byrjaðu við (Fil. 2.20):

„Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;“

Men onnur dømir eru eisini.
Í Rómbrævinum 16.21 skrivar Paulus til samkomuna har:

„Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum …“

Í Seinna Korintbrævi 1.19 stendur, at Kristus var prædikaður millum teirra av Paulusi, Silvanusi og Timoteusi.

Og í trimum av brøvum sínum (1. Kor. 4.17; 16.10; Fil. 2.19; 1. Tess. 3.2, 6), nevnir Paulus, at hann sendi Timoteus at vita, hvussu visti við hjá ymsu samkomunum og fyri at styrkja tær. Hetta sama sóu vit eisini, tá ið vit hugdu at tí, sum stendur í Ápostlasøguni um Timoteus.

Og so eitt brot, sum lýsir menniskjaliga lyndi Timoteusar. Móti endanum av Fyrra Korintbrævi (16.10) skrivar Paulus:

„Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg.“

Versið lýsir, hvussu hesin djarvi og trúfasti Harrans tænari eisini kundi vera viðkvæmur og óttafullur. Vert at taka til eftirtektar.

Timoteus og brøvini til hansara

Í Fyrra brævi sínum til Timoteus sigur Paulus, at hann læt hann verða verandi í Efesus (1. Tim. 1.3.). Tørvirnir í samkomuni kravdu tað. Í Seinna brævi sínum til Timoteus biður Paulus hann skunda sær til sín (2. Tim. 4.9, 21). Tørvir Paulusar kravdu tað.

Timoteus og fyrra brævið

Paulus skrivaði brævið fyri at minna Timoteus á ymisk samkomuviðurskiftir. Hann byrjar brævið við at ávara um vandan við fremmandum lærum. Hann nevnir eisini týdningin av, at gott skil er í samkomuni og at røttu fólkini hava umsjón við henni.

Áminningarnar eru flættaðar saman við áminningum um, hvussu Timoteus persónliga skal bera seg at. Hann verður mintur á at venja seg til gudsótta, um ikki at lata nakran vanvirða seg fyri tað, at hann er ungur, og at ansa eftir heilsuni.

Timoteus og seinna brævið

Paulus skrivaði seinna brævið fyri at eggja Timoteusi til ikki at missa mótið, men heldur líða ilt saman við sær fyri evangeliið. Samstundis minnir hann Timoteus á styrki Guds, gávurnar, sum Harrin hevur givið honum, og týdningin av at vera sterkur í náðini.

Paulus eggjar honum til at varðveita skattin, sum Harrin hevði litið honum upp í hendur. Hann minnir Timoteus á tað, sum hann hevði hoyrt Paulus tala, og týdningin av at fáa trúføstum monnum tað í hendur, monnum, sum vóru førir fyri aftur at læra onnur.

Timoteus og Hebrearabrævið

„Eg veit at siga tykkum, at Timoteus, bróðir okkara, er leysgivin, kemur hann skjótt, komi eg saman við honum at síggja tykkum.“ Hebrearabrævið 13.23

Hebrearabrævið er skrivað heilt stutt eftir, at Paulus skrivaði Seinna bræv sítt til Timoteus. Vit vita ikki, hvat er hent Timoteusi, men hann varð fongslaður onkuntíð um somu tíð, sum Paulus var tikin av døgum, men var síðan latin leysur aftur.

Royndi trúskapur Timoteusar eyðkendi hann til tað síðsta.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/10/Paulus-og-Timoteus-3.png 527 1092 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-10-20 09:00:002023-10-19 19:37:34Roynda trúskap hansara kenna tit

Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum

06/10/2023

„Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; …“ Ápostlasøgan 16.2-3

Ikki løgið, at Timoteus hevði so góðan vitnisburð frá brøðrunum. Hann prógvaði longu sum ungur, at hann var ein framúr álitismaður. Hetta verður alt meira sjónligt, sum vit fylgja Timoteusi ígjøgnum Skriftina. Í hesi greinini fylgja vit honum gjøgnum Ápostlasøguna og í komandi grein gjøgnum brøvini í Nýggja Testamenti.

Í Ápostlasøguni síggja vit álitið, sum Paulus hevði á honum, tá ið vit síggja stóra lutin, sum Timoteus hevði í verki Paulusar. Onkuntíð sendi Paulus hann undan sær til støð, har hann skuldi koma. Og onkuntíð læt hann Timoteus vera eftir og fullfíggja arbeiðið, eftir at hann fór víðari. Hetta hava verið krevjandi uppgávur. Vit mugu minnast, at umstøðurnar gjørdust buldrasligar næstan allastaðni, har teir komu. Tað hevur ikki verið bara bara – serliga hjá einum ungum manni sum Timoteusi.

Latið okkum fylgja honum, frá tí hann fer heimanífrá. Vit gera hetta ikki fyrst og fremst fyri at læra um, hvar Timoteus ferðaðist og um umstøðurnar, sum hann fann seg í. Vit gera hetta fyri at minna okkum á, at sami Heilagi Andi, sum virkaði í honum, vil eisini fegin virka í okkum. Tað týdningarmikla er jú ikki evnir okkara, men plássið, vit geva Harranum í lívi okkara.

Í Tessalonika (Áp. 17.1-9)

Ápostlasøgan nevnir ikki Timoteus í sambandi við Tessalonika, men vit vita sambært brøvini til samkomuna, at hann var har. Tey byrja við heilsanini: „Paulus, Silvanus og Timoteus – til …“ (1. Tess. 1.1 og 2. Tess. 1.1). Hann er eisini nevndur í triðja kapitli í fyrsta brævinum, versunum 1 til 7. Hann hevði – eins og Paulus og Silvanus – ein týðandi lut í, at evangeliið kom hagar.

Umstøðurnar í Tessalonika gjørdust so buldrasligar, at teir máttu rýma.

Í Berøa (Áp. 17.10-14)

Móttøkan í Berøa var góð at byrja við, men tað vardi ikki leingi, so broyttist alt, og mótstøðan gjørdist so hørð, at vit lesa:

„Tá sendu brøðurnir við tað sama Paulus avstað – líka at sjónum; men bæði Silas og Timoteus vórðu eftir har.“ Ápostlasøgan 17.14

Paulus kundi lata teir verða eftir, tí hann hevði álit á teimum.

Í Aten (Áp. 17.15-34)

Paulus kom til Aten, og teir, ið høvdu fylgt honum, fóru avstað aftur og høvdu boð við sær til Silas og Timoteus um at koma sum skjótast til hansara (17.15). Hann hevði brúk fyri teimum og visti, at teir fóru at koma.

Í Makedonia (Áp. 18.5)

„Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, …“

Timoteus er ikki nevndur, tá ið Paulus fyrstu ferð kemur til Makedonia – tað er í Ápostlasøguni 16. kapitli og versini 9 til 40. Møguliga hevur hann verið aðrastaðni í ørindum. Vit vita ikki umstøðurnar.

Versið omanfyri sipar til einaferð Silas og Timoteus koma aftur av ferð í Makedonia. Vit kenna ikki umstøðurnar. Møguliga hevur tað havt okkurt við fíggjarligan stuðul at gera. Paulus vísir á, bæði í Seinna Korintbrævi 11.9 og í Filippibrævinum 4.15, at hann fekk fíggjarligan stuðul úr Makedonia.

Í Korint (Áp. 18.1-18)

Paulus kom hagar einsamallur. Tað var ikki fyrr enn rættilig gongd var komin á hjá honum, at Silas og Timoteus eisini komu hagar.

Í Efesus (Áp. 19.22)

Vit vita ikki, júst nær Timoteus kom hagar. Sagt verður bert óbeinleiðis, at hann var har.

Aftur í Makedonia (Áp. 19.22)

Hesa ferð er felagi hansara ikki Silas, men Erastus. At teir vórðu sendir hagar, vísir aftur álitið, ið Paulus hevði á teimum.

Í Troas (Áp. 20.4-12)

„Í fylgi við honum [Paulusi] til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia. Hesir fóru undan og bíðaðu eftir okkum í Troas.“ Ápostlasøgan 20.4-5

Hetta er síðstu ferð, at Timoteus er nevndur í Ápostlasøguni. Hann var tannáringur, tá ið vit møttu honum fyrstu ferð, nú vit siga honum farvæl í Ápostlasøguni, er hann miðskeiðis í tríatiárunum.

Hóast Ápostlasøgan ikki sigur meira um hann, vísa brøvini í Nýggja Testamenti, at Timoteus áhaldandi var trúgvi samverkamaður Paulusar til tað síðsta. Hann hevði havt góðan vitnisburð frá brøðrunum, tá ið hann var ungur (Áp. 16. 3-4), og góði vitnisburður hansara eyðkendi hann alt lívið.

„Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær ...“ Ápostlasøgan 16.2-3

Tað hevur verið so væl sagt:

Munur er á at duga at avleggja ein góðan vitnisburð og at hava ein góðan vitnisburð!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/10/Samverkafolk-Paulusar-Timoteus.png 552 1124 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-10-06 14:07:492023-10-06 14:07:50Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum

Tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir

22/09/2023

Timoteus man vera tann kendasti av øllum samverkamonnum Paulusar. Her er nógv at geva sær far um. Vit umrøða hann í hesi og tveimum komandi greinum.

Barnaárini

Timoteus var úr galatiska býnum Lystra. Hann kom úr einum blandaðum heimi – pápin var grikki, og mamman var jødi. 

Andaliga ávirkanin kom frá mammuni og ommuni. Í Seinna brævi sínum til Timoteus skrivar Paulus (1.5):

„Tí eg eri mintur um trúnna, sum í tær er, og sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Eunike, móður tíni – trúgv, sum ikki er bert eiti. Eg eri vísur í, at hon býr í tær við.“

Paulus kallaði Timoteus ektabarn sítt í trúnni (1. Tim. 1.2). Vit tulka tað sum, at Timoteus er komin til trúgv, tá ið Paulus og Barnabas vitjaðu Derbe og Lystra (Áp. 14).

Mong ár seinni skrivaði Paulus til Timoteus (2. Tim. 3.10-11):

„Men tú hevur fylgt mær eftir … í líðingum – slíkum, sum á meg komu í Antiokia, í Ikonium, í Lystra …“

Paulus skrivar her um líðingar sínar, sum Timoteus persónliga var vitni til, langt áðrenn hann fór at ferðast við Paulusi. Møguliga sipar Paulus til ta ferðina, tá ið hann var steinaður, og fólkið dróg hann út um býin í tí trúgv, at hann var deyður (Áp. 14.19-20). 

Og so var tað, tá ið lóglærarar komu og royndu at fáa tey trúgvandi at lata seg umskera. Hetta hevur verið stutt eftir, at Barnabas og Paulus vóru farnir. Paulus sendi teimum trúgvandi brævið, sum vit kalla Galatiabrævið. Hann var ikki mjúkur. Timoteus hevur verið har, tá ið alt hetta hendi.   

Byrjanin

Nøkur ár seinni kemur Paulus aftur til Derbe og Lystra; samverkamaðurin hesa ferðina er Silas. Í Ápostlasøguni 16.1-3 stendur:

„Hann [Paulus] kom tá til Derbe og Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var grikskur. Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; og hann tók og umskar hann; tí Jødar búðu har rundan um, og teir vitstu allir, at faðir hansara var Grikki.“

Timoteus hevur møguliga ikki verið meira enn 17 ára gamal, tá ið hetta hendi. Høvdu vit verið har, høvdu vit kanska ikki hildið, at hetta var so klókt. Eitt var, at hann var so ungur, men hann tykist eisini at hava verið smæðin (1. Kor. 16.10-11) og møguliga tunglyntur (2. Tim. 1.7). Markus hevði ferðast við Paulusi og ikki megnað uppgávuna. Og tað var, tá ið lagaligi Barnabas var við. Hvussu skuldi smædni og mótfalni Timoteus megna hana?

Men tíðin kom at vísa, at Paulus visti, hvat hann gjørdi. Timoteus kom at roynast bæði honum og samkomunum sum sannur hermaður Jesu Krists.

Búningin

Harrin hevði búgvið Timoteus til tænastu líka frá barni av. Mong høvdu havt ein lut í tí:

Fyrst vóru tað omman og mamman. Paulus skrivar jú í Seinna brævi sínum til Timoteus, hvussu Timoteus frá ungum av hevði kent skriftirnar, og eisini hvussu trúgvin, sum búði í ommuni og mammuni, eisini var virkin í Timoteusi.

So var tað Paulus sjálvur. Timoteus hevði sæð fyridømi hansara bæði í Antiokia, í Ikonium og í Lystra (2. Tim. 3.10-11). Sum nevnt var Timoteus tannáringur, tá ið Paulus var har. 

Og so vóru tað teir elstu. Paulus nevnir tvær ferðir handaálegging í sambandi við Timotesus. Einaferð vóru tað teir elstu, sum løgdu hendurnar á Timoteus (1. Tim. 4.14) og einaferð Paulus (2. Tim. 1.6). Eldri brøður høvdu gjørt seg til eitt við hann, og tað gjørdi stóran mun.

Timoteus var eisini lærdur at laga seg til umstøðurnar. Í Ápostlasøguni 16.3 stendur, at Paulus læt Timoteus umskera, áðrenn teir fóru avstað úr Lystra. Paulus visti, at tað var neyðugt, skuldi Timoteus verða góðkendur av jødiska fólkinum.

Hóast ungan aldur var Timotues búgvin til verkið. Hann var tað, tí øll – omman, mamman, Paulus og teir elstu – høvdu gjørt sær ómak at gera tað møguligt.

Boðskapurin

  1. Virð tey ungu og hjálp teimum at vera sannir lærisveinar frá barni av.
  2. Ver takksamur og gloym ikki tey, sum hava hjálpt tær at seta út í kortið.
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/09/Timoteus-1.png 425 917 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-09-22 09:00:002023-09-22 08:45:53Tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir
Page 8 of 17«‹678910›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Kunngerðir06/11/2026 - 07:17
  • Samfelagsstevnan í Ebenezer og við Tjarnir 4.– 8. november02/11/2026 - 13:57
  • Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 1830/10/2026 - 01:01
  • Sigvard Johannesen innsettur sum elsti25/10/2026 - 12:30
  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilsti sonurin – so sum Rembrandt málaði tað30/10/2026 - 18:32
  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top